Roknskapur - Íleggingargrunnurin fyri Føroyar 1998

 

53-4  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapi fyri Íleggingargrunnin fyri Føroyar fyri fíggjarárið 1998

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 2000, 15. februar, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar  

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar fyri fíggjarárið 1998.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Lógargrundarlagið undir Íleggingargrunninum er »Lov nr. 28« frá 29. januar 1964 »om en investeringsfond for Færøerne m.v.«, sum broytt við »Lov nr. 217« frá 27. maj 1970, »Lov nr. 153« frá 31. mars 1976 og »Lov nr. 566« frá 16. november 1977.

Við lógarbroytingini í 1976 fekk heimastýrið heimild at áseta nærri reglur fyri virki grunsins. Á landsstýrisfundi tann 1. desember 1978 samtykti landsstýrið reglugerð um stýrið fyri og virksemið hjá grunninum. Tann 13. oktober 1992 samtykti landsstýrið at broyta reglugerðina, og varð hendan lýst við kunngerð nr. 148 frá 20. oktober 1992 um virksemið hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar. Landsstýrið hevur síðani við kunngerð nr. 119 frá 23. oktober 1996 lýst nýggjar reglur um virksemið hjá grunninum. Landsstýrið velur nú allar 5 stýrislimirnar. Frammanundan valdi løgtingið 2 av stýrislimunum.

2. Endamál:

Sambært § 3, stk. 1, í »Lov nr. 28« frá 29. januar 1964 við seinni broytingum er endamál grunsins at veita lán til størri almennar íløgur, ið verða mettar at vera neyðugar til menning av vinnulívinum, og har nóg mikið av fígging ikki kann útvegast á annan hátt. Eisini kann grunnurin, sambært § 3, stk. 2, av teimum rentum og avdráttum, ið eru afturgoldin, veita lán til vinnurekandi og vinnufelagsskapir, sum verða hildnir at virka til frama fyri vinnulívið sum heild, í tann mun fígging ikki fæst frá øðrum.

Sambært § 5 í kunngerðini um virksemið hjá grunninum skulu lán einamest veitast til almennar íleggingar, sum út frá einum samfelagsligum heildarsjónarmiði gagna framtøkumøguleikum hjá føroyska samfelagnum. Harumframt kunnu veitast lán til stovnar ella grunnar, sum veita lán ella annan stuðul til privatar, almennar ella hálvalmennar vinnufyritøkur og fíggjarstovnar.

3. Fíggjarviðurskifti:

Sambært § 8 í kunngerðini verður bókhald grunsins umsitið av Føroya Gjaldstovu, og rentur og avdrøg av veittum lánum skulu rindast gjaldstovuni.

Sambært kunngerðini skal roknskapur grunsins grannskoðast av løggildum grannskoðara, og skal grannskoðaði roknskapurin sendast landsstýrinum til góðkenningar og forsætismálaráðnum til kunningar.

4. Yvirlit yvir rakstur 1994-98:

Til tess at kunna løgtingið um ta fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapunum fyri 1998, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1994-1997 tikin við.

wpe6.gif (4840 bytes)

1) Í 1991 setti grunnurin 70 mió.kr. av ímóti tapi av lánum til Ídnaðargrunnin, sum tá var í fíggjarligum trupulleikum. Henda avseting varð afturførd í 1995 og 1996, og Ídnaðargrunnurin hevur síðani goldið lánini aftur.

5. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1994-1998:

Restskuldin á lánum ultimo 1998, kunnu útgreinast soleiðis:

 6. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapin og grannskoðanarprotokollina til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá grunninum.

7. Viðmerkingar:

Vísandi til løgtingsmál nr. 16/4 1998 samtykti løgtingið uppskot til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum um at góðkenna roknskapirnar hjá Íleggingargrunninum við m.a. niðanfyristandandi viðmerkingum:

"Talan er um ein sera múgvandi almennan grunn, sum hevur eina eginogn uppá umleið 600 mió. kr. Sum er, liggur grunnurin uttanfyri fíggjarlóg og landsroknskap, og løgtingsgrannskoðararnir meta ikki, tað er rætt, at ein nevnd einsamøll kann disponera yvir hesum stóra almenna kapitali. Vandi er fyri, at stór lán úr hesum grunni kunnu avlaga virksemið í landinum, um hesi lán verða veitt uttan fyrilit fyri teim fíggjarligu karmunum, løgtingið leggur við árligu fíggjarlógunum.

Løgtingsgrannskoðararnir meta, at viðurskiftini í Føroyum eru sera nógv broytt, síðani grunnurin upprunaliga varð settur á stovn við lóg í 1964 og síðani lógarbroytingina í 1976, og løgtingsgrannskoðararnir heita tí á landsstýrismannin um sum skjótast at endurskoða lógargrundarlag, endamál, leiðsluvirðurskifti, umframt tilknýti til fíggjarlóg og landsroknskap."

Við skrivi dagfest 19. mei 1999 heittu løgtingsgrannskoðararnir á landsstýrismannin um at boða frá, hvørji tiltøk hann hevði sett í verk hesum viðvíkjandi.

Í skrivi dagfest 6. juli 1999 boðaði landsstýrismaðurin frá, at ongi tiltøk tá vóru sett í verk, men at hann stórt sæð var samdur í teim sjónarmiðum, løgtingsgrannskoðararnir høvdu ført fram, og landsstýrismaðurin upplýsti, at hann fór at taka málið uppaftur beint eftir summarfrítíðina. 

Við skrivi dagfest 17. november 1999 heittu løgtingsgrannskoðararnir á landsstýrismannin um at boða frá, hvat síðani er hent í hesum máli, og í skrivi dagfest 2. februar 2000 boðaði landsstýrismaðurin frá, at fólk nú er sett at gera neyðuga útgreiningararbeiðið. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at arbeiðið ongan veg er komið, og heitt verður á landsstýrismannin um at fáa arbeiðið frá hondini, so Løgtingið kann taka støðu til møguligar ivaspurningar fyrst í komandi tingsetu.

1. viðgerð 17. februar 2000. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 23. februar 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 21-1-0. Málið avgreitt.