Kommunustýri

 

82  Uppskot til  løgtingslóg um kommunustýri

Skjal 7

Fylgiskjal 7

FØROYA KOMMUNUFELAG

P.o.Box 73 · FR-600 Saltangará · Føroyar
Tlf: (+298) 447600 · Fax: (+298) 448208 · E-mail: fkf@post.olivant.fo

Journr: 97-00-05
Dato: 31-01-00

Til Løgmansskrivstovuna
Att.: Hilmar Høgenni
Tinganes

Viðv.: Viðmerkingum FKF til uppskot um kommunulóg

Tann 19. januar var fundur um kommunulógaruppskotið við 88 luttakarum.

Viðmerkingar frá stýrinum og hesum fundi verða hervið sendar landsstýrinum.

fyri felagið


Sveiney Sverrisdóttir, skr.

 

Almennar viðmerkingar til uppskotið um kommunustýrislóg

Allýsingar
Tá eitt kapitel skal vera í lógini um allýsingar verður mælt til at víkka tær við:

Lógarøki
Verandi uppskot fevnir um 19 kommunur, allar hinar koyra við undantaksreglum. Tað verður onki sagt um hvussu nógvir limir skulu vera í kommunum undir 500 íbúgvar.

Tað tykist lítið framstig vera í at smíða nýggja kommunulóg sum heldur fram við somu undantøkum og lógin frá 1972. Mælt verður tí til at øll undantøkini í §60 at vera strikað, soleiðis lógin verður gjørd fyri allar verandi kommunur í Føroyum, serstakliga tá ongar ætlanir eru um samanlegging av kommunum. Sí okkara uppskot til broytingar í lógartekstinum.

Kommunustýrisskipanin
Fyri at verja minnilutan í kommunustýrinum og fyri at tryggja eitt nevndarbýti sum er rímuligt, eigur landsstýrismaðurin at góðkenna kommunustýrisskipanina. Hetta samsvarar við at landsstýrið í verandi lóg skal góðkenna reglugerðina hjá hvørjari einstakari kommunu.

Borgarstjórin
Tað at vera kommunustýrislimur er ein borgaraskylda, tað vil siga at tað er ikki neyðugt at spyrja ein persón um hann vil stillast upp, tað eru stillararnir, sum stilla hann upp. Støðurnar í kommunustýrinum eru eisini borgaraskyldur og tí kunnu kommunustýrislimirnir ikki nokta. Ein borgarstjóri nýtist ikki at atkvøða fyri sær sjálvum, men kann kortini verða valdur til borgarstjóra.

Um tað nú verður soleiðis at hann skal leggja onnur størv frá sær, so er talan um eitt brot uppá ta siðvenju, sum er galdandi á økinum, tí nú kann viðkomandi nokta at taka við støðuni sum borgarstjóri tí tað fær so álvarsligar persónligar fylgjur.

Tann støðan er ikki umrødd í uppskotinum at ongin vil taka við støðuni sum borgarstjóri.

Í kommunum við lítlari umsiting kann tað henda at ein møguliga fulltíðarløntur borgarstjóri gerst umsiting eisini, við tí í fylgju at bæði nýggjur borgarstjóri og umsiting verður fjórða hvørt ár.

Hildið verður at tað er meira hóskandi at kommunurnar kunnu styrkja umsitingina heldur en at spara hana burtur fyri borgarstjóralønina. Hin vegin eigur borgarstjórin at vera betur løntur enn í dag.

Í øðrum londum er tað ikki krav um at borgarstjórarnir leggja øll onnur størv frá sær, hóast tað er praksis. Hetta eru viðurskifti, sum hvørt kommunustýri og hvør borgarstjóri má finna út av.

Nevndir
Nevndarviðurskiftini eiga at takast upp til endurskoðan. Hóast ásetingar í lógini, eigur eftirlitið at kanna hvussu nevndirnar virka og um tær virka eftir ætlan. Tað hevði fyribyrgt nógvum óvanum, um tað í kapitlinum um nevndir var beinleiðis ásett at nevndir skulu ikki hava fundir hvør við aðra, men fara vanliga vegin um kommunustýrið.

Fastar nevndir

Kommunurnar mugu sjálvar í eini stýrisreglugerð avgera um tær hava fastar nevndir. Um tær ikki hava fastar nevndir, so koma bert fleiri mál fyri í kommunustýrinum og harvið kann borgarin betur fylgja við í viðurskiftunum.

Serstakar nevndir

Við tí málsnøgd sum er í kommununum er ikki fyri neyðini at seta serstakar nevndir og tá einans um tær ikki hava fastar nevndir. Ein serstøk nevnd kann bert taka sær av einum einstøkum máli og ikki vera generelt ráðgevandi, sum t.d. ein bygginevnd.

Staðbundnar nevndir

Sum støðan er í dag, er ongin lógarheimild fyri tí einastu staðbundnu nevndini (Kaldbaksnevndin) og tað má eisini sigast at vera ivasamt at geva nøkrum borgarum meira atgongd til kommunustýrið enn øðrum.

Mælt verður til at tað er kommunustýrið, eftir áheitan frá staðnum, sum velur staðbundnu nevndina sum skal sjálvandi vera mannað við fólki frá staðnum. Nevndin hevur bert hoyringsrætt.

Lánini
Her er talan um eina kommunala stýringarlóg og ikki eina lóg um konkret fíggjarviðurskifti í kommununum. Tí eigur ein serlóg um lániheimildir at vera gjørd. Út frá tí lógini kann landsstýrismaðurin í kommunumálum gera kunngerðir um hesi viðurskiftini. Hvussu nógv kommunurnar kunnu læna, til hvørji endamál osv.

Tað er óheppið at hetta elastiska hugtakið ein álíkning skal figurera í kommunustýrislógini. Hetta eru viðurskifti, sum eru ógvuliga broytilig og tað eigur ikki at vera neyðugt at broyta kommunustýrislógina hvørja ferð hesi viðurskifti skulu broytast.

Vinnuligt virksemi
Útgreiningin av hvat vinnuligt virksemi ein kommuna kann reka eigur at vera ásett í ser-lógum. Hetta eru broytilig viðurskifti sum ikki hoyra heima í eini yvirordnaðari stýringarlóg.

Tey virki, sum í dag eru ogn heilt ella partvís hjá eini kommunu, eiga eisini hóskandi at vera viðgjørd í eini slíkari lóg. Tað er ikki rímuligt at banna nøkrum kommunum at fara inn í vinnulívið, meðan tær, sum longu eru har, kunnu halda fram uttan at eftirlitið leggur seg út í viðurskiftini.

Frá fundi hildin saman við 88 bygdaráðslimum var fundurin samdur um at sum § 50 stendur, er hon eingin forðing fyri at fara inn í vinnulívið.

Fundurin helt at góðir møguleikar vóru fyri at luttaka í vinnulívinum, hóast tær nýggju forðingarnar í §50, til dømis við at byggja og leiga út – mátti tí eisini vera ásetingar móti ójøvnum leigugjøldum og innkrevjingum.

Kommunusamstørv
Í §51 eru bert nevnd kommunusamstørv har eitt kommunustýri letur myndugleikan frá sær nevnd.

Tey samstørvini har kommunurnar eru felags um tænastur, t.d. læknaviðtaluhøli, eiga eisini at vera við í lógini. Sí viðmerking til §51.

Undantøk
Sambært fyriliggjandi uppskoti koma bara 19 kommunur undir høvuðsreglurnar, hinar 29 kommunurnar koma undir eitt ella fleiri undantøk. Tað er óheppið fyri eina lóg sum skal fevna um allar kommunurnar.

Í lógini frá 1972 strembaði man eftir at fáa kommunur við minst 1000 íbúgvum, men tá man er gingin burtur frá tankanum um samanlegging er tað hóskiligt at fáa eina stýringarlóg, sum fevnir um allar kommunurnar.

Serlógir
§7 og §8 hoyra heima í vallógini, tí her er ikki talan um stýringina av kommununi.
Mælt verður til at taka greinina úr kommunulógini og seta í vallógina.

§33 um viðtøkuføri og §34 um undirskrift av gerðabókum og serstøður um eru allýsingar. Mælt verður til at flyta hesa grein undir kapitel 1, allýsingar.

Mælt verður til at lánipolitisku viðurskiftini í §43 og §54 verða viðgjørd í serligari lóg um lántøku og fíggjarligari stýring av kommununum og ikki í sjálvari kommunustýrislógini.

Viðmerkingar til einstakar greinar

§ 5. Kommunustýrið skal áseta nágreiniligari reglur um síni stýrisviðurskifti í eini kommunustýrisskipan. Uppskot og broytingaruppskot til kommunustýrisskipan skulu hava tvær viðgerðir við í minsta lagi 14 daga millumbili.

Stk. 2. Talið á kommunustýrislimum, sum í minsta lagi skal vera 7 og í mesta lagi 17, verður ásett í kommunustýrisskipanini. Limatalið skal vera stakt.

 

 

 

§ 6. Kommunustýrislimur hevur skyldu at lata seg velja til borgarstjóra, varaborgarstjóra, nevndarlim ella umboð, umframt at gera aðrar kommunalar uppgávur, sum kommunustýrið áleggur honum.

Stk. 2. Val av borgarstjóra hevur gildi alt valskeiðið. Borgarstjórin verður valdur millum kommunustýrislimirnar eftir meirilutavalháttinum sambært § 2. Tá ið borgarstjórin er valdur, skal hann leggja borgarliga starvið frá sær, umframt øll almenn álitisstørv, sum ikki beinleiðis hava samband við starvið sum borgarstjóri.

 

 

 

 

 

 

§ 12. Nývalda kommunustýrið skal skipa seg í seinasta lagi innan árslok í valárinum.
Stk. 2. Kommunustýrið skal vera fullmannað á fyrsta fundi. Fyrst valdi kommunustýrislimur gevur fundarboð og leiðir fundin, til borgarstjóri er valdur.

§ 14. Kommunustýrið er viðtøkuført, um í minsta lagi helmingurin av kommunustýrislimunum er á fundi.
Stk. 2. Um einki annað er fyriskipað, er eitt uppskot samtykt, tá ið meirilutin av teimum, ið greiða atkvøðu, hevur atkvøtt fyri uppskot-inum. Stendur á jøvnum, er uppskotið fallið.

§ 22. Nágreiniligari reglur um virksemi borgarstjórans verða ásettar í kommunustýrisskipanini.
Stk. 2. Verjir borgarstjórin seg við at fremja tær uppgávur, ið annaðhvørt eftir hesi lóg ella kommunustýrisskipanini eru latnar honum at umsita, so kann kommunustýrið tilnevna ein annan kommunustýrislim at røkja hansara uppgávur. Kommunustýrið kann í álvarsomum føri fyribils velja ein annan sum virkandi borgarstjóra.

 

 

 

 

 

 


§ 23. Setir borgarstjóri ella varaborgarstjóri fram umbøn um at verða loystur úr starvi, kann kommunustýrið loysa hann úr starvinum.
Stk. 2. Fer borgarstjóri ella varaborgarstjóri úr kommunustýrinum, doyr, ella verður loystur úr starvi, skal nýval av borgarstjóra ella varaborgarstjóra fara fram eftir reglunum í §6, stk. 2 og stk. 3.

§ 30. Nevndarformaður gevur fundarboð og fyrireikar nevndarfund.
Stk. 2. Borgarstjórin kann kalla nevndarlimirnar í einari ella fleiri nevndum saman, fyri at tosa um felags áhugamál.
Stk. 3. Borgarstjórin hevur atgongd til allar nevndarfundir, tó uttan atkvøðurætt. Borgarstjórin skal hava fundarskrá og fráboðan um, nær og hvar nevndarfundur verður hildin.
Stk. 4. Nevndin kann geva øðrum persóni atgongd, um tað er ynskiligt til tess at fáa upplýsingar í málinum.

§ 36. Kommunustýrið kann seta serstakar nevndir at taka sær av einstøkum málum ella at ráðgeva kommunustýrinum, fíggjarnevndini ella aðrari fastari nevnd.
Stk. 2. Kommunustýrið ásetir nágreiniligari reglur bæði um virksemi, virkisskeið og manning av serstøkum, ráðgevandi nevndum.

§ 37. Kommunustýrið kann seta staðbundnar, ráðgevandi nevndir til tess at tryggja fólki á staðnum ummælisrætt í málum, sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum.
Stk. 2. Staðbundnar nevndir skulu verða mannaðar bæði við umboðum úr kommunustýrinum og við staðbundnum umboðum, tó soleiðis at staðbundnu umboðini altíð eiga meirilutan.
Stk. 3. Val av staðbundnum umboðum fer fram sama dag og eftir somu reglum, sum val fer fram til kommunustýrið við teimum avvikum, ið umstøðurnar krevja, smbr. stk. 4.
Stk. 4. Nágreiniligari reglur um samanseting, manning og hoyringarmannagongd skulu verða ásettar í kommunustýrisskipanina. Eisini verða í kommunustýrisskipani settar neyvari reglur um neyðug frávik frá kommunuvallógini viðvíkjandi valbæri, valrætti v.m.
Stk. 5. Kommunustýrislimur kann ikki samstundis vera staðbundið umboð.

§ 40. Tá fíggjarætlanin er endaliga samtykt, verður eisini útskrivingin av kommunuskattinum fyri komandi árið samtykt við fíggjarætlanini sum grundarlag. Samtykta fíggjarætlanin er á sama hátt bindandi fyri kommunalu umsitingina komandi fíggjarárið.

§ 49. Ikki er loyvt kommunum at fíggja rakstur, rentur og avdráttir við lántøku ella við inntøku frá sølu av fastari ogn.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, nær tað í serføri kann gerast undantak frá ásetingunum í stk. 1.

§ 50. Ein kommuna kann einans taka lut í vinnuligum virksemi, um so er, at virksemið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga.
Stk. 2. Kommunan kann seta almen tiltøk í verk, um so er, at hetta er til frama fyri vinnulívið á staðnum, men stuðul til einstaklingar ella einstakt virksemi má ikki latast, uttan so at serligar orsøkir eru.

§ 51. Kommunusamstørv, ið hava við sær avmarkingar í teimum lógarásettu heimildunum, sum kommunustýrið hevur eftir hesi lóg, kunnu bert setast á stovn, um so er, at landsstýrismaðurin góðkennir eina tílíka samstarvsavtalu.
Stk. 2. Hevur landsstýrismaðurin góðkent eina kommunusamstarvsavtalu eftir stk. 1, skal hann eisini góðkenna treytirnar í sambandi við avtaluslit. Er ósemja um treytirnar, verða tær ásettar av landsstýrismanninum.

§ 60. Tá fólkatalið í einari komunu er minni enn 500, kann landsstýrismaðurin gera undantak frá § 5, stk. 2, § 6, stk. 2, 3. pkt. og stk. 4, § 7, stk. 2, § 11, og §§ 28-34.
Stk. 2. Har sum landsstýrismaðurin hevur gjørt undantak frá lógini eftir stk. 1, áliggur tað borgarstjóranum at taka sær av teim uppgávum, ið annars liggja hjá fíggjarnevndini ella aðrari nevnd.

Til §5, 1: Mælt verður til at skoyta uppí at landsstýrismaðurin fær kommunustýrisskipanina til góðkenningar.

 

Til §5, 2: Mælt verður til at talið á kommunustýrislimum kann vera frá 3-17.

Kommunustýrið ásetur talið á kommunustýris-limum og um nevndir skulu vera og hvørjar. Hetta verður ásett í kommunustýrisskipanina.

Viðmerking: Her hevur eftirlitið møguleika til at grípa inn, um lutfallið millum limatal og nevndir eru óhóskandi fyri kommunustøddina. Eftirlitið kannar hvussu nevndirnar virka.

 


Til §6, 2: At vera borgarstjóri er ein borgaraskylda.
Borgarstjórin er ikki í starvi hjá kommununi, men hann hevur ávísar skyldur sum eru nevndar í lógini.

Kravið um at borgarstjórin skal siga borgarliga starvið frá sær fer at avmarka møguleikarnar fyri at velja borgarstjóra ógvuliga nógv.
Tað er rímuligt at ein landsstýrismaður ikki er borgarstjóri ella kommunustýrislimur, tí landsstýrið hevur eftirlit við kommununum, men tað er onki í vegin fyri at ein borgarstjóri kann vera tingmaður, tí tingið hevur ongar eftirlitsskyldur mótvegis kommununum. Álitisstørv eru t.d. eisini nevndarlimir í partafelagi
.
Mælt verður til at §6, stk. 2 verður strikað frá 2. pkt., Tá borgarstjórin er valdur….

Til §12: Mælt verður til at skoyta uppí: Um tveir ella fleiri eru valdir við líka nógvum atkvøðum, avger valnevndin við lutakasti hvør skal geva fundarboð.

 

 


Til §14, 2: Mælt verður til at skoyta uppí: Avgerðir kunnu bert takast á lógliga lýstum fundi. Avgerðir kunnu ikki takast á skeiðum, á fundum hjá øðrum myndugleikum ella hjá kommunalum samstørvum.

 


Til §22, 2: Tá tað bert er borgarstjórin sum kann kalla kommunustýrið til fundar og hann leiðir eisini fundin, kann tað vera torført at fremja avgerðina um at borgarstjórin noktar at kalla inn til fundar.
Í teimum kommununum har ikki fastir fundardagar eru, er tað formaðurin, ið ger av nær fundur skal vera. Verjir hann seg við at røkja vanligar formanskyldur sínar, so fer hann neyvan at innkalla til fund um at koyra seg sjálvan frá.
Frá teimum størri kommununum er í heilum at hoyra í útvarpinum avlýsingar av fundum; tí verður niðurstøðan hesi:
Eftir verandi praksis kann formaðurin avlýsa fundir hjá kommunustýrinum, t.v.s. at kommunustýrið kann ikki halda fund um málið. Skal ein slík áseting hava nakran týdning, verður mælt til at ein meiriluti av kommunustýrinum kann kæra borgarstjóran fyri kommunala eftirlitinum, sum so kann heimila at innkalla til fund og skipa kommunustýrið av nýggjum.

Til §23: Tað kann vera trupult hjá fólki í privatu vinnuni at fáa vikar fyri stutt tíðarskeið, t.d. 3 mánaðar. Annars verður víst verður til almennu viðmerkingarnar um borgarstjóran og viðmerkingar til §6, 2.

 


Til §30: Mælt verður til at hava eina áseting um at nevndir skulu ikki hava fund við hvørja aðra uttan um kommunustýrið.

 

 

 

 

 

Til §36: Gongdin er at minka talið á nevndum. Um ein nevnd ella kommunustýrið skal hava hjálp, so ber til at brúka umsitingina ella eksternar ráðgevarar.
Mælt verður til at strika §36.

 

Til §37: Um kommunustýrið setur eina staðbundna nevnd, so merkir tað at kommunustýrið setir nevndina. Her er talan um eina nevnd, sum partvís er beinleiðis fólkavald og sostatt kemur at vera javnsett við kommunustýrið.
Kommunustýrislimur, sum hevur viðgjørt eitt mál í eini staðbundnari nevnd er inhabilur at viðgera málið í kommunustýrinum, tí her er ikki talan um eitt arbeiðsbýti ímillum kommunustýrislimirnar. Tí eigur ein staðbundin nevnd at vera mannað við fólki uttanfyri kommunustýrið.
Mælt verður til at tað er kommunustýrið sum velur eina staðbundna nevnd við hoyringsrætti, soleiðis at hon kemur at avspegla býtið í kommunustýrinum. Allir limirnir eiga at vera valdir uttanfyri kommunustýrið.

 

 


Til §40: Í samband við gerð av fíggjarætlan verður mælt til at pláss verður gjørt til at álíkna til framtíðaríløgur; langtíðarfíggjarætlan – íløgukvotur.

 

Til §49: Tað er ílagi at kommunan ikki kann fíggja rakstur við lántøku.
Hinvegin eigur ein kommuna sum hevur ov stór lán at hava heimild at selja burturav ognunum og við hesi upphædd at minka um lánistovnin.


Til §50: Greinin verður mett at vera rættiliga opin og ring at umsita. Tað ber jú væl til at reka vinnuligt virksemi, tí tað skal bara definerast sum almannagagnligt og ikki geva yvirskot.
Mælt verður til at tátta í her.

Greinin stendur og fellur við kommunala eftirlitinum.


Til §51: Mælt verður til at taka við í greinina onnur kommunusamstørv. Tað kundi verið gjørt við nýggjum stykki soleiðis:
Stk 3. Partur í kommunalum stamstarvi kann, tá íð samstarvið ber í sær fíggjarligar útreiðslur, krevja stk. 1 og 2 at galda hóast ongar avmarkingar eru samanborið við stk. 1.

 

 


Til §60: Tað er harmiligt at tað í hesum uppskotinum aftur eru undantøk, sum í verandi lóg.
Í eini útvarpssending beint aftaná nýggjár vóru Høgni Hoydal og fleiri løgfrøðingar samdir um at undantøk í lógunum skuldu ikki fyrikoma í framtíðini og tað kann FKF bert vera samd við teimum í
.

Mælt verður til at henda lóg verður gjørd uttan undantøk vegna kommunustødd ella annað.