Ansingarsamsýning

 

64  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 4. mars, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 64 frá 5. juni 1984 um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 1, stk. 2, verður orðað soleiðis:
  2. "Stk. 2. Samsýningin er tann sama sum miðal fyritíðarpensjón."

  3. § 2 verður orðað soleiðis:
  4. "§ 2. Lógin verður umsitin av Almannastovuni. "

  5. Í § 2, stk. 3, verður "Landsstýrið" broytt til: "Landsstýrismaðurin".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000.
Stk. 2 Allur tann danski teksturin í lógini verður strikaður.

Almennar viðmerkingar

Ein nýggj lóg er samtykt um almannapensjónir, sum kom í gildi 1. januar 2000. Í núgaldandi lóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima verður víst til einkjupensjón við fullari uppískoytisveiting. Ásetingarnar um einkjupensjón, sum áðrenn høvdu heimild í forsorgarlógini, fóru úr gildi við lógini um almannapensjónir.

Einkjupensjón við fullari uppískoytisveiting svarar til miðal fyritíðarpensjón sambært núgaldandi almannapensjónslóg.

Henda lógarbroyting er bert ein tillaging til aðra lóggávu. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum ætlar at endurskoða lógina í síni heild seinni í ár, so møguligar lógarbroytingar fáa gildi frá ár 2001.

Tey síðstu tvey árini hava umleið 110 fólk nýtt hesa skipan, og hava tey í miðal fingið útgoldið umleið kr. 58.000 um árið. Miðal fyritíðarpensjón svarar til kr. 87.984 um árið ella kr. 7.332 um mánaðin.

Ongar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar standast av hesum uppskoti.

1. viðgerð 14. mars 2000. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 28. mars 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Uppskotið er ein teknisk rætting og tillaging, sum er neyðug í sambandi við broytingar í aðrari lóggávu.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 27. mars 2000.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 30. mars 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 11. apríl 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 520-0005/2000
Ahs.j.nr. 0.21-9901680
Ll.nr. 52 frá 10.05.00