Landsbanki Føroya

 

84  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000,  4. mars, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya

§ 1

Í løgtingslóg nr. 57 frá 29. september 1978 um Landsbanka Føroya, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 22. desember 1995, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 6 verður orðað soleiðis:
  2. "§ 6. Bankin er bankasamband landskassans og hjá stovnum, hvørs roknskapir koma undir § 2 í løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m.
    Stk. 2. Aðrir almennir myndugleikar og stovnar kunnu nýta bankan sum bankasamband."

  3. § 7, stk. 1, verður orðað soleiðis:
  4. "Bankin kann taka ímóti innskotum frá landskassanum, almennum myndugleikum og stovnum, føroyskum peningastovnum, tryggingarfeløgum, almennum tryggingar- og trygdarstovnum og øðrum fíggjarstovnum."

  1. § 10, stk. 1, verður orðað soleiðis:
  2. "Bankin kann veita umsitingartænastur til landskassan, almennar myndugleikar og stovnar, ið virka eftir serstakari lóggávu.

  3. Sum nýggj § 10a verður sett:
  4. "§ 10a. Bankin kann heilt ella lutvíst eiga feløg, sum reka felagstænastur fyri fíggjarsektorin.
    Stk. 2. Bankin kann standa fyri rakstrinum av og hava millumverandi við tílík feløg.
    Stk. 3. Bankin kann vera útgevandi peningastovnur á virðisbrævamarknaðum og í virðisbrævaskráum."

  1. § 11 verður orðað soleiðis:
  2. "§ 11. Bankin kann veita lán til landskassan, almennar myndugleikar og stovnar, peningastovnar, tryggingarfeløg, almennar tryggingar- og trygdarstovnar og aðrar fíggjarstovnar í Føroyum."

  3. § 14 verður orðað soleiðis:
  4. "§ 14. Bankin kann áleggja almennum myndugleikum, stovnum, feløgum við almennari luttøku, peningastovnum, fíggjarstovnum, tryggingarfeløgum og øðrum at geva upplýsingar frá sær, sum eru neyðugar fyri virki bankans sum almennur banki og fyri meting hansara av búskaparligu gongdini í Føroyum."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar

Landsbankalógin, løgtingslóg nr. 57 frá 29. september 1978 um Landsbanka Føroya, hevur verið broytt ávegis. Broytingarnar, sum landsstýrið mælir til nú, eru knýttar at teirri búskaparligu menningarstøðu, sum hon er nú og kann gerast frameftir.

Fýra høvuðsbroytingar kunnu sigast at vera í teimum tilmæltu broytingunum. Ein broyting (§§ 6, 7 og 11) er, at Landsbankans møguleiki fyri at samstarva við fíggjarstovnar og almennar myndugleikar verður víðkaður. Gjaldførið í samfelagnum er sera ríkiligt, og við broytingini fær Landsbankin ein møguleika fyri at umsita almenna fíggjarogn og skuld við atliti til avkast og gjaldførisstøðuna. Ein onnur broyting (§ 10) ger lógina greiðari, soleiðis at Landsbankin kann veita stovnum, sum eru stovnaðir við lóg, umsitingartænastur. Ein triðja broyting (§10a) gevur Landsbankanum møguleika at gerast virkin partur í at reka felagstænastur fyri fíggjarsektorin. Henda broytingin er partur av rákinum, sum er, at myndugleikar royna at samvinna við og brúka marknaðarkreftir heldur enn at steðga teimum. Ein fjórða broyting (§14) gevur Landsbankanum betri heimildir til at fylgja við, hvussu myndugleikarnir samvinna við restina av búskapinum.

Lógin áleggur Landsbankanum at "røkja samfelagslig áhugamál við tí í hyggju at varðveita trygg fíggjarviðurskifti í Føroyum og eina javna útbygging av føroyska samfelagnum." Broytingarnar styrkja um Landsbankans møguleika fyri at liva upp til hesa skyldu.

Kostnaðurin av at umsita lógina økist í tann mun, virksemi Landsbankans økist, og verður fíggjaður við inntøkum á rakstri bankans.

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar:

Ad broyting 1):
Broytingin í § 6, stk. 1, er fyrst og fremst ein nágreingin av landstovnum. Tað hevur verið eitt sindur ivasamt, hvat ein landsstovnur er. Nú verður skotið upp at nýta somu allýsing sum løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m., (te. løgtingslóg nr. 33 frá 23. mars 1994).

Við stk. 2 verður øki Landsbankans víðkað soleiðis, at aðrir almennir myndugleikar og stovnar, sum ikki koma undir stk. 1, kunnu nýta bankan sum bankasamband. M.a. kunnu kommunur eisini brúka bankan.

Ad broyting 2):
Í § 7, stk. 1, fáa fleiri fíggjarstovnar og almennir stovnar møguleika at seta pening í Landsbankan. Fyri almennar stovnar er broytingin samskipað við broyting 1, 2 og 6. Fyri fíggjarstovnar er tað galdandi her sum í øðrum londum, at markið millum peningastovnar, tryggingarfeløg og aðrar fíggjarstovnar kámast alt meira. Tí er tað eisini rímiligt, at Landsbankin kann samskifta við allar fíggjarstovnar.

Ad broyting 3):
Broytingin er ein nágeining av verandi § 10, stk. 1. Óbroytt kann greinin lesast soleiðis, at serstøk lóggáva skal til, fyri at Landsbankin kann veita landskassanum umsitingartænastur. Broytingin gevur Landsbankanum heimild til at veita landskassanum og øðrum myndugleikum, eins og stovnum, sum virka eftir serstakari lóg, umsitingartænastur. Landsbankin umsitur fíggjarognir fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin við heimild í kunngerð fyri grunnin. Við tí nýggju orðingini verður eisini heimild fyri hesi tænastuni í landsbankalógini.

Ad broyting 4):
§ 10a er nýggj og staðfestir, at í sambandi við nýggja virðisbrævamarknaðin skal Landsbankin kunna gerast ein virkin liður, m.a. við at eiga og reka feløg, sum reka felagstænastur fyri fíggjarøkið. Stk. 3 er tikin við, tí at danska virðisbrævahandilslógin ikki enn hevur ásetingar um, at landsbankin kann vera útgevandi stovnur.

Ad broyting 5):
Broytingin í § 11, stk. 1, er samskipað við broytingarnar 1, 2 og 3. Virkisøkið er víðkað soleiðis, at bankin eisini kann veita lán til kommunur, almennar stovnar, tryggingarfeløg, almennar tryggingar- og trygdarstovnar og aðrar fíggjarstovnar í Føroyum. Grundgevingarnar eru tær somu sum fyri broyting 3.

Ad broyting 6):
Broytingin í § 14 víðkar ta almennu upplýsingarskylduna soleiðis, at umframt peningastovnar, fíggjarstovnar, tryggingarfeløg o.o., skulu eisini almennir myndugleikar, stovnar og feløg við almennari luttøku hava skyldu at geva Landsbankanum upplýsingar, sum eru neyðugar, fyri at bankin kann meta um búskaparligu gongdina í Føroyum. Í upplýsingarskylduni liggur eisini, at møguligur fíggjarváði, sum almennir stovnar og feløg hava átikið sær, og sum kunnu hava ávirkan á almenna myndugleikan, er fevndur av upplýsingarskylduni. Hetta er ikki fyri at Landsbankin á nakran hátt skal blanda seg upp í slíkan váða, men fyri at Landsbankin skal kunna gera meting av búskaparligu gongdini.

Hjálagt skjal:
Skjal 1: Uppskotnu lógarbroytingarnar samanbornar við galdandi landsbankalóg:

1. viðgerð 15. mars 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 2. mai 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 15. mars 2000 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 20., 22., 27, 29. og 31. mars, 3., 5. og 27. apríl og 1. mai 2000. Nevndin undir viðgerðini fingið skriv frá peningastovnunum í Føroyum um uppskotið. Landsbanki Føroya hevur latið nevndini notat um lógarbroytingarnar, eins og Føroya Sparikassi og Føroya Banki hava sent fíggjarnevndini skriv við viðmerkingum til uppskotið.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, umboð fyir Fíggjarmálastýrið, Landsbanka Føroya, Føroya Sparikassa og Føroya Banka. Undir viðgerðini hevur nevndin fingið upplýst, at málið, orsakað av tíðarneyð, tí freistin fyri framløgu av tingmálum skuldi haldast, ikki er sent til ummælis. Á fundi við landsstýrismannin í fíggjarmálum tann 5. apríl 2000 varð tí avtala, at Fíggjarmálastýrið skuldi senda málið til ummælis hjá relevantum stovnum og lýsa málið av nýggjum. Fíggjarnevdin hevur fingið svar aftur frá Fíggjarmálastýrinum, og hevur málið nú verið til ummælis hjá m.a. peningastovnunum og Landsbanka Føroya. Eisini hevur Fíggjarmálastýrið sent nevndini tilmæli um at gera seks broytingar í fyriliggjandi uppskoti.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Bjarni Djurholm, Heini O. Heinesen, Jógvan Durhuus og Sámal Petur í Grund) mælir til bara at samtykja broyting nr. 4, nýggj § 10a, tó soleiðis, at stk. 3 verður stikað, so sum Fíggjarmálastýrið mælir til. § 10a hevur beinleiðis samband við ætlanirnar hjá landsstýrinum at seta á stovn ein virðisbrævamarknað, og vísir meirilutin í hesum sambandi á, at Løgtingið hevur samtykt trý ríkislógartilmæli í sambandi við stovnseting av virðisbrævamarknaði. Meirilutin vísir á, at Fíggjarmálastýrið, umframt uppskotið til broytingina til §10a, hevur sent nevndini fimm onnur broytingaruppskot, men landsstýrismaðurin hevur ikki sett fram grundgevingar ella viðmerkingar til hesar broytingar. Meirilutin mælir tí landsstýrinum til at endurskoða uppskotið við støði í teimum upplýsingum og viðmerkingum, sum eru komin fram undir viðgerðini, og at seta fram nýtt lógaruppskot í komandi tingsetu. Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 1 verða nr. 1, 2, 3, 5 og 6 strikað. Í nr. 4, sum nú verður nr. 1, verður stk. 3 strikað. 

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) vísir á, at undir 1. viðgerð av málinum var tað eingin, ið beinleiðis tók støðu ímóti málinum. Flestu av framsøgumonnunum tóku undir við tí, meðan onkur var ivasamur.

Undir nevndarviðgerðini hava nógvir spurningar tikið seg upp. Landsbankin og teir privatu peningastovnarnir hava verið til hoyringar í nevndini, og eisini hava hesir sent fíggjarnevndini skriv við sínum sjónarmiðum. Somuleiðis hevur landsstýrismaðurin verið á fundi, og eisini hevur nevndin fingið skrivligt tilfar frá fíggjarmálastýrinum við fleiri broytingaruppskotum.

Alt hetta hevur gjørt, at málið, eftir minnilutans meting, er vorðið meira og meira fløkt. T. d. er úrslitið hjá meirilutannum tað, at hesin bert mælir til at samtykkja ein part av tí einu broytingini, meðan teir vilja lata hini fimm broytingaruppskotini falla, og heitir meirilutin á landsstýrið um at koma aftur við hinum broytingunum seinni.

Minnilutin sær onga meining í hesum og tekur somu støðu í hesum máli, sum tikin varð í løgtingsmálunum nr. 91, 92 og 93. Í álitinum í løgtingsmáli nr. 91/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om garantifond for indskydere og investorer" gjørdi minnilutin m. a. vart við, at tað er sera óheppið, um tað gerst neyðugt hjá donskum myndugleikum at rætta í teim lógum, sum Løgtingið hevur samtykt. Tí mælti minnilutin til, at málini vórðu løgd fyri Løgtingið av nýggjum, tá nýtt løgtingsár byrjar á ólavsøku 2000.

Í hesum sambandi vísir minnilutin á, at løgfrøðingurin hjá fíggjarnevndini hevur mælt fíggjarmálastýrinum til, at løgtingsmál nr. 84 eisini verður sent ríkisumboðnum til ummælis soleiðis, at tað kann verða sammett við galdandi ríkislóggávu á banka- og virðisbrævaøkjunum. Sambært skjølum hjá fíggjarnevndini, sum viðvíkja hesum máli, hevur ríkisumboðið svarað játtandi og biðið um at fáa málið í danskari týðing, men tað tykist ikki sum, um samgonguumboðini í nevndini hava áhuga fyri hesum.

Út frá hesum viðmerkingum tekur minnilutin ikki undir við málinum, sum tað nú fyriliggur, og setir einki uppskot fram.

2. viðgerð 5. mai 2000. Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 1 samtykt 18-0-14. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-0-14. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 9. mai 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-14. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 521-0010/2000
Ll.nr. 86 frá 17.05.2000