Trivnaðar- og heilsuráð

 

67  Uppskot til  samtyktar um løgtingslóg um setan av einum trivnaðar og heilsuráði

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð

Ár 2000, 4. mars, løgdu tingmenninir Páll á Reynatúgvu,  Finnur Helmsdal, Tórbjørn Jacobsen, Jóanis Nielsen, Rúna Sivertsen og Jenis av Rana fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar

um løgtingslóg um setan av einum trivnaðar- og heilsuráði

Heitt verður á landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum um, í seinasta lagi í ólavsøkutingsetuni 2000 at leggja lógaruppskot fyri tingið um setan av einum trivnaðar- og heilsuráði.

Ráðið skal gera eina útgreining av føroyska almanna- og heilsuverkinum og gera uppskot til eina langtíðarætlan við tí endamáli at tryggja eitt høgt og nøktandi støði á almennu, føroysku vælferðartænastunum. Endamálið skal vera at hava einfaldar og gjøgnumskygdar skipanir, ið kunnu umsitast rættartrygt so nær borgarunum sum gjørligt.

Heitt verður á landsstýrismannin um í lógaruppskotinum at skjóta upp tal og samanseting av nevndarlimum og at gera útgreinaðan arbeiðssetning fyri ráðið, ið tó ikki skal fevna um bygnaðin í heilsuverkinum.

Viðmerkingar

Seinastu árini er hópur av frágreiðingum og álitum komin á tingborð, sum viðgera grundarlagið fyri einum sjálvstøðugum føroyskum vælferðarsamfelag. Í hesi tingsetuni hava vit m.a. viðgjørt Hvítubók, frágreiðingina frá útbúgvingarnevndini og seinast Caragata-álitið.

Men tørvur er á at fáa eina gjølliga politiska viðgerð av almanna- og heilsuøkinum, sum hevur so alstóran týdning fyri trygdina og trivnaðin hjá øllum landsins íbúgvum.

Bæði almanna- og heilsmál vórðu í 1979 yvirtikin eftir § 9 í heimastýrislógini, sum hevði við sær, at umsitingin fór fram hjá føroyskum myndugleikum, meðan danski statskassin endurrindaði útreiðslurnar.

Málsøkið og fíggjarliga ábyrgdin eru formliga enn hjá donskum myndugleikum, men Løgtingið kann gera lógir við heimild í donskum rammulógum, ið eru samtyktar á Fólkatingi. Í veruleikanum hava málsøkini verið umsitin í Føroyum eftir danskari lóggávu, sum hevur verið í gildi ella er sett í gildi í føroyskum líki. Eingin grundleggjandi viðgerð hevur tí verið av økinum í síni heild.

Í 1988 vórðu heilsumálini saman við skúlamálum ein partur av umleggingini til blokkstuðulsskipan, meðan almannamál ikki fyrrenn í 1993 - eftir stórum trýsti frá donsku stjórnini - eisini vórðu fevnd av blokkstuðulsskipanini. Tá varð samstundis gjørt greitt frá donsku stjórnini, at hóast formliga ábyrgdin er í Danmark, mugu løgting og landsstýri sjálvi taka ábyrgdina av føroysku vælferðartænastunum.

Nógvir føroyingar tykjast enn halda, at danski statskassin rindar beinleiðis fyri almanna- og heilsuøkið. Men, sum m.a. verður víst á í Hvítubók, er einki beinleiðis samband millum blokkstuðulin (heildarveitingina) og hesi øki. Heildarveitingin verður ikki regulerað eftir nøkrum staðfestum tørvi í føroyska almanna-, heilsu- ella skúlaverkinum, men er hinvegin ein inntøkupostur á fíggjarløgtingslógini saman við skattum, avgjøldum o.ø. Sostatt mugu føroyskir politikarar raðfesta almanna- og heilsumál á fíggjarlógini saman við øllum øðrum játtanum.

Á fíggjarlógini fyri ár 2000 er blokkstuðulin settur á eina grein fyri seg og raðfestur soleiðis, at bara góðar 300 milliónir av heildarveitingini verða brúktar til rakstur, sambært fíggjarlógini. Játtanirnar til almanna- og heilsumál eru langt síðani - við øðrum inntøkum hjá landskassanum - vaksnar langt upp um tað, ið á sinni varð roknað í blokkstuðuli.

Samlaðu útreiðslurnar á løgtingsfíggjarlógini fyri ár 2000 eru kr. 2.834.798. Av hesum eru í alt kr. 1.399.723 játtaðar til trivnaðarmál, harav kr. 1.023.841 til almannamál.

Hóast hesar alstóru og grundleggjandi broytingar er almanna- og heilsuøkið ongantíð viðgjørt og nágreiniliga lýst.

Samgongan hevur sett sær fyri at skipa Føroyar sum fullveldisríki, har føroyingar taka fulla ábyrgd og ræði á øllum málsøkjum. Skal vælferðin tryggjast í einum sjálvstøðugum og sjálvfíggjandi Føroyum, er neyðugt, at vit hava so greiðar útgreiningar av trivnaðarøkinum sum møguligt, soleiðis at føroyska almanna- og heilsuverkið kann mennast - á minst sama stigi sum í hinum Norðanlondunum.

Øll lond, sum vit vanliga samanbera okkum við, eru farin í holt við at endurskoða sínar vælferðarskipanir til tess at skapa trygd og rættvísar skipanir fyri framtíðina.

Føroyar hava allar fortreytir fyri at læra av royndum hjá øðrum og seta skjøtil á síni egnu boð upp á framtíðar vælferðarsamfelagið - ið møguliga eisini onnur lond kunnu læra av.

Neyðugt er tí at seta eitt trivnaðar- og heilsuráð at arbeiða burturav við hesi avbjóðing. Ráðið eigur at gera eina gjøgnumgangandi lýsing og viðgerð av almannaøkinum og tí partinum av

heilsuverkinum, ið ikki hevur við sjálvan bygnaðin at gera.

Serligur dentur skal leggjast á, hvussu almannaverkið kann skipast eftir føroyskum fortreytum, og hvussu tað kann skipast í nærumhvørvinum hjá borgarunum.

Aðaltátturin í útgreiningararbeiðinum má vera, at almannaverkið skal kjølfestast í tí samhaldsfesti,

ið framvegis er í føroyska samfelagnum, og at almannaveitingarnar koma teimum til góðar, ið hava størsta tørvin á teimum.

Ráðið skal ikki viðgera sjálvan bygnaðin í heilsuverkinum, men tað skal útgreina, hvørjar uppgávur heilsuverkið skal røkja. Somuleiðis skal viðgerast, hvussu heilsuverkið umframt sjúkrarøktina eisini kann røkja fyribyrgjandi uppgávur.

Ráðið eigur at mannast við fólki, ið hevur ymiskan førleika og royndir á økinum, umframt við fólki, ið hevur royndir og íblástur frá øðrum samfeløgum.

Mælt verður til, at ráðið skal arbeiða skjótt soleiðis, at tað kann lata frágreiðing sína, úr hendi í seinasta lagi 31. desember 2001. Neyðuga játtanin verður somuleiðis at fylgja við lógaruppskotinum.

Við hesum verður málið lagt fyri Løgtingið.

1. viðgerð 22. mars 2000. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 7. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Tingmenninir Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Tórbjørn Jacobsen, Jóanis Nielsen, Rúna Sivertsen og Jenis av Rana hava lagt uppskotið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 22. mars 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 27. mars og 4. apríl 2000. Undir viðgerðini hevur nevndin fingið skriv frá felagnum Sinnisbata.

Ein meiriluti í nevndini (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Tó viðmerkir Finnur Helmsdal, at arbeiðssetningurin hjá ráðnum er ov breiður, og mælir hann til, at eitt ráð verður valt til at lýsa almannaøkið og eitt til heilsuøkið.

Ein minniluti (Hans Pauli Strøm og Kristian Magnussen) tekur ikki undir við uppskotinum og hevur hesar viðmerkingar.

Uppskotið er tikið úr leysum lofti og og ikki sæðst, hvat miðað verður eftir. Einki verður sagt um, hvørjum sosial- og heilsupolitiskum meginreglum setast skal út í kortið eftir. Hetta verður alt latið upp í hendurnar á landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum, ið eftir minnilutans tykki ikki hevur neyðugu hugsjónirnar, skal nakað munagott spyrjast burtur úr einum slíkum ráð. Ikki kann sigast, at verandi samgonga umsitur almanna- og heilsøkið við hepnari hond.

Minnilutin skilir ikki, hvussu tær ber til, at samgongumeirilutin heldur seg hava fíggjarliga orku, uml.1 til 2 mió kr., at nýta til hetta ráð, tá eingin vilji og fíggjarlig orka tykist vera til at fáa verandi almanna- og heilsuskipanir at virka til fulnar. Harumframt kann staðfestast, at tað lóggávuarbeiðið, ið verandi samgonga hevur borðreitt við, er ónøktandi og ógjøgnumhugsað. Pensjónslógin er eitt gott dømi um lóggávu, ið skuldi eitast at vera einføld, men endaði sum ein hurlivasi. Uppskotið um dagstovnar og dagrøkt er annað dømið.

Á heilsuøkinum tykist eingin vilji til bata. Sjúkrahúsini fáa ikki neyðuga fíggjarliga orku til raksturin, og Landssjúkrahúsinum tørvar eina ½ mia. kr til útbýgging, umbygging og viðlíkahald, uttan at samgongan letst um vón, men borðreiðir við aðalorðaskiftum og ráðum av ymsum slagi.

Skal eitt slíkt ráð setast á stovn, eigur minsta kravið til uppskotsstillararnar at verða, at hesir settu út í kortið, hvat miðað er eftir, og hvørjum hugsjónarligum leisti vælferðarskipanir okkara skulu virka eftir, bæði í dag og frameftir.

Minnilutin mælir tí Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti (Marjus Dam) vísir á, at í uppskotinum verður nevnt, at endamálið skal síggjast í ljósinum av, at Føroyar skulu skipast sum fullveldi.

Einki verður nevnt um, hvørjar fíggjarligar karmar okkara heilsa og trivnaður skal arbeiða undir í einum komandi fullveldi. Uppskotsstillararnir velja at lata vera við at koma við nøkrum boði upp á tað, sjálvt um hesi viðurskiftir eru nærum altavgerandi fyri støðið innan heilsu og trivna.

Sambandsflokkurin vil vísa á, at eftir at seinastu upplýsingarnar í fullveldismálinum eru kunngjørdar, er greitt komið fram, at skiftistíðin verður stutt, umframt at gjaldast skal fyri tænastur veittar uttanlanda. Einki er at ivast í, at tað fer at hava álvarsligar avleiðingar, nevniliga fyri heilsu og trivna føroyinga, tí vandi er fyri, at heilsu- og almannaverk okkara verður dyggiliga rakt orsakað av fíggjarligum niðurskurði.

Einki er heldur at ivast í, at eitt slíkt ráð t.d. eigur at taka støðu til at lata aftur eitt ella tvey av teimum trimum sjúkrahúsunum her á landi, um fullveldi gerst veruleiki.

Sambandsflokkurin metir als ikki, at nakað munadygt fer at spyrjast burturúr, um ikki fíggjarliga síðan verður tikin við í metingina hjá ráðnum. Tí annars fara bara at koma nakrar tómar endamálsorðingar úr hesum. Helst orðingar, ið seta upp dygg endamál, ið fíggjarligur møguleiki ikki verður fyri at gjøgnumføra í fullveldinum.

Sambandsflokkurin metir, at ríkisrættarliga støðan eigur at greiðast í fyrstu atløgu. Síðan er betri møguleiki at meta um, hvør ítøkiliga uppgávan verður hjá einum heilsu- og trivnaðarráði. Um støðið kann hækkast, ella um tað skal lækkast.

Sambandsflokkurin tekur tí í løtuni ikki undir við uppskotinum um at seta á stovn eitt heilsu- og trivnaðarráð og mælir Løtinginum frá at samtykkja tað.

2. viðgerð 12. apríl 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 15-2-12.