Ferðslulóg - broytingar

 

62  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

Skjal 1

 

Skjal 1: Samanbering millum galdandi ferðslulóg og broytingaruppskot landsstýrismansins

 

Galdandi løgtingslóg um ferðslu

Broytingar, ið eru í uppskoti

§ 2. VIII.

Lyktatendringartíðin: Tíðin frá ¾ tíma eftir sólsetur til ¾ tíma fyri sólarreising. Har lógin fyrisetur reglur um lyktatendringartíðina, galda tær somuleiðis í mjørka og tílíkum ringum sýni.

§ 2. VIII.

Lyktatendringartíðin: Tíðin frá sólsetri til sólarris og annars tá nýtsla av lyktum akfarsins er neyðug, orsakað av myrkri, mjørka, támi, regni ella líknandi vánaligum sýnis- ella ljósviðurskiftum, antin fyri at akfarið gerst sjónligt fyri øðrum ferðandi, ella fyri at geva føraranum nóg stóra sjónarvídd.

§ 10, stk. 1.

Landsstýrið kann fyriseta reglur um tilgerð, útgerð og tilhoyr hjá akfari og um persónliga trygdarútgerð til førara og ferðandi og fyriseta, hvørjar áskriftir og merkir akfør av eftirlitsorsøkum skulu hava. Landsstýrið kann gera av, at tær kunngerðir, sum løgmálaráðið sambært ferðslulógini hevur givið út um stakfyriskipanir um tilgerð og útgerð hjá akførum, skulu heilt ella sum ein part hava gildi her á landi. Kunngerðir um stakfyriskipanir um tilgerð og útgerð hjá akførum eru undantiknar lýsing.

§ 10, stk. 1.

Landsstýrið kann fyriseta reglur um tilgerð, útgerð og tilhoyr hjá akfari og um persónliga trygdarútgerð til førara og ferðandi og fyriseta, hvørjar áskriftir og merkir akfør av eftirlitsorsøkum skulu hava. Landsstýrið kann gera av, at tær kunngerðir, sum ferðslumálaráðið í Danmark sambært ferðslulógini hevur givið út um stakfyriskipanir um tilgerð og útgerð hjá akførum, skulu heilt ella sum ein part hava gildi her á landi. Kunngerðir um stakfyriskipanir um tilgerð og útgerð hjá akførum eru undantiknar lýsing.

§ 15. Ongin má føra ella royna at føra akfar, sum orsakað av sjúku, veikleika, overving, ovvekur ella undir árini av huglættandi ella doyvandi evnum ella av tílikum grundum er soleiðis háttaður, at hann er ikki førur at føra akfar av tílíkum slag á tryggan hátt. At nakar hevur røkt vinnuligan fólkaflutning soleiðis háttaður, verður roknað honum sum skerpandi. Hevur arbeiðsgevari hjá førara ella annar, sum yvir honum er, part í, at han hevur ført akfar so háttaður, kemur eisini hann undur sekt. § 15. Ongin má føra ella royna at føra akfar, sum orsakað av sjúku, veikleika, overving, ovvekur ella undir árini av huglættandi ella doyvandi evnum ella av tílikum grundum er soleiðis háttaður, at hann er ikki førur at føra akfar av tílíkum slag á tryggan hátt.
§ 16, stk. 1.

Fyri rúsdrekkakoyring verður hann revsaður, sum koyrir ella roynir at koyra motordrivið akfar eftir at hava drukkið so nógv rúsdrekka, at alkoholstyrkin í blóðinum, meðan hann koyrir ella aftaná, fer upp um 1,20 ‰. Sama er, um tann, sum hevur koyrt motordrivið akfar og sekur ella ósekur hevur verið uppi í ella fyri ferðsluóhappi ella hevur verið eltur av løgregluni, og sum innanfyri 6 tímar eftir endaðan akstur tekur til sín rúsdrekka í tílíkari nøgd, at alkoholinnihaldið í blóðinum í nevnda tíðarbili ella aftaná fer upp um 1,20 ‰. Ásetingin í 2. pkt. hevur ikki gildi, um løgreglan hevur latið blóðroynd taka ella hevur gjørt av, at blóðroynd skal ikki verða tikin.

§ 16, stk. 1.

Fyri rúsdrekkakoyring verður hann revsaður, sum koyrir ella roynir at koyra motordrivið akfar eftir at hava drukkið so nógv rúsdrekka, at alkoholstyrkin í blóðinum, meðan hann koyrir ella aftaná, fer upp um 0,80 ‰. Sama er, um tann, sum hevur koyrt motordrivið akfar og sekur ella ósekur hevur verið uppi í ella fyri ferðsluóhappi ella hevur verið eltur av løgregluni, og sum innanfyri 6 tímar eftir endaðan akstur tekur til sín rúsdrekka í tílíkari nøgd, at alkoholinnihaldið í blóðinum í nevnda tíðarbili ella aftaná fer upp um 0,80 ‰. Ásetingin í 2. pkt. hevur ikki gildi, um løgreglan hevur latið blóðroynd taka ella hevur gjørt av, at blóðroynd skal ikki verða tikin.

 

§ 16, stk. 3.

Fyri promillukoyring verður hann revsaður, sum uttan at vera sekur í rúsdrekkakoyring koyrir ella roynir at koyra motordrivið akfar eftir at hava drukkið so nógv rúsdrekka, at alkoholstyrkin í blóðinum, meðan hann koyrir ella aftaná, fer upp um 0,80 ‰. Sama er, um tann, sum hevur koyrt motordrivið akfar, og sekur ella ósekur hevur verið uppi í ella fyri ferðsluóhappi ella hevur verið eltur av løgregluni, og sum innan fyri 6 tímar eftir endaðan akstur tekur til sín rúsdrekka í tílíkari nøgd, at alkoholinnihaldið í blóðinum í nevnda tíðarbili ella aftaná fer upp um 0,80 ‰. Ásetingin í 2. pkt. hevur ikki gildi, um løgreglan hevur latið blóðroynd taka ella hevur gjørt av, at blóðroynd skal ikki verða tikin.

§ 16, stk. 3

Fyri promillukoyring verður hann revsaður, sum uttan at vera sekur í rúsdrekkakoyring koyrir ella roynir at koyra motordrivið akfar eftir at hava drukkið so nógv rúsdrekka, at alkoholstyrkin í blóðinum, meðan hann koyrir ella aftaná, fer upp um 0,50 ‰. Sama er, um tann, sum hevur koyrt motordrivið akfar, og sekur ella ósekur hevur verið uppi í ella fyri ferðsluóhappi ella hevur verið eltur av løgregluni, og sum innan fyri 6 tímar eftir endaðan akstur tekur til sín rúsdrekka í tílíkari nøgd, at alkoholinnihaldið í blóðinum í nevnda tíðarbili ella aftaná fer upp um 0,50 ‰. Ásetingin í 2. pkt. hevur ikki gildi, um løgreglan hevur latið blóðroynd taka ella hevur gjørt av, at blóðroynd skal ikki verða tikin.

(nýggj)

Brúk av fartelefon og øðrum teleútbúnaði

§ 16b. Førari av akfari má ikki undir koyring gera brúk av handhildnum fartelefonum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um nýtslu av øðrum teleútbúnaði ella líknandi undir koyring.

Yvirskrift til § 18a:

Koyrikort til draga (traktor) og motoramboð

Yvirskrift til § 18a:

Koyrikort til traktor, motoramboð og lítla motorsúkklu

(nýggj) § 18a, stk. 4.

Motorsúkkla við slagvolumen uppá ikki yvir 50 cm3 og við eini konstruktivt ásettari ferð uppá í mesta lagi 45 km/t má einans førast av persónum, sum hava fingið koyrikort til bil ella motorsúkklu.

§ 18c, stk. 3.

Hevur persónur mist koyrirættindini, kann hann, tá ið frátøkutíðin er umliðin, fáa rættindini aftur, um hann stendur leiðbeinandi roynd. Koyriroyndin kann verða tikin, áðrenn frátøkutíðin er úti. Verkliga royndin kann tó ikki verða tikin, fyrr enn mánaður er eftir av frátøkutíðini. Hevur hin dømdi staðið koyriroynd aftan á ta hending, sum leiddi til átalu, skal leiðbeinandi roynd ikki verða tikin, um so er, at royndin er staðin ikki meira enn eitt ár áðrenn frátøkutíðin er úti, og ikki meira enn eitt ár, áðrenn søkt verður um at fáa koyrikort aftur.

§ 18c, stk. 3.

Er persónur frádømdur koyrirættin treytaleyst, kann hann, tá ið frátøkutíðin er umliðin, fáa rættindini aftur, um hann stendur eftiransandi roynd. Er persónur frádømdur koyrirættin treytaleyst orsakað av rúsdrekka- ella promillukoyring, kann hann, tá ið frádømutíðin er umliðin, einans afturvinna koyrirættin aftaná nýggja koyrifrálæru, og tá ein eftiransandi koyriroynd er staðin1. Koyriroyndin kann verða tikin, áðrenn frátøkutíðin er úti. Verkliga royndin kann tó ikki verða tikin, fyrr enn mánaður er eftir av frátøkutíðini. Hevur hin dømdi í øðrum førum enn teim í pkt. 2 nevndu1 staðið koyriroynd aftan á ta hending, sum leiddi til átalu, skal eftiransandi roynd ikki verða tikin, um so er, at royndin er staðin ikki meira enn eitt ár áðrenn frátøkutíðin er úti, og ikki meira enn eitt ár, áðrenn søkt verður um at fáa koyrikort aftur.

1 Tað, sum í hesum stykki er skrivað við skákskrift, verður sett í gildi sambært áseting frá landsstýrismanninum.

 

(nýggj) § 18c, stk. 4.

Er persónur frádømdur koyrirættin treytað, skal hann innan eina freist, sum verður ásett av Bileftirlitinum, til eina eftiransandi koyriroynd. Koyrirætturin verður tikin, um viðkomandi ikki stendur royndina ella letur vera við at fara til hana. Eftiransandi roynd verður ikki kravd, um so er, at hin dømdi hevur staðið eina koyriroynd aftaná tilburðin, sum var orsøk til frádømingina.

§ 18c, stk. 4.

Landsstýrið kann seta reglur um leiðbeinandi koyriroynd og um gjaldið fyri royndina.

 

 

§ 18c, stk. 5 (fyrr § 18c stk. 4).

Landsstýrismaðurin setir reglur um innihaldið í koyrifrálæruni í sambandi við endurvinning av koyrirættinum aftaná eina treytaleysa frádøming, smb. stk. 3, pkt. 2, og um eftiransandi koyriroynd, herundir um afturtøku av koyrirættinum smb. stk. 4, og um gjaldið fyri royndina.

§ 27. Tað er forboðið at leypa uppá, at krøkja seg í akfar undir akstri ella heingja sleðu, handvogn, leikvogn ella annað tílíkt upp í akfar.

Stk. 2. Á veg mugu ongar hálkur ella skreiðibreytir vera, heldur ikki nakað spæl, ferðslu til bága.

Stk. 3. Á veg, sum merktur er sum spæligøta, er tað bert loyvt teim, sum búgva við vegin, at nýta hann til akstur, og teim, sum hava ørindi til teirra. Akstur á tílíkum veg skal fara fram við størsta ansni og fyriliti fyri børnum.

§ 27. Eingin má leypa av ella uppá eitt akfar, sum er í gongd, ella uppihalda seg á gáttini á akfari ella líknandi, uttan at tað er serliga góðkent til hetta.

Stk. 2. Sleta, handvognur ella líknandi má ikki heingjast aftan á akfari. Tann, sum stendur á skíðum, skoytum, rulluskoytum ella líknandi, má ikki togast av akfari.

Stk. 3. Á vegi má ikki koyrast á rullubretti ella líknandi ella gerast hálku- ella skreiðibreytir. Á vegi, sæð burtur frá vegi, sum er merktur sum spæligøta, má ikki spælast ella spælast bólt, ferðsluni til bága.

§ 30a. Akferðin má ikki fara upp um fylgjandi mark:

1) á fjølbygdum øki 50 km/t,

2) uttanfyri fjølbygt øki 80 km/t.

Stk. 2. Á vegastrekki, har tað ikki er ráðiligt ella ynskiligt at loyva akstur við ferð upp til vanligt hægstamark, kann ásetast eitt lægri hægstamark.

 

§ 30a. Akferðin má ikki fara upp um fylgjandi mark:

1) á fjølbygdum øki 50 km/t,

2) uttanfyri fjølbygt øki 80 km/t.

Stk. 2. Á vegastrekki, har tað ikki er ráðiligt ella ynskiligt at loyva akstur við ferð upp til vanligt hægstamark, kann ásetast eitt lægri hægstamark.

Í fjølbygdum øki kann á líknandi hátt ásetast ein lægri hámarksferð fyri eitt nærri avmarkað øki.

Stk. 3. Fyri eitt vegastrekki kann ásetast ein hægri hámarksferð enn hægstamarkið fyri ferð, um so er, at umstøðurnar, herundir fyrilitini fyri aðrari ferðslu, loyva tí, og avgerandi ferðslutrygdarlig fyrilit ikki tala ímóti.

 

§ 30b. Hóast hægstamark fyri ferð eftir § 30a má ferðin ongantíð fara upp um fyri:

1) buss, hvørs loyvda totalvekt er yvir 3.500 kg: 70 km/t.

2) motorvogn, hvørs loyvda totalvekt er yvir 3.500 kg: 60 km/t

3) motorvogn við viðfestum vogni, leguvogni, skrásettum viðfestum amboði ella campingvogni: 50 km/t

4) motorvogni við øðrum viðfestum amboði, traktor og motoramboði: 30 km/t

5) motorakfar ella vognrað sum hevur eitt ella fleiri hjólpør við massivari hjólklæðing: 15 km/t

Stk. 2. Tá ið motorakfar verður skrásett ella góðkent, kann serligt lægri hægstamark setast fyri ferð, um so er, at tess tilgerð ger tað neyðugt.

Stk. 3. Landsstýrið kann, um viðurskiftini tala fyri hesum, seta hægri mark fyri ferð enn fyrisett eftir 1. stk., galdandi fyri serlig sløg av akførum, um so er, at ferðslu- og trygdarviðurskifti ella koyritekniskar grundir ikki tala ímóti hesum.

§ 30b. Fyri bussar, hvørs loyvda totalvekt er yvir 3.500 kg, og liðbussar, má ferðin óansæð § 30a ongantíð fara upp um 70 km/t. Í fjølbygdum øki má ferðin ikki fara upp um 50 km/t, sjálvt um ein hægri staðbundin hámarksferð er ásett.

Stk. 2. Fyri aðrar bilar, hvørs loyvda totalvekt er yvir 3.500 kg (lastbilar) og fyri vognarøð, samansett av einum lastbili ella bussi, hvørs loyvda totalvekt er yvir 3.500 kg, og einum skrásetingarskyldugum, viðfestum akfari, má ferðin óansæð § 30a ongantíð fara upp um 70 km/t. Í fjølbygdum øki má ferðin ikki fara upp um 50 km/t, sjálvt um ein hægri staðbundin hámarksferð er ásett.

Stk. 3. Fyri bilar við eini loyvdari totalvekt uppá ikki yvir 3.500 kg má ferðin hóast § 30a ongantíð fara upp um 70 km/t, um viðfestur er vognur, leguvognur ella skrásetingarskyldugt, viðfest amboð, herímillum húsvognur.

Stk. 4. Fyri bilar, ið hava viðfest eitt ikki skrásetingarskyldugt amboð, og fyri traktorar og motoramboð má ferðin óansæð § 30a ongantíð fara upp um 30 km/t.

Stk. 5. Fyri motordrivið akfar ella vognarøð við einum ella fleiri hjólpørum við massivari hjólklæðing, má ferðin óansæð § 30a ongantíð fara upp um 15 km/t.

Stk. 6. Tá motordrivið akfar verður skrásett ella góðkent, kann serligt, lægri hægstamark setast fyri ferð, um so er, at tess tilgerð ger tað neyðugt.

Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann, um viðurskiftini tala fyri hesum, seta hægri hámarksferð enn fyrisett eftir stk. 1-5, galdandi fyri serlig sløg av akførum, um so er, at ferðslutrygdarligar ella akfarstekniskar grundir ikki tala ímóti hesum.

§ 33a, stk. 2.

Heldur ikki má parkerast:

1) út fyri inn- og útakstri til og frá eigindómi ella soleiðis, at akstur til og frá eigindómi tarnast munandi,

2) við síðuna av øðrum akfari, sum er steðgað á vegjaðara, undantikið tveyhjólað súkkla, tveyhjólað prutl ella tveyhjólað motorsúkkla uttan síðuvogn,

3) soleiðis, at atgongd til annað akfar verður tarnað, ella at hetta ikki kann flytast burtur, ella

4) út fyri brandkranum.

§ 33a, stk. 2.

Heldur ikki má parkerast:

1) út fyri inn- og útakstri til og frá eigindómi ella soleiðis, at akstur til og frá eigindómi tarnast munandi,

2) við síðuna av øðrum akfari, sum er steðgað á vegjaðara, undantikið tveyhjólað súkkla, tveyhjólað prutl ella tveyhjólað motorsúkkla uttan síðuvogn,

3) soleiðis, at atgongd til annað akfar verður tarnað, ella at hetta ikki kann førast frá staðnum, ella

4) út fyri brandkranar ella

5) á akbreytini á høvuðsvegum uttanfyri fjølbygt øki.

 

 

§ 35, stk. 4

Um so er, at fjarljós (langt ljós) sambært stk. 2 ikki er hildið neyðugt, ber til at nýta nærljós (stutt ljós). Um ikki er loyvt sambært stk. 3 at nýta fjarljós (langt ljós), skal nærljós (stutt ljós) verða nýtt. Í teimum førum, sum nevnd eru í stk. 5, er tó í staðin loyvt at nýta støðuljós (parkeringsljós).

§ 35, stk. 4

Um so er, at fjarljós (langt ljós) sambært stk. 2 ikki er hildið neyðugt, ber til at nýta nærljós (stutt ljós). Um ikki er loyvt sambært stk. 3 at nýta fjarljós (langt ljós), skal nærljós (stutt ljós) verða nýtt.

§ 35, stk. 5

Støðuljós (parkeringsljós) er loyvt at nýta, har ið fjølbygt er, um so er, at lýsið er soleiðis, at førarin sær nóg væl, og at onnur ferðandi síggja akfarið nóg langt burtur. Tá ið koyrt verður í toku ella í grovum avfalli, skal tó altíð verða nýtt í minsta lagi nærljós (stuttljós).

(strikað)
(nýggj) § 35a

Tá koyrt verður uttanfyri lyktatendringartíðina, skulu nærljós (stutt ljós) nýtast á motordrivnum akførum. Tá koyrt verður við motoramboðum er hetta bert galdandi, um motoramboðið er útgjørt við nærljóslyktum. Í staðin fyri nærljós kunnu nýtast serlig koyriljós.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 verður ikki nýtt, tá koyrt verður við akførum, sum eru í gerð ella undir umvæling.

Stk. 3. § 35, stk. 6, er eisini galdandi undir koyring uttanfyri lyktatendringartíðina.

(§ 35a-c)

§ 35a. Akfør, sum ikki skulu hava lyktir, skulu í lyktatendringartíðini vera merkt eftir ásetingum, sum landsstýrið fyriskipar.

Stk. 2. Landsstýrið kann áseta reglur um merking av reiðfólki.

(§ 35a-c verður § 35b-d)

35b. Akfør, sum ikki skulu hava lyktir, skulu í lyktatendringartíðini vera merkt eftir ásetingum, sum landsstýrismaðurin fyriskipar.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um merkingar av reiðfólki.

§ 35b. Er akfar í lyktatendringartíðini steðgað ella parkerað á vegi, skal støðuljós (parkeringsljós), baklyktir og nummarspjaldraljós verða tendrað. Landsstýrið kann áseta reglur um, at eisini aðrar lyktir enn tær, sum nevndar eru í 1. pkt., skulu ella kunnu vera tendraðar.

Stk. 2. Akfar, sum ikki skal verða útgjørt við lyktum, skal, tá ið tað í lyktatendringartíðini er steðgað ella parkerað á vegi, vera merkt eftir reglum, sum landsstýrið ásetir.

Stk. 3. Aðrar lyktir enn tær, sum stk. 1 og 2 fata um, er ikki loyvt at hava tendraðar.

Stk. 4. Er motordrivið akfar, sum ikki er longri og breiðari enn ávikavist 6 m og 2 m, parkerað fram við vegjaðaranum, har ið fjølbygt er, nýtist einans at hava støðuljós (parkeringsljós) og baklykt inn móti miðjuni á vegnum tendraðar, uttan so, at akfarið er koplað aftrat øðrum akfari. Landsstýrið kann áseta reglur um, at serstøk síðulykt verður nýtt í staðin.

Stk. 5. Tá ið samankoplað akfør steðga ella verða parkerað, hevur ásetingin í § 35, 1. stk., 2. pkt., gildi.

§ 35c. Er akfar í lyktatendringartíðini steðgað ella parkerað á vegi, skal støðuljós (parkeringsljós), baklyktir og nummarspjaldraljós vera tendrað. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at eisini aðrar lyktir enn tær, sum nevndar eru í 1. pkt., skulu ella kunnu vera tendraðar.

Stk. 2. Akfar, sum ikki skal vera útgjørt við lyktum, skal, tá ið tað í lyktatendringartíðini er steðgað ella parkerað á vegi, vera merkt eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

Stk. 3. Aðrar lyktir enn tær, sum stk. 1 og 2 fata um, er ikki loyvt at hava tendraðar.

Stk. 4. Er motordrivið akfar, ið ikki er longri og breiðari enn ávikavist 6 m og 2 m, parkerað fram við vegjaðaranum í fjølbygdum øki, nýtist tað einans at hava støðuljós (parkeringsljós) og baklykt inn móti miðjuni á vegnum tendraðar, uttan so, at akfarið er koplað aftrat øðrum akfari. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at serlig síðulykt verður nýtt í staðin.

Stk. 5. Tá ið samankoplað akfør steðga ella verða parkerað, hevur ásetingin í § 35, stk. 1, pkt. 2 gildi.

 

§ 35c. § 35b hevur ikki gildi, um vegurin hevur so gott lýsi, at akfarið skilliga sæst nóg langt burturi, ella um tað er steðgað ella parkerað á parkeringsplássi ella øðrum øki, ið er avmerkt til parkering.

Stk. 2. Ljós nýtist heldur ikki at vera tendrað á tvíhjólaðari súkklu, tvíhjólaðari súkklu við hjálpimotori (prutli) ella tvíhjólaðari motorsúkklu við ongum síðuvogni, um so er, at akfarið verður sett uttast á vegjaðaranum.

§ 35d. § 35c hevur ikki gildi, um vegurin hevur so gott ljós, at akfarið skilliga sæst nóg langt burturi, ella um tað er steðgað ella parkerað á parkeringsplássi ella øðrum øki, ið er merkt av til parkering.

Stk. 2. Ljós nýtist heldur ikki at vera tendrað á tvíhjólaðari súkklu, tvíhjólaðari súkklu við hjálpimotori (prutli) ella tvíhjólaðari motorsúkklu við ongum síðuvogni, um so er, at akfarið verður sett uttast við vegjaðaran.

(nýggj) § 36b. Húsvognur má ikki nýtast til flutning av persónum
Yvirskrift til § 42:

Trygdarbelti

Yvirskrift til § 42:

Trygdarútgerð

§ 42. Um sæti í bili hevur trygdarbelti, eigur tann, sum í sætinum situr, at nýta tað, meðan koyrt verður.

Stk. 2. Skylda til at nýta trygdarbelti geldur ikki við bakking, ella tá koyrt verður á bilplássi, tænastustøð, verkstaðartúni ella í líkum umstøðum.

Stk. 3. Skylda til at nýta trygdarbelti geldur ikki fyri tey, ið eru yngri enn 15 ár ella lægri enn 150 cm. Landsstýrið kann seta reglur, sum loysa aðrar persónar enn teir, ið nevndir eru í pkt. 1, frá skylduni at nýtatrygdarbelti.

Stk. 4. Skylda til at nýta trygdarbelti geldur heldur ikki fyri hýruvognskoyring, koyring hjá postverkinum á rættiliga tætt bygdum øki í ørindum at bera út brøv og pakkar, tøma postkassar, og koyring hjá løgregluni til varðhaldsendamál og flutning av handtiknum og øðrum, ið kunnu vera til vanda, meðan koyrt verður. Landsstýrið kann seta reglur, ið loysa frá skyldu at nýta trygdarbelti við onnur serstøk sløg av koyring.

 

§ 42. Um sæti í einum bili ella tríhjólaðari motorsúkklu hevur trygdarbelti, skal hetta undir koyring nýtast av tí persóni, sum í sætinum situr. Ferðandi á baksetrinum í bilum skulu, um sæti við trygdarbelti er tókt á baksetrinum, nýta hetta sæti.

Stk. 2. Børn, sum eru fylt 3 ár, men enn ikki 7 ár, kunnu ístaðin fyri trygdarbelti nýta barnastól. Saman við trygdarbeltinum kann selakoddi nýtast.

Stk. 3. Børn undir 3 ár skulu undir koyring í bili til í mesta lagi 9 persónar við førara og í bili við einari loyvdari totalvekt uppá ikki yvir 3.500 kg nýta trygdarbelti, barnastól ella aðra trygdarútgerð, tillagað hæddini og vektini á barninum. Skyldan at nýta serliga tillagaða trygdarútgerð er ikki galdandi, um so er, at barnið situr á baksetrinum, og eingin trygdarútgerð er tøk til barnið.

Stk. 4. Skyldan at nýta trygdarútgerð er ikki galdandi undir bakking ella undir koyring á parkeringsplássi, bensinstøð, verkstaðarøki ella undir líknandi viðurskiftum.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann seta reglur, sum loysa ávísar persónar frá skylduni at nýta trygdarbelti. Landsstýrismaðurin kann harumframt seta reglur, sum undantaka frá skylduni at nýta trygdarbelti fyri serstøk sløg av koyring.

Stk. 6. Bilførarin skal ansa eftir, at ferðandi, sum ikki eru fylt 15 ár, nýta trygdarútgerð sambært stk. 1-3.

§ 43, stk. 3

Tá ið koyrt verður á motorsúkklu uttan fyri lyktatendringartíð, skal nærljós (stutt ljós) verða nýtt.

(strikað)
§ 47, stk. 4

Avgerð eftir § 30a, stk. 2, um staðbundna avmerking av mestu ferð verður tikin av politivaldinum við samtykki frá vegamyndugleikanum.

§ 47, stk. 4

Ásetingar um ferðmørk eftir § 30a, stk. 2 og 3 verða gjørdar av løgregluni við samtykki frá vegamyndugleikunum.

Yvirskrift til kapittul VII:

Straff v.m.

Yvirskrift til kapittul VII:

Revsing v.m.

Yvirskriftin til § 58: "Revsireglur" verður strikað.

 

 

§ 58. Við sekt verður tann revsaður, ið

1) brýtur lógir ella fyriskipanir, givnar sambært henni, smbr. tó stk. 2 og stk. 6-10

2) fjónar treytir fyri einum loyvi sambært lógini ella sambært fyriskipanum, útgivnum sambært lógina, ella

3) ger ikki eftir banni ella boðum, ið givin verða sambært lógini ella sambært fyriskipanum, útgivnum sambært lógini.

Stk. 2. Brot móti teimum fyriskipanum og bannum, ið nevnd eru í § 58b, stk. 1, nr. 1-5, verða kortini bert revsað, um steðgur ella parkering hevur verið øðrum til vanda ella óneyðugt volt ferðsluni ampa.

Stk. 3. Í fyriskipanum, ið útgivnar eru sambært lógini, kann verða ásett revsing sum sekt fyri brot móti ásetingum í fyriskipanunum.

Stk. 4. Fyri brot móti fyriskipanum, ið eru útgivnar eftir § 38, stk. 1, kann eigara ella nýtara av akfari verða áløgd sektarábyrgd, hóast brotið ikki er at rokna honum framt við vilja ella av gáloysni. Fyri sektarábyrgd verður ikki ásett broytingarrevsing.

Stk. 5. Er brot framt av partafelag, samvinnufelag ella tílíkum, kann sektarábyrgd eftir stk. 1-4 verða áløgd felagnum sjálvum.

Stk. 6. Rúskoyring við motorakfari, sbr. tó stk. 8, 2. pkt., draga (traktor) ella motoramboð, verður revsað við sekt. Hevur alkoholnøgdin í blóðinum við koyringina ella aftaná verið oman fyri 2,00 ‰, er revsingin varðhald ella fongsul upp til 1 ár. Sama er, um alkoholnøgdin í blóðinum í tíðarbili, sum nevnt er í § 16, 1. stk., pkt. 2, ella aftaná hevur verið oman fyri 2 ‰.

Stk. 7. Revsingin eftir stk. 6, 1. pkt. kann hækka til varðhald ella fongsul í 1 ár, um førarin

1) áður er dømdur fyri rús- ella promillukoyring,

2) verður funnin sekur í fleiri tilburðum av rús- ella promillukoyring, ella

3) við stórum fyrilitsloysi fyri ferðslutrygdini hevur volt fólki ella luti skaða ella elvt til vanda fyri tí.

Stk. 8. Promillukoyring verður revsað við sekt. Sama er um rúskoyring við prutli. Hevur hin seki áður verið dømdur fyri rús- ella promillukoyring, kann revsingin tó hækka til varðhald ella fongsul upp til 1 ár.

Stk. 9. Brot móti § 15, § 18, stk. 1, § 18a, stk. 1 og § 26, stk. 1, verða revsað við sekt ella, um umstøðurnar eru herðandi, við varðhaldi ella fongsli upp til 1 ár.

Stk. 10. Tann, ið koyrir motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, hóast rættindi til at vera ella gerast førandi á tílíkum akfari er frádømdur honum, verður revsaður við varðhaldi ella fongsli upp til 1 ár ella, um umstøðurnar eru serliga linandi, við sekt.

Stk. 11. Eiga bæði førarin og motorakfarið, sum hann framdi brotið við, heima í útlondum, kann løgreglan halda akfarinum eftir, til uppibornar sektir, steðg- og parkeringsgjøld, málskostnaður, endurgjaldsupphæddir ella gjøld fyri løgbundna ábyrgdartrygging eru goldin ella trygd veitt fyri gjaldingina. Er upphæddin ikki goldin, áðrenn 2 mánaðir eru lidnir frá tí, málið endaliga varð avgjørt, kann verða roynt at fáa endurgjald í akfarinum.

Stk. 12. Viðvíkjandi eftirhaldi eftir stk. 11 verður samsvarandi at nýta reglurnar í §§ 745 og 746 í rættargangslógini um lutir, ið hildið er, áttu at verið upptøkir. Eftirhald kann bert koma fyri, um tað verður hildið neyðugt til at tryggja, at nevndu upphæddir verða goldnar. Hevði tann, sum koyrdi, ikki rætt til at hava akfarið, er eftirhald ikki heimilt.

Stk. 13. Reglan í stk. 11 verður ikki nýtt, uttan viðvíkjandi steðg- og parkeringargjøldum, tá ið tann, sum koyrir, eigur heima í Finlandi, Íslandi, Noregi ella Svøríki.

(§ 58 verður býtt upp í §§ 58, 58a, 58b og 58c)

§ 58. Rúsdrekkakoyring við motorakfari, traktori ella motoramboði verður revsað við sekt. Hevur alkoholnøgdin í blóðinum undir koyringini ella aftaná verið oman fyri 2,00 ‰, er revsingin varðhald ella fongsul upp til 1 ár. Sama er galdandi, um alkoholnøgdin í blóðinum í ella aftaná tíðarbilið, sum nevnt er í § 16, stk. 1, pkt., er farin upp um 2,00 ‰.

Stk. 2. Revsingin eftir stk. 1, pkt. 1 kann hækka til varðhald ella fongsul í upp til 1 ár, um førarin

1) áður er dømdur fyri rúsdrekka- ella promillukoyring,

2) verður funnin sekur í fleiri tilburðum av rúsdrekka- ella promillukoyring, ella

3) við stórum fyrilitaloysi fyri ferðslutrygdini hevur volt fólki ella luti skaða ella elvt til vanda fyri tí.

Stk. 3. Promillukoyring verður revsað við sekt. Sama er galdandi fyri rúsdrekkakoyring við prutli. Er hin seki áður dømdur fyri rúsdrekka- ella promillukoyring, kann revsingin hækka til varðhald ella fongsul í upp til 1 ár.

Stk. 4. Brot á § 15, § 18, stk. 1, § 18a, stk. 1 og stk. 4, og § 26, stk. 1, verður revsað við sekt ella, um umstøðurnar eru herðandi, við varðhaldi ella fongsli í upp til 1 ár.

Stk. 5. Tann, sum koyrir motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, hóast viðkomandi treytaleyst er frádømdur rættin til at vera ella gerast førari á tílíkum akfari, verður revsaður við varðhaldi ella fongsli upp til 1 ár, ella um umstøðurnar eru serliga linnandi, við sekt.

§ 58a. Við sekt verður tann revsaður, sum

1) brýtur § 4, § 11, stk. 1, § 12, § 14, § 16, stk. 5-6, § 16b, stk. 1, § 17, § 18c, stk. 2 og stk. 6, § 19, stk. 1-3, § 19a, stk. 1, § 20, §§ 23-24, § 25, stk. 2, stk. 4, pkt. 2-3, stk. 5 og stk. 6, § 26, stk. 2-3, §§ 27-28, § 29, stk. 1-3 og stk. 5, §§ 29a-e, § 30, §§ 30a-b, § 31, §§ 31a-e, § 32, stk. 1-7, § 32a, § 33, § 33a, §§ 34-35, § 35a, stk. 1, § 35b, stk. 1, § 35c, § 36, stk. 1-3, § 36b, § 37, stk. 2, § 39, stk. 1-2, § 40, stk. 1, § 41, § 42, stk. 1 og stk. 6, § 42a, stk. 1-2, §§ 43-46, § 46b, § 48, stk. 4, § 49, § 51, § 53, § 55 og § 62, stk. 4.

2) brýtur tær við heimild í lógini givnu fyriskipanir,

3) fjónar treytir fyri einum loyvi sambært lógini ella sambært fyriskipanum, útgivnum sambært lógini, ella

4) ikki ger eftir banni ella boðum, ið givin eru sambært lógini ella sambært fyriskipanum, útgivnum sambært lógini.

Stk. 2. Við áseting av sekt fyri brot á § 4, § 16, stk. 5-6, § 17, § 19, stk. 1-3, § 24, stk. 1, § 28, § 29, stk. 1-2, § 29a, stk. 1-4, § 29b, § 29c, stk. 1, §§ 29d-e, § 30, § 31, §§ 31a-e, § § 32, § 32a, § 33, § 33a, §§ 34-35, §§ 35a-c og §§ 36, stk. 1-3, § 36b, § 37, stk. 2, § 39, stk. 1-2, § 42, stk. 1 og stk. 6, § 42a, stk. 1-2, §§ 43-45 og § 45a, stk. 2-3, verður ásett ein herd sekt.

Stk. 3. Sekt fyri brot á §§ 30a og 30b skal ásetast við atliti at almennu økingini av váða, sum brotið á hægstamarkið fyri ferð ber við sær. Fyri brot á hægstamarkið fyri ferð, framd við koyring av bussi og lastbili, hvørs loyvda totalvekt er yvir 3.500 kg, ella vognrøð, samansett av tílíkum akførum og skrásetingarskyldugum, viðfestum vognum, verður somuleiðis ásett ein herd sekt.

Stk. 4. Brot á tær í § 58e, stk. 1, nr. 1-7 nevndu ásetingar og forboð verða tó bert revsað, um steðgurin ella parkeringin hevur verið øðrum at váða ella til óneyðugan ampa fyri ferðsluna.

Stk. 5. Í fyriskipanum, sum verða útgivnar sambært lógini, kann ásetast sektarrevsing fyri brot á ásetingarnar í fyriskipanunum.

Stk. 6. Fyri brot á fyriskipanir, ið eru givnar sambært § 38, stk. 1, kann áleggjast eigaranum ella brúkaranum av akfarinum sektarábyrgd, sjálvt um brotið ikki kann tilroknast honum sum gjørt við vilja ella av ósketni. Fyri sektarábyrgd verður ikki ásett umskiftisrevsing.

Stk. 7. Er brotið framt av partafelag, lutafelag ella líknandi, landinum, kommunu ella kommunalum felagsskapi, kann sektarábyrgdin áleggjast felagnum, landinum, kommununi ella kommunala felagsskapinum, sum slíkt.

Inndráttur

§ 58b. Tá serliga grov ella endurtakandi brot verða framd á ferðslulógina, kann hald leggjast á tað við brotinum nýtta akfarið, um so er, at tað verður mett at vera neyðugt fyri at forða fyri fleiri brotum á ferðslulógina, og um inndrátturin ikki er órímiligur.

Stk. 2. Annars eru reglurnar í borgarligu revsilógini um inndrátt galdandi.

Afturhalding av akførum

§ 58c. Um bæði førarin og tað motordrivna akfarið, sum brotið er framt við, eru heimahoyrandi uttanlands, kann løgreglan afturhalda akfarið til skyldugar sektir, steðgi- og parkeringsgjøld, sakarmálskostnaður, endurgjøld ella gjøld fyri lógarbodna ábyrgdartrygging eru goldin, ella trygd er veitt fyri gjaldingini. Um upphæddin ikki er goldin innan 2 mánaðir eftir at avgerð er fallin í málinum, kann fulnaður gerast í akfarinum.

Stk. 2. Við atliti til at seta í verk hald eftir stk. 1 kunnu nýtast reglurnar í rættargangslógini §§ 782 og 783 um at leggja hald á lutir, ið hildið verður skulu inndragast. Akfør kunnu bert haldast aftur, um tað verður mett neyðugt fyri at tryggja gjalding av teim nevndu upphæddum. Um førarin av órøttum hevði akfarið í varðveitslu, kann hald ikki fremjast.

Stk. 3. Burtursæð frá skyldugum steðgingar- og parkeringsgjøldum kann reglan í stk. 1 ikki nýtast við atliti til førarar, ið eru heimahoyrandi í Finnlandi, Íslandi, Norra ella Svøríki.

(§ 58a-e)

Gerðir framdar uttanlands

§ 58a. Reglurnar í lógini um revsing og frádøming av koyrirættindum verða, við avmarkingum sambært §§ 7, 10, 10a og 10b í revsilógini, at nýta fyri gerðir, ið framdar eru uttanlands.

Stk. 2. Reglan í stk. 1 verður samsvarandi nýtt fyri tann, sum uttan at bróta nakra føroyska fyriskipan, ger ímóti reglum, ið galda í Finlandi, Íslandi, Noregi ella Svøríki viðvíkjandi:

1) koyrir við motorakfari uttan at fyriskipað ábyrgdartrygging er teknað fyri endurgjaldskrøv fyri skaða, ið gjørdur er við akfarinum,

2) skyldu hjá vegfarandi at gera eftir ferðsluávísingum frá løgregluni,

3) ferð á akførum,

4) plássi hjá akførum á vegnum, ferðsluleið, møti við ella koyring fram um onnur akfør, sneiðing, vending, og koyring tvørtur um jarnbreyt

5) víkiskyldu,

6) skyldu at geva neyðsendarakførum frítt at fara, ,

7) skyldu at gera eftir ávísingum, sum givnar vera við ferðslutalvum, báknum ella avmerkingum á akbreyt ella súkklubreyt,

8) steðging og parkering av akførum

9) banni fyri at nýta akfør ella sløg av akførum á ávísum vegum, t.d.vegna tyngd og stødd á akførum,

10) trygdarfyriskipanum fyri akfør og farm,

11) avmerking av akførum og farmi,

12) ljósbúnaði á akførum og nýtsla av ljósi,

13) farmi og lastevnum hjá akførum,

14) skráseting, nummarspjøldrum og tjóðarmerki,

15) koyring við ongum koyrikorti.

Stk. 3. Landsstýrið kann skipa fyri, at stk. 2 kann verða nýtt viðvíkjandi brotum, framdum í øðrum ríkjum enn teimum, ið omanfyri eru nevnd.

Stk. 4. § 58, stk. 2, geldur ikki fyri tey mál, ið nevnd eru í stk. 1-3.

(§ 58 a-e verða við ávísum broytingum til § 58d-h)

Gerðir framdar uttanlands

§ 58d. Reglurnar í lógini um revsing og frádøming av koyrirættindum verða, við avmarkingum sambært §§ 7, 10, 10a og 10b í revsilógini, at nýta fyri gerðir, ið framdar eru uttanlands.

Stk. 2. Reglan í stk. 1 verður samsvarandi nýtt fyri tann, sum uttan at bróta nakra føroyska fyriskipan, ger ímóti reglum, ið galda í Finnlandi, Íslandi, Noregi ella Svøríki viðvíkjandi:

1) koyring við motorakfari uttan at fyriskipað ábyrgdartrygging er teknað fyri endurgjaldskrøv fyri skaða, ið gjørdur er við akfarinum,

2) skyldu hjá vegfarandi at gera eftir ferðsluávísingum frá løgregluni,

3) ferð á akførum,

4) plássi hjá akførum á vegum, ferðsluleið, møti við ella koyring fram um onnur akfør, sneiðing, vending, og koyring tvørtur um jarnbreyt,

5) víkiskyldu,

6) skyldu at geva neyðsendarakførum frítt at fara,

7) skyldu at gera eftir ávísingum, sum givnar eru við ferðslutalvum, signalum ella avmerkingum á akbreyt ella súkklubreyt,

8) steðging og parkering av akførum,

9) banni fyri at nýta akfør ella sløg av akførum á ávísum vegum, t.d. vegna tyngd og stødd á akførum,

10) trygdarfyriskipanum fyri akfør og farm,

11) avmerking av akførum og farmi,

12) ljósbúnaði á akførum og nýtslu av ljósi,

13) farmi og lastevnum hjá akførum,

14) skráseting, nummarspjøldur og tjóðarmerki,

15) koyring við ongum koyrikorti.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann skipa fyri, at stk. 2 kann verða nýtt viðvíkjandi brotum, framdum í øðrum londum enn teimum, ið omanfyri eru nevnd.

Stk. 4. § 58a, stk. 4, er ikki galdandi fyri tey mál, ið nevnd eru í stk. 1-3.

Steðg- og parkeringargjøld

§ 58b. Løgreglan er heimilt at áleggja gjald fyri brot av:

1) § 33, 4. stk.,

2) § 33a, 1. stk., nr. 1, nr. 2, nr. 6, nr. 7, nr. 8 og nr. 9,

3) forboð fyri steðgi og parkering, sum er ávíst við merking,

4) forboði fyri steðgi og parkering sum ásett verður sambært § 47, hóast forboðið ikki er ávíst við merking,

5) øðrum ásetingum um steðg ella parkering, sum ásettar verða sambært §§ 47 og 47a. Avgerð um álegging av gjaldi ber ikki til at leggja fyri hægri fyrisitingarvald. Gjaldið fer í landskassan ella eftir samráðing við viðkomandi býar- ella bygdarráð í av- varðandi kommunukassa.

 

 

Stk. 2. Gjaldið verður álagt við skrivligari fráboðan, sum fest verður á akfarið, ella handað verður føraranum, um hesin er hjástaddur.

Stk. 3. Gjaldið skyldar hann, sum hevur steðgað ella parkerað órættiliga. Verður gjaldið ikki goldið til ásetta tíð, ábyrgist eisini eigarin (brúkarin) fyri gjaldinum, uttan so at tað kann prógvast, at førarin uttan rætt hevði akfarið í varðveitslu. Gjaldið kann krevjast inn við panting.

Stk. 4. Landsstýrið fyrisetur reglur um:

1) støddina av nevnda gjaldi,

2) mannagongdina við álegging og innkrevjing av gjaldinum.

Stk. 5. Landfútin kann líta serligum parkeringsansarum upp í hendur heilt ella fyri ein part at hava eftirlit við, at reglurnar, ið nevndar eru í 1. stk., verða hildnar. Landsstýrið setur greiniligar reglur um starvið hjá parkeringsansarum.

Stk. 6. Útreiðslurnar av parkeringsansarum verða goldnar úr landskassanum ella eftir samráðing við viðkomandi býar- ella bygdarráð av viðkomandi kommunu.

Steðgi- og parkeringsgjøld

§ 58e. Løgreglan kann áleggja eitt gjald fyri brot á

1) § 33, stk. 2, pkt. 1,

2) § 33, stk. 4,

3) § 33a, stk. 1, nr. 1, 2, 4, 6, 7, 8, 9 og stk. 2, nr. 1, tó bert viðvíkjandi parkering frammanfyri inn- og úkoyring til og frá húsum, og nr. 4 og 5,

4) § 47a,

5) forboð móti steðgi og parkering, sum er ávíst við merking,

6) forboð móti steðgi og parkering, sum er ásett sambært § 47, hóast forboðið ikki er ásett við merking,

7) aðrar ásetingar um steðg og parkering, sum verða ásettar sambært §§ 47 og 47a.

Stk. 2. Avgerð um áleggjan av gjaldi ber ikki til at kæra til hægri fyrisitingarligan myndugleika. Gjaldið ognast landskassanum ella, eftir samráðing við viðkomandi bý- ella bygdaráð, kommunukassanum.

Stk. 3. Gjaldið verður álagt við skrivligari fráboðan, sum verður fest á akfarið, ella handað føraranum, um hesin er hjástaddur.

Stk. 4. Gjaldsskylduna hevur hann, sum hevur steðgað ella parkerað óregluliga. Verður gjaldið ikki goldið til ásetta tíð, ábyrgdast eisini eigarin (brúkarin) fyri gjaldinum, uttan so tað kann prógvast, at førarin uttan rætt hevði akfarið í varðveitslu. Gjaldið kann krevjast inn við panting.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin fyrisetir reglur um:

1) støddina av nevnda gjaldi,

2) mannagongdina við álegging og innkrevjing av gjaldinum.

Stk. 6. Landfútin kann lata serligum parkeringsvørðum heilt ella fyri ein part at hava eftirlit við, at reglurnar, ið nevndar eru í stk. 1, verða hildnar. Landsstýrismaðurin setir greiniligari reglur um starvið hjá parkeringsvørðum.

Stk. 7. Útreiðslurnar av parkeringsvørðum verða goldnar úr landskassanum ella eftir samráðing við viðkomandi býar- ella bygdarráð av viðkomandi kommunu.

Málsviðgerð

§ 58c. Málini verða viðgjørd sum løgreglumál, smbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Er málið um eitt brot, ið kann hava við sær, at frádøming av koyrirættindum kemur til tals, verður málið, um tað ikki kann verða avgreitt við samtykki eftir § 58d, viðgjørt eftir somu reglum som mál, ið verða kærd av ríkisákæra.

Málsviðgerð

§ 58f. Málini verða viðgjørd sum løgreglumál, smbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Er málið um eitt brot, ið kann hava við sær, at frádøming av koyrirættinum kemur uppá tal, verður málið, um tað ikki kann verða avgreitt við samtykki eftir § 58g, viðgjørt eftir somu reglum sum mál, ið verða ákærd av statsákæra.

 

§ 58d. Um mál um rús- ella promillukoyring ikki verður mett at bera við sær hægri revsing enn sekt, kann landfútin í staðin fyri at lata inn ákærurit til rættin boða hinum umkenda frá, at málið kann verða avgreitt uttan rættarsókn, um hann viðgongur seg sekan í brotinum og sigur seg fúsan til innan ávísa freist, ið eftir áheitan kann verða longd, at gjalda sekt, ið uppgivin er í fráboðanini, og samtykkir í frádøming av koyrirættindum í eitt tíðarskeið, ið uppgivið er í fráboðanini.

 

 

Stk. 2. Viðvíkjandi teirri fráboðan, ið nevnd er í stk. 1, verður reglan í § 930, stk. 1 í rættargangslógini samsvarandi nýtt um innihaldið í ákæruritinum.

Stk. 3. Mál um rús- og promillukoyring, ið ikki hava við sær hægri revsing enn sekt, kann, tá ið rætturin hevur ikki orsøk til iva um, at hin umkendi er sekur, verða avgreitt við, at umkendi í rættinum samtykkir í at gjalda nærri ásetta sekt og samtykkir í, at koyrirættindini verða frádømd í nærri ásetta tíð.

 

 

 

Stk. 4. Samtykki eftir stk. 1 og 3 hava til fullgerð og endurtøkuvirkan sama gildi sum dómur.

§ 58g. Um mál um rúsdrekka- ella promillukoyring ikki verður mett at bera við sær hægri revsing enn sekt, ella tað fyriliggur eitt mál við spurningi um frádøming av koyrirættinum sambært § 59a, stk. 1, nr. 3 ella 4, kann ákæruvaldið, í staðin fyri at lata inn ákærurit til rættin, gera hin skuldsetta kunnigan við, at málið kann verða avgreitt uttan rættarsókn, um skuldsetti viðgongur seg sekan í brotinum, og váttar seg fúsan til innan eina ásetta freist, ið eftir áheitan kann verða longd, at gjalda eina í fráboðanini ásetta sekt, og harumframt tekur við treytaðari ella treytaleysari frádøming av koyrirættinum í eitt tíðarskeið, sum er ásett í fráboðanini.

Stk. 2. Viðvíkjandi teirri fráboðan, ið nevnd er í stk. 1, verður reglan í § 930, stk. 1, í rættargangslógini um innihaldið í ákæruriti nýtt samsvarandi .

Stk. 3. Mál um rúsdrekka- og promillukoyring, har spurningurin ikki er um hægri revsing enn sekt, og mál, har spurningurin um frádøming av koyrirættinum verður reistur sambært § 59a, stk. 1, nr. 3 ella 4, kunnu, tá rætturin ikki hevur orsøk til at ivast í, at hin ákærdi er sekur, verða avgreidd við at hin ákærdi í rættinum samtykkir at gjalda eina nærri ásetta sekt og samtykkir treytaða ella treytaleysa frádøming av koyrirættinum í eitt nærri ásett tíðarskeið.

Stk. 4. Samtykki eftir stk. 1 og 3 hava til fremjan og endurtøkuvirkan sama gildi sum dómur.

§ 58e. Í sambandi við fráboðan eftir § 58d, stk. 1, skal løgreglan kunna hin umkenda um, at hann, áðrenn hann tekur støðu til spurningin um samtykki, kann fáa atstøðu frá almennum verja, sambært § 733, stk. 1 í rættargangslógini. Verjanum verður latið viðurlag eftir gjaldskrá, ið løgmálaráðið í Danmørk hevur ásett fyri viðurlag í samsvarandi málum. § 58h. Í sambandi við fráboðan eftir § 58g, stk. 1, skal løgreglan kunna hin skuldsetta um, at hann, áðrenn hann tekur støðu til spurningin um samtykki, kann fáa løgfrøðiliga hjálp frá einum almennum verja, smbr. § 733, stk. 1, í rættargangslógini. Verjanum verður latin samsýning eftir teim av løgmálaráðnum í Danmark ásettu takstum fyri samsýning í samsvarandi málum.

Frádøming av koyrirættindum rús- og promillukoyring

§ 59. Rættindini til at koyra motorakfar, sum koyrikort krevst til, tó ikki prutl, skulu verða frádømd førara av tílíkum akfari, um hann hevur gjørt seg sekan í rús- ella promillukoyring. Eru umstøðurnar serliga linandi, kann sleppast undan frádøming.

Frákenning av førararætti

Rúsdrekka- og promillukoyring

§ 59. Rætturin til at koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, tó ikki prutl, skal frádømast førara av slíkum akfari, um hann hevur gjørt seg sekan í rúsdrekkakoyring.

Stk. 2. Frádøming er treytaleys.

Onnur brot

§ 59a. Rættindini til at koyra tey akfør, ið nevnd eru í § 59, skulu eisini verða frádømd førara, um so er, at

1) hann við stórum fyrilitsloysi fyri ferðslutrygdini hevur volt fólki ella luti skaða ella elvt til vanda fyri tí,

2) hann hevur koyrt við ferð, ið er meiri enn 30 km um tíman oman fyri tey ferðamark, ið sett eru í § 30a, stk. 1, og § 30b, stk. 1, 1), 2) og 3) ella er meiri enn 20 km um tíman oman fyri ferðamark, ið sett eru sambært § 30a, stk. 2 ella

3) grundir eru fyri frádøming í tí, hvussu framda brotið er háttað, og tí, sum annars er upplýst um viðurskifti hins umkenda sum førara av motorakfari.

Onnur brot

§ 59a. Rætturin til at koyra tey í § 59 nevndu akfør skal harafturat frádømast førara av slíkum akfari, um so er, at

1) hann við stórum fyrilitaloysi fyri ferðslutrygdini hevur volt fólki ella luti skaða ella elvt til vanda fyri tí,

2) hann hevur gjørt seg sekan í promillukoyring, sambært § 16, stk. 3,

3) hann hevur koyrt við ferð, ið fer upp um loyvdu hámarksferðirnar sambært § 30a, stk. 1 og stk. 3, við meira enn 30 km/t ella eina lægri ferðavmarking, ásett sambært § 30a, stk. 2, ella § 47 við meiri enn 20 km/t.

4) hann undir koyring við einum av teim í § 30b nevndu akførum er farin út um ta loyvdu ferðina fyri tílík akfør ella eina lægri ferðavmarking, ásett sambært § 30a, stk. 2, ella § 47 við meiri enn 20 km/t, ella

5) frádømingin er grundað á, hvussu brotið er háttað, og á tað, sum annars er upplýst um viðurskifti hins ákærda sum førara av motordrivnum akfari.

Stk. 2. Frádøming verður treytað, um ikki førarin

1) við vilja hevur volt skaða á annan persón ella lut, við vilja hevur elvt til nærliggjandi vanda fyri hesum ella annars hevur koyrt motordrivið akfar á serliga fyrilitaleysan hátt,

2) hevur gjørt seg sekan í tveimum ella fleiri tilburðum, ið hvør sær eru fevndir av stk. 1, nr. 1-4,

3) áður er frádømdur koyrirættin treytað, og tann nýggi tilburðurin er gjørdur í royndartíðini, ella

4) áður er frádømdur koyrirættin treytaleyst, og tann nýggi tilburðurin er gjørdur innan 5 ár eftir at frádømingartíðin er runnin.

Stk. 3. Undir serliga linnandi umstøðum kann frádøming verða treytað í førum, har frádøming eftir stk. 2 annars skuldi verið treytaleys.

Frádømingartíðin

§ 59b. Frádøming kann røkka um tíðarskeið frá 6 mánaðum til 10 ár ella fyri alla framtíð.

Stk. 2. Frádøming fyri rúskoyring, tá ið alkoholnøgdin í blóðinum við koyring ella aftaná hevur verið oman fyri 2,00 ‰, verður fyri tíðarskeið, ið er minst 2 ár og 6 mánaðir. Sama geldur, um alkoholnøgdin í blóðinum tað tíðarbil, ið nevnt er í § 16, stk. 1, 2. pkt., ella aftaná, hevur verið oman fyri 2,00 ‰.

Frádømingartíðin

§ 59b. Treytaleys frádøming verður gjørd fyri eitt tíðarskeið uppá millum 6 mánaðir og 10 ár ella fyri alla tíð. Treytaleys frádøming fyri rúsdrekkakoyring, har alkoholnøgdin í blóðinum undir ella aftaná koyringina er farin upp um 2,00 ‰, verður tó gjørd fyri eitt tíðarskeið uppá minst 2 ár og 6 mánaðir. Sama er galdandi, um alkoholnøgdin í ella aftaná tað í § 16, stk. 1, 2. pkt., nevnda tíðarskeiðið er farin upp um 2,00 ‰.

 

(nýggj) § 59c. Treytað frádøming verður gjørd við teimum treytum, at viðkomandi í eini royndartíð uppá 3 ár frá endaligum dómi ella viðtøku eftir § 58g, stk. 1 ella stk. 3, ikki koyrir motordrivið akfar undir slíkum umstøðum, at koyrirætturin skal frádømast honum. Við treytaðari frádøming verður frádømingartíðin útsett. Undir serligum umstøðum kann ásetast ein royndartíð upp til 5 ár fyri ta treytaðu frádømingina.

Stk. 2. Um tann dømdi ella tann, ið hevur tikið við frádøming eftir § 58g, stk. 1 ella stk. 3, í royndartíðini fremur ein nýggjan tilburð, ið ber við sær frádøming af koyrirættinum, ásetir rætturin eina felags frádøming fyri henda tilburð og tað áður avrádda lógarbrotið.

(§ 59c-f)

Afturtøka av koyrirættindum meðan mál er fyri

§ 59c. Metir løgreglan, at fyritreytir eru fyri, at koyrirættindi verða frádømd, kann hon taka aftur koyrirættindini fyribils. Løgreglan skal í sambandi við tað kunna føraran um royndarrættin, smbr. stk. 2.

Stk. 2. Tann, sum hevur fingið koyrirættindi afturtikin fyribils, kann krevja, at afturtøkan verður roynd av rættinum. Rætturin tekur við úrskurði avgerð um afturtøkuna.

Stk. 3. Tað tíðarbil, sum koyrirættindini hava verið afturtikin, verður frádrigið í frádømingartíðini.

(§ 59 c-f verður við broytingum til § 59d-g)

Afturtøka av koyrirættindum meðan mál er fyri

§ 59d. Metir løgreglan, at fyritreytir eru fyri, at koyrirætturin verður frádømdur treytaleyst, kann hon fyribils taka aftur koyrirættin. Løgreglan skal í hesum sambandi vegleiða føraran um royndarrættin, smb. stk. 2.

Stk. 2. Tann, hvørs koyrirættur fyribils er tikin aftur, kann krevja, at afturtøkan verður roynd av rættinum. Rætturin tekur við úrskurði avgerð um afturtøkuna.

Stk. 3. Tíðarbilið, har koyrirætturin hevur verið tikin aftur, verður frádrigið frádømingartíðini.

Virkan av kæru o.a.

§ 59d. Kæra um frádøming, eftir at koyrirættindini eru afturtikin sambært § 59c, virkar ikki festandi fyri avgerðina um frádøming, uttan so at undirrætturin ger annað av við úrskurði. Í øllum førum kann undirrætturin eftir áheitan frá ákæruvaldinum gera av, at kæra skal ikki virka frestandi.

Stk. 2. Um so er, at í máli, sum koyrirættindi eru afturtikin eftir § 59c, verður sagdur fríkennandi dómur viðvíkjandi spurninginum um frádøming, skal koyrikortið verða afturlatið, hóast tað, at kært verður um dómin.

Virkan av kæru o.ø.

§ 59e. Kæra um dóm, har tað er hend frádøming aftaná at koyrirætturin hevur verið tikin aftur sambært § 59d, virkar ikki frestandi fyri avgerðina í dóminum um frádøming, uttan so at undirrætturin ger annað av við úrskurði. Í øðrum førum kann undirrætturin eftir áheitan frá ákæruvaldinum við úrskurði gera av, at kæra skal ikki virka frestandi.

Stk. 2. Verður í máli, har koyrirætturin er tikin aftur eftir § 59d, fríkennandi dómur sagdur við atliti at spurninginum um frádøming, ella hendir frádøming treytað, skal koyrikortið útflýggjast, hóast dómurin verður kærdur.

At fáa koyrirættindi aftur áðrenn frádømingartíðin er umliðin

§ 59e. Eru rættindini at koyra motorakfar sambært hesi ella eldri lóg frádømd einum í longri tíð enn 3 ár, kann spurningurin um at fáa rættindini aftur, áðrenn frádømingartíðin er úti, verða lagdur fyri dómstólarnar. Fyriløgan fer fram eftir reglunum í § 78, stk. 3 í revsilógini og kann í fyrsta lagi vera, tá ið trý ár eru liðin av frádømingartíðini. Rættindini kunnu ikki verða afturgivin, uttan so at serstakar umstøður liggja fyri. Hava rættindini fyrr verið frádømd hesum sama, er tað ikki uttan sum undantak, at koyrirættindini kunnu verða afturveitt, og tá í fyrsta lagi, tá ið 6 ár eru liðin av frádømingartíðini.

 

At fáa koyrirættin aftur áðrenn

frádømingartíðin er umliðin

§ 59f. Er rætturin til at koyra motordrivið akfar sambært hesi ella eldri lóg frádømd nøkrum í longri tíð enn 3 ár, kann spurningurin um at fáa rættin aftur, áðrenn frádømingartíðin er úti, verða lagdar fyri dómstólarnar. Fyriløgan fer fram eftir reglunum í § 78, stk. 3, í revsilógini og kann í fyrsta lagi vera, tá ið trý ár eru liðin av frádømingartíðini. Rætturin kann bert fáast aftur, tá serstakar umstøður gera seg galdandi. Hevur rætturin til at vera førari áður verið frádømdur viðkomandi, kann afturveitan av koyrirættinum, áðrenn frádømingartíðin er útliðin, bara henda sum undantak og í fyrsta lagi, tá ið 6 ár eru liðin av frádømingartíðini.

Stk. 2. Er koyrirætturin frádømdur vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, kann spurningurin um at fáa koyrirættin aftur tó leggjast fyri dómstólarnar, tá helvtin av frádømingartíðini - tó í minsta lagi 1½ ár - er fráliðið. Um koyrirætturin í slíkum førum er frádømdur fyri allar tíðir, kann spurningurin um at fáa koyrirættin aftur í fyrsta lagi leggjast fyri dómstólarnar, tá ið 5 ár av frádømingartíðini eru fráliðin. Koyrirætturin kann einans fáast aftur, um viðkomandi í minst 1 ár frammanundan at málið verður lagt fyri rættin, hevur yvirhildið eina eftiransandi viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu.

Endurgjald fyri afturtøku ella frádøming av koyrirættindum

§ 59f. Reglurnar í kapitli 93a í lóg um rættargang verða nýttar um endurgjaldskrøv fyri frádøming ella afturtøku av koyrirættindum vegna revsisókn.

Endurgjald fyri afturtøku ella frádøming av koyrirættinum

§ 59g. Reglurnar í kapitli 93a í rættargangslógini verða nýttar um endurgjaldskrøv fyri frádøming ella afturtøku av koyrirættinum vegna revsisókn.