Útlendingalógin


89  Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden på Færøerne af udlændingeloven"

 

Skjal 5

 

AMNESTY INTERNATIONAL

Postboks 1075
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
Tel + 298 315816 Fax +298 316816
Email: amnesty@post.olivant.fo

 

Løgmansskrivstovan
Att: Rúni Joensen
Tinganes
Postboks 64
110 Tórshavn

Tórshavn 16. 2. 2000

Løgmansskrivstovan hevur í skrivi 12. 1. 2000, J. nr. 681-1/92, biðið Amnesty International Føroya Deild viðmæla uppkastið til at seta donsku Útlendingarlógina við nøkrum broytingum í gildi fyri Føroyar. Sum mannarættindafelagsskapur eru vit fegin um at fáa høvi at taka lut í viðgerðini av hesum lógaruppskoti, eins og vit eru fegin um tað stóra framstig hendan lógin er fyri føroyskan flóttafólkapolitikk. Eftir at hava viðgjørt lógaruppskotið í felagnum hava vit hug til at gera nakrar viðmerkingar, harav onkrar eru rættiliga álvarsamar atfinningar.


§ 8.

Undir nógvu umrøðuni av syndarligu støðuni í Kosovo fyri minni enn einum ári síðani, var nógv kjak um, at Føroyar skuldu taka ímóti flóttarfólki úr Kosovo. Tað er ikki ov nógv sagt at politikkarar og politiskir flokkar royndu at yvirbjóða hvønn annan í, hvussu nógv flóttarfólk teir vildu hava til Føroya. Einasti trupulleikin var, at lógargrundarlag var ikki fyri hesum. Vit loyva okkum tí at halda, at breiður politiskur vilji er fyri, at Føroyar taka ímóti flóttarfólki á sama hátt, sum øll okkara grannalond gera. Tað er tí við undran, at vit í viðmerkingunum til lógaruppskotið kunnu staðfesta, at tað er eftir "drøftelser med Færøernes landsstyre", at § 8 ikki verður tikin við í lógini, sum skal setast í gildi í Føroyum. Hendan lógargreinin hevði annars givið føroyskum myndugleikum heimild at taka ímóti flóttarfólki sambært avtalu við UNHCR ella aðra altjóða avtalu. Við øðrum orðum er tað hendan lógargreinin, sum kundi givið føroyskum myndugleikum møguleikan fyri at taka ímóti flóttarfólki, sum ST tekur sær av í samband við eina kreppustøðu sum hana í Kosovo. Vit vóna, at her er talan um eitt mistak, sum kann rættast beinanvegin, men undir øllum umstøðum, vilja vit mæla til, at hendan lógargreinin eisini verður sett í gildi í Føroyum.


§ 11, stk. 8 og aðrastaðni

Her verður sagt, at "landfogeden foranstalter registrering i folkeregistret.." Aðrastaðni, § 42a, verður eisini sagt, at fútin skal finna flóttafólkunum innivist, og í heila tikið taka sær av øllum viðurskiftum viðvíkjandi flóttarfólkunum. Hetta halda vit verða eina óhepna skipan av tveimum orsøkum. 1. Vanliga bera flóttafólk ótta fyri løgregluni, m.a. tí at tað mangan eru løgreglu- ella hernaðarmyndugleikum tey eru r‡md undan. 2. Vit halda tað verða sera óheppi, at sami myndugleiki, sum skal taka avgerð um at vísa flóttarfólki av landinum, eisini skal taka sær av flóttarfólkunum, meðan tey eru her. Vit mæla tí til, at onkur føroyskur stovnur, t.d. Almannastovan, Løgmansskrivstovan ella Almanna- og Heilsumálast‡rið, tekur sær øllum viðurskiftum viðvíkjandi teimum flóttarfólkunum, sum koma hendanvegin, uttan avvísingarspurninginum, sum fútin framvegis kann taka sær av.


§ 13-16

Í hesum kapitlinum um arbeiði er tað eitt sindur óskilligt, at danski innanríkisráðharrin skal gera reglur um arbeiðsloyvi, tá arbeiðsmarknaðarmál er eitt yvirtikið málsøki.


§ 17a

Amnesty International Føroya Deild mælir til, at hendan lógargreinin eisini verður sett í gildi í Føroyum. Vit undrast á, at tað aftur her, eins og í § 8, er í samráð við Føroya landsst‡rið, at hendan greinin er strika í uppskotinum. Í fyrsta umfari meta vit, at tað er ein sjálvfylgja, at føroyskir myndugleikar stuðla øllum flóttarfólkum, sum koma til Føroya, bæði tá hesi ynskja at búgva í Føroyum, og tá hesi ynskja at fara aftur til heimland sítt, tá umstøðurnar loyva tí. Ein partur av hesum seinna er, at flóttafólk kunnu fara heim aftur at kanna umstøðurnar uttan at hetta merkir, at tey ikki kunnu koma aftur til Føroya, um umstøðurnar ikki vóru so góðar, sum vænta. Í øðrum umfari halda vit, at føroyskir myndugleikar geva sær sjálvum ein óneyðugan trupulleika, við ikki at hava hesa lógargreinina við. Úrslitið verður nevniliga, at flóttarfólk, sum annars kundu hugsa sær at roynt at flutt heimaftur, ikki taka stigið, tá tey ikki kunnu koma aftur til Føroya, um umstøðurnar í heimlandinum ikki vóru so góðar, sum vóna. Á henda hátt kunnu fleiri flóttafólk, sum annars eru á markinum til at kunna fara heimaftur, strandað í Føroyum, og hetta má haldast at verða ein óynskt støða, bæði hjá flóttarfólkunum og føroyskum myndugleikum.


§ 37

Her stendur, at flóttarfólk kann haldast í varðhaldi í 3 døgn, áðrenn mál teirra kemur fyri rættin. Sambært grundlógini kann ein danskur ríkisborgari ikki verða fongslaður í meir enn 24 tímar, og vit halda, at hendan reglan eisini eigur at galda fyri flóttarfólk.


§ 42a

Í hesi greinini stendur, at ein útlendingur, sum hevur søkt um uppihaldsloyvi í Føroyum, "skal tage ophold i Danmark", Vit halda, at hetta eigur at broytast til "kan", soleiðis, at høvuðsreglan verður, at persónurin er í Føroyum, um onki talar fyri nøkrum øðrum.


§ 43a

Endamálið við hesi lógargreinini er, at møguleiki skal verða fyri at stuðla flóttafólki fíggjarliga, um tey hava fingið innferðar- og uppihaldsloyvi í triðja landi. Hendan greinin er ikki tikin við í føroysku lógina sum er, men vit halda við somu grundgevingum, sum nevndar eru til § 17a, at rættast er at hava hesa greinina við. Talan verður neyvan nakrantíð um nakað serliga stórt tal av flóttafólki í Føroyum, og tí verður heldur ongantíð talan um, at hendan greinin fer at hava munandi útreiðslur við sær.


§ 48

Í hesi greinini verður nevnt, at flóttafólk skulu fáa at vita um møguleikan at seta seg í samband við Reyða Kross í Føroyum. Sum sjálvstøðug deild av einum óheftum altjóða mannarættindafelagsskapi vilja vit í Amnesty International Føroya Deild eisini fegin seta okkara kunnleika og orku til taks at hjálpa flóttafólkum.

At enda skal tað verða okkara vón, nú arbeitt verður við at fáa Føroyum fullveldi, at Føroyar ikki fara at standa aftanfyri grannalond okkara, tá talan verður um at taka sín part av stóra altjóða mannarættindatrupulleikanum, sum flóttafólk eru, uppá seg. Við verandi lógaruppskoti mugu vit tó staðfesta, at tað tykist, sum føroyskir myndugleikar royna at skáka sær undan hesi altjóða skylduni, men vónandi ber til at rætta uppá hetta.

 

Vegna Amnesty International Føroya Deild

 

Hildur Patursson, formaður (sign.)                      Erling Isholm, skrivari (sign.)