Makrelstovnurin

 

78  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2000

Skjøl

Óalmenn umseting 

 

Fundarsemja
frá samráðingunum millum Evropeiska Samveldið, Føroyar og Noreg um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2000

  1. Ein sendinevnd úr Evropeiska Samveldinum við Friedrich Wieland á odda, ein sendinevnd úr Føroyum við Kaj P. Mortensen á odda og ein sendinevnd úr Noregi við Stein Owe á odda hittist í Brússel 18. og 19. november 1999 at samráðast um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2000.
  2. Sendinevndarleiðararnir samdust um at mæla myndugleikunum í teirra londum til at seta í verk ta skipan fyri fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, sum ásett í fylgiskjølunum til hesa fundarsemju.
  3. Henda fundarsemja fevnir um eina fyribilsskipan, sum er uttan bindingar fyri framtíðar avtalur millum partarnar.
  4. Tann norska sendinevndin og sendinevndin fyri Evropeiska Samveldið gjørdu yvirlýsing, sum er orðað í Fylgiskjali III.

 Brússel, tann 19. november 1999

Undirskriftir
Evropeiska samveldið
Føroyar
Noreg

Skjal I

  1. Sum avvarðandi strandalond samdust partarnir um at góðtaka eina heildarveiðuavmarking upp á 560.000 tons fyri teirra makrel fiskiskap innan fyri teirra fiskimørk í 2000. Umframt samdust tey um, at ein partur av hesi nøgd kann verða fiskaður í sjóøki, sum ikki er undir løgdømi av pørtunum.
  2. Treytað av samtykt í Millumlanda Felagsskapinum fyri fiskiskapi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum (NEAFC) grundað á omanfyri nevndu heildarveiðu, skal NEAFC áseta eina loyvda veiðu fyri sjóøki, sum ikki eru undir løgdømi av einstøkum landi.
  3. Føroyar hava rætt til at fiska 30.000 tons, harav 10.680 tons stava frá strandalandapartinum av tí ætlaðu loyvdu veiðuni, sum er umrødd í grein 2.
  4. Býtið av tí tilhoyrandi partinum av heildarveiðuni umrødd í grein 1 millum Evropeiska samveldið og Noreg skal verða avgjørt sínámillum av hesum pørtunum. Á sama hátt skulu somu partar gera av sínámillum býtið av tí eftirverandi nøgdini av strandalandapartinum, sum er ásett fyri sjóøki, sum ikki er undir løgdømi av einstøkum landi.
  5. Kvotuparturin hjá hvørjum parti sær av strandalandapartinum í altjóða sjógvi kann eisini verða fiskaður í sjóøki undir teirra løgdømi.
  6. Partarnir samdust um tørvin á munadyggum eftirliti og útinning av lóggávu viðvíkjandi makrelfiskiskapinum. Ásannandi at framstig hava verið gjørd tey seinastu árini, samdust partarnir um, at við enn tættari samstarvi skuldu teir verið førir fyri at styrkja um eftirlitið og útinningina av lóggávuni hesum fiskiskapinum viðvíkjandi bæði á sjógvi og á landi.
  7. Grundað á tann týdning, sum vísindaligar kanningar hava fyri makrelstovnin, løgdu partarnir dent á, at tørvur er á meiri vísindaligum kanningum bæði sum egnar kanningar og í altjóða samstarvi og samskipan við tí endamáli at betra um vitanina um gongdina í stovninum, útbreiðslu og ferðingamynstur.

Skjal II

SKIPAN FYRI LANG-TÍÐAR FYRISITING AV MAKRELSTOVNINUM

Partarnir samdust um at seta í verk eina lang-tíðar fyrisitingarætlan fyri makrelstovnin, sum er í samljóði við eina fyrivarnis meginreglu, ætlað at avmarka fiskiskapin at verða innan fyri tryggar lívfrøðiligar karmar og at vera ætlað at leggja grundarlag undir burðardyggan fiskiskap og størri úrtøkumøguleikar. Ætlanin skal fevna um fylgjandi :

  1. Fyri 2000 og fylgjandi ár samdust partarnir um at avmarka teirra fiskiskap grundað á eina heildarveiðu (TAC) í samljóði við eitt fiskideyðatal millum 0.15 og 0.20 fyri viðkomandi aldursbólkar, sum ásett av ICES, uttan so at vísindalig ráðgeving í framtíðini mælir til broytingar í hesum fiskideyðatalinum.
  2. Um gýtingarstovnurin minkar niður um tilvísingarvirðið Bpa upp á 2.300.000 tons, skal fiskideyðatalið, sum víst er til í grein 1, verða lagað til í tráð við ta vísindaligu metingina av teimum tá galdandi viðurskiftunum. Ein slík tillaging skal veita vissu fyri eini tryggari og skjótari menning av gýtingarstovninum upp á eitt støði oman fyri 2.300.000 tons.
  3. Eftir umstøðunum skulu partarnir endurskoða og broyta hesi fyrisitingartiltøk og ætlanir grundað á møguliga nýggja ráðgeving frá ICES.

 Skjal III

Tann norska sendinevndin boðaði frá at allur fiskiskapur eftir makreli í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í sjóøki undir løgdømi av pørtunum skal verða fyrisitin í felag og tessvegna verða fevndur av heilarveiðuavmarkingini ásett í grein 1 í Skjali I.

Sendinevndin fyri Evropeiska Samveldið boðaði frá, at avtalan millum strandalondini einans fevnir um tað norðara økið, sum er avmarkað av ICES viðvíkjandi makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum.