Fiskivinnuráð

 

76  Uppskot til  løgtingslóg um fiskivinnuráð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 4. mars, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um fiskivinnuráð

§ 1. At ráðgeva landsstýrismanninum í fiskivinumálum verður sett fiskivinnuráð við 8 limum.

§ 2. Eftir tilmæli frá niðan fyri standandi feløgum tilnevnir landsstýrismaðurin fiskivinnuráðið soleiðis:
Føroya Ráfiskaseljarafelag 1 umboð og 1 varaumboð
Føroya Ráfiskakeyparafelag 1 umboð og 1 varaumboð
Føroya Reiðarafelag 1 umboð og 1 varaumboð
Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Føroya Maskinmeistarafelag og Føroya Motorpassarafelag í felag 1 umboð og 1 varaumboð
Føroya Fiskimannafelag 1 umboð og 1 varaumboð
Meginfelag Útróðrarmanna 1 umboð og 1 varaumboð
Feløgini hjá arbeiðsfólki á fiskavirkjunum 1 umboð og 1 varaumboð
Landsstýrismaðurin velur 1 umboð, sum er formaður, og 1 varaumboð, sum er varaformaður.
Stk. 2. Fiskivinnuráðið verður tilnevnt fyri fýra ár í senn. Ber umboð seg undan ella fer úr starvinum, tekur varaumboðið við. Um umboð ella varaumboð av serligum orsøkum ikki møtir á fundi, kann avvarðandi felag senda annað umboð.

§ 3. Landsstýrismaðurin leggur týðandi fiskivinnumál og øll uppskot til lógir og kunngerðir, sum hava við fiskivinnuna at gera, fyri fiskivinnuráðið til ummælis. Fiskivinnumál og tilmæli, sum verða viðgjørd av øðrum nevndum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, verða bert løgd fyri fiskivinnuráðið, tá landsstýrismaðurin heldur tað hava týdning fyri málsviðgerðina.
Stk. 2. Eitt og hvørt umboð í fiskivinnuráðnum hevur rætt til at fáa sjónarmið síni førd í fundarfrágreiðing ráðsins. Fundarfrágreiðingarnar verða sendar landsstýrismanninum.
Stk. 3. Fiskivinnuráðið kann eisini av sínum eintingum taka fiskivinnumál upp til viðgerðar og lata landsstýrismanninum sítt ummæli.

§ 4. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um virksemi fiskivinnuráðsins.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir samsýning til formann og nevndarlimir fiskivinnuráðsins. Fiskimálastýrið røkir skrivarauppgávuna.

§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 38 frá 27. mars 1990 um fiskivinnuráð.

Viðmerkingar

Til tess at skapa betri samljóð millum vinnuna og landsstýrismannin í fiskivinnumálum er endamálið við hesum lógaruppskoti at taka av verandi skipan við fiskivinnuráð og koma við einum nýggjum uppskoti, sum betri samsvarar við núgaldandi fiskivinnulóggávu og ta ráðgeving, sum landsstýrismanninum verður veitt í umsitingini av fiskivinnuni á landi og á sjónum.

Eftir núgaldandi lóg skal landsstýrismaðurin leggja allar umfatandi fiskivinnuspurningar fyri fiskivinnuráðið til ummælis. Fiskivinnuráðið kann av sínum eintingum taka fiskivinnumál til viðgerðar og geva landsstýrismanninum tilmæli. Fiskivinnuráðið sendir í minsta lagi eina ferð um árið landsstýrinum frágreiðing og tilmæli.

Skipanin hevur ikki virkað væl, og trupult hevur gingist at fáa valt nýtt fiskivinnuráð eftir nýtt løgtingsval, sum ásett er í lógini. Eisini hava einstøk feløg sýtt fyri at tilmæla umboð í fiskivinnuráðið. Nýtt fiskivinnuráð er tí heldur ikki tilnevnt í dag.

Fiskivinnu Starvsnevndin er millumlið millum landsstýrismannin og fiskivinnuráðið. Landsstýrismaðurin leggur uppskot til lógir, kunngerðir og reglugerðir, sum hava við fiskivinnuna at gera, fyri Fiskivinnu Starvsnevndina til ummælis. Fiskivinnu Starvsnevndin hevur virkað eftir galdandi skipan.

Sambært galdandi lóg verða eftir hvørt løgtingsval eftir tilmæli frá vinnuni 16 mans tilnevndir sum limir í Fiskivinnu Starvsnevndini umboðandi Fiskasølufeløgini, Føroya Ráfiskakeyparafelag, Føroya Reiðarafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Føroya Maskinmeistararfelag og Føroya Motorpassarafelag í felag, Felagið Trolskip, Felagið Ídnaðarskip, Føroya Fiskimannafelag, Meginfelag Útróðrarmanna, Feløgini hjá arbeiðsfólki á Fiskavirkjunum, Felagið Laksaskip, Felagið Rækjuskip, Felagið Línuskip, Felagið Nótaskip, Felagið hjá trolbátum á landleiðini og Felagið Snelluskip.

Hesi 16 feløg velja smb. § 3 í lógini samanlagt fýra umboð í Fiskivinnu Starvsnevndina. Landsstýrismaðurin velur fimta umboðið, sum er formaður.

Uppskotið um nýtt fiskivinnuráð

Í uppskotinum til løgtingslóg um fiskivinnuráð verða uppgávurnar undir teirri fyrru skipanini við fiskivinnuráði og Fiskivinnu Starvsnevnd lagdar saman, og eitt minni ráð verður skipað til at røkja tær uppgávur, sum í dag eiga at verða viðgjørdar í fiskivinnuráðnum. Tað er meting landsstýrismansins, at brúk er fyri hoyring í vinnuni, sum eisini á henda hátt kann seta síni sjónarmið fram.

Haraftrat hevur fiskivinnan so stóran samfelagsligan týdning fyri Føroyar, og spurningurin verður eisini settur, um tað vanta virknir felagskapir, sum arbeiða við samfelagsligum spurningum í fiskivinnuni, sum t.d. brúkaraspurningum, náttúruvernd v.m. Tað verður eisini uppgávan hjá fiskivinnuráðnum at viðgera tílík mál.

Uppskotið hevur ikki umsitingarligar ella aðrar fíggjarligar avleiðingar við sær, sum ikki longu eru við undir galdandi skipan og játtan á fíggjarlógini.

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Fiskivinnu Starvsnevndini. Nevndin hevur ikki aðrar viðmerkingar enn, at talið av limum er í størra lagi.

Mælt verður Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Viðmerkingar til einstøku greinarnar

Ad. § 1. Endamálsgrein og talið av umboðum í fiskivinnuráðnum.

Ad. § 2. Samansetingin av ráðnum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir eftir tilmæli frá feløgunum, val av formanni og at fiskivinnuráðið verður tilnevnt fyri fýra ár í senn.

Um umboð ella varaumboð ikki kunna møta á fundi vegna serligar umstøður ella viðgerð av serligum málum, ber til hjá avvarðandi felag at senda annað umboð til fundin.

Ad. § 3. Fevnir um tey mál, sum landsstýrismaðurin eigur at leggja fyri fiskivinnuráðið. Undantikin eru mál, sum verða viðgjørd av t.d. Skipanarnevndini, Stovnsrøktarnevndini v.m. Fiskivinnuráðið kann viðgera fiskivinnuspurningar v.m. og lata landsstýrismanninum ummæli.

Ad. § 4. Nærri reglur um virksemi fiskivinnuráðsins verða ásettar og galdandi reglur um fundar- og ferðasamsýningar v.m. verða at nýta fyri fiskivinnuráðið. Fiskimálastýrið røkir skrivarauppgávuna.

Ad. § 5. Gildiskoma. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 38 frá 27. mars 1990.

1. viðgerð 24. mars 2000. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 7. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 24. mars 2000 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 30. mars og 4. apríl 2000.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 12. apríl 2000. §§ 1 - 5 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. apríl 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 522-0004/2000
Fms.j.nr. 20000594-3/110
Ll.nr. 61 frá 10.05.00