Vatnið í sumbiarbergholinum

 

55  Uppskot til  løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum

Skjal 4

 

 

Løgmansskrivstovan Løgdeildin

Tórshavn, tann 23-08-1999
J.nr.: 699-23/99
Viðgjørt: EL
Tygara skriv 1119-5/98

Vinnumálastýrið
Vinnumáladeildin
Tinganes

 

Viðvíkjandi fyrispurningi um vatn í undirgrundini.

Víst verður til skriv, dagfest 15. juni 1999, har ávísir prinsipiellir fyrispurningar verða settir Løgdeildini viðvíkjandi vatni í undirgrundini.

Løgdeildin er samd við Vinnumálastýrinum í metingini av, at avtalan við ríkisstjórnina frá 1992 um yvirtøku av ráevnunum í undirgrundini umfatar øll ráevni í undirgrundini – eisini undirgrundarvatnið.

Sum kunnugt nevnir avtalan um ráevni í undirgrundini frá 1992 als ikki, hvørji ráevni avtalan skal fevna um. Av hesum ber hinvegin til at siga, at neyvan er nakað grundarlag fyri at halda annað enn, at vatn ikki skal verða undantikið í avtaluni.

At vatn er ráevni mann neyvan nakar ivi vera um, og er spurningurin heldur, hvar ráevnið eigur at verða regulerað. Í Danmark verður vatn ikki umrøtt í lógini um ráevni í undirgrundini, men stendst hetta m.a. av, at vatn verður regulerað serskilt í lóggávu um vatnveiting v.m.

Um ein serlig lóggáva viðvíkjandi heimildini til at geva loyvi til at vinna vatn úr undirgrundini ger inntriv i verandi rættindi hjá jarðareigarum, ber ikki til at svara alment uppá.

Verandi brúk av ognini/umráðnum verður tó mett at hava stóran týdning fyri, um ein komandi lóggáva kann sigast, at gera inntriv í rættindi hjá jarðareigarum.

Er talan um, við heimild í serligari lóg, at geva loyvi til vatnútvinning, sum gerst møgulig orsakað av bergholsgerð hjá tí almenna, verður ikki mett, at tað fer at gera inntriv í verandi rættindi hjá jarðareigarum. Slík vatnútvinning kann sum er ikki sigast at vera fevnd av vanligum haga- ella jarðarbrúki og vatnútvinningin hevði kanska heldur ikki gjørst møgulig, varð bergholssgerðin ikki farin í gongd.

Tó má farast varliga fram hesum viðvíkjandi og eigur ein ítøkilig meting at verða gjørd í hvørjum einstøkum føri, tá ella, um loyvi skulu gevast við heimild í einari serligari lóg um útvinning av undirgrundarvatni.

Vísandi til omanfyristandandi verður sagt frá, at Løgdeildin er samd við metingunum hjá Vinnumálastýrinum av teimum í skrivi frá 15. juni 1999 umrøddu prinsipiellu spurningum.

Vinarliga 

Rúni Joensen
deildarstjóri