Kommunustýri

 

82  Uppskot til  løgtingslóg um kommunustýri

Skjal 8

Løgmansskrivstovan Løgdeildin
Innanhýsis

Tórshavn, tann 28. februar 2000
J.Nr.: 556-0001/2000 /
Viðgjørt: HIH/EL

Viðgerð av hoyringssvarum í sambandi við kommunustýrislógaruppskotið

Kommunustýrislógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá Føroya Kommunufelag (FKF), Kommunusamskipan Føroya (KSF), Fíggjarmálastýrinum, herundir eisini hjá Lønardeildini (LØN), Gjaldsstovuni og Toll og Skattstovuni, Kappingarráðnum (KAP), Vinnuhúsinum (Føroya Arbeiðsgevarafelag) (ARB) og øllum flokkum á tingi.

Niðanfyri er greinirnar í uppskotinum, sum viðmerkingar hava verið til, settar í vinstra teig, meðan hoyringsviðmerkingarar eru sett í høgra teig saman við viðmerkingum frá Løgmansskrivstovuni (LMS).

Arbeiðsskjalið vísir einans tær broytingar, ið gjørdar eru orsakað av hoyringsviðmerkingunum.

Uppskot til lóg um kommunustýri
(kommunustýrislógin)

Viðmerkingar frá teimum, ið hoyrd eru, umframt viðmerkingum frá LMS

§ 5. Kommunustýrið skal áseta nágreiniligari reglur um síni stýrisviðurskifti í eini kommunustýrisskipan. Uppskot og broytingaruppskot til kommunustýrisskipan skulu hava tvær viðgerðir við í minsta lagi 14 daga millumbili.

FKF: Mælur til at skoyta uppí at landsstýrismaðurin fær kommunustýris-skipanina til góðkenningar.

Fyri at verja minnilutan í kommunustýrinum og fyri at tryggja eitt nevndarbýti, sum er rímuligt, eigur landsstýrismaðurin at góðkenna kommunustýrisskipanina. Hetta samsvarar við, at landsstýrið í verandi lóg skal góðkenna reglugerðina hjá hvørjari einstakari kommunu.

LMS: Tikið verður ikki undir við at kommunustýrisskipanin skal góðkennast.

Mælt verður til, at tað verður hildið fast við, at kommunustýrisskipanin ikki skal góðkennast. Tað skal vera greitt, hvør hevur ábyrgd av kommunustýrisskipanini, og at hetta er kommunustýrið. Við at áseta eina góðkenning, verður ein partur av ábyrgdini fyri, at kommunustýrisskipanini er sum hon skal verða, flutt til landsstýrismannin. Fyri framhaldandi at tryggja, at hesar skipanir eru sum tær skulu verða, kann landsstýrismaðurin við heimild í § 53 biðja kommunustýrini um hesar upplýsingar.

§ 5. Stk. 2. Talið á kommunustýrislimum, sum í minsta lagi skal vera 7 og í mesta lagi 17, verður ásett í kommunustýrisskipanini. Limatalið skal vera stakt. FKF: Mælir til, at talið á kommunustýrislimum kann vera frá 3-17.
Kommunustýrið ásetur talið á kommunustýrislimum og um nevndir skulu verða og hvørjar. Hetta verður ásett í kommunustýrisskipanini.

Viðmerking: Her hevur eftirlitið møguleika til at grípa inn, um lutfallið millum limatal og nevndir eru óhóskandi fyri kommunustøddina. Eftirlitið kannar hvussu nevndirnar virka.

LMS: Tikið verður ikki undir við hesi broyting

Við eini tílíkari broyting verða tað kommunurnar   og ikki kommunustýrislógin, ið ásetur um ein kommuna skal verða nevndarstýrd.

At ongar nevndir kunnu vera, um kommunustýrið hevur færri enn 7 limir, framgongur av sjálvari lógini (sbr. § 33 og § 29, stk. 2). Hinvegin verður mett, at tað eigur at verða upp til hvørt kommunustýri sær at avgera, hvussu nógvar nevndir tørvur er á, og tað er ábyrgdin hjá borgarstjóranum at fylgja við og tryggja at nevndirnar virka.

§ 5. Stk. 4. Kommunustýrið skipar kommunalu umsitingina og skal áseta nágreiniligari reglur um starvsfólkaviðurskiftini í eini starvsfólkaskipan. LØN: Viðmerkir, at eftir teirra meting væntar ein áseting um, at kommunalar normeringar og sáttmálar skulu góðkennast. Ein tílík áseting skal vera við til at tryggja eitt javnt alment lønarlag og mótvirka eini lønarglíðing.

Eitt av endamálunum við uppskotinum til nýggja kommunustýrislóg er, at kommunurnar skulu stýra egnum viðurskiftum í so stóran mun sum til ber. Í § 9 í uppskotinum er ásett, at samsýningar verða ásettar av landsstýrismanninum og tað sama er galdandi fyri løn til borgarstjóran, men ongar ásetingar eru um góðkenning av lønar- og setanarviðurskiftum hjá kommunalum starvsfólkum.

§ 47 í galdandi lóg er soljóðandi: "Bygda(r)ráðið skal gera eina serliga reglugerð um talið á tænastumonnum, og starvsfólki, tilnevning teirra og uppsøgn, starvsøki og starvsheiti, og um lønar- og eftirlønartreytir teirri. Henda reglugerð verður at góðkenna av landsstýrinum."

Tað, sum í dag kemur til góðkenningar, er umframt reglugerðir í stórsta mun umflokkingar og upprættan av nýggjum størvum.

LMS: Í § 5 verður sett eitt stk. 5, ið er soljóðandi: "Ásetingarnar í sáttmálum og avtalum um lønar- og setanarviðurskifti fyri kommunal starvsfólk (íroknað kommunalir felagsskapir) og flokkingar og stig fyri størv sum ikki frammanundan greitt eru ásett í sáttmála ella avtalu, skulu góðkennast av landsstýrismanninum."

Viðmerkingar: Ásetingin skal verða við til at tryggja eitt javnt alment lønarlag og at samsvar er millum lønir hjá landinum og hjá kommunum. Ásetingin merkir, at sáttmálar og avtalur sum kommuna, kommunur ella kommunalir felagsskapir gera, har ásetingar eru um løn- og setanarviðurskifti skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Viðvíkjandi flokkingum og stigum verður serliga hugsað um hægri størv.

§ 6. Kommunustýrislimur hevur skyldu at lata seg velja til borgarstjóra, varaborgarstjóra, nevndarlim ella umboð, umframt at gera aðrar kommunalar uppgávur, sum kommunustýrið áleggur honum. FKF: Viðv. Borgarstjóranum: Tað at vera kommunustýrislimur er ein borgaraskylda, tað vil siga, at tað er ikki neyðugt at spyrja ein persón um hann vil stillast upp, tað eru stillararnir, sum stilla hann upp. Støðurnar í kommunustýrinum eru eisini borgaraskyldur og tí kunnu kommunustýrislimirnir ikki nokta. Ein borgarstjóri nýtist ikki at atkvøða fyri sær sjálvum, men kann kortini verða valdur til borgarstjóra.

Um tað nú verður soleiðis, at hann skal leggja onnur størv frá sær, so er talan um eitt brot uppá ta siðvenju, sum er galdandi á økinum, tí nú kann viðkomandi nokta at taka við støðuni sum borgarstjóri tí tað fær so álvarsligar persónligar fylgjur.

Tann støðan er ikki umrødd í uppskotinum, at ongin vil taka við støðuni sum borgarstjóri.

Í kommunum við lítlari umsiting kann tað henda, at ein møguliga fulltíðarløntur borgarstjóri gerst umsiting eisini, við tí í fylgju, at bæði nýggjur borgarstjóri og umsiting verður fjórða hvørt ár.

Hildið verður, at tað er meira hóskandi, at kommunurnar kunnu styrkja umsitingina heldur en at spara hana burtur fyri borgarstjóralønina. Hin vegin eigur borgarstjórin at vera betur løntur enn í dag.

Í øðrum londum er tað ikki krav um, at borgarstjórarnir leggja øll onnur størv frá sær, hóast tað er praksis. Hetta eru viðurskifti, sum hvørt kommunustýri og hvør borgarstjóri má finna út av.

LMS: Sbr. § 6 stk 5

§ 6. Stk. 2. Val av borgarstjóra hevur gildi alt valskeiðið. Borgarstjórin verður valdur millum kommunustýrislimirnar eftir meirilutavalháttinum sambært § 2. Tá ið borgarstjórin er valdur, skal hann leggja borgarliga starvið frá sær, umframt øll almenn álitisstørv, sum ikki beinleiðis hava samband við starvið sum borgarstjóri. FKF:Mælur til at §6, stk. 2 verður strikað frá 2. pkt., Tá borgarstjórin er valdur…. Kommunustýrini skulu heldur sjálvi avgera í hvønn mun borgarstjórastarvið skal verða fulltíðarstarv.

At vera borgarstjóri er ein borgaraskylda. Borgarstjórin er ikki í starvi hjá kommununi, men hann hevur ávísar skyldur sum eru nevndar í lógini.

Kravið um, at borgarstjórin skal siga borgarliga starvið frá sær fer at avmarka møguleikarnar fyri at velja borgarstjóra ógvuliga nógv.
Tað er rímuligt, at ein landsstýrismaður ikki er borgarstjóri ella kommunustýrislimur, tí landsstýrið hevur eftirlit við kommununum, men tað er onki í vegin fyri at ein borgarstjóri kann vera tingmaður, tí tingið hevur ongar eftirlitsskyldur mótvegis kommununum. Álitisstørv eru t.d. eisini nevndarlimir í partafelagi.

LMS: Tikið verður ikki undir við hesi broyting

LMS ásannar, at tað, at borgarstjórin skal leggja borgarliga starvið og almenn álitisstørv frá sær, kann hava víðgongdar avleiðingar við sær. Er endamálið at menna kommunalu fyrisitingina, so talar hetta tó fyri, at 2. pkt. verður standandi, við tað, at borgarstjórin tá kann savna seg um kommunalu skyldur sínar, soleiðis, at onnur áhugamál ella aðrar skyldur ávirka borgarstjórastarvið minst møguligt. Út frá hesum sjónarmiði mælir LMS til, at ásetingin verður standandi.

KSF: Heldur, at ein borgarstjóri skal kunna vera limur í nevndum/stýrum har bý- og bygda(r)ráðslimir eru limir. Nevnast kunnu SEV, IRF, handilsskúlanevnd, tekniskskúlanevnd áhugafelagsskapir so sum samkomuhallir o.a. Mælt verður til, at lógin ikki forðar fyri hesum, og at hetta greitt verður tilskilað í viðmerkingunum.

LMS: Tikið verður undir við, at álitisstørv, ið fylgja við tí at vera kommunustýrislimur, skulu verða undantikin.

Hetta verður útgreinað í viðmerkingunum.

  LMS: Í § 6 verður sett eitt stk. 5, ið verður soljóðandi:
"Stk. 5. Um so er, at allir kommunustýrislimir bera seg undan at verða borgarstjóravalevni, sbr. stk. 4, og kommunustýrið sostatt ikki kann skipa seg innan tað í § 12, stk. 1 ásettu freist, kann landsstýrismaðurin taka avgerð um, at nýval skal útskrivast í viðkomandi kommunu."

Viðmerking:
Her verður mett, at um so er, at allir kommunustýrislimir í hendingaføri lúka treytirnar í stk. 4 fyri at bera seg undan at verða borgarstjóravalevni, og kommunustýrið sostatt ikki fær skipa seg innan freistina í § 12, stk.1, so er einasti útvegur at útskriva nýval. Ásetingin kann harumframt vera við til, at tað sleppst undan, at kommunustýrislimir óneyðuga vilja føra seg undir stk. 4, uttan at treytirnar fyri at bera seg undan eru loknar.

§ 7. Kommunustýrislimur, sum er løntakari, hevur rætt til fríloyvi í tann mun hann skal luttaka á fundum o.ø. sum nevnt er í § 9, stk. 1, nummar 1-4, um ikki avgerandi fyrilit til arbeiði hansara tala ímóti hesum. FKF: §§ 7 og 8 hoyra heima í vallógini, tí her er ikki talan um stýringina av kommununi.Mælt verður tí til at taka greinina úr kommunulógini og seta í vallógina.

LMS: Tikið verður ikki undir við hesi broyting

Um ásetingarnar skulu standa í vallógini ella í kommunustýrislógini verður ikki mett at hava stórvegis týdning. Við tað, at borgarstjórin, ið ikki er fólkavaldur og tískil ikki hoyrir heima í einari vallóg, eisini verður nevndur í greinunum, so verður mett, at ásetingarnar helst skulu setast í kommunustýrislógini.

§ 7. Stk. 2. Borgarstjóri, sum er í starvi hjá landinum, eini kommunu, kommunalum felagsskapi, landsfyritøku ella hjá einum konsessioneraðum felag, hevur rætt til farloyvi úr starvi sínum. ARB: Greinin staðfestir m.a., at borgarstjóri, sum starvast hjá einum "konsessioneraðum" felag, hevur rætt til farloyvi úr starvi sínum. Í viðmerkingunum er ikki greinað, hvat skilst við hugtakið "konsessionerað" felag. Um talan bert er um landsfyritøkur, hava vit ongan trupulleika við ásetingini. Um henda áseting hinvegin kann tolkast at fevna um partafeløg, ið hava eitthvørt loyvið (konsessión) frá tí almenna, tað verið seg innan flogferðslu, aling, fiskiloyvir o.a., kunnu vit ikki taka undir við hesum. Vit mæla til, at avmarka rættin til farloyvi, til einans at fevna um landsfyritøkur.

LMS: Tað eigur at verða útgreinað í viðmerkingunum, at ásetingin í stk. 2 ikki er galdandi fyri almenn partafeløg o.l.

§ 8. Stendur løntakari á valevnislista til kommunuval ella er løntakari valdur til kommunustýrislim, má arbeiðsgevari hansara ikki siga hann úr starvi av hesi orsøk. FKF: sí § 7 stk 1.

LMS: Sama.

§ 8. Stk. 2. Verður løntakari, ið stendur á valevnislista til kommunuval ella løntakari, ið er valdur til kommunustýrislim, sagdur úr starvi, liggur tað á arbeiðsgevaranum at prógva, at uppsøgnin ikki skyldast nevndu viðurskiftum.

 

ARB: Greinin staðfestir, at arbeiðsgevarin hevur próvbyrðuna, tá løntakari, ið stendur á valevnislista, ella er valdur í kommunustýrið, verður uppsagdur. Eftir okkara tykki eigur ongantíð at verða víkt frá meginregluni, at tann ákardi er ósekur til tað øvuta er prógvað. ARB vil tí mæla til, at henda grein verður broytt.

LMS: Tikið verður ikki undir við hesi broyting

Grundgevingin fyri orðingini í § 8 er, at einans á henda hátt fær ásetingin í § 7 um fríloyvi og farloyvi nakað veruligt innihald. Fyri at halda fast um hesa verju, verður mælt til, at orðingin í stk. 2 verður standandi óbroytt.

§ 8. Stk. 3. Verður løntakari sagdur úr starvi í stríð við tað, ið er ásett í stk 2, skal arbeiðsgevarin rinda honum endurgjald. LMS: Í § 8, stk. 3 verður sett eitt nýtt 3. pkt. og greinin verður orðað soleiðis:
"Um arbeiðsgevari brýtur stk. 1 við at siga løntakari úr starvi, skal arbeiðsgevarin rinda honum eina samsýning orsakað av hesum. Samsýningin, sum í mesta lagi kann svara til løn í 50 vikur, verður at áseta alt eftir starvsaldri og umstøðunum annars."

Viðmerking
Málsligar broytingar, sí annars viðmerkingarnar til § 8, stk. 3.

§ 10. Stk. 5. Málið kann tó ikki verða flutt, um 2/3 av teimum hjástøddu kommunustýrislimunum eru ímóti, ella at málið ikki tolir at bíða. KSF: Mælt verður til 2/3 verður broytt til vanligan meiriluta.

LMS: Tikið verður ikki undir við hesi broyting

Í stk. 4 verður sum nakað nýtt skotið upp, at limir, ið eru valdir á viðkomandi valevnislista, í ávísum føri skulu fáa rætt til at krevja málið flutt til næsta fund. Men, fyri at sleppa undan óneyðugum og óneyðuga seinkandi krøvum um, at málið skal útsetast til næsta fund, verður samstundis skotið upp, at hesin rættur kann avmarkast, men einans um so er, at 2/3 av kommunustýrislimunum eru ímóti, at málið ikki skal flytast til næsta fund. Av tí, at talan er um at avmarka ein rætt hjá limum, ið valdir eru á viðkomandi valevnislista, mælir LMS til, at kravið um at 2/3 av kommunustýrislimunum skulu vera ímóti verður fasthildið.

Hetta verður útgreinað í viðmerkingunum.

§ 12. Nývalda kommunustýrið skal skipa seg í seinasta lagi innan árslok í valárinum. FKF: Mælur til at skoyta uppí: Um tveir ella fleiri eru valdir við líka nógvum atkvøðum, avger valnevndin við lutakasti, hvør skal geva fundarboð.
§ 12. Stk. 2. Kommunustýrið skal vera fullmannað á fyrsta fundi. Fyrst valdi kommunustýrislimur gevur fundarboð og leiðir fundin, til borgarstjóri er valdur. LMS: Tikið verður undir við hesi broyting

Fyri at gera greinina greiðari, verður ískoytið frá FKF tí sett inn sum 3. pkt í § 12, stk. 2, ið verður soljóðandi:
"Um tveir ella fleiri kommunustýrislimir eru valdir við líka nógvum atkvøðum, avger valnevndin við lutakasti, hvør skal geva fundarboð og leiða fundin til borgarstjóri er valdur."

§ 13. Stk 1. Kommunustýrið hevur vanliga fund eina ferð um mánaðin. Nágreiniligari reglur um vanligar fundir skulu verða ásettar í kommunustýrisskipanini. Almannakunngjørt skal verða við ársbyrjan, nær og hvar vanligir kommunustýrisfundir verða hildnir. LMS: Stk. 1, 2. pkt. skal verða orðað soleiðis:
"Nágreiniligari reglur um vanligar fundir skulu verða ásettar í fundarskipanini."

 

 

 

§ 14. Stk. 2. Um einki annað er fyriskipað, er eitt uppskot samtykt, tá ið meirilutin av teimum, ið greiða atkvøðu, hevur atkvøtt fyri uppskotinum. Stendur á jøvnum, er uppskotið fallið. FKF: Mælt verður til at skoyta uppí: Avgerðir kunnu bert takast á lógliga lýstum fundi. Avgerðir kunnu ikki takast á skeiðum, á fundum hjá øðrum myndugleikum ella hjá kommunalum samstørvum.

Staðfest eigur, at verða at avgerðir kunnu bert takast á lógliga lýstum fundi.

LMS: Tikið verður ikki undir við hesi broyting
Víst verður til, at sambært § 13 skal verða almannakunngjørt nær og hvar vanligir fundir skulu verða.

  LMS: Nýtt stk 3, ið verður soljóðandi:
"Stk.3. Tá persónur verður settur í starv hjá kommununi, fer val millum fleiri umsøkjarar fram eftir meirilutavalháttinum sambært § 2."

Viðmerking
Ásetingin samsvarar við § 20, stk. 4 í galdandi lóg, sí annars viðmerkingarnar.

§ 18. Berst kommunustýrislimi frá at møta á kommunustýrisfundi vegna heilsustøðu, kunnu teir limir, ið eru valdir á viðkomandi valevnislista, krevja, at tiltakslimur fær fundarboð. Á fyrsta fundinum ella við aðru viðgerð av fíggjarætlanini, smbr. §§ 12 og 39, kann verða kravt, at tiltakslimur fær fundarboð, eisini um kommunustýrislimi berst frá at møta av aðrari orsøk. Setir eingin kommunustýrislimur fram krav um at geva tiltakslimi fundarboð, kann tiltakslimurin sjálvur krevja at fáa fundarboð. LMS: Stk. 1, 3. pkt verður orðað soleiðis:
" Er
eingin kommunustýrislimur, sum kann seta fram krav um at geva tiltakslimi fundarboð, kann tiltakslimurin sjálvur krevja at fáa fundarboð."

 

 

 

 

 

 

 

§ 18. Stk. 2. Berst kommunustýrislimi væntandi frá at røkja starv sítt í meira enn 14 samfullar dagar vegna annað alment starv, heilsustøðu ella aðra lógliga orsøk, skal borgarstjórin geva tiltakslimi fundarboð. KSF: Mælur til, at víðka stk. 2. soleiðis: Bý- ella bygda(r)ráðslimur, sum væntandi berst frá at røkja starv sítt í meira enn 14 samfullar dagar vegna annað alment starv, heilsustøðu ella aðra lógliga orsøk, skal boða borgarstjóranum frá, sum síðani gevur tiltakslimi fundarboð.

LMS: Tikið verður undir við hesi broyting og verður tað sett inn í stk. 2 í uppskotinum, soleiðis, at tað verður soljóðandi:

"Berst kommunustýrislimi væntandi frá at røkja starv sítt í meira enn 14 samfullar dagar vegna annað alment starv, heilsustøðu ella aðra lógliga orsøk, skal viðkomandi boða borgarstjóranum frá, og borgarstjórin skal síðani geva tiltakslimi fundarboð."

§ 22. Stk. 2. Verjir borgarstjórin seg við at fremja tær uppgávur, ið annaðhvørt eftir hesi lóg ella kommunustýrisskipanini eru latnar honum at umsita, so kann kommunustýrið tilnevna ein annan kommunustýrislim at røkja hansara uppgávur. Kommunustýrið kann í álvarsomum føri fyribils velja ein annan sum virkandi borgarstjóra. LMS: LMS hevur gjørt broytingar/útgreiningar í viðmerkingunum til § 22, stk. 2 og lógarteksturin í § 22, stk. 2, 3. pkt. verður orðað soleiðis:
"Kommunustýrið kann í álvarsomum føri ella tá borgarstjórin ferð eftir ferð verjir seg við at fremja uppgávur sínar, fyribils velja ein annan kommunustýrislim sum virkandi borgarstjóra."

Viðmerking:
Hetta er fyri at gera ásetingina greiðari(samsvarandi § 66 í donsku kommunulógini).

FKF: Tá tað bert er borgarstjórin, sum kann kalla kommunustýrið til fundar og hann leiðir eisini fundin, kann tað vera torført at fremja avgerðina um at borgarstjórin noktar at kalla inn til fundar.
Í teimum kommununum har ikki fastir fundardagar eru, er tað formaðurin, ið ger av nær fundur skal vera. Verjir hann seg við at røkja vanligar formanskyldur sínar, so fer hann neyvan at innkalla til fund um at koyra seg sjálvan frá.
Frá teimum størri kommununum er í heilum at hoyra í útvarpinum avlýsingar av fundum; tí verður niðurstøðan hesi:
Eftir verandi praksis kann formaðurin avlýsa fundir hjá kommunustýrinum, t.v.s. at kommunustýrið kann ikki halda fund um málið. Skal ein slík áseting hava nakran týdning, verður mælt til, at ein meiriluti av kommunustýrinum kann kæra borgarstjóran fyri kommunala eftirlitinum, sum so kann heimila at innkalla til fund og skipa kommunustýrið av nýggjum.

LMS: Tikið verður ikki undir við hesi broyting

Ein borgarstjóri kann ikki av sínum eintingum avlýsa ein lógliga lýstan fund. Í førum har uppskot er sett fram, um at seta á skrá, at borgarstjórin skal setast frá, kann borgarstjórin ikki av sínum eintingum avgera, at málið ikki skal viðgerast. Tað er kommunustýrið og bert kommunustýrið, ið kann taka avgerð um, at eitt mál sum er sett á skrá ikki skal viðgerast.

Sambært § 13 skal við ársbyrjan almannakunngerast nær og hvar vanligir kommunustýrisfundir verða hildnir, hesir kunnu vanliga ikki avlýsast uttan so, at onki er á dagskráini at viðgera.

KSF: Tekur ikki undir við stk. 2 og 3 sum tey eru orðaði. Hildið verður, at tungtvigandi orsøk skal til fyri at loysa borgarstjóran úr starvi, og at hetta ikki kemur nóg greitt fram. Mælt verður til at skoyta uppí stk. 3: Borgarstjórin skal ikki víkja sæti fyrr enn landsstýrismaðurin hevur staðfest avgerðina og henda er rættarroynd hjá dómsvaldinum.

§ 22. Stk. 3. Avgerðin sambært stk. 2, 2. pkt. skal alt fyri eitt verða latin landsstýrismanninum til staðfestingar. Verður avgerðin staðfest, skal kommunustýrið alt fyri eitt leggja málið inn fyri dómsvaldið til rættarroynd, fyri at royna, um treytin í stk. 2, 2. pkt. er til staðar. LMS: Tikið verður undir við hesi broyting og verða gjørdar hesar broytingar í § 22:

"Stk. 3. Avgerðin sambært stk. 2, 2. pkt. skal alt fyri eitt verða latin landsstýrismanninum til staðfestingar.
Stk. 4. Staðfestir landsstýrismaðurin eina avgerð hjá kommunustýrinum sambært stk. 3, er borgarstjórin undantikin starvi sínum frá hesum mundi.
Stk. 5. Hevur landsstýrismaðurin staðfest eina avgerð sambært stk. 4, skal kommunustýrið alt fyri eitt leggja málið inn fyri dómsvaldið til rættarroynd, fyri at royna, um treytin í stk. 2, 2. pkt. er til staðar. Kemur dómsvaldið til ta niðurstøðu, at treytin í stk. 2, 2. pkt. er til staðar, skal borgarstjórin víkja sæti.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í stk. 2 nevnda føri, eftir áheitan frá kommunustýrinum, gera av, at lønin hjá borgarstjóranum skal verða skerd við einum fjórðingi, eini helvt, ella at hon í versta føri fellur burtur."

Broytingin er lutvíst ein samanskriving av § 22 og § 57, men stk. 5, 2. pkt er nýtt og í stk. 6 er "…eftir áheitan frá kommunustýrinum" skoytt uppí.

§ 23. Stk. 2. Fer borgarstjóri ella varaborgarstjóri úr kommunustýrinum, doyr, ella verður loystur úr starvi, skal nýval av borgarstjóra ella varaborgarstjóra fara fram eftir reglunum í § 6, stk. 2 og stk. 3. FKF: Tað kann vera trupult hjá fólki í privatu vinnuni, at fáa vikar fyri stutt tíðarskeið, t.d. 3 mánaðar. Annars verður víst til almennu viðmerkingarnar um borgarstjóran og viðmerkingar til §6, 2.

LMS: Í § 23 verður sett eitt stk. 3, ið verður soljóðandi:
"Stk. 3. Tá ið nýggjur borgarstjóri verður valdur eftir stk. 2, kann tað, við góðkenning frá landsstýrismanninum, eftir umstøðunum verða vikið frá ásetingini í § 6, stk. 2, 2. pkt., um so er, at stutt tíð er eftir av valskeiðnum."

Viðmerking:
Orsøkin til hesa áseting er, at tað kann verða serliga tyngjandi hjá einum kommunustýrislimi, sum verður valdur til borgarstjóra tá einans stutt tíð er eftir av valskeiðnum, um hann samstundis verður noyddur at leggja borgarliga starvið og øll almen álitisstørv frá sær.

Tá støða verður tikin til, um viðkomandi kann verða borgarstjóri uttan at leggja borgarliga starvið og øll almen álitisstørv frá sær, skal gerast ein ítøkilig meting av viðurskiftunum. M.a. eigur at verða mett um, um tað er rímuligt, at viðkomandi leggur nevndu størv frá sær, í mun til tað tíð, ið er eftir av valskeiðnum

§ 24. Stk. 2. Er tiltakslimur komin inn fyri borgarstjóra ella varaborgarstjóra eftir reglunum í § 18, stk. 2, men sannlíkt er, at fráveran varir longri enn 2 mánaðir, so skal kommunustýrið fyribils velja borgarstjóra ella varaborgarstjóra í teirra stað eftir reglunum í ávíkavist § 6, stk. 2 og stk. 3. LMS: Sum avleiðing av § 23, stk. 3 verður í § 24, stk. 2 skoytt uppí sum 3. pkt.:

"Ásetingin í § 23, stk. 3 er somuleiðis galdandi."

 

 

§ 25. Borgarstjórin ansar eftir, at allar samtyktir á kommunustýrisfundi verða førdar í gerðabók, sum við fundarlok skal verða undirskrivað av øllum teimum luttakandi kommunustýrislimunum. KSF: Mælir til at orðingin verður: …., sum við fundarlok skal verða lisin upp og undirskrivað.

Tað eru ov nógv dømi um, at limir halda seg hava undirskriva annað enn tað, sum ført er í gerðabókina, tí henda ikki verður lisin upp.

LMS: Tikið verður undir við hesi broyting

§ 25, stk. 1, verður soljóðandi: "Borgarstjórin ansar eftir, at allar samtyktir á kommunustýrisfundi verða førdar í gerðabók, sum við fundarlok skal verða lisin upp og undirskrivað av øllum teimum luttakandi kommunustýrislimunum."

§ 30. Nevndarformaður gevur fundarboð og fyrireikar nevndarfund.
Stk. 2. Borgarstjórin kann kalla nevndarlimirnar í einari ella fleiri nevndum saman, fyri at tosa um felags áhugamál.

 

 

 

 

FKF: Mælur til at hava eina áseting um at nevndir skulu ikki hava fund við hvørja aðra uttan um kommunustýrið.

Ein áseting um, at nevndir skulu ikki hava fund við hvørja aðra uttan um kommunustýrið, skal verða fyri at verja minnilutar í kommunustýrinum

LMS: Tikið verður ikki undir við hesi broyting

Tá tað er staðfest, at avgerðir bert kunnu takast á lógliga lýstum kommunustýrisfundi, er greitt, at avgerðir ikki kunnu takast í øðrum sambandi sum t.d. á felags nevndarfundum. Samstundis verður mett, at ein áseting um at sýta nevndum at halda óformligar felagsfundir bert kann tarna nevndarviðgerð óneyðugt. Borgarstjórin fær heimild til at kalla fleiri nevndir saman at tosa um felags áhugamál, men hetta er ikki at rokna sum felags nevndarfundur, og tí kunnu nevndaravgerðir ikki takast á tílíkum fundum.

§ 32. Nevndarlimur kann, áðrenn ein nevndaravgerð verður sett í verk, krevja, at málið verður lagt fyri kommunustýrið til avgerðar. Undantiknar hesum eru avgerðir, sum við lóg eru latnar nevndini. LMS: § 32, 2. pkt. Verður strikað. Hetta hevur ongan týdning í praksis.
§ 33. Ein nevnd er viðtøkufør, um í minsta lagi helmingurin av nevndarlimunum er møttur.

 

 

FKF: §33 um viðtøkuføri er allýsing. Mælt verður tí til at flyta hesa grein undir kapitel 1, allýsingar

LMS: Tikið verður ikki undir við hesi broyting, men stk. 1 verður orðað soleiðis:
"Ein nevnd er viðtøkufør, um í minsta lagi helmingurin av nevndarlimunum er á fundi."

§ 33. Stk. 2. Um einki annað er fyriskipað, er eitt uppskot samtykt, tá ið ein meiriluti av teimum, ið greiða atkvøðu, hava atkvøtt fyri tí. LMS: Í stk. 2 verður skoytt uppí sum 2. pkt.:
"Stendur á jøvnum, er uppskotið fallið."

Hetta er fyri at hava somu orðingar sum viðvíkjandi kommunustýrinum, sbr. § 14.

§ 34. Nevndarformaðurin ansar eftir, at allar nevndarsamtyktir verða førdar í gerðabók, sum við fundarlok skal verða undirskrivað av teimum luttakandi nevndarlimunum. FKF: §34 um undirskrift av gerðabókum og serstøður um eru allýsingar. Mælt verður tí til at flyta hesa grein undir kapitel 1, allýsingar

LMS: Tikið verður ikki undir við hesi broyting

KSF: Mælir til, at orðingin verður: …., sum við fundarlok skal verða lisin upp og undirskrivað.

LMS: Tikið verður undir við hesi broyting

Stk. 1, verður orðað soleiðis: "Nevndarformaðurin ansar eftir, at allar nevndarsamtyktir verða førdar í gerðabók, sum við fundarlok skal verða lisin upp og undirskrivað av øllum teimum luttakandi nevndarlimunum."

§ 36. Kommunustýrið kann seta serstakar nevndir at taka sær av einstøkum málum ella at ráðgeva kommunustýrinum, fíggjarnevndini ella aðrari fastari nevnd. FKF: Mælur til at strika §36.

LMS: Tikið verður ikki undir við hesi broyting

Kommunustýrini kunnu seta serstakar nevndir, men hava ikki skyldu til tað. Mett verður, at tað í ávísum føri kann verða hent hjá kommunustýrinum at hava møguleika til at seta serstakar nevndir, og tí verður mælt til at § 36 verður standandi.

§ 37. Kommunustýrið kann seta staðbundnar, ráðgevandi nevndir til tess at tryggja fólki á staðnum ummælisrætt í málum, sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum. FKF: Mælur til, at tað er kommunustýrið sum velur eina staðbundna nevnd við hoyringsrætti, soleiðis, at hon kemur at avspegla býtið í kommunustýrinum. Allir limirnir eiga at vera valdir uttanfyri kommunustýrið.

Um kommunustýrið setur eina staðbundna nevnd, so merkir tað, at kommunustýrið setir nevndina. Her er talan um eina nevnd, sum partvís er beinleiðis fólkavald og sostatt kemur at vera javnsett við kommunustýrið.
Kommunustýrislimur, sum hevur viðgjørt eitt mál í eini staðbundnari nevnd er inhabilur at viðgera málið í kommunustýrinum, tí her er ikki talan um eitt arbeiðsbýti ímillum kommunustýrislimirnar. Tí eigur ein staðbundin nevnd at vera mannað við fólki uttanfyri kommunustýrið.

LMS: Tikið verður ikki undir við hesi broyting

Staðbundnu nevndirnar hava hoyringsrætt, men ikki nakran avgerðarrætt, og sjálvt um tær partvís eru fólkavaldar eru tær ikki javntsettar kommunustýrinum, tí tað framhaldandi er kommunustýrið, ið hevur allan avgerðarrættin.

Orsøkin til, at tað eru umboð fyri kommunustýrið í staðbundnu nevndunum er, at tað skal verða møguligt, at samrøða um málini áðrenn eitt hoyringssvar verður givið.
Kommunustýrislimur, ið er limur í staðbundnari nevnd, er líka so lítið ógegniður sum ein hvør annar kommunustýrislimur er, tá mál koma fyri, sum hann frammanundan hevur viðgjørt í nevnd.

§ 40. Tá fíggjarætlanin er endaliga samtykt, verður eisini útskrivingin av kommunuskattinum fyri komandi árið samtykt við fíggjarætlanini sum grundarlag. Samtykta fíggjarætlanin er á sama hátt bindandi fyri kommunalu umsitingina komandi fíggjarárið. FKF: Í samband við gerð av fíggjarætlan verður mælt til at pláss verður gjørt til at álíkna til framtíðaríløgur; langtíðarfíggjarætlan – íløgukvotur.

LMS: Ikki neyðugt at skoyta nakað uppí

Tað er onki til hindurs fyri, at álíkna verður til framtíðaríløgur, sum er. Langtíðarfíggjarætlan er ein ætlan, sum verður framd so hvørt sum tær einstøku fíggjarætlaninar verða samtyktar, men ein langtíðarfíggjarætlan er ikki meiri bindandi enn so, at kommunustýrið altíð kann samtykkja eina fíggjarætlan sum víkjur frá, um meiriluti er fyri tí.

§ 43. Til lántøku, veðsetan, nýtslu av rakstraravlopi og tílíkum krevst samtykt frá kommunustýrinum. FKF: Mælur til, at lánipolitisku viðurskiftini í §43 og §54 verða viðgjørd í serligari lóg um lántøku og fíggjarligari stýring av kommununum og ikki í sjálvari kommunustýrislógini.

LMS: Tikið verður ikki undir við hesi broyting

Hetta kann eins væl metast sum ein avmarking í stýrifrælsinum hjá kommununum

§ 49. Ikki er loyvt kommunum at fíggja rakstur, rentur og avdráttir við lántøku ella við inntøku frá sølu av fastari ogn. FKF: Viðv. Stk. 1 og 2 Tað er ílagi at kommunan ikki kann fíggja rakstur við lántøku. Hinvegin eigur ein kommuna sum hevur ov stór lán at hava heimild at selja burturav ognunum og við hesi upphædd at minka um lánistovnin.

Til §49 og 54 Lánini: Her er talan um eina kommunala stýringarlóg og ikki eina lóg um konkret fíggjarviðurskifti í kommununum. Tí eigur ein serlóg um lániheimildir at vera gjørd. Út frá tí lógini kann landsstýrismaðurin í kommunumálum gera kunngerðir um hesi viðurskiftini. Hvussu nógv kommunurnar kunnu læna, til hvørji endamál osv.

Tað er óheppið, at hetta elastiska hugtakið ein álíkning skal figurera í kommunustýrislógini. Hetta eru viðurskifti, sum eru ógvuliga broytilig og tað eigur ikki at vera neyðugt at broyta kommunustýrislógina, hvørja ferð hesi viðurskifti skulu broytast.

Tað er ílagi, at kommunan ikki kann fíggja rakstur við lántøku. Hinvegin eigur ein kommuna, sum hevur ov stór lán at hava heimild at selja burturav ognunum og við hesi upphædd at minka um lánistovnin.

LMS: Tikið verður ikki undir við hesi broyting

Hesar ásetingar eru at meta sum avmarkingar í heimildunum hjá kommunustýrinum, tí eru tær tiknar við her.

Viðvíkjandi hugtakinum "ein álíkning" er at viðmerkja, at ásetingin er orðað soleiðis, fyri at tryggja, at lániloftið ikki kann ávirkast av, at ein einstøk kommuna lækkar ella hækkar kommunuskattaprosentið nógv, tá skattaloft og –botnur verða avtikin.

§ 49. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, nær tað í serføri kann gerast undantak frá ásetingunum í stk. 1. LMS: Mett verður, at landsstýrismaðurin eigur at áseta nærri reglur um undantak frá stk. 1, um so er, at hetta gerst neyðugt, heldur enn at seta eina positiva heimild í lógina frammanundan, soleiðis, at kommunurnar til eina og hvørja tíð kunna meta um, um tær nú kunnu selja av ognum sínum ella ikki.
§ 50. Ein kommuna kann einans taka lut í vinnuligum virksemi, um so er, at virksemið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga. FKF: Greinin verður mett at vera rættiliga opin og ring at umsita. Tað ber jú væl til at reka vinnuligt virksemi, tí tað skal bara definerast sum almannagagnligt og ikki geva yvirskot. Mælt verður til at tátta í her.
Vinnuligt virksemi: Útgreiningin av, hvat vinnuligt virksemi ein kommuna kann reka eigur at vera ásett í ser-lógum. Hetta eru broytilig viðurskifti, sum ikki hoyra heima í eini yvirordnaðari stýringarlóg.

Tey virki, sum í dag eru ogn heilt ella partvís hjá eini kommunu, eiga eisini hóskandi at vera viðgjørd í eini slíkari lóg. Tað er ikki rímuligt at banna nøkrum kommunum at fara inn í vinnulívið, meðan tær, sum longu eru har, kunnu halda fram, uttan at eftirlitið leggur seg út í viðurskiftini.

Frá fundi hildin saman við 88 bygdaráðslimum var fundurin samdur um at sum § 50 stendur, er hon eingin forðing fyri at fara inn í vinnulívið.

Fundurin helt, at góðir møguleikar vóru fyri at luttaka í vinnulívinum, hóast tær nýggju forðingarnar í §50, til dømis, við at byggja og leiga út – mátti tí eisini vera ásetingar móti ójøvnum leigugjøldum og innkrevjingum.

Greinin stendur og fellur við kommunala eftirlitinum.

LMS: Tikið verður ikki undir við hesum sjónarmiði

Í tí, at endamálið skal vera almannagagnligt liggur eisini, at tað virksemi, ið kommunan fer undir, sjálvandi eisini eftir vanligum kommunalrættarligum reglum – skrivaðum og óskrivaðum - skal vera ein lóglig kommunal uppgáva, sum kommunan fer undir. Tað vil siga, at sjálvt um virksemi kann definerast sum almannagagnlig og ikki hevur vinning fyri eyga, so førir hetta ikki av sær sjálvum við sær, at kommunan frítt kann átaka sær uppgávuna.

LMS metir sostatt ikki, at orðingin í § 50 skal broytast, einans grundað á viðmerkingina frá FKF.

ARB: Vit halda tað vera av sera stórum týdningi, at so greitt mark sum gjørligt verður sett millum kommunalt / alment virksemi og vinnuligt virksemi, og hetta er endamálið við umrøddu grein. Ilt er at siga, um hetta markamót kundi verið sett greiðari.

Kap: Kappingarráðið virkar sambært løgtingstingslóg nr. 83 um kapping frá 6. juni 1997. Kappingarlógin § 2, nr. 2 ásetur, at lógin er galdandi fyri vinnuvirksemi framt av lands- ella kommunufyrisiting, og sum er, at útbjóða ella eftirspyrja vørur ella tænastur v.m., og sum hevur týdning fyri kappingina í vinnulívinum.

Sostatt er vinnuvirksemi í breiðari fatan, eisini í kommunalum høpi, fevnt av ásetingingunum, við teimum avmarkingunum, ið kunnu verða vegna ítøkiligum ásetingum í aðrari lóggávu. Í lógaruppskotinum tykjast ikki verða ásetingar, ið avmarka málsræði hjá kappingarlógini. Ásetingarnar í § 50 í lógaruppskotinum eru at skilja, sum avmarkingar í rættinum hjá kommunustýrum til vinnuligt virksemi. Tískil eiga kommunustýri at geva kappingarlógini gætur í sambandi við alt vinnuvirksemi, tað veri seg beinleiðis ella óbeinleiðis.

Til § 50 stk 1: Sambært § 50, stk.1 í lógaruppskotinum er heimildin hjá kommunum avmarkað til vinnuvirksemi, ið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga. Í hesum sambandi vil Kappingarráðið gera kunnugt, at sjálvt um virksemi ikki hevur vinning fyri eyga, vil tað verða fevnt av ásetingunum í kappingarlógini, eitt nú um kappingaravmarkingar og skaðalig árin smb. § 11 í kappingarlógini.

Stk. 2. Kommunan kann seta almen tiltøk í verk, um so er, at hetta er til frama fyri vinnulívið á staðnum, men stuðul til einstaklingar ella einstakt virksemi má ikki latast, uttan so at serligar orsøkir eru. ARB: Greinin staðfestir, at ein kommuna, um serligar orsøkir eru fyri tí, kann veita stuðul til einstaklingar ella einstakt virksemið í samband við tiltøk, ið eru til frama fyri vinnulívið á staðnum. Eftir okkara tykki er tað í lagi, at ein kommuna kann seta tiltøk í verk, ið eru til frama fyri vinnulívið á staðnum, men vit halda ikki, at kommunur eiga at veita einstaklingum ella virkjum stuðul. ARB mælir tí til, at síðsti partur av stk. 2 verður strikaður.

LMS: Tað er rætt, at kommunur ikki eiga at veita stuðul til einstaklingar ella virki, men tað kunnu hugsast serføri, har umstøðurnar tala fyri, at kommunan annahvørt átekur sær hesa uppgávu ella hinvegin veitir stuðul til viðkomandi, ið tekur sær av hesari uppgávuni.

LMS mælir til, at tað ikki konsekvent skal verða bannað at veita stuðul, men at hetta í ávísum føri kann verða loyvt. Tí eigur ventilurin í stk. 2 ikki at verða strikaður.

KAP: Sum viðmerking til § 50, stk. 2 í lógaruppskotinum, metir Kappingarráðið, at tað er ógreitt, hvørt orðið "einstakt virksemi" meinast við eisini at umfatað sjálvstøðug feløg (t.d. áhugafeløg), ið ikki hava vinning fyri eyga, tí í viðmerkingum verður orðið "einstøk virki" nýtt. Í teimum førum har kommunur veita stuðul, kann tað hava sera avlagandi árin við sær, um talan er um áhugafeløg, ið reka eitt virksemi, ið verður bjóða av øðrum vinnurekandi, ið hava vinning fyri eyga, og sambært lógarásetingunum, sum útgangsstøðið, ikki kunnu fáa stuðul. Tí kundi hetta hóskandi verið greiðari.

Um talan er um alment vinnuvirksemi, ið er í kapping, hevur Kappingarráðið t.d. í málinum um Vaskaríið á Landssjúkrahúsinum tikið avgerð um, at virksemi skal rekast sum um tað var eitt vinnurekandi virki, við teimum prísásetingarviðurskiftunum og veruleikunum, ið tað inniber.
Kappingarráðið vil staðiliga gera vart við, at neyðugt er við neyvum og djúpum kanningum og metingum í teimum førum, har kommunur hava ætlan um at reka virksemi ella veita stuðul til virksemi á einum marknaði, við meiri ella minni kapping. Kappingarráðið stendur til taks við ráðum hesum viðvíkjandi. Best er at taka hesar spurningar til viðgerðar frammanundan. Tá ber til, at fyribyrgja avgerðum, ið avmarka og hava skaðiligt árin á kappingina á einum ella fleiri marknaðarøkjum og harvið náa einari betri loysn samfelagsbúskaparliga.

LMS: Samandráttur av viðmerkingunum frá Kappingarráðnum verður arbeiddur inn í viðmerkingarnar til uppskotið.

Sum stk. 3. verður sett:
"Áðrenn tiltak sambært stk. 1 ella stk. 2 verður sett í verk, skal kommunustýrið skrivliga boða landsstýrismanninum frá hesum."

Viðmerking
Orsøkin til hesa áseting er, at landsstýrismaðurin, um tað gerst neyðugt, til eina og hvørja tíð kann hyggja eftir, hvat virksemi kommunurnar takast við. Við tað, at landsstýrismaðurin verður kunnaður um ítøkilig kommunal viðurskifti, lættir tað eisini um eftirlitsuppgávu hansara sambært kommunustýrislógini. Á henda hátt kann landsstýrismaðurin eisini síggja, um tann praksis, sum verður løgd fyri allar kommunur viðvíkjandi vinnuligum virksemi, tiltøkum viðvíkjandi vinnu, stuðli v.m. er einsháttað.

Í ásetingini um fráboðan liggur ikki, at møgulig tiltøk hjá einum kommunustýri óbeinleiðis eru góðkend ella verða mett at vera lóglig, um so er, at landsstýrismaðurin ikki ger vart við seg aftaná eina fráboðan eftir stk. 3.

§ 51. Kommunusamstørv, ið hava við sær avmarkingar í teimum lógarásettu heimildunum, sum kommunustýrið hevur eftir hesi lóg, kunnu bert setast á stovn, um so er, at landsstýrismaðurin góðkennir eina tílíka samstarvsavtalu. FKF: Mælur til at taka við í greinina onnur kommunusamstørv. Tað kundi verið gjørt við nýggjum stykki soleiðis:
Stk. 3. Partur í kommunalum stamstarvi kann, tá íð samstarvið ber í sær fíggjarligar útreiðslur, krevja stk. 1 og 2 at galda, hóast ongar avmarkingar eru samanborið við stk. 1.

LMS: Við tað, at onnur kommunusamstørv enn tey, ið eru nevnd í stk. 1 kunnu grundast á avtalur millum partarnar, so kunnu hesir partar sjálvandi seta treytir fyri samstarvinum, og eisini tær treytir, ið verða nevndar í § 51. Mett verður ikki, at lógarheimild fyri at seta tílíkar treytir er neyðug, men hinvegin er einki í vegin fyri at hava eina tílíka áseting í lógini.

§ 53. Stk. 2. Til tess at landsstýrismaðurin kann røkja sínar eftirlitsskyldur við fíggjarligu viðurskiftinum hjá kommununum, skulu tær lata honum:
1) grannskoðaðan roknskap innan 1. juni eftir enda fíggjarár,
2) samtykta fíggjarætlan innan 3 gerandisdagar eftir 1. desember og
3) samtykta eykajáttan innan 3 gerandisdagar.
KSF: Mælir til, at freistin verður ein vika í staðin fyri 3 dagar. Freistin eigur at verða ein vika havandi í huga veður og vind og at vit búgva í einum oyggjasamfelagi.

LMS: Tikið verður ikki undir við hesi broyting

Óneyðugt at leingja freistina. Um tað er gjørligt at halda kommunustýrisfund eigur tað eisini at vera gjørligt at senda kunningina av stað til landsstýrismannin. Ásetingin áleggur kommununi sum skjótast at kunna. Um so er, at upplýsingarnir orsakað av veðri ella vindi ikki verða sendar landsstýrismanninum innan ásettu freist, so er hetta ein heilt annar spurningur og slíkar umstøður høvdu verið til fyrimun fyri kommununa.

LMS: Stk. 2, nr. 3 verður orðað soleiðis:
"samtykta eykajáttan innan 3 gerandisdagar, aftaná at hon er samtykt."

§ 54. Er nettoskuldin hjá kommununi meira enn eina nettoálíkning, smbr. § 43, stk. 2, kann landsstýrismaðurin geva kommunustýrinum boð um at gera neyðugar broytingar í uppskotið til figgjarætlan, í fíggjarætlan ella í eykajáttan, um landsstýrismaðurin metir, at:
  1. inntøku- útreiðslu- og íløgumetingarnar eru skeivar,
  2. inntøku- útreiðslu- og íløgumetingarnar eru gjørdar á skeivum grundarlagi, ella at
  3. inntøkurnar ella útreiðslurnar og íløgurnar eru órímiligar ella óneyðugar.

§ 56. Kommunustýrislimur verður sektaður við bót, um hann av grovum ósketni skúgvar til viks skyldur sínar. Ósketni verður ikki revsað.
Stk. 2. Átala eftir stk. 1 kann einans verða reist eftir áheitan frá landsstýrismanninum.

FKF: sí § 43

 

 

 

 

 

 

 

 


LMS:
§ 56 stk. 1 verður orðað soleiðis.

"Kommunustýrislimur verður sektaður við bót, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, ið fylgja av starvsinnihaldi hansara."

§ 57. Staðfestir landsstýrismaðurin eina avgerð hjá kommunustýrinum sambært § 22, stk. 3, er borgarstjórin undantikin starvi sínum frá hesum mundi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í stk. 1 nevnda føri gera av, at lønin hjá borgarstjóranum skal verða skerd við einum fjórðingi, eini helvt, ella at hon í versta føri fellur burtur.
LMS: § 57 er samanskrivað við § 22.

 

 

 

 

 

§ 58. Lógin kemur í gildi 1. januar 2001, smbr. tó stk. 2 og § 61.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð seta kommunustýrislógina ella partar av henni í gildi áðrenn 1. januar 2001.
LMS: § 58 verður til § 57, ið verður orðað soleiðis:
"Stk. 1. Lógin kemur í gildi 1. januar 2001, smbr. tó § 59.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð seta kommunustýrislógina ella partar av henni í gildi áðrenn 1. januar 2001.
Stk. 3. Samstundis, sum henda lóg kemur í gildi, fara hesar lógir úr gildi:
  1. Løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni 1972 um føroysku kommunurnar við seinni broytingum og
  2. løgtingslóg nr. 189 frá 8. desember 1993 um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum, kommunalan veðhaldsgrunn v.m við seinni broyting.

Stk. 4. Kunngerðir, reglugerðir og starvsskipanir, sum eru gjørdar við heimild í løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni 1972 um føroysku kommunurnar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 29. mai 1985, verða verandi í gildi við teimum broytingum, ið fylgja av hesi lóg til tær verða settar úr gildi. Reglugerðir og starvsskipanir fara tó úr gildi tá kommunustýrini 1. juli 2001 skulu hava samtykt nýggja kommunustýrisskipan og fundarskipan sambært ásetingunum í § 5, stk. 1 og stk. 3.

LMS: Neyðugt verður við einari áseting um, at galdandi kunngerðir, reglugerðir og starvsskipanir halda fram eitt ávíst tíðarskeið, men at kommunustýrið skal hava samtykt eina "nýggja" stýrisskipanarreglugerð áðrenn ávíst tíðarskeið.

Viðmerking:
Tær fyrisitingarreglugerðir (og standardreglugerðir) og starvsskipanir, ið eru samtyktar og góðkendar av landsstýrinum eiga at verða verandi í gildi í eina tíð, soleiðis at kommunurnar, eftir at lógin er komin í gildi hava eitt skiftisskeið, áðrenn nýggj stýrisskipan verður samtykt.

Orsøkin til ásetingina um, at kommunustýrini skulu samtykkja eina nýggja kommunustýrisskipan innan 1. juli 2001 er, at á henda hátt verða tær noyddar til at taka støðu til innihaldið í galdandi kommunuskipan/reglugerð og á henda hátt tryggja sær, at tær samsvara við nýggju lógina.

§ 59. Samstundist, sum henda lóg kemur í gildi, fara hesar lógir úr gildi:
  • Løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni 1972 um føroysku kommunurnar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 29. mai 1985,
  • løgtingslóg nr. 189 frá 8. desember 1993 um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum, kommunalan veðhaldsgrunn v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 85 frá 31. mai 1994.
LMS: § 59 verður flutt til § 57 sum stk. 3, sí orðingina omanfyri.
§ 60. Tá fólkatalið í einari komunu er minni enn 500, kann landsstýrismaðurin gera undantak frá § 5, stk. 2, § 6, stk. 2, 3. pkt. og stk. 4, § 7, stk. 2, § 11, og §§ 28-34. FKF: Mælur til, at henda lóg verður gjørd uttan undantøk vegna kommunustødd ella annað.

LMS: Tikið verður undir við at broyta greinina

§ 60, ið verður § 58, verður orðað soleiðis:
"§ 58. Fyri kommunur við minni enn 500 íbúgvum, við ársbyrjan í valárinum, verða hesi undantøk gjørd frá § 5, stk. 2:

  1. Í kommunum við færri enn 500 íbúgvum verður talið á kommunustýrislimunum 5, tó soleiðis, at fyri kommunur við 100 íbúgvum ella færri verður talið 3.
  2. § 6, stk. 2, 3. pkt. og stk. 4 í lógini eru ikki galdandi fyri kommunur við færri enn 500 íbúgvum. Í hesum kommunum verður ásett í kommunustýrisskipanini, hvønn setanarbrøk borgarstjórin skal hava.
  3. §§ 28-34 eru ikki galdandi fyri kommunur við færri enn 500 íbúgvum, og áliggur tað tá borgarstjóranum at taka sær av teim uppgávum, ið annars høvdu ligið hjá fíggjarnevnd ella aðrari nevnd."
§ 61. Til kommunuvalið ár 2000 skulu veljast í minsta lagi 7 kommunustýrislimir í kommunum við 500 íbúgvum ella meira. LMS: § 61, ið verður § 59 verður orðað soleiðis:
"Til kommunuvalið ár 2000 skulu veljast í minsta lagi 7 kommunustýrislimir í kommunum, sum hava 500 íbúgvar ella fleiri við ársbyrjan í valárinum, og skulu 5 kommunustýrislimir veljast í kommunum við færri enn 500 íbúgvum og 3 í kommunum við færri enn 100 íbúgvum."

Aðrar viðmerkingar

Viðvíkjandi heitinum kommunustýri
KSF:
Mælt verður til at heiti kommunustýrið verður broytt til býráð bygda(r)ráð og kommunustýrislimur verður broytt til býráðs- /bygda(r)ráðslimur

LMS: mælir til, at hildið verður fast við at kalla stýrið, ið stýrir kommununi fyri kommunustýrið
Sambært føroysku orðabókini er:
Kommunustýri: stýrið fyri eini kommunu
Bygdarráð: stýrið fyri kommunu við einari bygd,
Bygdaráð: stýrið har, ið fleiri bygdir eru í somu kommunu
Býráð: fólkavalt ráð, ið stjórnar býi, býarstýri

Tað er einki sum talar fyri, at kommunustýrið málsliga er eitt vánaligari orð enn nakað annað.

Tað hevði verið hepnari, at havt eitt og bara eitt einnevnt heiti fyri stýrið í kommununum. Spurningurin eigur ikki at vera, um hetta er eitt stýri fyri eina ella fleiri bygdir ella ein bý, tað er stýrið fyri eina kommunu uttan mun til stødd og skap. Harumframt er -stýri sum seinni liður í heitinum, ein betri lýsing av virkinum hjá hesum stýri enn -ráð.

Í álitinum og uppskotinum til kommunulógina frá 1972 varð heiti kommunustýri nýtt. Í viðmerkingunum verður sagt, at við hesum er endaliga gjørt av við heiti sóknarstýri, meðan seinasta greinin í uppskotinum veitti heimild til, at Havnar kommuna framhaldandi kundi nýta heiti býráð um hon ynskti hetta. Orsøkin til ynski um at avtaka heiti sóknarstýri var, at heiti var misvísandi tí at sundurskildu kommunurnar ikki altíð vóru samanfallandi við sóknirnar.

Í álitinum frá serstøku 7-manna kommunalu nevnd í tinginum, ið varð sett at viðgera 1972-uppskotið var skotið upp sum punkt 37) Allastaðni har orðini "kommunustýrið" og "kommunuformaður" koma fyri, verða tey broytt til " bygda(r)ráð" og "bygda(r)ráðsformaður", men í álitinum verður ikki grundgivið fyri, hví hetta skal broytast.

Viðvíkjandi nevndum í Kapittul 6 og 7
FKF:
Nevndarviðurskiftini eiga at takast upp til endurskoðan. Hóast ásetingar í lógini, eigur eftirlitið at kanna, hvussu nevndirnar virka og um tær virka eftir ætlan. Tað hevði fyribyrgt nógvum óvanum, um tað í kapitlinum um nevndir var beinleiðis ásett, at nevndir skulu ikki hava fundir hvør við aðra, men fara vanliga vegin um kommunustýrið.

Fastar nevndir
Kommunurnar mugu sjálvar í eini stýrisreglugerð avgera, um tær hava fastar nevndir. Um tær ikki hava fastar nevndir, so koma bert fleiri mál fyri í kommunustýrinum og harvið kann borgarin betur fylgja við í viðurskiftunum.

Serstakar nevndir
Við tí málsnøgd sum er í kommununum er ikki fyri neyðini at seta serstakar nevndir og tá einans um tær ikki hava fastar nevndir. Ein serstøk nevnd kann bert taka sær av einum einstøkum máli og ikki vera generelt ráðgevandi, sum t.d. ein bygginevnd.

Staðbundnar nevndir
Sum støðan er í dag, er ongin lógarheimild fyri tí einastu staðbundnu nevndini (Kaldbaksnevndin) og tað má eisini sigast at vera ivasamt at geva nøkrum borgarum meira atgongd til kommunustýrið enn øðrum.

Mælt verður til, at tað er kommunustýrið, eftir áheitan frá staðnum, sum velur staðbundnu nevndina sum skal sjálvandi vera mannað við fólki frá staðnum. Nevndin hevur bert hoyringsrætt.

LMS: Mælt verður til:

Lógaruppskotið byggir á, at vit skulu hava nevndarstýri í kommununum, og uppskotið ásetur, at setast skal ein fíggjarnevnd og minst ein onnur nevnd (§28).

Við heimild í galdandi lóg er veitt undantak fyri almennum kommunustýrisfundum hjá teimum smærru kommunum. Upprunaliga var ætlanin, at hetta undantak bert skuldi hava gildi til kommunurnar høvdu fingið umstøður til at halda almennar fundir, men undantakið bleiv ongantíð avtikið.

Í uppskotinum er ikki heimild fyri at veita undantak frá, at kommunustýrisfundir yvirhøvur skulu verða almennir. Tað vil siga, at tað bert er møguleiki fyri at halda fund fyri afturlatnum hurðum í serstøkum førum sambært § 26, stk. 1, 2 pkt.

Um kommunurnar sjálvar skulu avgerða, um tær yvir høvur skulu hava nevndir ella ikki, er vandi fyri, at ásetingin um almennar fundir verður útholað, tí at roknast kann við, at tað oftari kemur fyri at kommunustýrisfundirnir verða hildnir fyri afturlatnum hurðum, við tað, at kommunustýri sjálvt eisini skal fremja tað neyðugu (nevndar)viðgerðina á kommunustýrisfundum, og tí kann skjóta seg undir § 26, stk.1, 2. pkt. Tað hevði ikki givið borgarunum betri møguleika fyri at fylgja við, heldur hevði tað verið umvent.

Viðvíkjandi serstøðkum nevndum, er ongin álegging um, at tílíkar skulu setast, men bert heimild til, at hesar kunnu setast. Ein "generel" nevnd verður av sær sjálvum at rokna sum ein føst nevnd og kann tískil ikki vera ein serstøk nevnd.

Viðvíkjandi staðbundnu nevndunum skal nevnast, at tað í dag er meir enn tann eina staðbundna nevndin. Annars verður víst til viðmerkingarnar í lógaruppskotinum. Skoytast skal uppí, at hoyringsrætturin hjá staðbundnu nevndunum, ikki gevur ávísum borgarum betri atgongd til kommununa enn øðrum, tí at ongin borgari er avskorin frá at boða kommununi frá sínari støðu ella sínum sjónarmiðum.