Skattalógin - áseting

 

71  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000,  4. mars, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 5, stk. 2 og 3, verður "27%" broytt til: "20%".
  2. Í § 5 verður sett sum stk. 4:

"Stk. 4. Skatturin av skattskyldugari inntøku, sum verður gjørd upp sambært § 4 í kolvetnisskattalógini, verður ásettur til 27%. Skatturin fellur til landskassan."

§ 2

Henda lóg fær gildi frá roknskaparskeiðnum, sum fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum 2000.

Almennar viðmerkingar

Í hesum uppskoti verður mælt til at lækka partafelagsskattin úr 27% niður í 20%.

Uppskotið er liður í einum størri vinnuskattareformi, ið Fíggjarmálastýrið arbeiðir við. Somuleiðis skal uppskotið síggjast sum liður í ætlan landsstýrisins at lækka skattatrýstið í landinum. Sum kunnugt er nógv ferð á búskapi okkara í løtuni, og heldur landsstýrið tað tí ikki vera ráðiligt at lækka tað generella skattatrýstið júst nú. Men talan er um eina broyting, ið sum frá líður kemur at eggja til vinnuligt fyritakssemi og styrkja kappingarstøðu okkara mótvegis útlandinum.

Viðmerkjast skal, at vinningsbýtisavgjaldið framhaldandi verður 35%. Hetta merkir, at effektivi marginalskatturin lækkar úr 52,55% niður í 48%.

Skatturin av skattskyldugu inntøkuni hjá partafelagnum + tað, sum verður tikið út sum vinningsbýti, sæst í niðan fyri vístu talvu:

 

27% P/F-skattur

20% P/F-skattur

a. Inntøka P/F

100

100

b. Goldin P/F-skattur

27

20

c. Vinningsbýti frá P/F

73

80

d. Vinningsbýtisgjald (35% av c)

25,55

28

e. Effektivur P/F-skattur (b+d)

52,55

48

 

Orsøkin til, at lækkingin bert verður gjørd í sjálvum partafelagsskattinum og ikki í vinningsbýtisavgjaldinum, er ynski um, at partafeløg skulu konsolidera seg heldur enn at luta yvirskotið út sum vinningsbýti.

Fíggjarligar avleiðingar
Beinleiðis kostnaðurin av uppskotinum við álíkningini í 1998 sum grundarlag er umleið 33 mió. krónur fyri landskassan og 20 mió. krónur fyri kommunukassarnar. Viðmerkjast skal, at kostnaðurin av uppskotinum ikki ávirkar fíggjarlógina í 2000. Hetta er orsakað av, at sjálvuppgávan fyri roknskaparárið, ið endar í ella fellur saman við 2000, ikki skal sendast inn fyrr enn 1. juni 2001, og skatturin gjaldast í oktober, november og desember 2001.

Roknað verður við, at uppskotið fer at eggja til vinnuligt fyritakssemi og styrkja kappingarstøðu okkara mótvegis útlandinum, og verður sostatt mett, at skattainntøkurnar frá partafeløgum sum frá líður fara at hækka.

Fyrisitingarligar avleiðingar
Uppskotið gevur ikki Toll- og Skattstovu Føroya øktar fyrisitingarútreiðslur.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar

Til § 1:
Ad 1)
Við hesi broyting verður skotið upp at lækka partafelagsskattin úr 27% niður í 20%.

Ad 2)
Við hesi broyting vil inntøkan sambært kolvetnisskattalógini framvegis verða skattað við 27%.

Inntøkurnar sambært kolvetnisskattalógini, sum framvegis verða skattaðar við 27%, eru tær, sum verða umrøddar í § 4, stk. 1 og 2, í kolvetnisskattalógini. Her snýr tað seg um inntøkur av beinleiðis at gagnnýta tilfeingið í sambandi við kolvetnisframleiðslu, men ikki av "avleiddari" inntøku eitt nú av kanningum og sølu av hesum, veitingartænastu og øðrum tænastulíkum virksemi.

Tær fyritøkur, sum koma at gagnnýta tilfeingið í sambandi við kolvetnisframleiðslu, fara í flestu førum at verða útlendskar. Grundgevingin fyri at hava 27% í skatti í Føroyum er, at í fleiri førum fer skatturin annars at falla til útlandið. Eitt nú vil USA skatta munin millum 20% og 35%. Eru tað lond, sum ikki vilja góðtaka skattin upp á 20%, sum ein veruligan skatt, vilja tey heldur ikki í sínum skatti geva ein lætta fyri okkara skatt.

Til § 2:
Henda broyting hevur við sær, at feløg, ið hava roknskaparár, sum enda í ella fella saman við álmannakkaárið 2000 ella seinni, verða skattað við 20% av skattskyldugu inntøkuni. Av skattskyldugu inntøkuni, ið verður uppgivin á sjálvuppgávuni, ið verður latin inn í 2000, t.e. fyri roknskaparárið, sum endar í 1999, skal rindast 27%.

1. viðgerð 14. mars 2000. Tingmálini nr. 71 og 85 viðgjørd undir einum. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 24. mars 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 4. mars 2000 og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2000 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 20. og 22. mars 2000. Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Eyðun Viderø og Sámal Petur í Grund) tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) hevur hesar viðmerkingar: Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður sagt, at uppskotið um at lækka partafelagsskattin frá 27% til 20% skal síggjast sum liður í ætlan landsstýrisins at lækka skattatrýstið í landinum, men at landsstýrið heldur tað ikki vera ráðiligt at lækka tað generella skattatrýstið júst nú, tí ov nógv ferð er á búskapinum í løtuni.

Hesa undanførslu kann minnilutin ikki taka undir við, tí sum útlitini eru, fer henda skattalækking ikki at koma teim til góðar, sum veruliga hava størsta tørvin, og heldur ikki fer hon at eggja til vinnuligt fyritaksemi ella styrkja kappingarstøðu okkara móti útlandinum, sum annars verður ført fram.

Minnilutin (Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) sær tí onga orsøk til at taka undir við uppskoti landsstýrisins um at lækka partafelagsskattin undir núverandi umstøðum.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) kann ikki taka undir við, at partafelagsskatturin verður lækkaður úr 27% niður í 20%.

Minnilutin vísir á, at upprunin til hetta uppskotið er, at 40 mió. kr. í nøkur ár hava staðið á fíggjarlógini, og at ætlanin við hesi upphædd var, at peningurin skuldi nýtast sum íløgustuðul í sambandi við endurnýgging av fiskiskipaflotanum. Seinasta heyst gjørdi samgongan eina semju um, at íløgustuðul ikki skuldi latast, men at samgongan í staðin skal lækka partafelagsskattin og harvið skapa grundarlag fyri eini endurnýgging av veiðuflotanum.

Sambært tølum frá Toll- og Skattstovuni fyri 1997, var samlaði partafelagsskatturin tað árið 146,9 mió. kr., men av hesum rindaðu peningastovnar og trygging 85,1 mió. kr., handil og umvæling 25,4 mió. og fiskiskapur einans 8,5 mió. kr. Um uppskotið hjá fíggjarmálastýrinum verður samtykt, fáa peningastovnar og trygging ein lætta upp á 22,1 mió. kr., handil og umvæling fær ein lætta upp á 6,6 mió., meðan fiskiskapur einans fær ein lætta upp á 2,2 mió. kr.

Javnaðarflokkurin sær onga meining í at geva peningastovnum og trygging eina skattalætta uppá 22,1 mió. kr. og handil og umvæling ein skattalætta upp á 6,6 mió. kr. við teirri grundgeving at skapa grundarlag fyri endurnýgging av fiskiskipaflotanum. Tá vit so harafturat síggja, at fiskiskapur bert fær ein lætta upp á 2,2 mió. kr., má niðurstøðan verða, at uppskotið er heilt burturvið og høpisleyst. Tað tænir á ongan hátt tí ætlaða endamálinum hjá samgonguni.

Út frá hesum viðmerkingum tekur minnilutin (Vilhelm Johannesen) ikki undir við uppskotinum og setir einki uppskot fram í málinum.

2. viðgerð 28. mars 2000. §§ 1 og 2 samtykt 16-0-14. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 30. mars 2000 løgdu tingmenninir Vilhelm Johannesen, Katrin Dahl Jakobsen, Henrik Old, Hans Pauli Strøm, Dan Reinert Petersen, Kristian Magnussen og Jenis av Rana fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

3. viðgerð

1) § 1, nr. 1, verður orðað soleiðis: "§ 5, stk. 2, verður orðað soleiðis:

"Stk. 2. Hjá partafeløgum (undantikið peningastovnum), smápartafeløgum, og lutafeløgum, sum nevnd eru í stk. 1, og sum hava partapening, ábyrgdarpening ella lutapening, sum er 80.000 kr. ella meira, verður skatturin ásettur til 20% av inntøkunum til landskassa og kommunur."

2) § 1, nr. 2, verður orðað soleiðis: "§ 5, stk. 3, verður orðað soleiðis: "Fyri vinnurekandi grunnar, ið fevndir eru av stk. 1, verður skatturin ásettur til 20% av inntøkunum til landskassan og kommnunur."

3) Nr. 2 í uppskoti landsstýrisins verður nr. 3.

4) Sum nýtt nr. 4 verður sett: "§ 5, stk. 5, verður orðað soleiðis: "Stk. 5. Fyri partafeløg, sum eru peningastovnar, sparikassar og tryggingarfeløg, sum eru fevnd av stk. 1, verður skatturin ásettur til 27 % av inntøkunum til landskassan og kommnunur.""

3. viðgerð 30. mars 2000. Broytingaruppskotið frá Vilhelm Johannesen, Jenis av Rana, Katrin Dahl Jakobsen, Hans Paula Strøm, Henrik Old, Dan R. Petersen og Kristian Magnussen til § 1 fall 7-6-17. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-3-10. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 521-0008/2000
Fms.j.nr. 2540-5/91
Ll.nr. 49/2000 frá 04.04.2000