Skrásetingargjaldslóg - motorakfør

 

43  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjøld á motorakførum v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 21. januar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjøld á motorakførum v.m.

§ 1

Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 23. apríl 1999, verður § 25, stk. 1, nr. 2, orðað soleiðis:

"2) Brýtur § 16, stk. 2 og § 22."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar

Endamálið við hesum uppskoti er einans at gera eina broyting av § 25, stk. 1, nr. 2, so sett verður inn, at brot á § 16, stk. 2, í lógini, kunnu revsast. § 16, stk. 2, ásetir, at skrokknummar má bert verða flutt, broytt, burturbeint ella sett í við tollvaldsins loyvi.

Uppskotið hevur ikki eyka útreiðslur við sær. 

Viðmerkingar til broytingina

Henda broyting hevur til endamáls at broyta § 25, stk. 1, nr. 2, so sett verður inn, at brot á § 16, stk. 2, í lógini kunnu revsast. § 16, stk. 2, ásetir, at skrokknummar má bert verða flutt, broytt, burturbeint ella sett í við tollvaldsins loyvi.

1. viðgerð 25. januar 2000. Løgtingsmálini nr. 41, 42 og 43/1999 viðgjørd undir einum. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 2. februar 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 21. januar 2000 og eftir 1. viðgerð tann 25. januar 2000 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 26. januar og 2. februar 2000. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

 

2. viðgerð 8. februar 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 10. februar 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 688-21/99
Fms.j.nr. 2520-18/91
Ll.nr. 18/2000 frá 14.02.2000