Kommunustýri

 

82  Uppskot til  løgtingslóg um kommunustýri

Skjal 5

Fylgiskjal 5

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Faroe Employers’ Association

Tórshavn 14. januar 2000
Okkara tilv.: JM/L2/LGMAN001.DOC
Our ref.

Løgmansskrivstovan
Postboks 64
110 Tórshavn
Att.: Hilmar Høgenni Tykkara tilv.: Your ref.

Lóg um kommunustýri
Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) hevur fingið uppskot til lóg um kommunustýri til ummælis, og niðanfyri eru viðmerkingar okkara.

Sum heild er tað okkara fatan, at lógaruppskotið er væl úr hondum greitt, og okkara viðmerkingar eru avmarkaðir til tey økir, ið beinleiðis hava ávirkan á vinnuna ella vinnuligt virksemi.

§ 7, stk. 2: Greinin staðfestir m.a., at borgarstjóri, sum starvast hjá einum "konsessioneraðum" felag, hevur rætt til farloyvi úr starvi sínum. Í viðmerkingunum er ikki greinað, hvat skilst við hugtakið "konsessionerað" felag. Um talan bert er um landsfyritøkur, hava vit ongan trupuleika við ásetingini. Um henda áseting hinvegin kann tolkast at fevna um partafeløg, ið hava eitthvørt loyvið (konsessión) frá tí almenna, tað verið seg innan flogferðslu, aling, fiskiloyvir o.a., kunnu vit ikki taka undir við hesum. Vit mæla til, at avmarka rættin til farloyvi, til einans at fevna um landsfyritøkur.

§ 8, stk. 2: Greinin staðfestir at arbeiðsgevarin hevur próvbyrðuna, tá løntakari, ið stendur á valevnislista, ella er valdur í kommunustýrið, verður uppsagdur. Eftir okkara tykki eigur ongantíð at verða víkt frá meginregluni, at tann ákardi er ósekur til tað øvuta er prógvað. Vit vilja tí mæla til, at henda grein verður broytt.

§ 50: Vit halda tað vera av sera stórum týdningi, at so greitt mark sum gjørligt verður sett millum kommunalt / alment virksemi og vinnuligt virksemi, og hetta er endamálið við umrøddu grein. Ilt er at siga, um hetta markamót kundi verið sett greiðari.

§ 50, stk. 2: Greinin staðfestir, at ein kommuna, um serligar orsøkir eru fyri tí, kann veita stuðul til einstaklingar ella einstakt virksemið, í samband við tiltøk, ið eru til frama fyri vinnulívið á staðnum. Eftir okkara tykki er tað í lagi, at ein kommuna kann seta tiltøk í verk, ið eru til frama fyri vinnulívið á staðnum, men vit halda ikki, at kommunur eiga at veita einstaklingum ella virkjum stuðul. Vit mæla tí til, at síðsti partur av stk. 2 verður strikaður.

Vinarliga
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Jan Mortensen