Vinnuligur fiskiskapur

 

74  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 4. mars, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

§ 1

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 7, stk. 3, nr. 2, verður orðað soleiðis:
  2. "2) Eigararnir av í minsta lagi 2/3 av eginpeninginum herundir partapeninginum, umframt ábyrgdarpeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, skulu lúka treytirnar í stk. 2."

  3. § 7, stk. 3, nr. 3, verður orðað soleiðis:
  4. "3) Føroya Landsstýri skal hava upplýsingar, tá útlendingar eiga uppií fiskifari, heimahoyrandi í Føroyum, og tá broyting fer fram í býtinum millum føroyska partin og útlendska partin av eginpeninginum, herundir partapeninginum umframt ábyrgdarpeninginum, atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, og skal góðkenna slíkar broytingar.

  5. Í § 7 verður sett sum stk. 6:
  6. "Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta treytir viðvíkjandi eginpeningi, parta- og ábyrgdarpeningi, herundir støddina av hesum í mun til íløguna, og íløguførleikan hjá eigara av fiskifari."

  7. Í § 35, stk. 1, verður sett sum 3. pkt.:

"Verður eigari av fiskifari og/ella skipari á fiskifari dømdur fyri lógarbrot, grundað á kanningar, gjørdar í havn, kann eigarin verða dømdur at rinda Fiskiveiðueftirlitinum kostnaðin av kanningunum."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar

Eigaraviðurskiftini í tí føroyska fiskiflotanum hava verið nógv umrødd í tí almenna orðaskiftinum seinasta árið. Tá lógin varð samtykt upprunaliga í mars 1994, varð ásett í § 7, at um eigararnir av fiskiførum eru skipaðir í felag, skal í minsta lagi meirilutin lúka treytirnar um at hava fast tilknýti til Føroyar, verða skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini og at vera fult skattskyldugir í Føroyum.

Løgtingið samtykti við løgtingsmáli nr. 96/1995 at herða ásetingarnar um loyvda luttøku hjá útlendskum áhugamálum at vera við í føroyskum fiskiskipum. Ásett varð, at nú skuldu 2/3 av eigararunum lúka oman fyri nevndu treytir ímóti helvtin frammanundan. Harumframt varð ásett, at eigararnir av 2/3 av ognarpeninginum eisini skulu lúka somu treytir um tilknýti til Føroyar. Treytirnar um eigaraviðurskifti vórðu aftur broyttar við løgtingsmáli nr. 78/1996, tá ásett verður, at teir føroysku eigararnir av ognarpeninginum eisini skulu hava 2/3 av atkvøðurættinum í felagnum.

Í teimum málum, sum Fiskimálastýrið hevur viðgjørt, har talan hevur verið um, at útlendsk áhugamál hava verið uppií, er komið fram, at ásetingin um ognarpening er ikki nóg neyv, tí hetta fevnir ikki um ábyrgdarpening. Harumframt kunnu avgerðir verða tiknar, hóast treytirnar um sjálvan atkvøðurættin í felagnum verða loknar sambært lógini. Tí verður skotið upp, at orðið "ognarpeningur" verður strikað. Í staðin verður ásett, at eigararnir av í minsta lagi 2/3 av eginpeninginum, herundir partapeninginum umframt ábyrgdarpeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, skulu lúka treytirnar í stk. 2.

Til tess at tryggja at eginpeningurin, herundir parta- og ábyrgdarpeningur, aftan fyri íløgurnar standa mát við íløguna verður skotið upp, at landsstýrismanninum í kunngerð verður heimilað at seta treytir fyri eginpeninginum í sambandi við skipaíløgur; bæði partapeningur og ábyrgdarpeningur skulu verða umfataðir av hesi heimild. Endamálið er at áseta reglur um, hvussu nógv eginpeningurin, herundir partapeningurin og ábyrgdarpeningurin, lutfalsliga skulu vera av íløguni. Hetta lutfallið eigur at verða ásett grundað á eitt vinnuligt metingargrundarlag. Í hesum sambandi kann hugsast, at Fiskimálastýrið fer at biðja um váttan frá t. d. ríkisviðurkendum grannskoðara um íløguførleika hjá umsøkjara/stigtakara.

Fiskimálastýrið ynskir, at tað veruliga eru føroysk áhugamál, sum standa aftan fyri íløgur í fiskifør. Í tí sambandi verður skotið upp, at treytir kunnu verða settar um íløguførleika hjá teimum einstøku eigararunum aftanfyri ætlanirnar. Til tess at greina hetta nærri kann Fiskimálastýrið biðja um grannskoðarakanningar av eigararunum hvør sær, til tess at staðfesta teirra íløguførleika sammett við teirra lutfalsliga part av íløguni.

Samsvarandi § 35 í lógini um vinnuligan fiskiskap kann fiskiveiðueftirlitið á sjónum taka skip inn í havn til nærri kanningar av reiðskapi og veiðu. Slíkar kanningar kunnu kosta nógv, t. d. um øll veiðan skal lossast úr skipinum til tess at staðfesta, hvussu stór møgulig hjáveiða er. Fiskimálastýrið metir, at um fiskifarið verður dømt fyri lógarbrot, skal fiskifarið eisini kunna verða dømt at endurrinda fiskiveiðueftirlitinum á sjónum fyri tær útreiðslur, sum kanningarnar í havn kostaðu eftirlitinum. Í hesum sambandi skal tó verða lagt afturat, at hesar útreiðslur hóskandi áttu at verið roknaðar upp í upphæddina, tá virði á veiðunøgd verður inndrigið í slíkum førum. Men til tess at tryggja lógargrundarlag fyri hesum, verður skotið upp, at hetta er beinleiðis ásett í lógini.

Lógaruppskotið hevur verið til ummælis í Fiskivinnu Starvsnevndini. Fiskivinnu Starvsnevndin hevði ongar viðmerkingar til fyriliggjandi lógaruppskot.

Mett verður ikki, at broytingarnar fara at broyta nakað um kostnaðin av at umsita lógina um vinnuligan fiskiskap.

Mælt verður løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar

ad. 1) Henda broyting ber í sær, at orðið "ognarpeningur" verður strikað. Í staðin verður ásett, at eigararnir av í minsta lagi 2/3 av eginpeninginum, herundir partapeninginum umframt 2/3 av ábyrgdarpeninginum. Harumframt verður ásett, at av avgerðarrættinum og ikki bert atkvøðurættinum í einum felagi, sum rekur fiskifar, skal minst 2/3 verða á føroyskum hondum.

ad 2) Henda broyting ber í sær, at Føroya Landsstýri í øllum førum skal hava upplýsingar um eigaraviðurskiftini, tá útlendingar eiga uppií fiskifari, heimahoyrandi í Føroyum. Restin er ein konsekvensbroyting, orsakað av øðrum broytingum.

ad. 3) Henda broyting heimilar landsstýrismanninum í kunngerð at seta treytir í sambandi við eigaraviðurskiftini fyri fiskifør.

ad. 4) Henda broyting heimilar, at skip verða dømd at endurrinda fiskiveiðueftirlitinum fyri kanningar av reiðskapi og veiðu, sum verða gjørdar í havn treytað av, at skipið hevur fingið dóm fyri staðfest lógarbrot.

1. viðgerð 21. mars 2000. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 7. april 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 21. mars 2000 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 30. mars og 4. apríl 2000.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 12. apríl 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. apríl 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 522-0007/2000
Ll.nr. 62 frá 10.05.00