Kommunustýri

 

82  Uppskot til  løgtingslóg um kommunustýri

Skjal 4

Fylgiskjal 4

Løgmansskrivstovan
Løgdeildin
Postboks 64
FO-110 Tórshavn
Att.: Hilmar Høgenni, ráðgevi
Eyðbjørn Larsen, fulltrúi

Tórshavn, 11. januar 2000
Mál nr. 99K570-0001

 

Viðmerkingar Kappingarráðsins til uppskotið til løgtingslóg um kommunustýri

Kappingarráðið móttók í desember 1999 uppskot til løgtingslóg um kommunustýri, til ummælis, og var serstakliga biðið um viðmerkingar til § 50.

Lógaruppskotið var til viðgerðar á ráðsfundi 21. desember 1999 og viðgjørdi ráðið § 50 og hevur fylgjandi viðmerkingar:

Kappingarráðið virkar sambært løgtingstingslóg nr. 83 um kapping frá 6. juni 1999. Kappingrlógin § 2, nr. 2 ásetur, at lógin er galdandi fyri vinnuvirksemi framt av lands- ella kommunufyrisiting, og sum er at útbjóða ella eftirspyrja vørur ella tænastur v.m., og sum hevur týdning fyri kappingina í vinnulívinum.

Sostatt er vinnuvirksemi í breiðari fatan, eisini í kommunalum høpi, fevnt av ásetingingunum, við teimum avmarkingunum, ið kunnu verða vegna ítøkiligum ásetingum í aðrari lóggávu. Í lógaruppskotinum tykjast ikki verða ásetingar, ið avmarka málsræði hjá kappingarlógini. Ásetingarnar í § 50 í lógaruppskotinum eru at skilja sum avmarkingar í rættinum hjá kommunustýrum til vinnuligt virksemi. Tískil eiga kommunustýri at geva kappingarlógini gætur í sambandi við alt vinnuvirksemi, tað veri seg beinleiðis ella óbeinleiðis.

Sambært § 50, stk.1 í lógaruppskotinum er heimildin hjá kommunum avmarkað til vinnuvirksemi, ið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga. Í hesum sambandi vil Kappingarráðið gera kunnugt, at sjálvt um virksemi ikki hevur vinning fyri eyga, vil tað verða fevnt av ásetingunum í kappingarlógini, eitt nú um kappingaravmarkingar og skaðalig árin smb. § 11 í kappingarlógini.

Sum viðmerking til § 50, stk. 2 í lógaruppskotinum, metir Kappingarráðið, at tað er ógreitt, hvørt orðið "einstakt virksemi" meinast við eisini at umfatað sjálvstøðug feløg (t.d. áhugafeløg), ið ikki hava vinning fyri eyga, tí í viðmerkingum verður orðið "einstøk virki" nýtt. Í teimum førum har kommunur veita stuðul, kann tað hava sera avlagandi árin við sær, um talan er um áhugafeløg, ið reka eitt virksemi, ið verður bjóða av øðrum vinnurekandi, ið hava vinning fyri eyga, og sambært lógarásetingunum, sum útgangsstøðið, ikki kunnu fáa stuðul. Tí kundi hetta hóskandi verið greiðari.

Um talan er um alment vinnuvirksemi, ið er í kapping, hevur Kappingarráðið t.d. í málinum um Vakaríið á Landssjúkrahúsinum tikið avgerð um, at virksemi skal rekast sum um tað var eitt vinnurekandi virki, við teimum prísásetingarviðurskiftunum og veruleikunum, ið tað inniber.

Kappingarráðið vil staðiliga gera vart við, at neyðugt er við neyvum og djúpum kanningum og metingum í teimum førum, har kommunur hava ætlan um at reka virksemi ella veita stuðul til virksemi á einum marknaði, við meiri ella minni kapping. Kappingarráðið stendur til taks við ráðum hesum viðvíkjandi. Best er at taka hesar spurningar til viðgerðar frammanundan. Tá ber til at fyribyrgja avgerðum, ið avmarka og hava skaðiligt árin á kappingina á einum ella fleiri marknaðarøkjum og harvið náa einari betri loysn samfelagsbúskaparliga.

Vegna Kappingarráðið

Terje Sigurðsson
ráðsskrivari

/Sigurð Ó. Vang
fulltrúi