Náttúrugripasavn

 

87  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000,  4. mars, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn

§ 1

Í løgtingslóg nr. 26 frá 17. august 1955 um Føroya Náttúrugripasavn, sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 5. juni 1986, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 1 verður orðað soleiðis:
    "§ 1. Stovnað verður Føroya Náttúrugripasavn. Savnið er ogn landsins.
    Inn í savnið gongur tað djórasavn, sum H.A. Djurhuus og Niels á Botni hava fingið til vega, og plantusavnið hjá Rasmus Rasmussen (Herbarium Færoense), sum hann letur til endamálið."
  2. § 3 verður orðað soleiðis:
    "§ 3. Savnið verður í 2 deildum:
    1) Djórasavnið,
    2) Plantusavnið,
    undir leiðslu hvørt av sínum deildarleiðara, sum landsstýrið setir."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar

Almennar viðmerkingar

Tá Føroya Náttúrugripasavn varð sett á stovn í 1955, gjørdist Jarðfrøðisavnið, ið upprunaliga varð skipað í 1951, ein av trimum deildum á Náttúrugripasavninum, sum í dag stendur landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum til svars.

Tá farið varð undir at gera fyrireikingar til oljuleitingar, og Oljufyrisitingin (nú Oljumálastýrið) varð sett á stovn í november 1993, varð hon upprunaliga løgd í tøttum samstarvi við Jarðfrøðisavnið. Hetta varð gjørt ásannandi, at hornarsteinurin í umsitingini av oljumálum er ein ongantíð ov neyvur kunnleiki um jarðfrøðiligu viðurskiftini í undirgrundini.

Samstundis við viðfevnda fyrireikingararbeiðinum fram ímóti oljuleitingum eru uppgávurnar á Jarðfrøðisavninum fleirfaldaðar tey seinastu árini, og har starvast í dag 11 fólk, samstundis sum savnið, hóast hetta, má keypa sær holla sakkøna hjálp uttaneftir til at loysa størra partin av teimum dagligu oljujarðfrøðiligu uppgávunum.

Ætlanin er nú at skipa Føroya Jarðfrøðisavn sum sjálvstøðugan kanningarstovn, ið skal standa landsstýrismanninum í oljumálum til svars. Fyrimunirnir við hesum verða lýstir í hjálagda tilmæli, sum varð handað landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum, hin 10. august 1999. Við tað at Jarðfrøðisavnið er lógarfestur partur av Náttúrugripasavninum, verður neyðugt við hesum uppskoti um broyting í løgtingslógini um Føroya Náttúrugripasavn.

Tilmælið frá nevndini, ið latið varð landsstýrismanninum tann 10. august 1999, fevndi m.a. um:

Uppskot eru somuleiðis í tilmælinum um reglugerð fyri Jarðfrøðisavnið og um samstarvsavtalu millum Jarðfrøðisavnið og (víðkaðu) Náttúruvísindadeildina viðvíkjandi jarðfrøðiligari undirvísing og gransking og jarðfrøðiligum framsýningum, eins og m.a. ítøkilig tilmæli eru við atliti at menning av jarðfrøðiligari undirvísing og gransking á Fróðskaparsetrinum.

Ein samanlegging av Náttúrugripasavninum, Biofar og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum letur seg tó ikki gera fyrr enn seinni, møguliga um eitt ár ella so. Hildið verður tó, at tørvurin á eini nýskipan av Jarðfrøðisavninum er so mikið átroðkandi, at henda eigur at verða framd sum skjótast, so at hesi viðurskifti koma í rættlag, áðrenn tað komandi vár verður farið undir tað væntandi stóra takið at viðgera umsóknir frá oljufeløgum um oljuleitingarloyvi v.m.

Lógaruppskotið ber við sær, at lógin um Føroya Náttúrugripasavn í framtíðini ikki skal fevna um Jarðfrøðisavnið, men at virksemið og skipanin annars á Náttúrugripasavninum verður óbroytt á hesum sinni.

Ásannandi at høvuðsuppgávan hjá Føroya Jarðfrøðisavni komandi árini verður knýtt at arbeiðnum hjá Oljumálastýrinum, er ætlanin, at Føroya Jarðfrøðisavn skal standa landsstýrismanninum í oljumálum til svars - eins og Fiskirannsóknarstovan stendur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til svars. Á henda hátt verður lættari at samskipa oljujarðfrøðiliga kanningararbeiðið við arbeiðið hjá Oljumálastýrinum.

Viðmerkingar til einstøku greinirnar

Broytingin í § 1 er, at litra a er tikið burturúr. Litra a, sum sigur "tað tilfar, sum nú er á Føroya jarðfrøðissavni", verður sostatt sambært hesum uppskoti strikað, samstundis sum litra b og c verða til litra a og b. Annars er orðingin óbroytt. Sí annars almennu viðmerkingarnar.

Í § 3, verður "Savnið verður í 3 deildum: a Jarðfrøðisavnið, b Djórasavnið, c Plantusavnið, undir leiðslu hvørt av sínum deildarleiðarar, sum landstýrið setir." broytt til: "Savnið verður í 2 deildum: 1. Djórasavnið, 2. Plantusavnið, undir leiðslu hvørt av sínum deildarleiðara, sum landsstýrið setir." Við hesi broyting er litra a Jarðfrøðisavnið strikað (sí almennu viðmerkingarnar), samstundis sum litra b og c verða til nr. 1 og 2. Annars er orðingin óbroytt.

1. viðgerð 22. mars 2000. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 7. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 22. mars 2000 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 29. mars 2000.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 12. apríl 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. apríl 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 523-0008/2000
Umms.j.nr. 84410 9800552/39/JB
Ll.nr. 66 frá 10.05.00