Roknskapur - Útvarp Føroya 1998

 

53-1  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapi Útvarp Føroya fíggjarárið 1998

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 2000, 15. februar, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar 

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Útvarpi Føroya fyri fíggjarárið 1998.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Lógargrundarlagið undir Útvarpi Føroya er nú Ll. nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp v.m., sum kom í gildi 1. mars 1998. Við heimild í hesi lóg eru nærri reglur ásettar í kunngerð nr. 61 frá 17. juni 1998.

Útvarpsgjaldið fyri 1998 er ásett í kunngerð nr. 2 frá 21. januar 1998 við heimild í § 3 í gomlu útvarpslógini frá 1956, ið tá var í gildi.

2. Bygnaður:

Sambært § 5 í lógini er Útvarp Føroya ein sjálvstøðugur stovnur undir landinum. Sambært § 6 setir landsstýrismaðurin stjóran, sum sambært § 1 í kunngerðini hevur fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av stovninum mótvegis landsstýrismanninum. Stjórin hevur programábyrgdina, og til at ráðgeva stjóranum viðvíkjandi programspurningum, setir landsstýrismaðurin eina nevnd við 7 limum. 

3. Endamál:

Sambært § 5 í lógini skal Útvarp Føroya varpa út sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Útvarpið skal í programvirksemi sínum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsið, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga.

4. Fíggjarviðurskifti:

Við heimild í § 8 í lógini verður virksemið hjá útvarpinum fíggjað við útvarpsgjaldi, sum landsstýrismaðurin ásetir. Allir útvarpsmóttakarar hava skyldu at rinda útvarpsgjald, men ongum húski kann tó verða álagt at rinda meira enn eitt útvarpsgjald. Umframt við útvarpsgjaldi, verður virksemið sambært § 7 eisini fíggjað við inntøkum frá lýsingum, eydnuspølum v.m. Virksemið kann eisini verða fíggjað við játtan á fíggjarløgtingslógini, og verður hesin parturin av fíggingini at seta sum sjálvstøðugur táttur.

Stjórin ger uppskot til fíggjarætlan og tilráðing um ásetan av útvarpsgjaldi, ið verða send landsstýrismanninum til góðkenningar.

Fíggjarætlanin verður síðani tikin við í fíggjarlógaruppskotið, sum verður lagt fyri Løgtingið til samtyktar. Virksemið hjá stovninum verður tikið við á fíggjarlógina við játtanarslagnum "landsfyritøka".

- - - - -

Til tess at kunna Løgtingið um fíggjarligu gongdina hjá Útvarpi Føroya er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 1998, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1994-1997 tikin við.

 

5. Yvirlit yvir rakstur 1994-1998:

 

 

6. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1994-1998:

 

7. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapin og grannskoðanarfrágreiðingina til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá stovninum.

8. Viðmerkingar:

Útvarp Føroya er við á fíggjarlógini sum "landsfyritøka". Í viðmerkingunum til uppskotið til fíggjarlóg fyri 1997 verður ført fram, at tað hevur víst seg, at ov nógvir tøkniligir trupulleikar eru við landsfyritøkum á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997, og tí verður m.a. gjørt vart við, at fyribils eru viðmerkingarnar og sundurgreinað ætlan hjá játtanarslagnum "Landsfyritøka" á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997 bert til kunningar, og at arbeitt verður við í árinum 1997 at gera "landsfyritøkur" til ein part av játtanarroknskapinum.

Ógreiðu játtanar- og roknskaparviðurskiftini viðvíkjandi "landsfyritøkum" eru ikki loyst, hóast løgtingsgrannskoðararnir fleiri ferðir hava heitt á Fíggjarmálastýrið um at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Løgtingsgrannskoðarunum kunnugt, ætlar Fíggjarmálastýrið í 2000 at ganga ígjøgnum játtanarskipanina til tess at fáa greiði á ivaspurningunum.

Løgtingsgrannskoðararnir hava áður víst á, at í landsroknskapinum fyri 1997 vóru "landsfyritøkurnar" ikki tiknar við. Hesar høvuðskonti vórðu lopnar um. Løgtingsgrannskoðararnir hava gjørt vart við, at hetta stríddi móti § 1, stk. 2, í løgtingslóg nr. 33 frá 23. mars 1994 um landsins almenna roknskaparhald, sum ásetir, at landsroknskapurin í uppsetingini skal fylgja fíggjarlóg og eykajáttanarlógum, og løgtingsgrannskoðararnir mæltu til at taka allar landsfyritøkur við í landsroknskapin fyri 1998. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at hetta ikki er gjørt. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur síðani upplýst, at hetta verður gjørt í landsroknskapinum fyri 1999.

1. viðgerð 24. februar 2000. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 29. februar 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 25-0-0. Málið avgreitt