Landsbanki Føroya

 

84  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya

Skjal 1

Uppskotnu lógarbroytingarnar samanlíknaðar við galdandi landsbankalóg:

1. § 6.

Stk. 1.
Bankin er bankasamband landskassans. Landsstovnar kunnu nýta bankan sum bankasamband

§ 6, verður orðað soleiðis:

Stk. 1.
Bankin er bankasamband landskassans og hjá stovnum, hvørs roknskapir koma undir § 2 í løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m.
Nýtt Stk. 2.
Aðrir almennir myndugleikar og stovnar kunnu nýta bankan sum bankasamband.

2. § 7.

Stk. 1.
Bankin kann taka ímóti innskotum frá Landskassanum, føroyskum peningastovnum og landsstovnum

§ 7, verður orðað soleiðis:

Stk. 1.
Bankin kann taka móti innskotum frá landskassanum, almennum myndugleikum og stovnum, føroyskum peningastovnum, tryggingarfeløgum, almennum tryggingar- og trygdarstovnum og øðrum fíggjarstovnum.

3. § 10

Stk. 1
Bankin kann standa fyri landskassans útlánum og veðhaldum sambært serstakari lóggávu

§ 10, verður orðað soleiðis:

Stk. 1.
Bankin kann veita umsitingartænastur til landskassan, almennar myndugleikar og stovnar, ið virka eftir serstakari lóggávu.

4.   Sum nýggj § 10a verður sett:

Stk. 1.
Bankin kann heilt ella lutvíst eiga feløg, sum reka felagstænastur fyri fíggjarsektorin.
Stk. 2.
Bankin kann standa fyri rakstrinum av og hava millumverandi við tílík feløg.
Stk. 3.
Bankin kann vera útgevandi peningastovnur á virðisbrævamarknaðum og í virðisbrævaskráum.

5. § 11.

Stk. 1.
Bankin kann veita lán til landskassan, landsstovnar og privatar peningastovnar í Føroyum

§ 11, verður orðað soleiðis:

Stk. 1.
Bankin kann veita lán til landskassan, almennar myndugleikar og stovnar, peningastovnar, tryggingarfeløg, almennar tryggingar- og trygdarstovnar og aðrar fíggjarstovnar í Føroyum.

6. § 14.

Stk. 1.
Bankin kann áleggja peningastovnunum, fíggjarstovnum, tryggingarfeløgum og øðrum at geva upplýsingar frá sær, sum eru neyðugar fyri virki bankans sum almennur banki og fyri meting hansara av búskaparligu gongdini í Føroyum.

§ 14, verður orðað soleiðis:

Stk. 1.
Bankin kann áleggja almennum myndugleikum, stovnum, feløgum við almennari luttøku, peningastovnum, fíggjarstovnum, tryggingarfeløgum og øðrum at geva upplýsingar frá sær, sum eru neyðugar fyri virki bankans sum almennur banki og fyri meting hansara av búskaparligu gongdini í Føroyum.