Várgýtandi Norðhavssild

 

79  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild

Skjøl

Óalmenn umseting

Fundarsemja
um samráðingarnar um stýring av norska várgýtandi sildastovninum
(atlanto-skandisku sildini) í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2000

  1. Ein sendinevnd úr Evropeiska Samveldinum við Friedrich Wieland á odda, ein sendinevnd úr Føroyum við Kaj P. Mortensen á odda, ein sendinevnd úr Íslandi við Eiður Guðnason á odda, ein sendinevnd úr Noregi við Stein Owe á odda og ein sendinevnd úr Russlandi við Vladimir V. Sokolov á odda hittust í Tórshavn 19-20. oktober 1999 at samráðast um fyrisiting av norska várgýtandi sildastovninum (atlanto-skandisku sildini) í 2000.
  2. Sendinevndarleiðararnir samdust um at mæla myndugleikunum í teirra londum til at seta í verk ta skipan fyri fyrisiting av norska várgýtandi sildastovninum (atlanto-skandisku sildini) í 2000, sum er ásett í Skjali I til hesa fundarsemju. Umframt samdust sendinevndarleiðararnir um at mæla myndugleikunum í teirra londum at seta í verk ta lang-tíðar skipan fyri fyrisiting, sum er ásett í Skjali II.
  3. Henda fundarsemja, saman við teimum sínámillum avtalum, ið verða gjørdar innan fyri hesa fundarsemju, skal galda fyribils frá 1. januar 2000 og koma í gildi, tá partarnir hava fráboðað hvørjum øðrum, at tær neyðugu mannagongdirnar eru lidnar.

Skrivað í Tórshavn 20. oktober 1999 í 5 eintøkum á enskum. Partarnir skulu semjast um almennar umsetingar av hesi fundarsemju á enskum, føroyskum, íslendskum, norskum og russiskum.

Undirskriftir
Evropeiska Samveldið
Føroyar
Ísland
Noreg
Russland

Skjal I

  1. Partarnir samdust um sum grundarlag at áseta MLV (mest loyvdu veiðuna) fyri norska várgýtandi sildastovnin (atlanto-skandisku sildina), hereftir nevnt sild, til 1.252.000 tons í 2000.
  2. Havandi hetta í huga samdust partarnir um at avmarka teirra veiðu úr sildastovninum í 2000 til í mesta lagi 1.250.000 tons við hesum kvotum:
  3. Evropeiska Samveldið * 104.800 tons
    Føroyar * 68.270 tons
    Ísland 194.230 tons
    Noreg 712.500 tons
    Russland 170.200 tons

  4. Víðari avtalur, eisini avtalur um atgongd til veiðu á fiskiøkinum hjá pørtunum og aðrar treytir, verða ásettar í sínámillum avtalum.
  5. Partarnir samdust um at seta henda fyrispurning til ICES:

ICES verður biðið um at geva upplýsingar um broytingar í stovninum samsvarandi skjalinum í "Memorandum of Understanding" við NEAFC. Umframt tað skal ICES geva veiðuforsøgnir fyri 2001 grundað á fiskideyðatal (veiðutrýst) frá F=0,08 til 0,15.

ICES skal meta sannlíkindini fyri at, SSB (gýtingarstovnurin) verður minni enn Bpa upp á 5.000.000 tons og Blim upp á 2.500.000 tons í einum 5 og einum 10 ára tíðarskeiði við ymiskum støðugum fiskideyðatali, tá gýtingarstovnurin er størri enn Bpa , og við virðum fyri F= 0,05; 0,08; 0,10; 0,125 og 0,15.

ICES skal meta um ætlanir, sum kunnu tryggja sannlíkindi uppá millum 50 til 80% fyri, at gýtingarstovnurin mennir seg upp um Bpa innan 2 til 5 ár í, um so er, at gýtingarstovnurin er undir Bpa

Fyri hvørja av hesum samansetingunum skal ICES meta um ta væntaðu miðal prosentvísu broytingina í veiðuni frá einum ári til annað og ta væntaðu miðalveiðuna fyri sama tíggjuára skeiðið.

ICES verður biðið um at geva hesar upplýsingar á fundi sínum í mai 2000.

* Innan fyri sínámillum avtalurnar umbýta Føroyar og Evropeiska Samveldið 3.800 tons.

Skjal II

SKIPAN FYRI LANG-TÍÐAR FYRISITING AV NORSKA VÁRGÝTANDI SILDASTOVNINUM (ATLANTO-SKANDISKU SILDINI)

Partarnir samdust um at seta í verk ein lang-tíðar fyrisitingarætlan fyri norska várgýtandi sildastovnin (atlanto-skandisku sildin), sum er í samljóði við eina fyrivarnis meginreglu, ætlað at avmarka fiskiskapin at verða innan fyri tryggar lívfrøðiligar karmar og at vera ætlað at leggja grundarlag undir burðardyggan fiskiskap. Ætlanin skal fevna um fylgjandi :

  1. Øll orka skal leggjast í at varðveita gýtingarstovnin omanfyri tað kritiska støði (Blim) upp á 2.500.000 tons.
  2. Fyri 2001 og fylgjandi ár samdust partarnir um at avmarka teirra fiskiskap grundað á eina heildarveiðu (TAC) ásett í samljóði við eitt fiskideyðatal minni enn 0,125 fyri viðkomandi aldursbólkar, sum ásett av ICES, uttan so at vísindalig ráðgeving í framtíðini mælir til broytingar í hesum fiskideyðatalinum.
  3. Um gýtingarstovnurin minkar niður um tilvísingarvirðið Bpa upp á 5.000.000 tons, skal fiskideyðatalið, sum víst er til í grein 2 omanfyri, verða lagað til í tráð við ta vísindaligu metingina av teimum tá galdandi viðurskiftunum. Ein slík tillaging skal veita vissu fyri eini tryggari og skjótari menning av gýtingarstovninum upp á eitt støði oman fyri 5.000.000 tons.
  4. Eftir umstøðunum skulu partarnir endurskoða og broyta hesi fyrisitingartiltøk og ætlanir grundað á møguliga nýggja ráðgeving frá ICES.