56 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingalógin)
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C.
Nevndarskjøl
D. Álit
E. Frávik
F. 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
Ár 2000, 25. februar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (Ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 17 frá 14. februar 2000, verða gjørdar hesar broytingar:
"Stk. 2. Frádrátturin fyri giftar persónar, sum eru 67 ár ella eldri, og giftar persónar, sum fáa fyritíðar- ella fólkapensjón ella fáa hjálp eftir § 13 í forsorgarlógini, er 10.500 kr.
Stk. 3. Frádrátturin fyri stakar persónar, sum eru 67 ár ella eldri, og stakar persónar, sum fáa fyritíðar- ella fólkapensjón ella fáa hjálp eftir § 13 í forsorgarlógini, er 16.200 kr.".
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000.
Almennar viðmerkingar
Broytingarnar, sum her verða skotnar upp at gera í ásetingarlógini, eru ein fylgja av broytingunum í lógini um almannapensjónir og lógini um áseting og javning av almannaveitingum, sum Løgtingið samtykti í 1999.
Ætlan landsstýrisins var, at hækkingin í pensjónunum eisini skuldi geva eina hækking í tøkum peningi hjá pensjónistunum. Sambært galdandi ásetingarlóg hækkar peningurin, sum var til taks, nakað, men pensjónistarnir koma at gjalda skatt av hækkingini av pensjónini og fáa tískil ikki ta lovaðu hækkingina i tøkum peningi. Ætlan landsstýrisins er ikki at fáa størri skattainntøkur við tí nýggju pensjónslógini, og tí er tað neyðugt at gera ávísar broytingar í skattalóggávuni. Við at hækka frádráttin í útroknaða skattinum soleiðis, at hann svarar til ta upphædd, sum ein fólkapensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku enn fólkapensjónina, skal rinda í skatti av tí upphædd, sum fólkapensjónin er hækkað í einari kommunu við hægsta skattaprosenti (23) og kirkjuskattaprosenti upp á 1%, fáa flestu pensjónistar og tey, sum fáa lægstu fyritíðarpensjón ein frádrátt í útroknaða skattinum, sum svarar umleið til skattin av grundupphæddini av fólkapensjónini og hækkingini av viðbótini. Fyri giftar pensjónistar hækkar frádrátturin í skattinum frá 7.800 kr. til 10.500 kr, og fyri stakar pensjónistar hækkar frádrátturin í skattinum frá 11.100 kr. til 16.200 kr.
Fólkapensjónistarnir fáa við hesi broyting ta hækking í tøkum peningi, sum ætlanin var, at teir skuldu fáa við lógini um javning av almannapensjónum. Ein stakur fólkapensjónistur fær umleið 12.000 kr. meira at ráða yvir og ein giftur umleið 8.000 kr.
Dømi: Fólkapensjón. Kommunu- og kirkjuskattur = 24%
1999 | Giftur við pensjónisti |
Støk |
Grundupphædd (a) | 39.756 | 50.028 |
Viðbót (b) | 5.832 | 7.728 |
Landsskattur | 2.565 | 3.663 |
Kommunuskattur | 6.840 | 9.768 |
Skattur í alt | 9.405 | 13.431 |
Frádráttur í skatti | 7.800 | 11.100 |
Skattur (c) | 1.605 | 2.331 |
Tøkur peningur (a+b-c) | 43.983 | 55.425 |
2000 | Giftur við pensjónisti |
Støk |
Grundupphædd (a) | 39.756 | 50.028 |
Viðbót (b) | 14.836 | 19.728 |
Landsskattur | 3.285 | 5.810 |
Kommunuskattur | 8.760 | 12.648 |
Skattur í alt | 12.045 | 18.458 |
Frádráttur í skatti | 10.500 | 16.200 |
Skattur (c) | 1.545 | 2.258 |
Tøkur peningur (a+b-c) | 52.047 | 67.498 |
Vøkstur í tøkum peningi í mun til 1999: | 8.064 | 12.073 |
Fyri persónar við lægstu fyritíðarpensjón er eisini talan um munandi vøkstur í tøkum peningi, sum eisini hevur verið ætlan landsstýrisins.
Dømi: Lægsta fyritíðarpensjón. Kommunu- og kirkjuskattur = 24%
1999 | Giftur við pensjónisti |
Støk |
Grundupphædd (a) | 19.896 | 25.020 |
Landsskattur | 252 | 720 |
Kommunuskattur | 672 | 1.920 |
Skattur í alt | 924 | 2.640 |
Frádráttur í skatti | 7.800 | 11.100 |
Skattur | 0 | 0 |
Skattafrí viðbót (b) | 9.996 | 11.652 |
Tøkur peningur (a+b) | 29.892 | 36.672 |
2000 | Giftur við pensjónisti |
Støk |
Grundupphædd (a) | 39.756 | 50.028 |
Viðbót (b) | 9.828 | 12.732 |
Landsskattur | 2.925 | 4.410 |
Kommunuskattur | 7.800 | 10.968 |
Skattur í alt | 10.725 | 15.378 |
Frádráttur í skatti | 10.500 | 16.200 |
Skattur (c) | 225 | 0 |
Tøkur peningur (a+b-c) | 49.359 | 62.760 |
Vøkstur í tøkum peningi í mun til 1999: | 19.467 | 26.088 |
Eisini hjá fólkapensjónistum og fyritíðarpensjónistum, sum eru giftir við persónum, sum ikki fáa pensjón, er talan um munandi hækking í tøkum peningi. Sambært reglunum, sum vóru galdandi í 1999, fingu hesir pensjónistar somu pensjón sum stakir pensjónistar. Nú fáa teir somu pensjón sum giftir pensjónistar við eini skiftisupphædd sum ískoyti, sum sambært skattalógini er ein skattafrí veiting.
Skiftisupphæddin og hækkingin í skattafrádráttinum tryggjar einum fólkapensjónisti og einum fyritíðarpensjónisti við lægstu fyritíðarpensjón, sum er giftur við einum persóni, ið ikki fær pensjón, ein vøkstur í tøkum peningi upp á í minsta lagi ávikavist 11.200 kr. og 12.600 um árið. Hesir fáa soleiðis umleið sama vøkstur í teirra tøka peningi sum stakir fólkapensjónistar og stakir fyritíðarpensjónistar.
Hvat teimum, sum fáa miðal og hægstu fyritíðarpensjón, viðvíkur, verður víst til uppskotnu broytingarnar í løgtingsmáli nr. 57/1999 um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt. Broytingin veitir teimum ein beinleiðis frádrátt í inntøkuni umframt hækkingina av landsskattafrádráttinum.
Hvat tí ov nógv goldna skattinum í januar og februar viðvíkur, so er skattaskipanin soleiðis, at ov nógv goldni skatturin í desember 1999 (pensjónin fyri januar 2000) ikki kann verða javnaður við lægri skatti í eftirverandi parti av 2000. Heldur ikki við avlopsskatti, tá skattauppgerðin fyri 1999 verður gjørd.
Tann ov nógv goldni skatturin fyri februar verður javnaður soleiðis:
Fíggjarligar avleiðingar
Samlaðu útreiðslurnar fyri landskassan av broyting nr. 1 í hesum lógaruppskoti og broytingunum í lógaruppskoti nr. 57/1999 um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt verða í fyrstu syftu mettar til slakar 13 mió. kr. Kommunurnar fáa har aftur í móti 3 mió. kr. meira í skattainntøka av hækkaðu pensjónunum.
Tá tað ikki hevur verið ætlan landsstýrisins, at hækkingin í pensjónunum skuldi geva so stórar eykaútreiðslur fyri landskassan, tá sæð verður burtur frá útreiðslunum til hækkingarnar av pensjónunum, verður skotið upp at gera eina broyting í § 47, stk. 3, í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt. Við hesi broyting minka samlaðu útreiðslurnar av teimum broytingunum sum skotið upp í skattalógunum soleiðis, at kommunurnar ikki fáa hægri skattainntøkar orsakað av hækkaðum pensjónum.
Sambært § 47, stk. 2, í skattalógini skal tann parturin av landsskattafrádráttinum, sum ikki verður nýttur til fulnar í útroknaða landsskattinum, verða drigin frá í kommunuskattinum, men sambært § 47, stk. 3, skal munurin millum álíknaða kommunuskattin og tað, sum hin skattskyldugi skal gjalda sambært § 47, stk. 2, verða goldin kommununum av landskassanum, tó ongantíð meira enn 15% av skattskyldugu inntøkuni.
Tá § 47, stk. 3, ásetir, at kommunan altíð skal hava sín part av álíknaða kommunuskattinum (tó hægst 15% av skattskyldugu inntøkuni), kemur landskassin við broytingum, sum skotnar eru upp í ásetingarlógini um hækking av frádratti í skatti, at veita eitt slag av "stuðli" til kommunurnar. Fyri at neutralisera hesa upphædd verður skotið upp at broyta prosentið til kommunurnar frá 15% til 11%.
Fyri landskassan verður tó framhaldandi talan um minni nettoskattainntøku upp á 10 mió. kr. við at nýta skattaskipanina til at tryggja, at pensjónistarnir ikki verða skattaðir av hækkaðu pensjónunum.
Viðvíkjandi broytingum í § 47, stk. 3, og eini nærri frágreiðing um fíggjarligu avleiðingarnar verður víst til løgtingsmál nr. 57/1999 um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
Umsitingarligar avleiðingar
Broytingin hevur ikki við sær øking í umsitingini hjá Toll- og Skattstovuni.
Viðmerking til tær einstøku broytingarnar
Ad. 1)
Við nýggju pensjónslógini (løgtingslóg nr. 48/1999 um almannapensjónir o.a.)
eru heitini avlamis- og einkjupensjón skift út við heitið fyritíðarpensjón.
Broytingin í § 3, stk. 1, í ásetingarlógini er gjørd, fyri at samsvar skal verða
millum heitini í pensjónslóggávuni og ásetingarlógini, og fyri at heimild er til at
geva hesum persónum frádrátt í landsskattinum.
Ad. 2)
Skotið verður upp at hækka tann frádráttin, sum pensjónstar hava í
landsskattinum. Hækkingin svarar til ta upphædd, sum ein fólkapensjónistur, sum ikki
hevur aðra inntøku enn fólkapensjónina, skal rinda í skatti av tí upphædd, sum
fólkapensjónin er hækkað.
Tann hækkingin, ið verður gjørd í frádráttinum í landsskatti, er ikki nóg stór til, at fyritíðarpensjónistarnir, ið fáa hægstu og miðal fyritíðarpensjón, fáa ta upphædd til taks, sum varð lovað. Tí verður skotið upp, at hesir fyritíðarpensjónistarnir harumframt fáa ein frádrátt í inntøkuni (sí lógaruppskot nr. 57/1999 um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt).
1. viðgerð 29. februar 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 22. mars 2000 legði fram soljóðandi
Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 25. februar 2000 og eftir 1. viðgerð tann 29. februar 2000 beint í fíggjarnevndina.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fleiri fundum. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum. Umboð fyri ávikavist Fíggjarmálastýrið, Toll- og Skattstovu Føroya, P/F Elektron, Almanna- og heilsumálastýrið og Almannastovuna hava verið við á hesum fundum.
Eisini hevur nevndin undir viðgerðini sent málini til ummælis hjá Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum og hjá Landsfelag pensjónistanna. MBF hevur svarað nevndini, meðan Landsfelag pensjónistanna ikki hevur havt høvi at svara, orsakað av at nevndin í felagnum hevur verið uttanlands. Somuleiðis hevur nevndin biðið Almanna- og heilsumálastýrið um dømi við útrokningum, sum vísa, hvussu skattingingin hjá pensjónistum verður, tá ið lógaruppskotini eru samtykt.
Fíggjarnevndin ásannar, at ætlanin við nýggju lógini um almannapensjónir sum var at gera skipanina rættvísari og meira einfalda, ikki hevur eydnast. Pensjónin er nú meira samansett enn áður og hevur tí fleiri umsitingarligar trupulleikar við sær enn gamla lógin hevði, er vorðin meira fløkt, og tí kundi nevndin hugsa sær at fingið meira tíð soleiðis, at hon fekk høvi til at viðgera málini meira nágreinliga, men av tí at hetta vildi ført til, at pensjónistar aftur nú høvdu fingið ov nógvan skatt við komandi útgjalding, hevur nevndin valt at leggja álit fyri tingið. Nevndin átalar, at tað arbeiði, sum er gjørt á hesum øki, ikki er nóg væl úr hondum greitt.
Nú pensjónsskipanin hevur fingið ábøtur, og broytingar eru gjørdar, eru heimildir og tryggjan av inntøkum hesum viðvíkjandi at finna í pensjónslógini, forsorgarlógini og skattalógunum. Ein samd fíggjarnevnd mælir landsstýrinum til at taka stig til, at lógin um almannapensjónir verður endurskoðað soleiðis, at hon verður einfaldari at umsita, og at heimildirnar í størst møguligan mun verða at finna í eini og somu lóg.
Við teimum fyrivarnum, sum tikin eru í hesum áliti, mælir ein samd nevnd Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.
Á tingfundi 22. mars 2000 bað formaðurin um frávik, sambært § 85 í tingskipanini, frá tíðarfreistunum millum 2. og 3. viðgerð av tingmálunum nr. 56 og 57 soleiðis, at málini kunnu verða avgreidd á tingfundi fríggjadagin tann 24. mars 2000. Samtykt 27-0-0.
2. viðgerð 24. mars 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 24. mars 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0. Málið avgreitt.
Lms.j.nr. 521-0008/2000
Fms.j.nr. 2540-5/91
Ll. nr. 41 frá 24. mars 2000