Pensjónistar - viðbót

 

58  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 29. februar, legði Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.

§ 1

Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 1, stk. 2, verður orðað soleiðis:
Stk. 2. Viðbótarupphæddin er kr. 5.100 árliga. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um útgjalding av upphæddini."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000.

Viðmerkingar:
Javnaðarflokkurin heldur, at neyðugt er at gera ymsar broytingar í lógini um viðbót til ávísar pensjónistar.

Lógin var upprunaliga ætlað sum, ein, viðbót til teir pensjónistar, ið litið og einki annað hava enn pensjónina at liva av. Hetta er enn endamálið. Lógin ásetir, at ávís upphædd, ið verður ásett í kunngerð, verður útgoldin 3 ferðir um árið. Upprunaliga var upphæddin ætlað sum stuðul til útreiðslur av brenniolju og seinni eisini til útreiðslur til útvarps- og sjónvarpsgjald.

Seinastu 2 árini er upphæddin á fíggjarlógini ikki hækkað, hóast útreiðslurnar til olju og sjónvarps- og útvarpsgjald eru hækkaðar. Útvarps- og sjónvarpsgjøldini eru hækkað kr. 115,- í ár, og oljuprísurin er hækkaður munandi síðan t.d. somu tíð í fjør.

Galdandi skipan, at upphæddin verður ásett í kunngerð, er ikki nøktandi, tá upphæddin á fíggjarlógini ikki verður dagførd samsvarandi øktu útreiðslunum, ið viðbótin er ætlað sum endurgjald fyri.Verður lógin ikki broytt, og/ella hægri játtan sett á fíggjarlógina, so verða avleiðingarnar, at upphæddin til hvønn einstakan gerst minni, tí tað gerast fleiri pensjónistar, ið eru fevndir av lógini.Við øðrum orðrum skulu fleiri til at býta eina upphædd, ið hvørki verður javnað ella hækkað.

Javnaðarflokkurin metir ikki, at vit framhaldandi kunnu lata tilvildina ráða í hesum máli, og skjýtur tí upp, at viðbótin verður sett inn í lógina, og at upphæddin verður hækkað soleiðis, at hon samanlagt verður kr. 5.100,- fyri inniverandi ár. Hetta er ein hækking uppá kr. 1.713,- til hvønn av teimum 3.829 pensjónistunum, ið væntandi verða fevndir av lógini í ár.

Fyri at tryggja, at viðbótin frameftir ikki missir realvirði, verður skotið upp í løgtingsmáli nr. 59/1999 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, at viðbótin verður javnað eftir lógini um áseting og javning av almannaveitingum.

Kostnaðurin av hækkingini verður mettur til 6,559 mió. kr. í ár 2000. Henda upphædd verður at seta á fíggjarløgtingslógina fyri ár 2000. Hetta kann hóskandi verða gjørt sum broyting til løgtingsmál 1-7/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg februar 2000.

1. viðgerð 7. mars 2000. Løgtingsmálini nr. 58 og 59. Viðgjørd undir einum. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 7. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskotið fram tann 29. februar 2000, og eftir 1. viðgerð tann 7. mars 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 27. mars og 4. apríl 2000.

Ein meiriluti í nevndini (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) tekur undir við grundprinsippinum í uppskotinum um, at tað verður lógafest, hvørja viðbótarupphædd pensjónisturin skal hava, og ikki longur latið upp í hendi landsstýrismansins at áseta upphæddina sambært upphæddini, sum játtað er til tess á fíggjarlógini. Tó heldur meirilutin ikki, at umstøður í løtuni eru til at hækka upphæddina, so sum skotið verður upp, men at upphæddin verður ásett við galdandi upphædd, kr. 3.387,00, so sum hon er ásett við kunngerð nr. 9 frá 11.02.2000 um viðbót til ávísar pensjónistar v. fl.

Meirilutin mælir sostatt Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting, og setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 1 verða "kr. 5.100" broyttar til "kr. 3.387"

Ein minniluti (Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm og Marjus Dam) vísir til viðmerkingarnar í uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 12. apríl 2000. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til § 1 samtykt 16-0-10. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. apríl 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 58 frá 10.05.00