Pensjónistar - viðbót

 

48  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000,4. februar, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. verður § 2, stk. 1, nr. 1, orðað soleiðis:

„1) Persónum, sum hava fingið játtað pensjón ávíkavíst 1. apríl, 1. juli og 1 desember."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000.

Viðmerkingar

Hetta er ein teknisk lógarbroyting, sum verður gjørd, fyri at løgtingslógin um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. skal samsvara við løgtingslóg um almannapensjónir, sum kom í gildi 1. januar 2000.

1. viðgerð 15. februar 2000. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 23. februar 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. februar 2000, og eftir 1. viðgerð tann 15. februar 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 23. februar 2000.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

 

2. viðgerð 29. februar 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 3. mars 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 687-7/99
Ahs.j.nr. 0.21-9901683
Ll. nr. 28 frá 13. mars 2000