Vatnið í sumbiarbergholinum

 

55  Uppskot til  løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum

Skjal 1

 

Advokatskrivstovan Fr.Petersensgøta

Tórshavn, tann 27-08.1992
J.nr. 920642 kj

Harra Henning Jacobsen, landsverkfrøðingur
Postboks 72
110 Tórshavn

Viðvíkjandi vatni í Sumbiarbergholinum

Nú mugu tit halda okkum tilgóðar, at tað vardi so leingi, áðrenn tit frættu. aftur frá okkum um omanfyri nevnda spurning, men kemst hetta av ymiskum óhepnum urnstøðum. Tað eydnaðist ikki at kanna málið nóg gjølla fyri summarfrifflina, og so gjørdist einki, fyrrenn eftir at frítíðin var av.

Spurningur tykkara er hesin:

Hvør eigur tað vatn, ið rennur í Sumbiarbergholinum, og hvør hevur hemild. at geva loyvi til nýtslu av vatninum.

Spurningurin er ikki heilt lættur at geva endaligt og eintýtt svar uppá, men niðanfyri skulu vit greina spurningin, so frætt sum verandi lóggáva og aðrar rættarkeldur loyva.

Taðkann tó beinanvegin sigast, at lógin, ið tit nevndu í samband við fyrispurningin, nevniliga lóg nr. 181 frá 8. mai 1950 "om efterforskning og indvinding af råstoffer i Kongeriget Danmarks undergrund" ikki er galdandi á hesurn øki, longu av teirri grund, at vatn ikki kann metast at vera ráevni í lógarinnar merking.

Reglurnar um rættin at nýta omanávatn finnast í 1óg nr. 169 frá 18. mai 1937 "om benyttelse af indsøer og vandløb".

Sambært hesi lóg grein 1 verður ásett, at har ikki annað er galdandi sambært lóg ella siðvenju "h ar grundejeren som sådan rådighed over det vand, der findes i indsø, á eller mindre vandløb indenfor ejendommens grænser".

Lógin. hevur síðan gjøllari reglur um, hvat galdandi er, tá vatn ella á liggur á ella rennur yvir fleiri ymiskar ognir.

Tab er sostatt eingin ivi um, at "ognarrætturin" til omanávatn liggur hjá grundeigaranum.

Spurningurin er nú, hvussu langt niður gongur hesin "ognarrættur" grundeigarans, og hesin spurningur kann ikki verða svaraður uttan við ávísum fyrivarni.

Dómar finnast okkum kunnugt eingir um spurningin, og av teimum rættarlærdu, sum hava skrivað um evnið, tykir mær bert tveir at geva ávisa vegleiðing, nevniliga Vinding Kruse, professari, sum í Ognarrætti sínum skrivar: "Ligeså lidt har grundejeren nogen ret til hele jorden under ham lige til jordens centrum. Han har også her kun ret til jorden så langt ned, som ejendomsrettens hidtil kendte, sædvanlige formål kræver"

Hetta 1jóðar kanska ikki serliga greitt, og er tað væl heldur ikki, men helst kann tann niðurstøða fáast burturúr, at ognarrætturin til aðrar ognir, ikki gongur longur niður enn vanligt hevur verið at brúka ognirnar.

Tab hevur sínar serligu grundir, at ávisar reglur eru settar um ráevni í undirgrundini í omanfyri nevndu 1óg, sum reiðiliga, gjølla tekur støðu til rættin at útvinna ráevni í undirgrundini. Nevnast kann í hesum sambandi, at tá fyrsta. lógin av hesum slag var til viðgerðar á danska ríkisdegnum í 1932, var stórt orðaskifti um, hvør veruliga átti rættin til hesi ráevni, og vóru tað nógvir, ið førdu fram, at ognarrætturin til ráevni í undirgrundini lá hjá teimum, sum áttu lendið omaná.

Somu sjónarmið vóru førd fram á løgtingi, tá 1932-lógin var til viðgerðar seinast í tríati-árunum í samband við, at lógin skuldi setast í gildi fyri Føroyar.

Tann næsti, sum hevur skrivað um spurningin, er ein normaður, Thor Falkanger, sum í bók síni "Tingsretlige Arbejder" frá 1987 skrivar um "ejendomsrettens begrænsning nedad". Hann skrivar m.a. "Grunneierens rett omfatter naturligvis mer enn. selve overflaten .............. Kommer man tilstrekkelig dypt ned, må det imidlertid konstateres, at en rimelig eierinteresse er opphørt - hvadenten det gjelder å utnytte rommet (i form af tunneler, (sic!) lagerhaller m.v.) eller ressursene der forøvrig (mineraler, vann).

Hann sigur heldur ikki nakað beinleiðis um, hvussu langt niður ognarrætturin gongur, men í orðunum "en rimelig ejerinteresse" liggja helst somu sjónarmið, sum Vinding Kruse førir fram: Tað er eitt ávíst, ikki gjøllari ásett, mark fyri, hvussu langt niður, ognarrætturin kann gerast galdandi.

Niðurstøba okkara verður hendan:

Snúði tað seg um omanávatn, var støðan greið: Tá vóru tað jarðareigararnir, ið áttu rættin til vatnið.

Í hesum førinum. snýr tað seg um vatn, sum rennur í einum bergholi, sum landsverkfrøðingurin hevur skotið ígjøgnum, og tab er neyvan nakað, sum týðir uppá, at eigararnir høvdu farið at gjørt tílík ella onnur tiltøk at útnytta hetta vatn.

Haldast má helst eisini, at vatnið neyvan. hevði komið í dagsins ljós, um ikki bergholið var skotið.

Undir hesum umstøðum er neyvan stórvegis ivi um, at "ognarrætturin" til vatnið liggur hjá tí almenna, helst umboðað av landsverkfrøðinginum.

Skuldi talan verið um at givið loyvi til privatar at útvunnið vatnið, má tað tí haldast, at tað er tað almenna, ið hevur heimild at geva tílík loyvi, og at jarðareigararnir ikki kunnu seta seg imóti hesum.

Hin spurningurin: Hvør hevur rætt at leggja gjald á eitt tílíkt loyvi, er kanska. eitt sindur meira ivingasamur.

Tað er ein grundregla, at 1ógarheimild krevst fyri at tað almenna. kann leggja skattir, toll ella onnur gjøld á borgararnar.

Spurningurin er tí, um tað krevst serlig 1ógarheimild at leggja. tílíkt "framleiðslugjald" á í samband við møguliga játtan til útvinning av vatninum.

Tað er helst eingin. ivi um, at tað almenna kann leggja eitt rímuligt gjald á í samband við, at loyvið verður givið, t.d. eitt gjald, ið skal rinda allar útreiðslur, tað almenna hevur í hesum sambandi og kanska eitt sindur omaná.

Verður hinvegin talan um at leggja eitt loypandi "framleiðslugjald" á, kann tað lættari hugsast, at tað krevst serlig lógarheimild til tess.

At enda kann verða nevnt, at landsverkfrøbingurin sum kunnugt í eitt langt áramál hevur goldið fyri útvinning av gróti úr grótbrotum. Í hesum førinum. kann sigast, at landsverkfrøðingurin fyri sítt viðkomandi hevur góðkent, at "ognarrætturin" gongur ógvuliga langt niður, nevniliga so langt sum sprongt verður eftir gróti.

Skuldi tað hent, at tað almenna (landsverkfrøðingurin) gevur loyvi til privatar at útvinna vatnið í Sumbiarbergholinum, og jarðareigararnir mótmæla og møguliga leggja sak, kann væl hugsast, at teir fara at gera galdandi, at landsverkfrøðngurin við at góðkenna at rinda fyri gróttøku, hevur viðurkent, at ognarrætturin gongur so mikið langt niður, at hetta eisini má fáa týdning í Sumbiarbergholinum. Sjónarmið teirra verður tá hetta: Tá landsverkfrøðingurin í so drúgt áramál hevur góðkent, at jarðareigararnir "eiga" grótið, má hetta eisini vera galdandi fyri vatnið.

Hetta var fyribils tað, vit vóru førir fyri at siga, og um so er, at tit hava fleiri spurningar, ella okkurt tykist ógreitt, rokni eg við at frætta aftur.

Vinarlig heilsan

Halgir Winther Poulsen