Rúsdrekkalógin

 

68  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000,  4. mars, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 4. juni 1996 og løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 1996, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 4, stk. 2, verða orðini "eftir samráðing við rúsdrekka- og narkotikaráðið" strikað.
  2. Í § 8, stk. 2, verða orðini "eftir samráðing við rúsdrekka- og narkotikaráðið" strikað.
  3. Í § 9, stk. 3, verður "ein lækni" broytt til: "eitt umboð úr Fyribyrgingarráðnum".
  4. § 13, nr. 1, verður strikað.
  5. Í § 13, nr. 2, sum verður broytt til § 13, nr. 1, verður "rúsdrekka- og narkotikaráðið" broytt til: "loyvisnevndina".
  6. Í § 13, nr. 3, sum verður broytt til § 13, nr. 2, verður "rúsdrekka- og narkotikaráðið" broytt til: "loyvisnevndina".
  7. § 13, nr. 4, verður broytt til § 13, nr. 3.

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis verður danski teksturin í løgtingslógini strikaður.

Viðmerkingar

Nú ætlanin er at taka av Rúsdrekka- og Narkotikaráðið, Tubbaksráðið og Aids-ráðið, og í staðin stovna eitt nýtt Fyribyrgingarráð (víst verður til løgtingsmál nr. 12/1999: Uppskot til løgtingslóg um Fyribyrgingarráð), er neyðugt at fremja nakrar smærri lógarbroytingar, sum viðvíkja teimum ráðum, ið verða tikin av.

Rúsdrekka- og Narkotikaráðið hevur eftir rúsdrekkalógini uppgávur eftir § 4, stk. 2, § 8, stk. 2, og § 13. Almanna- og Heilsumálastýrið hevur boðað frá, at Fyribyrgingarráðið ikki er egnað at røkja tær praktisku uppgávurnar, sum eftir rúsdrekkalógini í dag liggja hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum. Hugsað verður um ávirkan á skipan og rakstur av Rúsdrekkasøluni; veitan av heimild og um sølu av øli frá bryggjaríunum, eins og reglur um skeinkiloyvir o.a.t. Hesar uppgávur eru fyri ein stóran part lagdar til Rúsdrekka- og Narkotikaráðið, av tí at ráðið er mannað við umboðum fyri teir myndugleikar, sum í teirra dagliga arbeiði koma í samband við rúsdrekka á ymiskan hátt. Endamálsgreinin í lógaruppskotinum um Fyribyrgingarráð leggur ikki upp til, at nevndu uppgávur skulu liggja hjá Fyribyrgingarráðnum. Almanna- og Heilsumálastýrið upplýsir, at ætlanin við Fyribyrgingarráðnum hinvegin er, at hetta ráð skal vera eitt fakráð burturav, sum skal kunna meta um, hvar tørvurin á fyribyrging er størstur. T.v.s., at Fyribyrgingarráðið skal kunna meta um, hvørjir heilsutrupulleikar kunnu væntast at gerast teir størstu í framtíðini, og hvussu hesir kunnu fyribyrgjast.

Skotið verður tí upp, at "Rúsdrekka- og Narkotikaráðið" verður strikað í § 4, stk. 2, og § 8, stk. 2, meðan uppgávurnar, sum Rúsdrekka- og Narkotikaráðið hevur eftir § 13, nr. 2-3, verða lagdar til loyvisnevndina.

Fyri at loyvisnevndin betur kann røkja fráhaldslig atlit, sbr. § 11, stk. 2, verður skotið upp, at loyvisnevndin verður sett soleiðis saman, at ístaðin fyri lækna verður umboð fyri Fyribyrgingarráðið valt í loyvisnevndina.

Mett verður ikki, at uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar við sær fyri landskassan.

1. viðgerð 14. mars 2000. Tingmálini nr. 12, 19 og 68 viðgjørd undir einum. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 7. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt uppskotið fram tann 1. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 27. mars 2000.

Uppskotið er ein avleiðing av løgtingsmáli nr. 12/1999: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgingarráð. Vísandi til viðmerkingarnar í hesum løgtingsmáli mælir nevndin til, at lógaruppskotið ikki fær gildi fyrr enn 1. januar 2002.

Ein samd nevnd mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við nevndu broyting, og setir tí fram soljóðandi  

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

Í § 2 verða orðini "dagin eftir, at hon er kunngjørd" broytt til "1. januar 2002"

2. viðgerð 12. apríl 2000. Broytingaruppskot frá trivnaðarnevndini til § 2 samtykt 23-1-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-1-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. apríl 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-4-1. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 524-0006/2000
Ll.nr. 64 frá 10.05.00