Menningarstova

 

65  Uppskot til  løgtingslóg um Menningarstovu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000,4. mars, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um Menningarstovu

§ 1. Menningarstovan (Faroe Islands Trade Council) hevur til endamáls at menna ídnað, handverk og tænastuvirksemi og í sambandi við hetta veita ráðgeving og upplýsing innan tøkni, búskap, leiðslu og útflutning.

§ 2. Landsstýrismaðurin skipar eitt ráð, sum í øllum lutum er ráðgevandi mótvegis landsstýrismanninum og Menningarstovuni.
Stk. 2. Ráðið hevur 7 limir, valdir av landsstýrismanninum. Av hesum skulu 5 umboða vinnuna, 1 útbúgvingarverkið við serligum atliti at gransking/útbúgving, vend móti vinnulívinum, og 1 limur umboða Vinnumálastýrið.
Stk. 3. Ráðið skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni.
Stk. 4. Ráðslimirnir verða valdir fyri 4 ár.

§ 3. Landsstýrismaðurin setir stjóran fyri Menningarstovuna eftir tilmæli ráðsins. Stjórin hevur dagligu leiðsluna um hendi. Stjórin er fastur skrivari hjá ráðnum.

§ 4. Landsstýrismaðurin kann, eftir tilmæli frá ráðnum, áseta reglur um gjald fyri veittar tænastur.
Stk. 2. Menningarstovan kann, við stuðli frá og í samstarvi við kommunurnar, seta fólk úti um landið at skipa fyri virksemi sambært § 1.

§ 5. Menningarstovan ger á hvørjum ári ársfrágreiðing um virki stovunnar, sum verður at almannakunngera.

§ 6. Landsstýrismaðurin ger eftir uppskoti frá ráðnum reglugerð fyri Menningarstovuna og ráðið.

§ 7. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2000.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 46 frá 5. mai 1987 um Menningarstovu.

 

Almennar viðmerkingar

A. Galdandi lóggáva
Galdandi lóggáva er løgtingslóg nr. 46 frá 5. mai 1987 um Menningarstovu. Menningarstovan hevur til endamáls at menna ídnað, handverk og tænastuvirksemi, og í sambandi við hetta ráðgeving innan tøkni, búskap, útflutning av vørum og skeiðvirksemi.

Við tí endamáli at seta á stovn eitt útflutningsráð vórðu í 1998 á løgtingsfíggjarlógini fyri 1999 játtaðar 2,2 mió. kr. við fylgjandi viðmerkingum: "Sett verður á stovn eitt útflutningsráð. Ráðið skal ráðgeva um útflutning av føroyskum vørum og tænastum". Nevnda upphædd er sett av sum liður í eini uppfylging av ásetingini í punkt 6.1. í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu.

Í hesum sambandi setti landsstýrismaðurin eina nevnd at kanna, m.a. hvørjar uppgávur eitt føroyskt útflutningsráð skal hava um hendi, og hvussu eitt útflutningsráð skal skipast. Í nevndini vóru umboð frá Løgmansskrivstovuni, Fiskimálastýrinum, Vinnuhúsinum og Vinnumálastýrinum.

Arbeiðsbólkurin skuldi, við støði í royndum við útflutningsráðum í øðrum londum, royndum í Føroyum at menna føroyskan útflutning og tørvinum hjá føroyskari vinnu, gera uppskot til:

    1. hvussu eitt útflutningsráð skal skipast
    2. hvørjar uppgávur eitt útflutningsráð skal taka sær av
    3. hvussu eitt útflutningsráð skal fíggjast
    4. hvør fíggjarligi - og stýringsparturin hjá vinnuni skal vera

Arbeiðsbólkurin var samdur um, at tað er umráðandi at raðfesta hesar yvirskipaðu uppgávurnar viðvíkjandi útflutningi og marknaðarføring:

Viðvíkjandi skipanini av einum útflutningsráði ynsktu vinnuumboðini, at útflutningsráðið skuldi verða skipað sum sjálvsognarstovnur ella partafelag. Í øðrum lagi tóku vinnuumboðini undir við, at útflutningsráðið verður lagt í verandi skipan, og soleiðis verður ein Menningar- og Útflutningsstova, sum skuldi hava eitt ráð ella nevnd við ávísum heimildum.

Viðvíkjandi spurninginum um hvussu eitt útflutningsráð skal fíggjast, skutu vinnuumboðini upp, at tað almenna fíggjar rakstrarkostnaðin og yvirskipaðar uppgávur, meðan vinnan sjálv – heilt ella partvíst – skal fíggja tiltøk og serligar tænastur, sum t.d. marknaðarkanningar.

Menningarstovan hevur longu, sum er, brúkt part av orku síni til at menna føroyskan útflutning, og vil eitt slíkt uppskot tí vera eitt framhald av arbeiðinum hjá Menningarstovuni á økinum, bert í styrktum líki.

B. Stuttur samandráttur
Høvuðsinnihaldið í lógarbroytingini er:

    1. Størri dentur verður nú lagdur á kunningar- og marknaðarføringsuppgávur innan útflutning.
    2. Fyri at styrkja um sambandið við vinnuna og fyri at draga vinnuna meir inn í tilrættaleggingina av arbeiðinum hjá Menningarstovuni, verður eisini skotið upp, at valt verður eitt ráð fyri stovnin, har vinnan er væl umboðað. Hetta ráð verður sett í staðin fyri verandi skipan, ið er eitt stýri við 5 limum og eitt Menningarráð við 15 limum, sum ikki verður mett sum tíðarhóskandi longur. Av tí at nýggja ráðið bert hevur tilmælandi heimild mótvegis landsstýrismanninum, verður hildið, at "ráð" er meira hóskandi heitið enn "stýri".

C. Fíggjarligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur sum so ikki eyka fyrisitingarligan kostnað við sær.

Við at leggja uppgávurnar hjá útflutningsráðnum til eina broytta Menningarstovu (Faroe Islands Trade Council) vil hetta styrkja um umsitingina hjá Menningarstovuni og hava kostnaðarsparingar við sær.

D. Ummæli
Uppskotið til broytingar í lógini fyri Menningarstovuna er gjørt í samráð við stýrið fyri Menningarstovuna, og umleggingin hevur verið viðgjørd saman við ráðnum fyri Menningarstovuna. Stýrið hevur tó ta áskoðan, at heitið "stýrið" er frægari heitið enn "ráð" til tað í § 2 nevnda organ.

Eisini hevur uppskotið verið til hoyringar hjá Vinnuhúsinum og Føroya Reiðarafelag, sum bæði viðmæla lógaruppskotinum.

Viðmerkingar til tær einstøku greinirnar

Til § 1.
Í mun til verandi § 1 í løgtingslóg fyri Menningarstovu verður skotið upp, at Menningarstova Landsins nú skal eita Menningarstovan við undirnavninum Faroe Islands Trade Council. Hetta fyri at undirstrika, at stovnurin skal leggja serligan dent á útflutningspartin, t.d. at serlig deild verður skipað á stovninum, sum tekur sær av útflutningsspurningum. Eisini verður dentur lagdur á aktiva leiklutin hjá stovninum mótvegis vinnuni og møguligum nýggjum fyritakssemi.

Til § 2.
Í verandi lóg fyri Menningarstovuna er heimilað at velja bæði eitt menningarráð og eitt stýri. Henda skipanin hevur ikki verið nógv nýtt, og hevur eisini verið ført fram, at sambandið við vinnuna við hesi skipan ikki hevur verið nóg gott. Ístaðin verður skotið upp, at skipað verður eitt ráð við 7 limum - 5 teirra skulu umboða vinnuna. Ráðið hevur í øllum lutum tilmælandi heimild mótvegis landsstýrismanninum.

Til §§ 3, 4, 5 og 6.
Ásetingarnar í hesum greinum eru tær somu sum í §§ 3, 6, 7, 8 og 9 í løgtingslóg nr. 46 frá 5. mai 1987, tó við teimum tillagingum, sum eru nattúrlig fylgja av broyttu skipanini sbrt. framman fyri standandi viðmerkingum til §§ 1 og 2, og av, at mong viðurskifti nú eru regulerað í øðrum lógum og skipanum, og tí ikki hoyra heima í lóg sum hesari. Hetta er galdandi um lønarviðurskifti, um fíggjarliga støðið og um tagnarskyldu v.m.

1. viðgerð 10. mars 2000. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 30. mars legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 10. mars 2000 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 20. og 30. mars 2000.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri Vinnuhúsið, umboð fyri Menningarstovuna og landsstýrismannin í vinnumálum.

Umboðini fyri Vinnuhúsið og Menningarstovuna hava boða nevndini frá at tey kunnu taka undir við uppskotinum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 12. apríl 2000. §§ 1 - 7 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. apríl 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 524-0005/2000
Vms.j.nr. 1214-7/99
Ll.nr. 63 frá 10.05.00