Almannaveitingar - áseting og javning

 

59  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 29. februar, legði Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum 

§ 1

Í løgtingslóg nr.nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum verður gjørd henda broyting:
Sum nýtt seinasta pkt. í § 2 verður sett inn:
„Upphæddin í løgtingslógini um viðbót til ávísar pensjónistar v. fl. verður javnað eftir somu reglum frá og við 1. januar á hvørjum ári".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2001.

Viðmerkingar:
Uppskotið er ein avleiðing av løgtingsmáli nr. 58/1999 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. og verður víst til viðmerkingarnar í hesum uppskoti.

1. viðgerð 7. mars 2000. Løgtingsmálini nr. 58 og 59. Viðgjørd undir einum. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 7. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskotið fram tann 29. februar 2000, og eftir 1. viðgerð tann 7. mars 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 27. mars og 4. apríl 2000.

Við tað at viðbótarupphæddin til ávísar pensjónistar sbr. uppskotinum í løgtingsmáli nr. 58/1999 nú verður lógafest, er neyðugt við einari automatiskari regulering av upphæddini sbr. vanligum príshækkingum í samfelagnum Tí mælir ein samd nevnd Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 12. apríl 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. apríl 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 57 frá 10.05.00