Loftfør

 

83  Uppskot til  ríkislógartilmæli um "lov om registrering af rettigheder over luftfartøjer"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, 4. mars, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um "lov om registrering af rettigheder over luftfartøjer"

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot til kongliga fyriskipan um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om registrering af rettigheder over luftfartøjer".  

Viðmerkingar

Endamálið við uppskotinum er at útvega eina privatrættarliga skrásetingarskipan fyri rættindi í loftførum, ið er lík teirri, ið frammanundan er fyri fastogn og skip. Harumframt er endamálið við uppskotinum, eisini í føroyskum rætti, at gjøgnumføra millumtjóða loftprivatrættarligar sáttmálar, og verður her serliga víst til tann í Geneve 19. juni 1948 gjørda sáttmála um viðurkenning av rættindum í loftførum.

Grundgeving:

Fyri eini tílíkari skrásetingarskipan talar, at í longdini er tað ikki nøktandi bert at hava verandi reglur um skráseting av rættindum í loftførum, sum m.a. hava við sær, at pantirættindini bert hava ta avmarkaðu rættarvernd, sum onnur undirpantrættindi í leysafæ hava. Sera stóra virðið, sum loftfør hava, tað, at tey við stórari vissu kunnu eyðmerkjast, og ynski um at lætta um fíggingina av loftferðsluni við at útvega eina veruliga realkredittskipan, hevur í øðrum londum havt við sær, at loftfør í hesum sambandinum verða javnsett við fastogn og skip. Aftrat hesum kemur, at ígildissetan fyri Føroyar av Genevesáttmálanum, uttan at útvega eina skrásetingarskipan, sum her er skotin upp, hevði havt við sær skyldu at viðurkenna rættindi í útlendskum loftførum, meðan tað ikki hevði verið veitt eigarum og øðrum rættindahavarum í her á landi heimahoyrandi loftfari líknandi rættarvernd í útlandinum.

Forsøgan:

Í 1976 legði ríkisumboðsmaðurin fyri landsstýrið spurningin um, hvørt heimastýrið ynskti, at "lov nr. 135 frá 31. mars 1960 om registrering af luftfartøjer" varð sett í gildi fyri Føroyar. Lógin hevur tilknýti til loftferðslulógina, sum er sett í gildi fyri Føroyar. Málið varð tá reist í sambandi við, at eitt føroyskt flogfar var skrásett í donsku tjóðskaparskránni, men lán var ikki í flogfarinum, og tí vórðu ikki aktuellir trupulleikar í tí førinum. Landsstýrið svaraði ongantíð ríkismyndugleikunum, men av skjølum landsstýrisins sæst, at landsstýrið ynskti, at spurningurin um ígildissetan av lógini skuldi knýtast saman við spurninginum um ígildisetan av loftferðslulógini. Loftferðslulógin varð sett í gildi fyri Føroyar við kgl. fyriskipan nr. 130 frá 3. mars 1989. § 6 í loftferðslulógini ásetir, at viðvíkjandi skráseting av rættindum í loftførum eru reglurnar í lógini um skráseting av rættindum í loftførum galdandi. Men henda lógin er, sum nevnt, ongantíð kunngjørd at galda í Føroyum.

Nú er spurningurin vorðin aktuellur aftur, við tað at Atlantic Airways, í sambandi við fíggingina av nýggja flogfarinum hjá felagnum, ynskti at fáa skrásett veðbræv í donsku skránni um rættindi í loftførum, sum verður førd av Statens Luftfartsvæsen (SLV).

SLV vísti fráboðanini frá Atlantic Airways um skráseting av veðbrævinum frá sær, vísandi til at lógin um skráseting av rættindum í loftførum ikki er sett í gildi í Føroyum. Atlantic Airways hevur í tí sambandinum vent sær til Vinnumálastýrið við fyrispurningi hesum viðvíkjandi.

Vinnumálastýrið kann bert staðfesta, at lógin um skráseting av rættindum í flogførum er ikki formliga kunngjørd at galda í Føroyum.

Galdandi rættur:

Uttan tær serligu reglurnar í lógini um skráseting av rættindum í flogførum eru í Føroyum ongar serligar reglur galdandi um skráseting av tílíkum rættindum, men bert vanligu reglurnar í tinglýsingarlógini um skráseting av rættindum í leysafæ.

Eftir § 47 í tinglýsingarlógini skulu veðbrøv, sum geva undirpant í leysafæ, tinglýsast fyri at fáa gildi móti avtalum, sum í góðvarni verða gjørdar við veðhavaran og móti rættarsókn. Onnur rættindi í leysafæ, heruppií eigararættindi, hvørki kunnu ella skulu tinglýsast fyri at fáa gildi móti avtalum v.m. Hetta hevur við sær, at veðhavarin ikki - sum veðhavari í fastari ogn - fær rættarvernd móti mótmælum, sum, áðrenn veðsetingin varð tinglýst, kundu verið gjørd galdandi móti veðsetingini.

Sostatt fær veðhavari við skráseting eftir tinglýsingarlógini av veðbrævi, sum gevur undirpant í leysafæ, ikki somu rættarvernd við eini tílíkari skráseting, sum veðhavari fær, við skráseting eftir tinglýsingarlógini av veðbrævi, sum gevur veð í fastari ogn, ella sum veðhavari fær, við skráseting av veðbrævi eftir reglunum um skipaskráseting, sum gevur veð í skipi.

Høvuðsinnihaldið í uppskotinum:

Eftir lógini um skráseting av rættindum í loftførum verða rættindi í loftførum skrásett í eini serligari skrá, sum verður førd av Statens Luftfartsvæsen. Eftir lógini fáa rættindi í loftførum, sum eru skrásett í rættindaskránni, somu rættarvernd, sum rættindi í fastari ogn, sum eru tinglýst eftir reglunum í tinglýsingarlógini, og sum rættindi í skipum, sum eru skrásett eftir serligu reglunum um hetta.

Reglurnar um skráseting av rættindum eru gjørdar í tilknýti til reglurnar um tjóðskaparskráseting í loftferðslulógini og til reglurnar í millumtjóða sáttmálanum frá 19. juni 1946 um viðurkenning av rættindum í loftførum.

Við reglunum hevur man ynskt at tryggja, at skrásett rættindi hava rættarvernd, hóast loftfarið broytir nationalitet frá einum landi til eitt annað. Hetta verður gjørt á tann hátt, at § 1 í lógini um skráseting av rættindum í loftførum, sum treyt fyri skráseting í rættindarskránni, krevur, at loftfarið er skrásett í donsku tjóðskaparskránni, og soleiðis, at § 8 í loftferðslulógini ásetir, at loftfar, sum er skrásett í øðrum stati, ikki kann skrásetast í donsku tjóðskaparskránni, uttan so, at tað verður strikað í skránni í hinum statinum, og allir rættindahavarar samtykkja í, at tað verður flutt í donsku tjóðskaparskránna. Á sama hátt kann eitt danskt loftfar, har rættindi eru skrásett, ikki strikast úr donsku tjóðskaparskránni – og harvið úr rættindaskránni – uttan at rættindahavararnir samtykkja í hesum.

Høvðslógin frá 1960 er broytt nakrar ferðir:

L. 1969, 174. §§ 31-32, um stempulgjald, vórðu tiknar av.
L. 1969, 207. Við lógini, um ávís rættargjøld v.m., varð § 18, stk. 1, pkt 1, broytt
L. 1990, 396. Broytti § 1, stk. 1, § 8, stk. 1, § 9, stk. 2, § 11, stk 1, § 16, §§ 18 og 36, alt í sambandi við, at ábyrgdin av at føra skránna varð løgd frá Københavns byret til SLV.
L. 1992, 1088. Àsetti § 31 um heimildina hjá ferðslumálaráðharranum at áseta avgreiðslugjøld.
L. 1995, 1082. Broytti § 14, stk. 1 og 2, sum fylgja av stovnsetanini av Processbevillingsnævnet.

Eftir hjálagda uppskoti til kgl. fyriskipan um ígildissetan av lógini í Føroyum, verður lógin sett í gildi her við frammanfyri nevndu broytingum.

Fylgilóggáva:

Samstundis sum spurningurin um at seta í gildi lógina um skráseting av rættindum í flogførum varð lagdur fyri landsstýrið til ummælis útkast til kgl. fyriskipan um broyting av kgl. fyriskipan fyri Føroyar om offentlige auktionsledere. Eftir útkastinum til kgl. fyriskipan skuldu lóg nr. 115 frá 31. mars 1960 og lóg nr. 162 frá 17. mars 1976 um broyting av "auktionærlederloven" setast í gildi í Føroyum.

Hetta er eitt málsøki, sum hoyrir undir landsstýrismannin í lógarmálum, og tað eigur at verða kannað, um tað er neyðugt, at eisini hesar lógirnar um broyting av uppboðshaldaralógini í gildi í Føroyum.

Onnur fylgilóggáva eru broytingar í rættargangslógini viðvíkjandi reglunum um tvingsilssølu av skipum og luftførum. Hesar reglurnar eru settar í gildi í Føroyum.

Triðja fylgilóggáva er broyting í lógini um skuldarbrøv (gældsbrevloven). Hetta er eisini øki undir landsstýrismanninum í lógarmálum, og eisini her eigur at verða kannað, um neyðugt er í hesum sambandinum at seta ta broytingina í lógini um skuldarbrævabroyting í gildi í Føroyum.

Fíggjarligar avleiðingar:

Uppskotið hevur ikki við sær fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan. 

Viðmerkingar til einstøku greinarnar:

Víst verður til skjal 2: "Forslag til lov om registrering af rettigheder over luftfartøjer". 

Skjøl:

Skjal 1. "Udkast til anordning om ikrafttræden på Færerne af lov om registrering af rettigheder over luftfartøjer".

Skjal 2. "Forslag til lov om registrering af rettigheder over luftfartøjer". (Víst verður til Folketingstidende 1959-60 A, spalte 1585 f.f.)

1. viðgerð 16. mars 2000. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 28. apríl 2000 legði fram soljóðandi álit

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 2000 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 27. apríl 2000.

Nevndin hevur heitt á Ríkisumboðið um at skipa fyri, at avvarðandi danski myndugleiki varð biðin um at koma við eini meting av spurninginum um kongliga fyriskipanin kundi setast í gildi í hesum líki, og nær hetta kundi væntast at fara fram. Nevndin hevur í hesum sambandi víst á, at málið hevur skund.

Umvegis Ríkisumboðið hevur nevndin fingið svar frá Trafikmininisteriet, dagfest 26. apríl 2000, har boðað verður frá, at Trafikministeriet ikki upp á standandi fót hevur viðmerkingar til uppskotið til kongliga fyriskipan. Spurningurin um, nær kongliga fyriskipanin kann væntast at verða sett í gildi, er ikki svaraður, men í og við at málið nú hevur verið til viðgerðar í Trafikministeriet eina ferð, umframt at gjørt er vart við, at málið hevur skund, má roknast við, at hetta ikki skuldi tikið so langa tíð.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

2. viðgerð 2. mai 2000. Ríkislógartilmæli samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 4. mai 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 524-0009/2000
Vms.j.nr. 90-33/99
A. nr. 1042 af 28.11.2000 om ikrafttræden for Færøerne af lov om registrering af rettigheder over luftfartøjer