Roknskapur - Landsroknskapir 1995-1998

 

53-11  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av Landsroknskapunum fyri fíggjarárið 1995-1998

Skjal: Frágreiðing til landsroknskapirnar

 

1. Inngangur *

2. Fíggjarmál *

2.1. Fíggjarlógarmannagongd (GL 1999/1 04 1-5) *
2.1.1. Nýggj játtanarskipan *
2.1.2. Fíggjarlógaruppskotið fyri 1996 *
2.1.3. Fíggjarlógaruppskotið fyri 1997 *
2.1.4. Fíggjarlógaruppskotið fyri 1998 *
2.1.5. Ivamál um játtanarskipanina *
2.1.6. Niðurstøða *
2.2. Roknskaparviðurskifti (GL 1996/1 01-2) *
2.2.1. Framløga av landsroknskapinum *
2.2.2. Lønarumsiting á gjaldstovuni (GL 1998/2 03 1-10) *
2.2.3. Edv-trygd á gjaldstovuni (GL 1997/2 03 1-6) *
2.2.4. Vantandi roknskaparreglugerðir (GL 1997/1 01-5) *
2.2.5. Ógreiðar góðkenningarmannagongdir *
2.2.6. Vantandi ognaryvirlit *
2.2.7. Ógreið tryggingarviðurskifti *
2.3. Fíggjarstøða 1995-1998 *
2.3.1. Fíggjarligur útbúnaður (GL 1998/3 01 2-2) *
2.3.2. Áogn (GL 1997/ 3 01 3-2) *
2.3.3. Tøkur peningur (GL/1998/ 3 01 4-2) *
2.3.4. Skuld (GL 1998/ 3 02 0-1) *
2.3.5. Innkrevjing av vinnulánum (GL 1996/ 2 03 1-3) *
2.4. Umsiting av gjaldførislánum (GL 1997/3 01 3-2) *
2.5. Hagstova Føroya (G.L. 1998/2 03 9-8) *

3. Skattamál *

3.1. Roknskapar- og trygdarreglur (GL 1996/2 04 0-2) *
3.2. Kassaeftirlit (GL 1998/2 04 0-5 og 1999/2 04 0-6) *
3.3. Sáttmálaviðurskiftini við P/F Elektron (GL 1996/2 04 1-2) *
3.4. Edv-skráir (GL 1996/2 04 1-2) *
3.5. Brennioljuavgjald og ferðagjald (Gl 1996/2 04 5-1 og 1996/2 04 6-1) *
3.6. Innflutningsgjøld (GL 1996/2 04 0-3) *
3.7. Tollkredittur (GL 1996/2 04 5-2) *
3.8. Skrásetingargjald (GL 1996/2 04 5-3) *

4. LØGMANSFYRISITINGIN *

4.1. Landsfólkayvirlitið (G.L. 1998/2 02 9-3) *
4.2. Viðskiftastovan í Keypmannahavn (GL 1998/2 02 3-3) *

5. ALMANNA- OG HEILSUMÁL *

5.1. Pensiónsútreiðslur (GL 1998/2 07 2-1 og –2) *
5.1.1. Lógargrundarlag *
5.1.2. Játtanar- og roknskaparviðurskifti *
5.1.3. Innanhýsis eftirlit *
5.1.4. Árliga umrokningin *
5.1.5. Grannskoðan av einstøkum málum *
5.1.6. Samskifti við Almanna- og Heilsumálastýrið *
5.2. Forsorgarútreiðslur (GL 1998/2 07 3-2) *
5.2.1. Játtanar- og roknskaparviðurskifti *
5.2.2. Grannskoðan av einstøkum málum *
5.3. Dagpeningaútreiðslur (GL 1998/2 07 3-1) *
5.3.1. Játtanar og roknskaparviðurskifti *
5.3.2. Grannskoðan av einstøkum málum *
5.4. Heimarøktin (GL 1998/2 07 4-5) *
5.5. Stovnar undir Serstovnadeildini (GL 1997/2 07 4-4) *
5.6. Blákrossheimið (GL 1996/2 08 4 - 1) *
5.7. Heilbrigdið (GL 1996/2 08 4-1) *
5.7.1. Felagið Heilbrigdið *
5.7.2. Viðgerðarheimið Heilbrigdið *
5.7.3. Ognar- og roknskaparviðurskifti *
5.7.4. Játtanar- og roknskaparreglur *
5.8. Sjúkrahúsverk Føroya *
5.8.1. Lógargrundarlag *
5.8.2. Yvirlit yvir rakstrarútreiðslur 1996-1998 *
5.8.3. Íløgur *
5.8.4. Viðmerkingar frá roknskapargrannskoðanini *

6. ÚTBÚGVING OG GRANSKING *

6.1. Miðnáms- og hægri skúlar (G.L. 1998/2 10 3-2, 1998/2 10 4-3, 1998/2 10 4-4) *
6.1.1. Vantandi roknskaparreglugerðir *
6.1.2. Roknskapargóðkenning og onnur viðurskifti *
6.1.3. Lønar- og starvsfólkaviðurskifti *
6.1.4. Yvirlit yvir ognir *
6.1.5. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna *
6.1.6. Studentaskúladeildini í Suðuroy *
6.1.7. Studenta- og HF-Skeiðið í Eysturoynni *
6.1.8. Føroya Læraraskúli *
6.1.9. Føroya Sjómansskúli *
6.1.10. Klaksvíkar Sjómansskúli *
6.1.11. Undirvísingarskylda hjá skúlastjórum *
6.2. Fróðskaparsetur Føroya (G.L. 1996/2 10 4-1) *
6.3. Granskingarætlanir og Granskingarráð Føroya (G.L. 1998/2 10 9-2) *
6.3.1. Granskingarráð Føroya *
6.3.2. Granskingarætlanir *
6.4. Undirvísingartilfar *
6.4.1. Skúlabókagrunnurin (G.L. 1997/2 10 6-2) *
6.4.2. Bókamiðsølan *
6.4.3. Landsmiðstøðin fyri Undirvísingaramboð (G.L. 1998/2 10 6- ) *
6.4.4. Rationaliseringar og sparingar. *
6.5. Stuðulsstovnurin (G.L. 1997 / 2 10 1-1) *
6.6. Føroya Læruráð (G.L. 1998 / 2 10 3-2) *

7. MENTANAR- OG KIRKJUMÁL *

7.1. Mentanarstovnar *
7.1.1. Vantandi roknskaparreglugerðir *
7.1.2. Roknskapargóðkenning og onnur viðurskifti *
7.1.3. Lønar- og starvsfólkaviðurskifti *
7.1.4. Yvirlit yvir ognir *
7.1.5. Føroya Náttúrugripasavn (GL 1998/2 11 2-2) *
7.1.6. Jarðfrøðissavnið *
7.1.7. Føroya Fornminnissavn (GL 1998/2 11 2-4) *
7.1.8. Føroya Landsbókasavn (GL 1998/2 11 2-3) *
7.1.9. Mentunargrunnur Føroya Løgtings (G.L. 1998/2 11 9-2) *
7.2. Kirkjugrunnurin og kirkjukassar (J.nr.:GL 1998/2 11 6-2) *
7.2.1. Lógargrundarlag *
7.2.2. Kirkjugrunnurin *
7.2.3. Kirkjukassar *
7.2.4. Samskifti við Undirvísingar- og Mentamálastýrið *

8. LANDBÚNAÐARMÁL *

8.1. Almennar royndir og ráðgeving (GL 1996/2 13 2-1) *
8.2. Búnaðardepilin í Kollafirði (GL 1996/2 13 2-1) *
8.3. Skógrøkt Landsins (GL 1996/2 13 2-3) *
8.4. Landsdjóralæknin, Djóralækna- og Fiskasjúkutænastan (GL 1997/2 13 2-4) *

9. FISKIVINNUMÁL *

9.1. Lønjavningarstovan, stuðulsskipanir (GL 1999/2 14 4-5) *
9.1.1. Lønjavningarstovan *
9.1.2. Inntøkutrygd hjá fiskimonnum *
9.1.3. Minstaløn/dagstudningur *
9.1.4. Mánaðarligur minstaforvinningur *
9.1.5. Sjúkratrygd *
9.1.6. Flutningsstuðul *
9.1.7. Telefonstuðul *
9.2. Forskotsgrunnur Fiskiflotans (J. nr. Gl 2000 / 2 14 9-1) *
9.3. Fiskivinnumenning á landi ( J.nr.: GL 1999 / 2 14 4-6) *
9.3.1. Kilostuðul til virking av vørum úr innfluttum fiski (kapittul 1) *
9.3.2. Stuðul til vørumenning o.a. á fiskavirkjum (Kapittul 2 og 2a) *
9.4. Størri verkætlanir (GL 1998/2 14 4-4) *
9.5. Fiskiveiðieftirlitið, Vaktar- og Bjargingartænastan (J. nr. G.L. 1997 / 2 14 2 - 1) *
9.6. Keyp og umbygging av "Nólsoyar Páll" (LGR 1997/159-1) *
9.6.1. Játtan og kostnaðarmeting *
9.6.2. Kostnaður og meirnýtsla *
9.6.3. Orsøkin til meirnýtsluna *
9.7. Fiskirannsóknarstovan (J.nr. GL 1997/2 14 3-1) *
9.8. Magnus Heinason (J.nr. GL 1996 / 2 14 3 - 5) *
9.9. Sjóvinnufyrisitingin og Skráseting Føroya (GL. 1997/2 14 2-1) *

10. VINNUMÁL *

10.1. Grunnurin til Ídnaðarfremjandi endamál (J.nr. GL 1996 / 2 15 3-1) *
10.2. Grunnur Ferðavinnunnar (GL 1996/2 15 9-2) *
10.3. Rúsdrekkasøla Landsins (GL 1997 / 2 03 9 - 6) *
10.4. Endurgjaldsgrunnur alivinnunnar (GL 1998/ 2 15 3-2) *
10.5. Ábyrgdargrunnurin (J.nr. GL 1998 / 2 15 9-4) *
10.6. Matrikulstovan (GL 1997/2 05 9-1) *
10.7. Bileftirlit Føroya (GL 1999/2 16 9-4) *

11. Landsroknskapurin 1998 *

11.1. Viðgerð av fíggjarlóg og eykajáttanarlógum *
11.2. Frávik ímillum játtan og roknskap *
11.2.1. § 2 Løgmansfyrisitingin *
11.2.2. § 3 Fíggjarmál o.a. *
11.2.3. § 4 Mentan og samskifti o.a. *
11.2.4. § 5 Fiskivinna *
11.2.5. § 6 Vinnumál o.a. *
11.2.6. § 7 Útbúgving og gransking o.a. *
11.2.7. § 8 Heilsumál og Almannamál o.a. *
11.2.8. § 20 Inntøkur *
11.2.9. § 25 Gjaldføri *

12. Landsroknskapurin 1997 *

12.1. Viðgerð av fíggjarlóg og eykajáttanarlógum *
12.2. Frávik ímillum játtan og roknskap *
12.2.1. § 1 Løgtingið *
12.2.2. § 2 Løgmaður *
12.2.3. § 3 Fíggjarmál v.m. *
12.2.4. § 4 Mentan og samskifti o.a. *
12.2.5. § 5 Fiskivinna *
12.2.6. § 6 Vinnumál o.a. *
12.2.7. § 7 Útbúgving og gransking o.a. *
12.2.8. § 8 Heilsumál og Almannamál o.a. *
12.2.9. § 20 Inntøkur *

13. Landsroknskapurin 1996 *

13.1. Viðgerð av fíggjarlóg og eykajáttanarlógum *
13.2. Frávik ímillum játtan og nýtslu *
13.2.1. § 1 Løgtingið *
13.2.2. § 2 Meginfyrisiting *
13.2.3. § 4 Lógarmál *
13.2.4. § 5 Fíggjarmál *
13.2.5. § 6 Almannamál *
13.2.6. § 7 Íbúðarmál *
13.2.7. § 8 Heilsumál *
13.2.8. § 9 Útbúgving og gransking *
13.2.9. § 10 Mentan *
13.2.10. § 11 Umhvørvi og orka *
13.2.11. § 13 Fiski-, ali- og sjóvinna *
13.2.12. § 16 Samferðsla og samskifti *
13.2.13. § 17 Arbeiðsmarknaður *
13.2.14. § 30 Rentur *
13.2.15. § 35 Skattur og avgjøld *

14. Landsroknskapurin 1995 *

14.1. Viðgerð av fíggjarlóg og eykajáttanarlógum *
14.2. Frávik ímillum játtan og roknskap *
14.2.1. § 11 Landsfyrisiting *
14.2.2. § 12 Heilsumál *
14.2.3. § 13 Samferðsla og samskifti *
14.2.4. § 14 Útbúgving og gransking *
14.2.5. § 16 Fiskivinna, sigling o.t. *
14.2.6. § 18 Vinnulív og arbeiðsmarknaður annars *
14.2.7. § 19 Almannamál *
14.2.8. § 22 Rentuútreiðslur *
14.2.9. Gjaldførisætlan *
14.2.10. § 1 Inntøkuskattur *
14.2.11. § 2 Toll-, nýtslu- og framleiðslugjøld *
14.2.12. § 3 Onnur gjøld *
14.2.13. Inntøkur frá spæli *
14.2.14. § 5 Rentuinntøkur *
14.2.15. § 6 Landsfyritøkur *
14.2.16. § 9 Ymsar inntøkur *

 

1.  Inngangur

Henda frágreiðing verður latin løgtingsgrannskoðarunum vísandi til § 12 í løgtingslóg nr. 25 frá 21. apríl 1999 um grannskoðan av landsroknskapinum v.m. Í lógini er ásett, at áðrenn frágreiðingin verður latin løgtingsgrannskoðarunum, skal hon leggjast fyri landsstýrismannin til viðmerkingar, uttan so at brævaskifti áður hevur verið um tey mál, sum umrødd eru í frágreiðingini. Møguligar viðmerkingar og fráboðanir frá landsstýrismanninum um tiltøk og ætlanir, sum frágreiðingin hevur elvt til, skulu takast við í frágreiðingina.

Nýggja lógin ásetir annars reglur um arbeiðsøki og heimildir hjá roknskapargrannskoðanini og løgtingsgrannskoðarunum í sambandi við grannskoðan og løgtingsins góðkenning av almennum roknskapum. Arbeiðið hjá løgtingsgrannskoðarunum, skal kunna grunda seg á eina roknskapargrannskoðan, sum verður útinnt av landsgrannskoðanini, løggildum ella skrásettum grannskoðarum, og í lógini eru ásettar nærri reglur. Eftir tilmæli frá løgtingsgrannskoðarunum ger Formansskapur løgtingsins av, um roknskapargrannskoðanin skal útinnast av landsgrannskoðanini ella privatum grannskoðarum. Í lógini er eisini ásett, at landsgrannskoðarin skal vera skrivari hjá løgtingsgrannskoðarunum.

Sambært lógini er endamálið við grannskoðnini av landsroknskapinum at ansa eftir, at:

Grannskoðanin er løgd soleiðis til rættis, at ymisk øki og stovnar verða grannskoðað við ávísum millumbili. Farið verður út á stovnar/deildir at kanna t.d. roknskapar- og lønarviðurskifti og mannagongdir viðvíkjandi umsiting av lóggávu og játtanum. Aðrar meira tvørgangandi uppgávur eru t.d. játtanareftirlit, lønargrannskoðan, edv-grannskoðan og gjøgnumgongd av statuspostum, avstemmingum v.m.

- - - - -

Fyrst í frágreiðingini verður greitt frá um játtanar- og roknskaparviðurskifti. Reglurnar hava ikki verið nóg greiðar, og greitt verður frá trupulleikum og broytingunum á hesum øki.

Síðani verður tikið samanum úrslitið av grannskoðanini av fíggjarstøðuni og av ymsum stovnum, grunnum og skipanum á teim einstøku málsøkjunum. Í hesum sambandi verður eisini kunnað um samskifti, ið verið hevur við viðkomandi landsstýrismann, og vit hava tikið við møguligar viðmerkingar og fráboðanir um tiltøk og ætlanir, sum frágreiðingin hevur elvt til. Seinasta frágreiðing, ið latin varð løgtingsgrannskoðarunum, er frá desember 1997, og frágreiðingin vísir eisini á, í hvønn mun viðurskifti, ið tá vórðu umrødd, síðani eru komin í rættlag.

Í sambandi við at løgtingsgrannskoðararnir skulu leggja landsroknskapirnar fyri fíggjarárini 1995-1998 fyri løgtingið til góðkenningar, verður at enda fyri hvørt av hesum fíggjarárum greitt frá viðgerð av fíggjarlóg og eykajáttanarlógum og frá frávikum ímillum játtan og nýtlsu.

Nevnast kann, at frá og við fíggjarárinum 1999 er í grannskoðanarlógini álagt viðkomandi landsstýrismanni at lata løgtingsgrannskoðarunum og landsgrannskoðanini eina frágreiðing um frávik ímillum játanar- og roknskapartøl í seinasta lagi 6 mánaðir eftir fíggjarárslok.

Tórshavn, tann 8. mars 2000

Leivur Harryson

 

2.  Fíggjarmál

2.1.  Fíggjarlógarmannagongd (GL 1999/1 04 1-5)

Síðani 1995 eru royndir gjørdar fyri at bøta um fíggjarlógarmannagongdina, men tað hevur ikki gingið sum ætlað, og nógv ivamál, sum hava stungið seg upp, eru ikki loyst so hvørt. Tað er álagt umsitingini hjá Løgtinginum at gjøgnumganga øll lógaruppskot, m.a. fyri at tryggja, at tey lúka ásett krøv, eru í tráð við stýrisskipanarlógina v.m. Ein trupulleiki í sambandi við fíggjarlógaruppskot er, at tey sum oftast verða gjørd liðug og prentað í síðstu løtu, og umsitingin hevur sostatt ongan reellan møguleika kritiskt at gjøgnumganga fíggjarlógaruppskotið, áðrenn tað verður lagt fyri tingið.

Á heysti 1999 var nógv samskifti millum landsgrannskoðanina, umsitingina hjá Løgtinginum og Fíggjarmálastýrið um fleiri grundleggjandi ivamál við verandi játtanarskipan. Semja var um, at tað var bráðneyðugt at broyta verandi játtanarskipan á ávísum økjum, soleiðis at endurskoðaðar reglur kundu koma í gildi frá ársbyrjan 2000. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum handaði síðani fíggjarnevndini bráðfeingis endurskoðaðu reglurnar til viðgerðar. Fíggjarnevndin tók undir við reglunum, og tók tær við í álitið, og tær verða eisini tiknar við í "dagførdu" løgtingsfíggjarlógini, sum vanliga verður prentað fyrst í árinum. Vit hava mælt Fíggjarmálastýrinum til miðvíst at fara undir at loysa allar teir mongu ivaspurningarnar, so fíggjarlógarmannagongdin framyvir kemur í eina trygga legu.

Niðanfyri er gongdin lýst í broytingunum í játtanarskipanini síðani 1995, tá gjørt varð av at fara yvir til nýggja skipan. Eisini verður víst á samskifti um ivamál við verandi skipan, sum landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðararnir hava gjørt vart við.

2.1.1.  Nýggj játtanarskipan

Tann 5. mai 1995 gjørdu Grannskoðanardeild Landskassans, Føroya Gjaldstova og Fíggjar- og Búskapardeildin eitt felags tilmæli um broytingar í játtanarskipanini, og á fundi tann 10. mai 1995 tóku landsstýrið og fíggjarnevndin undir við, at arbeiðið við at broyta fíggjarlógarmannagongdina skuldi halda fram við støði í hesum tilmæli.

Í tilmælinum varð nomið við nakrar av høvuðstrupulleikunum í táverandi skipan, at:

Skotið varð upp at royna meginreglurnar í tí skipan, ið verður nýtt í Danmark á hesum øki.

Høvuðstættirnir í hesi skipan eru, at:

Mælt varð til beinanvegin at gera uppskot til endamálsuppbýti á fíggjarlógini, og leggja uppskotið fyri figgjarnevndina til góðkenningar. Uppskotið skuldi gerast við støði í fíggjarlógini fyri 1995. Somuleiðis skuldi ein budgetvegleiðing leggjast fyri fíggjarnevndina at góðkenna.

Arbeiðsbólkurin metti, at ein avgerandi treyt fyri at fáa skipanina at virka var, at ein umsitingarlig eind varð skipað undir Fíggjar- og Búskapardeildini við 3-4 royndum fólkum. Henda eind skuldi burturav taka sær av at senda út og savna saman tilfar frá stovnum o.ø. til fíggjarlógar- og eykafíggjarlógaruppskot, edv-viðgera og kritiskt gjøgnumganga tilfarið, hava umsjón við, at reglurnar í budgetvegleiðingum o.l. vórðu hildnar, fyrireika og orða umsóknir um eykajáttanir til fíggjarnevndina, ráðgeva og vegleiða stovnar o.o., og greiða ivaspurningar í sambandi við, at farið verður yvir til nýggjar skipanir og reglur.

2.1.2  Fíggjarlógaruppskotið fyri 1996

Í september 1995, áðrenn fíggjarlógaruppskotið fyri 1996 varð lagt fyri tingið, gjørdi grannskoðanardeildin vart við, at nógvir feilir og nógvar misskiljingar vóru í nýggju uppsetingini av fíggjarlógaruppskotinum í mun til tær reglur, ætlanin var at nýta, og vit mæltu tí til heldur at nýta gomlu uppsetingina. Vit hildu tað vera óheppið, at fíggjarnevndin ikki hevði havt høvi at góðkenna broyttu uppsetingina og nýggja uppbýtið í játtanarsløg v.m., og eisini hildu vit tað vera óheppið, at ongar góðkendar vegleiðingar e.t. vóru gjørdar, sum lýstu nýggju mannagongdirnar og hvørjar reglur vóru galdandi fyri tey ymisku játtanarsløgini. Talan var um eitt lógaruppskot, har týðandi partar av innihaldinum vóru ógreiðir/ódefineraðir.

Fíggjarlógaruppskotið varð tó lagt fyri tingið, sum tað var, og hóast landsstýrið kom við "Ískoyti til uppskot til fíggjarlóg 1996 (rættingar til viðmerkingar)", vóru framvegis fleiri feilir og misskiljingar í uppskotinum í mun til ta skipan, fíggjarnevndin og landsstýrið høvdu tikið undir við. T.d. vóru almennir stovnar, sum framvegis ikki vóru á fíggjarlógini, spurnartekin kundi setast við játtanarsløg, nøkur vóru eyðsæð skeiv, skipanin við bruttotølum var ikki konsekvent, feilir/misskiljingar vóru í sundurgreiningunum av játtanum, í summum førum var ikki samband ímillum játtan og játtanarsundurgreining o.s.fr.

2.1.3.  Fíggjarlógaruppskotið fyri 1997

Eftir áheitan frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum gjørdi grannskoðanardeildin í november 1996 viðmerkingar til fíggjarlógaruppskotið fyri 1997, og víst varð á nógvar ivaspurningar, sum støða átti at verða tikin til. Avrit av hesum skrivi varð sent fíggjarnevndini og viðgjørt á fundi har. Í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina vísti landsstýrið á, at stundir ikki vóru at viðgera allar ivaspurningarnar.

2.1.4.  Fíggjarlógaruppskotið fyri 1998

Longu í januar 1997 vendi Fíggjar- og Búskapardeildin sær til grannskoðanardeildina fyri at fáa greiði á ivaspurningunum, og fyri at ein budgetvegleiðing kundi gerast í góðari tíð, áðrenn fíggjarlógaruppskotið fyri 1998 skuldi gerast. Í februar 1997 sendi grannskoðanardeildin Fíggjar- og Búskapardeildini eitt notat til viðmerkingar, men fekk einki svar. Í apríl 1997 spurdu vit aftur, hvat hent var í málinum, men fingu heldur einki svar.

2.1.5.  Ivamál um játtanarskipanina

Hvørjir stovnar, grunnar v.m. mangla á fíggjarlógini/í landsroknskapinum

Sambært § 45, stk. 2, í stýrisskipanarlógini er álagt løgtingsgrannskoðarunum at

"ansa eftir, at allar inntøkur eru settar í roknskapin og at ongin útreiðsla er hildin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg".

Løgtingsgrannskoðararnir hava fleiri ferðir sett spurnartekin við, um tað er í tráð við stýrisskipanarlógina, at virksemið hjá fleiri almennum stovnum/grunnum ikki er tikið við á fíggjarlógina.

Í mars 1994 samtykti løgtingið fyri fyrstu ferð eina lóg um roknskaparviðurskifti landsins. Í § 1, stk. 1, er ásett, at landsstýrið skal leggja fyri tingið ein samlaðan landsroknskap, sum skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur umframt aktiv og passiv landsins. Í § 1, stk. 2, er ásett, at landsroknskapurin í uppsetingini skal fylgja fíggjar- og eykajáttanarlógum fyri árið.

Sostatt kann sigast, at við nýggju roknskaparlógini og nýggju stýrisskipanarlógini er ásett, at alt virksemið hjá "landsstýrinum" og hjá øllum landsstovnum skal játtast á fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, og at gerast skal ein samlaður landsroknskapur, sum fevnir um allar inntøkur og útreiðslur umframt aktiv og passiv landsins.

Í § 45, stk. 1, í stýrisskipanarlógini er álagt løgtingsgrannskoðarunum at fara ígjøgnum árliga landskassaroknskapin, og sambært stk. 4 eisini "roknskapir hjá almennum stovnum, sum hava sjálvstøðugan roknskap". Ongin greið lýsing er av, hvørjir hesir almennu stovnar eru. Í viðmerkingunum í stýrisskipanarálitinum stendur einans: "Í stk. 4 er ásett, at reglurnar eisini eru galdandi fyri landsstovnar, sum hava sjálvstøðugan roknskap, t.d. telefonverkið, apotekið og rúsdrekkasølan".

Ein orsøk til roknskaparorðingarnar í § 45 í stýrisskipanarlógini kann vera, at nakað líknandi orðingar vóru í Ll. nr. 16/1965 um grannskoðing av landsins almennu roknskapum. Sambært § 2, stk. 2, og § 6 í hesi lóg skuldu landskassans roknskapir og "aðrir roknskapir hjá stovnum landsins" sendast løgtingsgrannskoðarunum til gjøgnumgongd.

Roknskaparhugtøkini, ið verða nýtt í § 45: "landskassaroknskapurin" og "roknskapir hjá almennum stovnum, sum hava sjálvstøðugan roknskap", samsvara ikki við tey hugtøk, sum nýtt verða í Ll. nr. 33/1994 um landsins almenna roknskaparhald v.m., sum varð lýst 23. mars 1994, t.v.s. áðrenn nýggja stýrisskipanarlógin varð samtykt. Sambært § 1 í løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald skal landsstýrið, leggja fyri tingið "samlaða landsroknskapin", sum í uppsetingini skal fylgja fíggjar- og eykajáttanarlógum fyri árið og skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur landsins.

Sum dømi kann nevnast, at higartil eru hvørki umsitingarútreiðslurnar ella útlánsvirksemið hjá Húsalánsgrunninum, Menningargrunninum, Ídnaðargrunninum, Íleggingargrunninum ella Jarðargrunninum játtað á árligu fíggjarlógini, og er tí heldur ikki tikið við í játtanarroknskapin. Eginogn/ogn og skuld hjá hesum landsstovnum/landsgrunnum er heldur ikki skrásett í fíggjarstøðuni í landsroknskapinum.

Í løgtingslóg nr. 33/1992, um avtøku av landskassagrunnum, vórðu nakrir grunnar umskipaðir til sokallaðar eksternar grunnar, t.d. Grunnurin til Ídnaðarfremjandi Endamál og Grunnur Ferðavinnunnar. Um/tá stuðul til hesar grunnar er játtaður á fíggjarlógini, verður peningurin settur á bankabók hjá grunnunum. Ætlaða nýtslan í einum fíggjarári verður ikki játtað á fíggjarlógini.

Nú stýrisskipanarlógin og roknskaparlógin eru samtyktar, og farið er yvir til nýggja játtanarskipan, er tørvur á at endurskoða og broyta skipanina viðvíkjandi omanfyri nevndu grunnum og framyvir at játta umsitingarútreiðslur og ætlað stuðuls-/útlánsvirksemi í einum fíggjarári beinleiðis á fíggjarlógini.

Í ávísum førum er í lóg ásett, at virksemið ikki skal við á fíggjarlóg. Í Ll. nr. 63/1966 um Føroya Lívstrygging er ásett, at hvørki rakstrarútreiðslur ella virksemið annars skal blandast við landskassan. Eitt annað dømi er Fíggingargrunnurin frá 1992, sum varð stovnaður og skipaður sambært avtalu millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri undir heilt serligum umstøðum. Talan er her um ein "landsgrunn", sum gevur vinningsbýti, men sum verður rikin sum ein vinnurekandi grunnur, leysur av árligu fíggjarlógini. Eginognin hjá grunninum verður nú tikin við í landsroknskapinum.

Niðurstøðan má vera, at sambært stýrisskipanarlógini skulu umsitingarútreiðslur og virksemið annars hjá øllum landsstovnum/landsgrunnum játtast á árligu fíggjarlógini og takast við í játtanarroknskapin, um ikki heilt serligar umstøður gera seg galdandi, og tað t.d. sum undantak við lóg er ásett frávik frá hesum. Undir øllum umstøðum eigur fíggjarstøðan í landsroknskapinum at fevna um eginogn/ogn og skuld hjá øllum landsstovnum/landsgrunnum, líkamikið um virksemið er undantikið í játtanarroknskapinum.

Gjaldstovan, lønardeildin og flest øll aðalstýri hava víst á, at tað er av alstórum týdningi, sum skjótast, at fáa fulla greiði á ognarrætti og tilknýti til fíggjarlóg og landsroknskap annars, bæði viðvíkjandi umsitingarútreiðslum og fíggjarligum virksemi hjá fleiri stovnum/grunnum so sum ALS, Landsbankanum, Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, Frítíðargrunninum, Jarðargrunninum, Trygdargrunninum fyri Avreiðingar og Lønir, Íleggingargrunninum, Føroya Realkreditstovni, Húsalánsgrunninum, Ídnaðargrunninum, Endurgjaldsgrunni Alivinnunnar, Forskotsgrunni Fiskiflotans o.s.fr.

Løgmaður hevur upplýst, at hann áður hevur vent sær til formansskap løgtingsins og til løgtingsgrannskoðararnar um spurningin, hvørjir roknskapir talan er um í § 45, stk. 4, í stýrisskipanarlógini, fyri at fáa hesi viðurskifti uppá pláss. Løgmaður hevur upplýst, at hann fór at taka stig til at seta ein arbeiðsbólk at gjøgnumganga viðurskiftini hjá hesum stovnum/grunnum, til tess at meta um:

Niðurstøðan av hesi kanning er eisini avgerandi fyri, hvussu umrøddu stovnar/grunnar verða fevndir av lógini um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.

Uppá fyrispurning frá løgtingsgrannskoðarunum hevur løgmaður í skrivi dagfest 31. mai 1999 boðað frá, at hann við skrivi dagfest 8. mars 1999 hevur heitt á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at seta ein arbeiðsbólk at gera eitt álit um omanfyri nevndu viðurskifti, og at hetta álit skal verða liðugt í hesum árinum.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur í skrivi 2. februar 2000 boðað frá, at tað ikki eydnaðist at manna bólkin við fólki við neyðugari vitan. Tí hevur landsstýrismaðurin í samráð við løgmann ístaðin sett tveir persónar at gera útgreiningararbeiðið við ráðgeving frá umboðum fyri fleiri aðalstýri.

Lógarbundnar útreiðslur

Játtanarreglurnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 1998 vóru at kalla tær somu sum í 1997, m.a. varð ásett, at:

skuldu takast við á eykafíggjarlóg. Henda áseting stavar óivað frá líknandi reglum í donsku játtanarskipanini, har slíkar meirútreiðslur "kan afholdes med efterfølgende optagelse på tillægsbevillingslov." Í dagførdu fíggjarlógarbókini fyri 1998 vórðu hesar ásetingar í játtanarreglunum strikaðar.

Í mai 1998 bað grannskoðanardeildin Fíggjarmálastýrið um skjótast gjørligt at greiða frá, hvør hevði gjørt av at broyta játtanarreglurnar, hví tær vóru broyttar, og nær løgtingið varð kunnað um/hevði góðkent broytingarnar.

Eftir fleiri rykkjaraskriv svaraði Fíggjarmálastýrið í juli 1999, at tað var Fíggjarmálastýrið, sum hevði tikið stig til at broyta játtanarreglurnar. Víst varð á, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ábyrgdina av, at játtanarreglurnar eru nøktandi. Reglurnar vórðu broyttar, tí ynski var frammi um, at eykafíggjarlógin bert skuldi vera ein uppsamling av fíggjarnevndarskjølum. Upplýst varð, at fíggjarnevndin varð kunnað um broytingarnar.

At "eykafíggjarlógin" fevnir um eykajáttanir, sum fíggjarnevndin hevur veitt ígjøgnum árið, er ásett í § 43, stk.3 í stýrisskipanarlógini. Talan hevur tí óivað verið um málsliga misskiljing, tá orðið "tillægsbevillingslov" varð umsett til "eykafíggjarlóg" í staðin fyri "eykajáttanarlóg". Tá so verður gjørt vart við hetta, strikar Fíggjarmálastýrið orðið "eykafíggjarlóg" uttan at seta orðið "eykajáttanarlóg" í staðin. Landsgrannskoðanin metir talan vera um eitt mistak, tí soleiðis sum umrøddu játtanarreglurnar nú eru orðaðar, eru tær neyvan í tráð við stýrisskipanarlógina.

Løgtingsgrannskoðararnir hava eisini viðgjørt spurningin um játtanarligu viðgerðina av lógarbundnum útreiðslum, og hava víst á, at teir ikki eru samdir við landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum í tí, hann førdi fram undir viðgerðini av nýggju lógini um útbúgvingarstuðul, og teir eru heldur ikki samdir í tí, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum førdi fram, tá hann svaraði fyrispurningi (Lm. 1998/100-32) frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni. Løgtingsgrannskoðararnir eru samdir við spyrjaran og meta, at um lógarbundnar útreiðslur vísa seg at verða hægri enn mett á fíggjarlógini, so skal landsstýrismaðurin biðja løgtingið um eykajáttan.

Fíggjarnevndin tók eisini henda spurning til viðgerðar í álitinum til fíggjarlógaruppskotið fyri 2000, og vísti m.a. á, at ásetingin í § 43, stk. 2, um at ongin útreiðsla má verða goldin uttan heimild í fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, skal skiljast soleiðis, at ein vanlig løgtingslóg ikki er nóg góð heimild fyri at brúka pening, og at landsstýrismaður, eisini viðvíkjandi lógarbundnum útreiðslum, hevur rættarliga skyldu at leggja uppskot um eykajáttanarlóg fyri tingið, um játtanin á fíggjarlógini ikki er nóg stór.

Landsfyritøkur

Útvarp Føroya, Sjónvarp Føroya, Strandferðslan, Postverkið og Telefonverkið vórðu tikin við á fíggjarlógina fyri 1997 sum "Landsfyritøka". Játtanin skuldi í viðmerkingunum, eftir upprunaligu ætlanini, útgreinast á heilt serligan hátt í eitt nettotal og eitt rakstrarnettotal; men bæði í fíggjarlógaruppskotinum fyri 1996 og 1997 var talan um stórar hugtaksfløkjur. Av tí at ov nógvir tøkniligir trupulleikar eru við landsfyritøkum á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997, heitti landsstýrið á fíggjarnevndina um at seta hesar viðmerkingar undir øllum verandi viðmerkingum:

"Fyribils eru viðmerkingarnar hjá játtanarslagnum "Landsfyritøka" á fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997 bert til kunningar. Ætlanin er, at hvør "Landsfyritøka" skal fyrileggja ein RÍÚ roknskap, sum er háttaður eins og fíggjarlóg løgtingsins. Sundurgreinað ætlan hjá "landsfyritøkum" er eisini bert kunnandi, og tryggjar landsstýrið sær rætt til at broyta standardkonto uppsetan. Arbeitt verður við í árinum 1997 at gera "landsfyritøkur" til ein part av játtanarroknskapinum, t.v.s. at landsfyritøkur ikki mánaðarliga skulu lata roknskapardáta til fíggjarstýringarskipanina, sum Føroya Gjaldstova umsitur. Landsfyritøkur skulu hóast hetta skráseta smb. kontoskipan landsins og rapportera mánaðarliga til landsstýrið. Sostatt er tað bert talið í nettoútreiðslujáttanini, ið er bindandi."

Arbeitt verður við at loysa umrøddu ógreiðu játtanar- og roknskaparviðurskiftini. Roknskapurin hjá Rúsdrekkasøluni og Strandferðsluni eru við í landsroknskapinum fyri 1998. Roknskapurin hjá Sjónvarpi Føroya eru tikin við í landsroknskapin fyri 1999, og Útvarp Føroya hevur fingið boð um, at roknskapurin skal við í 1999.

C-átekningar

Landsgrannskoðanin, løgtingsgrannskoðararnir og umsiting Løgtingsins hava víst á, at tørvur var á eini kritiskari gjøgnumgongd av øllum C-átekningum á fíggjarlógini. Fleiri av teimum eru síðani strikaðar í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2000.

Lønarkarmur

Landsgrannskoðanin hevur fingið fleiri fyrispurningar um lønarkarmar, m.a. hvussu farast skal fram, tá ynski eru um at broyta lønarkarmar. Okkurt stýri hevur ført fram, at lønarkarmurin, sum er ásettur í viðmerkingunum til fíggjarlógina, als ikki er eitt mál millum landsstýrið og løgtingið, men bert ein fyrisitingarlig áseting millum landsstýrismannin og stovnsleiðaran, sum hevur dagligu ábyrgdina av játtanini. Stórur tørvur hevur tí verið á, at greiða henda spurning, og er hetta gjørt í nýggju játtanarskipanini, sum fíggjarnevndin tók við í álitinum til fíggjarlógaruppskotið fyri 2000. Nú er ásett, at landsstýrismanninum er ikki loyvt at fara uppum ásetta lønarkarmin (standardkonto 11).

Rakstrarjáttan ella stuðulsjáttan til sjálvsognarstovnar

Fleiri sjálvsognarstovnar fáa stuðulin sum "Rakstrarjáttan", t.d. Føroya Handilsskúli og teknisku skúlarnir. Longu í 1995 spurdi grannskoðanardeildin Fíggjar- og Búskapardeildina, um tað var rætt at nýta hetta játtanarslag, hvør hevði avgjørt hetta, og hvør grundgevingin var. Spurningarnir vórðu aftur viðgjørdir í skrivi frá grannskoðanardeildini dagfest 18. november 1997 til Undirvísingar- og Mentamálastýrið viðv. áliti um yrkisskúlaskipan, har gjaldstovan í fylgiskrivi 3 vísir á fleiri ógreidleikar við at nýta hetta játtanarslag til sjálvsognarstovnar. Gjaldstovan vísir á, at jú longri bíðað verður at loysa spurningin, jú meira "rótut" verða viðurskiftini. Vit fingu ongantíð nakað svar, og tað er helst ivasamt, um teir spurningar, sum gjaldstovan setti, eru greiddir.

Aðrir sjálvsognarstovnar, sum landið fíggjar so at siga 100%, verða ikki tiknir við á fíggjarlógina sum "Rakstrarjáttan", t.d. Heilbrigdið og Blákrosheimið.

Við løgtingslóg nr. 114 frá 18. juni 1997, Eykajáttanarlóg fyri mars 1997, varð játtanarheitið á høvuðskonto "Føroya fólkaháskúli", "Húsarhaldsskúlar" og "Ráðið fyri ferðslutrygd" broytt frá rakstrarjáttan til onnur játtan. Ongar viðmerkingar eru til hesa broyting, og við skrivi til Fíggjarmálastýrið dagfest 11. november 1997 bað grannskoðanardeildin um eina grundgeving fyri, hví játtanarheitini vóru broytt. Fíggjarmálastýrið svaraði, at grundgevingarnar vóru, at:

Vit meta, at greiðar reglur áttu at verið fyri, nær sjálvsognarstovnar skulu takast við á fíggjarlógina sum "Rakstrarjáttan", og hvat tað merkir játtanarliga, og vit hava mælt Fíggjarmálastýrinum til at áseta neyvari reglur.

 

2.1.6.  Niðurstøða

Roknskaparliga eru stór framstig hend í fíggjarlógararbeiðinum, og í mun til 1995 eru viðmerkingarnar til fíggjarlógaruppskotið nú meira einsháttaðar og upplýsandi.

Tó má sigast, at endamálið við at fara yvir til eina nýggja játtanarskipan ikki á øllum økjum er rokkið. Summi av ivamálunum í gomlu skipanini eru ikki loyst, og onnur eru komin afturat. Høvuðsorsøkin er óivað, at mannagongdin í sambandi við at broyta fíggjarlógararbeiðið, sum breið politisk semja var um í mai 1995, ikki varð fylgd frá byrjanini.

Tá fyrsta fíggjarlógaruppskotið eftir nýggju skipanini, fíggjarlógaruppskotið fyri 1996, varð tilevnað, varð so at siga farið fram eftir fummum, og løgtingið og fíggjarnevndin hava ongantíð veruliga havt høvi at taka støðu til broyttu fíggjarlógaruppsetingina og til meginreglurnar í nýggju skipanini. Arbeiðið við at gera eina fullfíggjaða budgetvegleiðing varð heldur ongantíð fullført.

Ein onnur avgerandi fyritreyt fyri at fáa skipanina at virka til fulnar var, at fíggjarlógararbeiðið skuldi samskipast í Fíggjarmálastýrinum av royndum fólki, sum burturav skuldu taka sær hesum, kritiskt gjøgnumganga fíggjarlógartilfarið, hava umsjón við at reglurnar í budgetvegleiðingum o.l. vórðu hildnar, veita ráðgeving og vegleiðing til stovnar o.o. og greiða ivaspurningar í sambandi við, at farið varð yvir til nýggjar skipanir og reglur. Henda fyritreyt helt heldur ikki.

Eisini kann nevnast, at síðani arbeiðið byrjaði, er nýggja stýrisskipanarlógin komin í gildi, og øll meginfyrisitingin er umskipað bygnaðarliga. Í nýggju stýrisskipanarlógini eru ásetanirnar um eykajáttan og eykafíggjarlóg broyttar, og tær víkja munandi frá donsku játtanarskipanini, sum upprunaliga varð nýtt sum fyrimynd.

Sum nevnt, hevur landsgrannskoðanin fleiri ferðir mælt Fíggjarmálastýrinum til at bøta um játtanarreglurnar. Eftir øllum at døma hevur orka ikki verið til tess, og stóra starvsfólkaútskiftingin hevur heldur ikki gjørt støðuna betri. Niðanfyri verður víst á, nakrar av umrøddu ivaspurningunum:

Landsstýrismaðurin hevur í skrivi dagfest 14. januar 2000 víst á, at við broytingini av játtanarskipanini í desember 1999 vórðu nakrir spurningar loystir, og í 2000 ætlar Fíggjarmálastýrið aftur at ganga ígjøgnum játtanarskipanina. Fíggjarmálastýrið vil gera sítt til at semja fæst um eina loysn á teim játtanarligu ivaspurningunum, sum landsgrannskoðanin og umsiting Løgtingsins hava reist.

 

2.2.  Roknskaparviðurskifti (GL 1996/1 01-2)

2.2.1.  Framløga av landsroknskapinum

Sambært stýrisskipanarlógini og løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald skal landsstýrið, innan juni mánaður er liðin, leggja fyri løgtingið tann samlaða landsroknskapin fyri undanfarna fíggjarár. Vegna byrjanartrupulleikar við nýggju roknskaparskipanini, sum varð tikin í nýtslu 1. januar 1997, vórðu landsroknskapirnir fyri fíggjarárini 1995-1997 ikki lagdir fyri løgtingið innan ásettu freistina.

Síðani er eitt stórt arbeiði gjørt, fyri at halda tíðarfreistina, og landsroknskapurin fyri fíggjarárið 1998 varð lagdur fyri tingið 9. juni 1999.

2.2.2.  Lønarumsiting á gjaldstovuni (GL 1998/2 03 1-10)

Lønarbókhaldið á gjaldstovuni umsitur og rindar út lønir hjá nógvum landsstovnum. Í grannskoðanarfrágreiðingini frá desember 1997 varð mælt til at endurskoða og í reglugerð skrivliga útgreina tann leiklut, gjaldstovan hevur í sambandi við mannagongdir og eftirlit, tá lønir verða avgreiddar. Síðani eru skrivligar reglur gjørdar fyri mannagongdir í lønarbókhaldinum, og yvirlit er gjørt yvir ábyrgdar- og heimildarbýtið á deildini.

Í seinastu frágreiðing varð víst á, at í nógvum førum vóru skjølini, sum vóru grundarlag undir leysum lønarútgjaldingum, ófullfíggjað. Gjaldstovan hevur gjørt nýggj lønarávísingarskjøl, og sent út rundskriv um ávísing av lønum, samsýningum, veitingum o.ø. dagfest 5. mai 1998. Í rundskrivinum verður m.a. gjørt vart við, at bert góðkend oyðubløð skulu nýtast, og at skeivt útfylt oyðubløð verða send aftur.

Í mars mánaði í 1998 og 1999 sendi gjaldstovan stovnunum, ið avgreiða lønir um lønarskipanina á gjaldstovuni, lønargrundarkort fyri øll starvsfólk í føstum starvi til góðkenningar. Flest allir stovnar hava góðkent kortini, og sent tey aftur við møguligum rættingum.

Í sambandi við lønargrannskoðanina, sum vit hava gjørt á teimum ymisku stovnunum, hava vit eisini kannað, um útgoldnu lønirnar eru rættar og eru samsvarandi galdandi sáttmála, flokking, stig o.a. Einki var at finnast at.

2.2.3.  Edv-trygd á gjaldstovuni (GL 1997/2 03 1-6)

Edv-trygd er ein týðandi partur í fíggjarstýringarskipanini, og í 1997 fóru grannskoðanardeildin og gjaldstovan, saman við serkønari grannskoðarahjálp, undir at gjøgnumganga edv-trygdina, við støði í krøvum og grannskoðanarvegleiðingum á hesum øki. Í juli 1998 var frágreiðingin um "Gennemgang af generelle edb-kontroller" liðug og latin gjaldstovuni.

Í frágreiðingini varð víst á, at edv-trygdin á fleiri týðandi økjum var ikki nøktandi, og mælt varð til skjótast gjørligt at seta í verk ávís tiltøk fyri at bøta um edv-trygdina. Mælt varð eisini til at seta í verk ein skjalprógvaðan trygdarpolitik, sum skuldi útgreinast og skipast við nágreiniligum trygdarreglugerðum.

Á fíggjarlógini fyri 1999 fekk gjaldstovan eina markaða játtan uppá 250.000 kr. til at arbeiða við edv-trygdarspurninginum. Gjaldstovan hevur síðani loyst teir mest átrokandi vandarnar, sum nevndir eru í frágreiðingini. Komið er ikki á mál við at seta í verk ein skjalprógvaðan trygdarpolitik í tann mun, frágreiðingin mælti til. Leiðslan á gjaldstovuni metir, at trygdin á telduøkinum er á høgum støði, og upplýsir, at uppgávan verður raðfest høgt innan teir fíggjarligu karmar, stovnurin hevur.

2.2.4.  Vantandi roknskaparreglugerðir (GL 1997/1 01-5)

Við heimild í § 3 í Ll. nr. 33 frá 23. mars 1994, um landsins almenna roknskaparhald v.m., ásetti landsstýrið nærri reglur um roknskaparhald landsins í kunngerð nr. 114 frá 22. august 1996. Kunngerðin kom í gildi 1. januar 1997.

Í roknskaparkunngerðini eru ásett roknskaparkrøv fyri almennar stovnar v.m. Harumframt er ásett í kunngerðini, hvørjar uppgávur, skyldur og heimildir landsstýrisdeildir, gjaldstovan og stovnsleiðarar hava í sambandi við fyriskipan av roknskaparhaldinum, roknskaparframløgu, roknskapargóðkenning v.m. Í grannskoðanarfrágreiðingini frá desember 1997 varð víst á, at nú umsitingin í landsstýrinum er umskipað, er neyðugt at dagføra/broyta kunngerðina, og í hesum sambandi áttu ávísar ásetingar at verið endurskoðaðar. Kunngerðin er ikki broytt.

Í § 5 í Ll nr. 33/1994 um landsins almenna roknskaparhald v.m., og í § 4, stk. 2, í kunngerð nr. 114/1996, um roknskaparverk landsins o.a. er álagt landsumsitingini og landsstovnum at gera eina reglugerð fyri roknskaparhaldið hjá sær, herundir ábyrgdar- og heimildarreglur. Í kunngerðini er ásett, at Fíggjar- og Búskapardeildin sendir út eitt rundskriv við vegleiðing um, hvussu slíkar reglur skulu gerast.

Vit hava fleiri ferðir víst á, at hóast lóg um landsins almenna roknskaparhald kom í gildi 1. januar 1995, eru tær í § 5 umrøddu reglur ikki enn ásettar av landsstýrinum. Á heysti 1996 varð ein arbeiðsbólkur settur at stuðla landsstýrinum í hesum arbeiði. Arbeiðsbólkurin fór til verka í oktober 1997 og við skrivi dagfest 7. apríl 1998 sendi Fíggjarmálastýrið fleiri stovnum uppskot til rundskriv, sum arbeiðsbólkurin hevði tilevnað.

Arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum er síðani steðgað upp, og í desember 1998 heitti Fíggjarmálastýrið á gjaldstovuna um at gera arbeiðið við rundskrivinum liðugt, og í hesum sambandi eisini at endurskoða roknskaparkunngerðina.

Í dagligu grannskoðanini á stovnum og fyrisitingum mega vit framhaldandi staðfesta, at so at siga ongin stovnur enn hevur gjørt hesa reglugerð, hóast hetta er eitt lógarkrav. Aðalstýri og stovnar vísa á, at tað er sera torført at gera reglur fyri mannagongdir á roknskaparøkinum, so leingi Fíggjarmálastýrið ikki hevur gjørt tær í lógini ásettu vegleiðandi reglurnar.

Fíggjarmálastýrið upplýsir, at nógv arbeiði er lagt í at gera rundskrivið liðugt, og fleiri stovnar hava roynt eitt fyribils uppskot til rundskriv. Væntandi verður eitt fulfíggjað rundskriv liðugt í næstum.

2.2.5.  Ógreiðar góðkenningarmannagongdir

Sambært § 9 í roknskaparkunngerðini skal roknskapurin á einum stovni góðkennast av stovnsleiðaranum. Landsstýrisdeildirnar og aðrir javnsettir myndugleikar skulu síðani góðkenna roknskapin mótvegis Fíggjarmálastýrinum. Í seinastu frágreiðing varð víst á, at hesar ásetingar verða ikki fylgdar, men nøkur stýri eru síðani farin í holt við góðkenningarmannagongdir, og hava heitt á stovnarnar undir stýrinum um at senda stýrinum avrit av játtanarroknskapinum við átekning leiðslunnar um, at roknskapurin er í samsvari við bókingarskjøl.

Í sambandi við at landsroknskapurin fyri 1999 verður gjørdur liðugur, hevur gjaldstovan, í samráð við aðalstýrini, ásett greiðari reglur fyri avstemman og góðkenning av roknskapunum hjá teimum einstøku stovnunum.

2.2.6.  Vantandi ognaryvirlit

Sambært § 20 í roknskaparkunngerðini skal á stovninum vera eitt yvirlit yvir ognir og útbúnað. Bert fáir av landsins stovnum hava dagførd yvirlit. Í seinastu frágreiðing varð víst á, at tað hevði verið ein fyrimunur, um ein vegleiðing varð gjørd um, hvat skal skrásetast, og á hvønn hátt hetta skal gerast. Okkum kunnugt, er einki gjørt við hesi viðurskifti.

2.2.7.  Ógreið tryggingarviðurskifti

Í seinastu frágreiðing varð víst á, at tryggingarviðurskiftini hjá almennum stovnum eru ógreið, og at tað er sera ymiskt, hvat verður tryggjað, hvat tryggjað verður ímóti, tryggingarupphæddir o.t., og landið kundi óivað spart pening á hesum øki. Vísandi til at landsstýrið ikki hevur ásett nakrar reglur, mæla vit tí vanliga til, at tryggingarviðurskiftini regluliga verða gjøgnumgingin saman við serkønum.

Í 1992 heittu vit á landsstýrið um at upplýsa, hvørjar tryggingarreglur vóru ásettar fyri stovnar landsins, tað verið seg viðvíkjandi føstum ognum, innbúgvi, maskinum, akførum, starvsfólki o.ø. Landsstýrið hevði ikki ásett nakrar reglur, og fyri at kunna seg um støðuna sendi landsstýrið út spurnarblað til allar almennar stovnar um tryggingarviðurskifti, við svarfreist 1. desember 1992. Vit hava síðani fleiri ferðir spurt landsstýrið um, hvat er hent í málinum.

Í juli 1999 boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann er samdur í, at tryggingarviðurskiftini hjá almennum stovnum eru ógreið og møguliga ov kostnaðarmikil, og at ítøkiligar ætlanir eru um at loysa henda trupulleika. Landsstýrismaðurin ivast í, um tað almenna eigur at tryggja allar sínar ognir, men ngin avgerð er tó enn tikin um henda spurning.

2.3.  Fíggjarstøða 1995-1998

2.3.1.   Fíggjarligur útbúnaður (GL 1998/3 01 2-2)

Kapitalogn í landsfyritøkum

Ár (kr.)

1998

1997

1996

1995

Sambært roknskap

1.100.890.463

1.071.522.481

180.325.055

153.855.991

Talan er um: Útvarpið, Sjónvarpið, Apoteksverkið, Postverkið og Fíggingargrunnin frá 1992. Kapitalognin svarar til "eginognina" hjá hesum stovnum. Telefonverkið var umskipað til partafelag í 1998. Orsøkin til stóru hækkingina frá 1996 til 1997 er, at Fíggingargrunnurin frá 1992 varð tikin við í landsroknskapin við 670 mió.kr.

Roknskapirnir hjá nevndu stovnum/landsfyritøkum eru sera ymiskir, hvat viðvíkur ognum, fígging, avskrivingum o.s.fr. Tað ber ikki til at samanbera tær einstøku "kapitalognirnar", og tað er ógjørligt at greiða frá, hvat samlaða virðið av "kapitalogn í landsfyritøkum" merkir og gera eina meting av, um tað er rætt virðismett.

Somuleiðis er torført at meta, um allar landsfyritøkur eru tiknar við í landsroknskapinum, tí tað finst ongin allýsing av hugtakinum "landsfyritøka". Nógvir stovnar og grunnar, sum landið eigur, eru ikki tiknir við í landsroknskapinum, hvørki sum landsfyritøka, internur- ella eksternur grunnur. Hetta ger seg galdandi fyri Landsbankan, Menningargrunnin, Húsalánsgrunnin, Forskotsgrunn Fiskiflotans, Føroya Ídnaðargrunn, Jarðargrunnin, Grunnin til Vakstrar- og Grønmetisframleiðslu, Íleggingargrunnin fyri Føroyar, o.s.fr. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur boðað frá, at Fíggjarmálastýrið er farið undir at gera neyðugar løgfrøðiligar og búskaparligar útgreiningar viðvíkjandi spurninginum um, hvørjir stovnar skulu takast við í landsroknskapin.

Virðisbrøv

Ár (kr.)

1998

1997

1996

1995

Keypsvirðið

181.687.009

83.431.645

   

Avsett

0

0

0

0

Sambært roknskap

181.687.009

83.431.645

84.879.720

84.893.246

Lækkingin frá 1996 til 1997 stavar frá av- og niðurskrivingum. Talan er um partabrøv í P/F Havsild 100 t.kr., P/F Snarfrost 626 t.kr., P/F Harenga 150 t.kr., P/F Fisk 300 t.kr. P/F Faroe Fish Consult 40 t.kr. og P/F Føroya Banka 1,3 t.kr. Hækkingin frá 1997 til 1998 stavar í høvuðsheitum frá P/F Føroya Tele 77.948 t.kr. og P/F Vágatunlinum 20.300 t.kr.

Yvirlit yvir partabrøv, sum eru skrásett í landsroknskapinum:

Skrásett í landsroknskapinum.

(kr.)

1998

Upphædd

1997

Upphædd

1996

Upphædd

1995

Upphædd

Til skjals á gjaldst.

Ikki til skjals

P/F Skipafelagið Føroyar

70.000

70.000

70.000

70.000

x

 

P/F Føroya Banki

   

4.384

0

x

 

P/F Havsild

0

0

100.000

100.000

   

P/F Flogsamband

1.511.000

1.511.000

1.511.000

1.511.000

x

 

P/F Snarfrost

0

0

626.000

626.000

   

P/F Fiskaaling

175.000

175.000

175.000

175.000

x

 

P/F Tvøroyrar Flakavirki

820.000

820.000

820.000

820.000

x

 

P/F Harenga

0

0

150.000

150.000

   

P/F Nykur

500.000

500.000

500.000

500.000

x

 

P/F Vedding

20.000

10.000

10.000

10.000

 

x

L/F Skopunar Útróðrarfelag

50.000

50.000

50.000

50.000

 

x

P/F Fisk

0

0

300.000

300.000

   

P/F Smyril Line

2.760.000

2.760.000

2.760.000

2.760.000

x

 

P/F Elektron

2.346.700

2.346.700

2.346.700

2.346.700

x

 

P/F Atlantic Airways

75.000.000

75.000.000

75.000.000

75.000.000

x

 

P/F Faroe Fish Consult

0

0

40.000

40.000

   

P/F Føroya Tele

77.948.000

0

0

0

x

 

P/F Vágatunnilin

20.300.000

0

0

0

x

 

Partabrøv íalt

     

84.458.700

   

Keypsskála skrásett virðisbrøv

185.876

185.876

207.486

248.636

x

 

Tiltaksgr. Magnus Heinason

0

0

209.150

209.150

 

x

       

434.546

   

Virðisbrøv íalt

     

84.893.246

   

Gjaldstovan hevur ásett reglur um goymslu av partabrøvum í leiðbeining til útgjaldingarskjal. Sambært hesi leiðbeining skulu øll partabrøv handast gjaldstovuni, tá tey eru keypt. Ber tað ikki til, so skal gjaldstovan hava útskrift av partabrævabókini við tilsøgn um, at partabrøvini verða send gjaldstovuni uttan drál, tá viðurskiftini eru komin í rættlag. Sama er galdandi fyri onnur virðisbrøv.

Sambært landsroknskapinum átti landsstýrið ultimo 1998 175 t.kr. í partabrøvum í P/F Fiskaaling. Sambært roknskapinum hjá P/F Fiskaaling eigur landsstýrið 60 partabrøv á 5 t.kr ella í alt 300 t.kr. í felagnum.

Rentu- og avdráttarfrí lán

Ár (kr.)

1998

1997

1996

1995

Sambært roknskap

188.472.403

164.559.208

69.940.425

70.816.614

Talan er um lán til Framtaksgrunnin, til sjálvsognarstovnar og studningslán sambært lóg nr. 34/1993, nr. 48/1964, nr. 42/1976 og lóg nr. 26/1997.

Stóra økingin frá 1996 til 1997 stavar frá láninum til Framtaksgrunnin upp á 99 mió.kr., sum er flutt frá "útlán". Økingin frá 1997 til 1998 stavar frá umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum sambært løgtingslóg nr. 26/1997. Talan er um eitt umlagt lán upp á 41,4 mió.kr., sum er niðurskrivað/eftirgivið í árinum við 17,2 mió.kr.

Lánið til Framtaksgrunnin samsvarar ikki við roknskapin hjá grunninum. Orsøkin er, at Fíggjarmálastýrið ikki gav boð um at bóka eftirgeving av skuld upp á 6 mió.kr. í landsroknskapinum.

Útlán

Ár (kr.)

1998

1997

1996

1995

Áogn landskassans

1.010.081.020

1.242.385.236

564.075.444

699.585.617

Avsett

-763.590.325

-1.006.350.191

-365.022.615

-488.780.358

Sambært roknskap

246.490.695

236.035.045

199.052.829

210.805.259

Talan er m.a. um veðhaldsútlegg, lán til lesandi, likviditetslán sum verða umsitin av Realinum, lán til Húsalánsgrunnin, ymisk lán innan vinnumál, serlán, kurslán og stuðulslán. Økingin frá 1996 til 1997 stavar í høvuðsheitum frá, at veðhald til fiskivinnuna fyri uml. 778 mió.kr. er flutt frá roknskaparpostinum "Tænastu-, vøru- og aðrir skuldarar".

Avsetingarnar móti tapi viðvíkjandi útlánum eru gjørdar við støði í einum notati "Virðismeting av skuldarum landskassans", sum upprunaliga varð gjørt fyri roknskaparárið 1991. Virðismetingin varð grundað á eina gjøgnumgongd av hvørjum skuldara sær. Árini 1995 og 1996 eru avsetingarnar tær somu, tó er øll rentutilskrivingin avsett. Árini 1997 og 1998 eru avsetingarnar lækkaðar, eftir at lánini vóru kannað av nýggjum, og vísti tað seg, at avsetingarnar í roknskapinum fyri 1996 vóru alt ov høgar.

Stuðulslán til lesandi samsvara ikki við sundurgreiningina á Stuðulsstovninum. Talan er um ein mun upp á uml. 3,5 mió.kr. Munurin er ikki støðugur, og er øktur munandi í 1998. Stuðulsstovnurin hevur formligu ábyrgdina av at stemma lánssaldoina í landsroknskapinum av. Stovnurin er ikki liðugur við at stemma saldoina fyri 1998 av, og hevur tað tí ikki verið møguligt at greina munin. Upplýst er, at henda avstemman væntandi verður liðug seint í vár.

2.3.2.  Áogn (GL 1997/ 3 01 3-2)

Goymslur

Ár

1998

1997

1996

1995

Sambært roknskap

9.701.429

7.569.244

0

0

Talan er um vørugoymsluna hjá Rúsdrekkasølu Landsins, og í 1998 eisini um vørugoymsluna hjá Strandfaraskipum Landsins upp á uml. 700 t.kr.

Skatta-, toll- o.t. skuldarar

Ár (kr.)

1998

1997

1996

1995

Áogn landskassans

324.053.693

403.075.739

380.846.396

413.412.815

Avsett

-195.819.751

-259.325.373

-256.573.280

-286.259.062

Sambært roknskap

128.233.942

143.750.365

124.273.116

127.153.753

Stórstu broytingingarnar frá 1997 til 1998 eru lækkingar í eftirstøðum av felagsskatti við uml. 65 mió.kr. og av vanligum skatti við 29 mió.kr. Tollavgjøld eru hækkað við uml. 17 mió.kr.

Í landsroknskapinum fyri 1997 og 1998 eru rættingar uppá uml. 18 mió.kr. gjørdar viðvíkjandi skattaeftirstøðum, sum viðvíkja gomlum árum. Orsøkin er rentuendurgjald, sum verður rindað í sambandi við avlopsskatt hjá partafeløgum og samrunin millum maskinellu og manuellu viðgerðina av avrokningini av partafelagsskatti til kommunur.

Avstemman av partafelagsskatti

Samsvar er ikki ímillum skattaeftirstøðurnar sambært skattaskipanini/juraskránni og bókaðu eftirstøðurnar í landsroknskapinum. Vit hava gjøgnumgingið avstemmingarnar á gjaldstovuni Hesar vísa, at talan er um ein mun, sum ikki er konstantur. Munurin liggur um 1 mió.kr. Hóast eitt stórt arbeiði er gjørt á hesum øki, kann gjaldstovan ikki einsamøll koma longur, men mett verður, at við einum skipaðum samstarvi við Toll- og Skattstovu Føroya ber til at koma á mál

Avstemman av persónsskatti

Samsvar er ikki ímillum skattaeftirstøðurnar sambært persónsskattaskránni og bókaðu eftirstøðurnar í landsroknskapinum. Í sambandi við avstemman av fíggjarstøðuni, hava vit í november 1999 gjøgnumgingið avstemmingarnar á gjaldstovuni. Talan er framvegis um munir, sum broytast, og tað tykist ikki sum nakað mynstur er í hesum. Høvuðstrupulleikin tykist verða, at teir listar, ið higartil eru nýttir at stemma bókaðu eftirstøðurnar av við, ikki eru nóg neyvt og haldgott grundarlag, og avstemmingararbeiðið liggur nú stilt. Toll- og Skattstova Føroya hevur sett fólk burturav at stemma persóns-partsskattaskráirnar av sínámillum. Tá hetta arbeiði er liðugt, verður mett, at við einum væl skipaðum samstarvi millum gjaldstovuna og Toll- og Skattstovu Føroya ber til at koma á mál á hesum øki, men tað krevur, at Fíggjarmálastýrið raðfestir hesa uppgávu hægri.

Gamal skattur

Munur er framvegis ímillum høvuðsbókhaldið og gamla skattabókhaldið. Munurin, sum stavar frá einaferð í 80-unum, er umleið 9 mió.kr. Í 1999 er arbeitt nógv við at "rudda upp" á hesum øki, og gjaldstovan roknar við at koma á mál í hesum árinum.

Í sambandi við avstemman av toll-, meirvirðis- og líknandi avgjøldum, varð komið fram á ein mun í fíggjarognaravgjaldinum upp á uml. 2,9 mió.kr. Upphæddin er skrásett sum skuld, men talan er um eina inntøku. Feilurin er rættaður í landsroknskapinum fyri 1999.

Tænastu-, vøru- og aðrir skuldarar

Ár (kr.)

1998

1997

1996

1995

Áogn landskassans

162.146.949

124.414.681

1.019.909.607

1.455.934.699

Avsett

0

0

-807.567.283

-1.188.836.121

Sambært roknskap

162.146.949

124.414.681

212.342.324

267.098.578

Broytingin frá 1996 til 1997 stavar í høvuðsheitum frá, at veðhald til fiskivinnuna fyri uml. 778 mió.kr. er flutt til roknskaparpostin útlán. Áogn hjá kommununum fyri uml. 55 mió.kr. er løgd saman við skuldini til kommunur í roknskaparpostinum "onnur skuld", og alimentatión uppá uml. 36 mió.kr. er bókað yvir útjavningarkontoina, ymsar broytingar.

Tænastu- og vøruskuldarar eru serliga skuldarar hjá Landsverkfrøðinginum, Strandferðsluni, sjúkrahúsum og stovnum, sum veita tænastur, gjaldast skal fyri, ella skulu hava endurgjald fyri hildnar útreiðslur. Aðrir skuldarar eru m.a. renta av innistandandi í Landsbankanum, avlop frá danska tjóðbankanum, endalig uppgerð av ríkisstuðli umframt aðrar inntøkur ella endurgjøld, sum vanliga verða tíðaravmarkað, fyri at ogn og skuld skal geva eina so rættað mynd sum gjørligt.

Í 1997 og 1998 er einki avsett ímóti tapi. Mannagongdin er broytt, soleiðis at meginparturin av søluni er kontant, og alt verður nú fakturerað um debitorskipanina á gjaldstovuni. Umrøddu broytingar hava ført við sær munandi minni tap.

Talan er um fleiri smærri og størri feilir, sum flest allir eru rættaðir í 1999, t.d. at:

Stórir avstemmingartrupulleikar, sum stava frá 1997, hava verið, serliga viðvíkjandi debitorum. Stór orka er løgd í at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Teir gomlu munirnir, ið eftir eru, eru skildir frá, og fólk er sett burturav at greiða hesar. Roknað verður við, at komið er á mál innan árslok. Sum heild má sigast, at avstemmingararbeiðið, sum fer fram í dag, er miðvíst og væl skipað, og tað verður raðfest høgt av leiðsluni.

2.3.3.  Tøkur peningur (GL/1998/ 3 01 4-2)

Innistandandi í landsbankanum

Ár (kr.)

1998

1997

1996

1995

Sambært roknskap

1.103.618.740

954.071.217

826.091.987

1.011.810.094

Skrásettu upphæddirnar í landsroknskapinum samsvara við upplýsingar frá landsbankanum. Sambært § 6 í Ll. nr. 57/1978 v.s.b. er Landsbanki Føroya bankasamband landskassans. Landsstovnar kunnu eisini nýta bankan sum bankasamband. Sambært § 1 í Ll. nr. 48/1992 um innlán/lán úr Landsbankanum verður álagt landsstýrinum, landsskassans vegna, at hava innlán í Landsbankanum, sum í minsta lagi svarar til 15% av bruttotjóðarúrtøkuni í undanfarna ári.

Í seinastu frágreiðing varð víst á, at útrokningin av bruttotjóðarúrtøkuni bygdi á eitt leyst grundarlag, og at hugtøkini "landskassin" og "landsstovnar" ikki eru nóg greitt lýst, hvørki í lógunum ella í viðmerkingunum. Umleið 600 mió.kr. hjá teimum størru "landsstovnunum"/"landsgrunnunum" stóðu í 1994 ikki í Landsbankanum.

Landsstýrismaðurin er samdur í, at orðingarnar í lógunum eru veikar og ógreiðar, og hevur víst á, at ein loysn er at broyta landsbankalógina, um tað er politiskt møguligt, ella í øðrum lagi broyta lógir og kunngerðir hjá stovnum og grunnum. Okkum kunnugt, hevur landsstýrismaðurin ikki tikið nøkur ítøkilig stig hesum viðvíkjandi.

Banka-, giro- og kassapeningur

Ár (kr.)

1998

1997

1996

1995

Sambært roknskap

135.928.485

87.381.372

79.800.210

79.673.882

Nógv tann størsti parturin av innistandandi, er peningur sum gjaldstovan sjálv umsitur. Nógvir landsstovnar hava egnar banka- og girokontoir. Síðani roknskaparkunngerðin kom í gildi, er talið av banka- og girokontoum, sum liggja uttanfyri bókhaldið, nógv minkað. Saldoir í landsroknskapinum eru stemmaðar av við ekstern kontoavrit.

Hesin roknskaparpostur vísir ikki, hvussu nógv "landið" hevur standandi inni á banka- og girokontoum. Talan er um tær kontoir, sum eru skrásettar í bókhaldinum á gjaldstovuni. Fleiri landsstovnar/-grunnar, ofta við leysari tilknýti til fíggjarlóg og/ella landsbókhaldið, hava fleiri hundrað milliónir krónur standandi inni á banka- og girokontoum, sum ikki eru við í landsroknskapinum.

      1. Skuld (GL 1998/ 3 02 0-1)
      2. Innanlandsskuld, langfreistað

        Ár (kr.)

        1998

        1997

        1996

        1995

        Sambært roknskap

        704.483.727

        748.605.478

        769.703.242

        1.122.199.263

        Størstu upphæddirnar í 1998 eru brævalán uppá íalt nom. 570 mió.kr., lán úr Íleggingargrunninum uppá 99 mió.kr. Harumframt er talan um íløgugrunnar og bundna uppsparing. Landsbanki Føroyar umsitur lániskuld landskassans og ger á hvørjum ári upp tíðaravmarkaðu rentuna.

        Vit hava stemma bókhaldið av við lánsavtalur og onnur uttanhýsis skjøl. Talan er um ymsar munir. Tíðaravmarkað renta upp á uml. 1,6 mió.kr., er inntøkuførd í staðin fyri at verða útreiðsluførd, viðhangandi renta upp á uml. 4,1 mió.kr. er ikki inntøkuførd, tíðaravmarkaða rentan upp á uml. 4,9 mió. kr av láninum frá Íleggingargrunninum er útreiðsluførd í landsroknskapinum 1995 og 1996. Gjaldstovan er kunnað um hesar feilir, sum verða rættaðir í landsroknskapinum fyri 1999.

        Landsroknskapurin er ikki ein samandráttur av øllum stovnum og grunnum hjá landinum, og roknskaparposturin gevur tí ikki eina fullfíggjaða mynd av allari landsins innanlandsskuld.

        Uttanlandsskuld, langfreistað

        Ár (kr.)

        1998

        1997

        1996

        1995

        Sambært roknskap

        4.646.204.237

        5.800.453.686

        5.783.047.199

        5.786.805.218

        Partur av langfreistaðu skuldini, ið fellur til gjaldingar innanfyri komandi árið:

        Ár (kr.)

        1998

        1997

        1996

        1995

        Sambært roknskap

        691.682.000

        470.000.000

        821.418.724

        1.258.652.258

        Í 1998 er talan um 2 lán, sum bæði eru tikin í sambandi við avtaluna ímillum donsku stjórnina og landsstýrið frá 10. juni 1998, lánini eru ávikavist upp á 500 mió.kr. og 4.135 mió.kr. Í sambandi við avtaluna avskrivaði danska stjórnin 900 mió.kr.

        Skrásettu upphæddirnar í landsroknskapinum samsvara við lánsavtalur og onnur uttanhýsis skjøl. Tó skal viðmerkjast, at roknskaparposturin "langfreistað skuld, ið fellur til gjaldingar innanfyri komandi ár", við neyvari útrokning hevði verið uml. 10 mió.kr. hægri.

        Stuttfreistað skuld (onnur skuld)

        Ár (kr.)

        1998

        1997

        1996

        1995

        Sambært roknskap

        258.673.691

        245.710.540

        377.620.569

        370.171.721

        Talan er í høvuðsheitum um vanligar kreditorar, millumrokningar við kommunur og tíðaravmarkingar. Skrásettu upphæddirnar í landsroknskapinum samsvara við undirliggjandi sundurgreiningar, tó er ein munur ímillum landsroknskapin og Strandferðsluna upp á uml. 7,3 mió.kr. Vegna broyttar roknskaparmeginreglur í 1997 eru tølini ikki sambærlig.

        Útjavningarkonto

        Ár

        1998

        1997

        1996

        1995

        Saldo 1. januar

        -3.922.034.448

        -4.335.816.304

        -5.272.388.702

        -5.313.548.154

        RLÚ-úrslit

        1.371.499.909

        177.753.634

        79.496.631

        8.108.662

        Ymsar broytingar

        198.342.999

        236.028.223

        39.037.450

        33.050.790

        Saldo 31. desember

        -2.352.191.540

        -3.922.034.448

        -5.153.854.621

        -5.272.388.702

        Endamálið við útjavningarkontoini er sera ólíkt "Konto fyri eginpening" í einum privatum virki. Aktivini í landsroknskapinum verða t.d. virðismett øðrvísi, og materiell støðisogn, t.d. bygningar, skip, vegir o.t., verða ikki virðismett í roknskapinum. Javnvágarkontoin hevur tí so at siga bert eitt tøkniligt endamál.

        "Ymsar broytingar" fevna um broytingar á fíggjarstøðuni, sum ikki verða førdar yvir raksturin. Talan er m.a. um, tøkniligar munir, sum standast av broytingum í roknskaparmeginreglum, rættingar av skeivum bókingum sum viðvíkja undanfarnum árum, avtøka av grunnum, úrslit hjá internum grunnum, broytingar í avsetingum, mótbókingar til útlánsroknskap og mótbókingar til kapitalinnskot. Í sambandi við grannskoðanina av fíggjarstøðuni, hava vit gjøgnumgingið grundarlagið undir bókingunum.

        Munurin ímillum ársenda 1996 og ársbyrjan 1997 er 818 mió.kr. Talan er um ein tøkniligar mun, sum stavar frá, at Fíggingargrunnurin frá 1992 varð tikin við í landsroknskapin við 670 mió.kr. og frá broytingum í roknskaparmeginreglum.

      3. Innkrevjing av vinnulánum (GL 1996/ 2 03 1-3)

Skrásetingin av vinnulánum hevur verið ófullfíggjað, og talan hevur verið um eina tilvildarliga og sera ymiska viðgerð av borgarum á hesum øki. Í 1997 var ábyrgdin av innkrevjingini av vinnulánum flutt frá Fíggjar- og Búskapardeildini til gjaldstovuna, og er nú flutt til Toll- og Skattstovu Føroya. Í juli 1999 boðaði landsstýrismaðurin frá, at Toll- og Skattstova Føroya var í gongd við eina gjølla gjøgnumgongd av vinnulánum við tí endamáli at krevja tað inn, sum tilber.

 

    1. Umsiting av gjaldførislánum (GL 1997/3 01 3-2)
    2. Sambært § 1 í Ll. nr. 76 frá 5. november 1998, um umsiting av gjaldførislánum, skal avtala gerast millum landsstýrismannin og Føroya Realkredittstovn um "framhaldandi umsiting av gjaldførislánum, sum eru veitt ella játtað sambært Ll. nr. 24 frá 1. juni 1978 um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum, sum m.a. broytt við Ll. nr. 35 frá 3. mai 1984". Í § 2 er ásett, at í tann mun likviditetslán verða goldin aftur, fær landsstýrismaðurin heimild at avtala við Føroya Realkredittstovn, at "frígjørda" lánsupphæddin kann lænast útaftur.

      Við skrivi dagfest 20. apríl 1999 bóðu vit Fíggjarmálastýrið um at greiða frá, hvussu ætlaða útlánsvirksemið skuldi takast við á fíggjarlógina fyri 1999, og biðið varð eisini um avrit av avtaluni við Realin. Vit víst eisini á, at talan var um fleiri misskiljingar í viðmerkingunum til høvuðskonto 5.34.5.01. Fíggjarmálastýrið hevur síðani upplýst, at miðað varð ímóti at gera neyðugu rættingarnar til fíggjarlógaruppskotið 2000. Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2000 er henda høvuðskonto burtur, og vit hava aftur heitt á Fíggjarmálastýrið um at upplýsa, hvussu ætlaða útlánsvirksemið sambært Ll. nr. 76/1998 verður tikið við á fíggjarlógina, men vit hava einki svar fingið.

      Við skrivi dagfest 8. juli 1999 boðaði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum frá, at aftaná at nýggj avtala var gjørd við Føroya Realkreditstovn, var Fíggjarmálastýrið varugt við, at tey ikki vóru nøgd við avtaluna, og hon skuldi tí rættast. Upplýst varð, at arbeitt varð við hesum, men orsakað av summarfrítíðini, bar ikki til at fáa tað í rættlag fyrr enn einaferð eftir miðjan august. Vit hava síðani biðið um avrit av broyttu avtaluni, men hava einki svar fingið.

      Okkum kunnugt, hevur Realurin ikki avroknað uml. 40 mió.kr. til landskassan, sum stava frá likviditetslánum. Talan er um likviditetslán, sum landskassin hevur veitt, og sum eru afturgoldin í 1999. Realurin hevur ístaðin fyri sett peningin í obligatiónir. Landsgrannskoðanin undrast á hesa mannagongd, og hevur biðið um eina frágreiðing. Fíggjarmálastýrið hevur upplýst, at arbeitt verður við at finna eina loysn á spurninginum.

    3. Hagstova Føroya (G.L. 1998/2 03 9-8)

Vit hava grannskoðað roknskaparviðurskiftini á Hagstovu Føroya og hava í hesum sambandi verið á ófráboðaðari vitjan á stovninum í mars 1999. Endamálið við stovninum er ásett í Ll. nr. 33/1991.

 

Ongin reglugerð er gjørd fyri roknskaparhaldið, soleiðis sum ásett í § 5 í Ll. nr. 33/1994 um landsins almenna roknskaparhald v.m., men leiðslan hevur upplýst, at so skjótt Fíggjarmálastýrið hevur gjørt rundskriv um, hvussu roknskaparreglur skulu gerast, verður hon gjørd samsvarandi hesum. Mælt er stovninum til at gera eitt yvirlit yvir ognarlutir vísandi til § 20 í roknskaparkunngerðini.

 

Sambært Ll. nr. 33/1991 kann stjórin á Føroya Hagstovu áseta avgreiðslugjøld fyri veittar tænastur. Inntøkurnar hjá Hagstovuni stava m.a. frá sølu av Hagtíðindum, sum bæði verður selt í leysasølu og til haldarar. Í 1998 vóru inntøkurnar 26 t.kr. í mun til 52 t.kr. í 1997. Í 1994 vóru inntøkurnar 115 t.kr. Um orsøkina til minkandi inntøkurnar seinnu árini hevur leiðslan greitt frá, at hetta í høvuðsheitum kemur av, at vegna umleggingar á Hagstovuni, hevur ikki borið til at geva Hagtíðindi út eins regluliga, sum árini frammanundan. Leiðslan hevur eisini upplýst, at arbeitt verður við at broyta útgávumynstrið og at hækka prísirnar.

 

Við støði í lønútgjaldingini í desember 1998, vórðu 5 starvsfólk vald út til nærri eftirlit. Kannað varð m.a., um lønin var sambært lønartalvum, og um setanarskriv, prógv og onnur skjalprógv vóru í málinum. Einki var finnast at.

 

Starvsfólkini skráseta sjálvi í eini serligari edv-skrá hvussu nógvar tímar tey hava verið til arbeiðis. Talan er ikki um eina "klokkuskipan", og skrásett verður ikki, hvat arbeiðstíðin verður nýtt til. Mælt er til at finna eina hóskandi mannagongd, soleiðis at arbeiðstíðin, sum verður skrásett, framyvir verður góðkend av stjóranum.

 

Nøkur skjøl vórðu vald út til nærri grannskoðan, og kannað varð m.a., um kontering, upphædd, veitingarslag, ávísing og skráseting var í lagi, og um útreiðslurnar um ársskiftið 1998/99 vóru farnar á rætt fíggjarár. Einki var at finnast at.

 

  1. Skattamál
    1. Roknskapar- og trygdarreglur (GL 1996/2 04 0-2)

Í 1993 ásetti Stýrið fyri Toll- og Skattstovu Føroya nakrar yvirordnaðar trygdarreglur, harundir krøv til hvussu økis- og deildarstjórar skulu leggja umsitingina m.a. á roknskaparøkinum til rættis. Ein kanning vísti, at fleiri av ásetingunum vórðu ikki fylgdar, m.a. tí reglurnar ikki vóru nóg greiðar, og tørvur var á at endurskoða reglurnar á fleiri økjum.

 

Síðani hava Stýrið og økisstjórarnir lagt nógv arbeiði í at endurskoða og bøta um trygdarreglurnar. Økisstjórarnir gjørdu síðani uppskot til nýggjar reglugerðir við ábyrgdar- og heimildarreglum viðvíkjandi edv- trygd og roknskaparligu mannagongdini, sum í juni/juli 1997 vórðu send Stýrinum. 1. november 1998 góðkendi Stýrið trygdarreglugerðirnar fyri Norðoya-, Eysturoyar-, Vága- og Suðuroyar Øki.

 

Ásetingarnar í reglugerðunum eru sum heild tær somu, men tey einstøku økini hava tillagað ymiskt. Trygdarreglugerðirnar eru uml. 50 blaðsíður, og fevna um flest øll viðurskifti, økini umsita.

 

Vit hava vitjað økini og tosað við økisleiðararnar fyri at kanna, hvussu trygdarreglurnar rigga. Økini hava lagt seg eftir at fylgja reglugerðini, og hava m.a. umskipað arbeiðið soleiðis, at skilnaður er millum kassa og bókhald. Samanumtikið er okkara niðurstøða at:

  1. Reglurnar kundu verið betri skipaðar
  2. Almennar og serligar reglur standa hvørt um annað
  3. Økini skilja ikki í øllum førum trygdarreglugerðina eins
  4. Nøkur hugtøk eru ógreið. Somu orð verða nýtt um ymisk hugtøk, og sama hugtak verður lýst við ymiskum orðum
  5. Eftirlitslistarnir, sum skulu skrivast út, verða ikki allir útskrivaðir. Tað er ikki í øllum førum greitt, hvørjir teir eru
  6. Edv atgongd og ábyrgd er ikki nóg væl skipað
  7. Fleiri arbeiðsøki eru ikki nóg væl lýst

 

Vit hava á fundum við stjórnina fyri Toll- og Skattstovu Føroya greitt nærri frá okkara niðurstøðu. Stjórnin er fyri tað mesta samd við okkum, og hevur sett eitt fólk burturav at arbeiða við at bøta um trygdarreglugerðina. Ætlanin er at endurskoða reglugerðirnar innan árslok 2000. Eftir okkara tykki eigur henda uppgáva at raðfestast høgt, og eigur eisini at fevna um Sandoyar-, Streymoyar Øki og Stýrið sjálvt.

 

    1. Kassaeftirlit (GL 1998/2 04 0-5 og 1999/2 04 0-6)
    2. Eins og árini frammanundan hava vit verið á ófráboðaðum kassaeftirliti á øllum økjunum á Toll- og Skattstovu Føroya í 1998 og 1999. Eisini varð kannað, um samsvar var ímillum peningastovnskontoir í bókhaldinum og kontoavrit frá peningastovninum eftirlitsdagin. Samanumtikið var einki at finnast at. Peningastovnskontoirnar verða avstemmaðar minst eina ferð um mánaðan, tó kann tað í summarfrítíðini vera longri ímillum á onkrum øki.

    3. Sáttmálaviðurskiftini við P/F Elektron (GL 1996/2 04 1-2)
    4. Í seinastu frágreiðing varð víst á, at sáttmálaviðurskiftini ímillum Toll- og Skattstovu Føroya og P/F Elektron vóru ógreið m.a. viðvíkjandi edv-trygd, og mælt varð til at endurskoða øll sáttmálaviðurskifti. Landsstýrismaðurin hevur síðani upplýst, at hesi viðurskifti eru komin í rættlag, og at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður.

    5. Edv-skráir (GL 1996/2 04 1-2)
    6. Til fyrst í 1995 vórðu allar skráirnar hjá Toll- og Skattstovu Føroya góðkendar av Skrásetingareftirlitinum. Síðani hevur Toll- og Skattstova Føroya sent nýggjar skráir til Skrásetingareftirlitið til góðkenningar, men hevur einki svar fingið. Skráir eru sostatt tiknar í nýtslu í hesum tíðarskeiðinum, uttan formliga góðkenning. Toll- og Skattstova Føroya hevur upplýst, at teir í 1996 skrivaðu til Skrásetingareftirlitið, og mæltu til eina samlaða góðkenning av øllum dagførdum skráum hjá Toll- og Skattstovu Føroya, men fingu einki svar. Toll- og Skattstova Føroya upplýsti á fundi í mars 1997, at teir skuldu gera eitt nýtt yvirlit yvir allar skráir, sum skulu góðkennast. Hetta yvirlit er sent Skrásetingareftirlitinum til góðkenningar tann 30. november 1999, tilsamans níggju skráir. Toll- og Skattstova Føroya hevur ikki frætt aftur frá Skrásetingareftirlitinum.

    7. Brennioljuavgjald og ferðagjald (Gl 1996/2 04 5-1 og 1996/2 04 6-1)
    8. Í seinastu grannskoðanarfrágreiðing var víst á, at tað í Ll. nr. 179/1992 um serligt avgjald á brenniolju og í Ll. nr. 37/1988 um ferðagjald ikki er nøkur lógarheimild til at krevja at fáa alt roknskapartilfar útflýggjað í sambandi við roknskapareftirlit. Hesi viðurskifti eru komin í rættlag við ávikavist Ll. nr. 97 og 98 frá 29. desember 1998.

    9. Innflutningsgjøld (GL 1996/2 04 0-3)
    10. Umframt við stakroyndum hava vit eisini gjørt miðvísar teldukanningar av tollskrásetingum, sum vit av royndum vita, viðhvørt eru skeivar. Feilirnir á hesum økjum eru minkaðir nógv, men framvegis er neyðugt at gera hesar kanningar.

    11. Tollkredittur (GL 1996/2 04 5-2)

Sambært § 13, stk. 2, í tolllógini hevur tollvaldið heimild til at geva innflytarum undantaksloyvi frá høvuðsregluni um kontantgjald av tolli, áðrenn vøran verður útflýggjað. Nærri reglur um hetta vóru ásettar í K. nr. 67/1991 um "veitan av undantaksloyvi at fáa tollskyldugar vørur útflýggjaðar áðrenn gjaldið er goldið".

 

Vit hava í áravís víst á, at fleiri reglur í kunngerðini ikki vórðu hildnar, m.a. um at:

  1. lata skjøl inn innan 14 dagar aftaná at vøran er uppskipað
  2. vøran ikki má pakkast út, fyrr enn skjølini eru latin inn.

 

Hetta er komið í rættlag við at krøvini til innflytaran eru linkað í nýggjari tollkredittkunngerð, K. nr. 68 frá 14. juli 1999. Í nýggju kunngerðini stendur, at Toll- og Skattstovan kann taka aftur undantaksloyvið, um vøruinnflytarin brýtur reglurnar. Eftir gomlu kunngerðini skuldi innflytarin missa rættin til undantaksloyvi.

 

Út frá ásetingunum í §§ 1 og 2 í kunngerðini er kredittíðin framvegis upp til 2-3 mánaðir, meðan trygdin svarar til avgjøldini av móttiknum toll- og avgjaldsskyldugum vørum í einum meðal mánaði seinasta 12 mánaða tíðarskeið, tó í minsta lagi kr. 100.000. Vit hava áður víst á, at hetta merkir, at landskasssin missir pening, tá "stórir" vøruinnflytarar koma í fíggjarligar trupulleikar.

 

Vit hava fyri mars 1999 kannað, hvussu nakrar av treytunum í kunngerð nr. 67/1991 verða hildnar. Hesar treytir eru óbroyttar í nýggju kunngerðini.

 

Sambært § 4, stk. 1, skal vørumóttakarin, seinast 14 dagar aftaná uppskipan, lata tollvaldinum øll skjøl, ið eru neyðug fyri tollingina. Úrslitið av kanningini var, at 148 innflytarar ikki høvdu hildið regluna. Av hesum vóru tað 16 almennir stovnar, (lands-, kommunu- og ríkisstovnar). Tilsamans vóru 1060 sendingar, har "tollpappírini" ikki vóru latin Toll- og Skattstovuni til tíðina, og av hesum vóru 432 eldri enn ein mánað.

 

Sambært § 6 í kunngerðini skal innflutningsgjaldið fyri tær vørur, ið eru komnar í einum mánaði, vera goldið í seinasta lagi 22. í øðrum mánaðinum eftir. Eftirstøðurnar tann 1. mars 1999, t.v.s. 6 dagar eftir gjaldsfreist, var 2.983.715 kr.

 

Sambært § 7 í kunngerðini skal vøruinnflytarin seta trygd svarandi til innflutningsgjaldið í einum meðal mánaði, tó ongantíð minni enn 100.000 kr. Tann 1. mars 1999 vóru tað 14 innflytarir, sum ikki luku hesar treytir.

 

    1. Skrásetingargjald (GL 1996/2 04 5-3)

Í sambandi við grannskoðanina av skrásetingargjaldi hava vit áður víst á, at samsvar ikki er ímillum § 6 í kunngerð nr. 23/1993 um skráseting av motorakførum sum hýru- ella skúlavognur og vegleiðingarskriv frá Líkningarráð Føroya viðvíkjandi minstamark fyri eginnýtslu av bili hjá hýruvognsførarum. Við kunngerð nr. 67 frá 14. juli 1999 eru hesi viðurskifti komin í rættlag.

 

 

  1. LØGMANSFYRISITINGIN
    1. Landsfólkayvirlitið (G.L. 1998/2 02 9-3)
    2. Játtanin til Landsfólkayvirlitið hevur higartil ligið undir § 2 "Løgmansfyrisitingin" undir málsøki 14 "Lógarmál". Á fíggjarlógini fyri 1999 er rakstrarjáttanin flutt til § 10 "Sjálvstýrismál", saman við hinum játtanunum undir málsøki 14.

      Vit hava grannskoðað roknskaparviðurskiftini á Landsfólkayvirlitinum, og hava í hesum sambandi verið á ófráboðaðari vitjan á stovninum í 1998. Landsfólkayvirlitið var tá afturút við at skráseta inntøkur og útreiðslur, og at stemma mánaðarroknskapir av. Hesi viðurskifti eru síðani komin í rættlag.

      Sambært § 1, stk. 2, og § 2, stk. 2, í Ll. nr. 86 frá 1. juni 1982 um fólkayvirlit skal landsstýrið áseta gjøllari reglur fyri m.a. gjøld til kommunalu fólkayvirlitini og til Landsfólkayvirlitið fyri tænastur og upplýsingar. Í § 15 í kunngerð nr. 95 frá 13. juli 1982 er ásett, at áðrenn Landsfólkayvirlitið letur frá sær upplýsingar til einstaklingar og virkir v.m., verður kravd samsýning, sum landsstýrið ásetir.

      Gjøldini eru sostatt hvørki ásett í lóg ella í kunngerð, men í skrivi til Landssfólkayvirlitið dagfest 24. oktober 1983 ásetti landsstýrið, at gjaldið fyri upplýsingar til privatfólk og virkir skuldi vera 15 kr. fyri hvørja upplýsing. Sambært sama skrivi kann Landsfólkayvirlitið uttan góðkenning frá landsstýrinum so við og við hækka gjaldið upp í 25 kr. í mun til dýrtíðar- og lønarhækkingar.

      Landsfólkayvirlitið tók 15 kr. fyri hvørja upplýsing fram til 1. januar 1999. Tá varð prísurin broyttur til 25 kr. Fyri vallistar, sum Landsfólkayvirlitið sendir kommunum, verður goldið fyri hvørja linju. Gjaldið er tað sama, sum Landsfólkayvirlitið skal gjalda Elektron fyri somu tænastu.

      Vísandi til omanfyristandandi hava vit mælt landsstýrinum til at endurskoða galdandi reglur og siðvenju viðvíkjandi gjøldum. Upplýst er, at arbeitt verður við at áseta gjøldini í kunngerð.

    3. Viðskiftastovan í Keypmannahavn (GL 1998/2 02 3-3)

Reglugerðin fyri Føroysku Viðskiftastovuna í Keypmannahavn er lýst í kunngerð nr. 63 frá 2. august 1979. Sambært henni er endamál og starvsøki sera breitt orðað, og ásett er eisini, at landsstýrið altíð kann broyta starvsøkið hjá stovuni, tá tørvur er á tí. Sambært leiðaranum verða ongar ítøkiligar ætlanir lagdar fyri virkseminum, og ongin skipað skráseting fer fram av virkseminum hjá viðskiftastovuni. Løgmansskrivstovan hevur í oktober 1998 upplýst, at arbeitt verður við at endurskoða reglugerð og virksemi.

 

Hvønn mánað setir gjaldstovan eitt fast krónutal inn á peningastovnskonto hjá Viðskiftastovuni. Hesin peningur er ætlaður øllum øðrum útreiðslum enn teimum føstu lønunum.

 

Í 1998 og 1999 hava vit gjørt ófráboðað eftirlit á Føroysku Viðskiftastovuni í Keypmannahavn.

 

Í sambandi við grannskoðanina í august 1998 varð staðfest, at:

  1. kassauppgerðin ikki bleiv send inn hvønn mánað
  2. løgmansskrivstovan ikki regluliga sendi mánaðarroknskapirnar frá gjaldstovuni til Viðskiftastovuna
  3. mánaðarroknskapirnir ikki blivu eftirkannaðir
  4. tað var trupult at stemma peningastovnskontoina av

 

Í sambandi við vitjan á stovninum í apríl 1999 varð staðfest, at flest øll viðurskifti vóru komin í rættlag.

 

  1. ALMANNA- OG HEILSUMÁL
    1. Pensiónsútreiðslur (GL 1998/2 07 2-1 og –2)
      1. Lógargrundarlag
      2. Grannskoðanin er farin fram við støði í "Lov for Færøerne om folkepension" smb. lógarkunngerð nr. 103 frá 2. mars 1988, seinast broytt við Ll. nr. 36 frá 23. apríl 1999, og "Lov for Færøerne om invalidepension m.v." smb. lógarkunngerð nr. 101 frá 2. mars 1988 seinast broytt við lóg nr. 1131 frá 21. desember 1994.

      3. Játtanar- og roknskaparviðurskifti
      4. Fólkapensión

        Játtanin til fólkapensión er undir § 8, á høvuðskonto 8.21.8.01, á fíggjarlógini fyri 1997 og 1998. Sambært Ll. nr. 125 frá 21. mai 1993 um býtið av almannaútreiðslum v.m., rindar landskassin 93,25%, meðan kommunurnar rinda 6,75% av útreiðslunum.

        Játtanin til viðbót til ávísar pensiónistar er undir § 8, á høvuðskonto 8.21.8.13, á fíggjarlógini fyri 1997 og 1998.

        Høvuðstøl seinastu árini

        (1000 kr.)

        Játtan 1998

        Roknskapur 1998

        Játtan 1997

        Roknskapur 1997

        Roknskapur 1996

        Fólkapensión

        264.517

        270.199

        265.960

        264.376

        266.773

        - kommunupartur

        -17.855

        -18.238

        -17.952

        -17.846

        -18.008

        Viðbót til ávísir pensiónistar

        12.200

        12.226

        11.500

        11.652

        11.263

        Útreiðslujáttan

        276.717

        282.425

        277.460

        276.028

        278.036

        Inntøkujáttan

        -17.855

        -18.238

        -17.952

        -17.846

        -18.008

        Avlamispensión

        Játtanin til avlamispensión er undir § 8, høvuðskonto 8.21.8.04, á fíggjarlógini fyri 1997 og 1998. Sambært Ll nr. 125/93 um býtið av almannaútreiðslum rindar landskassin 93,25%, og kommunurnar rinda 6,75% av útreiðslunum.

        Høvuðstøl seinastu árini

        (1000 kr.)

        Játtan

        1998

        Roknskapur

        1998

        Játtan

        1997

        Roknskapur 1997

        Roknskapur 1996

        Vanlig avlamis pensión

        128.979

        125.278

        126.450

        125.919

        125.708

        - kommunupartur

        -8.706

        -8.456

        -8.535

        -8.501

        -8.485

        Avlamisveiting

        1.522

        1.655

        1.425

        1.528

        1.410

        - kommunupartur

        -103

        -112

        -96

        -103

        -95

        Persónligt ískoyti

        3.274

        6.133

        3.700

        3.171

        3.734

        - kommunupartur

        -221

        -414

        -250

        -215

        -252

        Útreiðslujáttan

        133.775

        133.067

        131.575

        130.619

        130.852

        Inntøkujáttan

        -9.030

        -8.982

        -8.881

        -8.819

        -8.832

        Útreiðslan í 1998 til persónligt ískoyti var uppá 6,133 mió kr.

        Hóast ongin lønarkarmur er játtaður undir persónligum ískoyti/avlamispensión, er í 1998 talan um lønarútreiðslur uppá uml. 3,5 mió.kr. Sama er galdandi fyri lønarútreiðslur undir barnaforsorg 2,5 mió.kr. og undir forsorg §17/meirútreiðslur brekað barn 6,5 mió.kr., í alt lønarútreiðslur uppá uml. 12,5 mió.kr. Talan er m.a. um stuðulspedagogar, sum eru settir í starv, og í ávísum førum er talan um stovnslíknandi tiltøk. Landsgrannskoðanin metir tað vera sera misvísandi, tá løgtingið í viðmerkingunum til fíggjarlógina fær at vita, at talan er um "tilskot til einstaklingar", tá talan er um lønarútreiðslur. Henda mannagongd ger eisini, at tørvurin á stovnum ikki verður sjónligur.

      5. Innanhýsis eftirlit

Málsviðgerð

Í sambandi við grannskoðan av lógarbundnum veitingum, hava vit áður víst á, at ongar føroyskar reglur eru fyri, hvørji umsitingarlig krøv skulu setast til málsviðgerð, eftirlit og roknskaparhald. Tí hevur grannskoðanin vegleiðandi tikið støði í teimum krøvum, sum eru í donsku kunngerðini "om Kommunernes regnskabsaflæggelse og statsrefusion m.v. på visse dele af det sociale område". Á Almannastovuni eru ávísir karmar fyri málsviðgerð, skráseting, útrokning og eftirliti, t.d. hvussu umsóknarbløð, útrokningarørk, oyðubløð, fastar skermmyndir og áminningarkotur o.l. skulu nýtast. Harumframt eru gjørdar innanhýsis leiðbeiningar um edv-viðgerð, málsviðgerð, skjalprógv, lógartulkingar v.m.

 

Men ongar samanskrivaðar reglur ella starvslýsingar eru, sum nágreiniliga og á ein skipaðan hátt lýsa málsviðgerðina, hvørji innanhýsis eftirlit og hvørjar avstemmingar skulu gerast frá tí ein umsókn kemur inn, til veitingin verður goldin út og bókað, hvør hevur ábyrgdina og heimildirnar, og á hvønn hátt tað skal skjalprógvast. Vit hava áður mælt landsstýrinum til at taka støðu til, hvørji umsitingarlig krøv skulu setast, og hava eisini mælt til samstundis at viðgera teir fíggjarligu karmarnar. Vit hava spurt landsstýrismannin, hvørji stig hann hevur tikið á hesum øki, men hava einki svar fingið enn.

 

 

Roknskapargóðkenning

Hvønn mánað sendir Gjaldstovan ein mánaðarroknskap fyri hvørja høvuðskonto á fíggjarlógini, sum Almannastovan umsitur. Sambært § 9 í roknskaparkunngerðini, og skrivi frá Fíggjarmálastýrinum/Gjaldstovuni, skal stovnsleiðarin kanna, um bókingarnar eru rættar. At hetta er gjørt skal váttast mótvegis hægri myndugleika, t.v.s. í hesum førinum Almanna- og Heilsumálastýrinum.

 

Ein skipað gjøgnumgongd/góðkenning av mánaðarroknskapum verður bert gjørd á ávísum kontoum. Fyri meginpartin verða umrøddu reglur ikki fylgdar. Hesin trupulleiki varð á fyrsta sinni umrøddur í grannskoðanarfrágreiðingini fyri 1990, men okkum kunnugt er hann ikki loystur, og landsstýrismaðurin er biðin um at upplýsa hvørji tiltøk ætlanin er at seta verk, fyri at fáa viðurskiftini í rættlag.

 

 

Rættindi í edv-skipanini

Hvørt starvsfólk verður skrásett í starvsfólkaskipanini við einum brúkaranavni (username) og einari heimild, sum verður lýst við kotunum 00 til 09.

 

Rættindini vórðu umsitin av starvsfólkadeildini í Almanna- og Heilsumálastýrinum. Fleiri starvsfólk enn neyðugt høvdu atgongd til skipanina, kundu broyta hana og geva heimildir til útgjaldingar í henni. Vanliga mannagongdin er, at deildarleiðari gevur starvsfólkadeildini boð um, at persónur er settur í starv. Síðani verður persónurin upprættaður í starvsfólkaskipanini. Ongin skrivlig reglugerð ásetir arbeiðsuppgávurnar. Einki pappírsyvirlit vísir, hvat t.d. starvsfólkadeildin hevur gjørt, ella hvør hevur biðið um at stovna brúkarar. Vit hava mælt til, at hesi viðurskifti verða formaliserað.

 

8 starvsfólk á Almannastovuni/Almanna- og Heilsumálastýrinum vóru skrásett við kotu, ið gav rættindi til uttan kontrasignering at ávísa meira enn kr. 100.000 á øllum rakstrarstøðum. Hetta er ikki neyðugt, og kann av trygdarávum vera óheppið. Vit hava mælt til, at ávísingarheimildir og heimildir í, og atgongd til, edv-skipanini, verða tiknar upp til viðgerðar fyri at tryggja, at skilnaður er ímillum skrásetingina og útgjaldingina.

 

Edv-deildin vísti á, at allar ávístar upphæddir koma út á dagslistan, og tað hevði beinanvegin staðið í andsøgn til mannagongdirnar á Almannastovuni, høvdu summi av fólkunum við omanfyri nevndu kotu ávíst. Edv-deildin tekur annars undir við tilmælinum frá Landsgrannskoðanini um at gera skilna millum skráseting og útgjald. Í nýggju skipanini skulu útgjøld kontrasignerast.

 

 

Atlát

Tað er ikki gjørligt at rita seg inn á telduna uttan brúkaranavn og atlát. Øll brúkaranøvn og atlát eru persónlig uttan "Manager", sum fleiri brúkarar eru felags um. Atlátið skal í minsta lagi vera 6 og í mesta lagi 8 alfanumerisk tekn, har tað fyrsta skal vera ein bókstavur. Atlátið skal skiftast út 3. hvønn mánað, tó so at brúkarin fær loyvi at logga á einaferð aftaná 3 mánaðir, og næstu ferð at broyta atlátið. Tað vil siga, at brúkari kann vera aktivur í óendaliga langa tíð. Endurnýtsla av sama atláti er ikki loyvd, tó ber til at brúka sama atlát aðru hvørja ferð. Vit hava mælt til, at hetta verður broytt. Edv-deildin upplýsir, at í nýggju skipanini verður tað broytt.

 

 

Dagslistar

Grannskoðanin hevur áður mælt til eina meira skipaða nýtslu av dagslistunum, so tað t.d. sæst, hvør hevur kannað hvat og nær, at øll vita, hvussu listarnir skulu nýtast, og at nakrir listar verða gjørdir til ávís eftirlit. Í hesum sambandi er umrøtt, at summi fyribrigdi altíð áttu at verið kannað, og at stakroyndir áttu at verið tiknar hjá teimum ymsu málsviðgerunum til tess at tryggja at málsviðgerðin er einsháttað.

 

Edv-deildin á Almannastovuni hevur boðað frá, at í nýggju skipanini verða dagslistar raðtalsfestir. Eisini verður ein meira umfatandi transaktiónsloggur settur í verk.

 

 

Avstemman av útgjøldum

Tá ið Almannastovan ger koyringarnar í FIP-skipanini (edv skipanin á Almannastovuni, sum roknar pensiónir út), verður fíla við útroknaðu pensiónunum latin Postverkinum, sum skal gjalda pensiónirnar og veitingarnar út. Saman við hesari fílu sendir edv-deildin postverkinum eitt yvirlit, sum vísir raðtal av koyringini, dagfesting, skattskylduga upphædd, skattafría upphædd, frádráttir og tal av recordum. Hetta er eitt yvirlit, sum Postverkið skal stemma av, vátta og senda Almannastovuni aftur, og er hetta váttan Postverksins fyri móttøku av útgjaldingar-áheitanum.

 

Upplýst er, at áheitanin um at gjalda pensiónina út verður ikki váttað, áðrenn hon verður send, men Postverkið sendir eitt fax til edv-deildina um, hvat teir hava móttikið. Vit hava mælt til, at samskiftið við Postverkið um útgjaldingar verður formaliserað og dokumenterað.

 

Ein serstøk millumrokningarkonto hevur til endamáls at tryggja, at samsvar er millum ávísingar frá Almannastovuni og útgjaldingar, sum fara yvir postgirostovuna. Ongin endalig avstemman finst eftir 1. januar 1998, og kontoin er ikki liðugt stemmað av fyri 1998. Vit hava mælt er til at stemma kontoina av mánaðarliga.

 

Í sambandi við arbeiðssteðgin í mars 1999 skrásetti Gjaldstovan koyringar frá Almannastovuni og útgjaldingar frá girostovuni á serstaka konto. Henda konto stendur framvegis við einari saldo, og mælt er til at greina og rætta munin.

 

 

Avstemman av inngjøldum

Ein millumrokningarkonto verður brúkt til at skráseta afturvístar áheitanir um útgjøld frá Almannastovuni og at skráseta inngjøld, sum ikki frammanundan eru skrásett í FSL-skipanini, men sum gjaldstovan metir hava samband við Almannastovuna.

  1. Talan er um áheitanir um útgjøld, sum girostovan og/ella skattaskipanin afturvísir, og sum gjaldstovan síðani krediterar á hesa konto.
  2. Inngjøldini, sum ikki frammanundan eru skrásett í FSL-skipanini, eru fyri krøv, sum Almannastovan hevur sent út, uttan at tey eru skrásett í debitorskipanini á gjaldstovuni.

 

Kontoin verður ikki stemmað av, men Almannastovan kannar bókingarnar, og sendir síðani eina bókingaráheitan, sum útlíknar tað, sum gjaldstovan frammanundan hevur skrásett. Henda mannagongd krevur sera nógva orku av roknskaparfólkunum á Almannastovuni, og vit hava fleiri ferðir mælt til at skráseta øll krøv í debitorskipanini á gjaldstovuni, áðrenn tey verða send út.

 

Saldoin á kontoini ultimo august 1999 var kr. 711.449,26 í kredit. Talan er um eina nettoupphædd. Ein nettomunur uppá kr. 233.687,- , sum stavar frá einari feilkoyring tann 29. oktober 1997, er ikki útlíknaður.

 

      1. Árliga umrokningin

Upplýsingar frá T&S

Eina ferð um árið fær Almannastovan (via Elektron) upplýsingar frá Toll- og Skattstovu Føroya um inntøkuna hjá øllum pensiónistum. Í sambandi við maskinellu broytingarnar av skrásettu inntøkunum í FIP-skipanini, verða teir ymisku teigarnir frá sjálvuppgávuni lagdir saman og skrásettir í 6 ymiskum teigum í FIP-skipanini, men teigurin rentuinntøka verður ikki broyttur, tí upplýsingar um rentuinntøkur/-útreiðslur eru ikki við í árligu umrokningini.

 

Edv-deildin upplýsir, at í sambandi við nýggju telduskipanina er ætlanin, at Almannastovan skal gera nágreiniligar mannagongdir, sum lýsa, hvussu og nær inntøkukanningar skulu fara fram.

 

Upphæddirnar, sum eru skrásettar í teimum 6 inntøkuteigunum í FIP-skipanini standa nú á útgjaldsfráboðanini til pensiónistarnar, fyri at kunna teir um inntøkugrundarlagið. Síðani tær eru settar á fráboðanina, hava nógvir pensiónistar vent sær til Almannastovuna, fyri at fáa inntøkugrundarlagið broytt.

 

 

A-inntøka

Sambært ávikavist §§ 24 og 27 í fólka- og avlamispensiónslógini, skal pensiónin roknast um, tá talan er um varandi broytingar í inntøkuni. Árliga umrokningin aftaná flytingina/saman-koyringina frá T&S tekur støði í inntøkuni sambært sjálvuppgávuni hjá pensiónistinum, sjálvt um inntøkan er tíðarbundin ella bara fyribils.

 

Hetta kann hava við sær, at pensiónin verður skeiv. Tá ið broytingarnar í inntøkuni eru størri enn kr. 3.000, roynir Pensiónsdeildin eisini at meta, um talan er um stakinntøkur. Útskriftir frá T&S, sum vísa mánaðarligu útgjøldini verða kannaðar, tí tær kunnu geva eina ábending um, at fólk t.d. eru byrjað at arbeiða. Hvør málsviðgeri gjøgnumgongur "síni" mál. Eftirsum talan er um nærum 3000 mál, er ógjørligt at gjøgnumganga øll mál nágreiniliga.

 

Pensiónsdeildin vísir eisini á, at ofta er torført at taka støðu til, um inntøka í verandi ári skal føra til, at pensiónin skal minkast ella falla burtur í verandi ella í komandi ári.

 

Aftaná at kærunevndin hevur gjørt av, at ein inntøka í minni enn 3 mánaðir er at meta sum fyribilsinntøka, hevur Pensiónsdeildin havt ta mannagongd, at henda inntøka ikki ávirkar verandi ár, men komandi.

 

Um ein inntøka ikki ávirkar eitt ár, tí hon er at meta sum fyribils, halda vit ikki tað kann vera rætt, at sama inntøka ger, at ein veiting minkar ella fellur burtur árið eftir.

 

Pensiónsdeildin hevur víst á, at stórur saknur er á nágreiniligum reglum til at greiða omanfyri umrøddu ivamál.

 

 

Vinningsbýti

Einki lógarkrav er til feløg um at upplýsa, hvør fær vinningsbýti. Eitt partafelag avroknar avgjald av vinningsbýti til gjaldstovuna, men upplýsir ikki, hvør fær vinningsbýtið. Í ávísum førum tekur Almannastovan vinningsbýti við í inntøkugrundarlagið. Vinningsbýtið verður skrásett sum "onnur inntøka", eftir teimum upplýsingum, Almannastovan fær frá pensiónistinum.

 

 

Rentuinntøkur/útreiðslur og inntøkur av ogn

Sambært ávikavist §§ 5 og 6 í fólka- og avlamispensiónslógini skulu inntøkur, sum stava frá ogn, eisini við í inntøkugrundarlagið, sum pensiónin verður roknað út eftir.

 

Tær inntøkur, sum verða skrásettar í FIP-skipanini sum "rentuinntøka", stava upprunaliga frá upplýsingum á umsóknarblaðnum og ognaruppgerð. Í nýggjari málum verður brúkt faktisk renta, har hon er upplýst. Upplýsingar um rentuinntøkur/-útreiðslur verða eisini tiknar frá ognaruppgerðum frá árinum fyri, ella tiknar úr skipanini hjá T&S, sum Almannastovan hevur atgongd til.

 

Almannastovan ger ongar regluligar ella sjálvvirkandi kanningar, um pensiónisturin hevur rentu- ella aðrar fíggjarognarinntøkur, ella um hesar inntøkur eru broyttar. Hetta verður bert kannað, um pensiónistur sjálvur ger vart við tað, ella um málið er frammi í øðrum sambandi. Pensiónsdeildin upplýsir, at orka als ikki er til eina manuella gjøgnumgongd av øllum málum.

 

Sambært innanhýsis leiðbeining hjá Almannastovuni, frá 29. desember 1994, um útrokning av rentuinntøku, sum grundarlag fyri pensiónsásetanini, verður faktiska rentuinntøkan roknað sum: Bruttorentuinntøka minus bruttorentuútreiðsla. Rentuskattur verður ikki drigin frá inntøkuni, og rentustuðul verður ikki drigin frá útreiðslunum.

 

Tá ið gjald verður ásett fyri varandi uppihald á ellisheimi og røktarheimi, verður annar rokniháttur nýttur. Í leiðbeiningini frá Almannastovuni (P-28-1) um áseting av gjaldi í sambandi við varandi uppihald á ellisheimi og røktarheimi, dagfest 21. apríl 1998, stendur, at frá ognarinntøkuni skulu rentuskattur og (fram til og við 1996) fíggjarognaravgjald dragast frá. Rentuútreiðslur, sambært ognaruppgerðini, skulu dragast frá, og til og við 1996 skal møguligur rentufrádráttur, sambært skattauppgerðini, leggjast afturat. Frá 1997 skal rentustuðul roknast uppí ognarinntøkuna.

 

Uppá fyrispurning, hví munur er á vegleiðingarskrivunum, hevur Pensiónsdeildin víst á, at ásetingin av gjaldi fyri uppihald á ellis- og røktarheimi byggir á eina serliga kunngerð frá 1993. Fyrstu vegleiðandi reglurnar vórðu gjørdar í 1995. Ein kærunevndaravgerð í 1997 førdi við sær, at reglurnar vórðu broyttar í 1998, og útrokningarnar verða nú gjørdar í einum serligum rokniarki. Kunngerðin hevur ført við sær, at nú eru bert fá sum gjalda, og tey rinda lutfalsliga lítið í mun til tað, sum var galdandi áðrenn kunngerðin kom.

 

Sambært einum fylgiskjali til umrøddu leiðbeining P-28-1, vórðu roknaðu rentusatsirnir, ásettir samsvarandi rentusatsunum fyri innistandandi í Føroya Sparikassa.

 

Renta, svarandi til rentu av innistandandi á vanligari konto, verður roknað av teimum fyrstu kr. 20.000, og renta, svarandi til rentu av innistandandi á 12 mánaðar uppsøgn, verður roknað av restini.

 

Av leiðbeining P-28-1 frá 21. apríl 1998 gongur eisini fram, at um avkast av virðisbrøvum, sum pensiónisturin eigur, ikki gongur inn sum vanlig inntøka sambært sjálvuppgávuna, verður tað ásett samsvarandi roknaðu rentusatsunum, sum eitt "teoretiskt" vinningsbýti. Almannastovan roknar upphæddina sum pening á konto í peningastovni, ístaðin fyri í partabrøvum. Pensiónsdeildin metir heimildina fyri hesari mannagongd vera heldur ivasama, og vísir á, at praksis hevur verið svingandi, men undanfarni stjóri metti, at hetta skuldi gerast. Vit meta ikki, at heimild er fyri hesi mannagongd.

 

 

Frádráttir í inntøkuni

Í §§ 5 og 6 í fólka- og avlamispensiónslógini er ásett: "Ved opgørelsen af indtægten fradrages driftsomkostninger, dvs. udgifter, som er anvendt til at erhverve, sikre og vedligeholde indkomsten".

 

Í sambandi við árligu flytingina/samankoyringina frá T&S verður inntøkusíðan flutt yvir, men frádráttir í inntøkuni verða ikki drignir frá. (Í 1997 duttu fleiri av hesum frádráttum burtur, tá farið varð yvir til stuðulskipanir í staðin).

 

Pensiónsdeildin vísir á, at undirskot av vinnuvirki, avskrivingar, framflutt hall og frádráttur fyri kautiónstap hava ført serlig ivamál við sær, men Kærunevndin hevur í fleiri málum staðfest, at inntøkan eigur at verða gjørd upp samsvarandi reglunum í skattalógini.

 

Pensiónsdeildin hevur fleiri ferðir reist spurningin yvir fyri leiðsluni, seinast í januar 1998 í sambandi við umrokningina. Leiðslan vendi sær tá til formannin í kærunevndini og boðaði frá, at hon ikki var samd við nevndina, og vísti til siðvenju á Almannastovuni. Formaðurin í kærunevndini helt fast við, at teirra avgerð var røtt; men hann vildi leggja málið fyri nevndina av nýggjum, um Almannastovan skrivliga kom við argumentum fyri, hvat hon helt vera rætt. Einki meira er hent í málinum, og Almannastovan hevur ikki broytt praksis.

 

 

Dagføring av inntøkuupplýsingum

Í sambandi við dagføring av inntøkuuplýsingum kann tað koma fyri, at ein pensiónistur hevur staðið skrásettur við ov lágari inntøku, og tí hevur fingið ov nógv útgoldið í pensión. Mannagongdin er, at um pensiónistur hevur tikið ímóti pensiónina "í góðari trúgv", skal hann ikki gjalda hana aftur. Fleiri avgerðir frá Kærunevndini vísa eisini, at Almannastovan ikki kann krevja tað afturgoldið, sum hon átti at verið varug við, í teimum regluligu eftirlitunum.

 

Leiðslan á Pensiónsdeildini hevur víst á, at fleiri av teimum seinastu kærunevndaravgerðunum hava sátt iva um áður nýttan praksis á fleiri økjum, eisini tá talan er um ov lítið útgoldna pensión. Tey eru ofta í iva um, nær tey kunnu/skulu senda krøv út um t.d. ov nógv útgoldnar veitingar. Tað er torført at meta, um ein pensiónistur ikki skal rinda pensión aftur, tí hann var í góðari trúgv, ella um hann skal rinda tað ov nógv útgoldna aftur, vísandi til, at hann hevur eina upplýsingarskyldu sambært lógini.

 

 

Serlig viðurskifti í sambandi við maskinellar og manuellar broytingar av upplýsingum

Í sambandi við "maskinellu" broytingarnar av inntøkugrundarlagnum, verða tær nýggju inntøkuupplýsingarnar settar í staðin fyri tær gomlu. Síðani fer ein koyring fram, sum roknar pensiónina út eftir teimum nýggju upplýsingunum. Ein málsviðgeri kann til eina og hvørja tíð broyta pensiónsupphæddirnar, uttan at grundarlagið undir pensiónini á nakran hátt er broytt. Somuleiðis kunnu broytingar gerast í útrokningargrundarlagnum, uttan at pensiónsupphæddirnar verða broyttar. Sambært edv-deildini á Almannastovuni, hvørvur hesin veikleiki, tá nýggja edv-skipanin kemur.

 

 

Serlig inntøkukanning av avlamispensiónistum smb. § 25

Sambært § 25, stk 1, í avlamispensiónslógini, er "retten til at bevare den tilkendte invalide-pension betinget af, at der ikke er sket en væsentlig forbedring af erhvervsevnen. Ved bedømmelse heraf tages udgangspunkt i, at pensionsretten, når den fysiske eller psykiske invaliditet i det væsentlige er uændret, normalt bevares, så længe invalidens personlige arbejdsindtægt ikke vedvarende overstiger det dobbelte af grundbeløbet for enlige."

 

Tá ið broytingar eru í inntøkuni, ger Almannastovan ein lista yvir teir avlamispensiónistar, sum hava eina inntøku, sum er størri enn tað dupulta av grundarupphæddini fyri ein einligan pensiónist, tvs. størri enn 95.500 kr. um árið. Í januar 1998 var talan um 86 persónar. Almannastovan sendir Vanlukkutryggingarráðnum skriv, hvørjar persónar talan er um. Síðani viðger Vanlukkutryggingarráðið tey einstøku málini, og gevur Almannastovuni boð um, hvørja avgerð teir hava tikið. Pensiónsdeildin heldur, at Vanlukkutryggingarráðið er afturút við málsviðgerðini á hesum øki.

 

 

Inntøkugrundarlagið fyri pensiónsútgjaldingar

Sambært ávikavist §§ 5 og 6 í fólka- og avlamispensiónslógini, skulu pensiónirnar roknast við støði í inntøkuni seinasta kalendaraár. Maskinútroknaðu pensiónirnar, sum eru goldnar út í 1997, eru útroknaðar við grundarlagi í inntøkubroytingini í oktober 1996. Henda broyting er gjørd við støði í endaligu álíkningini fyri 1995.

 

Inntøkugrundarlagið fyri útrokningarnar í 1997, er sostatt ikki í tráð við lógina um fólka- og avlamispensión. Orsøkin er, at Almannastovan í 1998 fór yvir aftur til at umrokna 1. februar, við støði í árinum fyri. Tí varð árið 1996 "lopið um". Almannastovan metti hetta "lógarbrot" vera so mikið lítið í mun til stóra umsitingarliga vinningin, og Almanna- og Heilsumálastýrið góðkendi hesa umlegging.

 

Seinnu árini eru umrokningarnar gjørdar soleiðis:

  1. 1. februar 1993 (A-inntøkur/árið fyri+fyribils B-inntøkur)
  2. 1. februar 1994 (A-inntøkur/árið fyri+fyribils B-inntøkur)
  3. 1. desember 1995 (sjálvuppgávan 1994)
  4. 1. desember 1996 (sjálvuppgávan 1995)
  5. 1. februar 1998 (A-inntøkur/árið fyri)
  6. 1. juli 1998, B-inntøkur
  7. 1. november 1998, B-inntøkur

 

187 pensiónistar høvdu ikki latið inn sjálvuppgávu 1. november 1998, sjálvt um seinasta freist fyri tey, sum hava roknskaparskyldu, var í august.

 

"Maskinútroknaðu" pensiónirnar, útgoldnar í 1998, eru roknaðar út við grundarlagi í inntøkubroyting, sum er gjørd í februar 1998, við støði í inntøkum, sum eru skrásettar í fyribilsskattaskránni fyri skattaárið 1997.

 

      1. Grannskoðan av einstøkum málum

Fólkapensión

Í sambandi við grannskoðanina av fólkapensiónum, hava vit kannað 49 mál, har veitingar eru goldnar út í 1997. Málini eru vald eftir einum lista úr FIP-skipanini hjá Almannastovuni yvir fólkapensiónir.

 

 

Dagføring av inntøkuupplýsingum

Gjøgnumgongdin vísir, at teir satsir, sum liggja í FIP-skipanini, eru rættir, og at pensiónirnar verða rætt roknaðar út í edv-skipanini eftir edv-skrásettu inntøkuupplýsingunum.

 

Sambært § 5 í fólkapensiónslógini skulu pensiónirnar roknast út við støði í inntøkuni "det foregående kalenderår." Í 1997 er ongin inntøka broytt maskinelt, og bert í summum málum er inntøkan broytt manuelt. Meginparturin av málunum eru broytt maskinelt í oktober 1996. Hetta ber í sær, at pensiónirnar í 1997, eru goldnar út við støði í inntøkunum í 1995. Sum áður umrøtt, er hetta ikki í tráð við lógina.

 

Har rentuinntøkan er tikin við í inntøkugrundarlagnum, er hon sum oftast ikki dagførd í fleiri ár, og í fleiri førum ikki síðani 1992 ella 1993. Rentu- og ognarinntøkurnar eru í nógvum málum framvegis "roknaðar" í staðin fyri faktiskar, og brutto ístaðin fyri netto, og nógv útgjøld eru tískil skeiv. Hetta hevur í ávísum førum ført við sær at:

  1. ov lítið ella ov nógv er goldið út í pensiónsviðbót í fleiri ár
  2. viðbót til ávísar pensiónistar ikki er goldin, ella er goldin út av órættum
  3. Persónligt ískoyti við afturgjaldsskyldu

    Í § 14, stk. 1, í fólkapensiónslógini er ásett, at um viðurskiftini hjá pensiónistinum eru "særlig vanskelige", kann persónligt ískoyti veitast, og í kunngerð nr. 43/1993 eru nærri reglur um afturgjaldsskyldu viðvíkjandi útreiðslum til egnan bústað.

    Í § 3 í kunngerðini er ásett, at afturgjaldsskyldigur stuðul til egnan bústað verður veittur sum lán, til ognin skiftur eigara. Sambært § 7 ásetir Almannastovan nærri reglur um, hvussu lánið verður goldið aftur, umframt heilt ella lutvíst rentu/avdráttarfrælsi. Í § 9 er ásett, at afturgjaldsskyldigar veitingar til egnan bústað skulu tryggjast við tinglýsing.

    Í ávísum málum varð staðfest, at:

  4. Váttan um afturgjaldsskyldu var undirskrivað, men veitingin var ikki tinglýst í ognini og var heldur ikki skrásett á Føroya Gjaldstovu. Pensiónsdeildin upplýsir, at hetta nú verður gjørt.
  5. Almannastovan í 1997 rindaði útreiðslur til miðstøðuhita. Afturgjaldsváttan er undirskrivað, men veitingin er hvørki tinglýst í ognini ella skrásett á Føroya Gjaldstovu. Pensiónsdeildin upplýsir, at hetta nú verður gjørt.

 

 

Barnaviðbót

Sambært § 13 í Fólkapensiónslógini "udbetales børnetillæg til pensionister, der oppebærer pension efter § 3, stk. 1, og som har forsørgelses- eller bidragspligt over for børn under 18 år".

 

Í einum máli er barnaviðbótin goldin út í p-talinum hjá barninum. Vit hava áður víst á, at her er talan um ein part av pensiónini, sum skal skattast hjá pensiónistinum.

 

 

Umrokning av pensiónum við afturvirkandi kraft

Í einum máli er pensiónin játtað í 1994 men varð steðgað frá 1. desember 1995 vísandi til, at pensiónisturin stóð fyribilsskrásettur við eini mettari B-inntøku uppá 125 t.kr. Í februar 1997 læt pensiónisturin Toll- og Skattstovu Føroya vantandi roknskapir fyri fleiri ár, sum vístu, at ongin inntøka hevði verið. Almannastovan viðgjørdi málið av nýggjum, og pensiónsútgjaldið varð tikið uppaftur 1. apríl 1997. Pensiónisturin kærdi, og sambært skrivi dagfest 30. oktober 1997 avgjørdi kærunevndin, at pensiónin skuldi gjaldast við afturvirkandi gildi frá 1. desember 1995. Kærunevndin vísir á, at hon, í førum sum hesum, hevur tikið prinsippavgerð um at fylgja punkt 162 í donsku vegleiðandi reglunum "om social pension": Hvis det nye indtægtsgrundlag som følge af en ændret skatteansættelse hos skattemyndighederne udgør et lavere beløb, skal pensionisten have efterbetalt den for lidt udbetalte pension".

 

Vísandi til skriv dagfest 16. september 1997 tók kærunevndin eina líknandi avgerð og vísti aftur tí, sum Almannastovan hevði ført fram, "at tað ikki ber til at rokna aftureftir, men bert frá tí degi, Almannastovan fær góðkendan roknskap".

 

Pensiónsdeildin upplýsir, at omanfyri umrøddu kærunevndaravgerðir frá 1997 ikki hava ført við sær, at praksis hjá Almannastovuni er broytt.

 

 

Avlamispensión

Við støði í einum lista fyri 1997 úr FIP-skipanini hjá Almannastovuni yvir avlamispensiónir og avlamisveitingar, vórðu 33 mál vald út at kanna nærri, við tí atliti, at tey skuldu fevna um bæði hægstu, miðal og lægstu avlamispensión, umframt avlamisveiting, og at málini vóru viðgjørd av ymsum málsviðgerum.

 

 

Dagføring av inntøkuupplýsingum

Gjøgnumgongdin vísti, at satsirnir, sum liggja í FIP-skipanini, eru rættir, og at pensiónirnar verða rætt roknaðar út í edv-skipanini út frá edv-skrásettu inntøkuupplýsingunum. Sambært § 6 í avlamispensiónslógini skulu pensiónirnar roknast út við støði í inntøkuni "det foregående kalenderår". Ongin inntøka er broytt maskinelt í 1997. Meginparturin av málunum eru maskinbroytt í oktober 1996. Hetta ber í sær, at pensiónirnar, sum eru goldnar út í 1997, eru goldnar við støði í inntøkunum í 1995. Sum áður umrøtt, er hetta ikki í tráð við lógina.

 

Gjøgnumgongdin vísti eisini, at rentuinntøkan, tá hon er tikin við í inntøkugrundarlagnum, í flestu førum ikki er dagførd í fleiri ár.

 

 

Persónligt ískoyti til ymsar útreiðslur

Í § 15, stk. 1, í avlamispensiónslógini er ásett, at um viðurskiftini hjá pensiónistinum eru "særlig vanskelige", kann persónligt ískoyti veitast. Í skrivi frá Føroya Landsstýri dagfest 28. oktober 1992 varð Almannastovan biðin um at strika øll afturgjaldskrøv viðvíkjandi persónligum ískoytum, vísandi til eina niðurstøðu sum "Socialministeriet" gjørdi hesum viðvíkjandi. Tey mál, sum við heimild í nýggjum reglum um persónligt ískoyti til húsaútreiðslur eru ásett aftaná 1. juli 1992, eru tó undantikin.

 

Í ávísum máli hava vit víst á, at ongin heimild var at krevja, at pensiónisturin skuldi gjalda peningin aftur. Pensiónsdeildin hevur upplýst, at talan var um eitt mistak. Málið verður tikið uppaftur, og pensiónisturin fær peningin afturgoldnan.

 

Í 1987 hevur Almannastovan goldið SEV 20 t.kr., sum "persónligt ískoyti" til pensiónist. Upphæddin skuldi afturhaldast í pensiónini við kr. 1.000 um mánaðin. Í september 1997 var málið frammi í øðrum sambandi, og tá kom fram, at pensiónisturin framvegis stóð við frádrátti uppá kr. 1.000 um mánaðin. Sambært uppritinum var upphæddin sett at koyra frá 10/87 til 99/99. Almannastovan hevur í skrivi dagfest 28. oktober 1997 boðað pensiónistinum frá, at "Almannastovan harmast um, at hon framhaldandi aftaná 31. juli 1989, tá skuldin veruliga var goldin aftur, av misgáum hevur drigið kr. 1.000 um mánaðin av pensiónini". Pensiónisturin hevði kr. 100.000 tilgóðar pr. 31. oktober 1997, og hesin peningur varð goldin honum. Vit hava mælt Almannastovuni til at kanna, um aðrir líknandi frádráttir eru settir til 99/99.

 

Í einum øðrum føri varð gjørt av at veita fíggjarligan stuðul - 1.855 kr/mð, svarandi til hjálparviðbót - skattafrítt til arbeiðsgevara fyri at taka persónin í arbeiði. Upphæddin varð konterað sum "persónligt ískoyti" til pensiónistin, og veitingin verður goldin út skattafrítt í p-talinum hjá pensiónistinum (sum forvunnin upphædd). Samstundis heldur pensiónisturin fram við at fáa hægstu avlamispensión og hjálparviðbót.

 

Vit meta ikki, at hetta mál er rætt viðgjørt út frá einum skattligum sjónarmiði. Pensiónsdeildin er samd í hesum.

 

 

Pensión/forsorgarhjálp

Í fleiri førum verða mál løgd fyri læknaráðgevan at meta, um ávísar meirútreiðslur til viðgerð ella røkt eru elvdar av varandi sjúku ella breki. Um so er, skulu tær játtast sambært § 18 í forsorgarlógini. Í summum førum eru tílíkar meirútreiðslur játtaðar avlamispensiónistum, sum frammanundan fáa røktarviðbót. Her duga vit ikki at síggja nakra meting vera gjørda, um talan er um meirútreiðslur, sum røktarviðbótin var ætlað at fevna um.

 

Læknaráðgevin hevur nógv mál at taka støðu til, og læknaligu avgerðirnar eru tí ofta summariskar, og uttan skrivarahjálp verður ov lítið skrivað niður. Pensiónsdeildin metir tað generelt vera sæð burtur frá, hvørjar útreiðslur røktar- og hjálparviðbøtur upprunaliga vóru ætlaðar at fevna um.

 

 

Vit meta tað vera óheppið, at so nógv mál verða viðgjørd bæði sambært avlamispensiónslógini og sambært § 18 í forsorgarlógini, serliga tí at § 18 er so breið og lítið regulerað. Rættast hevði verið, um ein og sama deildin hevði ábyrgdina av øllum veitingum, og at allar almannaveitingar til pensiónistar høvdu heimild í somu lóg.

 

 

Barnaviðbót

Sambært § 14 í avlamispensiónslógini "udbetales børnetillæg til pensionister, som har forsørgelses- eller bidragspligt over børn under 18 år". Fulla viðbót fær pensiónistur, sum fær hægstu ella miðal avlamispensión, meðan pensiónistur, sum fær lægstu avlamispensión, fær hálva viðbót. Í 3 málum eru viðbøturnar goldnar út í p-talinum hjá barninum, og ikki hjá pensiónistinum. Vit hava áður víst á, at her er talan um ein part av pensiónini hjá pensiónistinum, sum skal skattast.

 

      1. Samskifti við Almanna- og Heilsumálastýrið

Við skrivi dagfest 26. februar 1999 varð frágreiðingin um grannskoðan av fólka- og avlamispensión send landsstýrismanninum til viðmerkingar. Í einum svarskrivi frá landsstýrismanninum dagfest 7. juni 1999 verður heilt stutt viðmerkt, at stýrið hevur noterað sær frágreiðingina, sum gongur inn í arbeiðið viðvíkjandi edv-umlegging av útgjalding av fólka- og avlamispensión. Eftir okkara tykki hevur samskiftið um hetta mál ikki verið nøktandi

 

Við skrivi til landsstýrismannin dagfest 21. desember 1999 varð ein frágreiðing um grannskoðan av roknskaparviðurskiftunum á Almannastovuni send til viðmerkingar. Her verður m.a víst á, at fleiri av teim viðurskiftum, sum vórðu umrødd í frágreiðingini frá 26. februar 1999 ikki vóru komin í rættlag. Í frágreiðingini verður gjørt vart við nógvar avstemmingartrupulleikar. Tey fólk, sum dagliga arbeiða við hesum, royna sítt besta, men trupulleikin er, at ongin á Almannastovuni ella í Almanna- & Heilsumálastýrinum hevur eitt samlað yvirlit yvir roknskaparligu avstemmingartrupulleikarnar, ella roynir miðvíst at lýsa og loysa teir. Spurt varð tí, hvørji stig landsstýrismaðurin ætlar at taka á hesum øki. Landsstýrismaðurin hevur ikki svarað hesum skrivi enn.

 

    1. Forsorgarútreiðslur (GL 1998/2 07 3-2)
      1. Játtanar- og roknskaparviðurskifti
      2. Frá 1998 er játtanin til forsorg ein samlað lógarbundin játtan á høvuðskonto 8.21.7.01 "Vanlig forsorg". Frammanundan var játtanin til "arbeiðsloysisforsorg" fyri seg. Sambært Ll. nr. 125/93 um býtið av almannaútreiðslunum rindar landskassin 93,25%, meðan kommunurnar rinda 6,75% av útreiðslunum.

        Yvirlit yvir forsorgarútreiðslur 1995 - 1998

        mió.kr.

        1998

        1997

        1996

        1995

        Fyribilshjálp § 9

        12

        10

        10

        8

        Arbeiðsloysisforsorg

        28

        29

        26

        20

        Varandi veiting § 13

        1

        1

        1

        2

        Stakútreiðslur § 15

        2

        2

        3

        3

        Meirútreiðslur, brekað barn § 17

        16

        12

        10

        7

        Endurútbúgving § 18

        15

        15

        14

        11

        Hjálparamboð, heilivágur v.m. § 18

        27

        23

        21

        15

        Bruttoútreiðslur

        101

        92

        85

        66

        - Kommunanna partur

        -7

        -6

        -6

        -4

        Nettoútreiðslur

        94

        86

        79

        62

        Játtan, netto

        77

        66

        70

        57

        Meirnýtsla

        17

        20

        9

        5

        Meirnýtsla í % av játtan

        22%

        30%

        13%

        9%

        Feilur í sundurgreiningini í landsroknskapinum fyri 1998

        Í landsroknskapinum fyri 1998 eru forsorgarútreiðslurnar útgreinaðar á s. 219 - 220. Henda útgreining er ikki røtt, tí av einum tekniskum mistaki eru tekstur og tøl forskotin. Í omanfyristandandi yvirliti eru røttu tølini víst.

        Viðmerkingar til útreiðsluvøksturin

        Lutfalsligi størsti vøksturin seinnu árini er á § 17 (meirútreiðslur, brekað barn). Lønarútreiðslur til stuðulsfólk og endurgjald fyri inntøkumiss er ein vaksandi útreiðsla undir § 17. Bókaðar lønarútreiðslur vóru í 1997 og 1998 ávikavist 4 og 6,5 mió.kr.

        Ein annar stórur vøkstur eru útreiðslurnar til hjálparamboð, heilivág v.m. á § 18. Ein orsøk er, at konteringin av útreiðslunum til heilivág er broytt. Fyrr var stuðul til heilivág hjá pensiónistum veittur sum persónligt ískoyti, og stuðulin var tí í flestu førum tengdur at inntøku og ogn hjá pensiónistunum. Ein kærunevndaravgerð í 1997 segði, at stuðulin ikki skuldi vera heftur at inntøkuni. Hetta førdi til, at landsstýrið í nýggjari kunngerð broytti skipanina um stuðul til heilivág, og bar tað við sær eina fleirfalding av hesum útreiðslum. Stóri vøksturin í 1998 stavar serliga frá, at í 1998 vórðu rokningar fyri fleiri ár frá Apoteksverkinum og Landssjúkrahúsinum fyri sjúkrarøktartilfar til heimarøktina bókaðar undir § 18.

        Almanna- og Heilsumálastýrið upplýsir, at eftirstøður í sambandi við heilivág er eitt gamalt mál millum Apoteksverkið og Almannastovuna. Landsapotekarin legði í oktober 1998 málið fyri Almanna- og Heilsumálastýrið, sum gav Almannastovuni boð um at rinda Apoteksverkinum skuldina. Viðvíkjandi sjúkrarøktartilfarinum segði Almannastovan seg hava ávísir trupulleikar við at sundurgreina rokningar frá Landssjúkrahúsinum millum Heimarøktina, Serforsorgina og Almannastovuna. Málið varð lagt fyri Almanna- og Heilsumálastýrið, ið gav Almannastovuni boð um at broyta mannagongdina og gjalda falnu skuldina. At øll skuldin varð bókað á grein 18 var tí, at tað var ógjørligt hjá Almannastovuni at sundurgreina rokningarnar aftur í tíðina. Tí varð gjørt av at gjalda Apoteksverkinum og Landssjúkrahúsinum skuldina, og síðani fara undir at nýta nýggja mannagongd.

        Meirnýtsla

        Talan er um eina lutfalsliga stóra meirnýtslu, serliga í 1997 og 1998. Í 1997 var meirnýtslan 20 mió.kr. netto, svarandi til 30 % av samlaðu nettojáttanini. Játtanin til forsorgarútreiðslur var í tveimum "vanlig forsorg" og "arbeiðsloysisforsorg" uppá ávikavist 41 og 25 mió.kr., og meirnýtslan var ávikavist uml. 17,5 og 2,5 mió.kr. Í 1998 var meirnýtslan 17 mió.kr., svarandi til 22% av samlaðu nettojáttanini. Vit hava spurt um orsøkina til hesi stóru frávik, og hví landsstýrismaðurin ikki hevur biðið løgtingið um eykajáttan.

        Almanna- og Heilsumálastýrið upplýsir, at ongin greið grundgeving er fyri, hví útreiðslurnar vaksa so, sum tær gera. At landsstýrismaðurin ikki hevur biðið um eykajáttan eru tey boð, sum eru komin úr Fíggjarmálastýrinum, ið umsitur fíggjarlógina. Tað hevur upp til fleiri ferðir hent seg, at Almanna- og Heilsumálastýrið hevur biðið um eykajáttan til lógarbundnar útreiðslur, men er hetta av fíggjarmálastýrinum tikið av, áðrenn eykajáttanin er farin í tingið.

        Lógarbundnar útreiðslur

        Talan er um "lógarbundna" játtan. Sambært játtanarskipanini er talan um lógarbundnar útreiðslur, t.d.: "tá ið stuðulsmóttakarin sambært lóggávu hevur rættarkrav til eina ávísa stuðulsupphædd, og tá ið stuðulsupphæddin ella útrokningargrundarlagið er ásett í lógini." Mett verður ikki, at allar greinar í forsorgarlógini, sum játtanin fevnir um, lúka hesar treytir, t.d. endurbúgving undir § 18 og lønarútreiðslur til stuðulsfólk undir § 17. Vit hava spurt landsstýrismannin, hvørji hansara sjónarmið eru til hetta.

        Landsstýrismaðurin vísir á, at tað eru fleiri staðni í almannalóggávuni, har ein ávís stuðulsupphædd ikki er ásett í sjálvari greinini. Í staðin fyri stendur, at um ein persónur uppfyllir nakrar ávísar treytir, hevur hann rætt til hjálp, peningaliga ella aðra í eitt tíðarskeið. Soleiðis er tað eisini í almannalóggávum í øðrum londum. Tað verður torført at gera eina forsorgarlóg, har ein ávís upphædd stendur fyri hvørja einkulta hjálp, ein persónur kann fáa sambært hesi lóg.

      3. Grannskoðan av einstøkum málum

Endamálið við grannskoðanini var m.a. at kanna og meta, um mannagongd og málsviðgerð er hóskandi og trygg, um umsitið verður sambært galdandi játtanum, lógum, kunngerðum og vegleiðingum, um fullfíggjað journaluppritarblað, rætt útfylt umsóknarblað og skjalprógv fyri ognar- og inntøkuviðurskiftunum v.m. eru í málinum, um endurmeting/ráðgeving fer fram, um afturgjaldsskyldugar veitingar verða skrásettar v.m

 

Við støði í einum lista úr FIP-skipanini hjá Almannastovuni yvir veitingar eftir forsorgarlógini, útgoldnar í 1997, vórðu 31 mál tikin út at kanna nærri. Talan er um í alt góð 600 útgjøld. Bert mál, sum Almannastovan í Tórshavn umsitur, eru kannað. Sosiala deild á Tórshavnar Býráð umsitur 2 av málunum. Tey mál, sum eru tikin út til kanningar, eru tilvildarliga vald. Tó eru málini vald við tí atliti, at tey fevna um ymisk sløg av veitingum, verða umsitin av ymiskum málsviðgerðarum og at nøkur mál eru nýggj. Umframt tilvildarliga vald mál, vórðu stór mál/upphæddir vald út, og mál, sum tyktust víkja frá vanligu upphæddunum.

 

 

Almannastovan

Útrokning av veitingum

Tað er ofta torført, út frá uppritarbløðum, útrokningum og skjalprógvum í málum, at kanna, hvussu ymsu veitingarnar eru roknaðar út. Í nógvum førum helt landsgrannskoðanin í fyrstani, at talan var um útrokningarfeilir. Leiðslan á forsorgardeildini hevur lagt stóra orku í at gjøgnumganga hesi mál, tosað við málsviðgerðararnar og síðani bæði skrivliga og á fundum fingið eina nøktandi frágreiðing til flestu ivamálini. Í hesum sambandi hevur leiðslan víst á, at ein stórur trupulleiki er, at starvsfólkini ikki hava nóg góðar stundir at skriva niður, og tí er ikki gjørligt hjá øðrum at skilja útrokningarnar. Eisini gera vantandi vegleiðingar fyri kontering o.a., at avgreiðslurnar ikki eru konsekventar.

 

Aftaná at leiðslan hevur gjøgnumgingið og greitt nærri frá útrokningunum er niðurstøðan, at talan er um ymisk sløg av feilum so sum samanteljingar-/útrokningarfeilir, upphædd útgoldin 2 ferðir, ófullfíggjað skjalprógv og manglandi skráseting av afturgjaldsskyldu. Talan er um lutfalsliga fáar og smáar upphæddir í mun til tær mongu upphæddirnar, sum eru kannaðar.

 

Leiðslan hevur upplýst, at arbeiðsgongdirnar nú eru broyttar. Málini eru greiðari og feilkeldurnar færri. Allar útrokningar eru á rokniarki, og tey starvsfólk, sum rokna veitingarnar út, hava mestsum hesa uppgávu burturav. Starvsfólkini, sum rokna veitingarnar út, áseta ikki veitingarstøðið, og allar broytingar og nýggjar veitingar verða eftirkannaðar.

 

 

Kontering av veitingum

Konteringin er framvegis ikki nøktandi, og í fleiri førum er víst á, at hon ofta er tilvildarlig. Nakrar av orsøkunum eru, at kontoskipanin ikki er nøktandi, og at ongin leiðbeining er fyri kontering.

 

Almannastovan er greið yvir trupulleikan við konteringunum, og er samd í, at vantandi leiðbeiningar eru ein av orsøkunum. Ein onnur orsøk er, at tað heldur ikki er arbeiðs-/starvsfólkaorka at gera nóg nógv við innanhýsis upplæring o.a. Almannastovan metir, at ein leiðbeining fyri kontering má gerast í samráð við Almanna- og Heilsumálastýrið. Vit hava spurt, hvørji stig landsstýrismaðurin ætlar at taka fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

Landsstýrismaðurin upplýsir, at hann er greiður yvir, at viðurskiftini viðvíkjandi kontering ikki eru nøktandi, og Almanna- og Heilsumálastýrið fer tí saman við Almannastovuni undir at umskipa viðurskiftini viðvíkjandi kontering og gera ein konteringarleiðbeining.

 

Útfarin skriv frá Almannastovuni

Í sambandi við gjøgnumgongdina av málum, ivaðust vit við hvørt í, um talan var um skriv, sum vóru send út. Leiðslan á Forsorgardeildini hevur greitt frá, at vanlig mannagongd er, at tá eitt bræv er sent, skal eitt ikki undirskrivað eintak avrit-stemplast og leggjast í málið, og brævið skal noterast í journaluppritið.

 

Við gjøgnumgongdina varð staðfest, at í fleiri av málunum eru útfarin brøv:

  1. sum ikki eru avrits-stemplað
  2. sum eru undirskrivað
  3. har navn er stemplað sum "undirskrift" ella navn er skrivað við telduskrift
  4. sum ikki eru noterað í journaluppritarblaðið
  5. Mælt er tí til, at greiðar skrivligar reglur verða ásettar á hesum øki.

    Landsstýrismaðurin upplýsir, at fyri at rætta uppá trupulleikan verða undirskriftsreglur gjørdar í sambandi við nýggju journalleiðbeiningini.

    Skjalprógv fyri, at inntøkuviðurskiftini eru kannað

    Seinnu árini hevur Forsorgardeildin havt on-line samband til T&S, og á henda hátt havt atgongd til at kanna inntøkuviðurskiftini hjá fólki. Í summum málum lógu kontoavrit, skrivað út úr skattaskipanini, men í fleiri málum var ongin ella bert lutvís (fyri ávís tíðarskeið) dokumentatión fyri, at inntøkuviðurskiftini hjá persónunum vóru kannað. Vísandi til tey krøv (viðvíkjandi eftirlitssporinum), sum roknskaparkunngerðin (K. 114/1996) setir til roknskaparligu skrásetingarnar, er mælt til at notera í journaluppritarblaðið, so tað sæst, nær og hvør hevur kannað inntøkuviðurskiftini.

    Ráðgeving/endurmeting sambært § 12 í forsorgarlógini

    Vit hava áður víst á, at umsitingin ikki hevur gjørt nakra endurmeting ella ráðgivið viðskiftafólki, aftaná at tey hava fingið eina veiting í 3 mánaðir, soleiðis sum ásett er í § 12 í forsorgarlógini.

    Her tykist einki vera broytt, og sum heild fanst ongin dokumentatión í málunum um, at nøkur ráðgeving/endurmeting var farin fram. Forsorgardeildin hevur upplýst, at av tí at hetta ikki verður gjørt, verða málini, áðrenn hjálp yvirhøvur verður veitt, kannað meira nágreiniliga og umfatandi, enn tilætlað er í lógini. Leiðslan vísti eisini á, at nú forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi aftur er ein tørvsveiting, ið verður roknað út við atliti at framtíðar inntøkumøguleikum, er arbeiðið á forsorgardeildini lagt munandi um. Almannastovan hevur fingið eitt starvsfólk afturat til endurbúgvingardeildina, og er tí frægari fyri at fara undir at ráðgeva um endurbúgving. Orsakað av longu kreppuni er stórur tørvur á ráðgeving, og betraðu viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum gera, at tey nú síggja fleiri endurbúgvingarmøguleikar.

    Leiðslan hevur upplýst, at við verandi starvsfólkaorku verður ongantíð gjørligt at gera nakra uppfylging aftaná 3 mánaðir. Hesum hevur Almannastovan eisini boðað landsstýrinum frá, ið hvussu so er hvørt ár síðani 1993 í samband við fíggjarlógararbeiðið, og annars oftari, tá ið hetta hevur ligið fyri. Tá Almannastovan kortini ikki hevur fingið fleiri starvsfólk, ella boð um at leggja annað arbeiði til viks, hevur hon skilt tað soleiðis, at landsstýrið ikki hevur mett hetta arbeiði so umráðandi. Vit hava spurt, hvørji stig landsstýrismaðurin ætlar at taka til tess at tryggja, at lógin verður hildin.

    Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at hann vil áleggja Almannastovuni at yvirhalda lógini. Vísir tað seg, at hetta ikki kann lata seg gera, verður evt. neyðugt at broyta lógina soleiðis, at ein eftirmeting verður seinni enn teir 3 mánaðirnar.

    Veitingar sambært § 9, stk. 1, í forsorgarlógini

    Sambært § 9, stk. 2, í forsorgarlógini kann samlaða veitingin eftir § 9, stk. 1, í mesta lagi svara til ta upphædd, sum verður goldin einum persóni, ið fær fulla dagpeningaupphædd, og sum ongar aðrar inntøkur hevur. Vit hava hesar viðmerkingar til tær útrokningar, Almannastovan hevur gjørt:

  6. Almannastovan hevur roknað út fyri hvørja kommunu sær, og hevur nýtt fulla dagpeningaupphædd, í staðin fyri fyrst at runda niður til fyrsta krónutal, ið kann býtast við 100, soleiðis sum ásett er í § 47, stk. 1, í skattalógini. Hetta ber í sær, at skattur er roknaður av 88 kr. ov nógv.
  7. Kirkjuskattur er ikki tikin við í útrokningina, og hevur hetta við sær, at teir persónar, sum eru limir í fólkakirkjuni, fáa ov nógv goldið út.
  8. Í tveimum førum (Viðareiðis og Fámjins kommuna) var tann nýtti barnafrádrátturin í kommunuskattinum ov lágur. Barnafrádrátturin var skrásettur til ávikavist 1.600 kr. og 2.000 kr. Sambært Toll- og Skattstovu Føroya skuldi hann vera ávikavist 1.800 kr. og 2.500 kr.

 

Almannastovan vísir á, at feilirnir í sambandi við niðurrunding av inntøkuni og í sambandi við barnafrádráttin eru smáir, og at hesir eru rættaðir frá 01.01.99. Almannastovan er greið yvir, at ein ávísur skeivleiki verður, tá kirkjuskattur ikki verður tikin við. Tað hevði verið umsitingarliga trupult at tikið kirkjuskattin við í útrokningini av hámarksveitingini, og víst verður á, at tað er ongin, sum fær ov lítið.

 

Landsgrannskoðanin metir, at fyri teir persónar, sum rinda kirkjuskatt, er ikki heimild sambært § 9, stk. 2, at síggja burtur frá kirkjuskattinum, tá nettodagpeningahámarkið verður roknað út. Landsstýrismaðurin er biðin um at gera viðmerkingar til hetta.

Landsstýrismaðurin heldur ikki, at heimild er sambært § 9, stk. 2, at síggja burtur frá kirkjuskattinum, tá nettodagpeningahámarkið verður roknað út fyri teir persónar, sum rinda kirkjuskatt. Almannastovan roknar sjálv út fyri hvørja einkulta veiting, hvussu nógvur skattur skal takast av frá hvørjum persóni. Landsstýrismaðurin vísir á, at tað sum er skeivt í dag er, at Almannastovan ikki klárar at fylgja við, tá ið broytingar henda við t.d. barnafrádrátti og øðrum í eini kommunu, og landsstýrismaðurin ætlar tí at fáa samstarv í lag millum Almannastovuna og Toll- og Skattstovu Føroya, har Toll- og Skattstova Føroya leypandi skal geva Almannastovuni røttu tølini.

 

Veitingar sambært § 9, stk. 3, í forsorgarlógini

Í § 9, stk. 3, er ásett, at forsorgarveitingin í mesta lagi kann svara til ta upphædd, sum ein fólkapensiónistur, uttan aðrar inntøkur, fær goldið út í fólkapensión, eftir at pensiónin er skattað. Tað vil siga, at í hvørjum einstøkum føri skal roknast við tí skatti, sum vildi verið goldin, um talan var um ein fólkapensiónist uttan aðrar inntøkur enn fólkapensiónina.

 

Í teimum kannaðu málunum, har forsorg er veitt vegna arbeiðsloysi, svarar veitingin til bruttoupphæddina, sum ein fólkapensiónistur, uttan aðrar inntøkur, hevur í fólkapensión. Almannastovan hevur víst á, at upprunin til hesa siðvenju er, at tá ásetingin kom í 1992, varð fólkapensiónin ikki skattað. Sum støðan er nú, rinda flestu pensiónistar (alt eftir hvørji kommunu teir búgva í) ein ávísan skatt av pensiónsviðbótini. Havandi í huga, at skatturin er ymiskur frá kommunu til kommunu; men at talan í flestu førum er um minni enn 200 kr., hevur Almannastovan mett, at umsitingarligu tvørleikarnir av eini neyvari útrokning eru ov stórir, og víst er á, at landsstýrið hevur verið samt í hesari meting, tær ferðir spurningurin hevur verið frammi.

 

Landsgrannskoðanin metir ikki, at heimild er sambært § 9, stk. 3, at síggja burtur frá skattinum og vit hava biðið landsstýrismannin um viðmerkingar til hetta.

Landsstýrismaðurin hevur ta viðmerking, at við Ll. nr. 177 frá 30. desember 1997 var § 9 í forsorgarlógini broytt, soleiðis at stk. 3 varð tikið av.

 

Ikki brúktur barnafrádráttur

Almanna- og Heilsumálastýrið hevur í skrivi til Almannastovuna dagfest 18. apríl 1997 givið boð um, at "ikki brúktur barnafrádráttur" ikki skal mótroknast í teimum veitingum, sum fólk fáa eftir forsorgarlógini. Upplýst verður, at donsk praksis samsvarar við hesa tulking, tí veitingin er ætlað barninum, og tí er heldur ikki loyvt at mótrokna hesa í donsku kontanthjálpini.

 

Tað má verða ein misskiljing, tá Almanna- og Heilsumálastýrið førir fram, at barnafrádrátturin er ætlaður barninum, tí sambært § 2 í Ll. nr. 87/1983 v.s.b. verður barnafrádráttur veittur teimum persónum, ið hava foreldramyndugleika yvir barni undir 16 ár. Barnafrádrátturin er ætlaður tí, ið hevur foreldramyndugleikan yvir barninum og ikki barninum. Landsgrannskoðanin metir tað vera ivasamt, um grundgevingin hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum kann nýtast í hesum sambandi. Vísandi til hesi sjónarmið, er landsstýrismaðurin spurdur, um omanfyri nevndan mannagongd, við ikki at mótroknað "útgoldnan barnafrádrátt", framvegis verður mett at vera røtt.

Landsstýrismaðurin ásannar, at barnafrádráttur er ætlaður tí, ið hevur foreldramyndugleikan yvir barninum, og vil rætta henda skeivleika yvirfyri Almannastovuni.

 

Mótrokning av frítíðarløn í forsorgarhjálp

Tá ið Almannastovan "mótroknar" útgoldna frítíðarløn, verður frítíðarlønin umroknað til tal av frídøgum eftir frimlinum í VR (F-III-9-7), sum tekur støði í einari arbeiðsmannaløn. Tí verður ikki samsvar millum innvunnar frídagar sambært frítíðarlógini og útroknaðar frídagar hjá Almannastovuni hjá teimum persónum, har inntøka og/ella arbeiðsvika ikki samsvarar við tað, sum er ásett í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Viðskiftafólkini komu í trupulleikar, av tí at ALS mótroknaði dagar, meðan Almannastovan mótroknaði frítíðarløn. Tí var ógjørligt at vita, um viðskiftafólk, sum fingu ískoyti til ALS, blivu mótroknaði ov nógv ella ov lítið. Fyri at verja rættarstøðuna hjá viðskiftafólkunum fór Almannastovan yvir til at rokna frítíðarløn um til frídagar eftir frimlinum í VR.

 

Í einum føri førdi omanfyristandandi umrokning til, at Almannastovan mótroknaði 12 dagar, hóast viðskiftafólkið sambært frítíðarlógini hevði innvunnið 18 frídagar.

 

Landsgrannskoðanin metir tað vera ivasamt at nýta ein tílíkan frimil, tá frítíðarløn verður roknað um til frídagar, tí úrslitið verður í nógvum førum "skeivt" í mun til innvunnar frídagar sambært frítíðarlógini. Harumframt verður "nettoútslitið" av einari tílíkari umrokning ymiskt, alt eftir hvussu viðskiftafólk hava verið lønt. Landsstýrismaðurin er biðin um viðmerkingar til hetta.

Landsstýrismaðurin upplýsir, at Almanna- og Heilsumálastýrið í samráði við Almannastovuna er farið undir at endurskoða umrokningarháttin viðvíkjandi frítíðarløn til frídagar.

 

Veitingar sambært § 17 í forsorgarlógini

§ 17 í forsorgarlógini er soljóðandi:

"Personer, der i hjemmet forsørger et barn med fysisk eller psykisk lidelse, som medfører særlige udgifter ved forsørgelsen, har ret til at få dækket sådanne merudgifter, såfremt de ikke kan dækkes gennem særforsorgens hjælpeforanstaltninger. Hjælpen er betinget af, at lægelige anvisninger med hensyn til barnets pasning m.v. følges".

Ein treyt fyri stuðli eftir § 17 er, at "lægelige anvisninger med hensyn til barnets pasning v.m. følges". Í sambandi við gjøgnumgongdina í einum máli hava vit mett, at eitt tilmæli frá fysioterapeuti ikki lýkur ta lógarásettu treytina um, at "lægelige anvisninger med hensyn til barnets pasning m.v. følges".

 

Almannastovan hevur upplýst, at vanliga liggur ein læknaváttan í málinum, men tá ið talan t.d. er um børn, sum hava sansu/samskipanartrupulleikar, verður mett, at tilmæli frá fysioterapeuti og heilsusystir kunnu javnsetast við "lægelige henvisninger". Í lógini er ásett, at tað skal vera ein lækni, og Landsgrannskoðanin metir ikki, at Almannastovan kann víkja frá hesum. Landsstýrismaðurin er biðin um viðmerkingar til hetta.

Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at hann yvirfyri Almannastovuni hevur lagt áherðslu á, at tað altíð skal fyriliggja ein læknaváttan.

Ein stórur partur av útreiðslunum undir § 17 er løn til stuðulsfólk. Talan kann vera um starvsfólk, sum taka sær av brekaðum barni í heiminum ella á einum stovni e.l.

 

Í einum máli var talan um útreiðslur, sum stóðust av einum brekaðum barni, sum um dagin, saman við øðrum børnum í líknandi støðu, varð ansað á einari sokallaðari spælistovu. Eitt serstakt mál er um hesa spælistovu, og felagsútreiðslurnar ganga fram av serligum roknskapi, sum starvsfólkini senda Almannastovuni. Útreiðslurnar verða býttar sundur, og konteraðar á hvørt barnið. Stuðulsfólkini verða sett við serligum setanarbrævi, har tað m.a. stendur, hvørjum barni tey eru knýtt at, og hvussu nógvar tímar starvið er normerað til. Lønin fer um lønarskipanina á Almannastovuni, og verður útreiðsluførd undir § 17, men verður ikki konterað á hvørt barnið. Leiðslan á Forsorgardeildini metti ikki, at talan var um ein stovn, tí spælistovan hevur ongan leiðara. Kommunan hevur latið hølini. Stuðulsfólkini eru sett at taka sær av teimum einstøku børnunum, og felagsútreiðslurnar verða konteraðar á hvørt barnið.

 

Vit hava fleiri ferðir sett spurnartekin við lógarheimildirnar at rinda løn til stuðulsfólk, herundir heimildina í §17, sum taka sær av brekaðum børnum í heiminum ella á stovni e.l.

 

Almannastovan hevur fyri fleiri árum síðani boðað frá, at farið var undir at kanna og lýsa alt økið viðvíkjandi stuðulsfólki fyri at fáa betri yvirlit yvir kostnað, kontering, heimildir herundir kravdar lógarbroytingar, men eftir øllum at døma eru ongar broytingar hendar. Sum áður nevnt, eru lønarútreiðslur til stuðulsfólk vaksandi og vóru í 1997 og 1998 ávikavist 4 og 6,5 mió.kr. Vit meta tað vera skeivt og misvísandi framhaldandi at kontera tílíkar lønarútreiðslur undir § 17, sum ikki er ætlað tílíkum útreiðslum. Landsstýrismaðurin er biðin um viðmerkingar, men hann hevur ikki svara hesum fyrispurningi.

 

 

Endurbúgving sambært § 18 í forsorgarlógini

Vit hava fleiri ferðir víst á, at sambært § 18, stk. 6, kann landsstýrið áseta nærri reglur fyri veitingum eftir § 18, og at hetta átti at verið raðfest frammarlaga, men enn eru ongar reglur ásettar.

 

Stórur tørvur er á neyvari reglum fyri endurbúgving, serliga fyri teir málbólkar, sum liggja á markinum. Almannastovan er samd í hesum og hevur javnan biðið landsstýrið um at koma við slíkum reglum. Tó verður hildið, at av tí at ongar vegleiðandi reglur eru, verður § 18 umsitin sera restriktivt. Vit hava spurt, hvørji stig landsstýrismaðurin ætlar at taka á hesum øki.

 

Sum heild er nógvur peningur nýttur at senda fólk til Danmarkar, har tað ofta verður staðfest, at hesi kundu fingið eitt virðiligt lív á einum stovni ella verkstaði, sum vit ikki hava í Føroyum, ella við einari útbúgving, sum tørvur kanska ikki er á í Føroyum. Hjá einum persóni, sum fekk hægstu avlamispensión, varð pensiónin steðgað, tá hann fór undir endurbúgving. Serskúlin í Danmark kostaði 60-70.000 kr. um mánaðin. Persónurin hóskaði ikki á skúlanum, og niðurstøðan var, at hann í staðin fyri hevði tørv á sálarligari viðgerð. Landsgrannskoðanin metir, at støðan hjá hesum persóni ikki var nóg væl kannað í Føroyum, áðrenn hann varð sendur av landinum til endurbúgvingar.

 

Leiðslan á Forsorgardeildini er ikki ósamd í hesum, men vísir á, at ongir møguleikar eru her á landi at greiða slík mál, og tí verða fólkini send á danskar stovnar. Stórur tørvur er á stovni, sum kann testa, eygleiða og meta um útbúgvingar-/vinnuførleika, fyri síðani at veita eitt hóskandi tilboð í Føroyum. Tað kemur ov ofta fyri, at fólk, aftaná eitt dýrt "endurbúgvingareksperiment" í Danmark, enda aftur heima uttan at hava fingið hjálp. Eisini er víst á dømi um ósamskipaða endurbúgving, t.d. klaverstemmarar. Vit hava spurt, hvørji stig landsstýrismaðurin ætlar at taka á hesum øki.

Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at ætlanin er at seta alt ár 2000 av til at gera nýggja forsorgarlóg og barnaforsorgarlóg. Í hesum sambandi eru eisini ætlanir um at gera greiðari reglur og neyðugar kunngerðir, sum mangla á næstan øllum forsorgarøkinum, eisini viðvíkjandi endurbúgving.

 

ALV-skúlin

Næmingar, sum fáa játtað endurbúgving á ALV, rinda uml. kr. 11.000 um mánaðin fyri at ganga á skúlanum. Almannastovan rindar skúlanum peningin, og hesar útreiðslur verða konteraðar undir § 18. Talan er um eitt aconto gjald, og tá ið árið er liðugt, ger skúlin samlaða kostnaðin upp. "Undirskotið" verður lutað sundur á teir næmingar, sum hava gingið á skúlanum. Í einum føri rindaði Almannastovan í 1997 eitt eftirgjald fyri 1996 uppá uml. kr. 66.000 fyri ein næming. Fyri 1998/99 rindaði Almannastovan kr. 15.500 pr. næming um mánaðin.

 

Fyri nógvum árum síðani er staðfest, at ongin lógarheimild er í almannalógávuni at rinda fyri undirvísing á ALV-skúlanum, tí skúlin má metast at hoyra undir undirvísingarverkið. Skúlin bjóðar út fólkaskúlafrálæru upp til fráfaringarroynd fólkaskúlans umframt handilsskúlafrálæru á FHS-stigi. Vísandi til § 4, stk. 1, í "lov nr. 51/1979 for Færøerne om folkeskolen" er frálæran í fólkaskúlanum ókeypis, og sambært § 3, stk. 4, í Ll. nr. 21/1979 um fólkaskúlan og § 2, stk. 5, í Ll. nr. 49/1987 um grundútbúgving innan FHS skal serundirvísing ella annar sernámsfrøðiligur stuðul veitast, tá "tørvur er á tí".

 

Almannastovan er samd í hesum, men vísir á, at skúlaverkið ikki bjóðar hesa tænastu út, og hóast ALV, Almannastovan og skiftandi landsstýrismenn í almannamálum hava virkað fyri hesum, og álit er skrivað millum allar 3 partar í 1996, hevur ikki borið til at fáa skúlaverkið at átaka sær uppgávuna. Tá tørvur er á hesi tænastu, hevur Almannastovan ikki annað val enn at keypa hana, har hon kann fáast. Í endurbúgvingarhøpi verður mett, at tað ikki eigur at vera nakar munur á, hvør tað er, sum býður eina tænastu út, bert Almannastovan fær hana so góða og bíliga sum til ber, og mett verður, at hon er neyðug og ger mun fyri endurbúgvingina.

 

Landsgrannskoðanin má staðfesta, at umsitingin á hesum øki framhaldandi er ólóglig, og at skiftandi landsstýrismenn ikki higartil hava megnað at loyst hetta mál. Vit hava spurt, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur um at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at hann ætlar at taka málið um ALV-skúlan sum heild upp við landsstýrismannin í undirvísingarmálum einaferð fyrst í ár 2000. Landsstýrismaðurin vísir á, at sjálvsognarstovnurin ALV varð stovnaður í 1956 av Vanlukkutryggingarráðnum, sum hevur góðkent reglugerðina og valt stýrið øll árini. Landsstýrismaðurin upplýsir, at hann ætlar at yvirtaka leiklutin hjá Vanlukkutryggingarráðnum frá 1. januar 2000, at nýggjar viðtøkur eru sendar til stýrið fyri ALV og Vanlukkutryggingarráðið til góðkenningar, og at Almanna- og Heilsumálastýrið arbeiðir við at manna nýtt stýri.

 

Nettoløn uttanum A-skattaskipanina

Vegna serligar umstøður varð eitt fólk í ávíst tíðarskeið, sett at taka sær av børnum í heiminum hjá einum viðskiftafólki. Lønin varð ásett sambært sáttmálanum hjá "stuðulsfólki". Almannastovan roknaði seg fram til skattin av lønini, og nettoupphæddin varð síðani goldin út sum "forvunnin upphædd" í p-talinum hjá viðskiftafólkinum.

 

Almannastovan hevur víst á, at samsýningin av praktiskum orsøkum varð roknað um til nettoløn, og roknað sum ein partur av fíggjarliga tørvinum hjá viðskiftafólkinum. Tí varð upphæddin goldin út í p-talinum hjá viðskiftafólkinum, sum ein ikki skattskyldug veiting, tí sambært skattalógina eru veitingar eftir § 9 í forsorgarlógini ikki skattskyldugar.

 

Landsgrannskoðanin hevur víst á, at "stuðulsfólkið" ikki fær uppihaldshjálp sambært § 9, men talan er um samsýning fyri eitt arbeiði, og tískil er talan um eina skattskylduga veiting. Sambært § 60, stk. 1, nr. 1, í skattalógini er hetta A-inntøka, og sambært § 63, stk. 1, skal avrokningarstaðið rokna A-skatt og flyta hann til landskassan. Mett verður, at tað hvørki er heimild at avrokna eina nettoupphædd, ella at rinda hana umvegis p-talið hjá øðrum persóni enn tí, sum skal hava lønina. Landsgrannskoðanin hevur mælt til at ávísa tílíkar lønir, soleiðis sum ásett er í § 63, stk. 1, í skattalógini. Annars meta vit, at heimildin at rinda fólki løn, fyri at taka sær av børnum í heiminum í styttri tíðarskeið vegna serligar umstøður, er í § 32 A í forsorgarlógini. Landsstýrismaðurin er biðin um viðmerkingar til hesa mannagongd.

Landsstýrismaðurin upplýsir, at tað bert í hesum eina føri er hent, at Almannastovan hevur goldið løn uttanum A-skattaskipanina, og at hetta mistak ikki fer at endurtaka seg.

 

Kanning av dagslistum

Landsgrannskoðanin hevur áður mælt til eina meira skipaða nýtslu av dagslistum, so tað t.d. sæst, hvør hevur kannað hvat og nær, at øll vita, hvussu listarnir skulu nýtast, og at nakrir listar verða gjørdir til ávís eftirlit. Summi fyribrigdi áttu altíð at verið kannað, t.d. nýggj mál og broyting av bankakontonummari. Við stakroyndum áttu mál hjá teimum ymsu málsviðgerðarunum at verið kannað, fyri at tryggja at viðgerðin er einsháttað.

 

Leiðslan á Forsorgardeildini hevur upplýst, at tað ikki er gjørligt at gera serligar kanningar, soleiðis sum listarnir eru settir upp. Deildarleiðararnir hyggja ígjøgnum listarnar, um nakað sær "løgið út". Ongin skipað kanning verður gjørd, m.a. um tað konteraða er játtað. Ein listi fer runt til málsviðgerðararnar á deildini, og mett verður, at tá øll á deildini síggja, hvat hvør hevur játtað, er tað eitt eftirlit í sær sjálvum (sjálvjustits). Landsstýrismaðurin er biðin um viðmerkingar til hesa mannagongd.

Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at í nýggju skipanini, sum nú er tikin í nýtslu, er møguligt at útskriva dagslistar, ið gera tað møguligt at gera skipaðar kanningar av útgjøldunum fyri bæði konteringar, broytingar v.m.

 

Sosiala deild

Her verður tikið samanum grannskoðanina av útgjøldunum í tveimum forsorgarmálum á sosialu deild á Tórshavnar Býráð. Harumframt eru viðmerkingarnar frá sosialu deild tiknar við.

 

Í kannaðu málunum vóru uppá seg nógvir útrokningar-/samanteljingarfeilir, skjalprógv vantaðu í ávísum førum, umsóknar- og journaluppritarbløð vóru ikki nøktandi, og í onkrum føri var ikki gjørligt at síggja, hvussu sosiala deild hevði roknað seg fram til ávísar upphæddir. Í einum føri hevði viðskiftafólk fingið barnaviðbót fyri 2 børn, hóast hesi vóru fylt 18 ár. Leiðarin á sosialu deild hevur upplýst, at stig eru tikin til at bøta um hesi viðurskifti.

 

Ongin dokumentatión var fyri, at inntøkuviðurskiftini vóru kannað so hvørt. Kontoavrit fyri 1997, sum lógu í málunum, vóru skrivað út úr toll- og skattaskipanini í januar í 1998. Sosiala deild hevur upplýst, at aftaná árslok, verður "ruddað upp" í málunum, og eitt kontoavrit fyri alt árið verður skrivað út úr toll- og skattaskipanini.

 

Vísandi til tey krøv (viðvíkjandi eftirlitssporinum), sum roknskaparkunngerðin (K. 114/1996) setir til roknskaparligu skrásetingarnar, hava vit mælt til at notera í journaluppritarblaðið, so tað sæst, nær og hvør hevur kannað inntøkuviðurskiftini.

 

Gjøgnumgongdin vísti, at ongin dokumentatión er í málunum fyri, at ráðgeving/endurmeting er gjørd aftaná 3 mðr., sum ásett í § 12 í forsorgarlógini.

 

 

Acontoútgjøld

Acontoútgjøld, sum viðskiftafólk fáa frá sosialu deild, verða latin yvir kassan á Tórshavnar Býráð. Acontoútgjøldini verða ikki skrásett í FIP-skipanini, men koma einans, tá ið árið er liðugt, við í uppgerðina frá Býráðnum til Almannastovuna. Landsgrannskoðanin metir, at acontoútgjøldini áttu at verið skrásett í FIP-skipanini, og áttu at verið umrødd í málinum. Sosiala deild var samd í hesum.

 

    1. Dagpeningaútreiðslur (GL 1998/2 07 3-1)

Grannskoðanin er farin fram við støði í "Lov for Færøerne om dagpenge ved sygdom og fødsel" smb. lógarkunngerð nr. 102/1988" við seinni broytingum. Landsstýrið hevur ásett nærri reglur í K. nr. 51 frá 26. juni 1979 "um dagpening", seinni broytt við K. nr. 121 frá 19. desember 1986 og K. nr. 3 frá 21. januar 1998. Harumframt er talan um K. nr. 51 frá 26. mars 1993 "um læknaváttanir" og K. nr. 159 frá 6. desember 1995 "um gjald til sjálvbodnu dagpeningatryggingina". Dagpeningur verður eisini veittur við heimild í Ll. nr. 77 frá 17. mai 1994 "um dagpening vegna ættleiðing".

 

Dagpeningalógin fevnir um dagpening til hesar bólkar:

  1. Lønmóttakarar, ið gerast sjúkir ella koma til skaða
  2. Lønmóttakarar í sambandi við barnsburð, føðing, ella ættleiðing
  3. Sjálvstøðugt vinnurekandi, ið hava tekna dagpeningstrygging í sambandi við sjúku, barnsburð ella føðing
  4. Heimagangandi, ið hava tekna dagpeningatrygging í sambandi við sjúku, barnsburð ella føðing

 

      1. Játtanar og roknskaparviðurskifti
      2. Játtanin til sjúkradagpening er ein samlað lógarbundin játtan á høvuðskonto 8.21.4.01 "Dagpeningaskipanin".

        Yvirlit yvir dagpeningaútreiðslur 1996 - 1998

         

        Játtan

        1998

        Roknskapur

        1998

        Játtan

        1997

        Roknskapur

        1997

        Roknskapur

        1996

        Løntakarar

        41.515

        43.267

        32.000

        39.511

        33.619

        Sjálvstøðug og húsarhaldsfólk:

        - inntøkur

        - útreiðslur

        -1.515

        3.556

        -1.295

        3.037

        -1.515

        4.000

        -1.336

        3.128

        -1.400

        3.920

        Ættleiðingarhvíld

        60

        62

        20

        63

        61

        Gjald fyri læknaváttanir

        369

        296

        300

        395

        322

        Útreiðslujáttan

        43.985

        45.367

        34.820

        41.760

        36.522

        Í 1998 var talan um eina meirnýtslu uppá 1,4 mió.kr. Í 1997 var meirnýtslan uml. 7 mió.kr. t.v.s. umleið 20 % hægri enn játtanin á fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin upplýsir, at orsøkin til ta skeivu metingina er, at vøksturin í føroyska búskapinum hevur verið munandi størri, enn Almannastovan væntaði.

        Val av málum

        Við støði í einum lista úr útgjaldsskipanini hjá Almannastovuni yvir veitingar goldnar út úr dagpeningaskipanini í 1997, vórðu 41 mál tikin út at kanna nærri. Útvaldu málini eru tey, sum fingu stórstu upphæddir goldnar út. Veitingarnar vóru umleið 3,7 mió.kr. svarandi til uml. 8,9% av goldnu veitingunum uppá 41,8 mió.kr.

        Málsviðgerð í sambandi við sjálvboðin tryggjað

        Sambært § 22 er umsóknarfreistin at søkja um dagpening vegna barnsburð 6 mánaðir. Í umsóknarblaðnum fyri sjálvboðin tryggjað stendur, at umsóknarfreistin er 3 mánaðir frá barnsburðardegi. Henda orðing átti at verið broytt, so hon samsvarar við orðingina í lógini.

        Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at ein umsókn, sum er dagpeningadeildini í hendi innan 6 mánaðir, verður altíð viðgjørd sum innkomin rættstundis. Almanna- og heilsumálastýrið vil bíða við at umprenta øll umsókningarbløðini, til arbeiðsbólkurin, ið er settur at endurskoða dagpeningaskipanina, hevur gjørt tilmæli um, hvussu samlaða dagpeningaskipanin - og harvið eisini umsóknarbløðini - koma at síggja út í framtíðini.

        Innanhýsis eftirlit

        Vit hava áður mælt til eina meira skipaða nýtslu av dagslistunum, sum verða nýttir til innanhýsis eftirlit, so tað t.d. sæst, hvør hevur kannað hvat og nær, og at øll vita hvussu listarnir skulu nýtast. Mælt er til at nakrir listar verða gjørdir til ávís eftirlit, og at stakroyndir verða tiknar hjá teimum ymsu málsviðgerunum til tess at tryggja, at málsviðgerðin er einsháttað. Støðan er óbroytt, og landsstýrismaðurin er spurdur, hvørjar ætlanir eru um ábøtur, og nær hesar verða settur í verk. Landsstýrismaðurin hevur ikki svarað hesum fyrispurningi.

        Avstemman av inngjøldum

        Almannastovan ávísir giroinngjøld viðvíkjandi sjálvbodnu dagpeningatryggingini. Ávísingin verður gjørd á kontoavrit frá Girostovuni og send gjaldstovuni saman við undirliggjandi skjølum til bókingar. Girokontoin verður tømd inn á konto hjá gjaldstovuni einaferð um vikuna. Flytingin er sjálvvirkandi. Girokontoin verður ikki stemmað av mótvegis skrásetingunum á gjaldstovuni. Saldoirnar stemmaðu ikki tann 1. januar 1999. Talan er um ein nettomun uppá kr. 7.023,31. Vit hava mælt til at greina og rætta munin og regluliga stemma girokontoina av.

        Tá peningur verður goldin inn á peningastovnskontoir hjá gjaldstovuni, sum gjaldstovan metir hoyrir til dagpeningaskipanina, verður hann skrásettur á eini millumrokningarkonto. Dagpeningadeildin kann tó ikki altíð eyðmerkja inngjaldið, og tá verður upphæddin standandi á millumrokningarkontoini. Saldoin ársskiftið 1998/99 var kr. 173.370,05 í kredit. Í fíggjarárinum 1999 er saldoin vaksin munandi. Vit hava mælt til at geina saldoina og stemma kontoina av mánaðarliga.

      3. Grannskoðan av einstøkum málum

Uppritarbløð

Vit hava áður víst á, at ongar innanhýsisreglur eru fyri málsviðgerð, harundir hvat skal skrivast í uppritarblaðið, og vit hava aftur mælt til, at hetta verður gjørt.

 

 

Umsóknarbløð

Umsókn vegna barnsburð

Vit hava víst á, at í sambandi við barnsburð átti ein teigur at verið, har umsøkjarin upplýsir, nær fráveran endar. Dagpeningadeildin er samd í hesum, men vísti á, at móttakararnir av dagpeningi fáa skriv um veitingartíðarskeiðið, og hava tí møguleika at gera vart við, um hetta ikki samsvarar fráverutíðarskeiðið.

 

Tá ið kannað varð um umsóknarbløðini vóru rætt fylt út og váttað, vísti tað seg at fleiri hava fingið dagpening í sambandi við barnsburð, uttan at hava latið inn umsóknarblað. Málini eru íkomin sum framhald av umsókn um dagpening vegna sjúku. Vit hava víst á, at tá deildin rindar út dagpening uttan eitt útfylt og váttað umsóknarblað, ella í øðrum lagi, tá umsóknarblaðið ikki er nøktandi fylt út, so hevur deildin ikki neyðug prógv fyri, at útgjøldini byggja á rætt grundarlag.

 

 

Umsókn vegna sjúku

Í flestu førum, tá ið spurt verður um mynstring v.m., trygging ella um umsøkjarin fær pensión, sosialar- ella aðrar veitingar, eru teigarnir als ikki fyltir út. Ein orsøk er óivað, at spurningarnir ikki eru nóg greitt bólkaðir. Dagpeningadeildin visti ikki, hví spurningarnir A til C um mynstring vóru orðaðir, sum teir vóru. Talan er helst um gamlar orðingar, sum skulu dagførast og lagast til løgtingslóg nr. 72 frá 23. mai 1997 "um Sjúkratrygd til fiskimenn", sum Lønjavningarstovan umsitur. Vit hava mælt til at dagføra umsóknarbløðini.

 

 

Umsókn vegna sjúku, sjálvboðin tryggjað

Hvørki tilmeldingarskjalið ella umsóknarblaðið, ið verða nýtt í sambandi við sjálvbodnu skipanina, er nøktandi. Vit hava fleiri ferðir áður í skrivum og grannskoðanarfrágreiðingum víst á, at landsstýrið sum skjótast átti at ásett nærri reglur um treytir/rættindi fyri hesar bólkar, bæði í sambandi við tilmeldan og útgjald, men einki er hent.

 

Dagpeningadeildin hevur í málsviðgerðini roynt at sett somu krøv sum T&S til, nær talan kann vera um sjálvstøðug vinnurekandi, men Kærunevndin hevur í fleiri avgerðum gingið ímóti umsitingarpraksis á dagpeningadeildini vísandi til, at landsstýrið ikki, sambært § 15, stk. 2, hevur ásett nakrar reglur á hesum øki. Fleiri avgerðir benda á, at er persónur fyrst komin inn í sjálvbodnu skipanina, er ógjørligt at "koyra" hann útaftur, vísandi til, at krøv um inntøkur frá sjálvstøðugum vinnuvirksemi og heilsuligar treytir bert er galdandi í sambandi við upptøku í skipanina. Í einum máli metti kærunevndin, at sjálvt um ein persónur fekk miðal avlamispensión, kundi hann ikki strikast úr skipanini, vísandi til at landsstýrið ikki hevur ásett reglur um upptøku og útmelding.

Landsstýrismaðurin ásannar, at ásetingarnar viðvíkjandi sjálvbodnu dagpeninga-tryggingina í K. nr. 51 frá 26.06.1979 ikki eru fullfíggjaðar, og at tørvur er á greiðari reglum. Arbeiðsbólkurin, ið er settur at endurskoða dagpeningaskipanina, fer at viðgera hendan spurning nærri, og gera tilmæli um sjálvbodnu dagpeningatryggingina.

Útrokning av dagpengum

Ivi um tulking av § 8, stk. 1

Kanningin vísti, at um miðalinntøkan skal roknast út við støði í tulkingini hjá dagpeningadeildini, so var hon skeiv í 5 málum. Í 3 málum hevði móttakarin fingið ov nógv goldið út, talan var um smærri upphæddir. Í 2 málum hevði skeiva útrokningin ongan peningaligan týdning, tí persónarnir kortini fingu hægstu upphædd.

 

Sambært § 8, stk. 1, í dagpeningalógini er grundarlagið fyri útrokningini miðalinntøkan tær seinastu 5 vikurnar, áðrenn sjúkan byrjar. Sambært § 20, stk. 1, fevnir § 8, stk. 1, eisini um dagpening vegna barnsburð.

 

Landsgrannskoðanin metir tað vera ivasamt, um heimild er til at tulka § 8, stk. 1, soleiðis, at halgidagar ella frídagar, sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag, skulu dragast frá, tá miðalinntøkan skal roknast út. Hesin útrokningarháttur hevur við sær, at miðalinntøkan, og harvið eisini útgjøldini av dagpeningi, verður hægri, samstundis sum rindað verður fyri halgi- og frídagar í útgjaldingartíðarskeiðinum.

Landsstýrismaðurin er samdur í, at tann útrokningarháttur, Almannastovan nýtir, ikki er rættur, og hann hevur boðað dagpeningadeildini frá støðu sínari hesum viðvíkjandi.

 

Óneyvar reglur sambært § 8, stk. 2 og 3.

Sum meginregla er útrokningartíðarskeiðið sambært § 8, stk. 1, miðalinntøkan seinastu 5 vikurnar, men sambært § 8, stk. 2 kann landsstýrið, fyri ávísar løntakarabólkar, áseta eitt annað útrokningartíðarskeið. Sambært viðmerkingunum til lógina verður serliga hugsað um "hjemmefiskere" og fólk, ið hava "sæsonarbejde". Í § 5 í kunngerð landsstýrisins nr. 51 frá 26. juni 1979 um dagpening, hevur landsstýrið ikki ásett nakað annað útrokningartíðarskeið fyri hesar bólkar, men hevur heimilað Almannastovuni at víkja frá 5-vikuskeiðinum í § 8, stk 1.

 

Sambært § 8, stk. 3, kann landsstýrið áseta reglur um eitt annað útrokningargrundarlag enn tað, sum er ásett í § 8, stk 1. Í § 6 í kunngerð landsstýrisins nr. 51 frá 26. juni 1979 um dagpening, hevur landsstýrið heimilað Almannastovuni at rokna dagpengar út á øðrum grundarlagi enn ásett í § 8 stk. 1, men í kunngerðini hevur landsstýrið ikki ásett reglur um nakað annað útrokningargrundarlag.

Landsstýrismaðurin ásannar, at heimildin hjá Almannastovuni sambært §§ 5 og 6 í K. nr. 51 frá 26.06.1979, at nýta annað útrokningargrundarlag og útrokningartíðarskeið, møguliga er ov víttfevnandi og ógreið. Arbeiðsbólkurin, ið settur er at endurskoða dagpeningaskipanina, fer eisini taka henda spurning upp, soleiðis at reglurnar verða greiðari í eini framtíðar dagpeningaskipan.

 

Aðrar inntøkur í dagpeningatíðarskeiðinum

Vanliga kannar dagpeningadeildin ikki, um móttakarar hava fingið aðra inntøku, samstundis sum teir fáa dagpengar. Vit hava mælt til, at hetta verður gjørt. Leiðslan hevur upplýst, at orka ikki er at kanna hesi viðurskifti.

 

 

Sjúkradagpeningur frá Almannastovuni og dagpeningur frá Føroya Vanlukkutrygging

Sambært § 20 í "Anordning nr. 389 frá 15.11 1966 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde" (Lógskyldug vanlukkutrygging v.m.), seinast broytt við A. nr. 281 frá 22.06 1979, kann dagpeningur verða veittur einum, sum er vorðin sjúkur í arbeiði, ella sum fylgja av arbeiði.

 

Í § 27 stendur "Der ydes ikke dagpenge efter denne anordning i en periode, hvor der ydes dagpenge efter den færøske dagpengelov. Almannastovan giver på begæring Føroya Vanlukkutrygging de fornødne oplysninger til afgørelse efter denne bestemmelse",

 

Almannastovan tulkar sjúkradagpening frá Vanlukkutryggingini sum "løbende kontantydelser", og hann verður tí tikin við í útrokningina. Um dagpeningurin frá Vanlukkutryggingini og Almannastovuni verður hægri enn tann inntøka, sum móttakarin hevur havt seinastu 5 vikurnar, verður dagpeningurin frá Almannastovuni minkaður lutfalsliga. Tað átti als ikki at komið fyri, at Almannastovan og Vanlukkutryggingin rinda sjúkradagpening samstundis, tí sambært § 27 í vanlukkutryggingarlógini eigur Vanlukkutryggingin ikki at veita sjúkradagpening í sama tíðarskeiði, sum Almannastovan veitir sjúkradagpening.

 

 

Sjúkratrygd frá Lønjavningarstovuni og sjúkradagpeningur frá Almannastovuni

Tá ið søkt verður um sjúkradagpening frá Almannastovuni, verður m.a. spurt, um umsøkjarin er mynstraður. Er hann tað, setir Almannastovan seg í samband við Lønjavningarstovuna fyri at fáa at vita, um hann fær sjúkratrygd.

 

Almannastovan tulkar ikki sjúkratrygd frá Lønjavningarstovuni sum "løbende kontantydelser", men sum løn undir sjúku. Sambært § 11, stk. 3, í dagpeningalógini verður dagpeningur veittur í 20 vikur. Almannastovan hevur upplýst, at teir 2½ mánaðirnar, fiskimaðurin fær sjúkratrygd frá Lønjavningarstovuni, fær hann ikki sjúkradagpening frá Almannastovuni. Um ein fiskimaður er sjúkur longri enn 2½ mánað, og síðani søkir um dagpening frá Almannastovuni, verða teir 2½ mánaðirnir drignir frá teimum 20 vikunum.

 

Í løgtingslógini um sjúkratrygd er ongin freist at søkja um sjúkraviðbót. Tí er einki til hindurs fyri hjá fiskimanni at søkja um sjúkratrygd fleiri mánaðir eftir, at hann er vorðin sjúkur. Í samband við grannskoðanina av einstøkum málum varð komið fram á eitt dømi, har fiskimaður fyrst fekk sjúkradagpening frá Almannastovuni og síðani frá Lønjavningarstovuni. Sambært læknaváttanini gjørdist maðurin sjúkur tann 8/10-98. Frá 21/10-98 fekk hann dagpening frá Almannastovuni eina ferð um vikuna fram til 3/3-99. Tann 9/3-99 søkti hann Lønjavningarstovuna um sjúkratrygd og fekk tann 13/4-99 goldið út fulla upphædd, sum er 35.630 kr.

 

Í hesum føri hevði maðurin ikki søkt um sjúkradagpening frá Vanlukkutryggingini. Um hann hevði havt møguleika fyri hesum, kundi hann fingið sjúkradagpening frá Vanlukkutryggingini og frá Almannastovuni umframt sjúkratrygd frá Lønjavningarstovuni fyri sama sjúkratíðarskeið.

 

Í sambandi við grannskoðan av sjúkratrygd eru vit komin fram á 7 dømi har fiskimaðurin í sama tíðarskeiði bæði fekk sjúkraviðbót frá Lønjavningarstovuni og dagpening frá Vanlukkutryggingini.

 

 

Manglandi samskipan av lóggávu, ábyrgd og umsiting av sjúkradagpeningi

Ásetingar um sjúkradagpening eru í trimum ymiskum lógum, sum hava hvør sína umsiting, Lønjavningarstovan, Almannastovan og Vanlukkutryggingin. Sjúkradagpeningur sambært dagpeningalógina er ein lógarbundin játtan á fíggjarlógini undir Almannamálum, sjúkradagpeningur sambært lógini um sjúkratrygd er ein lógarbundin játtan á fíggjarlógini undir Fiskivinnumálum, men sjúkradagpeningur sambært vanlukkutryggingarlógini er ikki við á fíggjarlógini. Hvørki lóggávu ella umsiting av sjúkradagpeningi er samskipað.

 

Landsgrannskoðanin metir, at her er stórur tørvur á at broyta og samskipa lóggávu og umsiting, umframt játtanar-, roknskapar- og ábyrgdarviðurskiftini.

Landsstýrismaðurin upplýsir, at arbeiðsbólkurin, ið er settur at endurskoða og gera tilmæli um nýggja dagpeningaskipan fyri Føroyar, eisini hevur sett sær fyri at viðgera samanspælið millum tær ymisku dagpeningaveitingarnar eftir dagpeningalógini, vanlukkutryggingarlógini og lógini um sjúkratrygd, fyri at kanna, um hesar veitingar kunnu samskipast betri í framtíðini.

Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at væntandi verður álit um nýggja dagpeningalóggávu handað landsstýrismanninum um ársskiftið 1999/2000.

    1. Heimarøktin (GL 1998/2 07 4-5)
    2. Í grannskoðanarfrágreiðingini frá desember 1997 varð víst á, at mannagongdin viðvíkjandi tímaskráseting í sambandi við brúkaragjøld var óneyðuga tung og arbeiðskrevjandi. Hon førdi við sær dupultinntastingar og nógvar feilmøguleikar orsakað av nógvu manuellu samanteljingunum, útrokningunum, yvirføringum av tølum v.m. Almannastovan upplýsti tá, at hon var greið yvir trupulleikan og fór at skipa fyri, at hetta arbeiði varð edv-viðgjørt.

      Í sambandi við grannskoðan í januar 2000 er staðfest, at umsitingin ikki er batnað og heldur ikki verður edv-viðgjørd. Tey hjálpiamboð, sum hóast alt vóru í gomlu edv-skipanini, eru burtur í nýggja skipanini, sum kom 1. januar 2000. Av tí at spurningurin um Almannastovan ella Heimarøktin skuldi bera kostnaðin ikki var loystir, vóru hentleikar til Heimarøktina ikki við í nýggju edv-skipanini.

      Sambært § 8 í kunngerðini verður tímagjaldið fyri varandi heimahjálp roknað í mun til ta inntøku, sum pensiónisturin og hjúnafelagin hava umframt pensiónina. Grundarlagið fyri útrokningini er tað sama, sum tá pensiónsviðbót verður roknað út. Vit hava áður víst á, at Almannastovan ikki nýtir rættan útrokningarhátt m.a. viðvíkjandi rentuinntøkum, og tí ger sama óvissa seg galdandi í hesum føri. Í sambandi við grannskoðan av pensiónsútreiðslum er staðfest, at støðan er óbroytt.

      Í seinastu frágreiðing varð upplýst, at Almannastovan hevði samskipað lønarumsitingina hjá heimahjálparskipanini, heilsu- og heimasjúkrasystraskipanini og serstovnaøkinum. Vit mæltu tá til, at ymsu eftirlitsuppgávurnar hjá lønarumsitingini, vórðu lýstar skrivliga, soleiðis at ábyrgdar- og heimildarbýtið var greitt. Hetta er ikki gjørt. Okkum kunnugt arbeiðir Almanna- og Heilsumálastýrið við hesum.

    3. Stovnar undir Serstovnadeildini (GL 1997/2 07 4-4)
    4. Vit hava í 1997 og 1998 vitjað verkstøð, bústovnar og sambýlir undir Serstovnadeildini. Endamálið var m.a. at kanna, um ymsar ásetingar í løgtingslóg nr. 33 "um landsins almenna roknskaparhald v.m." frá 23. mars 1994 og í kunngerð nr. 114 "um roknskaparverk landsins o.a." frá 22. august 1996 verða hildnar.

      Sambært roknskaparkunngerðini skal stovnsleiðarin hvønn mánað stemma av og góðkenna roknskapin á einum stovni. Staðfest varð, at hetta ikki varð gjørt. Almanna- og Heilsumálastýrið hevur í skrivi dagfest 31. mai 1999 boðað Serstovnadeildini frá, at hetta skal gerast.

      Ongin stovnur hevur reglugerð fyri roknskaparhaldið, soleiðis sum ásett í §5 í Ll nr. 33/1994 og í § 4, stk. 2, í roknskaparkunngerðini. Reglugerðin skal gerast samsvarandi vegleiðandi reglum frá Fíggjarmálastýrinum. Almanna- og Heilsumálastýrið hevur upplýst, at bíðað verður eftir rundskrivi frá Fíggjarmálastýrinum.

      Sambært § 20 í roknskaparkunngerðini skal á stovninum vera eitt yvirlit yvir ognir og útbúnað. Vit hava áður gjørt vart við, at bert fáir stovnar høvdu eitt dagført yvirlit, og á vári 1997 vendi Serstovnadeildin sær til stovnarnar hesum viðvíkjandi. Teir flestu hava nú eitt dagført yvirlit, umframt eitt yvirlit yvir teir lutir, sum húsfólk á stovnunum eiga.

      Á serstovnaøkinum vóru nógvar av peningastovnskontounum ikki skrásettar í bókhaldinum, og tí vístu fleiri stovnsroknskapir ikki eina fullfíggjaða mynd av virkseminum. Mælt varð til, at hesar kontoir vórðu skrásettar ella gjørdar upp, og at peningastovnskontoir hjá húsfólkunum vórðu tiknar við í roknskapin, sum verður gjørdur fyri felagsognina hjá húsfólkunum. Serstovnadeildin tók hetta mál upp á fundi við stovnsleiðararnar í januar 1998, og síðani eru viðurskiftini komin í rættlag.

      Tá ið kannað varð, um bókingar um ársskiftið vóru farnar á rætt fíggjarár, var ikki stórvegis at finnast at.

      Happadráttargrunnurin og Jólamerkjagrunnurin veita javnan stovnum undir Serstovnadeildini stuðul. Stuðulin verður ofta settur inn á peningastovnskontoir, sum ikki eru skrásettar í landsroknskapinum. Vit hava mælt frá at gera so, og hava mælt til at taka spurningin upp við hesar grunnar um at finna eina hóskandi útgjaldingar- og skrásetingarmannagongd.

    5. Blákrossheimið (GL 1996/2 08 4 - 1)
    6. Blákrossheimið í Tórshavn verður rikið sambært viðtøkun frá apríl 1983 við góðkenning landsstýrisins. Blákrossheimið í Tórshavn er stovnsett av Bláa Krossi í Føroyum, og hevur sambært § 1 "til endamáls í samsvar við viðtøkur Blá Kross og tey av landsstýrinum ásettu stevnumiðum at taka ímóti fólki, sum orsakað av rúsdrekkamisnýtslu ikki kunnu klára seg samfelagsliga, og sum ikki eftir vanligu almannalóggávunum kunnu hjálpast á annað hátt."

      Vit hava spurt landsstýrismannin, hvussu "tey av landsstýrinum ásettu stevnumiðum" skal skiljast, og hvørji stevnumið landsstýrið hevur ásett.

      Sambært viðmerkingunum til fíggjarlógina verður játtanin til Blákrossheimið nýtt til avrúsan, viðgerð, ambulanta viðgerð, familjuviðgerð og búfelagsskapir. § 1 í viðtøkunum saman við hesum fáu viðmerkingum, eru sostatt einastu ásetingar fyri lutfalsligu stóru studningsjáttanini. Vit meta ikki hetta vera nøktandi, og ilt er meta, um peningurin fer til rætt endamál. Í roknskapinum eru ongi hagtøl ella lyklatøl, sum kunnu lýsa virksemið.

      Sambært § 2 stendur ein nevnd við 5 limum fyri rakstrinum av heiminum. Blái Krossur velur 3, Psykiatriska deild á landssjúkrahúsinum 1, og Føroya landsstýri velur 1 lim.

      Sambært § 3 í viðtøkunum fyri Blákrossheimið ásetir landsstýrið gjaldið fyri búgvandi gestir, sum hava sjálvstøðuga inntøku. Vit hava spurt landsstýrismannin, nær og hvussu gjaldið er ásett.

      Rakstraroknskapur 1994 - 1998:

      (1.000 kr.)

      1994

      1995

      1996

      1997

      1998

      Lønarútreiðslur

      2.821

      2.920

      2.805

      2.955

      2.826

      Aðrar útreiðslur

      937

      874

      1.063

      887

      1.070

      Rentu-/leiguútreiðslur

      278

      262

      260

      300

      240

      Tilsamans

      4.036

      4.056

      4.128

      4.142

      4.136

      Landskassastudningur

      4.020

      4.000

      4.000

      4.000

      4.200

      Aðrar inntøkur

      66

      78

      136

      131

      53

      Munur

      +50

      +22

      +8

      -11

      +117

      Roknskapurin verður grannskoðaður av løggildum grannskoðara. Í grannskoðanarprotokollini fyri 1996 vísir grannskoðarin á, at 200 t.kr. umvegis eginognina eru fluttar til "Bláa Kross, Føroya". Nevndin hevði frá løgfrøðingi fingið at vita, at hon hevði fulla heimild til at flyta peningin til at niðurgjalda rakstrarskuld, tí hetta var í samsvari við endamál og viðtøkur heimsins. Við hava biðið landsstýrismannin um at greiða nærri frá heimildini at flyta umrøddu upphædd til Bláa Kross Føroya.

      Í staðin fyri at rinda leigu fyri bygningar, sum Blákrossheimið leigar frá Bláa Krossi Føroya, rindaði heimið fram til 1997 rentuútreiðslurnar av einum láni, sum Blái Krossur Føroya hevur í sambandi við ognina í Lynggøtu. Galdandi frá 1997 er leiguavtala gjørd, har ein føst leiga uppá 25 t.kr. um mánaðin er ásett. Vit hava spurt landsstýrismannin, um Almanna- og Heilsumálastýrið hevur góðkent leigusáttmálan.

      Fíggjarstøðan 1994 - 1998:

      (1.000 kr.)

      1994

      1995

      1996

      1997

      1998

      Aktiv

      Ogn í umferð

      562

      745

      251

      252

      389

      Innbúgv

      392

      425

      392

      343

      429

      Íalt

      954

      1.170

      643

      595

      818

      Passiv

      Føroya Sparikassi

      -

      -

      -

      -

      128

      Ognarar

      142

      147

      52

      43

      71

      Skyldug frítíðarløn & løn

      30

      257

      217

      273

      340

      Millumrokning við Bláa Kross

      70

      110

      -

      -

      -

      Skuld í alt

      242

      514

      269

      316

      539

      Eginpeningur

      712

      656

      374

      279

      279

      Íalt

      954

      1.170

      643

      595

      818

      Játtanar- og roknskaparreglur

      Í fíggjarlógini fyri 1996 er høvuðskonto "Viðgerð móti rúsevnismisnýtslu" ein "rakstrarjáttan". Frá 1997 er játtanarslagið broytt til "Onnur játtan". Landið fíggjar allan raksturin av Blákrossheiminum, og vit hava spurt landsstýrismannin, hví játtanarslagið "rakstrarjáttan" ikki verður nýtt.

      Sambært § 2, stk. 2, í Ll. nr. 33/1994 "um landsins almenna roknskaparparhald v.m.", kann landsstýrið gera av, at almennu roknskaparreglurnar eisini skulu galda fyri stovnar sum Blákrossheimið. Vit hava spurt landsstýrismannin, hvørjar ætlanirnar eru.

    7. Heilbrigdið (GL 1996/2 08 4-1)
    8. Tá Viðgerðarheimið Heilbrigdið 1. desember 1986 byrjaði at viðgera rúsdrekkamisnýtarar, metti landsstýrið, at stovnurin kundi rekast sambært § 15, stk. 2, í forsorgarlógini, og var henda lógargrein hornasteinurin í viðtøkunum fyri stovnin.

      Longu í desember 1988 gjørdu vit vart við, at vit hildu tað vera ivasamt, um heimild var at fíggja stovnsrakstur sambært nevndu grein, og í februar 1992 kom "Socialministeriet" til ta niðurstøðu, at heimild ikki var til tess, vísandi til, at henda lógargrein fevnir um hjálp til einstaklingar. Ein treyt fyri at nýta § 15, stk. 2, er, at tað í hvørjum einstøkum føri verður mett um fíggjarligu viðurskiftini hjá tí einstaka, at útreiðslan ikki kann veitast smb. aðrari lóggávu, og at útreiðslan smb. læknaligari meting er væl grundað. Staðfest varð síðani, at Almannastovan hevði játtað pening uttan at fylgja hesum treytum.

      Eftir brævaskifti millum donsku og føroysku myndugleikarnar gjørdi landsstýrið av at leggja Viðgerðarheimið Heilbrigdið undir heilsuverkið frá 1. januar 1993. Stuðul til raksturin er síðani játtaður undir heilsumál á høvuðskonto "Viðgerð móti rúsdrekkamisnýtslu."

      Í skrivi dagfest 16. apríl 1993 boðaði sjúkrahússtjórin okkum frá, at landsstýrið í skrivi dagfest 17. februar 1993 hevði kunnað sjúkrahússtjóran um, at roknskapirnir fyri rúsdrekkaviðgerðarstøðini Blákrossheimið, Heilbrigdið og Eftirviðgerðarheimið í J. Broncksgøtu, skuldu sendast landsstýrinum gjøgnum sjúkrahússtjóran. Tað ikki hevði verið gjørligt hjá sjúkrahússtjóranum at fingið upplýst, "um nakar leiðslurættur, og harvið fíggjarlig ábyrgd, stendst av avgerð landsstýrisins." Somuleiðis varð í skrivinum upplýst, at tað ikki hevði verið gjørligt at fingið landsstýrið at úttala seg um, hvat møguliga liggur aftanfyri slíka avgerð.

      Okkum kunnugt eru ivamálini um leiðslurætt og fíggjarliga ábyrgd, sum sjúkrahússtjórin setti í 1993, ikki greidd, og Heilbrigdið er ongantíð vorðin partur av heilsuverkinum.

      1. Felagið Heilbrigdið

Tað var felagið Heilbrigdið, sum í sínari tíð stovnaði Viðgerðarheimið Heilbrigdið. Sambært § 1 í viðtøkunum fyri Felagið Heilbrigdið er felagið ein sjálveigandi stovnur, hvørs endamál sambært § 3 er, "at reka eitt viðgerðarheim fyri alkoholikarar eftir "Minnesota Modellinum".

 

Sambært § 4 "kann limur í felagnum gerast ein og hvør einstaklingur, ið tekur undir við endamálsgrein felagsins".

 

Í § 13 er ásett, "fyri at felagið skal kunna lúka endamál sítt, verða húsini matr. Nr. 4 b, 3800 Velbastaður at ognast felagnum". Í § 14 er ásett at, "tann peningur, sum krevst til keyp av húsum, og annars til rakstur av virksemi felagsins, verður at útvega soleiðis:

  1. eginpeningur, sum fæst til vega við innsavnan
  2. lán móti veðhaldi í ognini
  3. tilskot frá almennum stovnum".
  4. Nevnast kann, at Felagið Heilbrigdið tann 21. januar 1988 og 8. februar 1989 fekk ávikavist 150 tús. kr og 100 tús. kr. í stuðli úr Hjálpargrunninum ímóti alkoholmisnýtslu.

    Í einum tilmæli til landsstýrisfund frá táverandi landsstýrismanni í almannamálum, sum er dagfest 2. november 1988, verður mælt til, at ognin, sum Heilbrigdið brúkar á Velbastað, og sum higartil hevur verið ogn hjá trimum privatpersónum, verður yvirtikin av felagnum Heilbrigdið.

    Á landsstýrisfundi tann 19. desember 1988 varð "samtykt at góðkenna, at Heilbrigdið yvirtekur húsini".

    Grannskoðanardeildin setti í 1990 landsstýrinum nakrar spurningar um "Felagið Heilbrigdið":

  5. sum sambært viðtøkunum bæði er sjálvsognarstovnur og limafelag,
  6. sum sambært samtykt á landsstýrisfundi í desember 1988, skuldi yvirtaka ognina á Velbastað,
  7. men sum sambært tingbókini var ogn hjá tveimum privatpersónum,
  8. og spurt varð um, hvørjar løgfrøðiligar avleiðingar, omanfyrinevnda landsstýrissamtykt var ætlað at hava.

 

Landsstýrið svaraði ongantíð hesum fyrispurningi, og bygningurin stendur sum ogn í roknskapinum hjá Viðgerðarheiminum Heilbrigdið, men er tinglýst ogn hjá 2 privatpersónum. Nevnast kann, at Almanna- og Heilsumáladeildini á fundi í desember 1996 upplýsti, at eigaraviðurskiftini áttu at fáast uppá pláss, og í oktober 1997 varð hesin spurningur aftur umrøddur.

 

Rentur og avdráttir av láni í bygninginum verða framvegis útreiðsluførd í roknskapinum hjá Viðgerðarheiminum. Sambært roknskapunum hevur Viðgerðarheimið/landið árini 1.12.1986 til 31.12.1998 rindað tilsamans 5,2 mió.kr. í rentum og avdráttum av láni í bygninginum á Velbastað. Eftir okkara tykki talar nógv fyri, at landið eigur hann. Í eini frágreiðing til landsstýrismannin hava vit nærri greitt frá og grundgivið fyri hesum sjónarmiði.

 

Vísandi til umrøddu ivamál er ivasamt, um talan nakrantíð hevur verið um ein sjálvsognarstovn. Tað er kanska eisini ivasamt, um felagið er til.

 

Til tess at koma til botns í hesum máli, hava vit mælt landsstýrismanninum til at útvega allar upplýsingar um Felagið Heilbrigdið, frá tí tað var stovnað, m.a. gerðabøkur og roknskapir.

 

      1. Viðgerðarheimið Heilbrigdið

Viðgerðarheimið Heilbrigdið verður rikið sambært "Reglugerð fyri Viðgerðarheimið á Velbastað" dagfest 24. mars 1987, við góðkenning landsstýrisins dagfest 1. apríl 1987.

 

Sambært § 1 er Viðgerðarheimið sjálvsognarstovnur, sum fíggjarliga og fyrisitingarliga er óheftur av øðrum.

 

Sambært § 2 hevur Viðgerðarheimið "til endamáls at verða viðgerðarstað eftir "Minnesota-modellinum" fyri misnýtarar av rúsdrekka o.tl.".

 

Sambært § 4 hevur stýrið fyri Viðgerðarheimið Heilbrigdið tríggjar limir, sum verða tilnevndir av Felagnum Heilbrigdið.

 

Sambært reglugerðin skal Almannastovan:

  1. góðkenna tilnevningina av fyristøðufólki
  2. góðkenna upptøku á heimið
  3. tilnevna lim í upptøkunevnd
  4. góðkenna lýsing eftir starvsfólki
  5. góðkenna setan av størvum, herundir lækna og sjúkrasystir
  6. seta fólk í starv, sum stýrið ikki hevur sett
  7. góðkenna talið á starvsfólkum
  8. góðkenna lønar- og setanarkor annars
  9. góðkenna fíggjarætlan
  10. góðkenna tilnevning av grannskoðara

 

Síðani stovnurin varð lagdur undir heilsuverkið, hevur okkum kunnugt ongin havt ábyrgdina av, ella røkt allar hesar uppgávur, og Almanna- og heilsumálastýrið hevur ongan leiklut havt viðvíkjandi visitatión.

 

Í § 14 er ásett, at, "um góðkenningin verður tikin aftur (um ikki longur verður játtað viðgerð á heiminum eftir grein 15, stk. 2, í forsorgarlógini), ella um heimið annars heldur uppat, ger Føroya landsstýri av, hvat skal gerast við ognirnar hjá heiminum".

 

Tá ið omanfyrinevnda góðkenning varð tikin aftur frá 1. januar 1993, og tá ið Almannastovan ikki hevur røkt uppgávur sínar sambært reglugerðini síðani 1. januar 1993, er ivasamt um reglugerðin yvirhøvur hevur gildi, og um Viðgerðarheimið kann sigast at vera til sum sjálvsognarstovnur, og vit hava mælt landsstýrismanninum til at greiða øll viðurskiftini í hesum trupla máli.

 

      1. Ognar- og roknskaparviðurskifti
      2. Rakstrarroknskapur 1993 - 1998:

        (1.000 kr.)

        1994

        1995

        1996

        1997

        1998

        Lønarútreiðslur

        2.853

        2.667

        2.544

        2.452

        2.627

        Aðrar útreiðslur

        1.343

        1.186

        1.609

        1.537

        1.214

        Rentur & avdráttir

        584

        501

        327

        418

        418

        Tilsamans

        4.780

        4.354

        4.480

        4.407

        4.259

        Landskassastudningur

        4.480

        4.400

        4.400

        4.400

        4.400

        Munur

        -300

        +46

        -80

        -7

        +141

        Roknskapurin verður grannskoðaður av skrásettum grannskoðara. Í grannskoðanarprotokollini fyri 1998 verður m.a. víst á, at:

        "Kassapeningur stendur uppførdur í roknskapinum til kr. 2.830. Hetta er óbroytt í mun til árið fyri. Vit hava ikki gjørt kassaeftirlit. Viðgerðarheimið hevur ongan kassa, tí allar inntøkur og útreiðslur verða goldnar um bankakonto. Ivasamt er, um nevndi kassapeningur er tøkur. Ymiskir ágóðar og lønarforskot eru í fíggjarstøðuni uppførdar kr. 34.595. Hetta er óbroytt í mun til árið fyri. Ivasamt er, um hesar upphæddir hava fult virði."

        Grannskoðarin vísir eisini á, at í 1998 eru goldnar uml. 70.000 kr. í koyripeningi, fyri at koyra rusk, vaskiklæði, breyð og sjúklingar. Sambært grannskoðaraprotokollini verður "verulig frásøgn eftir reglum Toll- og Skattstovunnar ikki førd, men er upplýst, at kilometerpeningurin verður útgoldin sb. avlesing av kilometurteljara á bilinum".

        Vit hava spurt landsstýrismannin, hvørji stig hann ætlar at taka, fyri at fáa umrøddu viðurskifti í rættlag.

        Í skrivi dagfest 1. apríl 1992 frá Almannastovuni til Viðgerðarheimið Heilbrigdið varð boðað frá, at roknskapurin higartil hevði verið uppsettur og sundurgreinaður á ónøktandi hátt. Víst varð eisini á, at sambært tinglesingini eiga tveir privatpersónar bygningin á Velbastað, og er tískil ikki rætt, at rentur og avdráttir verða útreiðsluførdir, og at bygningurin stendur sum ogn í roknskapinum hjá Viðgerðarheiminum.

        Roknskapirnir fyri 1992 - 1996 eru settir upp eins og árini frammanundan. Viðvíkjandi rakstrinum eru roknskapirnir fyri 1997 og 1998 settir upp sambært kontoskipan landsins við fylgjandi grannskoðaraátekning:

        "Viðmerkjast skal eisini, at meirvirðisgjaldið, ið er bókað á serstaka konto, ikki er roknað av hvørji einstakari rokning, men av totalinum av viðkomandi konto. Undantikið hesar viðmerkingar er roknskapurin settur upp eftir teimum roknskaparkrøvum, sum lógir, viðtøkur og umfarsskriv frá Almannastovuna frá 1/11-94 áseta, og gevur eftir okkara tykki eina rætta mynd við atliti at ogn, skuld, eginpeningi og úrslit."

        Tað skal viðmerkjast, at Almannastovan í umfarsskrivi frá 1. november 1994 hevur ásett reglur um grannskoðan av ellis-/vistar-/frítíðar-/ og umlættingarheimum, dagrøktarskipanum og dag- og døgnstovnum fyri børn og ung, men ikki fyri viðgerðarstovnar móti rúsevnismisnýtslu.

        Fíggjarstøðan 1993 - 1998:

        (1.000 kr.)

        1994

        1995

        1996

        1997

        1998

        Aktiv

        Ogn í umferð

        64

        60

        37

        37

        39

        Bygningur

        3.311

        3.311

        3.311

        3.311

        3.311

        Íalt

        3.375

        3.371

        3.348

        3.348

        3.350

         

        Passiv

        Ognarar

        102

        101

        113

        47

        34

        Kassakredittur

        654

        605

        236

        309

        183

        Húsalán

        2.355

        2.152

        2.565

        2.369

        2.154

        Skuld í alt

        3.111

        2.858

        2.914

        2.725

        2.371

        Eginogn

        264

        513

        434

        623

        979

        Ialt

        3.375

        3.371

        3.348

        3.348

        3.350

        Bygningurin er upprunaliga keyptur fyri 1. mió.kr., og seinni umbygdur fyri 1,8 mió.kr. Í 1988 og 1989 eru byggirentur uppá 0,5 mió.kr. aktiveraðar. Í 1996 er lán umfíggað. Umleið 500 t.kr., ið viðvíkja kassakredittinum, vórðu m. a. lagdar saman við einum nýggjum veðláni í Føroya Sparikassa, ið kom í staðin fyri táverandi lán í Føroya Banka. Rentan er uml. 9 pst.

        Fíggjarstøðan í roknskapunum fyri 1992 - 1998 er uppsett eins og árini frammanundan við fylgjandi grannskoðaraátekning:

        "Viðmerkjast skal, at ognin á Velbastað er ikki tinglisin sum ogn hjá Heilbrigdið, og at avskrivað verður ikki uppá ognina."

        Sambært útskrift úr tingbókini tann 5. januar 1999 standa tveir privatpersónar sum eigarar av matr. nr. 4-b á Velbastað.

      3. Játtanar- og roknskaparreglur

Í fíggjarløgtingslógini fyri 1996 er høvuðskonto "Viðgerð móti rúsevnismisnýtslu" ein "Rakstrarjáttan". Frá 1997 er játtanarslagið broytt til "Onnur játtan". Landið fíggjar allan raksturin, og vit hava spurt landsstýrismannin, hví játtanarslagið "rakstrarjáttan" ikki verður nýtt, eins og Almanna- og heilsumálastýrið hevur gjørt á øðrum økjum.

 

Sambært § 2, stk. 2, í Ll. nr. 33 frá 23. mars 1994 "um landsins almenna roknskaparparhald v.m.", kann landsstýrið gera av, at almennu roknskaparreglurnar eisini skulu gjalda fyri stovnar sum Viðgerarheimið Heilbrigdið. Vit hava spurt landsstýrismannin, hvørjar ætlanir eru á hesum øki.

 

    1. Sjúkrahúsverk Føroya
      1. Lógargrundarlag
      2. Við løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 varð nýggj lóggáva fyri Sjúkrahúsverk Føroya sett í gildi frá 29. juli 1996. Sambært § 1 fevnir Sjúkrahúsverk Føroya um trý sjúkrahús (Landssjúkrahúsið í Tórshavn, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús). Sambært § 2, stk. 3, ásetir Landsstýrið nærri reglur um, hvørjir serligir stovnar hoyra undir sjúkrahúsverkið og virki teirra. Hesar reglur eru ikki ásettar.

        Við heimild í § 3, stk. 2, hevur landsstýrið í kunngerð nr. 124/1996 v.s.b. ásett nærri reglur um Sjúkrahúsráð.

        Við heimild í §§ 7-8 hevur landsstýrið í kunngerð nr. 123/1997 v.s.b. ásett nærri reglur um flutnings- og ferðaendurgjald til sjúklingar uttanlands.

        Fyri hvørt sjúkrahús velur landsstýrismaðurin í heilsumálum eitt sjúkrahúsráð, sum er ráðgevandi hjá landsstýrismanninum í málum viðvíkjandi sjúkrahúsinum. Høvuðsuppgávan er at viðgera mál av generellum og prinsipiellum týdningi fyri viðgerðina á sjúkrahúsinum. Fíggjarætlanin skal verða ummæld av sjúkrahúsráðunum, áðrenn hon verður send Almanna- og Heilsumálastýrinum.

        Í sjúkrahúslógini er ásett, at nærri reglur um bygnaðin og fyrisitingarlig viðurskifti verða ásettar av landsstýrinum. Hesar reglur eru ikki ásettar.

      3. Yvirlit yvir rakstrarútreiðslur 1996-1998
      4. Nettoútreiðslur: (mió.kr.)

        1998

        1997

        1996

        Landssjúkrahúsið

        228,0

        220,9

        214,0

        Klaksvíkar Sjúkrahús

        42,9

        38,9

        38,5

        Suðuroyar Sjúkrahús

        29,4

        28,0

        26,2

        300,3

        287,8

        278,7

        Niðanfyri er eitt meira útgreinað yvirlit yvir útreiðslurnar hjá sjúkrahúsunum í tíðarskeiðunum 1996-1998, og eru hesar samanbornar við tað, ið játtað varð á fíggjarlógini tey einstøku árini:

        1998

        1997

        1996

        Landssjúkrahúsið

        Bruttoútreiðslur

        244,0

        237,2

        237,2

        Inntøkur

        16,0

        16,3

        23,2

        Nettoútreiðslur

        228,0

        220,9

        214,0

        Játtan á fíggjarlóg

        228,0

        220,7

        213,5

        Meir-/minninýtsla

        0,0

        0,2

        0,5

        Klaksvíkar Sjúkrahús

        Bruttoútreiðslur

        57,1

        52,2

        38,3

        Inntøkur

        0,8

        0,7

        0,1

        Ellis- og røktarheimið

        13,4

        12,6

        0,00

        Nettoútreiðslur

        42,9

        38,9

        38,2

        Játtan á fíggjarlóg

        42,6

        38,9

        38,2

        Meir-/minninýtsla

        0,3

        0,0

        0,0

        Suðuroyar Sjúkrahús

        Bruttoútreiðslur

        40,8

        38,6

        36,8

        Inntøkur

        0,8

        0,4

        0,2

        Ellis- og røktarheimið

        10,6

        10,2

        10,4

        Nettoútreiðslur

        29,4

        28,0

        26,2

        Játtan á fíggjarlóg

        29,0

        28,0

        26,2

        Meir-/minninýtsla

        0,4

        0,0

        0,0

        Í 1998 var upprunaliga nettoútreiðslujáttanin til Klaksvíkar Sjúkrahús 40,077 mió.kr. Við eykajáttanarlóg nr. 113 frá 29. desember 1998 varð játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús hækkað við 2 mió.kr. Um orsøkina upplýsti landsstýrið í viðmerkingunum, at sjúkrahúsið tann 6. november 1998 boðaði Almanna- og Heilsumálastýrinum frá, at tað kom at hava eina meirnýtslu í 1998 uppá 2,5 mió.kr.

        Frá og við roknskaparárinum 1997 hevur talan verið um felagsrakstur av Norðoya Røktarheimi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í bruttoútreiðslunum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús fyri árini 1997-1998 er Norðoya Røktarheim sostatt íroknað.

        Á felags stýrisfundi hin 22. desember 1992 millum stýrini fyri Suðuroyar Ellis- & Røktarheim og Suðuroyar Sjúkrahús, samtyktu bæði stýrini at fara yvir til felagsrakstur frá 1. januar 1993. Í bruttoútreiðslunum fyri Suðuroyar Sjúkrahús er Suðuroyar Ellis- & Røktarheim sostatt íroknað.

      5. Íløgur
      6. Umframt rakstrarútreiðslur er talan um íløgur/viðlíkahald, sum ganga fram av landsroknskapinum fyri tey einstøku sjúkrahúsini:

        (mió.kr.)

        1998

        1997

        1996

        Íløgur (mió.kr.)

             

        Landssjúkrahúsið

        12,1

        5,0

        6,7

        Klaksvíkar Sjúkrahús

        0,0

        0,0

        0,5

        Suðuroyar Sjúkrahús

        2,1

        6,9

        10,5

        Íalt

        14,2

        11,9

        17,7

        Grannskoðaði byggiroknskapurin fyri útbyggingina av Suðuroyar Sjúkrahúsi í tíðarskeiðinum 1988 - 1998 vísir eina samlaða netto útgjalding uppá 117,5 mió.kr.

      7. Viðmerkingar frá roknskapargrannskoðanini

Sjúkrahúsverkið verður grannskoðað av løggildum grannskoðara. Niðanfyri verður tikið samanum viðmerkingarnar frá grannskoðanini viðvíkjandi roknskapunum 1996-98 fyri tey 3 sjúkrahúsini.

 

 

Generellar viðmerkingar

Tann 29. juli 1996 kom Ll. nr. 89/1996 um Sjúkrahúsverk Føroya í gildi. Samstundis fóru úr gildi ásetingarnar í Lb. nr. 137/1991 við seinni broytingum, tó ikki §§ 17 - 19. Tað vil siga, at reglugerðin, sum var gjørd út frá Lb. nr. 137/1991 ikki er galdandi longur, og tí skulu nýggjar reglur gerast við støði í Ll. nr. 89/1996. Av tí at nýggja reglugerðin ikki er tøk enn, hevur tann gamla verið nýtt sum grundarlag í sambandi við grannskoðanina av roknskapinum fyri 1996. Henda viðmerking verður endurtikin í 1997.

 

Vísandi til reglugerð frá 1. september 1992 um privatar viðtalur hjá yvirlæknum innan sjúkrahúsverkið er í grannskoðanarfrágreiðingini 1996 heitt á sjúkrahúsleiðslunar, um at fáa m.a. gjald fyri lønarútreiðslur, nýtslu av hølum og tilfari, í rætta og fasta legu. Viðmerkingin verður endurtikin í 1997 og 1998.

 

Í grannskoðanarprotokollini frá 1995 varð víst á, í sambandi við at sjúkrahúsini rinda ferðaútreiðslur fyri persónar, sum skulu arbeiða á sjúkrahúsunum, at tær eiga at verða goldnar um A-skattaskipanina, sambært § 60, stk. 1, nr. 1, í skattalógini. Støðan er óbroytt í 1996.

 

1. januar 1997 varð nýggja bókhaldsskipanin tikin í nýtslu. Orsakað av sera stuttum skotbrái, fekk starvsfólkið innan sjúkrahúsverkið so at siga onga utbúgving í at nýta skipanina. Tískil var tað sera trupult hjá fyrisitingini at bóka og stemma av í 1997. Útskriftirnar úr skipanini eru ikki nøktandi.

 

 

Viðmerkingar viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum

 

1996:

Grannskoðanini kunnugt hevur landsstýrið ikki góðkent starvslýsingina fyri sjúkrahússtjóran, soleiðis sum ásett er í § 7, stk. 2, í reglugerð fyri Sjúkrahúsverk Føroya.

 

Nýttu mannagongdirnar higartil eru m.a. grundaðar á ymisk skriv og ymiskar kunngerðir. Skrivligar innanhýsis mannagongdir viðv. kassauppgerðum, útbúnaðaryvirliti og keypi verða, sum nú er, gjørdar av fíggjarleiðaranum. Grannskoðanin mælir til, at formligar skrivligar mannagongdir á øllum týðandi økjum verða gjørdar skjótast til ber. Eitt samlað yvirlit yvir galdandi innanhýsis manngongdir eigur at vera tøkt á einum staði á Landssjúkrahúsinum. Viðmerkingin verður endurtikin í 1997.

 

Sambært § 20 í roknskaparkunngerðini, skal eitt yvirlit gerast yvir ognir. Tílíkt yvirlit er ikki gjørt. Eftirlitið við ognarlutunum hjá Landssjúkrahúsinum kann ikki verða nøktandi fyri leiðsluna, so leingi einki samlað ognaryvirlit er gjørt. Viðmerkingin verður endurtikin í 1997 og 1998.

 

 

1997:

Í 1997 er komið fyri, at bókingar á Landssjúkrahúsinum elektroniskt verða góðkendar (valideraðar) av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Talan er um ein álvarsligan feil í edv-skipanini, sum hevur negativa ávirkan á eftirlitið við bókingum innan sjúkrahúsverkið. Viðmerkingin verður endurtikin í 1998.

 

Tann 31. desember 1997 hevði Landssjúkrahúsið 5,882 t.kr útistandandi, av hesum var 2,450 t.kr. eldri enn 360 dagar. Tann størsti skuldarin var Almannastovan við íalt 1,994 t.kr. Upplýst er, at skuldin er vaksandi orsakað av, at Almannastovan ikki hevur havt orka til at avroknað við Landssjúkrahúsið. 30. september 1998 var skuldin komin upp á smáar 4 mió.kr. Fíggjarstjórin fyri Almanna- og Heilsumálastýrið hevur upplýst, at hetta skuldi koma í rættlag í 1998. Grannskoðanin heitir á Landssjúkrahúsið, um at fáa gamlar millumrokningar av vegnum.

 

 

1998:

Mannagongdin á lønarøkinum er tann, at bert starvsfólkadeildin kann upprætta og sletta lønarkontoir, ímeðan lønarskrivstovan bókar lønir eftir lønaruppgerðum. Tó eru trupulleikar viðvíkjandi edv-skipanin, tí báðar deildirnar kunnu bóka lønir og upprætta kontoir. Grannskoðanin mælir til, at hetta verður fingið í rættlag (edv-tekniskur skilnaður má gerast millum deildirnar).

 

Kassaeftirlitið vísti einki óreguligt, men nógvir opnir postar vóru. Teir økja um vandan fyri, at ársroknskapurin ikki vísir allar útreiðslur og inntøkur. Avtala er gjørd við roknskaparleiðaran, at pr. 14. desember 1999, skulu allir opnir postar vera avgreiddir, kassin skal avstemmast hvønn dag, og reglugerðin fyri kassaumsitingina vera dagførd.

 

Tann 31. desember 1998 hevði Landssjúkrahúsið 5,099 t.kr útistandandi, av hesum var 1,276 t.kr. eldri enn 360 dagar. Grannskoðanin heitti á Landssjúkrahúsið, um at fáa gamlar millumrokningar, og ein mun uppá 143 t.kr millum fíggjar- og skuldarabókhaldið, av vegnum.

 

Á tveimum millumrokningarkontoum er ein saldo uppá ávikavist 22 t.kr og 343 t.kr Hesar kontoir skulu vera 0 kr., um alt er rætt bókað millum Landssjúkrahúsið og Føroya Gjaldstovu. Tann 10. november 1999 er upplýst fyri grannskoðanini, at hesir munir verða kannaðir.

 

 

Viðmerkingar viðvíkjandi Klaksvíkar Sjúkrahús

 

1996:

Víst er á, at ein samstarvssáttmáli millum Klaksvíkar Sjúkrahús og Norðoyar Røktarheim varð góðkendur av stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús tann 10. februar 1984 og sendur víðari tann 15. februar 1984 til stýrið fyri Norðoya Ellis- og Røktarheim til góðkenningar. Hóast rúm tíð er gingin, hevur stýrið fyri Norðoya Ellis- og Røktarheim ikki góðkent sáttmálan. Uppskotið til samstarvssáttmálan hevur tó øll árini verið nýtt í uppgerðini av felagsútreiðslunum fyri sjúkrahúsið og ellisheimið.

 

 

1997:

Frá 1997 er felagsrakstur millum Klaksvíkar Sjúkrahús og Norðoya Røktarheim. Í samráð við sjúkrahússtjóran hevur umsjónarmaðurin avgjørt, at minni- ella meirnýtsla verður tilskrivað sjúkrahúsinum. Stýrið fyri røktarheimið hevur tó ikki góðtikið, at røktarheimið hevur felags rakstur við sjúkrahúsið. Grannskoðanin heitir á leiðsluna fyri røktarheimið og sjúkrahúsið um at fáa formligu viðurskiftini viðvíkjandi felags rakstrinum í rættlag, og kanna, um formligir trupulleikar kunnu stinga seg upp í sambandi við felagsraksturin, harundir at minni- ella meirnýtslan verður tillutað sjúkrahúsinum. Viðmerkingin verður endurtikin í 1998.

 

 

1998:

Í november mánaða 1998 bað Almanna- og Heilsumálastýrið grannskoðanin um at gera eina nærri kanning av meirnýtsluni á Klaksvíkar Sjúkrahús í 1998. Kanningen vísti, at útreiðslur uppá 1.390 t.kr viðvíkjandi roknskaparárinum 1997 vóru bókaðar í 1998. Fleiri av skjølunum viðvíkjandi 1997 eru bókað medio 1998. Leiðslan av sjúkrahúsinum upplýsti, um orsøkina til flyting av útreiðslum frá 1997 til 1998, varð at játtanin fyri 1997 var ov lítil.

 

 

Viðmerkingar viðvíkjandi Suðuroyar Sjúkrahúsi

 

1996:

Vísandi til samtykt frá 22. desember 1992 um felags rakstur fyri sjúkrahúsið og ellisheimið, hevur grannskoðanin mælt til, at løgfrøðingar í landsstýrinum verða spurdir, hvørjir formligir spurningar kunnu stinga seg upp á sambandi við felagsraksturin, harundir at minni- ella meirnýtsla verður tillutað sjúkrahúsinum. Viðmerkingin verður endurtikin í 1997 og 1998.

 

 

1998:

Tann 14. november 1994 sendi Almannastovan skriv til øll ellis-, vistar-, frítíðar- og umlættingarheim viðvíkjandi reglum um grannskoðan. Í sambandi við at ellisheimið hevur felags rakstur við sjúkrahúsið, verður reglugerðin fyri Sjúkrahúsverk Føroya nýtt viðvíkjandi innanhýsis mannagongdum á ellisheiminum. Meir- ella minninýtsla á ellisheiminum verður tilskrivað sjúkrahúsinum. Av hesi orsøk verður altíð samsvar millum staðfestar og ætlaðar inntøkur og útreiðslur í roknskapinum fyri ellisheimið. Grannskoðanin hevur tí mett, at fyrisitingarlig grannskoðan ikki gevur meining har roknskaparupphæddirnar eru ein part av grundarlagnum.

 

  1. ÚTBÚGVING OG GRANSKING
    1. Miðnáms- og hægri skúlar (G.L. 1998/2 10 3-2, 1998/2 10 4-3, 1998/2 10 4-4)

Vit hava grannskoðað roknskapar- og játtanarviðurskiftini á ymsum miðnáms- og hægri skúlum og í hesum sambandi hava vit verið á ófráboðaðari vitjan á skúlunum í 1998 og 1999. Talan er um hesar skúlar:

  1. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna
  2. Føroya Studentaskúli og HF-skeið
  3. Studentaskúladeildin í Suðuroy
  4. Eysturoyar Studentaskúli og HF-skeið
  5. Klaksvíkar HF-skeið
  6. Føroya Læraraskúli
  7. Føroya Sjómansskúli
  8. Klaksvíkar Sjómansskúli
  9. Maskinmeistaraskúlin

 

      1. Vantandi roknskaparreglugerðir
      2. Í grannskoðanarfrágreiðing okkara frá desember 1997 varð víst á, at ongin reglugerð finst á skúlunum, hvussu roknskaparhaldið er fyriskipað, soleiðis sum ásett er í § 5 í løgtingslóg nr. 33/1994 um landsins almenna roknskaparhald v.m. Á flestu skúlum er framvegis ongin reglugerð, m.a. vísandi til, at landsstýrið ikki enn hevur gjørt vegleiðandi reglur um, hvussu hon skal gerast.

      3. Roknskapargóðkenning og onnur viðurskifti
      4. Sambært § 9 í roknskaparkunngerðini skal roknskapurin góðkennast av stovnsleiðaranum. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur heitt á stovnarnar undir stýrinum um at senda stýrinum eitt avrit av játtanarroknskapinum við átekning um, at roknskapurin er í samsvari við bókingarskjøl. Í sambandi við grannskoðanina varð staðfest, at hetta verður gjørt.

        Eisini varð kannað, um roknskaparhaldið var "ajour", og um mánaðarroknskapir, skjøl, avrit av ávísingum o.a. vórðu sett uppá pláss og goymd forsvarliga. Einki var at finnast at, men skúlarnir hava onga journalskipan.

        Nøkur skjøl vórðu vald út til nærri grannskoðan, og kannað varð m.a., um kontering, upphædd, veitingarslag, ávísing og skráseting var í lagi, og um bókingar um ársskiftið vóru farnar á rætt fíggjarár. Einki var at finnast at.

      5. Lønar- og starvsfólkaviðurskifti
      6. Við stakroyndum vórðu lønarútgjøld á teimum ymsu skúlunum vald út til nærri eftirlit. Útrokningarnar av lønum til lærarar eru tengdar at hvørjum flokkum og lærugreinum lærararnir undirvísa, næmingatali, skematímum, rættisamsýningum umframt møguligum øðrum reduktiónstímum. Vit hava samanborið hesar upplýsingar við skúlaskema og næmingaprotokollir og kannað, um tímaniðurskurður, tímaútrokning, føst løn og úrtíðarløn er útroknað samsvarandi sáttmálanum. Harumframt hava vit kannað, um føst løn og starvsaldur samsvara við setanarskriv, prógv o.t. Mett verður, at á flestu skúlunum er tað gott skil á umsitingini á hesum øki.

      7. Yvirlit yvir ognir
      8. Sambært § 20 í roknskaparkunngerðini skal á stovninum vera eitt yvirlit yvir ognir og útbúnað. Vit hava áður gjørt vart við, at bert fáir av landsins stovnum hava eitt dagført yvirlit. Hetta er eisini galdandi fyri flestu miðnáms- og hægri skúlar.

        - - - - -

        Umframt omanfyristandandi generellu viðmerkingar, vóru nakrar serligar viðmerkingar til einstøku skúlarnar, og í stuttum verður tikið samanum hesar:

      9. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna
      10. Tímaniðurskurðurin er ikki í samsvari við sáttmálan viðvíkjandi lærarum á Fiskivinnuskúlanum frá 1. apríl 1991. Hesin sáttmáli má dagførast. Men um støðið verður tikið í teimum tulkingum og "óskrivaðu reglunum", sum Fiskivinnuskúlin hevur fyri lønarásetingini, so eru lønirnar rættar.

        Gjøgnumgongdin vísti eisini, at lærarar framvegis fáa skattafrítt endurgjald fyri at ferðast til og frá skúlanum. Vit hava fleiri ferðir áður, fyrstu ferð í sambandi við grannskoðanina í 1992, gjørt vart við, at vit ivast í, um Fiskivinnuskúlin bar seg rætt at í sambandi við lønaravgreiðslu og ferðasamsýning hjá tímalærarum. Vit hava eisini víst á, at frá og við inntøkuárinum 1997 verður stuðul latin eftir umsókn til at ferðast millum bústað og arbeiðspláss, sambært Ll. nr. 93 frá 6. juni 1997, og í kunngerð nr. 128 frá 10. juli 1997 eru ásettar nærri reglur hesum viðvíkjandi. Nýtt rundskriv nr. 9 frá 21. desember 1998 um skattafríar veitingar sambært § 29, nr. 7, í skattalógini kom í gildi frá 1. januar 1999. Her eru m.a. ásettar reglur um skattafrítt endurgjald fyri at nýta egnan bil í ørindum fyri arbeiðsgevara. Vísandi til hesar reglur er ongin heimild at rinda lærarum skattafría samsýning fyri at ferðast til og frá Fiskivinnuskúlanum.

        Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur í skrivi dagfest 8. oktober 1999 boðað skúlanum frá, at skipanin viðvíkjandi ferðasamsýning, ið skúlin nýtir, verður at taka av skjótast gjørligt og ikki seinni enn 30. juni 2000. Harumframt hevur Undirvísingar- og Mentamálastýrið upplýst, at viðurskiftini viðvíkjandi lønarmálum og tímaniðurskurði fara skúlin, Undirvísingar- og Mentamálastýrið og lønardeildin í Fíggjarmálastýrinum at taka upp og loysa áðrenn næsta skúlaár.

      11. Studentaskúladeildini í Suðuroy
      12. Studentaskúladeildin í Suðuroy er deild undir Føroya Studentaskúla og HF-skeiði. Flestu lærarar á skúlanum eru í føstum starvi. Yvirtíð er rættiliga vanlig, og upplýst er, at tað kemst av trupulleikanum hjá skúlanum at fáa fleiri fólk við røttu útbúgvingini sett í starv. Skyldugt undirvísingartímatal er 21,2 tímar um vikuna, og yvirtíðin í teimum valdu lønarmálunum var úr 1,2 tímum uppí umleið 12 tímar um vikuna.

        Í grannskoðanarfrágreiðing okkara frá desember 1997 varð víst á, at formligu viðurskiftini, viðvíkjandi ábyrgdar- og heimildarbýti ikki vóru formaliserað. Tað var serliga spurningurin um ábyrgd og heimild hjá dagliga leiðaranum á studentaskúladeildini í Suðuroy, mótvegis rektaranum á Studentaskúlanum í Hoydølum. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur í skrivi dagfest 14. januar 2000 heitt á Føroya Studentaskúla um at fáa hesi viðurskifti formaliserað á skrift skjótast gjørligt.

      13. Studenta- og HF-Skeiðið í Eysturoynni
      14. Í 1997 og í 1998 gjørdi skúlin 2 sáttmálar við eina teldufyritøku um at keypa samanlagt 54 farteldur fyri íalt 0,9 mió.kr. Farteldurnar eru keyptar uppá avbetaling í sløk 3 ár, og sambært sáttmálanum eigur skúlin teldurnar, tá síðsta gjaldið er goldið. Skúlin seldi síðani farteldurnar uppá avbetaling til næmingar í tveimum sonevndum telduflokkum, umframt nakrar lærarar og skúlastjóran.

        Vit hava víst á, at tá skúlin hevur undirskrivað sáttmálarnar, hevur hann roknskaparliga keypt 54 farteldur fyri uml. 0,9 mió.kr., goldið ein part kontant, og restin er eitt lán frá teldufyritøkuni. Tá sáttmálarnir millum skúlan og næmingarnar o.o. eru undirskrivaðir, hevur skúlin roknskaparliga selt 54 farteldur fyri uml. 0,9 mió.kr., ein partur er goldin kontant og restin er eitt lán til næmingar og lærarar, sum verður afturgoldið yvir 3 ár.

        Skúlin hevur sostatt við læntum pengum keypt, selt og endurfíggjað umrøddu farteldur. Men einki er skrásett í roknskapinum hjá skúlanum. Øll gjøld fara um eina bankakonto, sum ikki er skrásett í bókhaldinum. Vit hava víst á, at hetta er í stríð við galdandi játtanar- og roknskaparreglur á fleiri økjum, og roknskapurin gevur ikki eina rætta mynd av inntøkum, útreiðslum, ogn og skuld hjá skúlanum. Vit meta harumframt, at nakrar av ásetingunum í sáttmálunum við næmingarnar løgfrøðiliga eru ivasamar, herímillum um næmingar undir 18 ár hava skrivað undir sáttmálar/skuldarbrøv.

        Vit hava mælt til, at bankakontoin verður skrásett í bókhaldinum, at øll inn- og útgjøld verða skrásett so hvørt í kassafrágreiðing og bókað sambært galdandi reglum.

        Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur í skrivi dagfest 14. januar 2000 boðað skúlanum frá, at hesi viðurskifti eiga at verða tikin upp til viðgerðar, og at nýggir sáttmálar av hesum slag ikki eiga at verða gjørdir, meðan málið verður viðgjørt.

      15. Føroya Læraraskúli

Á fíggjarlógini fyri 1997 vórðu 9,759 mió.kr. játtaðar til Føroya Læraraskúla. Á eykajáttanarlóg fyri september 1997 varð játtanin hækkað við 500 t.kr. til 10,259 mió.kr. Sambært landsroknskapinum er talan um eina meirnýtslu uppá 783 t.kr., og farið er uppum lønarkarmin við 318 t.kr.

 

Vísandi til lutfalsliga stóru meirnýtsluna í 1997, gjøgnumgingu vit á sumri í 1998 játtanarviðurskiftini hjá Læraraskúlanum. Komið varð fram á, at nýtslan í 1998 eisini fór at verða munandi størri enn játtanin á fíggjarlógini, og tí vórðu hesi viðurskifti eisini kannað.

 

Gjøgnumgongdin av skrivliga tilfarinum í málinum vísti, at:

  1. Lærarskúlin hevur stigvíst økt undirvísingarvirksemið úr 5 flokkum fyrra hálvár 1995 í 7 flokkar seinna hálvár 1998. Sambært rektaranum hevur skúlin fingið loyvi frá Landsskúlafyrisitingini/Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, hvørja ferð fleiri flokkar eru tiknir inn á skúlan.
  2. Hóast økta virksemið seinnu árini, er játtanin á fíggjarlógini ikki broytt stórvegis. Fíggjarárini 1994-1997 var játtanin 9,759 mió.kr., tó varð ein eykajáttan uppá 500 t.kr. veitt skúlanum í 1997. Játtanin á fíggjarlógini fyri 1998 var 10,055 mió.kr.
  3. Skúlin hevur síðani 1996 havt eina vaksandi meirnýtslu. Høvuðsorsøkin tykist vera, at samsvar ikki hevur verið ímillum nógv økta virksemið og játtanina til skúlan.
  4. Bæði leiðslan á skúlanum og Landsskúlafyrisitingin/landsstýrið høvdu longu í august 1996 varhugan av, at fíggjarlógaruppskotið fyri 1997 ikki kom at halda, og í apríl 1997 gjørdi skúlin aftur vart við hetta og bað um 500 t.kr. Men ikki fyrr enn í september 1997 legði landsstýrið uppskot um eykajáttan uppá 500 t.kr. fyri tingið til støðutakan. Tá var ein flokkur afturat longu tikin inn á skúlan.
  5. Upphæddin uppá 500 t.kr., sum løgtingið í september 1997 varð biðið um at játta eyka, bygdi ikki á eitt dagført og eftirfarandi grundarlag, og longu áðrenn uppskotið varð samtykt við 3. viðgerð tann 18. november 1997, hevði Landsskúlafyrisitingin varhugan av, at eykajáttanin ikki rakk til, og 12. november 1997 metti skúlin, at 350 t.kr. restaðu í afturat. Roknskapurin fyri 1997 vísir, at uml. 0,8 mió.kr. restaðu í afturat eykajáttanini. Sostatt hava hvørki Landsskúlafyrisitingin/Undirvísingar- og Mentamálastýrið ella leiðslan á skúlanum havt nóg gott yvirlit yvir ella tamarhald á nýtsluni í 1997. Nevnast skal, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið í 1998 hevur gjørt eitt stórt kanningararbeiði fyri at bøta um hetta.
  6. Mannagongdin viðvíkjandi játtanini í 1998 er á mangan hátt lík gongdini í 1997. Fíggjarlógaruppskotið fyri 1998 tykist undirmett í mun til ætlaða virksemið, og í apríl 1998 metti skúlin, at 1,8 mió.kr. restaðu í. - Vit meta, at í seinasta lagi við árslok 1997, við støði í roknskapartølum fyri 1997, bar til at síggja, at játtanin á fíggjarlógini 1998 als ikki var nóg stór í mun virksemið á skúlanum.
  7. Undirvísingar- og Mentamálastýrið metti í apríl 1998, at meirnýtslan í 1998 ætlandi fór at verða millum 1,2 og 1,6 mió.kr. Men hóast hetta varð hvørki løgtingið ella fíggjarnevndin kunnað um støðuna. Biðið varð ikki um eykajáttan, og stig vórðu ikki tikin til at minka um nýtsluna. Tvørturímóti varð virksemið økt 2. hálvár 1998, og 2 nýggir flokkar vórðu tiknir inn afturat í juni 1998.

 

Samanumtikið kann sigast, at fíggjarlógaruppskotini fyri 1997 og 1998 hava verið undirmett, og løgtingið og fíggjarnevndin hava ikki fingið neyðugar og rættar upplýsingar, sum gjørdu tað møguligt frammanundan, á einum haldgóðum grundarlag, at taka støðu til, um peningur skuldi játtast til verandi og økt virksemi á skúlanum.

 

Viðvíkjandi meirnýtsluni í 1997 vísir landsstýrismaðurin í skrivi dagfest 3. november 1998 á, at orsøkin til, at eykajáttanin ikki varð løgd fyri tingið fyrr enn í september 1997, var, at fíggjarskipanin var alt ov stirvin, skipanin við fíggjarnevndarskjølum var ógreið, og ongin eykajáttanarlóg var í væntu. Landsstýrismaðurin tryggjaði sær á samgongufundi, at politisk undirtøka var fyri einari eykajáttan, og um hálvan mai 1997 gav hann landsskúlastjóranum boð um at taka næmingarnar upp.

 

Viðvíkjandi meirnýtsluni í 1998 vísir landsstýrismaðurin á, at í mars/apríl 1998 kannaði Undirvísingar- og Mentamálastýrið fíggjarstøðuna hjá skúlanum. Henda kanning vísti, at skúlanum tørvar 1,2 - 1,6 mió.kr. afturat í 1998, um raksturin ikki skal geva hall. Tað bar ikki til at gera so nógv við henda tørv tá, av fleiri orsøkum, m.a. tí val var útskrivað, og nýggjur landsstýrismaður fyrst tók við um hálvan mai.

 

Í álitinum frá Fíggjarnevndini í løgtingsmáli nr. 1/3-1998 (uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 1998), sum varð lagt fyri tingið 21. oktober 1998, átalar Fíggjarnevndin harðliga, at skúlin økir virksemið, uttan at neyðug játtan er fingin til økt virksemi, og í álitinum verður løgtingið kunnað um, at:

"landsstýrismaðurin hevur upplýst, at frágreiðing verður í løtuni skrivað um meirnýtsluna hjá læraraskúlanum, og landsstýrismaðurin bíðar við at staðfesta ábyrgdina, til henda frágreiðing fyriliggur".

Henda frágreiðing var liðug 15. november 1999. Niðurstøðan hjá deildarstjóranum í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum er, at tað er ógjørligt at staðfesta, at rektarin einsamallur hevur ábyrgdina av meirnýtsluni - hetta var øllum avvarðandi myndugleikum kunnugt - og tí fær rektarin ikki nakra átalu, men eina "innskerping" um framyvir at halda játtanina.

 

      1. Føroya Sjómansskúli
      2. Á eykajáttanarlógini fyri oktober 1998, á fíggjarlógini fyri 1999 og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2000 er ein C-átekning: "Loyvt verður Føroya Sjómansskúla at flyta eitt møguligt avlop/hall av inntøkufíggjaðum virksemi til næsta fíggjarár. Henda C-átekning er nú strikað.

        Leiðslan á skúlanum hevur upplýst, at roknskapurin ikki vísir eina rætta mynd, tí meginparturin av inntøkufíggjaða virkseminum er bókað undir vanliga virkseminum. Sambært eini uppgerð, sum skúlin hevur gjørt, gav inntøkufíggjaða virksemið eitt avlop uppá uml. 200 t.kr. í 1998, og ikki eitt undirskot uppá 31 t.kr., sum landsroknskapurin vísir.

        Sambært sáttmálanum millum Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið er vanliga arbeiðstíðin 42 tímar um vikuna, íroknað 1 tíma mattíð um dagin. Vanliga arbeiðstíðin hjá skrivstovufólki á skúlanum varð ikki skrásett, og tíðin, ið er nýtt í sambandi við undirvísing o.a., var ikki mótroknað í vanligu arbeiðstíðini.

        Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur í skrivi dagfest 14. januar 2000 boðað skúlanum frá, at arbeiðstíðin eigur at verða skrásett, at ongin løn eigur at verða givin fyri undirvísing í arbeiðstíðini, um arbeiðstíðin ikki verður longd tilsvarandi, og at yvirtíð eigur ikki at verða latin, fyrr enn arbeiðstíðin er farin upp um 42 tímar.

      3. Klaksvíkar Sjómansskúli
      4. Í 1998 vóru inntøkurnar hjá Klaksvíkar Sjómansskúla 931 t.kr. hægri og aðrar útreiðslur 876 t.kr. hægri enn mett í viðmerkingunum til fíggjarlógina fyri 1998. Leiðslan á skúlanum hevur upplýst, at høvuðsorsøkin er, at Sjóvinnufyrisitingin skuldi yvirtaka trygdarskeiðini, men tað varð ikki gjørt fyrr enn í januar 1999.

        Lønargrannskoðanin vísti, at nakrir lærarar fáa fulla løn, hóast teir ikki undirvísa fult tímatal. Harumframt hevur skúlin rinda tímaløn/yvirtíð til ein lærara, sum hevur undirtíð, uttan at rokna hesar tímar uppí skylduga tímatalið. Mett verður ikki at hetta er rætt, og Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur í skrivi dagfest 14. januar 2000 biðið skúlan um nærri frágreiðing.

      5. Undirvísingarskylda hjá skúlastjórum

Skúlastjórarnir á Maskinmeistaraskúlanum, Føroya Sjómansskúla og Klaksvíkar Sjómansskúla hava eina undirvísingarskyldu uppá ávikavist 12, 12,5 og 12,5 tímar um vikuna, men eftirlitið vísti, at ongin av hesum trimum skúlastjórum undirvístu skylduga tímatalið. Sambært tímatalvum, høvdu stjórin á Maskinmeistaraskúlanum og stjórin á Føroya Sjómansskúla als onga fasta undirvísing 1. hálvár 1999. Setanarviðurskiftini hjá skúlastjóranum á Maskinmeistaraskúlanum eru ógreið og óformlig, og bæði hann og stjórin á Føroya Sjómansskúla hava gjørt vart við, at ásetta skylduga tímatalið er ov høgt.

Fyri at fáa greiði á hesum viðurskiftum, hevur Undirvísingar- og Mentamálastýrið heitt á lønardeildina í Fíggjarmálastýrinum um at taka málið upp, soleiðis at leiðslurnar kunnu fáa heilt greið boð um teirra setanarviðurskifti, ið teir síðani eiga at fylgja. Stýrið hevur eisini boðað skúlunum frá, at áðrenn hetta verður gjørt, hava skúlastjórarnir skyldu at undirvísa ásetta tímatalið.

    1. Fróðskaparsetur Føroya (G.L. 1996/2 10 4-1)

Vit hava grannskoðað roknskaparviðurskiftini á Fróðskaparsetri Føroya og hava í hesum sambandi verið á vitjan á stovninum. Fróðskaparsetrið er skipað við setursskrivstovu og trimum deildum: Føroyamálsdeildini, Søgu- og samfelagsdeildini og Náttúruvísindadeildini. Setursskrivstovan tekur sær av roknskaparhaldinum og umsitur grunnar, studning og felags rakstur fyri stovnarnar á Debesartrøð. Setursskrivarin á Fróðskaparsetrinum er eisini skrivari hjá Granskingarráðnum, og setursskrivstovan virkar sum skrivstova hjá ráðnum.

 

 

Lógargrundarlag

Lógargrundarlagið er Ll. nr. 65 frá 21. mai 1987 um Fróðskaparsetur Føroya (Universitas Færoensis), seinni broytt við Ll. nr. 78/1990 og Ll. nr. 84/1995. Við heimild í lógini hevur landsstýrið lýst hesar kunngerðir:

  1. K. nr. 19/1990 um próvtalagávu á Fróðskaparsetri Føroya.
  2. K. nr. 21/1990 um náttúruvísindaligar útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.
  3. K. nr. 135/1993 um hugvísindaligar útbúgvingar og samfelagsvísindaligar útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.
  4. K. nr. 105/1996 um Ph.D.-lestur á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Í § 1 í lógini er ásett, at Fróðskaparsetur Føroya er ein "sjálvsognarstovnur". Í lógini eru aðrar ásetingar, sum benda á, at talan ikki er um ein sjálvsognarstovn. Játtanarliga og roknskaparliga er Fróðskaparsetrið øll árini viðgjørt eins og aðrir landsstovnar, og í einum dómi í Føroya Rætti í 1986 verður m.a. víst á: "At Fróðskaparsetur Føroya er en såkaldt selvejende institution vedrører i hovedsagen alene det pædagogiske og faglige område."

 

Einasta ítøkiliga ábending um, at ein partur av virkseminum hjá Fróðskaparsetrinum er sjálvsognarstovnur, er ein roknskapur við heitinum "Fróðskaparsetur Føroya - sjálveigandi stovnur". Roknskapurin liggur uttanfyri landsbókhaldið og verður á hvørjum ári settur upp og grannskoðaður av løggildum grannskoðara.

 

Tey seinastu mongu árini hevur "Fróðskaparsetur Føroya - sjálveigandi stovnur", ikki havt nakað skipað virksemi ella endamál. Rentur og avdráttir av einum láni, sum landið/Fróðskaparsetrið rindar, verður roknað sum inntøka í roknskapinum. Annars er í hesum roknskapi bert talan um smærri inntøkur og útreiðslur, sum eins væl kundu verið bókaðar í landsbókhaldinum í vanliga roknskapinum hjá Fróðskaparsetrinum. Við árslok 1998 vóru aktivini í roknskapinum ein bygningur uppá 3,3 mió.kr. umframt 5 peningastovnskontoir uppá samanlagt 1,7 mió.kr. Av hesum eru 3 kontoir, svarandi til 1,3 mió.kr., bundnar sum skuld til serlig endamál. Harumframt er talan um eitt lán í bygninginum, sum er niðurgoldið til 0,9 mió.kr.

 

"Fróðskaparsetur Føroya - sjálveigandi stovnur" hevur ikki øll eyðkenni og lýkur ikki allar treytir, sum vanliga verða settar einum sjálvsognarstovni. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur heitt á Fróðskaparsetrið um at gera uppskot til viðtøkur fyri "sjálvsognarstovnin". Eftir okkara tykki er ivasamt, hvør eigur ognirnar í roknskapinum, og tað er nógv, sum talar fyri, at landið eigur flestu ognirnar. Tí er spurningurin helst, um nøkur fíggjarheimild er at stovna ein veruligan sjálvsognarstovn. Í frágreiðing til landsstýrismannin hava vit nærri grundgivið fyri hesum sjónarmiðum.

 

 

Roknskaparviðurskifti

Játtanar- og roknskapartøl fyri Fróðskaparsetur Føroya

(1.000 kr)

Fíggjarlóg 1999

Fíggjarlóg 1998

Roknskapur 1998

Munur 1998

Roknskapur 1997

Inntøkur

150

150

1.005

+855

506

Lønarútreiðslur

10.196

9.025

8.800

+225

8.225

Aðrar útreiðslur

1.335

1.335

2.198

-863

1.746

Íløgustuðul o.a.

-

-

181

-181

190

Flyting ml.alm.stovnar

-

-

6

-6

24

Samanlagt

11.381

10.210

10.180

+30

9.679

 

Aðrar játtanir/høvuðskontoir á fíggjarlógini 1998 sum Fróðskaparsetur Føroya umsitur eru:

- 7.23.6.22: Stovnarnir á Debesartrøð

- 7.23.7.13: Stuðul til útlendingar, ið lesa í Føroyum

- 7.23.6.20: Granskingarráð Føroya

 

Kannað varð, um roknskaparhaldið var "ajour", og um mánaðarroknskapir, skjøl, avrit av ávísingum o.ø. vóru sett uppá pláss og goymd forsvarliga. Einki var at finnast at, og nevnast kann, at journalviðurskiftini á stovninum eru fyrimyndarlig.

 

Nøkur skjøl vórðu vald út til nærri grannskoðan, og kannað varð m.a., um kontering, upphædd, veitingarslag, ávísing og skráseting var í lagi, og um bókingar um ársskiftið 1998/99 vóru farnar á rætt fíggjarár. Einki var at finnast at.

 

Gjøgnumgongdin vísti, at Fróðskaparsetrið hevur leigað/leasað nakrar kopimaskinur, vísandi til at ráð ikki vóru at keypa. Sambært játtanarskipanini er ikki loyvt at gera sáttmálar fyri fíggjarliga leasing, sum reelt kemur í staðin fyri keyp.

 

 

Verkætlanir - Fremmand fígging

Tá ið Fróðskaparsetrið fær gávur, granskingarstyrk o.a. frá fyritøkum, úr norðurlendskum grunnum ella frá privatum, verður peningurin skrásettur í bókhaldinum sum stuttfreistað skuld, 0881 "ikki inntøkuført - granskingarstyrkir, gávur o.a." Saldoir í fíggjarstøðuni á hesum kontoum var:

 

 

 

   

Saldo 31.12.98

Saldo 31.08.99

Stað nr. 7000

Smátjóðir

-26.433,71

0

Stað nr. 7001

AMG

20.000,00

-700.258,46

Stað nr. 7002

SAGA

0

-59.412,80

Stað nr. 7003

Siðsøguverkætlanin

0

-900.000,00

Stað nr. 7200

FYND

-26.833,61

-26.833,61

Stað nr. 7400

RAD-3

-78.676,50

-78.676,50

Stað nr. 7401

Kongafiskakanning

-22.400,00

-22.400,00

Stað nr. 7402

BOK-2

-175.000,00

-255.000,00

Stað nr. 7403

GEM Database

   

Samanlagt

 

-309.343,82

-2.042.581,37

 

Fróðskaparsetrið umsitur harumframt fíggjarviðurskiftini í sambandi við ymisk smærri norðurlendsk tiltøk. Vit hava mælt til, at eisini hetta virksemi verður skrásett í bókhaldinum hjá Fróðskaparsetrinum.

 

 

Lønar- og starvsfólkaviðurskifti

6 starvsfólk vórðu tilvildarliga vald út, og kannað varð, um setanarskriv, avrit av prógvum o.o. skjalprógv vóru í málunum. Í 4 av málunum hava vit kannað um útgoldna lønin var sambært galdandi lønartalvum. Einki var at finnast, burtursæð frá, at lønar- og setanarviðurskiftini hjá setursskrivaranum ikki eru komin í rættlag. Mælt er til at fáa greiði á hesum viðurskiftum sum skjótast.

 

 

Umframt tær lønir, sum fara um lønarskipanina á gjaldstovuni, rindar Fróðskaparsetrið eisini lønir út um eitt serligt V-tal, sum Fróðskaparsetrið sjálvt stendur fyri. Tær størstu lønarútgjaldingarnar vóru til granskarar við fremmandari fígging, Fróðskaparsetrið hevur upplýst, at hesar lønir í 1999 fóru um gjaldstovuna. Harumframt verður løn til Ph.D.-studentar rindað um hetta V-tal. Eftir okkara tykki eiga allar tílíkar lønarútgjaldingar at fara um vanligu lønarskipanina á gjaldstovuni.

 

 

Fyrisiting av legatum og grunnum v.m.

Setursráðið hevur um hendi fyrisiting av Grunni Onnu Djurhuusar til áminnis um Sverra Fon. Viðtøkurnar fyri grunnin eru í Kunngerð nr. 1 frá 6. januar 1972. Endamálið er at veita stuðul til útgávu av bókum, ið hava bókmentaligt virði. Grunnurin hevði 31. desember 1998 163 t.kr. á konto í Føroya Sparikassa. Roknskapurin fyri grunnin verður settur upp og grannskoðaður av løggildum grannskoðara.

 

Setursskrivstovan og starvsfólk á setursskrivstovuni hava um hendi fyrisiting, herundir skrivara, kassa- og bókføringaruppgávur, hjá:

  1. Føroya Fróðskaparfelag
  2. Orðabókagrunninum
  3. Grunni Kristjans á Brekkumørk
  4. Grunni R. K. Rasmussens

 

Talan er um í alt 14 peningastovnskontoir. Samlaða innistandandi á hesum kontoum var uml. 2,3 mió.kr. við árslok 1998.

 

    1. Granskingarætlanir og Granskingarráð Føroya (G.L. 1998/2 10 9-2)
      1. Granskingarráð Føroya
      2. Lógargrundarlagið er Ll. nr. 56 frá 20. mai 1996 um granskingarráð - seinni broytt við Ll. nr. 22 frá 21. apríl 1999. Ráðið er mannað við einum formanni og 6 limum, sum eru tilnevndir av landsstýrismanninum. Uppgávurnar hjá ráðnum eru at fylgja við gongdini í føroyskari og millumtjóða gransking, ráðgeva í granskingarpolitiskum málum o.l., viðgera umsóknir um granskingarstuðul og geva landsstýrismanninum tilmæli um, hvørjum granskingarstuðulin, sum játtaður er á fíggjarlógini, skal latast.

        Játtanar- og roknskapartøl:

        (1.000 kr)

        Fíggjarlóg 1999

        Fíggjarlóg 1998

        Roknskapur 1998

        Munur 1998

        Roknskapur 1997

        Lønarútreiðslur

        10

        10

        5

        -5

        1

        Aðrar útreiðslur

        48

        48

        39

        -9

        23

        Innanhýsis flyt.

        130

        130

        130

        0

        130

        Samanlagt

        188

        188

        174

        -14

        154

        Seturskrivarin á Fróðskaparsetri Føroya er skrivari hjá Granskingarráðnum, og setursskrivstovan virkar sum skrivstova hjá ráðnum. Fyri hetta verða 130 t.kr. fluttar Fróðskaparsetri Føroya.

      3. Granskingarætlanir

      Endamálið við játtanini til "Granskingarætlanir" er ikki lógarfest. Sambært viðmerkingunum til fíggjarlógina er játtanin ætlað: "at stuðla føroyskari gransking bæði í Føroyum og í millumtjóða samstarvi." Fíggjarlógin, og tær fáu viðmerkingarnar í fíggjarlógaruppskotinum, er sostatt einasta heimild fyri hesi studningsskipan. Vit meta ikki hetta vera nøktandi, og hava víst á, at tað vanliga verður mett at vera góður lóggávusiður, at nærri reglur um studningsskipanir, sum venda sær til ein so breiðan møguligan umsøkjaraskara, verða ásettar í serstakari lóg. Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at hann hevur tikið henda spurning til viðgerðar.

      Játtanar- og roknskapartøl:

      (1.000 kr)

      Fíggjarlóg 1999

      Fíggjarlóg 1998

      Roknskapur 1998

      Munur 1998

      Roknskapur 1997

      Stuðul

      3.000

      1.500

      1.181

      +319

      737

      Málsviðgerð

      Umsókn um stuðul verður send granskingarráðnum til viðgerðar á serligum umsóknarblaði. Ein umsøkjari lýsir í umsókn síni, hvat endamálið er við verkætlanini, og leggur við eina fíggjarætlan fyri hvørt árið sær. Sambært vegleiðing til umsóknarblaðið, skal endaligur roknskapur sendast Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Kvittan skal leggjast við fyri allar útreiðslur. Tað, ið ikki verður nýtt av stuðlinum, skal latast Undirvísingar- og Mentamálastýrinum aftur.

      Eftir tilmæli frá granskingarráðnum ger landsstýrismaðurin av, hvørjum granskingarstuðul skal latast. Undirvísingar- og Mentamálastýrið gevur síðani gjaldstovuni boð um at rinda stuðulin.

      Stuðul til Ph.D.-studentar

      Bróðurparturin av játtanini á fíggjarlógini til "granskingarætlanir" í 1998 varð nýttur til stuðul til Ph.D-studentar, sum landsstýrismaðurin, eftir tilmæli frá granskingarráðnum, valdi út. Hesir verða síðani innskrivaðir á Fróðskaparsetri Føroya. Størsti parturin av útreiðslunum er starvsløn til studentin sjálvan - umleið 21 t.kr. um mánaðin. Fróðskaparsetrið fær eitt sokallað "overhead" uppá 40 t.kr um árið, og harumframt er talan um smærri útreiðslur til skeið o.l. Samlaði stuðulin til ein Ph.D.-student liggur um 300 t.kr. um árið í 3 ár.

      Tá ið landsstýrismaðurin hevur játtað stuðul, gevur Undirvísingar- og Mentamálastýrið gjaldstovuni boð um at rinda stuðulin fyri eitt ár í senn inn á eina ávísa peningastovnskonto hjá Fróðskaparsetrinum. Henda konto er ikki skrásett í landsbókhaldinum. Talan er um eina peningastovnskonto, sum er í roknskapinum hjá "Fróðskaparsetur Føroya - sjálveigandi stovnur". Stuðulin "millumlendir" bert á hesi konto.

      Fróðskaparsetrið stovnar eina peningastovnskonto fyri hvønn Ph.D.-student, og stuðulin verður síðani fluttur víðari inn á hesa konto, ið verður nýtt til at fíggja lønina hjá studentinum, aðrar útreiðslur umframt gjaldið fyri "overhead" til Fróðskaparsetrið. Møguligur studningur frá øðrum - t.d. frá virkjum - verður eisini fluttur inn á hesa konto. Nevnast kann, at lønin verður goldin um eitt serligt A-tal hjá Fróðskaparsetrinum.

      Ultimo mai 1998 mælti granskingarráðið til at játta uml. 0,9 mió.kr. í stuðli til 4 Ph.D.-studentar. Ein av hesum leyp frá, og í desember 1998 mælti granskingarráðið til ístaðin at játta pening til eina aðra Ph.D.-verkætlan, sum ráðið í mai 1998 hevði mælt frá at stuðla. Mælt varð eisini til at luta "restupphæddina" sundur millum hinar 3 studentarnar. Í januar 1999 tók landsstýrismaðurin undir við hesum tilmæli, og Undirvísingar- og Mentamálastýrið heitti síðani á gjaldstovuna um at útreiðsluføra kr. 230.000 í fíggjarárinum 1998 og flyta peningin til omanfyri umrøddu peningastovnskonto hjá Fróðskaparsetrinum.

      Í flestu málum er talan um stuðul, sum er útreiðsluførdur í 1998, hóast lesturin ikki byrjar fyrr enn í 1999. Hesin peningurin er "parkeraður" á peningastovnskontoum, sum liggja uttanfyri vanliga bókhaldið hjá Fróðskaparsetrinum. Mett verður ikki, at tað er í tráð við galdandi roknskaparreglur, at stuðulin til Ph.D.-studentar verður goldin frammanundan og "parkeraður" á bankakontoum uttanfyri landsbókhaldið. Tá peningur verður játtaður á einari høvuðskonto til virksemi, sum stovnur á eini aðrari høvuðskonto á fíggjarlógini varar av, so eigur hetta at verða gjørt innan fyri sama fíggjarár, uttan at nýta bankakontoir uttanfyri bókhaldið, og mett verður, at lønin eigur at verða goldin út, sum aðrar lønir á Fróðskaparsetrinum. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur upplýst, at mannagongdin verður broytt framyvir.

      Annar stuðul

      Landsgrannskoðanin hevur við stakroyndum gjøgnumgingið onnur útgjøld. Er talan um gransking, sum er knýtt at ávísum stovni, verður stuðulin í summum førum latin viðkomandi stovni at umsita, annars verður peningurin fluttur á peningastovnskonto hjá umsøkjaranum. Undirvísingar- og Mentamálastýrið ásetir ongar treytir, tá peningurin verður goldin út, og hvørki umsøkjarin ella umsitandi stovnur skriva undir nakra kontrakt e.l., har tað gongur fram hvør ábyrgd og hvørjar skyldur fylgja við stuðulsjáttanini.

      Í fleiri av málunum, vit hava gjøgnumgingið, er stuðulin goldin út, hóast granskingarætlanirnar ikki eru byrjaðar. Í fleiri málum er stuðulin goldin inn á privata bankakonto hjá umsøkjaranum. Í einum føri var talan um kr. 200.000 av játtanini fyri 1998. Viðkomandi var ikki byrjaður í oktober 1999, og væntaði als ikki at fara í gongd við granskingarætlanina, tí hann ikki hevði stundir.

      Umframt at talan er um vánaliga studningsumsiting, kann tað vera sera óheppið fyri umsøkjaran, bæði roknskaparliga og skattliga, at Undirvísingar og Mentamálastýrið uttan fyrilit flytir eina studningsupphædd beinleiðis inn á eina privata bankakonto.

      Eftir okkara tykki hevur tann fíggjar-/roknskaparligi parturin av málsviðgerðini hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum als ikki verið nøktandi. Vit hava umrøtt henda spurning við stýrið, sum vísir á, at umsitingin í 1999 er "strammað upp", og at farið verður yvir at nýta nýggj umsóknarbløð og standardsáttmálar.

      Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at ætlanin hevur verið at menna hesa málsviðgerð, men av ymsum orsøkum er hetta ikki gjørt í 1999. Tó hevur Undirvísingar- og Mentamálastýrið, saman við Granskingarráðnum, gjørt ávísar broytingar í málsviðgerðini í 1999. Síðani er Undirvísingar- og Mentamálastýrið í 2000 farið undir at endurskoða grundarlagið undir ganskingarráðnum og granskingarætlanum. Uppskot til eftirfylgjandi lógarbroytingar verða lagdar fyri tingið í heyst.

    2. Undirvísingartilfar
      1. Skúlabókagrunnurin (G.L. 1997/2 10 6-2)
      2. Lógargrundarlagið undir Skúlabókagrunninum er Ll. nr. 36 frá 13. mai 1959 um útgávu av skúlabókum, seinni broytt við Ll. nr. 84/1978 og Ll. nr. 67/1996.

        Sambært § 1 "skipar landsstýrismaðurin saman við Løgtingsins Skúlabókanevnd fyri og hevur ábyrgdina av útgávu av skúlabókum. Hesa útgávu verður farið undir beinan vegin, í fyrstu syftu fyri barnaskúlan og síðani fyri hinar hægru skúlarnar".

        Um peningurin, sum er tøkur til hetta endamál, er ov lítil, verður landsstýrismanninum sambært § 2 "heimilað til at taka lán at gjalda tað, ið neyðugt er í sambandi við skúlabókaútgávu, her uppií samsýning fyri handrit".

        40 ára gamla lógin tykist avoldað, og heimildin at taka óavmarkað lán til skúlabókaútgávu er neyvan í samsvari vi𠧧 42 og 43 í stýrisskipanarlógini.

        Vísandi til heimildina í Ll. nr. 36/1959 hevur landsstýrið síðani 1959 í kunngerðum ásett nærri reglur fyri Føroya Skúlabókagrunn, hóast ongin beinleiðis heimild er í lógini at áseta tílíkar reglur. Seinasta kunngerðin á hesum øki er K. nr. 64 frá 22.08.1985 "um reglugerð um útgávu av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari".

        Í § 1 í kunngerðini verður víst á, at sambært lógini skipar landsskúlastjórin saman við Løgtingsins Skúlabókanevnd fyri og hevur ábyrgdina av útgávu av skúlabókum. Sambært § 2 setir landsstýrið skúlabókanevndina við 5 limum fyri 4 ár.

        Sambært § 4 søkir Skúlabókanevndin á hvørjum ári, í samráð við landsskúlastjóran, um peningajáttan á fíggjarlógini til útgávu av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari, og tann játtaði peningurin fer í grunn, sum verður nevndur Føroya Skúlabókagrunnur. Nevnast kann, at Landsskúlastjórastarvið, ið víst verður til í kunngerðin, er tikið av.

        Okkum kunnugt hevur landsstýrismaðurin sett ein arbeiðsbólk, sum m.a. skal koma við uppskoti um møguligar broytingar í lóg og reglugerð fyri Føroya Skúlabókagrunn.

        Játtanarviðurskifti

        Síðani farið varð yvir til nýggja játtanarskipan í 1996, við ymiskum játtanarsløgum, er játtanin til Skúlabókagrunnin flokkað sum "rakstrarjáttan", og á fíggjarlógini fyri 2000 er ongin C-átekning longur, sum loyvir grunninum at flyta møguligt avlop/hall til næsta fíggjarár. Eftir hesum at døma er tí ivasamt, um talan longur er um ein grunn.

        Skúlabókanevndin metir, at talan hevur verið um eina óhepna gongd. Síðani 1936 hevur Føroya Skúlabókagrunnur verið roknaður sum ein eksternur grunnur, bæði av skúlabókanevndini og av myndugleikunum, men hvørki nevndin, dagliga leiðslan ella kassameistarin vórðu kunnað, tá játtanarviðurskiftini vórðu broytt.

        Skúlabókanevndin heldur tað hevði verið rættast, at vanligt virksemi helt fram sum rakstrarjáttan, men at útgávuvirksemið verður gjørt til ein eksternan grunn, soleiðis sum tað var frá fyrstan tíð. Hetta eigur at verða staðfest, nú lóg og reglugerð fyri Skúlabókagrunnin skulu endurskoðast.

        Høvuðstøl fyri rakstur seinastu árini

        (1.000 kr)

        Fíggjarlóg 1999

        Fíggjarlóg 1998

        Roknskapur 1998

        Munur 1998

        Roknskapur 1997

        20. Vanligt virksemi

        Lønarútreiðslur

        2.366

        1.520

        1.512

        +8

        1.383

        Aðrar útreiðslur

        310

        310

        323

        -13

        241

        Útvegan av løgu*

        -

        1.500

        1.500

        -

        -

        Íalt

        2.676

        3.330

        5.335

        -5

        1.624

        40. Útgávuvirksemi

        Inntøkur

        1.700

        1.500

        1.705

        +205

        2.088

        Lønarútreiðslur

        -

        -

        1.007

        -1.007

        1.141

        Aðrar útreiðslur

        3.543

        3.343

        2.620

        +723

        3.410

        Íalt

        1.843

        1.843

        1.922

        -79

        2.463

        Samanlagt

        4.519

        5.173

        5.257

        -84

        4.087

        * Í 1998 eru nýttar 1,5 mió.kr. at keypa hús til virksemið hjá Skúlabókagrunninum. Hesin peningur varð játtaður við Ll. nr. 113 frá 29. desember 1998 "Eykajáttanarlóg fyri desember 1998".

        Viðmerkingar til rakstur v.m.

        Í sundurgreiningini á fíggjarlógini fyri 1998 av játtanini til útgávuvirksemið eru ongar lønarútreiðslur, men sambært roknskapinum er talan um lønarútreiðslur uppá uml. 1 mió.kr.

        Inntøkurnar hjá "Útgávuvirksemi" er peningur frá Bókamiðsøluni fyri seldar bøkur. Sølan verður inntøkuførd, so hvørt Bókamiðsølan rindar peningin - ikki so hvørt hon selir bøkurnar. Bókamiðsølan rindar peningin eftir gjaldførinum hjá sær. Inntøkan í ársroknskapinum hjá Skúlabókagrunninum er sostatt ikki sølan av bókum í árinum, men tað, Bókamiðsølan hevur goldið Skúlabókagrunninum.

        Inntøkurnar hjá Skúlabókagrunninum eru ikki natúrliga knýttar at virkseminum. Útreiðslur av útgávuvirkseminum í einum ári eru ikki vanlig vørunýtsla ella framleiðslukostnaður fyri seldar bøkur, men tað, sum er goldið út til lidnar bókaútgávur ella bókaútgávur í gerð.

        Gongdin í fíggjarstøðuni 1995 -1998.

        (1000 í kr.)

        1998

        1997

        1996

        1995

        Aktiv:

        Bøkur á goymslu

        6.514

        7.929

        20.239

        20.308

        Onnur áogn, tíðaravmarkingar

        138

        Kassakredittur

        935

        1.851

        746

        1.143

        Meirvirðisgjald

        252

        689

        -

        -

        Íalt

        7.839

        10.469

        20.985

        21.451

        Passiv:

        Millumrokning við landskassan

        2.312

        2.312

        2.312

        2.326

        Eginogn

        5.527

        8.157

        18.673

        19.125

        Íalt

        7.839

        10.469

        20.985

        21.451

        Bøkur á goymslu.

        "Bøkur á goymslu" eru tær bøkur, ið ikki eru seldar við árslok. Prísurin á hesum bókum í 1995 og 1996 er tann skrásetti framleiðslukostnaðurin. Í 1997 og 1998 er prísásetingin broytt til metta søluvirðið.

        Í frágreiðing frá Grannskoðanardeild landskassans dagfest 23. februar 1994 varð m.a. víst á, at tað kann tykjast óheppið, at túsundvís av góðum bókum og undirvísingartilfari, sum er framleitt og goldið yvir fíggjarlógina, liggur á goymslu til onga nyttu í áravís. Mett varð, at býtið millum land og kommunu av útreiðslum til fólkaskúlan helst var ein orsøk. Læraraløn er ein landsútreiðsla, meðan undirvísingartilfar er ein kommunal útreiðsla, og mett varð, at stórar sparingar á hesum øki í nógvum kommunum/skúlum lækka dygdina av undirvísingini munandi.

        Vísandi til hetta, og til serskipanina fyri kommunur viðvíkjandi bíligum keypi av undirvísingartilfari, varð mælt landsstýrinum til at umhugsa, hvussu spurningurin kundi loysast framyvir, so útgáva av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari í størri mun varð skúlanæmingum, og harvið eisini samfelagnum sum heild, til gagns.

        Kassakredittur

        Skúlabókagrunnurin hevur ein kassakredit, sum í 1985 varð hækkaður til kr. 700.000. Landsstýrið er sjálvskuldarakautiónistur. Í fleiri ár er kassakreditturin ikki brúktur, men hinvegin stendur peningur á kontoini. Stovnurin rindar provisión fyri at hava kredittin, og innistandandi peningurin verður sera lágt rentaður. Leiðslan hevur upplýst, at grunnurin í eina tíð hevur havt í umbúna at siga kassakredittin upp, men hevur aftrað seg, tí hann hevur staðið sum ein trygd í sambandi við gjaldføri grunsins. Tó verður upplýst, at nevndin framvegis ætlar at siga kassakredittin upp, so skjótt umstøðurnar eru til tað, væntandi um eini 2-3 ár.

        Skuldarar/ognarar ikki við í roknskapinum

        Eitt, sum eisini sermerkir roknskapin, er at skuldarar og ognarar ikki eru tiknir við, og fíggjarstøðan er sostatt ikki fullfíggjað. Skuldarar og ognarar hjá Bókamiðsøluni eru fyri stóran part skuldarar og ognarar hjá Skúlabókagrunninum.

        Millumrokning við landskassan

        Millumrokningin við landskassan stavar upprunaliga frá fyrst í 70’unum. Talan er um eina meirnýtslu, sum ikki varð útreiðsluførd í landsroknskapinum. Í fíggjarárinum 1983/84 var saldoin komin uppá 4,7 mió.kr., og tann 31. desember 1998 var saldoin 2,3 mió.kr. Í hesum sambandi greiðir Skúlabókanevndin frá, at tá kreppan var upp á tað ringasta, gjørdi Skúlabókagrunnurin av í samráð við Føroya Landsstýri at lata ókeypis bøkur til skúlarnar í tvey ár. Hetta var ein stórur missur av inntøkum. Tá ið grunnurin í 1997 samtykti at taka málið um millumrokningina upp, skuldu hesi viðurskiftini eisini takast við. Fundur var avtalaður við landsstýrið, men varð av ongum, tí tað ikki bar landsstýrinum til at møta. Skúlabókanevndin fer nú at taka málið uppaftur.

        Onnur viðurskifti

        Ongin reglugerð finst á stovninum, hvussu roknskaparhaldið er skipað, soleiðis sum ásett er í § 5 í Ll. nr. 33 frá 23. mars 1994 "um landsins almenna roknskaparhald v.m.", og í § 4, stk. 2, í kunngerð nr. 114 frá 22. august 1996 "um roknskaparverk landsins o.a." Reglugerðin skal gerast samsvarandi vegleiðandi reglum frá Fíggjarmálastýrinum, men tær eru ikki gjørdar.

        Kannað varð, um roknskaparhaldið var dagført, og um mánaðarroknskapir, skjøl, avrit av ávísingum o.a. vóru sett uppá pláss og goymd forsvarliga. Við stakroyndum vórðu nøkur lønarútgjøld og nøkur útreiðsluskjøl vald út at grannskoða. Einki var at finnast at.

      3. Bókamiðsølan
      4. Bókamiðsølan virkar sambært viðtøkum frá 9. oktober 1978. Hon er stovnað av Føroya Skúlabókagrunni og Føroya Lærarafelag. Føroya Landsstýri góðkendi viðtøkurnar 1. desember 1978. Í § 1 stendur, at endamálið hjá Bókamiðsøluni er at vera millumlið millum føroysk forløg og bókasølu í Føroyum og uttanlands. Sambært § 2 eru í nevndini 3 limir, valdir av Føroya Landsstýri, Føroya Skúlabókagrunni og Føroya Lærarafelag. Sambært § 3 setir nevndin dagliga leiðaran. Hann er eisini nevndarskrivari og kassameistari. Í § 8 er ásett, at um Bókamiðsølan gevst við arbeiði sínum, falla ognirnar til Føroya Skúlabókagrunn.

        Skúlabókagrunnurin, Føroya Lærarafelag og Undirvísingar- og Mentamálastýrið fóru í fjør undir at endurskoða viðtøkurnar fyri Bókamiðsøluna.

        Inntøkur og útreiðslur 1995-1998

        (1.000 kr)

        1998

        1997

        1996

        1995

        Inntøkur:

        Sølugjald

        613

        689

        596

        701

        Landskassastudningur

        398

        398

        398

        400

        Rentuintøkur

        21

        14

        8

        18

        1.032

        1.101

        1.002

        1.119

        Útreiðslur

        Lønir

        575

        622

        481

        499

        Aðrar útreiðslur

        292

        320

        296

        370

        Úrslit

        165

        159

        225

        250

        Á fíggjarlógini fær Bókamiðsølan ein árligan "Landskassastudning" uppá 398 t.kr. Talan er um játtanarslagið "Onnur játtan". Vísandi til omanfyristandandi bendir alt á, at Bókamiðsølan síðani stovnsetanina í 1967 hevur verið ein almennur stovnur. Nevnast kann eisini, at avtala er gjørd millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið um ásetan av løn hjá starvsfólkunum.

        Vit hava sett spurningin, um ikki rættast hevði verið, at játtanin var ein rakstrarjáttan, ella at Bókamiðsølan og Skúlabókagrunnurin játtanarliga og roknskaparliga verða mett sum ein og sami stovnur.

        Fíggjarstøðan 1995-1998

        (1.000 kr)

        Roknskapur 1998

        Roknskapur 1997

        Roknskapur 1996

        Roknskapur 1995

        Aktiv:

        Kassa/bankapeningur

        1.260

        774

        1.088

        1.088

        Skuldarar

        1.184

        1.138

        1.007

        1.367

        Íalt

        2.444

        1.912

        2.095

        2.455

        Passiv:

        Ognarar

        1.863

        1.493

        1.824

        2.406

        Eginpeningur

        581

        419

        271

        49

        Íalt

        2.444

        1.912

        2.095

        2.455

      5. Landsmiðstøðin fyri Undirvísingaramboð (G.L. 1998/2 10 6- )
      6. Vit hava grannskoðað roknskaparviðurskiftini á Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð og í hesum sambandi eisini verið á ófráboðaðari vitjan á stovninum í apríl 1999. Vit gjøgnumgingu eisini nøkur lønarmál. Einki var at finnast at.

      7. Rationaliseringar og sparingar.

      Meirilutin í fíggjarnevndini hevur fleiri ferðir ført fram, at tað virkar skilaleyst við teim ymsu játtanunum til skúlabókaútgávu, og at ein samanlegging eigur at verða gjørd fyri at spara pening. Eisini er spurningurin, um ikki ein partur av hesum virksemi kann samskipast við virksemið hjá Landsbókasavninum, fólkabókasøvnunum, skúlunum, forløgum og bókahandlum. Meirilutin hevur mælt landsstýrinum til at taka henda spurning upp.

      Útreiðslur til skúlabókagerð árini 1995 - 1999:

      Nettoútreiðslur

      1999

      1998

      1997

      1996

      1995

      (t.kr.)

      J

      R

      R

      R

      R

      Landsmiðstøð fyri undirvísingaramboð

      2.490

      2.631

      2.636

      2.634

      2.621

      Skúlabókagerð

      451

      211

      270

      278

      296

      Skúlabókagrunnurin

      4.519

      5.257

      4.087

      3.661

      3.647

      Stuðul til rakstur av Bókamiðsølu

      398

      398

      398

      398

      400

      Stuðul til barnabløð

      170

      162

      170

      170

      100

      Stuðul til barnabókaútgávu

      1.000

      1.000

      1.000

      1.000

      970

      Fjølrit

      200

      200

      200

      200

      200

      Tilsamans

      9.228

      9.859

      8.761

      8.341

      8.234

      Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum setti tann 14. desember 1995 eina nevnd at gera álit viðvíkjandi uppskoti til rationaliseringar og sparingar á fólkaskúlaøkinum, sum fevnir um fólkaskúlan, sernámsfrøðiliga virksemið, frítíðarundirvísingina, skúlabókaútgávu o.a.

      Tann 15. februar 1996 varð álit handað landsstýrismanninum. Í álitinum varð víst á ítøkilig uppskot til rationaliseringar og sparingar. Mælt varð eisini til at seta nevndir m.a. til at endurskoða virksemið og kunngerðina fyri Skúlabókagrunnin, og at kanna Bókamiðsøluna gjøllari.

    3. Stuðulsstovnurin (G.L. 1997 / 2 10 1-1)
    4. Í grannskoðanarfrágreiðingini frá desember 1997 var m.a. víst á, at Stuðulsstovnurin seinnu árini ikki hevur havt neyðuga orku at krevja inn og røkja tey lán, sum stovnurin hevur veitt, og víst var eisini á at síðani 1994 hevur Stuðulsstovnurin ikki sent rykkjarar út.

      Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur síðani arbeitt við at fáa viðurskiftini í rættlag, starvsfólk eru sett, og við Ll. nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan kom nýggj lóggáva í gildi 1. august 1999, har m.a. heimild verður givin Toll- og Skattstovu Føroya at krevja inn mishildin lán.

      Nevnast skal, at enn er ongin rykkjari sendur út, men stovnurin hevur upplýst, at hetta verður gjørt í mars 2000.

      Við árslok 1998 vóru lestrarlánini uml. 60 mió.kr. Avstemmanin av lánum millum bókaðu lánsupphæddina og lánskipanina á Stuðulsstovninum ultimo 1998 er ikki liðug, men verður væntandi liðug seint í vár. Tekniskir trupulleikar við lánsskipanini eru ein orsøk til, at arbeiðið ikki er liðugt. Arbeitt verður fram ímóti at fáa eina nýggja lánsskipan.

    5. Føroya Læruráð (G.L. 1998 / 2 10 3-2)

Vit hava grannskoðað roknskaparviðurskiftini á Føroya Læruráði, og hava í hesum sambandi verið á ófráboðaðari vitjan á stovninum í mars 1999. Endamálið við grannskoðanini var eisini at kanna, um tey viðurskifti vóru komin í rættlag, sum vórðu umrødd í frágreiðing til Undirvísingar- og Mentamálastýrið dagfest 25. juli 1997. Føroya Læruráð varð tikið av 1. august 1999, í sambandi við at nýggj lóg, Ll. nr. 94/1998 um yrkisútbúgvingar, kom í gildi.

 

 

Studningur til lærupláss

Hóast Læruráðið í skrivi til Undirvísingar- og Mentamálastýrið dagfest 26. november 1998 boðaði frá, at játtanin í 1998 til endurgjald fyri skúlagongd kom at halda, eru útreiðslurnar nærum 1,3 mió.kr. hægri enn játtanin.

 

Sambært Ll. nr. 49/1995 skal landskassin endurrinda arbeiðsplássinum 75% av lærlingalønini, meðan lærlingur fær ta til læruna hoyrandi skúlagongd. Vit hava áður gjørt vart við, at nærri reglur ikke eru ásettar um hesa endurrindan. Eisini hava vit ivastí, um heimild er at afturhalda partar av endurgjaldinum til læruplássið vegna fráveru hjá lærlinginum undir skúlagongd. Mælt varð til at fáa greiði á hesum spurningi, men okkum kunnugt er einki hent.

 

 

Ferðaendurgjald til lærupláss

Í seinastu frágreiðing varð víst á, at ongar reglur eru fyri, hvussu ferðaendurgjaldið til læruplássið skal umsitast. Upplýst er, at ein lógarbroyting er á veg, sum heimilar landsstýrismanninum at seta nærri reglur um ferðaendurgjald. Víst varð eisini á, at játtanin í fleiri ár hevur verið ov lítil. Goldið hevur verið út, so leingi peningur var tøkur, og síðani varð tað, ið eftir var, "goymt" og goldið av játtanini næsta fíggjarár. Roknskapurin hevur tí ikki givið røttu myndina av virkseminum í einum fíggjarári.

 

Á fíggjarlógini fyri 1998 vórðu 350 t.kr. játtaðar til ferðaendurgjald. Í eykajáttanarlóg frá desember 1998 vórðu harumframt játtaðar 531 t.kr., ein partur eru útreiðslur fyri árini 1997, 1996, 1995, 1994 og eldri. Sostatt hava roknskapartølini ikki verið eftirfarandi í eitt langt áramál.

  1. MENTANAR- OG KIRKJUMÁL
    1. Mentanarstovnar

Vit hava grannskoðað roknskapar- og játtanarviðurskiftini hjá nøkrum stovnum innan mentanarøkið, og í hesum sambandi verið á ófráboðaðari vitjan á stovnunum í 1998 og 1999. Talan er um hesar stovnar:

  1. Føroya Náttúrugripasavn
  2. Jarðfrøðissavnið
  3. Føroya Fornminnissavn
  4. Føroya Landsbókasavn
  5. Føroya Landsskjalasavn
  6. Mentunargrunnur Føroya Løgtings

 

      1. Vantandi roknskaparreglugerðir
      2. Í grannskoðanarfrágreiðing okkara frá desember 1997 varð víst á, at ongin reglugerð finst á stovnunum, hvussu roknskaparhaldið er fyriskipað, soleiðis sum ásett í § 5 í Ll. nr. 33 frá 23. mars 1994 um landsins almenna roknskaparhald v.m. Omanfyrinevndu stovnar hava framvegis onga reglugerð, m.a. vísandi til, at landsstýrið ikki enn hevur gjørt vegleiðandi reglur um, hvussu hon skal gerast.

      3. Roknskapargóðkenning og onnur viðurskifti
      4. Sambært § 9 í roknskaparkunngerðini skal roknskapurin góðkennast av stovnsleiðaranum. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur heitt á stovnarnar undir stýrinum um at senda stýrinum eitt avrit av játtanarroknskapinum við átekning um, at roknskapurin er í samsvari við bókingarskjøl. Í sambandi við grannskoðanina varð staðfest, at hetta verður gjørt.

        Kannað varð, um roknskaparhaldið var "ajour", og um mánaðarroknskapir, skjøl, avrit av ávísingum o.a. vórðu sett uppá pláss og goymd forsvarliga. Harumframt vórðu nøkur skjøl vald út til nærri grannskoðan, og kannað varð m.a., um kontering, upphædd, veitingarslag, ávísing og skráseting var í lagi, og um bókingar um ársskiftið vóru farnar á rætta fíggjarár. Einki var at finnast at.

      5. Lønar- og starvsfólkaviðurskifti
      6. Við stakroyndum vórðu nøkur lønarútgjøld vald út at kanna nærri. Kannað varð um setanarskriv, próvskjøl o.o. skjalprógv vóru í málunum, um útgoldin løn var sambært lønartalvum, og um lønirnar vóru rætt skrásettar/bókaðar. Í nøkrum málum manglaðu setanarskriv og prógv, annars var einki at finnast at. Í sambandi við grannskoðanina, hava vit mælt stovnunum til at finna fram til eina hóskandi skipan at skráseta arbeiðstíð og fráveru.

      7. Yvirlit yvir ognir
      8. Sambært § 20 í roknskaparkunngerðini skal á stovninum vera eitt yvirlit yvir ognir og útbúnað. Vit hava áður gjørt vart við, at bert fáir av landsins stovnum hava eitt dagført yvirlit. Hetta er eisini galdandi fyri fleiri mentanarsøvn.

        - - - - -

        Umframt omanfyristandandi generellu viðmerkingar, vóru nakrar serligar viðmerkingar til einstøku stovnarnar, og í stuttum verður tikið samanum hesar:

      9. Føroya Náttúrugripasavn (GL 1998/2 11 2-2)
      10. Orsøkin til økta virksemið í 1998 stavar frá verkætlanum. Árini frammanundan hevur Náttúrugripasavnið ikki verið við í so nógvum verkætlanum, og tá hava tær verið skrásettar í roknskapi og á peningastovnskonto uttan fyri landsbókhaldið.

        Í sambandi við grannskoðanina í 1998 varð mælt til, at allar inntøkur og útreiðslur viðvíkjandi verkætlanum vórðu skrásettar í bókhaldinum. Hetta tilmælið varð fylgt, men fíggjarlógin fyri stovnin varð løgd frammanundan, og tí vórðu verkætlanirnar ikki tiknar við á fíggjarlógini fyri 1998. Hetta tykist heldur ikki vera gjørt á fíggjarlógini fyri 1999 og 2000. Mælt er til at fáa hetta í rættlag framyvir.

        Náttúrugripasavnið hevur eina sølubúð í sambandi við framsýningarhøllina, har m.a. bøkur, gávulutir, postkort v.m. verða seld. Vit hava áður víst á, at ongin skráseting er av hesum virksemi, og at banka- og girokonto í sambandi við sølubúðina ikki eru skrásettar í bókhaldinum. Hetta er síðani komið í rættlag.

      11. Jarðfrøðissavnið
      12. Jarðfrøðissavnið er partur av játtanini á høvuðskonto 4.24.3.13 Føroya Náttúrugripasavn. Á hesi høvuðskonto er í 1998 ein meirnýtsla uppá 1,6 mió.kr., sum stavar frá útreiðslunum á undirkonto 21 "Verkætlan, vanligt virksemi". Á eykajáttanarlógini fyri desember 1997 er ein C-átekning, sum heimilar Føroya Náttúrugripasavni at flyta ónýtta játtan uppá kr. 1.665.000 til næsta ár.

      13. Føroya Fornminnissavn (GL 1998/2 11 2-4)
      14. Játtanir/høvuðskontoir á fíggjarlógini 1998 við tilknýti til Fornminnissavnið eru :

        (1.000 kr)

        Játtan

        Roknskapur

        Munur

        Føroya Fornminnissavn (Rakstrarjáttan)

        5.418

        5.767

        349

        Føroya Fornminnissavn (løgujáttan)

        1.400

        1.338

        - 62

        "Bygdarsøvn"

        1.039

        1.039

        0

        "Friðað hús og Fornminni"

        511

        362

        - 149

        "Viðlíkahald-Mentan" (sambært viðmerk. vórðu 800 t.kr. ætlaðar til Føroya Fornminnissavn og friðaðar bygningar)

        2.300

        1.075

        - 1.225

        Sambært viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið var løgujáttanin uppá 1,4 mió.kr. ætlað til útbygging og ábøtur á bygningin í Brekkutúni í Hoyvík, serliga til uppseting av framsýning í sambandi við 100 ára haldið hjá stovninum.

        Á eykajáttanarlógini fyri oktober 1998 varð játtanin til Fornminnissavnið hækkað 350 t.kr. til 5.418 t.kr. Sambært viðmerkingunum stóðst hetta av meirútreiðslum í sambandi við 100 ára haldið. Samstundis varð játtanin til "Bygdarsøvn" lækkað samsvarandi, vísandi til at hetta ikki nervaði virksemið hjá bygdarsøvnunum.

        Hóast Fornminnissavnið í oktober 1998 fekk eina eykajáttan, er talan um eina meirnýtslu uppá 349 t.kr. Um orsøkina hevur stovnsleiðarin víst á, at útreiðslur, sum Fornminnissavnið metti hoyrdu til løgujáttanina, eftir áheitan frá landsarkitektinum "fyribils" vórðu bókaðar undir Fornminnissavninum. Hesar útreiðslur vórðu tó ongantíð umbókaðar til løgujáttanina. Stovnsleiðarin vísir eisini á, at landsarkitekturin hevði "umkonterað" útreiðsluskjøl frá serligu viðlíkahaldsjáttanini til løgujáttanina, sum tískil var "uppbrúkt", meðan lítið var "brúkt" av "viðlíkahaldsjáttanini".

        Á fíggjarlógini 1999 er soljóðandi C-átekning: "Loyvt verður Føroya Fornminnissavni at flyta møguligar inntøkur frá sølu av prentaðum tilfari til næsta fíggjarár". Leiðslan á stovninum dugir ikki at siga, hvat ætlanin er við hesi C-átekning, og hvussu hon skal skiljast. C-átekningin er strikað á fíggjarlógini fyri 2000.

        Í seinastu frágreiðing varð víst á, at Fornminnissavnið hevði fleiri peningastovnskontoir, sum ikki vóru skrásettar í bókhaldinum. Tvær kontoir eru framvegis ikki skrásettar. Ultimo 1998 stóðu góðar 155 t.kr. á hesum kontoum. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur í skrivi dagfest 29. november 1999 heitt á Fornminnissavnið um at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

      15. Føroya Landsbókasavn (GL 1998/2 11 2-3)
      16. Føroya Landsbókasavn virkar eftir Ll. nr. 31/1952 við seinni broytingum. Samlaða játtanin til bókasøvn var 9,650 mió.kr. og nýtslan var 9,577 mió.kr. Játtanin er í viðmerkingunum til fíggjarlógina sundurliðað á 3 undirkontoir:

        20. Føroya Landsbókasavn

        21. Fólkabókasøvn

        40. Inntøkufíggjað virksemi

        Landsbókasavnið røkir eisini umsitingarligu uppgávurnar í sambandi við rakstrarstudningin til tey 26 fólka- og skúlabókasøvnini, sum virka eftir Ll. nr. 56/1988.

        Bókasavnsgjaldið, sum er ásett í § 11 í Ll. nr. 56/1988, er 8% av samlaðu játtanini til øll bókasøvnini, og verður bókað sum lønarútreiðslur. Gjaldið, sum verður býtt til føroyskar týðarar og rithøvundar, hvørs bøkur eru til taks á bókasøvnunum, verður goldið út um A-skattaskipanina.

        Fólka- og skúlabókasøvnini fáa 60% av rakstrarútreiðslunum endurgoldnar, tá ið endaligir roknskapir fyri søvnini fyriliggja. Hetta endurgjald verður skrásett sum flyting til kommunur á undirkonto hjá fólkabókasøvnum. I 1998 var talan um 4,3 mió.kr.

        Í 1996 var ein bókavørður settur til at skráseta bókasøvn á t.d. almennum stovnum og skúlum. Arbeiðið verður gjørt fyri rokning, og inntøkan verður bókað á inntøkufíggjað virksemi.

      17. Mentunargrunnur Føroya Løgtings (G.L. 1998/2 11 9-2)

Mentunargrunnur Føroya Løgtings varð upprunaliga stovnsettur við reglugerð frá 12. september 1947. Verandi reglugerð fyri grunnin er lýst í K. nr. 61/1991. Í § 2 í kunngerðini er ásett, at endamál grunsins er "at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentunarmálum".

 

Í viðmerkingunum til fíggjarlógina fyri 1999 varð løgtingið kunnað um, at nýggj reglugerð verður gjørd við gildi frá 1. januar 1999. Hetta er ikki gjørt. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur upplýst, at uppskot til løgtingslóg um Mentanargrunnin verður lagt fyri løgtingið í hesi tingsetuni.

 

Við Ll. nr. 33/1992 um "avtøku av landskassagrunnum" varð Mentunargrunnurin umskipaður til ein eksternan grunn. "Grunnur til ymisk mentanarlig endamál" og "Grunnur fyri lán og studning til bókaútgávu" vórðu lagdir saman við Mentunargrunninum, og peningaognirnar hjá hesum báðum grunnum vórðu fluttar Mentunargrunninum. Við Ll. nr. 94/1997 um "avtøku av landskassagrunnum", varð grunnurin "Jarðabøkur o.a." tikin av, og ogn og skuld flutt Mentunargrunninum.

 

Sambært § 3 í reglugerðini verður grunnurin stýrdur av eini 5 mannanevnd, sum verður vald av Føroya Løgtingi, Føroya Landsstýri og Listafólkasambandi Føroya.

 

Sambært § 35 í stýrisskipanarlógini kann løgtingið ikki velja limir í nevndir, stýri og ráð, ið taka endaligar fyrisitingarligar avgerðir. § 3 í kunngerð nr. 61/1991 er sostatt ikki í tráð við stýrisskipanarlógina.

 

 

Roknskaparviðurskifti

Vit hava grannskoðað roknskapirnar hjá Mentunargrunni Føroya Løgtings fyri fíggjarárini 1997-1998. Grunnurin nýtir bókhaldsskipanina á Føroya Gjaldstovu, og roknskapurin verður tikin við í landsroknskapin undir fylgiskjal E: "Roknskapir, eksternir grunnar." Á hvørjum ári verður harumframt ein meira útgreinaður eksternur roknskapur settur upp.

 

 

Høvuðstøl

(1.000 kr.)

Roknskapur 1998

Roknskapur 1997

Roknskapur 1996

Lønarútreiðslur

675

410

465

Aðrar útreiðslur

54

176

128

Tilskot til einstaklingar/feløg

1.441

835

903

Útreiðslur íalt

2.170

1.421

1.496

Søla av vørum og tænastum

25

22

23

Rentuinntøkur

166

167

212

Flytingarinntøkur

316

-

-

Játtan

1.700

1.300

1.300

Inntøkur íalt

2.207

1.489

1.535

Úrslit

37

68

-39

 

Vísandi til omanfyristandandi, er so at siga samsvar ímillum inntøkur og útreiðslur hjá grunninum seinastu árini.

 

 

Játtanir á fíggjarløgtingslógini 1990 - 2000

Játtanin seinastu árini hevur verið 1,3 mió.kr., men síðani 1998 er hon stigvíst hækkað til 2,5 mió.kr.

 

(1.000 kr)

1990

1991

1992

1993

1994

1995

1996

1997

1998

1999

2000

Játtan

1.500

1.800

1.800

1.300

1.300

1.300

1.300

1.300

1.700

2.200

2.500

 

 

Fíggjarstøðan 1990 - 1998 (1.000 kr):

Í peningastovnum:

1990

1991

1992

1993

1994

1995

1996

1997

1998

Stovnsfæ

1.738

1.838

1.938

2.038

2.138

3.334

3.486

3.630

3.777

Virkispeningur

270

289

1.112

1.151

2.233

1.382

1.284

1.200

1.472

Innistandandi íalt

2.008

2.127

3.050

3.189

4.371

4.716

4.770

4.830

5.249

Millumr. við landskassan

178

79

-

-128

-

-96

-149

-192

-239

Útlán

-

3.338

2.348

2.736

2.259

2.045

1.977

382

237

Ogn tilsamans

2.186

5.544

5.398

5.797

6.630

6.665

6.598

5.020

5.247

 

Vísandi til omanfyristandandi hevði grunnurin uml. 2 mió.kr. standandi inni í peningastovnum í 1990, og hetta er vaksið til uml. 5 mió.kr. í 1998. Av hesum eru uml. 3,8 mió.kr. bundnar sum stovnsfæ. Stovnsfæið veksur við kr. 100.000 árliga. Hetta er ásett í § 4 í kunngerð nr. 61/1991, vísandi til eina løgtingssamtykt tann 8. mai 1989 í løgtingsmáli nr. 143/1983. Stovnsfæið má ikki skerjast og eigur at verða rentað á tryggan hátt.

 

Stóra hækkingin í stovnsfænum í 1995 stavar frá ognunum hjá teimum báðum grunnunum, sum vórðu yvirtiknir av Mentunargrunninum. Til tess at menna og stimbra grunnin, samtykti nevndin at flyta 1 mió.kr. frá virkispeninginum til stovnsfæið.

 

Uppá fyrispurning um, hvørjar ætlanirnar eru við støðuga vøkstrinum í stovnsfænum/innistandandi í peningastovnum, hevur nevndin upplýst, at vísandi til § 4 í reglugerð grunsins, ið ásetir, hvussu stovnsfæið skal umsitast, hevur nevndin ongan rætt at brúka av stovnsfænum. Nevndin brúkar rentuna til stuðulsveitingar.

 

Lækkingin í útlánum í 1997 stavar frá, at 1,4 mió.kr. vórðu avsettar ímóti tapi. Í 1998 vórðu 100 t.kr. afturat avsettar ímóti tapi. Føroya Gjaldstova tekur sær av øllum viðvíkjandi avskriving og innkrevjing av lánum. Í teimum lánum, sum grunnurin hevur játtað, er ongin trygd, sum kann gerast galdandi, um ikki verður goldið. Einki lán er játtað síðan 1992.

 

 

Ordan, skjalagoymsla o.a.

Kannað varð, um roknskaparhaldið var dagført, og um mánaðarroknskapir, skjøl, avrit av ávísingum o.a. vóru sett uppá pláss og goymd forsvarliga. Einki var at finnast at, og nevnast kann, at tað er avbera gott skil á bræva-/skjalaviðurskiftunum.

 

Nøkur skjøl vórðu vald út til nærri grannskoðan, og kannað varð m.a., um kontering, upphædd, veitingarslag, ávísing og skráseting var í lagi, og um bókingar um ársskiftið vóru farnar á rætt fíggjarár. Einki var at finnast at.

 

 

Stuðulsveitingar

Grunnurin rindar studning til bókaútgávu, útgávu av fløgum v.m. inn á bankakonto hjá umsøkjara uttan um skattaskipanina. Vit ivast í, um hetta er í tráð við § 60 í skattalógini.

 

Nevndin hevur boðað frá, at kannað verður, um avtala kann gerast um, at grunnurin eina ferð um árið gevur Toll- og Skattstovuni eitt yvirlit yvir, hvør hevur fingið stuðul.

 

 

Meting av, um stuðulin fer til rætt endamál

Ongin lógaráseting e.l. er, sum nærri ásetir, hvørjum grunnurin skal stuðla, og hvat endamál stuðul skal veitast til. Ásetingarnar í endamálsorðingini í kunngerðini fyri Mentunargrunnin, og tær fáu viðmerkingarnar í fíggjarlógaruppskotinum, er einasta áseting um, hvør kann fáa studning. Vit meta ikki, at hetta er nøktandi.

 

Uppá fyrispurning, hevur nevndin einans upplýst, at grunnurin í fleiri ár hevur havt ávísar mannagongdir, tá stuðul hevur verið játtaður. Av gerðabókini gongur fram, at nevndin ikki veitir studning til skúlaflokkar til námsferðir v.m., ella til útbúnað sum teldur ella skrivstovulutir.

 

Vit hava gjøgnumgingið nøkur útgjøld, og halda tað vera ivasamt at lata studning til:

  1. kommunur, ið áleggja kommunuskatt til m.a. mentanarmál, t.d. fekk Sjóvar kommuna stuðul at geva út bókina Sjóvar sókn/bóndafólkini á Strondum og Klaksvíkar kommuna til at vera við á Nordvesten ‘97
  2. stovnar v.m., sum frammanundan fáa rakstrarjáttan/stuðul á fíggjarlógini, t.d. Sjónleikarhúsið, Føroya Skúlabókagrunnur og Heilsufrøðiliga Starvsstovan
  3. virkir og feløg, sum ikki "tørva" studning, t.d. fekk H. N. Jacobsens bókahandil stuðul til at geva út Songbók Føroya Fólks, Tíðindablaðið Sosialurin til bókina SKEMT

 

 

Vantandi lógargrundarlag

Vanliga verður tað mett at vera góður lóggávusiður, at nærri reglur um studningsskipanir, sum venda sær til ein breiðan umsøkjaraskara, verða ásettar í serstakari lóg við m.ø.:

  1. Neyvari endamálsáseting í lógini. Í viðmerkingunum: ítøkiligar ásetingar fyri, hvørji úrslit/eyðkenni kunnu nýtast sum mát fyri, um endamálið er rokkið.
  2. Lýsing/avmarking av hvør kann fáa stuðul, hvussu stuðulin verður roknaður út, og hvussu stór samlaða stuðulsupphæddin er, vísandi til fíggjarlóg.
  3. Reglur um, hvussu og nær stuðulin verður goldin út.
  4. Heimild í lógini at áseta reglur fyri viðgerð og góðkenning av umsóknum, krøv til skjalprógv, treytir fyri játtan og nýtslu av stuðuli.
  5. Heimild í lógini at krevja, at einstaklingar, feløg ella viðtøkur fyri sjálvsognarstovnar o.l., skulu lúka ávís krøv/góðkennast, sum treyt fyri stuðuli.
  6. Heimild í lógini at áseta nærri treytir og reglur viðvíkjandi fíggjarætlan, eftirliti, roknskapum og grannskoðan.
  7. Ásetingar í lógini um, at ein tilsøgn um stuðul fellur burtur, ella stuðulin skal rindast aftur, um móttakarin ikki longur lýkur settar treytir, ella ikki megnar at fullføra eina ætlan innan ásetta tíð.
  8. Upplýsingarskyldu og atgongd til kanningar á staðnum.
  9. Møguligar revsireglur.

 

    1. Kirkjugrunnurin og kirkjukassar (J.nr.:GL 1998/2 11 6-2)
      1. Lógargrundarlag
      2. Til 1. januar 2000 varð lógargrundarlagið "Lov nr. 109 af 29.03.1924 for Færøerne om Kirkernes Styrelse", sum broytt við "Lov nr. 192 af 11.05.1935".

        Lógargrundarlagið hevur sostatt verið gamalt og á fleiri økjum ótíðarhóskandi, og nógvir løgfrøðiligir, fíggjarligir og roknskaparligir ivaspurningar hava verið viðvíkjandi Kirkjugrunninum og kirkjuráðunum/kirkjukassunum.

        1. januar 2000 komu nýggju kirkjulógirnar í gildi við kongaligari fyriskipan. Av hesum er tað serliga "Anordning nr. 887 af 8. december 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens økonomi", sum hevur týdning fyri fíggjarligu viðurskiftini. Við heimild í hesi lóg hevur landsstýrismaðurin í kirkjumálum ásett nærri reglur í kunngerð nr. 14 frá 11. februar 2000, um kirjugrunnin, og kunngerð nr. 12 frá 11. februar 2000, um kirkjukassar.

        Sambært § 1 í gomlu lógini var løgtingið ovasta stýri kirkjunnar, og tað var løgtingið, sum stjórnaði Kirkjugrunnin, skipaði fyri roknskaparførslu, grannskoðan og góðkendi roknskapin. Sambært § 2 í lógini var tað kirkjuráðini, sum á staðnum stjórnaðu kirkjunum. Umsjón við kirkjuráðunum hevði Kirkjustjórnin, sum var amtmaðurin (ríkisumboðsmaðurin), prósturin (dómpróstur) og 3 limir, sum løgtingið valdi. Løgtingið játtaði pening til Kirkjugrunnin, og Kirkjustjórnin gjørdi av, hvussu peningurin í grunninum skuldi nýtast. Sambært § 1 í stýrisskipanarlógini er útinnandi valdið hjá landsstýrinum, og sambært § 35 kann løgtingið ikki velja limir í nevndir, stýri og ráð, ið taka endaligar fyrisitingarligar avgerðir. "Lov om kirkernes styrelse" hevur sostatt ikki verið í tráð við stýrisskipanarlógina.

        Við nýggju lóggávuni er Kirkjustjórnin ikki til longur, og frá 1. januar 2000 umsitur Stiftsstjórnin grunnin. Í stiftsstjórnini sita biskupur, ríkisumboðsmaðurin og landsstýrismaðurin í kirkjumálum.

        Í § 11, stk. 1, í gomlu lógini var ásett, at peningurin í Kirkjugrunninum var til at halda kirkjurnar viðlíka uttandura og til nýbygging av kirkjum. Men í viðmerkingum landsstýrisins í løgtingsmáli nr. 17/1997 "uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar", verður m.a. víst á, at kirkjumál er eitt B-mál, sum ikki er yvirtikið. Víst verður eisini á, at landskassin um fíggjarlógina í mong ár hevur latið ávíst tilskot til fólkakirkjuna umvegis Kirkjugrunnin, men at ongin lóg finst, ið beinleiðis áleggur landskassanum at gera hetta. Sambært grundlógini er tað staturin, sum fyriskipar at stuðla fólkakirkjuna. Í viðmerkingunum verður ført fram, at tilskotið tí kanska kann skiljast sum føroyski "statsstuðulin" til fólkakirkjuna í Føroyum. - Vísandi til omanfyristandandi tykist, sum endamál, ábyrgd og skyldur hjá Kirkjugrunninum eru ógreiðar. Vit hava heitt á landsstýrismannin um at greiða frá hvørjar ætlanir eru at greiða hesi viðurskifti framyvir, men hava einki svar fingið.

        Av teimum 60 kirkjunum í Føroyum eru 18 friðaðar, og nakrar av teimum verða ikki brúktar longur til kirkjulig endamál. Sambært heimastýrislógini eru fornminni eitt A-mál, sum er yvirtikið, og Ll. nr. 19/1948, sum broytt við Ll. nr. 11/1972, fevnir eisini um kirkjur. Á fíggjarlógini er peningur játtaður til Føroya Fornminnissavn. Harumframt er ein høvuðskonto við heitinum "Friðað hús og fornminni", sum er ætlað at reka friðaðar landsognir og veita stuðul til friðað hús og fornminni, sum ikki eru landsogn. Vit hava mælt landsstýrismanninum til at greiða spurningin, hvør eigur kirkjurnar, og spurningin um ábyrgdar- og heimildarbýtið millum landsstýrið, fornminnisnevndina, Føroya Fornminnissavn, Kirkjugrunnin, kirkjustjórnina, kirkjuráðini og statin viðvíkjandi friðaðum kirkjum, herundir býtið av útreiðslum/meirútreiðslum, sum standast av, at kirkjurnar eru friðaðar.

      3. Kirkjugrunnurin
      4. Játtanar- og roknskaparviðurskifti

        Fram til 1991 varð Kirkjugrunnurin tikin við í landsroknskapinum saman við øðrum landskassagrunnum. Við løgtingslóg nr. 33/1992 vórðu flestu landskassagrunnar tiknir av, og nakrir vórðu umskipaðir til sokallaðar eksternar grunnar við egnum stýri og ræði yvir peningaognum; men hesir eksternu grunnar verða tiknir við í landsroknskapinum í fíggjarstøðuni. Sambært Ll. nr. 33/1994 um landsins almenna roknskaparhald skal landsroknskapurin, umframt allar inntøkur og útreiðslur, eisini fevna um aktiv og passiv landsins og broytingar hesum viðvíkjandi í árinum. Eftir okkara tykki er tað mest sannlíkt at meta Kirkjugrunnin sum ein eksternan landskassagrunn, sum skal takast við í landsroknskapin. Vit hava biðið landsstýrismannin um viðmerkingar til hesi sjónarmið.

        Við heimild í § 3 í Ll. nr. 33/1994, um landsins almenna roknskaparhald v.m., hevur landsstýrið í kunngerð nr. 114 frá 22. august 1996 ásett nærri reglur á roknskaparøkinum. Kunngerðin kom í gildi 1. januar 1997. Vit hava mett, at lógin og kunngerðin eisini fevna um roknskapin hjá Kirkjugrunninum, og hava biðið landsstýrismaðurin um viðmerkingar til hesi sjónarmið. Landsstýrismaðurin hevur ikki svarað, men nevnast kann, at landsstýrismaðurin í § 2, stk. 2, í kunngerð nr. 12/2000 um kirkjugrunnin hevur ásett, at bókhaldið hjá grunninum verður skipað eftir somu ásetingum, sum galda fyri roknskaparhaldið hjá Stiftsstjórnini.

        Fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum hjá grunninum er árliga játtanin á fíggjarlógini. Bókhaldið hjá Kirkjugrunninum verður ført hjá Føroya Stiftsstjórn og er skipað eftir somu reglum og ásetingum, sum roknskaparhaldið hjá stiftsstjórnini. Mett verður, at bókhaldið hjá grunninum er væl umsitið, og at fundarfrásagnirnar geva eina greiða mynd av virkseminum hjá Kirkjustjórnini.

        Vit hava gjøgnumgingið ársroknskapirnar hjá Kirkjugrunninum fyri 1997 og 1998 og hava kannað, um teir samsvara við bókhaldið. Við stakroyndum er eisini kannað, um skrásetingarnar í bókhaldinum samsvara við skjalatilfar, uttanhýsis kontoavrit v.m. Vit hava eisini lisið fundarbøkurnar hjá Kirkjustjórnini, sum á fundum m.a. tekur støðu til stuðulsumsóknir og raðfesting av viðlíkahaldi av kirkjunum.

        Niðanfyri er gjørdur ein samandráttur av rakstrarroknskapi og fíggjarstøðu í ársroknskapunum fyri 1997 og 1998. Til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1993 - 1996 tikin við:

        Rakstrarroknskapur (1.000 kr):

        1998

        1997

        1996

        1995

        1994

        1993

        Játtan á fíggjarlóg

        3.000

        3.000

        3.000

        3.000

        3.000

        3.000

        Býtispeningur frá Fossbankanum

        73

        218

        218

        Flutt vegna Gøtu Kirkju

        478

        Rentuinntøkur

        202

        199

        164

        147

        81

        84

        Inntøkur í alt:

        3.202

        3.272

        3.382

        3.843

        3.081

        3.084

        Viðlíkahald av kirkjum

        2.930

        1.599

        1.234

        1.357

        1.304

        1.681

        Fríðrikskirkjan, studningur

        850

        500

        500

        Gøtu Kirkja, studningur

        853

        478

        ½ av ferðaendurgjaldi til prestar

        120

        120

        120

        106

        98

        110

        ½ av tryggingarútr. av kirkjunum

        178

        171

        180

        154

        148

        174

        Vestre Kirkegård, ansing av før. parti

        54

        56

        56

        104

        46

        45

        Tekning og modelarbeiði

        181

        250

        90

        15

        7

        20

        Aðrar útreiðslur

        27

        26

        32

        19

        32

        21

        Tap Fossbankin

        0

        0

        0

        0

        0

        734

        Útreiðslur íalt:

        4.340

        2.222

        3.065

        2.233

        2.135

        2.785

        Úrslit:

        -1.138

        1.050

        317

        1.610

        946

        299

        Fíggjarstøða (1.000 kr):

        Ogn í peningastovnum

        4.610

        5.765

        4.498

        4.165

        2.478

        1.482

        Kreditorar

        - 347

        - 364

        - 148

        - 131

        - 55

        - 5

        Eginogn:

        4.263

        5.401

        4.350

        4.034

        2.423

        1.477

        Inntøkurnar hjá grunninum stava frá árligu játtanini á fíggjarlógini, sum hevur verið 3 mió.kr. í nógv ár, og harumframt er talan um rentuinntøkur av innistandandi í peningastovnum. Útreiðslurnar árini 1993-1997 vóru lægri enn inntøkurnar, og í hesum tíðarskeiði vaks eginognin við 4,2 mió.kr. til 5,4 mió.kr. ultimo 1997. Í 1998 vóru útreiðslurnar 1,1 mió.kr. hægri enn inntøkurnar.

        Játtanin á fíggjarlógini verður mánaðarliga flutt frá gjaldstovuni á konto hjá grunninum. Gjaldstovan hevur av misgáum bókað 0,5 mió.kr. av játtanini fyri 1998 í fíggjarárinum 1997, og tí eru landsroknskapirnir bæði árini misvísandi og vísa eina nýtslu uppá ávikavist 3,5 og 2,5 mió.kr. í staðin fyri 3 mió.kr. bæði árini

        Vísandi til omanfyristandandi fer meginparturin at útreiðslunum hjá grunninum til viðlíkahald av kirkjunum. Harumframt rindar Kirkjugrunnurin Kirkjumálaráðnum ½ av ferðaútreiðslunum hjá prestunum, ½ av gjaldinum fyri at tryggja kirkjurnar, og Kirkjugrunnurin rindar eisini fyri at halda tann føroyska partin av Vestre Kirkegård.

        Grunnurin endurrindar kirkjumálaráðnum ½ av ferðaútreiðslunum hjá prestum í Føroyum, sambært einum skrivi frá Kirkjumálaráðnum dagfest 12. januar 1984. Í mun til samlaða kostnaðin, sum staturin rindar, tykist tað púra burturvið at endurrinda statinum hesar útreiðslur. Landsstýrismaðurin varð biðin um viðmerkingar til hesi viðurskifti, men vit fingu einki svar. At grunnurin skal endurrinda kirkjumálaráðnum ½ av ferðaútreiðslunum hjá prestum, er nú tikið við í lógina.

        Stuðulsumsiting

        Í sambandi við viðlíkahald av kirkjum er vanliga mannagongdin, at kirkjuráðini senda Kirkjustjórnini umsókn um stuðul. Er talan um upphæddir størri enn kr. 20.000, hevur Kirkjustjórnin gjørt av, at kirkjuráðini fyrst biðja um 2 tilboð, sum verða at senda saman við umsóknini. Kirkjustjórnin ger síðani av, um arbeiðið skal gerast, og hvørjum tilboði takast skal av.

        Sambært roknskapinum hjá Kirkjugrunninum er í 1998 studningur veittur uppá kr. 850.000. Sambært bókhaldinum er studningur uppá 750.000 kr. latin Nes kirkjuráði til pípuorgul í Fríðrikskirkjuna.

        Sambært roknskapinum fyri Fríðrikskirkjuna, er peningurin ikki brúktur, men settur á peningastovnskonto, sum er "bundin" til hetta endamál, og er at meta sum eitt slag av "orgulgrunni". Peningurin er sostatt fluttur av eini peningastovnskonto hjá Kirkjugrunninum til eina peningastovnskonto hjá Fríðrikskirkjuni. Vit ivast í, um henda studningsmannagongd er skilagóð. Tað hevði ivaleyst verið rættari at bíða við at veitt stuðul, til talan var um eitt konkret prosjekt, soleiðis at stuðulin varð veittur sum liður í eini samlaðari fígging av einum arbeiði, sum var farið í gongd.

        Samstundis sum Fríðrikskirkjan ultimo 1998 hevur eitt lán uppá 3,8 mió.kr., við rentu uppá uml. 7,5 %, hevur kirkjan út við 1 mió.kr. standandi inni í peningastovnum. Hetta verður vanliga ikki roknað at vera skilagott. Her kann nevnast, at sambært roknskapinum fyri 1998 hevði Vesturkirkjan eitt lán uppá uml. 1,6 mió.kr., samstundis sum hon hevði uml. 1,9 mió.kr. standandi inni í peningastovnum.

        Eins og tá talan er um at byggja nýggjar kirkjur, hevði Kirkjustjórnin heldur ongar reglur at halda seg til, tá talan er um størri íløgur av slíkum slag, sum omanfyri nevnt. Vit hava spurt, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur um greiðari reglur á hesum øki. Landsstýrismaðurin hevur ikki svarað, men nevnast kann, at sambært § 22 og § 23, stk. 2, í "lov om folkekirkens økonomi", er álagt landsstýrismanninum at áseta reglur um, hvussu Stiftsstjórnin skal stjórna grunninum og um stuðulsveitingar úr grunninum.

        Hetta hevur landsstýrismaðurin gjørt í kunngerð nr. 12/2000 um kirkjugrunnin á henda hátt:

        § 1, stk. 1: Stiftsstjórnin stjórnar grunninum

        § 4, stk. 2: Stuðul verður veittur eftir umsókn frá avvarðandi kirkjuráði

        § 5, stk. 3: Stiftsstjórnin ásetir sjálv, hvørjar mannagongdir eiga at verða fylgdar, tá søkt verður um stuðul

        Landsstýrismaðurin hevur sostatt ongar reglur ásett, men latið tað yvir til stiftsstjórnina sjálva at áseta, hvussu mannagongdirnar skulu vera. Vit meta ikki, at landsstýrismaðurin í eini kunngerð kann "delegera" hesa uppgávu til stiftsstjórnina.

      5. Kirkjukassar

Vantandi reglur um grannskoðan og góðkenning av roknskapum

Sambært § 3, stk. 3, í gomlu lógini kundi løgtingið áseta nærri reglur fyri roknskapirnar, ið kirkjuráðini skuldu lata Kirkjustjórnini. Ongar slíkar reglur vóru ásettar, men Kirkjustjórnin hevði álagt kirkjuráðunum at nýta eitt serligt roknskaparskema, sum var umsett úr donskum.

 

Sambært § 7 skuldu kirkjuráðini innan apríl mánaður var liðin senda Kirkjustjórnini roknskapirnar fyri árið frammanundan til grannskoðan og góðkenningar. Heldur ongar reglur vóru galdandi her, og upplýst er, at "cirkulære om kirkelige kassers budget, regnskab og revision m.v." frá 22. juli 1992 á ávísum økjum varð nýtt vegleiðandi.

 

Vit hava víst á, at reglurnar hava verið ógreiðar, og hava spurt, hvørji stig landsstýrismaðurin ætlaði at taka fyri at fáa viðurskiftini í rættlag.

 

Landsstýrismaðurin hevur ikki svarað, men sambært § 6, stk. 3, § 10, stk. 2, og § 12, stk. 1, í "lov om folkekirkens økonomi", er nú álagt honum at áseta nærri reglur um:

  1. udarbejdelse af budgetter for kirkekasserne
  2. stiftsøvrighedens godkendelse af kirkekassernes budget
  3. regnskabernes aflæggelse
  4. benyttelse af regnskabskyndig bistand i f.m. regnskabernes tilrettelæggelse og aflæggelse og ved kasseeftersyn
  5. revision
  6. provstiudvalgenes godkendelse af regnskaberne

 

Hetta hevur landsstýrismaðurin gjørt í kunngerð nr. 14/2000 um kirkjukassar á henda hátt:

§ 1, stk. 2: Stiftsstjórnin kann áseta reglur fyri, hvussu fíggjarætlanin skal setast upp og skipast.

§ 5, stk. 2: Stiftsstjórnin kann áseta reglur fyri, hvussu roknskapurin skal setast upp.

Landsstýrismaðurin hevur sostatt ikki ásett nærri reglur í kunngerðini, men einans skrivað, at stiftsstjórnin kann áseta nærri reglur. Eftir okkara meting kann landsstýrismaðurin ikki í eini kunngerð "delegera" hesa uppgávu til stiftsstjórnina.

 

 

Byggjan av nýggjum kirkjum

Í gomlu lógini var ivasamt, hvussu heimildar- og ábyrgdarbýtið var ímillum Kirkjugrunnin/kirkjustjórnina, kirkjuráðini, landsstýrið og statin, tá nýggjar kirkjur skuldu byggjast/fíggjast. Hesi viðurskifti vórðu fyri ein part umrødd á fundi í Kirkjustjórnini tann 27. januar 1997, í sambandi við at Kollafjarðar kirkjuráð í skrivi hevði boðað frá, at teir síðani 1991 høvdu sett ein %-part av kirkjuskattinum í grunn til nýggja kirkju, og at ætlanin var at nýta somu mannagongd í 1997. Sambært frásøgnini umrøddi Kirkjustjórnin spurningin, um heimild var at byggja kirkjur fyri lokalan kirkjuskatt, men samtykt varð ikki at gera viðmerkingar til mannagongdina. Kirkjustjórnini hevði í skrivi til landsstýrið dagfest 13. desember 1994 víst á, at sambært § 11 skuldi Kirkjugrunnurin fíggja byggjan av nýggjum kirkjum, men um peningurin ikki rakk til, var tað sambært § 11, stk. 3, gjørligt at skriva út ein serligan kirkjuskatt. Hetta var ongantíð gjørt, og Kirkjustjórnin og skiftandi landsstýri høvdu góðkent, at nýggjar kirkju lutvíst vórðu fíggjaðar yvir vanliga kirkjuskattin.

 

Her kann eisini nevnast, at sambært roknskapinum fyri Havnar kirkju, verður ein stórur partur av vanliga kirkjuskattinum settur í "grunn" til Hoyvíkar kirkju. Sambært roknskapinum vórðu 0,5 mió.kr. settar av í 1998, hóast tað ikki gongur fram av fíggjarætlanini. Við árslok 1998 stóðu uml. 9,6 mió.kr. í hesum "grunni"/bankabók. Harumframt hevði Havnar kirkja 1 mió.kr. standandi inni sum "tøkur peningur". Av roknskapinum gongur fram, at sambært fíggjarætlanini fyri 1998 varð roknað við 1,6 mió.kr. í kirkjuskatti, og at hann at kalla skuldi javnviga við mettu útreiðslurnar. 0,5 mió.kr. skuldu m.a. nýtast til at umvæla kirkjuna innan og uttan, og góðar 0,4 mió.kr. til rentur og avdráttir. Sambært roknskapinum varð kirkjuskatturin í 1998 uml. 1,6 mió.kr., men einans 131 t.kr. vórðu nýttar til umvæling. Rentur og avdráttir vóru 0 kr., helst tí kirkjan einki lán hevur. Kirkjan hevði tí eitt yvirskot uppá uml. 0,8 mió.kr. Sum nevnt vórðu 0,5 mió.kr. settar á bankabók til Hoyvíkar kirkju, og tøki peningurin øktist við 0,3 mió.kr. til uml. 1 mió.kr. Sambært roknskapinum hjá Kirkjugrunninum fekk Havnar Kirkja 435 t.kr. til viðlíkahald í 1998, og samanlagt hevur hon fingið uml. 1,5 mió.kr. úr grunninum árini 1995-1998. Vísandi til roknskapin fyri 1998 tykist kirkjuskatturin ikki at vera nýttur samsvarandi fíggjarætlanini, og Kirkjugrunnurin tykist hava rindað fyri útreiðslur, sum kirkjan hevði við í sínari fíggjarætlan.

 

 

Gøtu kirkja

Roknskapurin hjá Gøtu kirkjuráð hevur í nógv ár verið ófullfíggjaður. Kirkjuskatturin verður als ikki tikin við sum inntøka, og rentur og avdráttir verða ikki tikin við sum útreiðsla.

 

Á fundi í Kirkjustjórnini 16. mars 1998 vórðu umrøddir ymsir trupulleikar í sambandi við roknskapin fyri 1996 hjá Gøtu kirkju, m.a. at eitt lán og ein byggigrunnur ikki eru skrásett, og álagt var kirkjuráðnum í Gøtu at halda seg til roknskaparreglurnar. Síðani samtykti Kirkjustjórnin á fundi tann 6. juli 1999, at fáa ein løggildan grannskoðara at grannskoða roknskapirnar fyri 1997 og 1998.

 

Í roknskapinum fyri 1997 og 1998 verður upplýst um eitt lán, sum Føroya Brunatrygging hevur veitt. Ultimo 1997 varð restskuldin av hesum láni uml. 8 mió.kr. Í 1998 vóru rentuútreiðslurnar 1 mió.kr. og avdráttirnir uml. 0,9 mió.kr. Ultimo 1998 var restskuldin 8,1 mió.kr. Talan er sostatt um óvanliga høgar rentuútreiðslur, svarandi til uml. 12,5% í 1998. Ein óbeinleiðis uppgerð av tilskrivaðum rentum, sum kommunan gjørdi í 1997, vísir, at tilskrivaðar rentur til og við 1996 eru uml. 5,2 mió.kr. Verður rentutilskrivingin í 1997 og 1998 løgd afturat, so er samlaða rentutilskrivingin uml. 7 mió.kr. Lánið var upprunaliga 6 mió.kr.

 

Kirkjustjórnin játtaði í februar 1999 1,5 mió.kr. til at afturgjalda skuld, í sambandi við at nýggj lánsavtala varð gjørd við Tryggingarfelagið Føroyar, har rentan varð lækkað og afturgjaldstíðin longd til 15 ár, við møguleika fyri at leingja hana upp í 20 ár.

 

Vit undrast á, at tað ikki fyrr enn so seint eydnaðist at finna eina loysn, sum tryggjaði eina munandi lægri rentu, vísandi til, at rentustøðið sum heild seinnu árini hevur verið at kalla í botni. Eisini er at viðmerkja, at samstundis, sum henda stóra rentutilskriving hevur verið av láninum hjá Gøtu kirkjuráð, hevur Kirkjugrunnurin í tíðarskeiðinum 1992-1997 økt um sítt innistandandi í peningastovnum úr 1,2 til 5,8 mió.kr. og hevur veitt stuðul til kirkjur, sum fíggjarliga eru sera væl fyri.

 

Á fundinum hjá Kirkjustjórnini 27. januar 1997, tá m.a. fíggjarligu trupulleikarnir hjá Gøtu kirkju eisini vórðu umrøddir, varð leikluturin hjá Kirkjustjórnini sum eftirlitsmyndugleiki í sambandi við kirkjubygging umrøddur. Semja var um, at Kirkjustjórnin framyvir átti at leggja seg meira eftir eftirlitsmyndugleikanum og m.a. krevja byggiroknskap frá kirkjuráðunum. Í hesum sambandi kann nevnast, at ongar reglur hava verið galdandi á økinum, herundir hvønn leiklut Kirkjustjórnin hevði sum eftirlitsmyndugleiki í sambandi við bygging av kirkjum. Vit hava spurt, hvørji stig landsstýrismaðurin ætlar at taka til at tryggja greiðari reglur framyvir, m.a. soleiðis, at syndarliga gongdin í sambandi við byggingini av Gøtu kirkju ikki endurtekur seg, men vit hava einki svar fingið.

 

      1. Samskifti við Undirvísingar- og Mentamálastýrið

15. juli 1999 varð ein frágreiðing við omanfyri umrøddu fyrispurningum send landsstýrismanninum til viðmerkingar, men vit hava einki svar fingið. Landsstýrismaðurin hevur í mars 2000 upplýst, at orka ikki hevur verið til at svara, tí arbeitt hevur verið við málinum um at yvirtaka fólkakirkjuna og at gera kunngerðir til nýggju kirkjulógirnar.

 

  1. LANDBÚNAÐARMÁL
    1. Almennar royndir og ráðgeving (GL 1996/2 13 2-1)

Í sambandi við grannskoðan av "Almennum royndum og ráðgeving" hava vit vitjað stovnin í 1998, og vit hava mælt til:

  1. mánaðarroknskapirnir verða váttaðir
  2. betri skil verður hildið á roknskaparskjølunum
  3. forskotskassin verður stemmaður av mótvegis gjaldstovuni
  4. nummereraðar kvittanir verða nýttar til kontantsølu

 

Vit hava áður víst, á at ongar formligar reglur hava verið fyri stovnin síðani kunngerð nr. 83 /1991 varð tikin av. Landsstýrismaðurin hevur síðani boðað frá, at hann í desember 1998 hevur góðkent eina nýggja reglugerð fyri stovnin.

 

    1. Búnaðardepilin í Kollafirði (GL 1996/2 13 2-1)
    2. Vit hava fleiri ferðir víst á tey ógreiðu viðurskiftini, sum eru viðvíkjandi umsiting av ognunum í Kollafirði. Í oktober 1999 hevur landsstýrisimaðurin boðað frá, at gjørt er av, at teir sum halda til á Búnaðardeplinum skulu gjalda leigu til landskassan, og at stovnurin "Almennar Royndir og Ráðgeving" skal hava ábyrgd av ognunum. Nýggir leigusáttmálar verða gjørdir, og ætlanin er at fáa nýggju skipanina at virka í 2000.

    3. Skógrøkt Landsins (GL 1996/2 13 2-3)
    4. Vit hava fleiri ferðir víst á, at samsvar ikki er millum tað virksemi, sum fer fram á stovninum í dag, og løgtingslóg nr. 53/1952 "um viðarlundir". Í oktober 1999 hevur landsstýrisimaðurin boðað frá, at hann hevur heitt á Skógrøktina um at fara undir aftur arbeiðið at dagføra skógrøktarlógina, sum farið varð undir í 1987. Somuleiðis hava vit eisini fleiri ferðir víst á, at einki ognaryvirlit er. Skógrøktin hevur síðani gjørt eitt fullfíggjað ognaryvirlit

    5. Landsdjóralæknin, Djóralækna- og Fiskasjúkutænastan (GL 1997/2 13 2-4)

Í mong ár hevur ikki verið samsvar millum starvsøkið hjá Landsdjóralæknanum og K. nr. 53 /1975 Reglugerð fyri Landsdjóralæknan. Í hesum sambandi kann nevnast, at løgtingslóg nr. 40 /1999 "um djóralæknavirksemi v.m" er sett í gildi í apríl 1999.

 

Vit hava áður gjørt vart við tey sera ógreiðu sáttmálaviðurskiftini millum landsstýrið og Djóralækna- og Fiskasjúkutænastuna. Í oktober 1999 boðaði landsstýrisimaðurin frá, at við støði í nýggju lógini verður farið undir nýggjar sáttmálasamráðingar í november 1999.

 

  1. FISKIVINNUMÁL
    1. Lønjavningarstovan, stuðulsskipanir (GL 1999/2 14 4-5)
    2. Vit hava grannskoðað roknskaparviðurskiftini hjá Lønjavningarstovuni og tær stuðulsskipanir, Lønjavningarstovan umsitur. Endamálið við grannskoðanini var m.a. at kanna og meta, um mannagongd og málsviðgerð er hóskandi og trygg, um neyðug skjalprógv vóru í málunum, og um stuðulin var latin sambært lóg og kunngerð. Vit valdu tilvildarliga út einstøk mál í teimum ymisku stuðulsskipanunum at kanna, um útgjaldingarnar vóru rættar.

      1. Lønjavningarstovan
      2. Lógargrundarlag

        Reglur fyri Lønjavningarstovuna eru ásettar í Ll. nr. 73 frá 23. mai 1997 um Lønjavningargrunn, sum er broytt við Ll. nr. 83 frá 11. desember 1998. Við hesi lógarbroyting vórðu §§ 3 og 4 strikaðar, og heitið "Lønjavningargrunnurin" varð broytt til "Lønjavningarstovan". Lønjavningarstovan er stovnur undir Fiskimálastýrinum. Sambært grein 2, stk. 1, er endamálið at fyrisita skipanir viðvíkjandi minstuløn, dagstudningi og minstaforvinningi v.m. Somuleiðis kann Lønjavningarstovan fyrisita aðrar skipanir, ið eru tengdar at fíggjarviðurskiftum fiskimanna.

        Sambært § 2, stk. 3, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð nærri reglur fyri mannagongdir í sambandi við útgjøld frá Lønjavningarstovuni. Vit hava víst á, at í lógini er álagt landsstýrismanninum at áseta nærri reglur í kunngerð, men hetta er ikki gjørt. Fiskimálastýrið hevur upplýst, at arbeitt verður við hesum, men kunngerðin er ikki liðug.

        Játtanar-/roknskapartøl fyri 1997 og 1998

        (1.000 kr.)

        Játtan 1998

        Roknsk. 1998

        Munur

        Játtan
        1997

        Roknsk.
        1997

        Munur

        Nettojáttan/-útreiðsla

        2.954

        2.024

        930

        1.943

        2720

        -777

        Játtanin til Lønjavningarstovuna er ein rakstrarjáttan. Á stovninum eru 6 starvsfólk umframt stjóran. Ein orsøk til, at útreiðslurnar í 1998 eru lægri enn árini frammanundan, er, at stovnurin ongar útreiðslur hevur havt av bygninginum, sum landið "yvirtók", tá Lønjavningargrunnurin varð tikin av í 1997.

        Roknskaparhaldið

        Sambært § 5 í Ll. nr. 33/1994 um landsins almenna roknskaparhald v.m. skal ein reglugerð fyri roknskaparhald gerast á øllum stovnum. Ongin tílík reglugerð er á Lønjavningarstovuni. Fiskimálastýrið upplýsir, at arbeitt verður við hesum.

        Hvønn mánað sendir Gjaldstovan ein mánaðarroknskap fyri hvørja høvuðskonto á fíggjarlógini, sum Lønjavningarstovan umsitur. Sambært roknskaparkunngerðini og skrivi frá Fíggjarmálastýrinum/Gjaldstovuni skal stovnsleiðarin kanna, um bókingarnar eru rættar. At tað er gjørt, skal hann vátta við átekning á roknskapin. Hetta er ikki gjørt í 1997 og 1998. Viðvíkjandi 1998 hava vit saman við leiðsluni samanborið bókingar við skjalatilfar til tess at tryggja, at størri feilir ikki eru í roknskapinum. Í hesum sambandi vóru 3,2 mió.kr., sum viðvíktu tíðaravmarking av útreiðslum, umbókaðar.

        Vit mæltu Lønjavningarstovuni til framyvir at kanna og vátta mánaðarroknskapirnar so hvørt, og vísandi til § 9, stk. 2, í roknskaparkunngerðini mæltu vit Fiskimálastýrinum til, at hetta verður gjørt á øllum stovnum undir stýrinum. Fiskimálastýrið hevur upplýst, at hetta verður gjørt frá 1. januar 2000, og at arbeitt verður við at gera eina nágreiniliga mannagongd fyri roknskaparreglurnar í øllum stýrinum.

        Vit mæltu eisini til, at útrokningarnar viðvíkjandi teimum ymisku stuðulsskipanunum, sum Lønjavningarstovan umsitur, á ein skipaðan hátt verða eftirkannaðar við stakroyndum, vísandi til at eitt tílíkt "innaneftirlit" er neyðugt, tá talan er um so stórar upphæddir. Fiskimálastýrið hevur upplýst, at viðurskiftini verða kannað nærri, og at roynt verður at seta hetta í verk sum skjótast.

        Edv-skipanin

        Lønjavningarstovan umsitur fleiri ymiskar stuðulsskipanir til fiskivinnuna, og talan er um fleiri serstakar edv-skipanir, t.d. er ein skipan til dagstudning/minstuløn, ein til minstaforvinning og ein til telefonstuðul. Ongin vegleiðing ella dokumentatión er til tær ymisku skipanirnar. Fiskimálastýrið hevur upplýst, at arbeitt verður við hesum.

      3. Inntøkutrygd hjá fiskimonnum
      4. Lógargrundarlag

        "Inntøkutrygd hjá fiskimonnum" er tvær stuðulsskipanir, við hvør sínum lógargrundarlagi.

        Reglur um minstuløn/dagstudning eru ásettar í Ll. nr. 112 frá 29. desember 1998 um minstuløn og dagstudning, og reglur um minstaforvinning eru ásettar í Ll. nr. 166 frá 29. desember 1997 um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn. Endamálið við báðum skipanunum er at tryggja sjómonnum eina minstu inntøku. Í stuttum kann sigast, at skipanin við minstuløn/dagstudningi er fyri fiskimenn við teimum størru bátunum, meðan skipanin við minstaforvinningi er fyri teir, sum eru úti ein dag, í flestu førum við bátum undir 20 tons.

        Játtanar-/roknskapartøl fyri 1997 og 1998

        (1.000 kr.)

        Játtan 1997

        Roknskap.1997

        Munur

        Játtan

        1998

        Roknsk. 1998

        Munur

        70.000

        71.671

        -1.671

        75.000

        37.948

        37.052

        Inntøkutrygd hjá fiskimonnum er ein lógarbundin játtan. Í 1997 vóru útreiðslurnar 1.671 t.kr. hægri enn játtanin, meðan tær í 1998 bert vóru uml. 50% av játtanini.

        Í 1998 vórðu sambært roknskapinum 6.205 t.kr. goldnar út í minstuløn, 11.639 t.kr. í dagstudningi og 20.042 t.kr. í mánaðarligum minstaforvinning

      5. Minstaløn/dagstudningur
      6. Vit hava gjøgnumgingið mannagongdirnar, hvussu lógin um minstuløn og dagstudning verður umsitin, og hava í hesum sambandi eisini gjøgnumgingið 10 tilvildarliga vald útgjøld í februar 1999.

        Lógargrundarlag

        Reglur um minstuløn/dagstudning eru ásettar í Ll. nr. 112 frá 29. desember 1998 v.s.b. um minstuløn og dagstudning. Sambært § 1 verður minstaløn veitt fiskimonnum búsitandi í Føroyum, sum eru mynstraðir við fiskiskipi, sum er 30 tons ella størri og skrásett í Føroyum, og fiskimonnum, sum eru mynstraðir við fiskiskipi minni enn 30 tons, skrásett í Føroyum, um skipið rekur fiskiskap uttanfyri føroysku landleiðina.

        Sambært § 2 er minstalønin 12.725 kr. um mánaðin, ella 424,17 kr. um dagin, og minstaløn verður ikki veitt fyri teir dagar, fiskimaðurin er heima.

        Sambært § 3, stk. 2, er dagstudningurin munurin millum 8 tímalønir, sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, og dagminstulønina. T.v.s. at sambært sáttmálanum frá 1. mai 1999 er dagstudningurin hesin:

        (80,17 x 8) - 424,17 = 217,19 kr. um dagin.

        Sambært § 3, stk. 3, verður dagstudningurin lækkaður við 55 oyrum fyri hvørja krónu, sum inntøkan fer upp um dagminstulønina

        Yvirlit yvir minstuløn/dagstudning fyri hvønn dag.

        Manningarpartur

        Minstaløn

        Dagstudn.

        Tils.

        0

        424,17

        217,19

        641,36

        100,00

        324,17

        217,19

        641,36

        200,00

        224,17

        217,19

        641,36

        300,00

        124,17

        217,19

        641,36

        400,00

        24,17

        217,19

        641,36

        424,17

        0

        217,19

        641,36

        500,00

        0

        175,48

        675,36

        600,00

        0

        120,48

        720,48

        700,00

        0

        65,48

        765,48

        819,00

        0

        0

        819,00

        Sum sæst á omanfyristandandi yvirliti, so fær ein fiskimaður minstuløn/dagstudning, so leingi manningarparturin er niðanfyri 819 kr. um dagin. Um hann er burtur í ein mánað, skal hann sostatt forvinna 24.570 kr., áðrenn minstaløn/dagstudningur dettur heilt burtur.

        Sambært § 4 hevur fiskimaðurin rætt til frítíðarløn av minstuløn og dagstudningi, og verður hetta eisini roknað út á Lønjavningarstovuni.

        Mannagongdin viðv. minstuløn/dagstudningi

        Lønjavningarstovan fær avreiðingarseðlarnar á diskili frá landingarstaðnum t.d uppboðssøluni á Toftum. Hesir verða so eftirhugdir og lisnir inn.

        Reiðarin sendir síðani Lønjavningarstovuni ein avrokningarseðil, ið virkar sum ein umsókn um minstuløn/dagstudning. Reiðaranum, ella tí sum vil hava minstuløn, nýtist ikki at gera nakað annað, t.d fylla út umsóknarblað.

        Kannað verður, um upplýsingarnar á avreiðingar- og avrokningarseðlunum eru rættar. Síðani verður dagstudningurin/minstalønin roknað út, og ein fráboðan verður send fiskimanninum. Fyri at tryggja, at útgjaldingin er røtt, verður kannað, um maðurin er mynstraður í tíðarskeiðinum/túrinum, avrokningin er fyri, og um dagatalið er rætt. Dagatalið er tað sama sum fiskidagar. Hetta verður samanborið við, hvussu nógvar fiskidagar skipið hevur boðað Fiskiveiðieftirlitinum frá.

        Lønjavningarstovan loyvir bert 60 kr. í frádrátti um dagin uppá mannin í kosti/provianti. Aðrir frádráttir verða bert kannaðir, um upphæddin er "óvanliga stór".

        Niðurstøða

        Niðurstøðan av gjøgnumgongdini var, at útgjøldini vóru rætt roknað út sambært lógini.

        Í sambandi við grannskoðanina komu vit fram á, at allir yvirmenn, sum hava fingið 1,5 part, hava fingið ov nógv goldið út í dagstudningi. Hesin feilur er íkomin, tí telduskipanin hevur roknað skeivt, men hetta er komið í rættlag. Fiskimálastýrið hevur upplýst, at talan var um smáar upphæddir, sum fiskimenn hava móttikið í góðari trúgv, og tí verður einki meira gjørt við málið.

      7. Mánaðarligur minstaforvinningur
      8. Vit hava gjøgnumgingið mannagongdirnar, hvussu Ll nr. 166/1997 um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn verður umsitin, og hava í hesum sambandi eisini gjøgnumgingið 15 tilvildarliga vald útgjøld í februar 1999.

        Lógargrundarlag

        Sambært § 4 er minstaforvinningurin 8.200 kr. um mánaðin. Frítíðarløn verður ikki løgd omaná. Minstaforvinningurin verður lækkaður við 5 kr. fyri hvørjar 10 kr., sum útróðrarmaðurin hevur forvunnið, fiskipartur íroknaður. Um t.d avreiðingarvirðið hjá einum útróðrarmanni er 10.000 kr. ein mánað, verður minstaforvinningurin 8.200 – 10.000/2 = 3.200 kr. Í hesum føri er samlaða inntøkan hjá útróðrarmanninum 10.000 + 3.200 = 13.200 kr.

        Sambært § 6, stk. 2, er heimilað landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at áseta í kunngerð nærri reglur um mannagongdir v.m. til tess at útinna hesa lóg, men ongin kunngerð er gjørd enn.

        Yvirlit yvir minstaforvinning:

        Avreiðingarvirðið

        Minstivinningur

        Tils.

        0

        8200

        8200

        2000

        7200

        9200

        4000

        6200

        10200

        6000

        5200

        11200

        8200

        4100

        12300

        10000

        3200

        13200

        12000

        2200

        14200

        14000

        1200

        15200

        16400

        0

        16400

        Sum tað gongur fram av omanfyristandandi yvirliti, kann ein útróðrarmaður forvinna 16.400 kr. um mánaðin, áðrenn minstaforvinningurin dettur heilt burtur.

        Mannagongdin viðv. mánaðarligum minstaforvinningi

        Sambært § 3 í lógini um mánaðarligan minstaforvinning skal manningin vera meldað til hvønn mánað, og reiðarin skal senda Lønjavningarstovuni eina mánaðaruppgerð yvir tað, sum er avreitt. Í hesum sambandi hevur Lønjavningarstovan gjørt tvey serlig oyðubløð, eitt "avrokningarblað" og eitt "tilmeldingarblað".

        Áðrenn mánaðurin byrjar, skal reiðarin senda inn eitt útfylt tilmeldingarblað, undirskrivað av bátsformanninum og av teimum, sum eru meldaðir til. Á blaðnum stendur, hvør er tilmeldaður komandi mánaðin. Tilmeldingarblaðið skal vera Lønjavningarstovuni í hendi innan fyrsta arbeiðsdag í mánaðinum.

        Tá mánaðurin er liðin, skal reiðarin fylla avrokningarblaðið út og senda tað inn. Lønjavningarstovan kannar, um tað sama stendur á avrokningarblaðnum frá reiðaranum, sum á avreiðingarseðlinum frá keyparanum.

        Meðan bæði bátsformaðurin og manningin skulu vátta við undirskrift, at tilmeldingarblaðið er rætt, váttar ongin avrokningarblaðið. Vit hava mælt til at broyta mannagongdina, so at avrokningarblaðið eisini verður váttað.

        Lønjavningarstovan kannar síðani, um útrokningargrundarlagið er rætt. Øll A-inntøka skal takast við í útrokningina. Lønjavningarstovan hevur atgongd til skattaskipanina hjá Toll- og Skattstovu Føroya, og kann sostatt síggja, hvør hevur fingið aðra A-inntøku. Síðani verður roknað út, hvat hvør skal hava í minstaforvinningi.

        Bert útróðrarmenn, sum eru tilmeldaðir, kunnu fáa minstaforvinning. Tað hendir javnan, at menn eru við ein túr; teir standa á avrokningarseðlinum, men av tí at teir ikki eru tilmeldaðir, fáa teir ongan minstaforvinning.

        Niðurstøða

        Í lógini er ikki ásett, hvussu minstaforvinningurin skal roknast út, um onkur av manningini hevur verið sjúkur ein part av mánaðinum ella ikki hevur verið við allar túrarnar. Praksis hjá Lønjavningarstovuni í tílíkum førum er ikki einsháttað. Tað er ivasamt, hvat er tað rætta. Vit hava mælt til, at nærri reglur verða ásettar í kunngerð.

        Bert A-inntøka verður roknað sum onnur inntøka. Útróðrarmaður kann hava stórar B-inntøkur, uttan at tað minkar um minstaforvinningin.

        Í sambandi við grannskoðanina komu vit fram á fleiri dømi um bátar, sum ikki høvdu verið nakran túr í einum mánaði. Sostatt var manningarparturin 0 kr, men manningin fekk fullan minstaforvinning. Hetta kann lata seg gera, tí báturin, 6 undanfarnu mánaðirnar, hevði avreitt fyri so mikið, at hann leyk treytirnar í § 2, stk. 1, í lógini um minstaforvinning. Nevnast kann sum dømi, at um einsamallur maður avreiðir fyri 54 t.kr. í einum mánaði, lýkur hann treytirnar fyri at fáa minstaforvinning komandi 5 mánaðirnar uttan at fara á flot. Teoretiskt nýtist honum sostatt bert at rógva út 6. hvønn mánað fyri at fáa minstaforvinning. Fiskimálastýrið hevur upplýst, at landsstýrismaðurin arbeiðir við einum broytingaruppskoti, sum skal fyribyrgja, at nevnda dømi kann koma fyri. Fiskimálastýrið hevur upplýst, at teir eru greiðir yvir trupulleikarnar viðvíkjandi skipanini við minstaforvinningi, men at ringt er at koma fram til eina skipan, sum virkar nóg væl.

        Í edv-skipanini verður roknað út, hvør lýkur treytirnar í § 2. Útrokningin er ikki eftirfarandi, tí hon byggir á, hvussu nógvir mans eru tilmeldaðir hvønn mánað. Vísandi til lógina meta vit tað vera rættari at rokna manningarpartarnar út fyri hvønn túrin. Inntøkan hjá hvørjum manni sær seinastu 6 mánaðirnar verður síðani løgd saman, og at enda býtt við 6.

        Útrokningin av, hvat hvør skal hava í minstaforvinningi, verður eisini gjørd í edv-skipanini, men hon er í nógvum førum skeiv, tí nýtti frimilin er skeivur. Tískil verða allar útrokningar gjørdar manuelt. Vit hava mælt til, at feilurin í edv-skipanini verður rættaður. Fiskimálastýrið hevur upplýst, at arbeitt verður við at bøta um skipanina.

        Sambært § 3, stk. 3, kann fiskimaður ikki koma undir skipanina um minstaforvinning, um hann samstundis er undir aðrari inntøkutrygdarskipan. Vit komu fram á eitt dømi, har maður hevði fingið minstaforvinning í sama tíðarskeiði, sum hann hevði fingið arbeiðsloysisstuðul. Vit hava mælt til at broyta mannagongdina, so tílíkt ikki kemur fyri.

      9. Sjúkratrygd
      10. Vit hava gjøgnumgingið mannagongdirnar, hvussu lógin um sjúkratrygd verður umsitin, og hava í hesum sambandi eisini gjøgnumgingið 11 tilvildarliga vald útgjøld í februar 1999. Eisini varð kannað, um nakar hevði havt aðra inntøku í sama tíðarskeiði, sum hann fekk sjúkratrygd. Í hesum sambandi gjøgnumgingu vit útgjøld frá 12/3-1999 til og við 27/5-1999.

        Lógargrundarlag

        Reglurnar eru ásettar í Ll. nr. 72 frá 23. mai 1997 um sjúkratrygd til fiskimenn. Sambært § 3 er treytin fyri at fáa sjúkratrygd, at fiskimaðurin fer sjúkur í land og kann vísa fram læknaváttan og váttan frá skiparanum á bátinum. Hann skal eisini vera mynstraður.

        Áðrenn henda lóg kom í gildi, var sjúkratrygd goldin út sambært § 6 í eini reglugerð fyri Lønjavningargrunn Skipsfiskimanna, vísandi til heimild í Ll. nr. 32 frá 27. mars 1992. Her kann nevnast, at ongin heimild var í Ll. nr. 32/1992 at veita sjúkratrygd. Sostatt var ongin lógarheimild at gjalda sjúkratrygd út, áðrenn Ll. nr. 72 frá 23. mai 1997 kom í gildi.

        Sambært § 1 er endamálið við skipanini at tryggja inntøku hjá fiskimanni í sambandi við sjúku ella skaða. Fyri at koma undir hesa skipan skal fiskimaður vera undir skipanini við minstuløn. Sambært § 2 er sjúkratrygdin kr. 12.725,- um mánaðin, ella kr. 424,17 um dagin, og kann í mesta lagi verða latin í 2½ mánað.

        Játtanar-/roknskapartøl fyri 1997 og 1998 (1.000 kr.)

        Játtan 1997

        Roknsk.1997

        Munur

        Játtan 1998

        Roknsk.1998

        Munur

        8.000

        8.870

        -870

        8.750

        8.154

        596

        Mannagongdin viðv. sjúkratrygd

        Tá ið søkt verður um sjúkratrygd, skal eitt umsóknarblað saman við læknaváttanini sendast Lønjavningarstovuni. Lønjavningarstovan kannar, um alt er rætt, og um maðurin hevur rætt til sjúkratrygd. Ein lønarlisti verður síðani latin Gjaldstovuni, sum tøppar upplýsingarnar inn í lønarskipanina.

        Í løgtingslógini um sjúkratrygd er ongin áseting um, at fiskimaður ikki kann fáa sjúkratrygd, samstundis sum hann fær aðra veiting vegna sjúku, t.d sjúkradagpening frá Vanlukkutryggingini ella Almannastovuni.

        Niðurstøða

        Sjúkratrygd og dagpening frá Føroya Vanlukkutrygging samstundis

        Vit eru komin fram á 7 dømi, har fiskimaður fekk sjúkratrygd og dagpening frá Vanlukkutryggingini í sama tíðarskeiði.

        Sambært § 20 í "Anordning nr. 389 frá 15.11 1966 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde" (Lógboðin vanlukkutrygging v.m.), seinast broytt við A. nr. 281 frá 22.06 1979, kann dagpeningur verða veittur einum, sum er vorðin sjúkur í arbeiði, ella sum avleiðing av arbeiði.

        Í § 27 stendur "Der ydes ikki dagpenge efter denne anordning i en periode, hvor der ydes dagpenge efter den færøske dagpengelov Almannastovan giver på begæring Føroya Vanlukkutrygging de fornødne oplysninger til afgørelse efter denne bestemmelse", men einki er nevnt um t.d. sjúkratrygd ella aðra veiting vegna sjúku. Vit hava sett okkum í samband við Vanlukkutryggingina um henda spurning. Vanlukkutryggingin upplýsti, at um fiskimaður søkir um dagpening vegna sjúku, verður ikki kannað, um hann eisini fær sjúkratrygd, og tá Lønjavningarstovan heldur ikki kannar, um fiskimaðurin fær dagpening frá Vanlukkutryggingini, kann hann fáa sjúkradagpening frá báðum skipanum.

        Dagpeningurin, sum Vanlukkutryggingin veitir, er 2/3 av daglønini hjá viðkomandi, roknað út eftir árslønini. Árslønin kann í mesta lagi vera 12.725 (minstaløn) x12 = 152.700 kr. um árið, ella 152.700/300 = 509,00 kr. um dagin.

        Ein fiskimaður, sum fær sjúkratrygd, og sum lýkur treytirnar at fáa sjúkradagpening frá Vanlukkutryggingini, fær goldið út um mánaðin:

        Sjúkradagpening frá Vanlukkutryggingini:

        Pr. dag 509 x 2/3 = 339,33 » 339,50 kr.

        Pr. mánað 339,50 x 30 = 10.185,00 kr.

        Sjúkratrygd frá Lønjavningarstovuni:

        Pr. mánað 12.725,00 kr. + 12% frítíðarløn 14.252,00 kr.

        Tilsamans: 24.437,00 kr.

        T.v.s, at í hesum føri fær hann nærum dupult so nógv, sum tá hann hevði eina ársløn uppá 152.700. Viðmerkjast skal, at Vanlukkutryggingin ikki rindar dagpening fyri teir fyrstu 15 dagarnar.

        Sjúkratrygd og dagpening frá Almannastovuni

        Tá ið søkt verður um sjúkradagpening frá Almannastovuni, skal eitt umsóknarblað fyllast út. Spurt verður m.a., um umsøkjarin er mynstraður. Er hann tað, setir Almannastovan seg í samband við Lønjavningarstovuna fyri at fáa at vita, um hann fær sjúkratrygd. Um so er, fær hann ongan dagpening frá Almannastovuni í hesum tíðarskeiði.

        Sambært § 11, stk. 3, í dagpeningalógini verður dagpeningur veittur í 20 vikur. Almannastovan hevur upplýst, at í teir 2½ mánaðirnar, sum fiskimaðurin fær sjúkratrygd frá Lønjavningarstovuni, fær hann ikki sjúkradagpening frá Almannastovuni. Um fiskimaður er sjúkur longri enn 2½ mánað, og søkir um dagpening frá Almannastovuni, verða 2½ mánaðir drignir frá teimum 20 vikunum.

        Í § 10, stk. 5, í dagpeningalógini stendur, at "Hvis dagpengene sammen med andre løbende kontantydelser, bortset fra offentlig hjælp, overstiger arbejdsindtægten, nedsættes dagpengene med det overskydende beløb".

        Í viðmerkingunum til § 10, stk. 5, stendur m.a, at "andre løbende kontantydelser som udbetales på grund af den aktuelle sygdom......medfører, at retten til dagpenge begrænses"

        Almannastovan tulkar ikki sjúkratrygd frá Lønjavningarstovuni sum "løbende kontantydelser", men sum at talan var um løn undir sjúku. Tískil fær ein fiskimaður ongan dagpening frá Almannastovuni, um hann fær sjúkratrygd.

        Í løgtingslógini um sjúkratrygd er ongin freist ásett fyri at søkja um sjúkratrygd, men á Lønjavningarstovuni verður umsóknarfreistin í praksis mett at vera 6 mánaðir. Ein umsóknarfreist átti at verið ásett í lógini, men tá hon ikki er, halda vit tað vera ivasamt, um Lønjavningarstovan fyrisitingarliga kann áseta eina freist. Sum er, er einki til hindurs fyri hjá fiskimanni at søkja um sjúkratrygd fleiri mánaðir eftir, at hann er vorðin sjúkur, og í sambandi við grannskoðanina varð komið fram á eitt dømi um hetta:

        Sambært læknaváttanini gjørdist maðurin sjúkur tann 8/10-98. Tann 21/10-98 fær hann dagpening frá Almannastovuni, og tað fær hann eina ferð um vikuna til 3/3-99. Tann 9/3-99 søkir hann Lønjavningarstovuna um sjúkratrygd og fær tann 13/4-99 útgoldið fulla upphædd, sum er 35.630 t.kr.

        Í hesum føri hevur maðurin ikki søkt um sjúkradagpening frá Vanlukkutryggingini. Hevði hann havt møguleika fyri hesum, kundi hann fingið sjúkradagpening frá Vanlukkutryggingini og frá Almannastovuni umframt sjúkratrygd frá Lønjavningarstovuni fyri sama tíðarskeið.

        Sjúkratrygd og arbeiðsinntøku samstundis

        Vit eru komin fram á 5 dømi, har fiskimaður, sum fær sjúkratrygd, hevur aðra arbeiðsinntøku í sama tíðarskeiði. Hugsast kann, at hóast hann ikki er førur fyri at vera til skips, og tískil fær sjúkratrygd, er hann førur fyri at arbeiða eitthvørt á landi. Í lógini um sjúkratrygd er ikki ásett, at hann ikki kann hava aðra inntøku, samstundis sum hann fær sjúkratrygd.

         

        Frítíðarløn av sjúkratrygd

        Lønjavningarstovan rindar 12% í frítíðarløn av sjúkratrygd. Í lógini stendur einki um frítíðarløn, men sambært § 2 er sjúkratrygdin ásett til 12.725 kr. um mánaðin. Tá upphæddin er ásett í lógini, meta vit tað vera ivasamt, um heimild er at rinda frítíðarløn.

        ----------

        Vísandi til omanfyristandandi er lógin um sjúkratrygd ikki fullfíggjað, og ikki samskipað við lógarásetingarnar um sjúkradagpening frá Almannastovuni og Vanlukkutryggingini.

        Landsstýrismaðurin vísir á, at Lønjavningarstovan hevur hildið seg til lógina, men hann er samdur í, at lógin um sjúkratrygd ikki er fullfíggjað, og at tørvur er á samskipan við aðra lóggávu saman við Almanna- og Heilsumálastýrinum, sum hevur ábyrgdina av lógini um Vanlukkutrygging og lógini um sjúkradagpening. Annars vísir landsstýrismaðurin á, at Fiskimálastýrið (fyrr Fiskivinnudeildin) áður hevur gjørt vart við ógreiðu viðurskiftini um sjúkradagpening og dagpening hjá sjómonnum. Men hvørja ferð ætlanir hava verið um broytingar, hevur hetta elvt til politiskt kjak og mótstøðu frá fakfeløgum. Tí hevur verið sera trupult at fáa broytingar samtyktar.

      11. Flutningsstuðul
      12. Lógargrundarlagið er Ll. nr. 67 frá 16. oktober 1997 um stuðul til flutning av fiski, og við heimild í hesi lóg eru nærri reglur ásettar í kunngerð nr. 40 frá 2. apríl 1998.

        Játtanin til flutningsstuðul er ein lógarbundin játtan. Fyri 1997 og 1998 vóru játtanar/roknskapartølini hesi:

        (1.000 kr.)

        Játtan 1997

        Roknsk.1997

        Munur

        Játtan 1998

        Roknsk.1998

        Munur

        600

        2.013

        -1.413

        3.000

        1.765

        1.235

        Vit hava gjøgnumgingið mannagongdirnar, hvussu lógin um flutningsstuðul verður umsitin, og hava í hesum sambandi gjøgnumgingið 11 tilvildarlig vald útgjøld frá februar 1999. Einki var at finnast at.

      13. Telefonstuðul

      Lógargrundarlagið er Ll. nr. 96/1997, sum broytt við Ll. nr. 70/ 1998, og kunngerð nr. 6/1998.

      Sambært § 1 í lógini verður stuðulin bert veittur fyri túrar, sum eru minst 30 dagar, stuðulin er 17,50 kr. um dagin. Sambært § 3 í kunngerðini, verður stuðulin goldin út 2 ferðir um árið, í juni og desember.

      Játtanin til telefonstuðul er ein lógarbundin játtan. Fyri 1997 og 1998 vóru játtanar-/roknskapartølini hesi:

      (1.000 kr.)

      Játtan 1997

      Roknsk.1997

      Munur

      Játtan 1998

      Roknsk.1998

      Munur

      3.000

      2.195

      805

      3.000

      1.600

      1.400

      Vit hava gjøgnumgingið mannagongdina, hvussu lógin um telefonstuðul verður umsitin, og hava í hesum sambandi gjøgnumgingið 11 tilvildarliga vald útgjøld í februar 1999. Einki var at finnast at.

    3. Forskotsgrunnur Fiskiflotans (J. nr. Gl 2000 / 2 14 9-1)
    4. Lógargrundarlag/endamál

      Lógargrundarlagið er Ll. nr. 71/1997 um Forskotsgrunn Fiskiflotans, sum broytt við Ll. nr. 84/1998. Sambært § 1 er endamálið við grunninum at veita forskot til manningar á føroyskum fiskiførum. Sambært § 2 er stovnsfæ grunsins 18. mió.kr. Stovnsfæið varð útvegað við játtan á eykafíggjarlóg í 1997, og við yvirtøku av útistandandi forskotspeningi.

      Sambært § 3 verður ein nevnd vald fyri grunnin 4. hvørt ár. Í nevndini eru 3 limir. Nevndin ger viðtøkur fyri grunnin, sum vera góðkendar av landsstýrismanninum. Sambært § 4 stk. 1 er nevndin hægsti mynduleiki, og hevur ábyrgdina av virki grunsins. Sambært § 4, stk. 2 verður dagliga virksemi grunsins fyrisitið av Lønjavningarstovuni. Kostnaðurin av hesum var 200 t.kr. í 1998 og 117 t.kr. í 1997.

      Í § 7 er ásett, at um nevndin heldur, at endamál grunsins ikki er til longur, ger hon tilmæli til landsstýrismannin um at leggja fyri løgtingið uppskot um avtøku av grunninum, og løgtingið verður síðani at taka støðu til, hvussu verður við ognum grunsins.

      Roknskaparviðurskifti

      Í § 5 er ásett, at grunnurin letur frá sær ársroknskap og frágreiðing, sum skal almannakunngerðast. Roknskapurin skal grannskoðast av løggildum grannskoðara. Niðanfyri hava vit sett upp ein samandrátt av roknskapinum hjá grunninum fyri 1997 og 1998 (1.000 kr.):

      1998

      1997

      Umsitingargjald

      1.255

      807

      Fyrisitingarkostnaður

      -200

      -117

      Rentuútreiðslur, netto

      -61

      0

      Aðrar útreiðslur

      -114

      -31

      Úrslit

      880

      659

      Aktiv

      Áogn av forskoti

      12.064

      19.915

      Onnur áogn

      0

      4.637

      Tøkur peningur

      11.056

      0

      Aktiv íalt

      23.120

      24.552

       

      Passiv

      Millumrokning við Lønjavningarstovuna

      3.566

      5.862

      Skyldugur kostnaður

      15

      31

      3.581

      5.893

      Eginpeningur

      Stovnsfæ

      18.000

      18.000

      Fluttur vinningur

      659

      0

      Ársúrslit

      880

      659

      Eginpeningur íalt

      19.539

      18.659

      Passiv íalt

      23.120

      24.552

      Størsti parturin av inntøkunum hjá grunninum er umsitingargjald. Í § 4, stk. 3 í lógini er ásett at, "Rentu- og umsitingarútreiðslur av forstotsskipanini ber tann reiðari, hvørs manning hevur fingið forskot". Lønjavningarstovan hevur upplýst, at grunnurin tekur 1% í rentu fyri hvønn mánað, av tí, sum verður goldið út í forskoti. Sambært roknskapinum gav hetta grunninum eina inntøku uppá 1.255 t.kr. í 1998. Í hesum sambandi kann nevnast, at á fundi við Fiskimálastýrið tann 24. september 1998 varð umrøtt, um grunnurin hevði heimild at taka eitt so høgt gjald. Grannskoðarin hjá grunninum segði seg eisini ivast í, um hetta var rætt, tí tað er ov høgt í mun til § 4, stk. 3. Okkum kunnugt er 1% - gjaldið ikki broytt.

      Tilknýti til landsroknskapin

      Grunnurin er ikki við í landsroknskapinum. Spurningurin um, hvat slag av grunni talan er um, er fleiri ferðir umrøddur við Fiskimálastýrið. M.a. hevur gjaldstovan víst á, at talan má vera um ein eksternan landskassagrunn, vísandi til, at tað ikki í lógini, er nakað sum ber bráð av einum sjálveigandi grunni. Fiskimálastýrið er komið til somu niðurstøðu hesum viðvíkjandi, og roknskapurin hjá grunninum verður tikin við í landsroknskapin framyvir.

    5. Fiskivinnumenning á landi ( J.nr.: GL 1999 / 2 14 4-6)

Endamálið við grannskoðanini var m.a. at kanna og meta, um mannagongd og málsviðgerð er hóskandi og trygg, um neyðug skjalprógv eru í málunum, um stuðulin er latin sambært lóg og kunngerð, og um stuðulin verður veittur samsvarandi endamálinum við lógini. Vit hava gjøgnumgingið nøkur útgjøld og hava eisini havt samskifti við Fiskimálastýrið um umsiting og mannagongdir.

 

Lógargrundarlagið er Ll. nr. 84 frá 28. mai 1996 um stuðul til menning av fiskivinnu á landi, sum broytt við Ll. nr. 110 frá 13. juni 1997. Við heimild í hesi lóg eru nærri reglur ásettar í kunngerð nr. 113 frá 12. august 1996, sum broytt við kunngerð nr. 121 frá 23. oktober 1996. Stuðulin sambært lógini er býttur soleiðis:

  1. Kilostuðul til virking av vørum úr innfluttum fiski (Kapittul 1)
  2. Stuðul til vørumenning o.a. á fiskavirkjum (Kapittul 2 og 2a)

 

 

 

Játtanar-/roknskapartøl (1.000 kr.)

 

1997

1997

Minni-nýtsla

1998

1998

Minni-

Játtan

Roknskapur

Játtan

Roknskapur

nýtsla

Vørumenning

Kilostuðul

Vørumenning

Kilostuðul

(Kap. 2 og 2a)

(Kap. 1)

(Kap. 2 og 2a)

(Kap.1)

8.000

880

5.839

1.281

12.000

3.432

3.371

5.197

 

 

Vísandi til omanfyristandandi varð játtanin frá 1997 til 1998 hækkað úr 8 til 12 mió.kr. Samlaði stuðulin liggur um 7 mió.kr. bæði árini, men stuðulin til vørumenning o.a. (kap. 2 og 2a) er nógv hækkaður í 1998.

 

      1. Kilostuðul til virking av vørum úr innfluttum fiski (kapittul 1)

Sambært § 1, stk. 2, er stuðulin til innflutning í mesta lagi 1,25 kr. fyri kg. av frystum fiski, og 1 kr. fyri kg. av feskum fiski.

 

Umsøkjarin sendir eina skrivliga umsókn til Fiskimálastýrið, saman við kravdum upplýsingum. Umsitingin ger eitt tilmæli, sum saman við umsóknini verður latið landsstýrismanninum til endaliga avgerð. Ongar samanskrivaðar reglur ella starvslýsingar eru um málsviðgerð á økinum. Vit hava mælt til, at tað verður gjørt. Fiskimálastýrið hevur upplýst, at arbeitt verður við hesum.

 

Gjøgnumgongdin av útgjøldum vísti, at neyðug skjalprógv eru í málunum, og at stuðulin er latin sambært lóg og kunngerð.

 

Skipanin við kilostudningi til virking av vørum úr innfluttum fiski stavar upprunaliga frá Ll. nr. 112/1990 og síðani Ll. nr. 34/1991 "um keyp av fiski frá útlondum til virkingar". Í 1992 varð henda stuðulsskipan tikin við sum kapittul 1 í Ll. nr. 71 "um stuðul til arbeiðsskapandi tiltøk innan fiskivinnuna á landi". Fram til 1996 var lógin bert galdandi fyri eitt fíggjarár í senn.

 

Sambært viðmerkingunum er endamálið við stuðlinum:

  1. At bøta um møguleikarnar at gera royndir við at virka innfluttan fisk
  2. At fáa rávøru til landið í einum avmarkaðum tíðarskeiði vegna minkandi veiðimongdir undir Føroyum
  3. At skapa arbeiðspláss í eini tíð við stórum arbeiðsloysi

 

Stuðulsskipanin er upprunaliga frá 1990, og tí er ikki longur talan um eina royndarskipan, men heldur um ein varandi kilostuðul til rakstur. Vísandi til gongdina seinnu árini ber ikki longur til at vísa á stórt arbeiðsloysi ella smáar veiðimongdir undir Føroyum, og niðurstøðan má tí vera, at henda skipan ikki longur tænir upprunaliga endamálinum. Fiskimálastýrið hevur víst á, at arbeiðið við at hagreiða innfluttan frystan fisk ikki fyrr enn nú sær út til at løna seg. Tað hevur tikið langa tíð at læra at hagreiða vøruna, og trupulleikar hava eisini verið við góðskuni, men tað er nú í lagi. Víst verður eisini á, at henda vinna "vindur uppá seg". Fiskimálastýrið hevur fingið umsóknir um kilostuðul til 8.000 tons í ár, og hevur tikið spurningin um at minka stuðulin til viðgerðar.

 

 

      1. Stuðul til vørumenning o.a. á fiskavirkjum (Kapittul 2 og 2a)

Endamálið við stuðlinum í kapittul 2 er "at virka fyri øktari framleiðslu og umlegging til framleiðslu av hávirðisvørum á kappingarførum grundarlagi." Stuðul kann eisini latast til verkætlanir, "sum miða móti menning av rávøruútvegan, framleiðslu, vørumenning og sølumenning". Stuðulin kann í mesta lagi vera 1/3 av kostnaðinum til íløgur í útgerð og 50% av øðrum kostnaði.

 

Í kapittul 2a er ásett, at stuðul kann veitast til tiltøk, sum fiskavirki ger fyri at lúka krøv viðvíkjandi menning í sambandi við løggilding og innaneftirlit, sum eru ásett av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Í § 4 d verður heimilað landsstýrismanninum at áseta nærri reglur og treytir fyri at veita stuðul. Fiskimálastýrið hevur upplýst, at ein kunngerð er um at verða liðug.

 

 

Gjøgnumgongd av málum

Sambært lógini skulu nógvar ymiskar upplýsingar leggjast við umsóknini, t.d upplýsingar um rávøru, framleiðslu, marknaðarviðurskifti, marknaðarføring, tíðarætlan, fíggjarstøðu, rakstrarætlan v.m. Í málunum sæst ikki, hvat hesar upplýsingar verða nýttar til, og hvønn dent umsitingin leggur á tær. Fiskimálastýrið hevur upplýst, at upplýsingarnar fyrst og fremst verða nýttar til at meta, um verkætlanin tykist væl umhugsað og hevur møguleika fyri at bera seg fíggjarliga.

 

Stuðulin verður veittur sum studningslán, t.v.s rentu- og avdráttarfrítt lán, sum verður niðurskrivað yvir 3 ár. Ásetingarnar hava ikki verið einsháttaðar og nóg greiðar. Fiskimálastýrið hevur upplýst, at hetta nú er komið í rættlag. Tá eitt studningslán verður veitt, treytar landsstýrið sær veð í útgerðini til tess at tryggja afturrindan av stuðlinum, um so er at framleiðsluútgerðin verður seld. Vit ivast í, um Fiskimálastýrið hevur lógarheimild at áseta tílíkar treytir.

 

 

Leikluturin hjá Menningarstovuni

Tá søkt verður um stuðul eftir kapittul 2 ella 2a í lógini hevur mannagongdin verið, at Fiskimálastýrið lat Menningarstovuni umsóknina til ummælis. Umsóknin, saman við tilmæli frá Menningarstovuni, varð síðani latin landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum so tók endaliga støðu til, um umsóknin skuldi játtast.

 

Men í september 1997 boðaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum frá, at Menningarstovan ikki longur skal gera metingar og niðurstøður, tá tað ikki beinleiðis er kravt sambært kunngerðini, tí hetta var uppgávan hjá landsstýrinum. Fiskimálastýrið upplýsir, at orsøkin til, at landsstýrismaðurin gav hesi boð var, at Fiskimálastýrið hevði styrkt um fyrisitingina. Tí kundi øll málsviðgerðin vera í stýrinum. Menningarstovan tók hetta til eftirtektar og staðfesti, at Menningarstovan frameftir ikki í øllum førum kann gera eitt greitt til- ella frámæli.

 

Í juli 1998 mælti Menningarstovan í ummæli frá at lata stuðul, tí ein umsókn ikki leyk treytirnar í lógini. Hóast tað, játtaði landsstýrismaðurin stuðul. Í sama ummæli vísti Menningarstovan á 2 javndømi. Annað virkið hevði fingið stuðul, men hitt ikki.

 

Stuðul til menning av fiskivinnu á landi kann veitast til m.a. vørumenning, menning av nýggjum framleiðsluhættum og framleiðslutólum og til umlegging av framleiðslu.

 

Grunnurin til ídnaðarfremjandi endamál, sum nú er undir landsstýrismanninum í vinnumálum, veitir eisini stuðul til somu endamál. Sambært kunngerð nr. 14/1997 viðger og ummælir Menningarstovan umsóknir um stuðul úr grunninum, og letur landsstýrismanninum í vinnumálum tilmæli.

 

Við tað at Menningarstovan viðgjørdi og ummælti allar tær innkomnu umsóknirnar um stuðul, tryggjaði tað eina einsháttaða viðgerð av øllum umsøkjarum. Fiskimálastýrið upplýsir, at tað javnan hevur ráðført seg við Menningarstovuna í sambandi við viðgerð av umsóknum, m.a. fyri at tryggja, at stuðul ikki verður latin til sama umsøkjara/endamál.

 

 

Manglandi reglur um málsviðgerð

Skipanin, í sambandi við stuðul til vørumenning á fiskavirkjum, er sera víttfevnandi, og í lógini og kunngerðini er kravt, at nógvar ymsar upplýsingar skulu fylgja við umsóknini. Tí eru krøvini til eina neyva og einsháttaða málsviðgerð stór.

 

Í 1998 arbeiddu 3 fulltrúar við at gera mannagongdir fyri, hvussu umsóknir skulu viðgerast, og í sambandi við játtan og útgjald. Miðað varð ímóti, at mannagongdirnar skuldu vera greiðar, niðurskrivaðar og dokumenteraðar. Arbeiðið bleiv ikki fullført. Nevnast kann, at í mars 1999 hevði umsitingin gjørt ítøkiligt uppskot um, hvussu § 6, stk. 1, í kunngerðini skuldi umsitast, og víst varð m.a. á dømi, nær stuðul ikki kundi veitast. Av málinum gongur fram, at landsstýrismaðurin í prinsippinum var samdur, men vildi tó sjálvur taka avgerð í hvørjum einstøkum máli. Fiskimálastýrið upplýsir, at vegna sjúku og aðrar umstøður, varð arbeiðið við at bøta um mannagongdirnar tarnað. Eitt fólk er nú sett í starv at gera hetta arbeiðið.

 

    1. Størri verkætlanir (GL 1998/2 14 4-4)
    2. Á eykajáttanarlógini fyri oktober 1998, sum varð lýst við Ll. nr. 77 frá 12. november 1998, varð ein broyting í viðmerkingunum á høvuðskonto 5.34.4.19 "Størri verkætlanir" kunngjørd við, at orðini "broyttar viðmerkingar" eru sett afturat í lýsta lógartekstinum.

      Av viðmerkingunum til lógaruppskotið gongur fram, at "Umframt hinar gomlu viðmerkingarnar verða fylgjandi viðmerkingarnar afturatlagdar: Av hesi høvuðskonto kunnu játtast upp til 1,4 mió.kr. til skattafrían studning fyri livrakeyp í 1994, 1995 og 1996."

      Vit hava havt samskifti við Fíggjarmálastýrið um hetta mál, og í svari sínum vísir landsstýrismaðurin á, "at talan var ikki um at broyta skattalógina við afturvirkandi gildi, tí í veruleikanum skuldi skattafríi studningurin nýtast at gjalda eina skattarokning, sum er fyri eldri ár."

      Av viðmerkingunum til lógaruppskotið gongur ikki fram, hvør orsøkin er til, at landsstýrið ynskir "broyttar viðmerkingar", herundir hví talan er um studning til livrakeyp fyri árini 1994-1996, hví studningurin skal vera skattafríur, og hví upphæddin er ásett at vera upp til 1,4 mió.kr.

      Vit hava kannað málið, og eru komin fram á, at orsøkin til, at umrøddi studningur til livrakeyp "má" vera skattafríur, er, at talan ikki er um vanligan studning, men snýr seg um at rinda eitt skattakrav hjá einum ávísum virki. Skattakravið, sum Toll- og Skattstova Føroya hevði reist, var uppá umleið 1,4 mió.kr., og sambært einum skrivi dagfest 12. mars 1999, hevur Stýrið fyri Toll- og Skattstovu Føroya roknað út, hvussu skattakravið, sum studningurin skal rinda, býtir seg á árini 1994, 1995 og 1996. Í skrivinum verður heitt á Fiskimálastýrið um at flyta peningin á konto hjá gjaldstovuni, sum síðani skal bóka upphæddirnar inn á skattakrøvini.

      Vísandi til omanfyristandandi metti landsgrannskoðanin, at løgtingið ikki hevur fingið allar upplýsingar, sum eru av týdningi fyri tingsins meting av málinum. - Í svari sínum er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum samdur í, at viðmerkingarnar "ikki lýsa nóg væl tað, sum studningurin í veruleikanum skuldi brúkast til."

      "Studningurin" var ikki goldin út, men vit meta, at hetta er dømi um fíggjarlógarsmíð, sum má sigast at liggja undir alt sømiligt og fakligt lágmark, og vit hava heitt á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at tryggja, at tílíkt ikki kemur fyri aftur.

    3. Fiskiveiðieftirlitið, Vaktar- og Bjargingartænastan (J. nr. G.L. 1997 / 2 14 2 - 1)
    4. Niðanfyri hava vit sett upp ein samandrátt av roknskapinum seinastu árini í 1.000 kr.

      Roknskapur

      1998

      1997

      1996

      1995

      Inntøkur

      3.756

      2.736

      2.969

      3.003

      Lønarútreiðslur

      -13.933

      -14.015

      -13.650

      -12.084

      Aðrar útreiðslur

      -13.972

      -10.505

      -7.976

      -7.528

      Úrslit

      -24.149

      -21.784

      -18.657

      -16.609

      Nettoútreiðslujáttan

      26.236

      23.399

      17.354

      16.418

      Minni-/meirnýtsla

      2.087

      1.615

      -1.303

      -191

      Viðmerkingar til 1996

      Í 1996 vísir roknskapurin eina meirnýtslu upp á 1,3 mió.kr. Upprunaliga játtanin var uppá 18,9 mió.kr. Viðmerkt varð, at 500 t.kr. skuldu nýtast til veðurfrøðing og 1 mió.kr. til NAFO-eygleiðaraskipanina.

      Einki varð brúkt til veðurfrøðing. NAFO-eygleiðaraskipanin kostaði 1,7 mió.kr. Meirkostnaðurin uppá 730 t.kr. varð endurgoldin av rakstrarstaði 16469 "Varðveiting av fjølbroyttum flota".

      Við løgtingslóg um ymiskar eykajáttanir fyri fíggjarárið 1996, frá 20. mai 1996, varð játtanin lækkað við 2 mió.kr. Í viðmerkingunum varð upplýst, at í sambandi við keyp av nýggjum vaktarskipi vórðu 2 mió.kr. fluttar frá rakstrarjáttan til íløgujáttan.

      Á eykafíggjarlógini fyri 1996 varð játtanin hækkað við 452 t.kr. Í viðmerkingunum varð upplýst, at nýggja skipanin við fiskidøgum kravdi broytingar í telduskipanini v.m., og harafturat skuldi Tjaldrið umvælast.

      Í sambandi við gjøgnumgongd av bókingarskjølum og kontokortum fyri fíggjarárini 1995 og 1996 varð komið fram á, at ferðaútreiðslur uttanlands fyri uml. 190 t.kr. og bilkeyp fyri uml. 180 t.kr. vóru bókaðar á konto fyri ymiskar útreiðslur. Eisini var útbúnaður fyri fleiri hundrað túsund krónur bókaður á somu konto. Fyri fíggjarárið 1997 er skrásetingin vorðin neyvari, soleiðis at gjørligt er at síggja, hvat játtanin er nýtt til.

      Tá stovnurin útvegar starvsmenn til skip, ið gera jarðfrøðiligar kanningar á føroyskum øki, eru inntøkurnar skrásettar undir lønarútreiðslum. Sostatt er í roknskapinum talan um nettotøl.

      Viðmerkingar til 1997

      Roknskapurin fyri 1997 vísir eina minninýtslu uppá uml. 1,6 mió. kr, men útreiðslurnar eru uml. 3 mió kr. hægri enn í 1996

      Á fíggjarlógini fyri 1997 er játtanin til vanligt virksemi 19,2 mió.kr., og til veðurtænastuna 860 t.kr. Sostatt er samlaða játtanin 20,1 mió.kr.

      Á eykajáttanarlóg fyri apríl 1997 varð játtanin hækkað við 1,8 mió.kr., tí skip skuldi leigast til Fiskiveiðieftirlitið. Kostnaðurin varð 1,1 mió kr. Á eykajáttanarlóg fyri september varð játtanin hækkað við 1,5 mió.kr. til málið um "Nólsoyar Páll". Bókførdi kostnaðurin var uml. 0,9 mió.kr.

      Viðmerkingar til 1998

      Roknskapurin fyri 1998 vísir eina minninýtslu uppá uml. 2,1 mió. kr, men nettoútreiðslurnar eru uml. 2,5 mió.kr. hægri enn í 1997.

      Á fíggjarlógini fyri 1998 er játtanin til vanliga raksturin 25,4 mió.kr., og til veðurtænastuna 865 t.kr. Samlaða játtanin til stovnin er sostatt 26,2 mió.kr. Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið varð mett, at av játtanini til vanliga virksemið skuldu 3,1 mió.kr. nýtast til at leiga skipið M/S Nim til Fiskiveiðieftirlitið.

      Veðurfrøðingurin, sum peningur er játtaður til í 3 fylgjandi ár, er enn ikki settur. Fiskimálastýrið vísir á, at teir fleiri ferðir hava lýst eftir veðurfrøðingi, men ongir umsøkjarar eru, m.a. tí útbúgvingin er niðurløgd. Royndir verða framhaldandi gjørdar saman við DMI at finna eina fyri Føroyar hóskandi loysn.

      Aðrar viðmerkingar

      Fiskiveiðieftirlitið, Vaktar- og Bjargingartænastan, nýtir bókhaldsskipanina á Føroya Gjaldstovu. Tímanýtsla, frávera, sjúka o.t. verður skrásett. Avrit verða tikin av skjølunum, sum verða send gjaldstovuni til bókingar. Eftirkannað verður, um bókingarnar, sum ávirka raksturin, samsvara við undirliggjandi skjøl. Eftirkannað verður ikki, um bókingarnar, sum ávirka fíggjarstøðuna, samsvara við undirliggjandi skjøl, og mánaðarroknskapurin verður ikki váttaður við átekning. Vit hava mælt til, at hetta verður gjørt.

      Ongin reglugerð finst á stovninum fyri, hvussu roknskaparhaldið er fyriskipað, herundir ábyrgdar- og heimildarreglur. Reglugerðin skal gerast samsvarandi vegleiðandi reglum frá Fíggjarmálastýrinum, men tær eru ikki gjørdar. Fiskimálastýrið hevur upplýst, at arbeitt verður við hesum.

      Sambært § 20 í roknskaparkunngerðini, skal eitt yvirlit gerast yvir ognir stovnsins. Eitt yvirlit er gjørt yvir partar av ognunum og upplýst er, at arbeitt verður støðugt við at fullfíggja yvirlitið.

    5. Keyp og umbygging av "Nólsoyar Páll" (LGR 1997/159-1)
    6. Eftir áheitan frá løgtingsgrannskoðarunum hevur landsgrannskoðanin kannað orsøkina til meirnýtsluna í sambandi við keyp og umbygging av "Nólsoyar Páll".

      Vit hava gjøgnumgingið skjalatilfar í Fiskimálastýrinum, á Vaktar- og Bjargingartænastan (V&B), og á gjaldstovuni, og fyribilsfrágreiðingar frá hesi gjøgnumgongd eru viðgjørdar á fundum við gjaldstovuna og Fiskimálastýrið. Harumframt hava vit biðið um viðmerkingar frá starvsfólki á V&B, men hesi vildu helst ikki úttala seg í málinum og vístu á, at táverandi stjórin á V&B tók flest allar avgerðir í málinum.

      Vit hava gjøgnumgingið frágreiðingina frá 28. januar 1997 frá metingarnevndini, ið landsstýrismaðurin í desember 1997 setti at meta, um umvælingararbeiðið umborð á Nólsoyar Pálli skuldi gerast liðugt, og eisini frágreiðingina frá 13. oktober 1997 frá Klaus Dwinger um umbyggingina av Nólsoyar Páll, sum Fiskivinnudeildin bað um.

      Vit hava ikki vent okkum til Jóan Karl Høgnesen, fyrrverandi stjóra á V&B, við spurningum um hetta mál. Hesin er ikki longur í almennum starvi í Føroyum. Ivan Johannesen var landsstýrismaður í fiskivinnumálum fram til 17. juni 1996, tá John Petersen kom í hansara stað. Vit hava ikki sett teimum nakrar spurningar. Í niðanfyristandandi frágreiðing verður tikið samanum úrslitið av grannskoðanini.

      1. Játtan og kostnaðarmeting
      2. Uppskot til løgtingslóg um eykajáttan fyri fíggjarárið 1996 varð lagt fyri løgtingið tann 25. mars 1996 (løgtingsmál nr. 102/1995). Undir § 13, Fiski-, Ali- og Sjóvinna, varð søkt um 9,2 mió.kr. til keyp og umbygging av vaktar- og bjargingarskipi til Fiskiveiðieftirlit, Vaktar- og Bjargingartænastuna.

        Í viðmerkingunum frá landsstýrinum til lógaruppskotið verður upplýst, at av verandi játtan til Fiskiveiðieftirlit, Vaktar- og Bjargingartænastuna, kunnu 2 mió.kr. brúkast, og verður sostatt biðið um 7,2 mió.kr. eyka. Kostnaðurin fyri keyp og umbygging av einum hóskandi skipi, sum Vaktar- og Bjargingartænastan hevur funnið fram til, verður útgreinaður soleiðis:

        Keypsprísur 1,1 mió. dollarar 6.259.000

        Krøv frá Søfartsstyrelsen 500.000

        Dokseting, sýn, ferðing og eftirlit 400.000

        Sandblásing, metallisering og máling 800.000

        Broytingar, sum V&B krevur 1.200.000

        Kostnaðarmeting íalt kr. 9.159.000

        Í álitinum frá fíggjarnevndini 7. mai 1996 verður m.a. upplýst, at "Ivan Johannesen, landsstýrismaður og umboð fyri Vaktar- og Bjargingartænastuna vóru á fundi í sambandi við viðgerðina av § 13 í uppskotinum, ið viðvíkur m.a. keyp av vaktarskipum. Tá ið vaktarskipið Ólavur Halgi var til árligt eftirlit í 1995, vórðu óvantaðar eykaútreiðslur vegna størri umvælingar og av, at motorurin skuldi rættast av. Skipið er nú 36 ára gamalt og stendur fyri nógvum útskiftingum, sum verða at galda frá næsta sýni í august í ár. Nevnt varð, at Ólavur Halgi verður dýrari og dýrari at viðlíkhalda, og væntandi skulu uml. 2 mió.kr. brúkast til eykalutir til motorin innan eitt ár. Møguleiki er at keypa eitt skip, ið er 10 ára gamalt fyri uml. 9,2 mió.kr. Skipið, sum talan er um, er lítið brúkt og kann væntandi brúkast í eini 10-15 ár. Kostnaðurin av at byggja nýtt skip er mettur at verða uml. 70-80 mió.kr."

        (Í álitinum stendur, at skipið er 10 ára gamalt. Hetta er ikki rætt, skipið varð bygt í 1970, og var sostatt 26 ára gamalt.)

      3. Kostnaður og meirnýtsla

Upprunaliga játtanin til keyp og umbygging av "Nólsoyar Pálli", sum løgtingið samtykti í mai 1996, var 9,2 mió.kr.

 

Sambært landsroknskapinum fyri 1996 eru útreiðslurnar til keyp og umbygging av "Nólsoyar Páll" uml. 12,9 mió.kr., harumframt eru uml. 0,9 mió.kr. bókaðar í 1997 undir V&B, sum fekk eina serliga eykajáttan til endamálið. Samlaðu bókaðu útreiðslurnar eru sostatt uml. 13,8 mió.kr., harav eru uml. 0,6 mió.kr. nýttar til ymsar kanningar av málinum, og sostatt vórðu uml. 13,2 mió.kr. nýttar í 1996 til keyp og umbygging svarandi til eina meirnýtslu uppá uml. 4 mió.kr í mun til upprunaligu játtanina uppá 9,2 mió.kr.

 

Í desember 1996, eftir at arbeiðið var steðgað, samtykti løgtingið at veita eina eykajáttan uppá í alt 3,1 mió.kr., harav 2,8 mió.kr. til tá uppgjørdu meirnýtsluna, umframt 0,3 mió.kr. til kanningar av málinum.

 

Sambært landsroknskapinum fyri 1998 hevur landsstýrið fingið eitt endurgjald frá seljara/klassanum uppá uml. 5,6 mió.kr., og skipið varð selt av landinum fyri uml. 1,2 mió.kr. Sostatt eru bókaðu nettoútreiðslurnar uml. 7 mió.kr.

 

Hvussu stórar aðrar útreiðslur eru, sum málið um Nólsoyar Páll beinleiðis og óbeinleiðis hevur verið atvoldin til, er ógjørligt at gera upp, men sum dømi kann nevnast, at:

  1. nakrar smærri útreiðslur, sum beinleiðis ella óbeinleiðis stava frá málinum um Nólsoyar Páll, eru bókaðar á V&B í 1996
  2. starvsfólk á V&B og í umsitingini hava nýtt nógva tíð í hesum máli til onga nyttu
  3. málið hevur darvað og skert eftirlits- og vaktarvirksemi hjá V&B, m.a. tí "Ólavur Halgi" varð seldur uppá at verða avloystur av "Nólsoyar Páll"
  4. meira og minni hepnar royndir eru síðani gjørdar at leiga onnur vaktarskip, og tað hevur tí ikki í fullan mun verið gjørligt at sett manningarnar til annað arbeiði í ávís tíðarskeið

 

      1. Orsøkin til meirnýtsluna

Tað eru óivað nógvar orsøkir til meirnýtsluna, og niðanfyri er gjørd ein roynd at peika á nakrar av hesum:

 

 

Keypið ikki nóg væl fyrireikað, og skipið ikki nóg væl kannað

Vísandi til frágreiðingina frá 13. oktober 1997 frá Klaus Dwinger um umbyggingina av Nólsoyar Páll, sum Fiskivinnudeildin bað um, vóru tvær høvuðsorsøkir til teir mongu trupulleikarnar, ið komu undan kavi, tá skipið var komið til Føroyar:

  1. Manningin á skipunum hjá V&B og onnur fakfólk høvdu ikki frammanundan sett upp nøkur minstukrøv, sum eitt tílíkt skip mátti lúka, ið skuldi sigla og loysa eftirlits-, vaktar- og bjargingaruppgávur í norðuratlantshøvum.
  2. Skipið, ið keypt varð, var bygt, útgjørt og innrættað til heilt annað endamál og farvatn.

 

M.a. orsakað av hesum, kom ov seint fram, at skipið ikki var nóg væl egnað til endamálið, og at møguligar meirútreiðslur, sum stóðust av hesum ikki vóru við í játtanini, sum løgtingið hevði veitt. Mett varð, at fleiri viðurskifti ikki vóru nøktandi m.a.:

  1. Navigatiónsútgerðin
  2. Eldsløkkiútgerðin
  3. Maskinorkan
  4. Sleipi- og kranorkan
  5. Generatorarnir
  6. Sýnið á brúnni
  7. Manningarrúmini
  8. Deyðvektin
  9. Stabiliteturin
  10. Rørskipanin
  11. El-skipanin

 

Í frágreiðingina frá 28. januar 1997 frá metingarnevndini, verður víst á, at meðan umvælingararbeiðið var gjørt í Marseille, hevði V&B menn á staðnum, men metingarnevndin dugir ikki at síggja, at teir hava gjørt vart við brek ella annað yvirfyri klassa og/ella skipasýni. Metingarnevndin vísir eisini á, at hevði reiðaríið kannað skipið betur í dokkini, høvdu ikki bert tær tærdu pláturnar undir vatnlinjuni, róðursskrúva og stevnirørslega verið goldin av seljara, men øll brekini høvdu tá komið undan kavi.

 

 

Frávik í keypssáttmálanum

Sáttmálin um keypi av skipinum var ein standardsáttmáli, har broytingar og ískoyti seta keyparan í eina verri støðu í sambandi við endurgjald ella møguliga uppsøgn av sáttmálanum.

 

 

Ógreið fíggjarlig ábyrgd

Tann 26. september 1996 gav landsstýrismaðurin Jóan Karli Høgnesen heimild at ávísa til gjaldingar upp til 9,2 mió.kr. av játtanini til keyp og umbygging av vaktarskipi. Lógin, sum heimilaði keypið og umbyggingina, varð lýst tann 20. mai 1996, og tað gingu sostatt góðir 4 mánaðir, áðrenn tað formliga varð staðfest, hvønn persón landsstýrismaðurin sína vegna hevði sett til at ávísa pening til gjaldingar av hesi játtan. Fram til 26. september 1996 vóru íalt bókaðar uml. 6,5 mió.kr. Talan var um útreiðslurnar til keypið av skipinum, umframt nakrar smærri útreiðslur.

 

Sambært galdandi reglum skal gjaldstovan hava skrivliga fráboðan frá landsstýrinum saman við signaturskjali, sum vísir, hvør hevur ávísingarheimild/ræðisrætt til eina játtan. Ein tílík fráboðan varð ikki send gjaldstovuni fyrr enn tann 26. september 1996. Frammanundan hevði gjaldstovan í 8 førum goldið og bókað rokningar. Við skrivi dagfest 7. juni 1996 ávísti Kaj P. Mortensen ta fyrstu rokningina uppá 10% av keypsprísinum, 653 t.kr., og boðaði frá, at restin skuldi gjaldast, tá skipið var yvirtikið. Upphæddin varð bókað tann 17. juni 1996. Sum undirskjal var hjálagt avrit av sáttmálanum, sum var undirskrivaður av Kaj P.Mortensen og landsstýrismanninum.

 

Við skrivi dagfest 3. juli 1996 frá Jóan Karl Høgnesen fekk gjaldstovan boð um at flyta restupphæddina av keypspeninginum inn á bundna konto, og hann gav gjaldstovuni boð um ikki at leysgeva peningin, fyrr enn boð komu frá Vaktar- og Bjargingartænastuni. Restupphæddin, 5.870 t.kr., varð síðani bókað tann 31. juli 1996. Umframt hesa upphædd, rindaði og bókaði gjaldstovan 6 ferðir skjøl, sum Jóan Karl Høgnesen ávísti um mánaðarskifti juni/juli 1996, talan var í alt umleið 45 t.kr., mest ferðaseðlar til Fraklands. - Burtursæð frá hesum bókingum, varð einki bókað aftur fyrr enn síðst í september mánaði 1996.

 

Hevði gjaldstovan í juni 1996, tá fyrstu skjølini skuldi bókast, víst á, at ongin persónur var skrásettur við ávísingarheimild/ræðisrætti, er sannlíkt, at hetta hevði ført til, at fíggjarliga ábyrgdin av játtanini varð formliga staðfest longu tá.

 

 

Umvælingararbeiðið óskipað og uttan fíggjarliga stýring

Umbygging og umvæling av skipinum hevur verið ein sera týðandi partur av prosjektinum. Í hesum sambandi hava krøvini frá Søfartsstyrelsen havt ein avgerandi týdning. Hesi vóru í upprunaligu kostnaðarmetingini mett til 0,5 mió.kr. Søfartsstyrelsen gjørdi eina konsulentfrágreiðing 24. mai 1996 og aftur eina frágreiðing medio august 1996, tá byrjað varð uppá 1. høvuðssýn. Undir gjøgnumgongdini av málinum hava vit ikki kunna staðfest, um og nær landsstýrismaðurin hevur fingið, ella hevur biðið um hesar frágreiðingar. Tann 7. juni 1996, dagin fyri sáttmálin skuldi undirskrivast, metti Skipasmiðjan Føroyar í skrivi til V&B, at kostnaðurin fyri ein part av krøvunum frá Søfartsstyrelsen, sum sett vóru í frágreiðingini frá 24. mai 1996, fór at liggja um 2,7 mió.kr. Um landsstýrismaðurin visti av hesum, so kundi hann tá havt steðgað eini væntandi stórari meirnýtslu við ikki at skriva undir, ella bíða við at skriva undir, til løgtingið hevði samtykt eina eykajáttan.

 

Men sambært Kaj P. Mortensen hevði hvørki hann ella landsstýrismaðurin sæð frágreiðingina frá Søfartsstyrelsen frá 24. mai 1996 ella kostnaðarmetingina frá skipasmiðjuni frá 7. juni 1996, áðrenn sáttmálin varð undirskrivaður.

 

Í viðmerkingum landsstýrisins til lógaruppskotið um eykajáttan til keyp og umbygging av vaktarskipi, er metti kostnaðurin uppá 9,2 mió.kr. greinaður út.

 

Tað tykist ikki, sum nøkur kostnaðarstýring er farin fram í mun til upprunaligu kostnaðarætlanina, og umvælingararbeiðið í Fraklandi og inni á Skála tykist vera farið fram uttan kostnaðarætlan, uttan nakra fíggjarliga stýring og uttan fyrilit fyri, hvussu nógvur peningur var játtaður til endamálið.

 

Sambært s. 10-13 í frágreiðingini hjá Klaus Dwinger fór umvælingararbeiðið inni á Skála fram at kalla uttan mál og mið, og uttan samskipan við krøv og neyðugar góðkenningar frá Søfartsstyrelsen, sum als ikki var liðugt við 1. høvuðssýn, sum var byrjað í Marseille í august 1996.

 

Metingarnevndin mælir í síni frágreiðing til, at betur stýring fæst á arbeiðinum á staðnum, um arbeiðið við skipinum verður uppafturtikið.

 

 

Roknskaparligt óskil

Tað gekk ov long tíð, áðrenn rokningarnar vórðu bókaðar, og sostatt áðrenn tað roknskaparliga varð staðfest, hvussu stór nýtslan var í mun til játtanina. Ein annar trupulleiki var, at gókenningar- og ávísingarmannagongdin ikki var nøktandi, soleiðis at ivi í nógvum førum var um, hvørjar rokningar vóru goldnar, og hvørjar ikki vóru goldnar.

 

Tað hevur verið frammi, at avvarandi landsstýrismaður ov seint varð kunnaður um meirnýtsluna, og løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsgrannskoðanina um eisini at kanna nær rokningar vórðu ávístar til gjaldingar, nær tær vóru goldnar og bókaðar á gjaldstovuni, og nær roknskapartøl, sum vístu hesa meirnýtslu, vórðu send landsstýrinum.

 

Gjøgnumgongdin á Føroya Gjaldstovu vísir, at skjølini, sum viðvíkja keypi og umvæling av skipinum Nólsoyar Páll, eru bókað uttan drál á gjaldstovuni, eftir at skjølini eru móttikin frá V&B ella Fiskivinnudeildini. Í teimum førum gjaldstovan ikki hevur bókað skjølini, so hvørt tey eru send teimum, er víst á, at undirskjøl ikki hava verið viðløgd ávísingini. Í tílíkum førum er ávísingin send avvarðandi stovni/landsstýrisdeild aftur, við viðmerking um, at undirskjøl mangla. Fyri fíggjarárið 1996 var vanliga mannagongdin tann, at Føroya Gjaldstova fyrst í hvørjum mánaði sendi øllum landsstýrisdeildum/-monnum eitt játtanaryvirlit, sum vísti nýtsluna á játtanum á fíggjarlógini til og við undanfarna mánað.

 

Út frá hesum verður mett, at orsøkin til seinkaðu roknskaparligu skrásetingarnar var, at tað gekk ov long tíð, áðrenn rokningarnar vórðu sendar gjaldstovuni til bókingar/gjaldingar.

 

 

Landsstýrismaðurin ikki nóg væl kunnaður um gongdina í málinum

Landsstýrismaðurin hevur mótvegis løgtinginum havt ábyrgdina av lógaruppskotinum frá mars 1996, herundir av kostnaðarmetingini í viðmerkingunum til lógaruppskotið, og hann hevur í fíggjarnevndini í apríl mánaði 1996 greitt nærri frá málinum. Landsstýrismaðurin hevur harumframt undirskrivað keypssáttmálan tann 8. juni 1996.

 

Tá løgtingið hevur samtykt eina játtanarlóg, er tað avvarandi landsstýrismaður, sum hevur evstu fíggjarligu ábyrgdina av, at allar játtanir á hansara øki verða hildnar. Vanliga delegerar ein landsstýrismaður sínar umsitingarligu og fíggjarligu ábyrgdir og heimildir út til stjórar og fulltrúar í umsitingini, og leikluturin hjá landsstýrismanninum er hereftir at hava eitt meira yvirordnað eftirlit við, at umsitingin, hansara vegna, røkir sínar skyldur.

 

Tað sum serliga eyðkennir leiklutin hjá landsstýrismanninum í hesum máli, er ikki tað, sum landsstýrismaðurin hevur gjørt, men í stóran mun tað, sum landsstýrismaðurin ikki hevur gjørt.

 

Sambært teimum skjølum, sum vit hava gjøgnumgingið á V&B, Føroya Gjaldstovu og Fiskivinnudeildini, er komið fram, at játtanin eftir øllum at døma var uppbrúkt, tá skipið kom til Føroyar í august 1996. Aftaná at skipið var komið til Føroyar, vórðu umleið 4 mió.kr. nýttar afturat til umvælingar, áðrenn arbeiðið varð steðgað í november 1996.

 

Gjøgnumgongdin av skjalatilfarinum gevur eina greiða ábending um, at í hvussu so er stjórin á V&B má hava verið vitandi um, at kostnaðurin av umvælingini fór at verða hægri enn játtan var til, longu áðrenn sáttmálin um keyp av skipinum var undirskrivaður.

 

Um landsstýrismaðurin hevði vita, hvussu nógv umvælingarnar í Fraklandi høvdu kostað, hevði hann verið greiður yvir, at játtanin var brúkt, og kundi longu tá havt givið boð um at steðga arbeiðinum. Í staðin fyri helt arbeiðið á Skála fram uttan kostnaðarætlan, uttan nakra fíggjarliga stýring og uttan fyrilit fyri, hvussu nógvur peningur var játtaður til endamálið.

 

Um lýsingin hjá Kaj P. Mortensen av samskiftinum millum stjóran á V&B og landsstýrismannin/Fiskivinnudeildina er røtt, so hevur stjórin á V&B ikki kunnað um týðandi brek við skipinum, heldur tvørturímóti, og hann tykist hava álagt starvsfólkum sínum tagnarskyldu hesum viðvíkjandi. Somuleiðis hevur stjórin á V&B ikki kunnað um kravdar og aðrar neyðugar umvælingar, ið dýrkaðu umvælingararbeiðið munandi í mun til upprunaligu kostnaðarmetingina/játtanina.

 

Í hesum sambandi hevur stjórin á Fiskivinnudeildini víst á, at hann út í oktober/november 1996 var í góðari trúgv mótvegis upplýsingum frá stjóranum á V&B, og at hann ikki frammanundan hevði grund til at trúgva, at hesin mótvegis landsstýrinum hevði sagt so nógv ósatt, og handla so ábyrgdarleyst, sum tað seinni vísti seg. - Hann metir ikki, at hann og landsstýrismaðurin kundu havt reagerað øðrvísi í hesum máli.

 

    1. Fiskirannsóknarstovan (J.nr. GL 1997/2 14 3-1)
    2. Høvuðstøl seinastu árini (í 1.000 kr.):

      Roknskapur

      1998

      1997

      1996

      1995

      Inntøkur

      4.228

      787

      490

      552

      Lønarútreiðslur

      -6.779

      -6.714

      -5.188

      -5.691

      Aðrar útreiðslur

      -4.744

      -1.866

      -1.425

      -1.239

      Úrslit

      -7.295

      -7.793

      -6.123

      -6.378

      Játtan

      7.229

      7.229

      5.956

      6.139

      Meirnýtsla

      -66

      -564

      -167

      -239

      Orsøkin til vøksturin í útreiðslunum frá 1996 til 1997 er, at játtanin á fíggjarlógini í 1997 fevnir um undirkonto nr. 20, vanligt virksemi, umframt 3 aðrar undirkontoir. Hesar vóru ikki partur av játtanini til stovnin árini frammanundan. Henda játtan er uml. 1 mió.kr.

      Ein orsøk til vøksturin í bruttotølunum frá 1997 til 1998 er, at í 1998 er undirkonto 40, inntøkufíggjað virksemi, við í roknskapinum. Ongin játtan var til hesa undirkonto, men sambært roknskapinum í 1998 vóru inntøkurnar 2,7 mió.kr. og útreiðslurnar 2,7 mió.kr.

      Vísandi til roknskapartølini, er talan í 1997 um eina meirnýtslu uppá 564 t.kr., og lønarútreiðslurnar eru 361 t.kr. hægri enn ásetti lønarkarmurin. Í 1998 eru lønarútreiðslurnar 494 t.kr. hægri enn ásetti lønarkarmur, av hesum eru 311 t.kr. viðvíkjandi "inntøkufíggjað virksemi".

      Fiskirannsóknarstovan upplýsir, at meirnýtslan í 1997 uppá 564 t.kr. í veruleikanum ikki er so stór, við tað at útreiðslur uppá uml. 200 t.kr., sum hoyra til eina prosjektkonto, eru bókaðar á Fiskirannsóknarstovuna.

      Verkætlanir við eksternari fígging

      Stovnurin hevur seinnu árini staðið fyri og tikið lut í fleiri verkætlanum við eksternari fígging. Í flestu førum er arbeiðið, sum er knýtt at hesum verkætlanum, gjørt av fólki, sum annars eru í føstum starvi. Fíggingin er brúkt til útgerð, ferðing v.m. og til at løna fólki, sum eisini lutvíst eru ein partur av vanliga virkseminum hjá stovninum. Umframt lønarútreiðslurnar, sum eru bókaðar í roknskapinum hjá Fiskirannsóknarstovuni seinnu árini, eru fleiri hundrað t.kr. goldnar út sum løn í sambandi verkætlanir.

      Fiskiransóknarstovan hevur nýtt eina interna bókhaldsskipan at skráseta verkætlanirnar. Hvør verkætlan hevur havt sín egna roknskap við teimum sundurgreiningum, sum tørvur hevur verið á. Í flestu førum er ein serstøk bankakonto knýtt at hvørji verkætlan, og tískil hevur stovnurin havt nógvar peningastovnskontori. Ultimo 1997 var talan um 17 kontoir uppá íalt uml. 1,8 mió kr. Hetta er nú broytt, soleiðis at allar nýggjar verkætlanir verða skrásettar á gjaldstovuni. Á tann hátt slepst undan at hava so nógvar peningastovnskontoir, og roknskapurin gevur eina rættari mynd av virkseminum.

      Tryggingarviðurskifti

      Fiskirannsóknarstovan hevur eina vanlukkutrygging fyri starvsfólkið, eina innbúgvstrygging, eina trygging fyri serlig tól, sum eru umborð á Magnusi Heinason, og eina bygningstrygging til full- og nývirði. Vit hava ikki kannað, um tryggingar ella tryggingarupphæddir eru í lagi. Landsstýrið hevur ongar reglur ásett fyri tryggingarviðurskifti hjá almennum stovnum, og mælt er tí til, at tryggingarviðurskiftini regluliga verða gjøgnumgingin saman við serkønum. Stjórin hevur upplýst, at hetta verður sett í verk.

      Reglur fyri mannagongdum á roknskaparøkinum

      Ongin reglugerð finst á stovninum, hvussu roknskaparhaldið er fyriskipað, herundir ábyrgdar- og heimildarreglur. Reglugerðin skal gerast samsvarandi vegleiðandi reglum frá Fíggjarmálastýrinum, men tær eru ikki gjørdar.

      Yvirlit yvir ognir

      Sambært § 20 í roknskaparkunngerðini skal eitt yvirlit vera yvir ognir stovnsins. Yvirlit eru gjørd á summum økjum, og farið er undir at gera fullfíggjað yvirlit á øllum økjum.

      Verkætlanir fíggjaðar av játtanini til "Fiskivinnuroyndir"

      Játtanin til Fiskivinnuroyndir er ein serstøk játtan á fíggjarlógini, sum Fiskimálastýrið umsitur. Játtanin, sum ber heitið "Rakstrarjáttan", hevur seinnu árini verið 8 mió.kr. Í 1998 var hon 9 mió.kr. Í viðmerkingunum stendur bert:

      "Fiskivinnuroyndir verða gjørdar í samstarvi millum Fiskirannsóknarstovuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Menningarstovuna. Játtanin er til fiskivinnuroyndir og kanningar, herímillum vørumenning og hvussu mest fæst burtur úr øðrum fiskasløgum."

      Seinnu árini hevur mannagongdin verið, at ein 3-mannanevnd, umboðandi Fiskirannsóknarstovuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, og Menningarstovuna, hevur gjørt uppskot til landsstýrið um býtið til ymsar verkætlanir. Tað hevur verið gjørt í samráði við vinnuna – arbeiðsgevarafeløgini á sjógvi og landi, ið fáast við fisk - og Fiskimannafelagið. Síðani nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi, hevur landsstýrismaðurin gjørt av, hvørji av uppskotunum skulu vinna frama.

      3-mannanevndin hevur fleiri ferðir mælt fiskivinnuumsitingini til at fáa eina reglugerð, so treytir kunnu setast fyri at fáa pening til verkætlanirnar, men hetta er ikki komið í lag. Síðani 1996 eru øll uppskot sett upp eftir einum føstum skemaleisti, sum nevndin hevur evnað til.

      Fram til 1. januar 1997 vórðu játtanir til ávísar verkætlanir hjá Fiskirannsóknarstovuni og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni bókaðar sum útreiðsla undir fiskivinnuroyndum, og sum inntøka/játtan á prosjektkontoum fyri verkætlanum á § 52 á fíggjarstøðuni, har útreiðslurnar til verkætlanirnar síðani vórðu skrásettar.

      Fíggjarlógin, og tær fáu viðmerkingar frá landsstýrinum í fíggjarlógaruppskotinum, er einasta áseting um, hvat henda lutfalsliga stóra játtan skal nýtast til. Vit meta hetta als ikki at vera nøktandi, og hava heitt á Fiskimálastýrið um at taka spurningin til viðgerðar. Vanliga verður tað hildið at vera góður lóggávusiður, at nærri reglur um studningsskipanir, sum venda sær til ein so breiðan møguligan umsøkjaraskara, verða ásettar í serstakari lóg.

    3. Magnus Heinason (J.nr. GL 1996 / 2 14 3 - 5)
    4. Fiskirannsóknarstovan førir bókhaldið hjá Magnus Heinason í egnari bókhaldsskipan. Nýtslan verður skrásett í landsroknskapinum hvønn mánað. Vit hava kannað, um samsvar er ímillum bókhaldið hjá Magnus Heinason og skrásettu roknskapartølini í landsroknskapinum.

      Niðanfyri hava vit sett upp ein samandrátt av roknskapartølunum seinastu árini (í 1.000 kr.):

      Roknskapur:

      1998

      1997

      1996

      1995

      Inntøkur

      6.206

      4.418

      2.412

      1.661

      Lønarútreiðslur

      -5.529

      -5.217

      -4.611

      -4.081

      Aðrar útreiðslur

      -8.832

      -5.082

      -4.152

      -4.561

      Úrslit

      -8.155

      -5.881

      -6.351

      -6.981

      Nettoútreiðslujáttan

      8.750

      6.000

      6.207

      6.241

      Meirnýtsla(-)/minninýtsla(+)

      595

      119

      -144

      -740

      Vit hava grannskoðað roknskapirnar øll árini. Við stakroyndum hava vit kannað útreiðsluskjøl, herundir lønarútgjøld. Inntøkurnar eru bornar saman við avreiðingarseðlar, og innistandandi á peningastovnskontoum, og ognarar eru stemmaðir av við kontoavrit. Vísandi til omanfyristandandi var talan um eina meirnýtslu uppá 740 t.kr. í 1995 og 144 t.kr. í 1996.

      Fyri árini 1997 og 1998 er farið uppum lønarkarmin við ávikavist 717 t.kr. og 779 t.kr. Fiskirannsóknarstovan hevur víst á, at ein partur av øktu útreiðslunum til hýrur stavar frá, at neyðugt hevur verið at sett avloysarar í tíðaravmarkað størv orsakað av sjúku. Harumframt er bæði árini avreitt fyri væl meira enn upprunaliga mett. Manningin fær umleið 18% (íroknað yvirmannapartar) í hýru av avreiðingum, tá skipið er til praktiskar fiskiroyndir.

      Tryggingarviðurskifti

      Árliga verður goldið umleið 0,4 mió.kr. í trygging. Skipið er tryggjað fyri 10 mió.kr. og útgerðin fyri 0,5 mió.kr. Landsstýrið hevur ikki ásett nakrar reglur fyri tryggingarviðurskifti hjá almennum stovnum, og mælt er tí til, at tryggingarviðurskiftini regluliga verða gjøgnumgingin saman við serkønum.

      Yvirlit yvir ognir

      Seinastu árini eru fiskireiðskapir og edv-tól v.m. keypt fyri nógvar milliónir krónur. Vit hava áður víst á, at einki yvirlit er gjørt yvir hesar ognir. Fiskirannsóknarstovan hevur upplýst, at eitt yvirlit yvir ognir, keyptar í 1997 og 1998, er gjørt, og farið er undir at skráseta tað, sum er keypt árini frammanundan.

    5. Sjóvinnufyrisitingin og Skráseting Føroya (GL. 1997/2 14 2-1)

Vit hava grannskoðað roknskapar- og játtanarviðurskiftini á Sjóvinnufyrisitingini og Skráseting Føroya og hava verið á ófráboðaðum vitjanum á stovninum í 1998 og 1999. Vit hava stemmað peningastovnskontoir, girokontoir og kassa av, og við stakroyndum vóru nøkur lønarútgjøld kannað. Kannað varð eisini um tíðaravmarkingarnar vóru rættar. Einki var at finnast at.

 

Niðanfyri hava vit sett upp ein samandrátt av roknskapartølunum seinastu árini (í 1.000 kr.):

 

Roknskapur:

1998

1997

1996

1995

Inntøkur

2.031

1.608

1.710

897

Lønarútreiðslur

-1.995

-1.807

-1.724

-1.466

Aðrar útreiðslur

-1.257

- 877

-1.019

- 607

Úrslit

-1.221

-1.046

-1.033

-1.176

Játtan

2.606

2.587

1.611

1.472

Minninýtsla

1.385

1.541

578

296

 

Inntøkurnar hjá stovninum stava m.a. frá skráseting av skipum, partafeløgum og sølu av sjófartsbókum. Í mai 1998 eru m.a. bókaðar inntøkur uppá kr. 242.500 fyri skráseting av Telefonverki Føroya Løgtings til partafelag. Hetta gjald er ásett samsvarandi kunngerð nr. 203 frá 28. desember 1993 v.s.b. um gjøld til Skráseting Føroya fyri parta- og smápartafeløg. Kunngerðin hevur heimild í § 154, stk. 3, í anordning nr. 250 frá 3. mai 1993 om ikrafttræden for Færøerne af lov om aktieselskaber.

 

Sambært § 4 í Ll. um umlegging av Telefonverki Føroya Løgtings til partafelag hevur landsstýrið "skyldu til at undantaka partafelagið frá skrásetingargjaldi til Skráseting Føroya í sambandi við stovnan felagsins."

 

Fiskimálastýrið vísir á, at Skráseting Føroya hevur skyldu til at krevja inn tey gjøld, teimum er álagt sambært umrøddu ríkislóg, sum ikki gevur heimild til undantøk.

 

Stovnurin nýtir bókhaldsskipanina á gjaldstovuni. Eftirkannað verður, um bókingar, sum ávirka raksturin, samsvara við undirliggjandi skjøl, men fíggjarstøðan verður ikki stemmað av. Vit hava mælt til, at allar bókingar verða kannaðar, eisini lønargjaldingar, og at hetta verður váttað við átekning á mánaðarroknskapin.

 

  1. VINNUMÁL
    1. Grunnurin til Ídnaðarfremjandi endamál (J.nr. GL 1996 / 2 15 3-1)

Játtanin "Stuðul til ídnaðarfremjandi endamál" verður flutt í grunnin til ídnaðarfremjandi endamál, sum er ein eksternur grunnur. Grunnurin verður umsitin sambært kunngerð nr. 14 frá 18. februar 1997 og eini reglugerð, sum seinast er broytt í august 1996.

 

Í landsroknskapinum eru avsetingarnar móti tapi og avskrivingar av lánum ikki greitt bókaðar. Niðanfyri hava vit gjørt ein samandrátt av roknskapartølunum fyri árini 1995-1998, har avsetingarnar eru vístar (1.000 kr.):

 

1998

1997

1996

1995

Játtan á fíggjarlógini

4.163

4.000

0

10.500

Rentuinntøkur v.m

283

164

507

539

Inntøkur íalt

4.446

4.164

507

11.039

Stuðul til vinnu

-4.288

-4.091

-3.084

-4.106

Avsett móti tapi

0

-989

0

0

Úrslit frá rakstri

158

-916

-2.577

6.933

Aktiv

Útlán

1.476

5.113

4.982

8.443

Avsett móti tapi

-1.282

-4.730

-3.484

-7.134

194

383

1.498

1.309

Millumrokning við landskassan

5.324

5.129

5.061

7.962

Innistandandi í peningastovni

3.498

3.959

3.208

3.074

Aktiv samanlagt

9.016

9.471

9.767

12.345

Passiv

Eginogn:

Saldo pr. 1.1

9.471

-9.767

12.344

5.411

Rætting primo

-613

620

0

0

Flutt frá rakstri

158

-916

-2.577

6.933

Eginogn 31.12

9.016

9.471

9.767

12.344

Passiv samanlagt

9.016

9.471

9.767

12.344

 

Útlánini í 1998 eru uml. 1,5 mió.kr. Einki lán er latið síðani 1992.

 

Vísandi til omanfyristandandi vísir roknskapurin eina eginogn uppá 9 mió.kr. í 1998. Sambært einum yvirliti frá Menningarstovuni er fíggjarorkan/eginognin hjá grunninum gjørd upp til uml. 1,5 mió.kr. ultimo 1998. Høvuðsorsøkin til munin er, at á gjaldstovuni verður stuðulin útreiðsluførdur, tá hann verður goldin út, meðan Menningarstovan í sínum meira varna uppgerðarhátti "útreiðsluførir" ein stuðul, tá umsóknin verður játtað.

 

Sambært § 3 í kunngerð nr. 14/1997 er tað landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum játtar stuðul úr grunninum. Menningarstovan er ummælandi stovnur og hevur ábyrgd av, at neyðugt eftirlit við ætlanunum verður tryggjað.

 

Í reglugerðini eru tað 4 "høvuðsstuðulsskipanir", sum grunnurin letur stuðul til:

  1. Framleiðslumenning
  2. Sølumenning
  3. Leiðslumenning og útbúgvingar
  4. Gransking, kanningar v.m

 

Hesar skipanirnar eru aftur býttar upp í 12 undirskipanir. Eitt yvirlit frá Menningarstovuni vísir býtið av játtanunum til tær ymsu stuðulsskipanirnar fyri árini 1995-1998:

 

Stuðulsskipan/heiti:

1998

1997

1996

1995

Vørumenning

305

1.017

949

993

Menning av nýggjum framleiðslutólum og hættum

366

132

800

1.512

Umlegging av framleiðslu

0

0

0

0

Søluroyndir, sølufremjandi tiltøk, marknaðarkanningar

392

1.103

1.550

384

Tilevning av sølutilfari

244

110

112

16

Vørumessur

2.573

3.346

1.742

754

Útbúgving innan sølu og leiðslu

0

0

0

0

Menning av dygdarstýring

933

1.018

114

0

Stuðul til serliga søluútbúgving fyri ung fólk

21

0

0

0

Útbúgving í samband við nýstovnað virki

0

47

0

0

Granskingar- og kanningarætlanir

182

0

810

0

Patentumsóknir

312

0

0

0

Í alt

5.328

6.773

6.077

3.659

 

Í seinastu frágreiðing varð m.a. víst á, at:

  1. Menningarstovan í ávísum førum sjálv stóð fyri verkætlanum, og hevði "eftirlit" við sær sjálvum.
  2. Menningarstovan ikki hevði afturrindað grunninum avlop av stuðulsjáttanum.
  3. ongin tíðarfreist var ásett, nær ein tilsøgn um játtan fellur burtur.

 

Hesi viðurskifti eru síðani komin í rættlag.

 

Víst varð somuleiðis á, at stuðul veittur somu umsøkjarum til somu messur ár um ár líkist rakstrarstuðli, men at ongin heimild er í reglugerðini til at veita rakstrarstuðul. Menningarstovan hevur upplýst, at hetta er ikki broytt.

 

Sambært Ll. nr. 33/1992 skal grunnurin umskipast til ein eksternan grunn. Í seinastu grannskoðanarfrágreiðing varð víst á, at hetta ikki var gjørt, eftirsum tað í kunngerð nr. 14/1997 er ásett, at tað er landsstýrismaðurin, sum játtar stuðul úr grunninum. Hetta er ikki broytt.

 

Landsstýrismaðurin hevur í oktober 1999 upplýst, at arbeitt verður við at gera eina serstaka lóg fyri grunnin, við støði í uppskotinum til løgtingslóg um Vinnugrunn. Hetta uppskot varð lagt fyri tingið í 1998, men datt burtur av tí at nýval varð útskrivað.

 

    1. Grunnur Ferðavinnunnar (GL 1996/2 15 9-2)

Roknskapurin fyri Grunn Ferðavinnunnar sæst í landsroknskapinum undir "eksternir grunnar" Niðanfyri hava vit gjørt ein samandrátt av roknskapartølunum fyri árini 1995-1998 (1.000 kr.) :

 

1998

1997

1996

1995

Rentuinntøkur v.m

570

592

1.047

870

Stuðul til vinnu

-316

-490

-388

-365

Útreiðslur

-63

-31

-36

-37

Úrslit frá rakstri

191

71

623

468

Aktiv

Útlán

4.664

4.608

4.357

6.357

Avsett móti tapi

-4.402

-3.982

-3.427

-5.606

262

626

930

751

Millumrokning við landskassan

-578

-533

-152

94

Virðisbrøv

0

0

-126

4.874

Innistandandi í peningastovni

14.314

13.759

13.220

7.530

Aktiv samanlagt

13.998

13.852

13.872

13.249

Passiv

Stuttfreistað skuld

240

240

240

240

Eginogn

Saldo pr. 1.1

13.612

13.632

13.009

12.541

Flutt frá rakstri

191

71

623

468

Rætting primo

-45

-91

0

0

Eginogn 31.12

13.758

13.612

13.632

13.009

Passiv samanlagt

13.998

13.852

13.872

13.249

 

 

Lógargrundarlag /endamál v.m.

Sambært § 3, nr. 3, í løgtingslóg nr. 33 frá 27. mars 1992, um avtøku av landskassagrunnum, varð Gistingarhúsgrunnurin umskipaður til eksternan grunn. Við heimild í somu lógargrein lýsti landsstýrið kunngerð nr. 140 frá 7. oktober 1992 um Grunn Ferðavinnunnar, sum yvirtók fæ Gistingarhúsgrunsins.

 

Sambært kunngerðini er endamálið við Grunni Ferðavinnunnar at menna ferðavinnuna í Føroyum. Íløgustuðul uppá 50% kann veitast m.a. til íløgur til gerð og menning av ferðatilboðum. Harumframt kann grunnurin veita Ferðaráði Føroya o.ø. stuðul til tiltøk innan ferðavinnuna til kanningar, ætlanir, teldumenning, lýsingar-, marknaðar- og útbúgvingartiltøk. Lán kunnu t.d. veitast til gistingarhús og til íløgur í útbúnað til ferðavinnutiltøk.

 

Í kunngerðini um Grunn Ferðavinnunnar er ásett, at lán bert mugu veitast, um rakstrarbúskaparligt grundarlag er fyri íløguni, og at lánsmarkið verður roknað út eftir einum av grunninum gjørdari ella góðkendari meting av pantivirðinum. Eisini kann verða sett sum treyt, at umsøkjarin letur inn grannskoðaðan roknskap, kostnaðarætlan og marknaðarmeting, og stýrið kann treyta sær, at endurmeting verður gjørd.

 

 

Viðmerkingar

Sambært einum yvirliti frá grunninum, eru frá 1. januar 1995 til tann 31. desember 1998 uml. 1,9 mió kr. játtaðar í stuðli. Av hesum eru 1,3 mió.kr. goldnar út.

 

Í seinastu grannskoðanarfrágreiðing varð gjørt vart við fleiri ógreið viðurskifti viðvíkjandi stuðli til ferðavinnuna. M.a. er ógreitt, hvørjum tiltøkum Ferðaráðið stuðlar, og hvørjum tiltøkum grunnurin stuðlar.

 

Í februar 1998 vísti Vinnumálastýrið á, at endamálið við grunninum og Ferðaráðnum er so líkt, at neyvan slepst undan ógreiðu um ymisk viðurskifti. Upplýst varð, at Vinnumálastýrið fór at heita á stjóran í Ídnaðargrunninum um at orða eitt ítøkiligt uppskot til Vinnumálastýrið um:

  1. Hvønn leiklut Grunnur Ferðavinnunnar skal hava í framtíðini (møguliga uppskot um broytingar av kunngerðini).
  2. Hvussu samvinnan í framtíðini skal skipast millum Grunn Ferðavinnunnar og Ferðaráðið.

 

Vinnumálastýrið hevur í oktober 1999 upplýst, at roynt verður at loysa ógreiðu viðurskiftini við eini nýggjari kunngerð fyri grunnin. Stýrið fyri grunnin hevur fingið uppskot til nýggja kunngerð til ummælis. Ongin nýggj kunngerð er lýst enn.

 

    1. Rúsdrekkasøla Landsins (GL 1997 / 2 03 9 - 6)
    2. Vit hava grannskoðað ársroknskapirnar fyri 1997 og 1998, og hava gjørt ófráboðað kassa- og goymslueftirlit í árinum. Eftir árslok hava vit grannskoðað vørusølu, vørunýtslu, vørugoymslur, lønir, rakstrarkostnað, gjøgnumgingið avstemmingar viðvíkjandi banka- og girokontoum, kreditorum v.m. Ávísir roknskapartrupulleikar vóru í 1997, men hesir eru síðani loystir. Vit hava eisini kannað, um samsvar er ímillum bókhaldið hjá Rúsdrekkasøluni og skrásettu roknskapartølini í landsroknskapinum.

      Roknskaparyvirlit 1995-1998

      Rúsdrekkasølan er partur av landsroknskapinum. Harumframt verður árliga gjørdur ein roknskapur eftir vanligum rakstrarbúskaparligum grundreglum. Niðanfyri er gjørdur ein samandráttur av roknskapunum árini 1995 – 1998 (1.000 kr.):

       

       

      1998

      1997

      1996

      1995

      Bruttovinningur

      24.385

      23.214

      23.262

      21.858

      Starvsfólkakostnaður

      -5.716

      -6.763

      -6.113

      -5.569

      Avskrivingar

      -1.941

      -2.382

      -1.778

      -1.509

      Annar kostnaður

      -4.062

      -4.338

      -4.027

      -3.276

      Rentur, netto

      68

      4

      119

      139

      Roknskaparligt avlop

      12.734

      9.735

      11.463

      11.643

      Avskrivingar, førdar aftur

      1.941

      2.381

      1.778

      1.509

      Íløgur

      -902

      -4.068

      -1.533

      -1.148

      Avroknað til landskassan

      13.773

      8.048

      11.708

      12.004

      Aktiv:

      Støðisogn

      5.199

      6.239

      4.553

      4.798

      Vørugoymsla

      9.012

      7.569

      9.131

      6.856

      Tøkur peningur

      17.968

      1.347

      3.462

      13.435

      Áogn og tíðaravmarkingar

      1.247

      945

      133

      502

      Í alt

      33.426

      16.100

      17.279

      25.591

      Passiv:

      Eginogn

      5.199

      6.239

      4.552

      4.798

      Vøru- og tænastuskuld

      12.834

      12.737

      13.364

      13.505

      Millumrokning við landskassan

      13.960

      -4.227

      -939

      6.153

      Mvg og tíðaravmarkingar

      1.433

      1.351

      302

      1.135

      Í alt

      33.426

      16.100

      17.279

      25.591

      Við árslok 1998 var millumrokningin við landskassan 13.960 t.kr., orsakað av, at Rúsdrekkasølan ikki hevði avroknað avlopið, sum stendur á eini peningastovnskonto, sum gevur millum lítið og einki í rentu. Tollkreditturin fíggjar meginpartin av goymsluni.

      Viðmerkingar til roknskapin fyri 1997

      Sambært fíggjarlógini skuldi Rúsdrekkasølan avrokna 11,669 mió.kr. til landskassan, sambært landsroknskapinum er upphæddin 11,469 mió.kr. Sambært landsroknskapinum er gjaldið til landskassan 8,048 mió.kr., t.v.s. 3,621 mió.kr. minni enn mett. Høvuðsorsøkin er hægri íløgur/útreiðslur. Íløgur uppá uml. 4,1 mió.kr. eru gjørdar í 1997 í sambandi við umskipan av handlinum í Tórshavn til sjálvtøkuhandil, og er hetta væl hægri enn upprunaliga mett.

      Í februar 1999 góðkendi Vinnumálastýrið roknskapin, og vísti á, at viðvíkjandi meirnýtsluni í 1997 kundi Rúsdrekkasølan havt vent sær til Vinnumálastýrið, sum kundi tikið stig til eina eykajáttan, og heitt varð á stovnin um í framtíðini at fráboða í góðari tíð, um so er at játtanin væntandi ikki kemur at røkka, soleiðis at stig kunnu takast, sum bøta um hetta.

      Viðmerkingar til roknskapin fyri 1998

      Á fíggjarlógini varð mett, at Rúsdrekkasøla landsins skuldi avrokna 12,5 mió.kr. til landskassan. Sambært landsroknskapinum er talan um 13,8 mió.kr., t.v.s. 1,3 mió.kr. meira enn mett á fíggjarlógini.

      Í februar 1999 góðkendi Vinnumálastýrið roknskapin, og átalaði, at Rúsdrekkasølan ikki mánaðarliga kunnar um roknskapargongdina og at roknskapurin og ársfrágreiðingin ikki fyriliggja í seinasta lagi 5 mánaðir eftir árslok, sum ásett í reglugerð fyri Rúsdrekkasøluna.

      Lønarkarmur

      Í 1997 og í 1998 er farið uppum lønarkarmin við ávikavist 1 og 0,5 mió.kr. Í hesum sambandi hevur Vinnumálastýrið boðað frá, at lønarkarmurin fyri 1997 er skeivur. Lági lønarkarmurin stavar frá einum mistaki, í sambandi við fíggjarlógina fyri 1996, har lønarkarmurin í dagførdu útgávuni av viðmerkingunum av tekniskum misgáum var lækkaður til 5,4 mió.kr. Sum framhald av hesum, er mistakið er endurtikið á fíggjarlógunum fyri 1997 og 1998. Sostatt skuldi lønarkarmurin fyri 1997 verið 6,4 mió.kr. og ikki 5,4 mió.kr.

      Játtanarviðurskifti

      Sundurgreiningin av játtanartølunum í viðmerkingunum til fíggjarlógina viðvíkjandi rakstrarútreiðslum og íløgum er ikki nóg greið, og nevnast kann, at vanligt vørukeyp og vørunýtsla eru sligin saman á eina standardkonto nr. 14 (keyp av vørum og tænastum), og ongin útgreining er av íløgum.

      Tað er fleiri ferðir umrøtt við landsstýrið, hvussu játtanarmannagongdin kann broytast framyvir. Játtanin til sjálvan raksturin kundi verið ein rakstrarjáttan, bruttovinningurin ein serstøk inntøkujáttan, og íløgur ein serstøk íløgujáttan. Ein tílík skipan hevði givið eina greiðari mynd av játtanarviðurskiftunum. Bruttovinningurin er ávirkaður av viðurskiftum (prís/alkoholpolitikkur, lituravgjøld og tollur, keypiorka v.m.), sum so at siga einki hava við sjálvan raksturin av stovninum at gera.

      Landsstýrismaðurin er ósamdur í hesum sjónarmiðum, tí stýringin av fyritøkuni verður ov neyv, og tekur støðið undan fyritøkuhugtakinum, og hetta kann gera tað torførari at umskipa fyritøkuna seinni, um eitt nú altjóða sáttmálar koma at krevja, at Rúsdrekkasølan skal verða rikin sum partafelag.

    3. Endurgjaldsgrunnur alivinnunnar (GL 1998/ 2 15 3-2)
    4. Sambært §§ 1 og 2 í Ll. nr. 87 frá 28. mai 1996 um endurgjaldsgrunn alivinnunnar er endamálið við grunninum at veita endurgjald, tá landsdjóralæknin gevur boð um at avlíva fisk sambært § 7 í Ll. nr. 26 frá 30. apríl 1987 um sjúkur hjá fiski, skeljadýrum og krabbadýrum við seinni broytingum.

      Sambært § 6 í lógini er fíggjarliga grundarlagið hjá grunninum inngjøld frá landkassanum uppá 30 oyru fyri hvørt sjósett smolt fíggjarárini 1996, 1997 og 1998. Smoltstøðirnar og alibrúkini skulu hvør rinda 15 oyru fyri hvørt sjósett smolt hetta sama tíðarskeið. Síðani skal grunnurin "hvíla í sær sjálvum".

      Í landsroknskapinum er "Endurgjaldsgrunnur alivinnunnar" við undir "Eksternir grunnar." Sambært roknskapinum er eginognin ultimo 1998 16,8 mió.kr. Av hesum hevur landið rindað 8,4 mió.kr., og smolt-/alistøðinar 8,4 mió.kr.

      Vísandi til stóra vøksturin innan alivinnuna, er grunnurin neyvan førur fyri at veita fult endurgjald, um álvarsom sjúku tekur seg upp. Stóri spurningurin er, hvat hendir, um grunnurin verður tómur, av tí at endurjøldini gerast størri enn tær uml. 17 mió.kr. Lógin er ógreið í so máta, og tað er sannlíkt, at landskassan heftir fyri einum møguleikum endurgjaldi, sum grunnurin ikki megnar at lyfta, um fiskur verður tikin eftir boðum frá landsdjóralæknanum.

      Vinnumálastýrið hevur upplýst, at arbeitt verður við at greiða hetta mál. Ætlanir eru um at broyta lógina, og fara yvir til eina tryggingarskipan í staðin fyri, har fæið í grunninum verður at nýta sum sjálvsábyrgd.

    5. Ábyrgdargrunnurin (J.nr. GL 1998 / 2 15 9-4)
    6. Lógargrundarlagið er Ll. nr. 69 frá 10. mai 1994 um ábyrgdargrunn v.s.b. Sambært § 2 er endamálið við grunninum "at stuðla nýggjum tiltøkum og nýggjum framleiðslum innan vinnulívið" Sambært viðmerkingunum skal grunnurin gera tað lættari hjá ígongdsetarum at fáa fígging.

      Sambært § 4 kann landsstýrið veita ábyrgd fyri afturgjalding av nýggjum lánum, ið fíggjar- og peningastovnar veita virkjum og einstaklingum. Borgast kann fyri í mesta lagið 50%, tó í mesta lagi 500.000 kr. av tí upphædd, fíggjar- ella peningastovnar missa, um lánið ikki verður afturgoldið, og trygdirnar ikki halda.

      Fíggjar- og peningastovanarnir gjalda Ábyrgdargrunninum 1% av restskuldini av láninum, ið landsstýrið borgar fyri. Roknskapurin hjá Ábyrgdargrunninum sæst í landsroknskapinum undir "eksternir grunnar". Niðanfyri hava vit sett upp roknskapin hjá grunninum, síðani hann varð settur á stovn í 1994 (1.000 kr.):

      1998

      1997

      1996

      1995

      1994

      Rentuinntøkur v.m

      355

      330

      360

      772

      0

      Landskassastudningur

      0

      0

      0

      0

      25.000

      Inntøkur íalt

      355

      330

      360

      772

      25.000

      Útreiðslur

      -1

      -9

      -32

      0

      0

      Flutt til landskassan

      0

      0

      0

      -15.000

      0

      Úrslit frá rakstri

      354

      321

      328

      -14.228

      25.000

      Aktiv

      Innistandandi í peningastovni

      11.785

      11.430

      11.100

      10.772

      25.000

      Aktiv samanlagt

      11.785

      11.430

      11.100

      10.772

      25.000

      Passiv

      Skuld

      10

      9

      0

      0

      0

      Eginogn

      Saldo 1.1

      11.421

      11.100

      10.772

      25.000

      0

      Flutt frá rakstri

      354

      321

      328

      -14.228

      25.000

      Saldo 31.12

      11.775

      11.421

      11.100

      10.772

      25.000

      Passiv samanlagt

      11.785

      11.430

      11.100

      10.772

      25.000

      Í 1995 varð lógin broytt, við hesi broyting vórðu 15 mió.kr. fluttar aftur til landskassan.

      Grunnurin hevur borgað fyri í alt 6 lánum, upprunaliga uppá íalt uml. 2,5 mió kr., síðani hann varð stovnaður. Tann seinasta borgsváttanin, sum grunnurin hevur veitt, er frá 23. november 1998.

    7. Matrikulstovan (GL 1997/2 05 9-1)
    8. Sambært Ll. nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m. hevur Matrikulstovan skyldu at gera fullfíggjaða matrikulering av øllum føstum eigindómum í Føroyum og at umsita galdandi matrikul, og hevur myndugleika til at góðkenna/fremja sundurbýti, marknaðasetingar v.m. Matrikulstovan hevur eisini skyldu til at lata útskriftir og eftirmyndir av matrikulsins skjølum fyri ávís gjøld. Við heimild í § 40 í lógini eru gjøldini ásett í kunngerð nr. 148 frá 12. juli 1993 um gjøld til Matrikulstovuna.

      Vit hava grannskoðað roknskaparviðurskiftini á Matrikulstovuni og hava í hesum sambandi verið á ófráboðaðari vitjan á stovninum í juni 1998. Vísandi til roknskaparkunngerðina og kunningarskriv frá gjaldstovuni hava vit mælt til, at bøta um og broyta ávísar mannagongdir á roknskaparøkinum. Frá 1. januar 1997 nýtir Matrikulstovan bókhaldsskipanina á gjaldstovuni, tó ikki til fakturering/debitorar.

    9. Bileftirlit Føroya (GL 1999/2 16 9-4)

Vit hava grannskoðað roknskaparviðurskiftini á Bileftirliti Føroya og í hesum sambandi verið á ófráboðaðari vitjan á stovninum í mars 1999. Harumframt hava vit við stakroyndum kannað nøkur lønarútgjøld. Einki var at finnast at.

 

Í sambandi við grannskoðanina í 1998 upplýsti leiðslan á Bileftirlitinum, at javnan vóru stórir trupulleikar við edv-skipanunum, og at hetta hevði økt munandi um edv-útreiðslurnar, sum í 1998 vóru 1,2 mió kr. Upplýst er, at trupulleikarnir eru loystir, og at trygdarreglur eru settar í verk. edv-útreiðslurnar eru ikki minkaðar í 1999, men eru øktar til 1,8 mió. kr, m.a. tí at edv-skipanin skuldi "ár-2000"-tryggjast. Stovnurin hevur einki edv-fólk, og mátti keypa hesa servitan uttanífrá.

 

  1. Landsroknskapurin 1998
    1. Viðgerð av fíggjarlóg og eykajáttanarlógum

Fíggjarlógaruppskotið fyri 1998 varð lagt fram av landsstýrinum tann 30. september 1997. Í viðmerkingunum varð víst á, at fíggjarlógararbeiðið er nógv broytt seinasta árini, m.a. tí vit hava fingið nýggja stýrisskipanarlóg. Fyrireikingar til fíggjarlógararbeiðið byrjaðu longu í februar, og uppskot til avtalu um útreiðslukarmar varð lagt fyri landsstýrið í mars. Henda avtala millum landsstýrismenninar er ein politisk avtala, sum ger av, hvussu stóran útreiðslukarm hvørt málsøki skal hava í árinum.

 

Í kreppuárinum 1993 vórðu nógvar avgerðir tiknar, ið høvdu til endamáls at fremja eina skjóta tillaging av almennu útreiðslunum til minkandi inntøkugrundarlagið. Ein av hesum avgerðum var at lækka almennar lønir 8,5%. Landsstýrið hevur í ár gjørt avtalu við fakfeløgini, sum førir við sær, at 1. januar 1999 koma almennu lønirnar aftur á tað støði, tær vóru á, áðrenn 1993. Almenna lønarstøðið veksur við einum sløkum prosenti frá 1997 til 1998, svarandi til umleið 10 mió.kr. Karmarnir á einstøku málsøkjunum eru øktir við einum prosenti av lønarjáttanini.

 

Størstu útreiðsluhækkingarnar eru á almannaøkinum og á útbúgvingarøkinum. Almannaøkið fær eina játtan, sum er 42 mió.kr. størri enn í 1997. Ein partur stavar frá, at lógarbundnu útreiðslurnar hava verið undirmettar í fleiri ár. Eftir uppskotinum verður játtanin til útbúgving, gransking o.a. 12 mió.kr. størri.

 

Á almannaøkinum verða sparingar framdar í lógarbundnu útreiðslunum fyri umleið 21 mió.kr. Sparingar fyri umleið 6 mió.kr. verða framdar umsitingarliga, meðan ætlaðu sparingarnar uppá 15 mió.kr. bert kunnu verða framdar við lógarbroyting. Landsstýrið fer tí at seta fram uppskot, ið inntøkujavnar fólkapensiónina hjá teimum, ið hava eina munandi pensión frammanundan.

 

At enda vísir landsstýrið á, at inntøkumetingarnar eru gjørdar við støði í beinleiðis framrokningum av inntøkunum fyrstu sjey mánaðirnar í verandi ári. Tá metingargrundarlagið verður betri, seinni í árinum, fer landsstýrið at gera nýggjar inntøkumetingar.

 

Í álitinum til fíggjarlógaruppskotið, sum er dagfest 18. desember 1997, vísti fíggjarnevndin á, at viðvíkjandi inntøkunum varð mett, at tær fóru at vera 53 mió.kr. hægri enn landsstýrið hevði mett. Hetta varð grundað á nýggjar metingar frá Fíggjar- og Búskapardeildini, sum vóru gjørdar 30. november 1997. Høvuðsbroytingarnar í útreiðslunum vóru hesar:

  1. Játtanin til fólkapensiónina varð hækkað við 12 mió.kr., orsakað av, at ongi uppskot um broytingar í pensiónslógini vóru løgd fyri løgtingið.
  2. Rakstrarjáttanin til tey trý sjúkrahúsini varð hækkað við 7 mió.kr.
  3. Studningur til lærupláss varð hækkað soleiðis, at landskassin kemur at rinda læruplássunum alla lønina aftur, meðan lærlingarnir ganga í skúla, í staðin fyri tey galdandi 75%.
  4. Íløgurnar vórðu hækkaðar við 11,8 mió.kr., og sparingar vóru gjørdar á rakstrarjáttanunum.

 

Meirilutin ásannaði, at tað sá út til at vera trupult hjá Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi at halda fíggjarætlanina. Fyri at fíggjarnevndin í arbeiði sínum greitt kann sundurgreina og fylgja broytingum í fíggjarætlanum og eykajáttanum, er neyðugt, at fíggjarætlanin er gjørd eftir fastari skipan. Almanna- og Heilsustýrið eigur tí at skipa fyri, at gjørd verður ein analysa av, hvør orsøkin er til, at fíggjarætlanin fyri 1997 ikki helt, sjálvt um eykajáttan varð givin. Hetta arbeiði eigur at verða gjørt innan 1. apríl 1998.

 

Í fíggjarárinum vóru samtyktar 5 eykajáttanarlógir. Tvær vóru lagdar fyri tingið í mars, ein í august, ein í oktober og ein í desember.

 

Í álitinum til eykajáttanarlógaruppskotið fyri oktober vísti fíggjarnevndin á, at í stýrisskipanarlógini § 43, stk. 2, stendur: "Ongin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Tó kann í tíðarskeiðinum fram til 1. apríl, eftir at fíggjarárið er endað, verða ávístur peningur av farnu fíggjarlógini fyri útreiðslur, ið havdar eru í farna fíggjarári." Í uppskotinum varð í trimum førum biðið um eykajáttan fyri virksemi, sum var sett í gongd, uttan at játtan var fingin:

  1. Føroya Kærustovnur var farin at virka frá 1. juli 1998. Sostatt virkaði kærustovnurin uttan játtan, og hetta átalaði fíggjarnevndin.
  2. Edv-grundútbúgving á Føroya Handilsskúli við heitinum teldustøðingur byrjaði í september 1998. Fíggjarnevndin átalaði, at útbúgvingin varð byrjað, uttan at játtan var fingin.
  3. Játtanin til Føroya Læraraskúla rakk ikki vegna stórari øking í virkseminum tvey tey seinastu árini. Fíggjarnevndin átalaði harðliga, at skúlin økti virksemið, uttan at neyðug játtan var fingin.

 

Í álitinum til eykajáttanarlógaruppskotið fyri desember vísti fíggjarnevndin á, at nevndin var samd um, at mæla løgtinginum til at átala:

 

  1. At uppskotið var lagt fram so seint í árinum, at løgtingið og fíggjarnevndin ikki fingu nóg góða tíð til eina gjølliga viðgerð av málinum.
  2. At fleiri av upphæddunum í uppskotinum longu vóru nýttar, og at hetta er í stríð við reglurnar í stýrisskipanarlógini.
  3. At fleiri játtanir, sum kundu og áttu at verið við á fíggjarlógini fyri 1999, í staðin komu við á uppskotið til eykajáttanarlóg fyri desember 1998.

 

Eykafíggjarlógaruppskotið fyri 1998, ið fevndi um tær eykajáttanir, ið fíggjarnevndin hevði veitt, varð lagt fram av landsstýrinum tann 1. desember 1998, og varð samtykt 15. desember 1998.

 

    1. Frávik ímillum játtan og roknskap
    2. Niðanfyri verður víst á stovnar/høvuðskontoir, har talan er um meirnýtslu, og/ella farið er uppum ásetta lønarkarmin.

      1. § 2 Løgmansfyrisitingin
      2. 2.14.1.01 Ymsar útreiðslur (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 2.215 t.kr. játtaðar. Meirnýtslan er 253 t.kr. Farið er uppum lønarkarmin við 629 t.kr.

      3. § 3 Fíggjarmál o.a.
      4. Á niðanfyristandandi høvuðskontoum vísir roknskapurin, at farið er uppum lønarkarmin.

        (t.kr.)

        Konto

        Navn

        Lønar-

        karmur

        Rokn-skapur

        Munur

        3.11.1.19

        Flyting av fíggjar- og búskaparstovnum landsins (løgujáttan)

        0

        114

        114

        3.15.1.01

        Landsskattanevndin (rakstrarjáttan)

        120

        168

        48

        3.15.1.07

        Føroya Gjaldstova (rakstrarjáttan)

        10.181

        10.613

        432

        3.15.1.13

        Búskaparráðið (rakstrarjáttan)

        466

        509

        43

        3.18.3.01

        Burðarfarloyvi (rakstrarjáttan)

        9.040

        9.735

        695

         

        3.11.1.19 Flyting av fíggjar- og búskaparstovnum landsins (løgujáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 6.000 t.kr. játtaðar. Á eykajáttanarlógini fyri oktober varð játtanin hækkað við 471 t.kr. Meirnýtslan er 359 t.kr.

        3.15.1.07 Føroya Gjaldstova (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 14.740 t.kr. játtaðar. Á eykajáttanarlógini fyri desember varð játtanin hækkað við 2.500 t.kr. Meirnýtslan er 359 t.kr. Farið er uppum lønarkarmin við 432 t.kr.

        3.18.3.01 Burðarfarloyvi (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 8.000 t.kr. játtaðar. Meirnýtslan er 3.299 t.kr. Farið er uppum lønarkarmin við 695 t.kr.

      5. § 4 Mentan og samskifti o.a.
      6. Á niðanfyristandandi høvuðskontoum vísir roknskapurin, at farið er uppum lønarkarmin.

         

        (t.kr.)

        Konto

        Navn

        Lønar-

        karmur

        Rokn-skapur

        Munur

        4.11.1.14

        Viðlíkahald - Mentan (rakstrarjáttan)

        0

        57

        57

        4.11.1.04

        Mentanarmál (rakstrarjáttan)

        0

        18

        18

        4.24.3.01

        Bókasøvn (rakstrarjáttan)

        4.025

        4.076

        51

        4.24.3.19

        Friðað hús og fornminni (rakstrarjáttan)

        60

        153

        93

        4.38.1.01

        Landsverkfrøðingurin (rakstrarjáttan)

        4.905

        5.601

        696

        4.38.1.04

        Hald av landsvegum (rakstrarjáttan)

        30.000

        31.541

        1.541

        4.38.1.07

        Nýggir landsvegir (løgujáttan)

        0

        5.384

        5.384

        4.38.1.13

        Havnir (rakstrarjáttan)

        1.500

        2.140

        640

        4.38.1.14

        Havnir (løgujáttan)

        0

        102

        102

        4.38.2.07

        Flogferðsla (rakstrarjáttan)

        300

        332

        32

        4.38.2.13

        Flogferðsla (løgujáttan)

        0

        110

        110

        4.38.3.07

        Út- og sjónvarpssendistøðir (rakstrarjáttan)

        0

        686

        686

        4.38.3.10

        Útvarps-og sjónvarpssendistøðir (løgujáttan)

        0

        262

        262

        4.38.5.01

        Ferðarráð Føroya (rakstrarjáttan)

        2.700

        2.845

        145

         

        4.24.3.10 Føroya Fornminnissavn (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 5.068 t.kr. játtaðar á. Á eykajáttanarlógini fyri oktober varð játtanin hækkað við 350 t.kr. Meirnýtslan er 349 t.kr.

        4.24.3.13 Føroya Náttúrugripasavn (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 7.325 t.kr. játtaðar. Meirnýtslan er 1.618 t.kr. Í hesum sambandi kann vísast á, at á eykajáttanarlógini fyri desember 1997 er ein C-átekning, har heimilað verður Føroya Náttúrugripasavni at flyta ónýtta játtan uppá t.kr. 1.665 til 1998.

        4.24.4.01 Sjónvarp Føroya (landsfyritøka)

        Henda høvuðskonto er ikki við í landsroknskapinum. Sambært eksterna roknskapinum hevði sjónvarpið eitt hall uppá 2,4 mió.kr.

        4.24.4.04 Sjónvarp Føroya (løgujáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 2,8 mió.kr. játtaðar. Sambært landsroknskapinum er samsvar millum játtan og nýtslu, eftir at rokningar svarandi til meirnýtsluna uppá 1,2 mió.kr. vóru sendar Sjónvarpi Føroya. Hesar rokningar eru ikki útreiðsluførdar í roknskapinum hjá Sjónvarpi Føroya.

        4.24.4.07 Útvarp Føroya (landsfyritøka)

        Henda høvuðskonto er ikki við í landsroknskapinum.

        4.38.1.10 Kommunalir vegir, asfaltstudningur

        Á fíggjarlógini vóru 4.400 t.kr. játtaðar. Meirnýtslan er 788 t.kr.

        4.38.2.01 Strandfaraskip landsins (landsfyritøka)

        Á fíggjarlógini vóru 43,8 mió.kr. játtaðar. Á eykajáttanarlógini fyri mars 1998-6 varð játtanin hækkað við 1,7 mió.kr. Meirnýtslan er 5 mió kr., svarandi til eina meirnýtslu uppá 11%. Sambært C-átekning á fíggjarlógini fyri 1998 verður heimilað Strandfaraskipum Landsins at flyta avlop/hall millum ár, tó soleiðis at sveiggjað verður um játtanarstøðið við í mesta lagi 5% árliga.

        4.38.3.01 Postverk Føroya (landsfyritøka)

        Henda høvuðskonto er ikki við í landsroknskapinum.

        4.38.3.04 Telefonverk Føroya Løgtings (landsfyritøka)

        Sambært viðmerkingum til fíggjarlógina skuldi Telefonverkið umskipast til partafelag, og tí var høvuðskontoin niðurløgd. Sambært landsroknskapinum eru útreiðslur uppá 78 mió.kr. og inntøkur uppá 78 mió.kr. Hetta hevur samband við høvuðskonto 4.38.3.06 Umlegging av Telefonverk Føroya Løgtings til partafelag.

        4.38.3.06 Umlegging av Telefonverk Føroya Løgtings til partafelag

        Henda høvuðskonto var ikki við á fíggjarløgtingslógini, men kom við á eykajáttanarlógini fyri mars 1998 við útreiðslum uppá 241 mió.kr. og inntøkum uppá 241 mió.kr. Sambært viðmerkingunum var ætlanin, at allar ognir og allar skuldbindingar í felagnum skuldu leggjast nýggja felagnum til. Aftur fyri skuldi landið fáa 100% av partabrøvunum í felagnum. Virðið á partabrøvunum vil soleiðis til eina og hvørja tíð svara til innara virðið í felagnum, umframt goodwill. Tølini eru fyribils og sambært uppskoti til byrjanarfíggjarstøðu fyri P/F Telefonverk Føroya Løgtings. Tann endaliga byrjanarfíggjarstøða verður sett upp við støði í metanarfrágreiðing sambært partafelagslógini. Metanarfrágreiðingin tekur m.a. støðu í grannskoðaða ársroknskapinum fyri 1997.

        Talan er um frávik í inntøkum og útreiðslum uppá 78 mió.kr. Orsøkin er, at sama upphædd er bókað á útjavningarkonto "Ymsar broytingar". Eginognin ultimo 1997 var 101 mió.kr. Nettobroytingin var 23 mió.kr., sum er útreiðsluførd yvir kapitalkontoina.

      7. § 5 Fiskivinna
      8. Á niðanfyristandandi høvuðskontoum vísir roknskapurin, at farið er uppum lønarkarmin.

        (t.kr.)

        Konto

        Navn

        Lønar-

        karmur

        Rokn-skapur

        Munur

        5.34.2.02

        Nýtt vaktarskip

        0

        211

        211

        5.34.3.01

        Fiskirannsóknarstovan (rakstrarjáttan)

        6.285

        6.468

        183

        5.34.3.04

        Magnus Heinason (rakstrarjáttan)

        4.750

        5.529

        779

        5.34.3.07

        Fiskivinnuroyndir (rakstrarjáttan)

        0

        1.811

        1.811

         

        5.34.5.01 Útlán

        Á fíggjarlógini var játtanin til útlán 5,3 mió.kr., og játtanin til afturrindan av lánum 6 mió.kr. Sambært landsroknskapinum eru útreiðslur "Stuðul til vinnu" uppá 119,2 mió.kr., og inntøkur "Afturgjald av útlánum v.m." uppá 120,8 mió.kr. Orsøkin til hesi stóru frávík er, at avskrivingar av vinnulánum verða tiknar við bæði sum stuðul til vinnu og sum afturgjald av lánum.

        5.34.5.07 Effektivar veðhaldsútreiðslur

        Á fíggjarlógini var játtanin til veðhald 18 mió.kr., og játtanin til afturrindan av veðhaldum 3 mió.kr. Á eykajáttanarlógaruppskotinum fyri desember 1998 varð útreiðslujáttanin hækkað við 4 mió.kr. til 22 mió.kr. Sambært landsroknskapinum eru útreiðslur uppá 104,3 mió.kr., og inntøkur uppá 90,4 mió.kr. Talan er um umlegging av lánum uppá 14 mió. kr til rentu- og avdráttarfrí lán yvir eitt ávíst áramál, og flyting av 67 mió.kr. viðvíkjandi IRF frá fiskivinnumálum til vinnumál. Harafturat er goldið veðhald uppá 22,5 mió.kr.

      9. § 6 Vinnumál o.a.
      10. Á niðanfyristandandi høvuðskontoum vísir roknskapurin, at farið er uppum lønarkarmin.

        (t.kr.)

        Konto

        Navn

        Lønar-

        karmur

        Rokn-skapur

        Munur

        6.36.1.01

        Tiltøk fyri alivinnu

        0

        146

        146

        6.37.3.01

        Rúsdrekkasøla landsins (rakstrarjáttan)

        5.000

        5.512

        512

        6.33.2.10 Landbúnaðarstuðul

        Á fíggjarlógini vóru 14.150 t.kr. játtaðar. Meirnýtslan er 1.513 t.kr. Orsøkin er, at bókaði studningurin í landsroknskapinum av misgáum ikki er periodiseraður rætt í 1997 og 1998.

        6.36.1.01 Tiltøk fyri alivinnuna

        Á fíggjarlógini vóru 2,1 mió.kr. játtaðar til tiltøk fyri alivinnuna. Meirnýtslan er 8,6 mió.kr. Hóast ongan lønarkarm, eru 146 t.kr. nýttar til lønir.

        Sambært viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið er játtanin mettar útreiðslur til "Endurgjaldsgrunn alivinnunnar." Sambært Ll. nr. 87/1996 um endurgjaldsgrunn til alivinnuna, skuldu landsstýrið og smolt-/alistøðinar fíggjarárini 1996, 1997 og 1998 rinda ávikavist 30 og 15 oyru fyri hvørt sjósett smolt.

        Í 1996 rindaði landið 2,8 mió.kr. í grunnin. Í 1997 vórðu 2,1 mió.kr. játtaðar til grunnin, men helst av misgáum var ongin peningur fluttur. Í 1998 eru 5,6 mió.kr. fluttar grunninum. Talan er um endaliga avrokning fyri 1996, 1997 og 1998. Meirnýtslan annars stavar frá, at landsstýrið í tveimum málum er dømt at rinda endurgjald.

        6.37.3.01 Rúsdrekkasøla landsins (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini var mett, at Rúsdrekkasøla landsins skuldi avrokna 12,5 mió.kr. til landskassan. Sambært landsroknskapinum er talan um 13,8 mió.kr., t.v.s. 1,3 mió.kr. meira enn mett á fíggjarlógini. Farið er uppum lønarkarmin við 512 t.kr.

        6.37.5.01 Lánsafturgjald

        Á fíggjarlógini vóru 2,5 mió.kr. játtaðar sum lánsafturgjald. Sambært landsroknskapinum er lánsafturgjald 8,2 mió.kr. og lánsútreiðslur uppá 1,3 mió.kr., men ongin útreiðslujáttan er.

      11. § 7 Útbúgving og gransking o.a.
      12. Á niðanfyristandandi høvuðskontoum vísir roknskapurin, at farið er uppum lønarkarmin.

        (t.kr.)

        Konto

        Navn

        Lønar-

        karmur

        Rokn-skapur

        Munur

        7.23.1.04

        Stuðulsstovnurin (rakstrarjáttan)

        811

        863

        52

        7.23.1.16

        Skúlabókagrunnurin (rakstrarjáttan)

        1.520

        2.519

        999

        7.23.2.01

        Fólkaskúlin (rakstrarjáttan)

        137.664

        148.892

        11.228

        7.23.2.02

        Sernámsdepilin (rakstrarjáttan)

        26.859

        15.755

        -11.104

        7.23.3.02

        Studentaskúlin/HF-skeið í Eysturoy (løgujáttan)

        0

        83

        83

        7.23.3.03

        Føroya Studentaskúli og HF-skeið (løgujáttan)

        0

        33

        33

        7.23.6.01

        Føroya Sjómansskúli (rakstrarjáttan)

        6.003

        6.147

        144

        7.23.6.07

        Maskinmeistaraskúlin (rakstrarjáttan)

        4.517

        4.879

        362

        7.23.6.17

        Biofar

        0

        1.126

        1.126

        7.23.8.01

        Kommununevndin (rakstrarjáttan)

        275

        434

        159

        7.23.2.01 Fólkaskúlin (rakstrarjáttan) / 7.23.2.02 Sernámsdepilin (rakstrarjáttan)

        Nevnast kann, at Fólkaskúlin er farin uppum lønarkarmin við 11,2 mió.kr., meðan lønarútreiðslur á Sernámsdepilini er 11,1 mió.kr. niðanfyri lønarkarmin. Orsøkin er, at sundurgreinaðu ætlanirnar á løgtingslógini ikki samsvara við, hvussu bókað verður. Á fíggjarlógini fyri 2000 er hetta ikki komið í rættlag

        7.23.2.07 Læraraeftirlønir (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini vóru útreiðslurnar mettar til 15,5 mió.kr. Meirnýtslan er 3,196 mió.kr.

        7.23.8.01 Kommununevndin (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 700 t.kr. játtaðar. Meirnýtslan er 326 t.kr. Farið er uppum lønarkarmin við 159 t.kr.

      13. § 8 Heilsumál og Almannamál o.a.
      14. Á niðanfyristandandi høvuðskontoum vísir roknskapurin, at farið er uppum lønarkarmin.

         

        (t.kr.)

        Konto

        Navn

        Lønar-

        karmur

        Rokn-skapur

        Munur

        8.20.2.04

        Kommunulæknaskipan (rakstrarjáttan)

        3.367

        3.496

        129

        8.20.3.10

        Klaksvíkar Sjúkrahús (rakstrarjáttan)

        29.926

        38.732

        8.806

        1)

        8.20.3.25

        Hvíldarheimið Naina (rakstrarjáttan)

        3.040

        3.100

        60

        8.21.1.01

        Kærunevnd og umsiting (rakstrarjáttan)

        734

        802

        68

        8.21.1.25

        Studningur annars

        0

        40

        40

        8.21.3.01

        Barnaforsorg (lógarbundin játtan)

        0

        2.544

        2.544

        8.21.6.01

        Serforsorg (rakstrarjáttan)

        37.808

        40.102

        2.294

        8.21.6.04

        Røkt av eldri (rakstrarjáttan)

        147.936

        123.314

        -24.622

        2)

        8.21.7.01

        Vanlig forsorg (lógarbundin játtan)

        0

        6.674

        6.674

        8.21.8.01

        Fólkapensión (lógarbundin játtan)

        0

        201

        201

        8.21.8.04

        Avlamispensión (lógarbundin játtan)

        0

        3.479

        3.479

        8.21.9.04

        Námsfrøðingur í útbúgving (rakstrarjáttan)

        202

        234

        32

        1) Orsøkin til hetta stóra frávik er, at lønarútreiðslur viðvíkjandi røktarheimunum ikki eru við í játtanini. Hetta er komið í rættlag á fíggjarlógini fyri 1999.

        2) Orsøkin til hetta stóra frávik er, at mettar lønarútreiðslur viðvíkjandi røktarheimunum í Klaksvík og á Tvøroyri, ið hava felags rakstur við sjúkrahúsini, eru við í játtanini. Hetta er komið í rættlag á fíggjarlógini fyri 1999.

        8.20.3.10 Klaksvíkar Sjúkrahús (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 40,077 mió.kr. játtaðar. Á eykajáttanarlóg fyri desember 1998 varð játtanin hækkað við 2,5 mió.kr. til 42,577 mió.kr. Í viðmerkingum til eykajáttanarlógini upplýsti landsstýrið, at Klaksvíkar Sjúkrahús tann 6. november 1998 boðaði Almanna- og Heilsumálastýrinum frá, at játtanin ikki fór at halda, og at Klaksvíkar Sjúkrahús fór at hava eina meirnýtslu í 1998 uppá 2,5 mió.kr. Av tí, at fráboðanin kom so seint, var tað ikki møguligt at seta tiltøk í verk fyri at tálma nýtsluni. Landsstýrið upplýsti, at orsakað av hesum varð neyðugt at kanna viðurskiftini, so at henda støða ikki kemur at endurtaka seg. Meirnýtslu er 273 t.kr.

        8.20.3.15 Suðuroyar Sjúkrahús (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 29,069 mió.kr. játtaðar. Meirnýtslan er 360 t.kr.

        8.21.1.13 Vanlukkutryggingarráðið (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslujáttanin 715 t.kr. og inntøkujáttanin 315 t.kr. Sambært landsroknskapinum eru útreiðslurnar 647 t.kr. og inntøkurnar 0 kr. Meirnýtslan er 332 t.kr.

        8.21.3.01 Barnaforsorg (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslujáttanin 17,795 mió.kr. og inntøkujáttanin til 1,251 mió.kr. Inntøkurnar eru flytingar frá kommunum. Meirútreiðslan er 7,739 mió.kr. Meirinntøkan er 473 t.kr. Hóast ongan lønarkarm, eru 2,544 mió.kr. nýttar til lønir.

        8.21.3.04 Barnapeningur veittur í forskoti (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslujáttanin 7,265 mió.kr. og inntøkujáttanin 9,265 mió.kr. Sambært landsroknskapinum eru útreiðslur og inntøkur einans ávikavist 562 t.kr. og 38 t.kr. Útgreiningin er ikki samsvarandi sundurgreiningini á fíggjarlógini, tí í landsroknskapinum er talan um nettotøl. Útreiðslan til forskotsrindan av barnapeningi er 7,936 mió.kr. Afturrindan av barnapeningi er 8,498 mió.kr. Flyting til kommunurnar er 574 t.kr., og flyting frá kommunum er 536 t.kr.

        8.21.4.01 Dagpeningaskipanin (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslujáttanin 45,5 mió.kr., og inntøkujáttanin 1,515 mió.kr. Inntøkurnar eru gjøld frá vinnurekandi og heimagangandi, ið sjálvboðin hava teknað dagpeningatrygging. Talan er um eina meirnýtslu uppá 1,162 mió.kr. og eina minniinntøku uppá 220 t.kr.

        8.21.6.04 Røkt av eldri (rakstrarjáttan)

        Á eykajáttanarlógini í oktober varð játtanin hækkað, vísandi til at Heimarøktin ikki megnaði at halda játtanina. Í álitinum vísti fíggjarnevndin á, at Heimarøktin í 1997 fekk eina eykajáttan uppá 5,2 mió.kr. orsakað av meirnýtslu. Tá átalaði fíggjarnevndin í álitinum, at játtanareftirlitið ikki var nóg neyvt. Nevndin hevur frá landsstýrismanninum fingið upplýst, at arbeitt verður við broytingum av skipanini innan Heimarøktini, so m.a. fíggjarstýringin verður betur. Nevndin væntar tí, at Heimarøktin framyvir kann halda virksemið innan givna játtan.

        8.21.7.01 Vanlig forsorg (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslujáttanin 82,61 mió.kr., og inntøkujáttanin 5,578 mió.kr. Inntøkurnar eru flytingar frá kommunum. Meirnýtslan er 18,145 mió.kr. og meirinntøkan 1,223 mió.kr. Hóast ongan lønarkarm, eru 6,674 mió.kr. nýttar til lønir. Í landsroknskapinum er útgreiningin ikki røtt, tí av einum tekniskum mistaki eru tekstur og tøl forskotin.

        8.21.8.01 Fólkapensión (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslujáttanin 264,517 mió.kr., og inntøkujáttanin 17,855 mió.kr. Inntøkurnar eru flytingar frá kommunum. Meirnýtslan er 5,682 mió.kr. og meirinntøkan 383 t.kr. Hóast ongan lønarkarm, eru 201 t.kr. nýttar til lønir.

        8.21.8.04 Avlamispensión (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslujáttanin 133,775 mió.kr., og inntøkujáttanin 9,03 mió.kr. Hóast ongan lønarkarm, eru 3,479 mió.kr. nýttar til lønir.

      15. § 20 Inntøkur
      16. 20.52.1 Skattainntøkur

        Niðanfyristandandi talva vísir játtan á fíggjarlóg og roknskapartøl fyri skattainntøkurnar.

         

         

         

         

        (mió.kr.)

        (mió.kr.)

        (mió.kr.)

        Játtanin

        Roknskapur

        Meir-/minni

        01

        Vanligur landsskattur

        811

        888

        77

        02

        Gamal skattur fyri 1. apríl 1984

        0,1

        0,1

        03

        Avsetingar m.tapi av skatta- toll- o.l.eftirstøðum

        -8

        -

        8

        04

        FAS-endurgjald

        -5,6

        -10,3

        -4,7

        07

        Felagsskattur

        100

        60,9

        -39,1

        10

        Vinningsbýtisskattur

        31

        50,6

        19,6

        13

        Avgjald av kapitaleftirlønum

        4

        7,1

        3,1

        19

        Rentuskattur

        30

        37,9

        7,9

        22

        Fíggjarognaravgjald

        -

        6,6

        6,6

        25

        Arvaavgjøld

        2,5

        2

        -0,5

        Tilsamans

        964,9

        1.042,90

        78

        Størstu frávikini í mun til játtanina er vanligur landsskattur, sum er 77 mió.kr. hægri enn mett, og felagsskattur, sum er 39,1 mió.kr. lægri enn mett.

        20.52.2 Avgjøld og tollur

        Niðanfyristandandi talva vísir játtan á fíggjarlóg og roknskapartøl fyri avgjalds- og tollinntøkur.

        (mió.kr.)

        (mió.kr.)

        (mió.kr.)

        Avgjøld og tollur

        Játtanin

        Roknskapur

        Meir-/minni

        01

        Meirvirðisgjald

        624

        657,6

        33,6

        04

        Tollavgjøld

        20

        24,2

        4,2

        07

        Punktgjøld

        162

        152,8

        -9,2

        10

        Lønhæddargjald

        8,5

        9

        0,5

        13

        Brennioljugjald

        68

        71,1

        3,1

        16

        Framleiðsluavgjald

        15

        16,1

        1,1

        19

        Skrásetingargjald

        40

        68,7

        28,7

        22

        Vegskattur

        31

        33,1

        2,1

        25

        Ferðaavgjald

        7,5

        8,1

        0,6

        28

        Umhvørvisavgjald á smyrjiolju

        2

        2

        0

        Tilsamans

        978

        1.042,70

        64,7

        Størsti frávikini í mun til játtanina er meirvirðisgjald, sum er 33,6 mió.kr. hægri enn mett, og skrásetingargjald, sum er 28,7 mió.kr. hægri enn mett.

        20.52.3 Ymsar inntøkur

        20.52.3.01 Útluting frá Fíggingargrunninum frá 1992

        Á fíggjarlógini var inntøkan av útluting frá Fíggingargrunninum mett til 48,5 mió.kr. Sambært viðmerkingunum varð roknað við eini útluting frá Føroya Banka uppá í minsta lagi 75 mió.kr. í 1998. Av hesum skuldu 35% - 26,5 mió.kr. - gjaldast í vinningsbýtisskatti. Hini 65% - 48,5 mió.kr. - kundu gjaldast Fíggingargrunninum frá 1992, og síðani latast landskassanum.

        Sambært landsroknskapinum eru inntøkurnar 134,3 mió.kr. í 1998, t.v.s. uml. 85,8 mió.kr. hægri enn mett á fíggjarlógini.

        20.52.3.10 Aðrar inntøkur

        (t.kr.)

        (t.kr.)

        (t.kr.)

        Játtanin

        Roknskapur

        meir-/minni

        01

        Loyvisgjøld

        100

        49

        -51

        02

        Skeinkiloyvi

        -

        180

        180

        03

        Lestagjald

        -

        6

        6

        04

        Navnaprógv

        -

        5

        5

        05

        Bøtur

        1.000

        659

        -341

        06

        Happadrátturin

        400

        392

        -8

        07

        Gjøld av vinningum

        600

        1.235

        635

        09

        Løggilding av el-innleggjarum, avgjøld

        60

        74

        14

        10

        Avgjald av vinningi f. sølu av virðisbrøvum

        480

        1.303

        823

        60

        Óvanligar inntøkur

        -

        3.904

        3.904

        Samanlagt

        2.640

        7.807

        5.167

      17. § 25 Gjaldføri

25.64.1.01 Útvegan av gjaldføri

Á fíggjarlógini varð bruttolánitørvurin mettur til 270 mió.kr. Sambært landsroknskapinum varð úrslitið 4,8 mia.kr.

 

Fíggjartørvin var mettur til 470 mió.kr. Av hesum skuldu 270 mió.kr. fíggjast við lánsbrævasølu, og 200 mió.kr. nýtast av gjaldføri landskassans at niðurgjalda skuld við. Sambært landsroknskapinum var úrslitið 4,2 mia. kr.

 

Orsøkin til hesi ovurstóru frávík er bókingarháttur viðvíkjandi umfígging av lánum frá danska statinum sambært avtaluni millum donsku stjórnina og landsstýrið frá 10. juni 1998.

 

  1. Landsroknskapurin 1997
    1. Viðgerð av fíggjarlóg og eykajáttanarlógum
    2. Fíggjarlógaruppskotið fyri 1997 varð lagt fram av landsstýrinum tann 30. september 1996. Í viðmerkingunum varð víst á, at útreiðslurnar á ymsu málsøkjunum ikki beinleiðis kundu samanberast við 1996, av tí at kostnaðurin av landsstýrisfyrisitingini nú var fluttur út á tey ymisku málsøkini.

      Víst varð á, at uppskotið á ymiskar mátar var merkt av tí nýskipan, sum byrjaði í 1996. Uppskotið bygdi á ta játtanarskipan, ið var lýst nærri í fylgiskjalinum "játtanarskipan". Til hvørja einstaka høvuðskonto er ásett eitt játtanarslag við reglum og heimildum um nýtslu. Sum ein liður í nýskipanini var samstundis gjørd ein felags kontoskipan fyri allar stovnar undir landinum, ið fór at verða tikin í nýtslu 1. januar 1997. Høvuðsendamálið er, at landið betur fær skrásett og bólkað búskaparupplýsingar av ymiskum slag til búskaparliga ráðlegging, stýring og eftirlit.

      Í álitinum, sum er dagfest 16. desember 1996, vísti fíggjarnevndin á, at uppsetingin var nógv broytt í mun til fíggjarlógaruppskotini frammanundan. Meginreglan í nýggju játtanarskipanini var 5 játtanarsløg. Flestu játtanirnar fóru at verða rakstrarjáttanir og fóru at verða stýrdar netto. Hetta merkti, at meirinntøka loyvdi meirútreiðslum, og minniinntøka álegði minniútreiðslur. Tó fór ikki at bera til at økja um ásetta lønarpartin.

      Í álitinum varð eisini víst á, at á Ólavsøku 1996 fingu løgmaður og landsstýrismenninir fulla ábyrgd á sínum málsøkjum, og greinarnar á fíggjarlógaruppskotinum vóru settar upp eftir, hvørji málsøki løgmaður og landsstýrismenninir umsótu. Landsstýrisumsitingin var nú býtt upp í sjey deildir, og rakstrarútreiðslurnar til fyrisiting av deildunum, sum á undanfarnum fíggjarlógum allar vóru undir meginfyrisitingini, vóru nú fluttar út á hvørja deild sær. Hetta hevði m.a. við sær, at útreiðslur til ferðapening, sum hevði verið á eini felagskonto undir meginfyrisitingini, nú var býtt út til tey ymisku rakstrarstøðini á standardkonto 14. Fíggjarnevndin roknaði við, at landsstýrismaðurin, sum hevði ábyrgd á farloyvisskipanini, sá til at ferðapeningurin var innanfyri givnu játtan. Fíggjarnevndin mælti til, at frá komandi fíggjarlóg skuldu ferðaútreiðslurnar útgreinast á virksemisyvirlitinum fyri stovnarnar.

      Eykajáttanarlógaruppskotið fyri september 1997 varð lagt fram av landsstýrinum tann 19. september 1997. Í álitinum, sum er dagfest 4. november 1997, vísti fíggjarnevndin á, at nevndin hevði havt fund við umboð fyri Fíggjar- og Búskapardeildina, har uppstillingin av lógaruppskotinum varð umrødd, serliga uppstillingin í B. játtanum, sum er tann lógarteksturin løgtingið tekur støðu til. Víst varð á, at fíggjarnevndin, í sambandi við viðgerðina av fíggjarløgtingslógini 1998, fór at viðgera játtanarskipanina nærri.

      Eykafíggjarlógaruppskotið fyri 1997 varð lagt fram av landsstýrinum tann 28. november 1997. Í viðmerkingunum varð víst á, at í § 44, stk. 3 í Ll. nr. 103/1994 um stýrisskipan Føroya er ásett, at tær eykajáttanir, sum fíggjarnevndin hevur veitt ígjøgnum árið, verða at góðkenna við eykafíggjarlóg í seinasta lagi 31. desember sama ár. Landsstýrið hevur skyldu at leggja fram uppskot innan 1. desember. Á eykafíggjarlógini vóru tí einans tær eykajáttanir, sum fíggjarnevndin hevði veitt við fíggjarnevndarskjølum í hesum árinum.

    3. Frávik ímillum játtan og roknskap
    4. Niðanfyri verður víst á stovnar/høvuðskontoir, har talan er um meirnýtslu, og/ella farið er uppum ásetta lønarkarmin.

      1. § 1 Løgtingið
      2. 1.10.2.07 Løgtingsins umboðsmaður (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 800 t.kr. játtaðar. Í álitinum vísti meirilutin á áður gjørdar samtyktir um at skipa eitt starv sum løgtingsins umboðsmann. Ongin peningur er nýttur.

      3. § 2 Løgmaður
      4. Á niðanfyristandandi høvuðskontoum vísir roknskapurin, at farið er uppum lønarkarmin.

        (t.kr.)

        Konto

        Navn

        Lønar-

        karmur

        Rokn-skapur

        Munur

        2.14.1.01

        Ymsar útreiðslur (rakstrarjáttan)

        205

        352

        147

        2.14.2.04

        Landsfólkayvirlitið (rakstrarjáttan)

        570

        610

        40

        2.14.2.07

        Tryggingareftirlitið (rakstrarjáttan)

        90

        202

        112

      5. § 3 Fíggjarmál v.m.
      6. Á niðanfyristandandi høvuðskontoum vísir roknskapurin, at farið er uppum lønarkarmin.

        (t.kr.)

        Konto

        Navn

        Lønar-

        karmur

        Rokn-skapur

        Munur

        3.11.1.19

        Flyting av fíggjar- og búskaparstovnum landsins (løgujáttan)

        0

        51

        51

        3.15.1.07

        Føroya Gjaldstova (rakstrarjáttan)

        9.144

        9.692

        548

        3.22.4.01 Stuðul til rentuútreiðslur (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 114 mió.kr. Meirnýtslan er 5,189 mió.kr. Harumframt eru inntøkur av flytingum frá kommunum uppá 36,928 mió.kr. Ongin inntøkujáttan er.

        3.22.4.07 Telefonstuðul til langfarafiskimenn (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 3 mió.kr. Minninýtslan er 805 t.kr. Nevnast kann, at stuðul til arbeiðsmarknaðargjøld uppá uml. 0,4 mió.kr. av misgáum er bókaður her, so veruliga minninýtslan er uml. 1,2 mió.kr.

        3.22.4.13 Stuðul til arbeiðsmarknaðargjøld (lógarbundin játtan)

        Á eykajáttanarlógini apríl 1997 varð útreiðslan mett til 1 mió.kr. Minninýtslan er 150 t.kr. Sum nevnt omanfyri, eru 0,4 mió.kr. bókaðar sum telefonstuðul, so í veruleikanum er ein meirnýtslu uppá uml. 350 t.kr.

      7. § 4 Mentan og samskifti o.a.
      8. Á niðanfyristandandi høvuðskontoum vísir roknskapurin, at farið er uppum lønarkarmin.

         

        (t.kr.)

        Konto

        Navn

        Lønar-

        karmur

        Rokn-skapur

        Munur

        4.11.1.04

        Mentanarmál (rakstrarjáttan)

        0

        55

        55

        4.11.1.14

        Viðlíkahald (rakstrarjáttan)

        0

        138

        138

        4.24.1.13

        Ymiskir Studningur

        0

        82

        82

        4.24.3.10

        Føroya Fornminnisavn (rakstrarjáttan)

        3.619

        3.702

        83

        4.24.3.11

        Samarb.DGU/Jarðfrøðissavn (rakstrarjáttan)

        505

        589

        84

        4.24.3.19

        Friðað hús og fornminni (rakstrarjáttan)

        20

        85

        65

        4.38.1.01

        Landsverkfrøðingurin (rakstrarjáttan)

        5.200

        5.394

        194

        4.38.1.07

        Nýggir landsvegir (løgujáttan)

        0

        9.540

        9.540

        4.38.1.13

        Havnir (rakstrarjáttan)

        1.600

        2.111

        511

        4.38.2.13

        Flogferðsla (løgujáttan)

        0

        750

        750

        4.38.3.10

        Útvarps-og sjónvarpssendistøðir (løgujáttan)

        0

        219

        219

        4.38.4.01

        Bileftirlit Føroya (rakstrarjáttan)

        3.500

        3.671

        171

        4.24.4.01 Sjónvarp Føroya (landsfyritøka)

        Á fíggjarlógini vóru 1,5 mió.kr. játtaðar. Játtanin varð lækkað við 900 t.kr. til 600 t.kr. á eykafíggjarlógini, men sambært landsroknskapinum er játtanin 0 kr. og meirnýtslan 600 t.kr. Í mun til játtanina á eykajáttanarlógini er sostatt ikki talan um nakra meirnýtslu.

        4.24.4.04 Sjónvarp Føroya (løgujáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 5 mió.kr. játtaðar. Sambært viðmerkingunum var játtanin ætlað til at byggja Sjónvarp Føroya út fyri. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 900 t.kr. til 5,9 mió.kr. Á eykajáttanarlógini fyri desember 1997 varð játtanin hækkað við 600 t.kr., men sum játtan frammanundan stóð 5 mió.kr., t.v.s. at tær 900 t.kr., sum vórðu játtaðar á eykafíggjarlógini, vóru ikki tiknar við í játtanina frammanundan.

        Sambært landsroknskapinum er játtanin 5,6 mió.kr., og meirnýtslan 1,061 mió.kr., men sambært fíggjarlóg/eykajáttanarlógir vórðu 5 mió.kr. játtaðar á fíggjarlóg, 900 t.kr. á eykafíggjarlóg og 600 t.kr. á eykajáttanarlóg fyri desember 1997. Sostatt er veruliga meirnýtslan "einans" 161 t.kr.

        4.24.4.07 Útvarp Føroya (landsfyritøka)

        Henda høvuðskonto er ikki við í landsroknskapinum.

        4.24.5.01 Studningur til Kirkjugrunnin

        Á fíggjarlógini vóru 3 mió.kr. játtaðar. Meirnýtslan er 500 t.kr. Gjaldstovan hevur av misgáum bókað 0,5 mió.kr. í 1997 ístaðin fyri í 1998, og tí vísir landsroknskapurin eina skeiva nýtslu.

        4.24.8.01 Lánsafturgjald

        Á fíggjarlógini vóru 100 t.kr. játtaðar. Sambært landsroknskapinum eru 155 t.kr. afturgoldnar, og 157 t.kr. nýttar til útlán v.m. til ítróttaranlegg. Ongin útlánsjáttan er í 1997.

        4.35.1.07 Trygdarmiðstøð (løgujáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 1,5 mió.kr. játtaðar. Á eykajáttanarlóg fyri desember 1997 varð játtanin lækkað við 1,5 mió.kr. til 0 kr. Hetta høvuðskontonummar er ikki við í landsroknskapinum. Sambært landsroknskapinum er játtanin á høvuðskonto 4.35.1.10. Trygdarmiðstøð (løgujáttan) 5 mió.kr. Ongin játtan er á fíggjarlóg/eykajáttanarlóg, og einki er nýtt.

        4.38.1.07 Nýggir landsvegir (løgujáttan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslujáttanin 26,7 mió.kr., og inntøkujáttanin 400 t.kr. Á eykajáttanarlógaruppskotinum fyri september vórðu 500 t.kr. fluttar frá høvuðskonto "Hald av landsvegum". Sambært sundurgreinaðu ætlanini í viðmerkingunum varð játtanin eftir flytingina framvegis 26,7 mió.kr. sum útreiðslujáttan og 400 t.kr. sum inntøkujáttan.

        Sambært landsroknskapinum er útreiðslujáttanin 27,2 mió.kr. og inntøkujáttanin 900 t.kr., og meirnýtslan 3,213 mió.kr., og ein meirinntøka uppá 1,158 mió.kr. Hóast ongan lønarkarm, eru 9,540 mió.kr. nýttar til lønir,.

        4.38.1.10 Kommunalir vegir, Asfaltstudningur

        Á fíggjarlógini var játtanin 4,4 mió.kr. Meirnýtslan er 1,242 mió.kr.

        4.38.2.01 Strandfaraskip landsins (landsfyritøka)

        Á fíggjarlógini vóru 39,4 mió.kr. játtaðar. Á eykajáttanarlóg fyri mars 1997 varð játtanin hækkað við 11 mió.kr. til 50,4 mió.kr. Sambært landsroknskapinum er samsvar ímillum játtan og nýtslu. Á eykajáttanarlógini fyri desember 1997 samtykti løgtingið eina átekning, sum heimilaði stovninum at flyta undir/yvirskot millum ár, tó soleiðis at sveiggjað verður um játtanarstøðið við í mesta lagi 5% árliga.

        4.38.2.07 Flogferðsla (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini var játtanin til flogferðslu 350 t.kr. Meirnýtslan er 145 t.kr.

        4.38.2.13 Flogferðsla (løgujáttan)

        Á fíggjarlógini var játtanin 1,45 mió.kr. Meirnýtslan er 466 t.kr.

        4.38.2.20 Løgur innan samferðsluøkið (løgujáttan)

        Á eykajáttanarlóg fyri desember 1997 vórðu 9,94 mió.kr. játtaðar. Sambært viðmerkingunum verður játtanin at flyta í grunn til løgu í fast samband um Vestmannasund, og "ásett var eisini at: gerast skal eitt lógaruppskot um, hvussu grunnurin kann nýtast, og hvussu hann skal skipast. Nýtast kann ikki av hesi høvuðskonto, áðrenn lógin er lýst."

        Í álitinum til eykajáttanarlógaruppskotið vísti ein minniluti í fíggjarnevndini á, at hann ikki tók undir við, at grunnar aftur vórðu settir á stovn at fíggja alment íløguvirksemi, og at slíkar løgur áttu at setast beinleiðis á fíggjarlógina. Einki er nýtt av hesi høvuðskonto.

        4.38.3.01 Postverk Føroya (landsfyritøka)

        Henda høvuðskonto er ikki við í landsroknskapinum.

        4.38.3.17 Fjarskiftiseftirlit (rakstrarjáttan)

        Á eykajáttanarlóg september 1997 varð henda høvuðskonto stovnað. Játtanin var útreiðsluneutral. Sum átekning stóð, at mest loyvda upphæddin í 1997 var upp til 600 t.kr.

        Ein minniluti í fíggjarnevndini vísti á, at Fjarskiftiseftirlitið var eitt mál, sum áður hevði verið viðgjørt í fíggjarnevndini sum fíggjarnevndarskjal, tí at málið hevði skund. Fjarskiftis-eftirlitsstjórin varð settur í starv frá 1. september 1997. Tá fíggjarnevndin gjørdi vart við § 44, stk. 2, í stýrisskipanarlógini, hevði landsstýrismaðurin svarað, at fjarskiftiseftirlitsstjórin var settur og fíggjaður av Vinnumálastýrinum, men hetta var eftir øllum at døma ikki umstøður, sum vóru galdandi, tá ið fíggjarnevndarskjalið varð sent fíggjarnevndini. Talan er um eina minninýtslu uppá 173 t.kr.

      9. § 5 Fiskivinna
      10. Á niðanfyristandandi høvuðskontoum vísir roknskapurin, at farið er uppum lønarkarmin.

        (t.kr.)

        Konto

        Navn

        Lønar-

        karmur

        Rokn-skapur

        Munur

        5.34.1.10

        Lønjavningargrunnurin (rakstrarjáttan)

        1.850

        1.894

        44

        5.34.2.04

        Heilsufrøðiliga Starvsstovan (rakstrarjáttan)

        7.600

        9.430

        1.830

        5.34.3.01

        Fiskirannsóknarstovan (rakstrarjáttan)

        6.353

        6.714

        361

        5.34.3.04

        Magnus Heinason (rakstrarjáttan)

        4.500

        5.217

        717

        5.34.3.07

        Fiskivinnuroyndir (rakstrarjáttan)

        0

        218

        218

        5.34.1.10 Umsiting av inntøkutrygd (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 1,943 mió.kr. játtaðar. Meirnýtslan er 777 t.kr. Í landsroknskapinum er heitið "Lønjavningargrunnurin".

        5.34.3.01 Fiskirannsóknarstovan (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini var játtanin 7,229 mió.kr. Meirnýtslan er 569 t.kr., og farið er uppum lønarkarmin við 361 t.kr.

        5.34.4.01 Inntøkutrygd hjá fiskimonnum (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 82 mió.kr. Á eykajáttanarlóg fyri september varð metingin lækkað við 12 mió.kr. til 70 mió.kr. Í viðmerkingunum varð víst á, at landsstýrið fór at leggja uppskot fyri løgtingið í verandi tingsetu við tí endamáli at endurskoða hesar veitingar. Meirnýtslan er 1,671 mió.kr.

        5.34.4.04 Sjúkratrygd (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var játtanin 8 mió.kr. Á eykajáttanarlóg fyri september 1997 varð játtanarheitið broytt frá onnur játtan til lógarbundin játtan. Meirnýtslan er 871 t.kr.

        5.34.4.07 Íløgustuðul (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 55 mió.kr. Meirnýtslan er 1,166 mió.kr.

        5.34.4.22 Flutningsstuðul (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini varð útreiðslan mett til 600 t.kr. Talan er um eina meirnýtslu uppá 1,413 mió.kr.

        5.34.4.31 Upphøggingarstuðul

        Heitið á kontoini í landsroknskapinum er "Rentustuðul til fiskifør".

        5.34.5.01 Útlán

        Á fíggjarlógini var játtanin til útlán 3 mió.kr. og til afturrindan av lánum 6 mió.kr. Meirútreiðslan er 5,696 mió.kr. til útlán, og meirinntøkan av afturrindan av lánum 3,905 mió.kr.

      11. § 6 Vinnumál o.a.
      12. Á niðanfyristandandi høvuðskontoum vísir roknskapurin, at farið er uppum lønarkarmin.

        (t.kr.)

        Konto

        Navn

        Lønar-

        karmur

        Rokn-skapur

        Munur

        6.37.1.01

        Menningarstovan (rakstrarjáttan)

        1.250

        1.592

        342

        6.37.3.01

        Rúsdrekkasøla landsins (rakstrarjáttan)

        5.425

        6.426

        1.001

        6.37.4.01

        Útskifting og Matrikulstova (rakstrarjáttan)

        4.225

        4.308

        83

        6.36.1.01 Tiltøk fyri alivinnuna

        Á fíggjarlógini vóru 18,3 mió.kr. játtaðar. Minninýtslan er 2,477 mió.kr.

        Sambært viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið vóru 2,1 mió.kr. av játtanini mettar útreiðslur til "Endurgjaldsgrunn Alivinnunnar". Sambært Ll. nr. 87/1996 um endurgjaldsgrunn til alivinnuna, skuldi landsstýrið fíggjarárini 1996, 1997 og 1998 rinda 30 oyru fyri hvørt sjósett smolt, og sambært fíggjarlógaruppskotinum var mett, at talið á sjósettum smolti í 1997 fór at vera 7 mió.; men í fíggjarárinum varð einki rindað úr grunninum, og er hetta orsøkin til minninýtsluna.

        6.37.3.01 Rúsdrekkasøla landsins (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini var mett at Rúsdrekkasøla landsins skuldi avrokna 11,669 mió.kr. til landskassan. Sambært landsroknskapinum er talan um 11,469 mió.kr. Munurin uppá 200 t.kr. komst av, at ein samanteljingarfeilur var á undirkontostøði á fíggjarlógini. Sambært landsroknskapinum er gjaldið til landskassan 8,048 mió.kr., t.v.s. 3,621 mió.kr. minni enn mett. Farið er uppum lønarkarmin við 1 mió.kr.

        6.37.5.01 Lánsafturgjald

        Á fíggjarlógini vóru 2,5 mió.kr. játtaðar. Sambært landsroknskapinum er einki afturgoldið. Útgreiningin á undirkontostøði í landsroknskapinum samsvarar ikki við tað, sum er samtykt á eykajáttanarlógini fyri desember 1997. Í landsroknskapinum er ein høvuðskonto 6.37.6.01. "Lánsafturgjald", har uppbýtið og heitið á undirkontostøði samsvarar við ta útgreining, ið er samtykt á høvuðskonto 6.37.5.01. við eykajáttanarlógini fyri desember. Ongin játtan er, men sambært landsroknskapinum eru útreiðslurnar 1,523 mió.kr. og inntøkurnar 6,02 mió.kr.

        6.37.6.11 Partabrøv, ymsi viðurskifti

        Í landsroknskapinum er ein høvuðskonto við heitinum partabrøv, ymisk viðurskifti, har bókaðu útreiðslurnar eru 1,216 mió.kr. og inntøkurnar eru 1,217 mió.kr. Ongin játtan er á fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg.

      13. § 7 Útbúgving og gransking o.a.
      14. Á niðanfyristandandi høvuðskontoum vísir roknskapurin, at farið er uppum lønarkarmin.

        (t.kr.)

        Konto

        Navn

        Lønar-

        karmur

        Rokn-skapur

        Munur

        7.11.1.07

        Undirvísingar- og Mentamálastýrið (rakstrarjáttan)

        1.755

        1.844

        89

        7.23.1.10

        Landsmiðstøð fyri undirvísingaramboð (rakstrarjáttan)

        1.285

        1.322

        37

        7.23.1.16

        Skúlabókagrunnurin (rakstrarjáttan)

        1.200

        2.524

        1.324

        7.23.2.01

        Fólkaskúlin (rakstrarjáttan)

        155.730

        157.027

        1.297

        7.23.2.07

        Læraraeftirlønir (lógarbundin játtan)

        0

        87

        87

        7.23.3.01

        Studentaskúlar og HF-skeið (rakstrarjáttan)

        40.359

        40.763

        404

        7.23.3.04

        Yrkisskúlar (rakstrarjáttan)

        32.728

        34.417

        1.689

        7.23.5.07

        Frítíðarundirvísing (rakstrarjáttan)

        6.900

        7.355

        455

        7.23.6.01

        Føroya Sjómansskúli (rakstrarjáttan)

        6.376

        6.467

        91

        7.23.6.07

        Maskinmeistaraskúlin (rakstrarjáttan)

        4.508

        4.560

        52

        7.23.6.13

        Læraraskúlin (rakstrarjáttan)

        10.070

        10.388

        318

        7.23.6.17

        Biofar

        0

        644

        644

         

        7.11.1.07 Undirvísingar- og mentamáladeildin (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini var játtanin 2,344 mió.kr. Á eykafíggjarlógini fyri 1997 varð játtanin lækkað við 268 t.kr. til 2,076 mió.kr. Meirnýtslan er 458 t.kr.

        7.23.1.16 Skúlabókagrunnurin (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 3,661 mió.kr. játtaðar. Meirnýtslan er 426 t.kr., og farið er uppum lønarkarmin við 1,324 mió.kr.

        7.23.2.01 Fólkaskúlin (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 159,03 mió.kr. játtaðar. Í álitinum varð víst á, at lønarsáttmálin millum Landsstýrið og Føroya lærarafelag førdi við sær, at lønarlagið í 1997 hækkaði 1,93 %. Við óbroyttari játtan hevði hetta við sær, at færri lærarastørv fóru at verða í fólkaskúlanum. Fyri at virksemið skuldi vera óbroytt í skúlaárinum 1997/98, hevði fólkaskúlin fingið 2,1 mió.kr. afturat. Talan er um eina meirnýtslu uppá 456 t.kr., og farið er uppum lønarkarmin við 1,297 mió.kr.

        7.23.2.07 Læraraeftirlønir (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 11,6 mió.kr. Meirnýtslan er 4,632 mió.kr.

        7.23.3.01 Studentaskúlar og HF-skeið (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini var játtanin 44,336 mió.kr. Á eykajáttanarlóg fyri desember 1997 varð játtanin hækkað við 200 t.kr. til 44,536 mió.kr. Meirnýtslan er 963 t.kr., og farið er uppum lønarkarmin við tilsamans 404 t.kr.

        7.23.3.04 Yrkisskúlar (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini var játtanin 42,81 mió.kr. Á eykajáttanarlóg fyri september 1997 varð játtanin hækkað við 2,2 mió.kr. til 45,01 mió.kr. Á eykajáttanarlóg fyri desember 1997 varð játtanin hækkað við 266 t.kr. til 45,276 mió.kr., men í landsroknskapinum er játtanin sett til 45,176 mió.kr. Meirnýtslan er 562 t.kr., og farið er uppum lønarkarmin við 1,689 mió.kr. Nevnast kann, at lønarútreiðslurnar á Tekniska skúla í Tórshavn vóru uml. 2,3 mió.kr. hægri enn mett í sundurgreiningini.

        7.23.6.01 Føroya Sjómansskúli (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 7,183 mió.kr. játtaðar. Á eykajáttanarlóg fyri september 1997, sum varð løgd fyri tingið 19. september 1997, varð játtanin hækkað við 462 t.kr. Peningurin skuldi nýtast til at leiga "Lars A. Kruse" at sigla við sjómansskúlanæmingum.

        Ein minniluti í fíggjarnevndini vísti á, at málið um at leiga "Lars A. Kruse" hevði verið viðgjørt í fíggjarnevndini tann 15. september 1997 sum fíggjarnevndarskjal, tí at málið hevði skund. Sama dagin, sum fíggjarnevndin viðgjørdi málið, fór "Lars A. Kruse" námsferð við sjómansskúlanæmingum, t.v.s. at skipið longu var leigað. Fíggjarnevndin gjørdi tá vart við, at § 44, stk. 2, í stýrisskipanarlógini sigur, at ongin útreiðsla má haldast fyrr enn játtan er fingin til vega á fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg.

        Á eykajáttanarlóg fyri desember 1997 varð játtanin hækkað við 115 t.kr. til 7,76 mió.kr. Meirnýtslan er 430 t.kr., og farið er uppum lønarkarmin við 91 t.kr.

        7.23.6.13 Læraraskúlin (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 9,759 mió.kr. játtaðar. Á eykajáttanarlóg fyri september 1997 varð játtanin hækkað við 500 t.kr. til 10,259 mió.kr. Meirnýtslan er 783 t.kr., og farið er uppum lønarkarmin við 318 t.kr.

        7.23.6.17 Biofar

        Á fíggjarlógini vóru 700 t.kr. játtaðar. Meirnýtslan er 62 t.kr. Hóast ongin lønarkarmur er, eru 644 t.kr. nýttar til lønir.

        7.23.8.03 Lánsafturgjald

        Á eykajáttanarlóg fyri desember 1997 varð henda høvuðskonto stovnað. Einki varð játtað. Sambært landsroknskapinum er talan um eina útreiðslu av útlánum v.m. uppá 598 t.kr., og inntøkur uppá 897 t.kr. Í landsroknskapinum er høvuðskontoin skrásett sum rakstrarjáttan.

        7.30.1.14 Reinsa spillolju

        Á fíggjarlógini vóru 1,8 mió.kr. játtaðar. Meirnýtslan er 294 t.kr. Í landsroknskapinum ber høvuðskontoin heitið "spilloljureinsing".

      15. § 8 Heilsumál og Almannamál o.a.
      16. Á niðanfyristandandi høvuðskontoum vísir roknskapurin, at farið er uppum lønarkarmin.

        (t.kr.)

        Konto

        Navn

        Lønar-

        karmur

        Rokn-skapur

        Munur

        8.11.1.08

        Almanna- og Heilsumálastýrið (rakstrarjáttan)

        2.107

        2.164

        57

        8.20.1.01

        Upplýsing um eyðkvæmi

        0

        55

        55

        8.20.1.04

        Upplýsing og ráðgeving (rakstrarjáttan)

        230

        284

        54

        8.20.2.04

        Kommunulæknaskipan (rakstrarjáttan)

        3.450

        3.481

        31

        8.20.3.01

        Sjúkrahússtjóran (rakstrarjáttan)

        803

        856

        53

        8.20.3.10

        Klaksvíkar Sjúkrahús (rakstrarjáttan)

        27.700

        37.524

        9.824

        1)

        8.20.3.25

        Hvíldarheimið Naina (rakstrarjáttan)

        2.710

        2.833

        123

        8.21.3.01

        Barnaforsorg (lógarbundin játtan)

        0

        3.599

        3.599

        8.21.6.01

        Serforsorg (rakstrarjáttan)

        37.434

        38.680

        1.246

        8.21.6.04

        Røkt av eldri (lógarbundin játtan)

        144.540

        120.775

        -23.765

        2)

        8.21.7.01

        Vanlig forsorg (lógarbundin játtan)

        0

        4.194

        4.194

        8.21.8.01

        Fólkapensión (lógarbundin játtan)

        0

        32

        32

        8.21.8.04

        Avlamispensión (lógarbundin játtan)

        0

        2.528

        2.528

        1) Orsøkin til frávikið er, at lønarútreiðslur viðvíkjandi røktarheimunum ikki eru við í játtanini. Hetta er komið í rættlag á fíggjarlógini fyri 1999.

        2) Orsøkin til frávikið er, at mettar lønarútreiðslur viðvíkjandi røktarheimunum í Klaksvík og á Tvøroyri, ið hava felags rakstur við sjúkrahúsini, eru við í játtanini. Hetta er komið í rættlag á fíggjarlógini fyri 1999.

        8.20.1.10 Koppsetingar (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 1 mió.kr. Meirnýtslan er 820 t.kr.

        8.20.1.19 Læknakanningar av børnum (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 400 t.kr. Meirnýtslan er 298 t.kr.

        8.20.3.04 Landssjúkrahúsið (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini vóru 220,087 mió.kr. játtaðar. Á eykajáttanarlóg fyri desember 1997 varð játtanin hækkað við 273 t.kr. til 220,36 mió.kr. Sambært landsroknskapinum er játtanin 220,66 mió.kr., t.v.s. 300 t.kr. hægri enn sambært eykajáttanarlógini fyri desember, og kemst hetta av, at játtanin til lønir er 300 t.kr. hægri í landsroknskapinum enn á eykajáttanarlógini. Meirnýtslan er 195 t.kr. Verða játtanartølini sambært fíggjarlóg/eykajáttanarlóg nýtt, er meirnýtslan 495 t.kr.

        8.20.3.25 Hvíldarheimið Naina (rakstrarjáttan)

        Á fíggjarlógini var játtanin 1,4 mió.kr. Á eykajáttanarlóg fyri apríl 1997 varð játtanin hækkað við 430 t.kr. til 1,83 mió.kr. Í álitinum vísti fíggjarnevndin á, at landsstýrið í 1994 sendi skriv um, at tað var sinnað at lata Hvíldarheimið gera útbyggingina lidna við uppspardum peningi. Uppsparingin stavaði frá, at Naina hevði fingið ov nógvan rakstarstuðul. Henda játtan hevði onga likviditetsávirkan á landskassan, men sjálv útreiðslan má játtast yvir fíggjarlógina. Meirnýtslan er 161 t.kr., og farið er uppum lønarkarmin við 123 t.kr.

        8.21.1.16 Verkstaðið Vón

        Á fíggjarlógini vóru 7 mió.kr. játtaðar sum útreiðslujáttan og 7 mió.kr. sum inntøkujáttan. Sambært viðmerkingunum brann verkstaðið Vón í grund í apríl 1996. Bygningurin var tryggjaður fyri nývirðið, so Tryggingarsambandið rindaði kostnaðin av nýggja húsinum. Útreiðslujáttanin var 0, av tí at byggiútreiðslurnar og tryggingarupphæddin verða bókaðar á somu standardkonto.

        Henda høvuðskonto var við í bókhaldinum, men orsakað av einum feili, var hon ikki við í útskriftini av landsroknskapinum. Hetta er síðani rættað.

        8.21.3.01 Barnaforsorg (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 12,85 mió.kr. og inntøkurnar mettar til 914 t.kr. Inntøkurnar er flytingar frá kommunum. Meirnýtslan er 8,215 mió.kr. Meirinntøkan var 504 t.kr. Hóast ongin lønarkarmur er, eru 3,599 mió.kr. nýttar til lønir.

        8.21.3.04 Barnapeningur veittur í forskoti (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 7,11 mió.kr. og inntøkan til 9,11 mió.kr. Sambært landsroknskapinum eru útreiðslur og inntøkur einans ávikavist 847 t.kr. og 57 t.kr. Henda útgreining er ikki samsvarandi útgreiningini á fíggjarlógini, tí í landsroknskapinum er talan um nettotøl. Útreiðslan til forskotsrindan av barnapeningi er 7,715 mió.kr. Afturrindan av barnapeningi er 8,562 mió.kr., flyting til kommunurnar er 578 t.kr. og flyting frá kommunum er 521 t.kr.

        8.21.4.01 Dagpeningaskipanin (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 36,32 mió.kr., og inntøkan til 1,5 mió.kr. Inntøkurnar eru gjøld frá vinnurekandi og heimagangandi, ið sjálvboðin hava teknað dagpeningatrygging. Meirnýtslan er 6,776 mió.kr. og minniinntøkan 164 t.kr.

        8.21.6.04 Røkt av eldri (rakstrarjáttan)

        Á eykajáttanarlóg fyri apríl 1997 var játtanin lækkað við 140 t.kr. Á eykajáttanarlóg fyri nov. 1997 varð játtanin hækkað við 4,318 mió.kr. Sambært viðmerkingunum fekk landsstýrismaðurin í almannamálum tann 13. okt. 1997 boð um, at Heimarøktin hevði eina meirnýtslu. Innanhýsisroknskapurin hjá Almannastovuni fyri august, vísti eina meirnýtslu uppá 4,8%. Heimarøktin fekk boð frá Almannastovuni um at seta sparingar í verk beinanvegin, tá ið tað sást, hvussu stór meirnýtslan var.

        Í álitinum varð víst á, at fíggjarnevndin hevði viðgjørt málið. Heimarøktin segði í frágreiðing, at ein av orsøkunum til meirnýtsluna var, at røktartyngdin hjá brúkarunum var økt. Fíggjarnevndin átalaði, at játtanareftirlitið ikki var nóg neyvt.

        8.21.6.13 Vardar íbúðir, studningur til rakstur

        Á fíggjarlógini vóru 200 t.kr. játtaðar. Meirnýtslan er 129 t.kr.

        8.21.7.01 Vanlig forsorg (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 43,928 mió.kr., og inntøkan til 3,032 mió.kr. Inntøkan er flytingar frá kommunum. Meirnýtslan er 19 mió.kr. og meirinntøkan 1,217 mió.kr. Hóast ongan lønarkarm eru 4,194 mió.kr. nýttar til lønir.

        8.21.7.04 Arbeiðsloysisforsorg (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 26,81 mió.kr., og inntøkan til 1,81 mió.kr. Inntøkan er flytingar frá kommunum. Meirnýtslan er 1,75 mió.kr., og meirinntøkan 118 t.kr

        8.21.8.04 Avlamispensión (lógarbundin játtan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 131,575 mió.kr. Minninýtslan er 956 t.kr. Hóast ongan lønarkarm, eru 2,528 mió.kr. nýttar til lønir.

      17. § 20 Inntøkur

    0.52.1 Skattainntøkur

    Niðanfyristandandi talva vísir játtan á fíggjarlóg og roknskapartøl fyri skattainntøkurnar.

    (mió.kr.)

    (mió.kr.)

    (mió.kr.)

    Játtanin

    Roknskapur

    Meir-/minni

    01

    Vanligur landsskattur

    800

    789,5

    -10,5

    02

    Gamal skattur

    -

    0,2

    0,2

    04

    FAS-endurgjald

    -5,6

    -7,2

    -1,6

    07

    Felagsskattur

    52

    93,2

    41,2

    10

    Vinningsbýtisskattur

    16,7

    17,4

    0,7

    13

    Avgjald av kapitaleftirlønum

    4

    6,6

    2,6

    19

    Rentuskattur

    40

    34,3

    -5,7

    22

    Fíggjarognaravgjald

    -

    1

    1

    25

    Arvaavgjøld

    3,5

    2,6

    -0,9

    Samanlagt

    910,6

    937,6

    27

    Størstu frávikini í mun til játtanina er vanligur landsskattur, sum er 10,5 mió.kr. lægri enn mett, og felagsskattur, sum er 41,2 mió.kr. hægri enn mett.

    20.52.2 Avgjøld og tollur

    Talvan niðanfyri vísir játtan á fíggjarlóg og roknskapartøl fyri avgjalds- og tollinntøkur.

    (mió.kr.)

    (mió.kr.)

    (mió.kr.)

    Avgjøld og tollur

    Játtanin

    Roknskapur

    Meir-/minni

    01

    Meirvirðisgjald

    619

    600,5

    -18,5

    04

    Tollavgjøld

    16

    18,7

    2,7

    07

    Punktgjøld

    152

    149,4

    -2,6

    10

    Lønhæddargjald

    8

    8,6

    0,6

    13

    Brennioljugjald

    68

    62,9

    -5,1

    16

    Framleiðsluavgjald

    14

    15,6

    1,6

    19

    Skrásetingargjald

    40

    60,4

    20,4

    22

    Vegskattur (Vektgjald)

    30

    30,8

    0,8

    25

    Ferðaavgjald

    7

    7,4

    0,4

    28

    Umhvørvisavgjald á smyrjiolju

    1,8

    2

    0,2

    Samanlagt

    955,8

    956,3

    0,5

    Størsti frávikini í mun til játtanina er meirvirðisgjald, sum er 18,5 mió.kr. lægri enn mett, og skrásetingargjald, sum er 20,4 mió.kr. hægri enn mett.

    20.52.3.1 Útluting frá Fíggingargrunninum frá 1992

    Á fíggjarlógini var inntøkan av útluting frá Fíggingargrunninum mett til 22,75 mió.kr. Sambært viðmerkingunum eigur Fíggingargrunnurin frá 1992 - sum er ogn landskassans – mestsum allan partapeningin í P/F Føroya Banka. Føroya Banki hevði í 1996 goldið 35 mió.kr. í vinningsbýti. Av hesum vóru 35%, 12,25 mió.kr. goldnar í vinningsbýtisskatti. Hini 65 %, 22,75 mió.kr. eru goldin Fíggingargrunninum frá 1992, og seinni útlutað landskassanum. Roknað varð við somu útluting í 1997.

    Sambært landsroknskapinum er inntøkurnar 90,7 mió.kr. í 1997, t.v.s. uml. 68 mió.kr. hægri enn mett á fíggjarlógini.

    20.52.3.10 Aðrar inntøkur

    (t.kr.)

    (t.kr.)

    (t.kr.)

    Játtanin

    Roknskapur

    Meir-/minni

    01

    Loyvisgjøld

    100

    49

    -51

    02

    Skeinkiloyvi, avgjøld

    -

    45

    45

    03

    Lestagjald

    100

    266

    166

    04

    Navnaprógv

    -

    23

    23

    05

    Bøtur

    1.000

    122

    -878

    06

    Happadrátturin, avgjøld

    400

    392

    -8

    07

    Burturlutingargjøld

    600

    1.161

    561

    09

    Løggilding av el-innleggjarum, avgjøld

    60

    57

    -3

    10

    Avgjald av vinningi f. sølu av virðisbrøvum

    480

    689

    209

    60

    Óvanligar inntøkur

    2.000

    2.452

    452

    Samanlagt

    4.740

    5.256

    516

  2. Landsroknskapurin 1996
    1. Viðgerð av fíggjarlóg og eykajáttanarlógum
    2. Fíggjarlógaruppskotið fyri 1996 varð lagt fram av landsstýrinum tann 30. september 1995. Sambært viðmerkingunum hevur landsstýrið sett sær fyri at nútímansgera landskassans fíggjarstýringsskipan við tí fyri eyga, at almenna peninganýtslan fer fram á ein skynsaman hátt, og at nýtslan er í tráð við ásetingarnar hjá játtandi myndugleikanum.

      Ein týðandi liður í hesum arbeiði er at umleggja meginreglurnar í játtanarskipanini. Ætlanin er, at fíggjarlógaruppsetingin verður broytt á tann hátt, at játtanirnar innan hvørja grein verða bólkaðar eftir endamáli, soleiðis at fíggjarlógin kemur at geva eina greiðari mynd av tí almenna virkseminum. Játtanirnar á fíggjarlógini verða býttar upp í ymisk játtanarsløg, og tað verða ásettar nærri reglur í eini bugdettvegleiðing um ábyrgd og skyldur hjá umsitingini fyri hvørt av játtanarsløgunum.

      Ætlanin er at fara yvir til hesa skipan í fíggjarárinum 1997, men landsstýrið hevur tó valt at taka fyrstu stigini longu nú. T.v.s. at uppskotið í størst møguligan mun er sett upp soleiðis, sum skipanin fer at virka í 1997.

      Sambært álitinum til fíggjarlógaruppskotið, sum var dagfest 18. desember 1995, hevði fíggjarnevndin fingið áheitan frá landsstýrinum um at seta nøkur broytingaruppskot fram bæði viðvíkjandi inntøkusíðuni og útreiðslusíðuni (ískoyti til uppskot til fíggjarlóg 1996).

      Í viðmerkingunum til uppskot um løgtingslóg (Ll. nr. 52/1996) um ymsar eykajáttanir, sum varð lagt fram tann 25. mars 1996, vísti landsstýrið á, at sambært stýrisskipanarlógini var meginreglan, at eykajáttanir skuldu veitast við løgtingslóg. Landsstýrið ætlaði tí at savna tær umsóknir saman í felags lógaruppskot, sum fóru at verða lagdar fyri tingið 2-4 ferðir árliga, alt eftir tørvi. Nevnt varð, at sum meginreglu hevði landsstýrið funnið sparingar svarandi til uppskotini um eykajáttanir, soleiðis at lógaruppskotini á flestu økjum vórðu útreiðsluneutral. Tó vóru rakstrarstøð, har landsstýrið helt, at tað ikki bar til at spara heilt í tann mun, sum eykajáttanir ljóðaði uppá.

      Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið, sum varð lagt fram tann 29. november 1996, varð víst á, at landsstýrið í seinasta lagi 1. desember sama ár fór at leggja fram uppskot um eykafíggjarlóg. Landsstýrið hevði valt at skilja ímillum ta endaligu eykajáttanina og tær eykajáttanir, sum komu í einum ári, við at kalla tær ávikavist eykajáttanarlógir og eykafíggjarlóg.

      Landsstýrið sendi við skrivi dagfest 3. desember 1996 løgtinginum broytingaruppskot til eykafíggjarlógaruppskotið fyri 1996, við umbøn um at taka hetta við í viðgerðini av málinum.

    3. Frávik ímillum játtan og nýtslu
    4. Niðanfyri verður víst á stovnar/rakstrarstøð, har talan er um meirnýtslu.

      1. § 1 Løgtingið
      2. Løgtingsins umboðsmaður

        Á fíggjarlógini vóru 800 t.kr. játtaðar. Í álitinum til fíggjarlógaruppskotið vísti meirilutin í fíggjarnevndini á áður gjørdar samtyktir um at skipa eitt starv sum løgtingsins umboðsmann.

        Ongin peningur er nýttur.

      3. § 2 Meginfyrisiting
      4. Løgmaður og landsstýrið

        Á fíggjarlógini vóru játtaðar 3,565 mió.kr. Meirnýtslan er 729 t.kr.

        Landsstýrinum at ráða yvir

        Á fíggjarlógini vóru játtaðar 1,5 mió.kr. til landsstýrið at ráða yvir. Meirnýtslan er 212 t.kr.

      5. § 4 Lógarmál
      6. Útskifting og Matrikulstova

        Á fíggjarlógini vóru játtaðar 3,946 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 700 t.kr. til 4,646 mió.kr. Í álitinum átalaði fíggjarnevndin, at landsstýrið/landsstýrismaðurin ikki hevði útvegað eykajáttan, áðrenn peningurin var nýttur. Sambært landsroknskapinum eru 4,235 mió.kr. nýttar, t.v.s. ein minninýtsla uppá 411 t.kr.

        Rúsdrekkasøla Landsins

        Á fíggjarlógini var nettoinntøkujáttanin 12,5 mió.kr. Sambært landsroknskapinum hevur Rúsdrekkasølan rindað 12,5 mió.kr. í landskassan. Sambært ársroknskapinum hjá Rúsdrekkasøluni er avlopið 11.708 t.kr, t.v.s 792 t.kr. minni. Munurin stendst av, at avlopið sambært landsroknskapinum er eitt acontogjald.

      7. § 5 Fíggjarmál
      8. Burðarfarloyvi

        Á fíggjarlógini vóru játtaðar 8 mió.kr. Sambært viðmerkingunum var semja gjørd tann 9. apríl 1995 við 20 fakfeløg um at seta felags barnsburðargrunn á stovn frá 1. januar 1996. Grunnurin skuldi forða fyri, at ávísir stovnar vórðu serliga hart raktir, tá ið starvskvinnur fóru í barnsburðarfarloyvi. Meirnýtslan er 1,7 mió.kr.

      9. § 6 Almannamál
      10. Umsiting av hjálpartólum

        Á fíggjarlógini vóru 2,189 mió.kr. játtaðar. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 200 t.kr. til 2,389 mió.kr. Í álitinum átalaði fíggjarnevndin at tænastuakfar var keypt fyri 120 t.kr., og at ein meirnýtslu var uppá 80 t.kr., uttan at landsstýrið/landsstýrismaðurin hevði fingið játtan til endamálið.

        Barnaforsorg

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 15,262 mió.kr. netto. Meirnýtslan er 5,976 mió.kr.

        Barnapeningur (Forskotsrindan)

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 214 t.kr. og inntøkan 14 t.kr. Sambært landsroknskapinum eru inntøkurnar 1.143 t.kr. Í landsroknskapinum og á fíggjarlógini er talan um nettotøl. Útreiðslan til forskotsrindan av barnapeningi var 7.416 t.kr., og afturrindan av barnapeningi er 8.559 t.kr.

        Dagpeningaskipanin

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 32 mió.kr. Meirnýtslan er 4,5 mió.kr.

        Samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima

        Á fíggjarlógini var játtanin 4,732 mió.kr. Meirnýtslan er 500 t.kr.

        Vanlig forsorg

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 35 mió.kr. Meirnýtslan er 18,5 mió.kr.

        Forsorg vegna arbeiðsloysi

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 35 mió.kr. Minninýtslan er 9,1 mió.kr.

        Einkjupensión

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 1,892 mió.kr. Meirnýtslan er 406 t.kr.

        Føroyingar á stovni í Danmark

        Á fíggjarlógini vóru 20,400 mió.kr játtaðar. Við Ll. nr. 52/1996 varð játtanin lækkað við 655 t.kr. til 19,745 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin lækkað við 1,945 mió.kr. til 17,8 mió.kr. Meirnýtslan er 613 t.kr.

      11. § 7 Íbúðarmál
      12. Lán til Húsalánsgrunnin

        Á fíggjarlógini vóru 30 mió.kr. játtaðar. Einki er nýtt av hesi játtan.

        Rentustudningur til húsabygging

        Á fíggjarlógini vórðu 600 t.kr. játtaðar. Meirnýtslan er 367 t.kr.

      13. § 8 Heilsumál
      14. Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu

        Á fíggjarlógini vóru 711 t.kr. játtaðar. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 84 t.kr. til 795 t.kr. Sambært viðmerkingunum vórðu útreiðslurnar hægri enn upprunaliga mett. Í álitinum átalaði fíggjarnevndin, at landsstýrið/landsstýrismaðurin hevði meirnýtslu uttan at hava útvegað eykajáttan, áðrenn peningurin var nýttur. Sambært landsroknskapinum eru útreiðslurnar 795 t.kr.

        Landssjúkrahúsið

        Á fíggjarlógini var játtanin 212,787 mió.kr. Játtanin varð hækkað við 700 t.kr. á eykafíggjarlógini til 213,487 mió.kr. Sambært viðmerkingunum eru heilivágskontoirnar 1,5 mió.kr. hægri enn væntað. Harumframt varð ein eykaútreiðslu uppá 382 t.kr., sum stóðst av Dios-kanningini. Í álitinum førdi fíggjarnevndin fram, at játtanir til kanningar áttu at verið givnar, áðrenn arbeiðið byrjaði. Meirnýtslan er 478 t.kr.

        Vaksinatiónir

        Á fíggjarlógini vóru 1 mió.kr. játtaðar. Meirnýtslan er 376 t.kr.

        Heilsukanning av barnakonum

        Á fíggjarlógini vóru 350 t.kr. játtaðar. Meirnýtslan er 149 t.kr.

        Afturgjald av lánum

        Sambært landsroknskapinum eru lán til heilsustøðir afturgoldin við 585 t.kr. Ongin játtan er á fíggjarlóg/eykafíggjarlóg.

      15. § 9 Útbúgving og gransking
      16. Læraraeftirlønir

        Á fíggjarlógini vóru játtaðar 11,1 mió.kr. Meirnýtslan er 2,5 mió.kr.

        Føroya Studentaskúli og HF -skeið

        Á fíggjarlógini var játtanin 22,924 mió.kr. Sambært lýstu fíggjarlógini var talan um eina íløgujáttan, men sambært fíggjarlógaruppskotinum var talan um eina rakstrarjáttan. Meirnýtslan er 1,315 mió.kr.

        Føroya Handilsskúli

        Á fíggjarlógini var játtanin uppá 17,237 mió.kr. Meirnýtslan er 445 t.kr.

        Tekniski skúli í Tórshavn

        Á fíggjarlógini vóru játtaðar 14,8 mió.kr. sum útreiðslujáttan, og 2,3 mió.kr. sum inntøkujáttan. Á eykafíggjarlógini varð útreiðslujáttanin hækkað við 941 t.kr. til 15,741 mió.kr. Í lýstu eykafíggjarlógini verður bert víst á, at áður eru játtaðar 14,800 mió.kr. sum útreiðslujáttan, men ikki, at 2,300 mió.kr. vóru játtaðar sum inntøkujáttan. Hetta gongur tó fram av eykafíggjarlógaruppskotinum. Sambært landsroknskapinum er nýtslan 13,441 mió.kr., netto, og svarar hetta til játtanina.

        Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið hevði skúlin tørv á eini eykajáttan uppá 941 t.kr. til tess at fáa raksturin at javnviga. Í álitinum átalaði fíggjarnevndin, at landsstýrið/landsstýrismaðurin hevði meirnýtslu og ikki hevði útvegað eykajáttan til upphæddina, áðrenn peningurin var nýttur.

        Føroya Læraraskúli

        Á fíggjarlógini vóru 9,759 mió.kr. játtaðar. Meirnýtslan er 492 t.kr.

      17. § 10 Mentan
      18. Listasavn Føroya

        Á fíggjarlógini vóru játtaðar 1,5 mió.kr. Á eykajáttanarlóg fyri oktober varð játtanin hækkað við 500 t.kr. til 2 mió.kr. Sambært viðmerkingunum hevði Listasavn Føroya eina skuld uppá 1,8 mió.kr. til P/F Fossbankan í konkurs, sum stóðst av, at byggingin av nýggja Listasavninum gjørdist dýrari enn upprunaliga mett. Kuratorarnir í P/F Fossbankanum í konkurs høvdu bjóðað sær at strika renturnar uppá 200 t.kr., um landsstýrið veitti trygd fyri restskuldini. Undirvísingar- og mentamáladeildin hevði fingið semju í lag við partarnar um, at Listasavnið rindaði 600 t.kr., sum skuldi fíggjast yvir raksturin. Landsstýrið arbeiddi við at seta 1. mió.kr. av til endamálið, soleiðis at 500 t.kr. vórðu settar á eykafíggjarlógini fyri 1996, og 500 t.kr. fóru at verða settar á fíggjarlógaruppskotið fyri 1997.

        Sambært landsroknskapinum eru 2 mió.kr. nýttar, og samsvarar hetta við játtanina.

        Sjónvarp Føroya

        Á eykajáttanarlóg fyri oktober vórðu 530 t.kr. játtaðar. Sambært álitinum hevði sjónvarpsstjórin upplýst fyri fíggjarnevndini, at tá fíggjarætlanin fyri 1996 varð gjørd, høvdu tey fingið heilt greiðar ábendingar um, at sjónvarpið fór at fáa loyvi til at hava eydnuspæl, og harvið fáa størri inntøkur. Landsstýrið hevði á vári lagt uppskot fyri tingið um nýggja sjónvarpslóg, sum m.a. skuldi geva sjónvarpinum loyvi til eydnuspæl. Uppskotið varð ikki samtykt. Sjónvarpið hevði væntað at fáa eina eykainntøku av eydnuspælinum uppá 4-5 mió.kr. Tá tey ikki fingu loyvi til eydnuspæl, varð neyðugt at gera sparingar fyri at fáa fíggjarætlanina at halda. Neyðugt fór at vera við einari eykajáttan uppá 530 t.kr., um sjónvarpið m.a. skuldi verða ført fyri at framleiða føroyskar sendingar.

        Fíggjarnevndin helt tað ikki vera rætt av almennum stovni at leggja eina fíggjarætlan, ið bygdi á inntøkur, sum ongin lógarheimild var fyri. Tað var ikki nóg mikið, at stovnurin hevði fingið ábending frá politiska valdinum um, at eitt lógaruppskot, sum kundi givið meira inntøkur, fór at verða samtykt í løgtinginum. Sjónvarp Føroya átti at lagt sendiskráir og fíggjarætlan eftir galdandi fortreytum.

        Sambært landsroknskapinum eru 530 t.kr. nýttar, og samsvarar hetta við játtanina.

      19. § 11 Umhvørvi og orka
      20. Reinsan av spillolju

        Játtanin á fíggjarlógini var 2,05 mió.kr. Meirnýtslan er 464 t.kr.

      21. § 13 Fiski-, ali- og sjóvinna
      22. Vaktarskip

        Við Ll. nr. 52/1996 um eykajáttanir vórðu játtaðar 9,2 mió.kr. til keyp av nýggjum vaktarskipi. Sambært viðmerkingunum hevði Vaktar- og bjargingartænastan funnið eitt hóskandi skip fyri "Ólav Halga".

        Á eykafíggjarlógini varð útreiðslujáttanin hækkað við 3,1 mió.kr. til 12,3 mió.kr. Harumframt var ein inntøkujáttan uppá 1,527 mió.kr. sum kom frá sølu av "Ólavi Halga". Sambært viðmerkingunum var játtanin til keyp av vaktarskipinum "Nólsoyar Páll" higartil yvirtrekt við 500 t.kr. Harumframt vóru 2,3 mió.kr. falnar til gjaldingar fyri arbeiði, sum vóru gjørd, áðrenn arbeiðið varð steðgað 1. november 1996.

        Í álitinum átalaði fíggjarnevndin, at landsstýrið/landsstýrismaðurin hevði meirnýtslu og ikki hevði útvegað eykajáttan til upphæddina, áðrenn peningurin var nýttur.

        Ein minniluti í fíggjarnevndini tók ikki undir við uppskotinum. Minnilutin metti, at løgting og fíggjarnevnd í hesum máli var drigið uppá tráð, tí stórt sæð allar fortreytir fyri samtyktini um at keypa annað vaktarskip vóru brotnar. Víst varð á, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevði givið fíggjarnevndini tilsøgn um eina frágreiðing um málið. Fyrr enn henda frágreiðing fyrilá, kundi minnilutin ikki taka støðu til umsóknina.

        Sambært landsroknskapinum er meirnýtslan 646 t.kr.

        Fiskiveiðieftirlitið

        Sambært viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið kravdi nýggja skipanin við fiskidøgum broytingar í telduskipanini, telefonskipanini og skipanini við skrivligari fráboðan. Harafturat kravdi klassin umvælingar umborð á Tjaldrinum. Í álitinum átalaði fíggjarnevndin, at landsstýrið/landsstýrismaðurin hevði meirnýtslu og ikki hevði útvegað eykajáttan til upphæddina, áðrenn peningurin var nýttur. Meirnýtslan er 1,303 mió.kr.

        Lønjavningargrunnurin, inntøkutrygd v.m.

        Í mong ár hevur Lønjavningargrunnurin umsitið fleiri av studningsskipanunum til fiskivinnuna. Lønjavningargrunnurin hevur roknað veitingarnar út, goldið tær út, og bóka tær í egnari bókhaldsskipan. Gjaldstovan hevur mánaðarliga flutt grunninum játtanina á fíggjarlógini. Ein trupulleiki hevur verið, at roknskapurin hjá Lønjavningargrunninum, ið hevur víst veruligu útreiðslurnar, ikki er samansjóðaður við landsroknskapin. Landsroknskapurin hevur víst ta upphædd, sum gjaldstovan hevur flutt Lønjavningargrunninum. Landsroknskapurin hevur sostatt í áravís ikki víst røttu myndina av nýtsluni.

        Niðanfyristandandi talva vísir tær játtanir, sum Lønjavningargrunnurin hevur umsitið í 1996, hvussu nógv er játtað í mun til roknskapartølini, ávikavist í landsroknskapinum og í roknskapinum hjá Lønjavningargrunninum.

        (mió.kr.)

        Lands

        RSK

        Játtan

        RSK

        Munur

        Lønj.gr.

        Munur

        Lønjavningargrunnurin, umsiting

        2,0

        2,0

        0,0

        2,7

        0,7

        Íløgustuðul

        55,0

        58,0

        3,0

        59,6

        4,6

        Inntøkutrygd

        92,0

        100,4

        8,4

        78,9

        -13,1

        Sjúkratrygd

        10,6

        8,3

        -2,3

        9,9

        -0,7

        Flutningsstuðul

        0,8

        0,7

        -0,1

        0,6

        -0,2

        160,4

        169,4

        9,0

        151,7

        -8,7

        1. talrað er samlaða játtanin, sum Lønjavningargrunnurin hevur umsitið, 160,4 mió.kr. Sambært landsroknskapinum er nýtslan samanlagt 169,4 mió.kr. Í 3. talrað er samanlagt ein meirnýtsla uppá 9 mió.kr. Tað er serliga inntøkutrygdin, talan er um.

        Í 4. talraði eru roknskapartølini sambært roknskapinum hjá Lønjavningargrunninum, sum vísa eina nýtslu uppá 151,7 mió.kr. Í 5. talraði sæst, at talan er um eina minninýtslu uppá 8,7 mió.kr. netto. Samanborið við roknskapartølini í landsroknskapinum, har meirnýtslan er 9 mió.kr., er ein munur uppá yvir 17 mió.kr. netto. Munurin ger seg serliga galdandi fyri inntøkutrygdina, sum vísir eina minninýtslu uppá 13,1 mió.kr., samanborið við eina meirnýtslu uppá góðar 8,3 mió.kr. í landsroknskapinum Munurin í roknskapartølunum fyri inntøkutrygd er sostatt meira enn 20 mió.kr.

        Tiltøk fyri alivinnuna

        Á fíggjarlógini var játtanin 19,3 mió.kr. Meirnýtslan er 1,3 mió.kr.

      23. § 16 Samferðsla og samskifti
      24. Nýgerð av landsvegum

        Játtanin var 11,3 mió.kr. Meirnýtslan er 3,7 mió.kr.

        Studningur til havnir

        Á fíggjarlógini vóru játtaðar 5,4 mió.kr. Við Ll. nr. 52/1996 varð játtanin hækkað við 1,5 mió.kr. til 6,9 mió.kr. Meirnýtslan er 883 t.kr.

        Strandfaraskip Landsins

        Á fíggjarlógini var játtanin 39,904 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 27,1 mió.kr. til 67,004 mió.kr. Sambært viðmerkingunum hevði landsstýrið fingið endaliga meting av gjaldføristørvinum hjá Strandfaraskipum Landsins, sum vegna vantandi fíggjarstýring var komin í trupulleikar. Meirnýtslan er 5,8 mió.kr.

      25. § 17 Arbeiðsmarknaður
      26. Arbeiðseftirlitið

        Á fíggjarlógini vóru 2,710 mió.kr. játtaðar. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 41 t.kr. Meirnýtslan er 168 t.kr.

        Bileftirlitið

        Sambært landsroknskapinum eru útreiðslurnar 349 t.kr., men ongin játtan er á fíggjarlóg/eykafíggjarlóg.

      27. § 30 Rentur
      28. Á fíggjarlógini vóru rentuútreiðslurnar mettar til 498 mió.kr. Sambært landsroknskapinum eru tær 407,3 mió.kr., t.v.s. 90,7 mió.kr. lægri. Harafturat eru útreiðslur av kurstapi uppá 20,3 mió.kr.

      29. § 35 Skattur og avgjøld

    Skattainntøkur

    Niðanfyristandandi talva vísir játtan á fíggjarlóg og roknskapartøl fyri skattainntøkurnar í 1996.

     

     

    (mió.kr.)

    (mió.kr.)

    (mió.kr.)

    Játtanin

    Roknskapur

    Meir-/minni

    1201

    Vanligur landsskattur

    649

    734

    85

    1184

    FAS-endurgjald

    -9

    -7,8

    1,2

    1215

    Felagsskattur

    35

    23

    -12

    1507

    Serskattur

    35

    22,6

    -12,4

    1702

    Rentuskattur

    46

    43,7

    -2,3

    1721

    Vinningsbýti

    4,3

    3,8

    -0,5

    1749

    Avgjald av kapitaleftirlønum

    3

    6,9

    3,9

    1768

    Tryggingarsambandið

    3

    0,3

    -2,7

    1507

    Skatt í smb. við partabrævasølu

    -

    0

    0

    1996

    Avskr./Innt. § 1

    -

    0,3

    0,3

    1108

    Skattur fyri 01.04.84

    -

    -0,2

    -0,2

    Samanlagt

    766,3

    826,6

    60,3

    Serskattur

    Á fíggjarlógini var inntøkan av serskatti mett til 35 mió.kr. Sambært viðmerkingunum hevði landsstýrið sett sær fyri, at Føroya Banki, sum fór at fáa eitt rættiliga stórt yvirskot, skuldi gjalda landskassanum eina upphædd, svarandi til tað, sum bankin skuldi goldið í partafelagsskatti, hevði hann ikki kunna framskrivað hallið frá 1992 og 1993. Enn bar ikki til at siga, hvussu hetta gjald fór at verða skipað. Landsstýrið fór tí at taka málið upp við Fíggingargrunnin frá 1992.

    Sambært landsroknskapin eru 22,6 mió.kr. komnar inn í serskatti, t.v.s. 12,4 mió.kr. minni enn mett á fíggjarlógini.

    Tryggingarsambandið

    Á fíggjarlógini var avgjald frá Tryggingarsambandinum sett til 3 mió.kr. Sambært landsroknskapinum eru 286 t.kr. komnar inn í avgjaldi. Talan er um eina regulering fyri 1993. Sambært Ll. nr. 170/1995 er Tryggingarsambandið Føroyar skattskyldugt frá 1. januar 1996.

    Avgjøld og tollur

    Niðanfyristandandi talva vísir játtan á fíggjarlóg og roknskapartøl fyri avgjalds- og tollinntøkur í 1996.

     

     

    (mió.kr.)

    (mió.kr.)

    (mió.kr.)

    Avgjøld og tollur

    Játtanin

    Roknskapur

    Meir-/minni

    2022

    Meirvirðisgjald

    555

    599,1

    44,1

    2017

    Punktavgjøld

    144

    144

    0

    2017

    Tollavgjøld

    16

    17,9

    1,9

    2055

    Fíggjarognaravgjald

    23

    20,7

    -2,3

    2069

    Lønarhæddaravgjald

    12

    8,1

    -3,9

    2041

    Brennioljuavgjald

    60

    66,2

    6,2

    2708

    Framleiðsluavgjald

    13,5

    14,6

    1,1

    2713

    Skrásetingargjald

    30

    61,2

    31,2

    2801

    Vegskattur

    26

    28,8

    2,8

    2993

    Avskr./Innt. § 2

    -

    -1,7

    -1,7

    2853

    Ferðaavgjald

    5

    7,4

    2,4

    Samanlagt

    884,5

    966,3

    81,8

    Ymisk gjøld

     

    (t.kr.)

    (t.kr.)

    (t.kr.)

    Ymisk gjøld

    Játtanin

    Roknskapur

    Meir-/minni

    3102

    Loyvisgjøld

    100

    42

    -58

    3204

    Arvagjøld

    9.000

    2.360

    -6.640,00

    3256

    Lestagjald

    100

    238

    138

    3261

    Umhvørvisgjald á smyrjolju

    1.500

    2.165

    665

    3636

    Seismiskar kanningar

    3.000

    2.303

    -697

    3501

    Bøtur

    1.000

    1.042

    42

    3135

    Skeinkiloyvi

    -

    20

    20

    3306

    Navnaprógv

    -

    11

    11

    3311

    Løggilding av el-innleggjarum

    -

    64

    64

    3603

    Føroysk Altjóða Skipaskrá

    -

    93

    93

    3617

    Tjóðskaparbræv

    -

    5

    5

    Samanlagt

    14.700

    8.343

    -6.357

    Í landsroknskapinum eru smærri inntøkur/avgjøld undir "Ymisk gjøld" har ongin játtan er á fíggjarlóg/eykafíggjarlóg.

    Avgjøld av spæli

    (t.kr.)

    (t.kr.)

    (t.kr.)

    Avgjøld av spæli

    Játtanin

    Roknskapur

    Meir-/minni

    4011

    Happadrátturin (10% vinningur)

    -

    392

    392

    4058

    Burturlutingargjøld

    200

    125

    -75

    4096

    Gjøld av øðrum vinningum

    500

    443

    -57

    Samanlagt

    700

    960

    260

    Sambært landsroknskapinum er ein inntøka frá happadrátti uppá 392 t.kr., men ongin játtanin er á fíggjarlóg/eykafíggjarlóg.

  3. Landsroknskapurin 1995
    1. Viðgerð av fíggjarlóg og eykajáttanarlógum
    2. Nýtt landsstýri varð valt 15. september 1994. Landsstýrið, sum sat frammanundan, legði fram uppskot til fíggjarlóg fyri 1995 seinast í august mánað. Hetta uppskot, sum vísti eitt hall upp á 308 mió.kr., hevði av góðum grundum ikki fingið nakra politiska viðgerð, men varð lagt fram, sum fyriskrivað var í stýrisskipanarlógini.

      Nýggja landsstýrið valdi at leggja fram nýtt uppskot til fíggjarlóg 2. desember 1994, vísandi til at broytingarnar í mun til tað fyrra vóru so nógvar. Um orsøkina til, at uppskotið varð lagt fram so seint, var sagt, at landsstýrið fyrst vildi hava samráðingarnar við donsku ríkisstjórnina frá hondini. Á fundi við ríkisstjórnina 17. november 1994 var semja gjørd um, at hallið í 1995 ikki skuldi vera størri enn 220 mió.kr., og at hallið skuldi vera burtur í 1998.

      Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið fyri 1995, sum varð lagt fram tann 8. desember 1995, vísti landsstýrið á, at fíggjarárið 1995 væntandi fór at roynast munandi betur enn væntað. Tá fíggjarlógin varð samtykt, var mett, at hallið fór at vera 209 mió.kr. Sambært eykafíggjarlógaruppskotinum varð hallið í 1995 bert slakar 88 mió.kr. Størstu broytingarnar vóru í landsskattinum og meirvirðisgjaldinum, ið góvu munandi meirinntøkur, meðan útreiðslur til ávísar almannaveitingar vórðu nakað lægri.

      Landsstýrið vísti eisini á, at rakstrarútreiðslurnar vóru 10 mió.kr. hægri á eykafíggjarlógaruppskotinum, enn mett var í fíggjarlógini, tí at tað tíanverri enn vóru stovnar, sum ikki tóku fíggjarlógarstýringina í nóg stórum álvara. Sum dømi vóru nevnd Strandfaraskip Landsins, Postverkið, Føroya Studentaskúli, Matrikulstovan og Serforsorgin. Av stuðulsjáttanunum, sum eisini høvdu trupulleikar at leggja ætlan, vórðu nevnd Inntøkutrygd hjá fiskimonnum, Íløgustuðulin og Stuðul til nýggjar vinnur. Hinvegin var víst á, at teir almennu stovnarnir í høvuðsheitum hildu játtanina, og at meirútreiðslan hóast alt var minni enn 0,4 %.

      Í álitinum til eykafíggjarlógaruppskotið dagfest 18. desember 1995 vísti fíggjarnevndin á, at sambært stýrisskipanarlógini skal uppskot um eykafíggjarlóg leggjast fram áðrenn 1. desember og vera endaliga samtykt áðrenn 31. desember. Nevndin átalaði, at stýrisskipanarlógin ikki var hildin, tá landsstýrið ikki hevði lagt málið fram fyrr enn 8. desember.

    3. Frávik ímillum játtan og roknskap
    4. Niðanfyri verður víst á stovnar/rakstrarstøð, har talan er um meirnýtslu.

      1. § 11 Landsfyrisiting
      2. Matrikulering og útskifting

        Á fíggjarlógini vóru játtaðar 4.240 t.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 911 t.kr. til 5.151 t.kr. Í álitinum átalaði fíggjarnevndin, at ikki varð søkt um eykajáttan í árinum. Sambært landsroknskapinum eru 5.149 t.kr. nýttar.

        Umboðan

        Á fíggjarlógini vóru 800 t.kr. játtaðar. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 450 t.kr. til 1.250 t.kr., orsakað av drotningavitjanini. Meirnýtslan er 187 t.kr.

        Landsstýrinum at ráða yvir

        Á fíggjarlógini vóru játtaðar 1,5 mió.kr. til landsstýrið at ráða yvir. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 1 mió.kr. til 2,5 mió.kr. Sambært viðmerkingunum stuðlaði landsstýrið og løgtingið innsavnan í sambandi við vanlukkurnar í Suðavík og Flateyri við 300 t.kr. til hvørja, og 400 t.kr. vóru serliga nýttar í sambandi við marknaðtrætuna við Bretland. Meirnýtslan er 319 t.kr.

      3. § 12 Heilsumál
      4. Sjúkrakassar

        Á fíggjarlógini var játtanin 16 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 800 t.kr. til 16,8 mió.kr. Sambært viðmerkingunum hevði fíggjarnevndin givið sjúkrakassunum loyvi til, við gildi frá 1. januar 1993, at hækka C-limagjaldið. Av tí at kunngerðin ikki var lýst, høvdu Sjúkrakassarnir ikki fingið kravt tað hækkaða gjaldið inn, og hetta hevði kostað sjúkrakassunum umleið 2,7 mió.kr. Hækkaða C-limagjaldið var lýst í kunngerð galdandi frá 1. januar 1995.

        Í álitinum átalaði fíggjarnevndin, at kunngerðin av umsitingarligari líkasælu var lýst tvey ár ov seint.

        Hvíldarheimið Naina

        Á fíggjarlógini vóru 1.400 t.kr. játtaðar til Hvíldarheimið Naina. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 775 t.kr. til 2.175 t.kr. Sambært viðmerkingunum varð landsstýrið í 1994 varugt við, at "Naina" hevði fingið ov nógvan pening. Sambært Ll. nr. 18/1964 kann raksturin av hvíldarheiminum í prinsippinum ikki geva avlop. Rakstraravlopið stóðst av eini misskiljing millum Føroya Landsstýri og Føroya Gjaldstovu. Bæði landsstýrið og kommunurnar høvdu goldið ov nógv. Kommunurnar fingu sína upphædd góðskrivaða. Ein part av innistandandi peninginum hevði Hvíldarheimið nýtt til umbygging. Landsstýrið varð kunnað um umbyggingina so við og við, í sambandi við uppskot til fíggjarætlanir, men hevði ikki formliga góðkent hana. Einki stendur í viðmerkingunum, hvat eykajáttanin skuldi nýtast til.

        Í álitinum til eykafíggjarlógaruppskotið átalar fíggjarnevndin, at viðurskiftini viðvíkjandi umbyggingini ikki vóru fingin í rættlag.

      5. § 13 Samferðsla og samskifti
      6. Strandfaraskip Landsins

        Á fíggjarlógini var játtanin 46 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 4.001 t.kr. til 50,001 mió.kr. Sambært viðmerkingunum hevði strandferðslan eina meirnýtslu uppá 3.798 t.kr. í 1995, av tí at Teistin á heysti 1995 breyt ein høvuðsmotor. Eisini hevði Strandferðslan økt tænastustøðið fyrr um árið við nýggjari ferðaætlan, men hóast tað, so vóru inntøkurnar av ferðaseðlasøluni innlendis stagneraðar. Meirnýtslan er 4,507 mió.kr.

        Rakstur av veganeti

        Á fíggjarlógini vóru játtaðar 22 mió.kr. Meirnýtsla er 5,36 mió.kr.

        Fyritøkur og útgerð hjá landsverkfrøðinginum

        Á fíggjarlógini vóru játtaðar 22 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin lækkað við 406 t.kr. til 21,594 mió.kr. Vit hava víst á, at játtanin á fíggjarlógaruppskoti landsstýrisins var bólkað øðrvísi enn útgreiningarnar frá landsverkfrøðinginum, og harafturat meira og minni heppið býtt upp í rakstur, viðlíkahald og íløgur. Eisini var kommunanna partur uppá 9 mió.kr. drigin frá á teimum ymsu rakstrarstøðunum. Úrslitið er, at samanhangurin millum fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum og upprunaligu fylgiskjølini frá landsverkfrøðinginum er burtur. Meirnýtslu er 4,354 mió.kr.

        Nýggir vegir og brýr, breiðkan av brúm, størri ábøtur v.m.

        Á fíggjarlógini vóru játtaðar 13,5 mió.kr. Minninýtslan er 10,12 mió.kr.

        Havnagerð

        Á fíggjarlógini vóru játtaðar 15 mió.kr. Meirnýtslan er 1,77 mió.kr.

      7. § 14 Útbúgving og gransking
      8. Skúlabarnaflutningur

        Á fíggjarlógini var játtanin 1,5 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 743 t.kr. til 2,243 mió.kr. Í viðmerkingunum varð víst á, at landsskúlaráðið á fundi 12. mai 1993 hevði gjørt av at lækka stuðulin til skúlabarnaflutning úr 50% niður á 30% í skúlaárinum 1992/1993. Avgerðin var løgfrøðiliga skeiv, tí eftir lógini skulu útreiðslurnar býtast helvt um helvt millum landskassan og kommunurnar. Landsstýrið gav Føroya Kommunufelag viðhald í kæruni, og stuðulin varð ikki lækkaður. Meirnýtsla er 83 t.kr.

        Klaksvíkar HF-skeið

        Á fíggjarlógini vóru 1,55 mió.kr. játtaðar. Sambært viðmerkingunum skuldi HF-skeiðið í Klaksvík flytast á Kamsdal frá 1. august 1995. Hetta merkti, at ongir nýggir næmingar fóru at verða tiknir inn í Klaksvík í 1995.

        Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 522 t.kr. til 2,072 mió.kr. Sambært viðmerkingunum hevði løgtingið samtykt, at ongir skúlar skuldu flytast í fíggjarárinum. Fíggjartørvurin var tískil 550 t.kr. afturat. Skúlin hevði fingið eina eykajáttan til endamálið í fíggjarárinum.

        Føroya Studentaskúli og HF skeið

        Á fíggjarlógini var játtanin 21,124 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin hækkað við 1.372 t.kr. til 22,496 mió.kr. Sambært viðmerkingunum hildu fyritreytirnar ikki, og skúlin hevði sum heild undirmett útreiðslurnar. Meirnýtslan er 362 t.kr.

        Eftirútbúgving og skeið

        Á fíggjarlógini var játtanin 850 t.kr. Meirnýtslan er 130 t.kr.

        Burðarfarloyvi

        Á fíggjarlógini var játtanin 400 t.kr. Meirnýtslan er 120 t.kr.

      9. § 16 Fiskivinna, sigling o.t.
      10. Lønjavningargrunnurin

        Í mong ár hevur Lønjavningargrunnurin umsitið fleiri av studningsskipanunum til fiskivinnuna. Lønjavningargrunnurin hevur roknað veitingarnar út, goldið tær út, og bóka tær í egnari bókhaldsskipan. Gjaldstovan hevur mánaðarliga flutt grunninum játtanina á fíggjarlógini. Ein trupulleiki hevur verið, at roknskapurin hjá Lønjavningargrunninum, ið hevur víst veruligu útreiðslurnar, ikki er samansjóðaður við landsroknskapin. Landsroknskapurin hevur víst ta upphædd, sum gjaldstovan hevur flutt Lønjavningargrunninum. Landsroknskapurin hevur sostatt í áravís ikki víst røttu myndina av nýtsluni.

        Niðanfyristandandi talva vísir játtanirnar, sum Lønjavningargrunnurin hevur umsitið í 1995, hvussu nógv er játtað í mun til roknskapartølini, ávikavist í landsroknskapinum og í roknskapinum hjá Lønjavningargrunninum.

        (mió.kr.)

        Lands

        RSK

        Játtan

        RSK

        Munur

        Lønj.gr.

        Munur

        Lønjavningargrunnurin, umsiting

        2,0

        2,0

        0,0

        3,1

        1,1

        Íløgustuðul

        68,0

        68,0

        0,0

        66,6

        -1,4

        Inntøkutrygd (íroknað sjúkratrygd)

        102,0

        102,0

        0,0

        106,0

        4,0

        172,0

        172,0

        0,0

        175,7

        3,7

        1. talrað vísir játtanina, sum Lønjavningargrunnurin hevur umsitið. Sambært landsroknskapinum er nýtslan samanlagt 172 mió.kr. og alla játtanir samsvara við nýtsluna.

        Í 4. talraði eru roknskapartølini sambært roknskapinum hjá Lønjavningargrunninum, sum vísa eina nýtslu uppá 175,7 mió.kr., og í 5. talrað sæst, at talan er um eina meirnýtslu uppá 3,7 mió.kr., netto. Munurin ger seg serliga galdandi fyri inntøkutrygdina, sum vísir eina meirnýtslu uppá 4 mió.kr. Umsitingarútreiðslurnar eru 1,1 mió.kr. hægri enn játtanin, meðan íløgustuðulin er 1,4 mió. lægri enn játtanin.

        Magnus Heinason

        Á fíggjarlógini var játtanin til 6.241 t.kr. Meirnýtslan er 740 t.kr.

        "Lóg nr. 26 um sjúkur hjá fiski og s."

        Á eykafíggjarlógini vórðu 1.773 t.kr. játtaðar. Sambært viðmerkingunum var furunkulosa staðfest 19. august 1991 á einari smoltstøð á vøtnunum í Vestmanna. Landsdjóralæknin gav boð um, at allur fiskur varð tikin, og støðin tikin upp, vaskað og turrløgd. Landsdjóralæknin metti ikki, at útgerðin á tryggjandi hátt kundi sóttreinsast, og tí varð gjørt av at brenna hana. Smoltstøðin sendi endurgjaldskrav til landsstýrið, og semja varð gjørd um, at landsstýrið endurrindaði støðini eina upphædd uppá 1.735 t.kr., umframt 35.500 kr. til advokathjálp. Ongin peningur er nýttur.

        Tiltøk fyri alivinnuna

        Á fíggjarlógini var játtanin 25 mió.kr. Meirnýtslan er 1,79 mió.kr.

      11. § 18 Vinnulív og arbeiðsmarknaður annars
      12. Bileftirlitið

        Sambært landsroknskapinum er ein útreiðsla til Bileftirlitið uppá 8.726 kr. Ongin játtan er á fíggjarlóg/eykafíggjarlóg.

      13. § 19 Almannamál
      14. Forskotsrindan av barnapeningi

        Á fíggjarlógini var játtanin 2.056 t.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin lækkað við 1 mió.kr. til 1.056 t.kr. Í landsroknskapinum og á fíggjarlógini er talan um nettotøl. Útreiðslan til forskotsrindan av barnapeningi var 7.380 t.kr., og afturrindan av barnapeningi var 5.583 t.kr. Meirnýtslu er 741 t.kr.

        Vanlig forsorg

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 40,6 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin lækkað við 2,5 mió.kr. til 38,1 mió.kr. Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið varð upplýst, at rakstrarstaðið var býtt í tvey, so skilt varð ímillum "vanliga forsorg" og "forsorg vegna arbeiðsloysi". Meirnýtslan er 3,3 mió.kr.

        Forsorg vegna arbeiðsloysi

        Á fíggjarlógini varð útreiðslan mett til 35 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin lækkað við 16,3 mió.kr. til 18,7 mió.kr. Meirnýtslan er 1,7 mió.kr.

        Barnaforsorg

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 13,7 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð metingin hækkað við 6,5 mió.kr. til 20,2 mió.kr. Í viðmerkingunum vísti landsstýrið á, at barnaforsorgarlógin áleggur hvørjari kommunu at seta eina barnaverndarnevnd, sum hevur til uppgávu at útinna almenna barnavernd. Sambært K. nr. 6/1995 um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt, taka kommunurnar allar útreiðslur viðvíkjandi fríplássum o.ø. við í uppgerðina, sum tær senda Almannastovuni um endurgjald fyri fíggjarárið. Uppgerðirnar eru ofta Almannastovuni so seint í hendi, at bókingar á avvarandi fíggjarári eru endaðar, og periodiseringin í landskassaroknskapinum hevur tískil í áravís verið skeiv.

        Framyvir vildi Almannastovan krevja, at endurgjaldsuppgerðin frá kommununum kom Almannastovuni í hendi í so góðari tíð, at útreiðslan varð bókað á tað fíggjarár, tá hon var goldin. Fyri fíggjarárið 1995 merkti hetta, at útreiðslurnar viðvíkjandi fríplássum o.ø. í ein ávísan mun tvífaldaðust, men frá fíggjarárinum 1996 skuldu tær bókaðu útreiðslurnar í landsroknskapinum verið tær veruligu útreiðslurnar í fíggjarárinum. Útreiðslan er lógarbundin.

        Dagpeningaskipanin

        Á fíggjarlógini var útreiðslan mett til 32 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð játtanin lækkað við 2,1 mió.kr. til 29,9 mió.kr. Meirnýtslu er 1,3 mió.kr.

      15. § 22 Rentuútreiðslur
      16. Rentur

        Á fíggjarlógini vóru rentuútreiðslur mettar til 472 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð metingin lækkað við 37 mió.kr. til 434,9 mió.kr. Sambært landsroknskapinum eru rentuútreiðslurnar 444,6 mió.kr., t.v.s. 9,6 mió.kr. hægri enn mett á eykafíggjarlógini. Gjald til Landsbankan uppá 6,3 mió.kr. er íroknað rentuútreiðslunum.

        Kurstap

        Á fíggjarlógini var kurstap mett til 10 mió.kr. Á eykafíggjarlógini varð metingin hækkað við 17 mió.kr. til 27 mió.kr. Sambært landsroknskapinum er kurstapið 21 mió.kr., t.v.s. 6 mió.kr. lægri enn ásett á eykafíggjarlógini.

      17. Gjaldførisætlan
      18. Húsalánsgrunnurin

        Á fíggjarlógini, undir gjaldførisætlanini, var eitt lán til Húsalánsgrunnin uppá 50 mió.kr. Sambært viðmerkingunum hevði grunnurin seinastu árini gjørt stórar burturleggingar ímóti møguligum tapi. Við árslok 1993 hevði grunnurin eina eginogn uppá 87 mió.kr. Landskassin hevði í 1994 veitt grunninum 25 mió.kr., soleiðis at eginognin nú var 112 mió.kr. Grunnurin skuldi í 1995 gjalda munandi aftur av skuld, og landsstýrið helt tað tí vera neyðugt, at veita grunninum lán upp til 50 mió.kr., so hann kundi svara afturgjaldsskyldum sínum komandi ár.

        Sambært gjaldførisroknskapinum í landsroknskapinum eru 50 mió.kr. goldnar Húsalánsgrunninum.

        Framtaksgrunnurin

        Sambært landsroknskapinum eru 99 mió.kr. veittar sum lán til Framtaksgrunnin. Ongin játtan er á fíggjarlóg/eykafíggjarlóg.

        Arbeiðsloysisskipanin

        Á eykafíggjarlógini vóru 70 mió.kr. játtaðar sum lán til ALS. Sambært landsroknskapinum er einki nýtt av hesi játtan.

        Stuðulslán

        Sambært landsroknskapinum eru 630 t.kr. veittar sum stuðulslán. Ongin játtan er á fíggjarlóg/eykafíggjarlóg.

      19. § 1 Inntøkuskattur
      20. Niðanfyristandandi talva vísir játtan á fíggjarlóg og roknskapartøl fyri inntøkuskattir í 1995.

         

         

        (mió.kr.)

        (mió.kr.)

        (mió.kr.)

        § 1 Inntøkuskattir

        Játtanin

        Roknskapur

        Meir-/minni

        1201

        Vanligur landsskattur

        775

        773,7

        -1,3

        1184

        FAS-endurgjald

        -8

        -9,4

        -1,4

        1215

        Felagsskattur

        37

        22

        -15

        1702

        Rentuskattur

        53

        76,3

        23,3

        1721

        Vinningsbýti

        7

        20,3

        13,3

        1749

        Avgjald av kapitaleftirlønum

        6

        4,6

        -1,4

        1768

        Tryggingarsambandið

        3

        9,9

        6,9

        1507

        40% Skattur

        -

        0

        0

        1507

        Skatt í smb. við partabrævasølu

        -

        0,8

        0,8

        1113

        Skattur av afturv. Avskrivingum

        -

        0

        0

        1108

        Skattur fyri 01.04.84

        -

        -0,4

        -0,4

        Samanlagt

        873

        897,8

        24,8

        Tryggingarsambandið

        Á fíggjarlógini/eykafíggjarlógini var avgjald frá Tryggingarsambandinum mett til 3 mió.kr. Sambært landsroknskapinum eru 9,9 mió.kr. komnar inn í avgjaldi. Av hesum eru 5,6 mió.kr. avgjald fyri 1994 og restin er rentutilskriving og regulering av acontogjøldum fyri árini 1986-1993. Avgjaldið fyri 1995 uppá 2,9 mió.kr. er feilbókað undir § 9 "Vinnulánsgrunnum". Við Ll. nr. 170/1995 um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt er Tryggingarsambandið Føroyar frá 1. januar 1996 vorðið skattskyldugt.

      21. § 2 Toll-, nýtslu- og framleiðslugjøld
      22. Niðanfyristandandi talva vísir játtan á fíggjarlóg og roknskapartøl fyri toll-, nýtslu og framleiðslugjøld í 1995.

        1995

        (mió.kr.)

        (mió.kr.)

        (mió.kr.)

        2022

        Meirvirðisgjøld

        524,9

        528,3

        3,4

        2017

        Punktgjøld

        135,0

        149,0

        14,0

        2017

        Tollgjøld

        15,0

        15,5

        0,5

        2055

        Fíggjarognaravgjald

        29,6

        37,3

        7,7

        2069

        Lønarhæddaravgjald

        13,0

        8,4

        -4,6

        2041

        Brennioljugjald

        68,0

        74,2

        6,2

        2708

        Framleiðslugjøld

        14,0

        14,1

        0,1

        2713

        Skrásetingargjald

        37,0

        40,7

        3,7

        2801

        Vegskattur

        28,5

        28,4

        -0,1

        2853

        Ferðaavgjald

        6,0

        6,5

        0,5

        2993

        Avskrivingar/innt.á §2 (DEMM)

        -

        -4,4

        -4,4

        Samanlagt

        871,0

        898,0

        27,0

         

        Í landsroknskapinum eru smærri inntøkur/avgjøld undir § 3, har ongin játtan er á fíggjarlóg/eykafíggjarlóg.

      23. § 3 Onnur gjøld
      24. 1995

        (t.kr.)

        (t.kr.)

        (t.kr.)

        § 3 Onnur gjøld

        Játtanin

        Roknskapur

        Meir-/minni

        3102

        Loyvisgjøld

        100

        49

        -51

        3204

        Arvagjøld

        2.500

        2.199

        -301

        3256

        Lestagjald

        150

        166

        16

        3261

        Umhvørvisgjøld á smyrjiolju

        1.500

        1.589

        89

        3636

        Søla av seismiskum kanningarúrslitum

        1.000

        368

        -632

        3501

        Bøtur

        1.000

        1.266

        266

        3306

        Navnaprógv

        -

        7

        7

        3311

        Løggilding av el-innleggjarum

        -

        59

        59

        3603

        Føroysk Altjóða Skipaskrá

        -

        10

        10

        Samanlagt

        6.250

        5.713

        -537

         

        Í landsroknskapinum eru smærri inntøkur/avgjøld undir § 3, har ongin játtan er á fíggjarlóg/eykafíggjarlóg.

      25. Inntøkur frá spæli
      26. Sambært landsroknskapinum er ein inntøka frá happadrátti uppá 392 t.kr., men játtanin á fíggjarlóg/eykafíggjarlóg er sett til 0 kr.

        (t.kr.)

        (t.kr.)

        (t.kr.)

        § 4 Inntøkur frá spæli

        Játtanin

        Roknskapur

        Meir-/minni

        4011

        Avlop av Happadrátti

        -

        392

        392

        4058

        Burturlutingargjald

        100

        126

        26

        4096

        Gjøld av øðrum vinningum

        350

        442

        92

        Samanlagt

        450

        960

        510

         

      27. § 5 Rentuinntøkur
      28. Inntøkan av rentum var mett til 35 mió.kr. Sambært landsroknskapinum eru 52,1 mió.kr. komnar inn sum rentuinntøkur, t.v.s. 17,1 mió.kr. meira enn mett á fíggjarlóg/eykafíggjarlóg.

      29. § 6 Landsfyritøkur
      30. Á fíggjarlógini var avlopið frá Rúsdrekkasølu Landsins mett til 12,5 mió.kr. Sambært landsroknskapinum hevur Rúsdrekkasølan rindað 12,6 mió.kr. í landskassan. Sambært ársroknskapinum hjá Rúsdrekkasøluni er talan um 12 mió.kr. Munurin er, at avlopið í landsroknskapinum er eitt acontogjald.

        Á fíggjarlógini var mett, at Landsbanki Føroya fór at rinda 1 mió.kr. í landskassan sum avlop. Sambært landsroknskapinum hevur landsbankin rindað 1,8 mió.kr.

      31. § 9 Ymsar inntøkur

Í landsroknskapinum undir § 9 er ein inntøka frá Vinnulánsgrunninum uppá 2.947 t.kr. Ongin játtan er. Sum áður víst á, er her talan um avgjaldið frá Tryggingarsambandinum fyri 1995.