Brennioljuavgjald

 

73  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000,  4. mars, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

§ 1

Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 97 frá 29. desember 1998, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 1, stk. 1, verður "0,95 kr. pr. litur" broytt til: "0,80 kr. pr. litur".
  2. Í § 1 verða stk. 2 og 3 strikað. Stk. 4, 5 og 6 verða hereftir stk. 2, 3 og 4.
  3. § 3a, stk. 1, verður orðað soleiðis:

"Toll- og Skattstova Føroya hevur til eina og hvørja tíð heimild til uttan rættarúrskurð at kanna vøru á goymslu, handilsbøkur og annað roknskapartilfar og brævaskifti v.m. hjá teimum, sum selja ta í § 1 nevndu vøru, og hjá teimum í § 2 nevndu skipum, bátum og virkjum."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá framløgudegnum.

Almennar viðmerkingar

Við hesum uppskoti ætlar landsstýrið at læsa fast avgjaldið á brenniolju til 80 oyru fyri liturin.

Eftir verandi reglum er avgaldið 95 oyru fyri liturin, men verður regulerað eftir, um søluprísurin á gassolju er oman fyri ella niðan fyri 2,45 kr. fyri liturin, íroknað oljuavgjald. Fyri hvørt oyra søluprísurin fer upp um 2,45 kr. fyri liturin, lækkar avgjaldið við 0,5 oyrum fyri liturin, avgjaldið kann tó ikki verða negativt, og fyri hvørt oyra søluprísurin fer niður um 2,45 kr. fyri liturin, hækkar avgjaldið við 0,5 oyrum fyri liturin. Sambært lógini verður lægsti og hægsti góðkendi søluprísurin á gassolju ásettur av prísráðnum.

Trupulleikin er, at prísráðið, ið skal áseta lægsta og hægsta góðkenda søluprís, er avtikið við lóg. Tað er tí neyðugt at broyta hesa lóg. Í 1998 var avgjaldið í miðal 98 oyru fyri liturin, og í 1999 var avgjaldið í miðal 93 oyru fyri liturin. Tað eru nú oljufeløgini sjálvi, ið áseta oljuavgjaldið, og í 1998 broyttu tey avgjaldið 13 ferðir og í 1999 18 ferðir.

Prísurin á olju á heimsmarknaðinum hevur verið hækkandi seinasta árið, og tí hevur avgjaldið eisini verið lækkandi. Oljuprísurin er í løtuni høgur, og verður roknað við, at hann kemur at halda sær á hesum høga stigi fram til medio 2000. Oljuavgjaldið liggur í løtuni beint undir 80 oyru liturin. Inntøkumetingin á fíggjarlógini 2000 byggir á eitt avgjald á 80 oyru fyri liturin. Eitt fast avgjald uppá 80 oyru fyri liturin ber tískil ongan kostnað við sær í mun til dagførdu fíggjarlógina fyri ár 2000.

Aðrar grundgevingar fyri at læsa oljuavgjaldið fast er, at núverandi oljuavgjald setir marknaðarkreftirnar úr gildi og setir beinleiðis forðing fyri kapping á økinum. Brúkarin merkir lítið og einki til, um marknaðarprísurin á brenniolju fer upp ella niður. Núverandi oljuavgjald forðar oljufeløgunum í at nýta prísin sum kappingaramboð á marknaðinum fyri brenniolju; um eitt oljufelag setur brennioljuprísin niður, so fer oljuavgjaldið upp, og brúkarin fær ongan fyrimun av hesum. Eitt fast brennioljuavgjald førir sostatt við sær størri gjøgnumskygni á marknaðinum fyri brenniolju. Tað skal eisini viðmerkjast, at Kappingarráðið hevur verið eftir oljufeløgunum í hesum sambandi.

Í seinnu broytingini er einans talan um at nágreina regluna í § 3a, stk. 1, so tað verður púra greitt, at Toll- og Skattstova Føroya kann gera kanningar uttan frammanundan at hava fingið loyvi til tess frá rættinum.

Viðmerkingar til einstøku broytingarnar

Til 1). Henda broyting førir við sær, at oljuavgjaldið, sum nú er 95 oyru fyri liturin, verður lækkað til 80 oyru fyri liturin. Hetta ber ongan kostnað við sær í mun til dagførdu fíggjarlógina 2000.

Til 2). Henda broyting førir við sær, at brennioljuavgjaldið verður læst fæst, og at ásetingin um prísráðið, ið er avtikið, fellur burtur.

Til 3). Í hesi broytingini er einans talan um at nágreina regluna í § 3a, stk. 1, so tað verður púra greitt, at Toll- og Skattstova Føroya kann gera kanningar uttan frammanundan at hava fingið loyvi til tess frá rættinum.

1. viðgerð 14. mars 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 24. mars 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 4. mars 2000 og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2000 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 20. og 22. mars 2000.

Nevndin hevur undir viðgerðini fingið bræv frá P/F Føroya Shell, har víst verður á, at tað er óheppið, at lógin kemur í gildi frá framløgudegnum. Føroya Shell vísir á, at oljuavgjaldið í løtuni ikki er 0,80 kr. pr. litur, og at oljufeløgini koma í ta støðu, at øll gassolja, nýtt á landi, og diesel keypt frá sølustøðunum, ikki er seld viðskiftafólki fyri rætta prísin í tíðarskeiðnum frá 4. mars 2000, til lógin er kunngjørt. Sagt verður, at tað er ógjørligt at rætta prísin aftureftir, m.a. tí partar av søluni eru seldir í kontantum handli.

Vanligt er, tá talan er um avgjaldslógir, at lógin fær gildi frá framløgudegnum, men í hesum serliga føri mælir ein samd nevnd til, at lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

Í § 2 verða orðini ", og hevur virknað frá framløgudegnum" strikað. 

Nevndin hevur annars býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Eyðun Viderø og Sámal Petur í Grund) tekur undir við málinum við teirri broyting, ið ein samd fíggjarnevnd setir fram, og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins soleiðis broytt.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) hevur hesar viðmerkingar: Ætlan landsstýrisins er við hesum uppskoti at læsa fast serliga avgjaldið á brenniolju til 0,80 kr. pr. litur.

Sambandsflokkurin legði í februar mánaði fram løgtingsmál nr. 54/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju. Endamálið var at taka umrødda avgjald burtur fyri fíggjarliga at lætta um hjá øllum húsarhaldum í landinum. Hetta vildi lætt munandi um húsarhaldsútreiðslurnar hjá barnafamiljum, ella har nógv fólk eru í húsi, og hjá pensjónistum, ið ikki hava nógv at húsast við, tí pensjónin ikki røkkur langt.

Uppskotið fekk ikki undirtøku frá hinum flokkunum og varð felt tann 16. mars 2000.

Umboð Sambandsfloksins taka ikki undir við uppskoti landsstýrisins, men Sambandsflokkurin fer í næstum at leggja fyri Løgtingið nýtt og broytt uppskot við tí endamáli at taka serliga avgjaldið á brenniolju burtur í stigum.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) tekur undir við, at serliga avgjaldið á brenniolju verður læst fast, men minnilutin kann ikki taka undir við, at avgjaldið verður sett til 80 oyru fyri liturin. Víst verður á, at í løtuni, tann 23. mars, er avgjaldið 68 oyru, og at henda upphædd varð ásett 13. mars. Uppskot landsstýrisins merkir sostatt eina hækking í avgjaldinum upp á 12 oyru fyri liturin.

Hesum kann minnilutin als ikki taka undir við, men mælir ístaðin til, at serliga avgjaldið á brenniolju verður sett til 70 oyru fyri liturin, og setir fram broytingaruppskot samsvarandi hesum. Minnilutin hevur kannað og fingið staðfest, at tann 21. februar varð oljuavgjaldið sett til 73 oyru fyri liturin, tann 6. mars til 70,3 oyru fyri liturin og nú tann 13. mars til 68 oyru. Sostatt hevur avgjaldið ligið um 70 oyru fyri liturin henda seinasta mánaðin.

Undir 1. viðgerð av málinum boðaði framsøgumaður Javnaðarfloksins frá, at hann í fíggjarnevndini fór at mæla til, at øll inntøkan, sum landsstýrið fær av serliga avgjaldinum á brenniolju, skal fara í Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (Samhaldsfasta). Minnilutin hevur kannað møguleikan fyri at seta slíkt broytingaruppskot fram, men er komin til ta niðurstøðu, at hetta ikki letur seg gera í hesum málinum. Tá nýtt løgtingsár byrjar á ólavsøku 2000, fer Javnaðarflokkurin at leggja hetta fram sum eitt sjálvstøðugt løgtingsmál.

Í sambandi við hendan spurningin hava løgfrøðingar hjá Løgtinginum víst á, at eitt broytingaruppskot um at koyra serliga avgjaldið á brenniolju í Samhaldsfasta er at meta sum eitt nýtt mál, ið sambært stýrisskipanarlógini og tingskipanini eigur at fáa tríggjar viðgerðir á tingi. Tá løgtingsmál nr. 73 hevur verið til 1. viðgerð og sostatt bara hevur tvær viðgerðir eftir, vil eitt tílíkt broytingaruppskot á hesum viðgerðarstignum vera í stríð við stýrisskipanarlógina og tingskipanina. Tí hevur Javnaðarflokkurin útsett hesa ætlan til á ólavsøku.

Annars hevur minnilutin roknað út, at verður oljuavgjaldið sett til 70 oyru fyri liturin, gevur hetta 70 mió. kr. um árið. Um vit so ganga út frá, at Samhaldsfasti rindar 90% av inntøkunum út aftur til pensjónistarnar, so svarar útgjaldið av hesum til 63 mió. kr. Talið av móttakarum er 5.500. Árliga vil hetta geva hvørjum móttakara kr. 11.460,00.

Mánaðarliga útgjaldið, sum í løtuni er kr. 594,00, verður við hesum økt við kr. 955,00 soleiðis, at tað kemur upp á kr. 1.549,00.

Ímynda vit okkum, at uppskotið hjá landsstýrinum verður samtykt, og at avgjaldið harvið verður læst fast á 80 oyrum fyri liturin, verður árliga inntøkan 80 mió. kr. Um Løgtingið í komandi tingsetu tekur undir við einum uppskoti frá Javnaðarflokkinum um, at peningurin skal fara í Samhaldsfasta, vil árliga útgjaldið til tann einstaka pensjónistin hækka við kr. 13.254,00. Mánaðarliga útgjaldið verður tá kr. 1.699,00.

Annars vísir minnilutin til viðmerkingar sínar í løgtingsmáli nr. 1-7/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2000 og í løgtingsmáli nr. 54/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.

Samsvarandi hesum viðmerkingum, setir minnilutin (Vilhelm Johannesen) fram soljóðandi 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

Í § 1, nr. 1, verður "0,80" broytt til "0,70".

 

2. viðgerð 28. mars 2000. Broytingaruppskot frá minnilutanum (Vilhelm Johannesen) til § 1 fall 13-0-17. Broytingaruppskot frá samdari nevnd til § 2 samtykt 23-7-0. Uppskotið soleiðis broytt  samtykt 15-1-14. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 30. mars 2000 løgdu tingmenninir Vilhelm Johannesen, Hans Pauli Strøm, Katrin Dahl Jakobsen, Kristian Magnussen, Henrik Old, Dan Reinert Petersen og Jenis av Rana fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

3. viðgerð 

Í § 1, nr. 1, verður "0,80" broytt til "0,60".

3. viðgerð 30. mars 2000. Broytingaruppskotið frá Vilhelm Johannesen, Jenis av Rana, Katrin Dahl Jakobsen, Henrik Old, Hans Paula Strøm, Kristian Magnussen og Dan R. Petersen til § 1 fall 13-0-17. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-13. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 688-6/98
Fms.j.nr. 2520-2/90
Ll.nr. 50/2000 frá 04.04.2000