Vatnið í sumbiarbergholinum

 

55  Uppskot til  løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum

Skjal 3

 

Vinnumálastýrið Vinnumáladeildin

Tórshavn, tann 15-06-99
J.nr.: 1119-3/98
Viðgjørt: GHJ

Løgmansskrivstovan
Lógardeildin
Tinganes

 

Fyrispurningur viðvíkjandi vatni í undirgrundini. 

Undir arbeiðinum við at spreingja sumbiarbergholið varð á sumri í 1988 komið inn á leyst og rivut fjall, har tað lak rættiliga nógv vatn. Fleiri áheitanir eru komnar hesi árini frá bæði kommunum og privatum, um at fáa rættin til vatnið, sum kemur úr tunlinum, men ivi hevur verið um spurningin um ognar- ella ræðisrættin til vatnið og tískil, hvør kundi veitt eitt tílíkt loyvi – jarðareigararnir ella tað almenna.

Spurningurin um rættin til vatnið í undirgrundini1 er ikki einfaldur løgfrøðiliga. Verandi lóggáva2 fevnir um rættin til omanávatn, og gevur tí ikki svar uppá spurningin um, hvør eigur ella hevur rættin til undirgrundarvatnið.

Eisini er hetta ein spurningur um, hvussu langt ognarætturin hjá jarðareigarum røkkur niðureftir

- um nakað mark yvirhøvur er. Hesin spurningur er ikki svaraður – hvørki í lóggávu, dómsverju ella løgfrøðiligari teori. Tó hava fleiri rættarlærdir ta uppfatan, at ognarrætturin hjá jarðareigarum røkkur so langt niður, sum tað higartil kenda vanliga brúkið av ognini hevur treytað3 .

Higartil er vatn ikki útvunnið úr undirgrundini í Føroyum, og í tí ítøkiliga førinum nevnt í byrjanini, snýr tað seg um vatn, sum rennur í bergholi, sum tað almenna hevur latið gjørt, og hevði vatnið neyvan komið fram, um bergholið ikki var gjørt.

Vinnumálastýrið er tí av teirri áskoðan, at rætturin til vatnið ikki er fevndur av ognarrættinum hjá eigaranum av omanfyriliggjandi haga, men at tað er tað almenna, sum eigur rættin til vatnið. Fyri at fáa eina greiða heimild til at geva privatum ella øðrum rættin til at gagnnýta hetta tilfeingið, er tað okkara meting, at tað er ráðiligast við serligari lóggávu á økinum soleiðis, at landstýrismaðurin fær eina lógarfesta heimild til at geva loyvi til at vinna vatn úr undirgrundini. Somuleiðis er ætlanin, at nevnda lóggáva skal áseta tey atlit, sum skulu takast, tá loyvi verða givin.

Vinnumálastýrið hevur ikki mett, at slíkt uppskot ger inntriv í verandi rættindi hjá jarðareigarum. 

Undir viðgerðini av hesum málið varð fyrr í ár reistur ivi, um vatnið í undirgrundini er yvirtikið málsøki. Spurnartekin var sett við:

Okkara meting av hesum spurningum er, at vatn er ráevni, og at undirgrundarvatn tískil er ráevni i undirgrundini. Soleiðis sum avtalan um yvirtøku av ráevnunum er orðað, er málsøki ráevni í undirgrundini nú yvirtikið, og harvið øll ráevni í undirgrundini, - eisini undirgrundarvatn.

Vinnumálastýrið fer á hesum grundarlagi at spyrja lógardeildina, um deildin er samd við okkara metingum av omanfyrinevndu principiellu spurningum, ella um tað møguliga eru aðrar forðingar fyri, at slík lóggáva verður gjørd.

 Vinaliga

Arne Poulsen
aðalstjóri

__________________
1 L. nr. 181 frá 8. mai 1950 om efterforskning og indvinding af råstoffer i Kongeriget Danmarks undergrund, fevnir ikki um vatn í undirgrundini.
2 L. nr. 169 frá 18. mai 1937 for Færøerne om benyttelse af indsøer og vandløb
3 Sí Erling Johannes Husabø í Tidsskrift for Rettsvitenskap 5/94 : Retten til undergrunnen