Eldrarøkt í Sandoynni

 

60  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 29. februar, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni

§ 1

Í løgtingslóg nr. 63 frá 20. mai 1996 um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 1, stk. 1 og 2, verður "landsstýrinum" broytt til: "landsstýrismanninum".

  2. Í § 2, stk. 2, verður "Almannastovuni" broytt til: "Serforsorgini og Heimarøktini".

  3. § 3, stk. 1, verður orðað soleiðis:
    "Royndartiltakið inniber, at landsstýrismanninum verður heimilað at áseta reglur, sum kunnu víkja frá ásetingunum í løgtingslógini um uppihald á stovni o.l."

  4. Í § 3, stk. 2, verður "Landsstýrið" broytt til: "Landsstýrismaðurin".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2000.

Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin fekk í juli 1999 handað eitt álit frá einum arbeiðsbólki, sum landsstýrismaðurin hevði sett at koma við einum tilmæli um eitt greiðari býti millum land og kommunu, og hvussu uppgávu-, fíggjar- og ábyrgdarbýtið skal verða frameftir.

Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var, at barnaansingarøkið frá ár 2000 skuldi leggjast út til kommunurnar. Fyri at kompensera kommunurnar fyri tær meirútreiðslur, sum standast av hesum, skuldi løgtingslógin um býtið av almannaútreiðslum takast av, og samstundis varð mælt til, at ein løgtingslóg um barnaansing skuldi gerast, har landsstýrismaðurin ásetti nakrar minimumsreglur fyri barnaansingarøkið.

Í sambandi við at eitt lógaruppskot um avtøku av lógini um býtið av almannaútreiðslum og eitt lógaruppskot um dagstovnar og dagrøktir verður framlagt í Løgtinginum í ár, er neyðugt at gera broytingar í galdandi barnaforsorgarlóg, forsorgarlógini, løgtingslógini um heilsusystratænastuna og løgtingslógini um heimasjúkrasystratænastuna, soleiðis at reglurnar samsvara við hesi lógaruppskot. Tað sama ger seg galdandi viðvíkjandi hesi lóg, sum eisini vísir til lógina um býtið av almannaútreiðslum.

Ein nýggj løgtingslóg um almannapensjónir er samtykt og kom í gildi 1. januar 2000. Í núgaldandi løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni verður víst til fólkapensjónslógina. Henda fer úr gildi við løgtingslógini um almannapensjónir.

Løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir, løgtingslóg nr. 108 frá 22. desember 1999 um uppihald á stovni o.l. og løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum avloysa fólkapensjónslógina. Ásetingarnar í §§ 27 og 28 í fólkapensjónslógini eru fluttar í løgtingslógina um uppihald á stovni o.l. Tí verður neyðugt at broyta hesa løgtingslóg og ístaðin vísa til løgtingslógina um uppihald á stovni.

Ongar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar standast av hesum uppskoti.

Serligar viðmerkingar:

Ad § 1, nr. 1 og 4. Her verður orðið landsstýrið broytt til landsstýrismannin.

Ad § 1, nr. 2. Í 1999 bleiv Serforsorgin og Heimarøktin tikin burtur úr Almannastovuni og hesi bæði økini liggja nú saman undir einari felags leiðslu.

Ad § 1, nr. 3. Eitt lógaruppskot er lagt fyri Løgtingið saman við einum lógaruppskoti um dagstovnar og dagrøktir, sum tekur av lógina um býtið av almannaútreiðslum. Av tí at eitt uppskot er lagt fyri Løgtingið um at taka av hesa lóg, og at fólkapensjónslógin er tikin av frá 1. januar 2000, og ásetingarnar í §§ 27 og 28 í fólkapensjónslógini eru fluttar í lógina um uppihald á stovni o.l., er neyðugt við broytingum í hesi løgtingslóg.

Ad § 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi, samstundis sum løgtingslógin um býtið av almannaútreiðslum verður avtikin.

1. viðgerð 8. mars 2000. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 2. mai 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 29. februar 2000, og eftir 1. viðgerð 8. mars 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið lutvíst saman við løgtingsmáli nr. 29/1999, og verður sum heild víst til almennu viðmerkingarnar í hesum máli.

Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið vísandi til viðmerkingarnar. Gildiskomudagurin má tó verða hin sami sum fyri dagstovnalógina í lm. 29/1999. Samsvarandi hesum verður sett fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 2 verður "1. apríl 2000" broytt til "1. juli 2000."

Ein minniluti (Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm og Marjus Dam) mælir Løgtinginum til at fella uppskotið og vísir til viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 30/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m.

2. viðgerð 4. mai 2000. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til § 2 samtykt 14-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 14-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 9. mai 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-1-12. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 520-0001/2000
Ahs.j.nr. 0.21-9901681/2
Ll.nr. 80 frá 17.05.2000