Bygnaðarbroytingar LV og SL

 

96  Uppskot til  samtyktar um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um bygnaðarbroytingar og privatiseringar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

Ár 2000, 4. mars, legði Edmund Joensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar

um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um bygnaðarbroytingar og privatiseringar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um bygnaðarbroytingar og privatiseringar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins, soleiðis at 

  1. undir Vinnumálastýrinum verður skipað deild, sum skal taka sær av øllum virkseminum, sum nú er hjá Landsverkfrøðingsstovninum og hjá Strandfaraskipum Landsins.
  2. so nógv sum gjørligt av tí virkseminum, sum nú hoyrir undir hesar stovnar, verður privatiserað og útlisiterað til privat at røkja. Uppgávurnar hjá nýggju deildini skulu í høvuðsheitum vera ráðgeving, útbjóðingar og at vera eftirlitsstovnur fyri Føroya Landsstýri.

Viðmerkingar:

Alla tíðina eigur at verða strembað eftir at reka samfelagið so bíliga og so effektivt sum gjørligt. Hetta, fyri at tey, sum nýta tænasturnar, og skattgjaldarin skulu fáa eina so góða tænastu sum møguligt fyri lægst møguligan kostnað.

Higartil hevur Landsverkfrøðingurin í høvuðsheitum staðið fyri øllum almennum infraskipanaruppgávum her á landi. Nevnast kunnu vegir, tunlar, havnir, tyrlupallar, ferjulegur og mangar aðrar uppgávur, bæði fyri kommunur og landsstýrið.

Strandfaraskip Landsins hava staðið fyri sjóvegis flutninginum ímillum oyggjarnar og hava gjørt royndir við uttanlandasigling. Harumframt rekur stovnurin eisini farmaflutning við lastbilum og treylarum, ferðafólkaflutning við bussum, bilverkstað og annað. Eisini hevur stovnurin fyrr havt tyrluflúgvingina um hendur.

Politiskt hevur verandi skipan verið trupul at umsita og hevur mangan givið bæði landsstýrismonnum og løgtingsmonnum grá hár í høvdið. Skipanin hevur eisini onkuntíð verið beinleiðis orsøkin til samgonguslit.

Nú annað árið á rað hava Landsverkfrøðingsstovnurin og Strandfaraskip Landsins virkað sum tveir lambskotnir almennir stovnar. Støðan hevur sostatt verið bæði ótrygg og ótolandi.

Politiska viðgerðin av undirsjóvartunlinum og akutta støðan á Strandfaraskipum Landsins, nú talan er um at leggja skipini, vísir, at tíðin er komin, har hesir stovnar eiga at verða endurskoðaðir. Flestu munnu ásanna, at skipanin hevur fingið loyvi at vaksa á ein hátt, sum ikki gevur borgarunum bestu og bíligastu tænastuna.

Tí verður skotið upp, at landsstýrismaðurin í vinnumálum setir eina skjóttarbeiðandi nevnd at koma við einum fullfíggjaðum uppskoti um, hvussu hetta best kann gerast, so endamálið við eini privatiseringar-/útlisiteringarætlan av nevndu stovnum kann verða rokkið.

Tænastan, sum kemur at avloysa ta verandi, skal hava sum mál at útvega borgarunum eina betri og ódýrari tænastu.

1. viðgerð 16. mars 2000. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 26. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 2000 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 4., 6. og 18. apríl 2000.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum saman við stjóranum á Strandfaraskipum Landsins.

Ein meiriluti í nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen, Henrik Old, Dan R. Petersen og Jákup Sverri Kass) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen og Jákup Sverri Kass taka í prinsippinum undir við framhaldandi at fyrireika privatiseringar av almennum stovnum, eins og víst varð á í løgtingsmáli nr. 52, men halda framvegis, at hetta skal gerast undir einum varligum og skipaðum leisti, sum landsstýrið fyrireikar. Mælt verður sostatt til, at landsstýrið stendur fyri og skipar karmarnar fyri vinnulívinum, so at tað fær umstøður til at bera føroyska samfelagið soleiðis, sum tað er orðað í samgonguskjalinum.

Henrik Old og Dan R. Petersen eru av tí áskoðan at stovnar sum landsverkfrøðingurin og Strandfaraskip Landsins eru so tíðandi lið í varðveiðsluni og útbyggingini av livikorunum hjá fólkinum, uttan mun til hvar í landinum tey búgva, og tí eiga hesir stovnar í mestan mun at verða undir eftirliti av landsstýrinum, fyri at varðveita vælferasamfelagið.

Heini O. Heinesen viðmerkir, at uppskotið er ikki annað enn eitt framhald av teimum broytingum, sum samgongan í undanfarna valskeiði við Sambandsflokkinum á odda setti í gildi eftir ráðgeving frá einum donskum serfrøðingi í danskari umsiting, har øll tann føroyska umsitingin, sum hóast alt bygdi á 50 ára royndir at umsita okkara lítla samfelag, sum ikki kann samanlíknast við eitt milliónasamfelag, varð gjørd til skammar.

Úrslitið av hesum er, at føroyska samfelagið er blivið nógv dýrari at umsita. Tað, sum er farið fram, er, at vit hava fingið eitt lag av umsitarum oman fyri teir stovnar, sum vóru - tey sokallaðu aðalstýrini - við nógvum starvsfólki til at umsita stovnsleiðararnar, og teirra starvsfólk.

Spurninigurin er, um tað ikki var betri at brúkt ta vitan, sum hóast alt var grundað á 50 ára royndir í føroyskari umsiting.

Tað, sum hetta uppskotið leggur upp til, er at seta øll tey, sum hava umsitið hesar stovnar, í eitt sera ringt ljós. Landsverkfrøðingurin hevur virkað í okkara samfelag í meira enn 50 ár, og Strandfaraskip Landsins hevur í sínum lagi virkað í meira enn 30 ár.

Uppskotið er í 2 punktum, sum eru soljóðandi:

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um bygnaðarbroytingar og privatseringar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingstovninum og Strandfaraskipum Landsins soleiðis, at

Tað, sum uppskotið leggur upp til, er, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at sleppa at lóggeva um ein stóran part av landsumsitingingini.

Hvussu kundi so Sambandsflokkurin og samgonga hansara gera so grundleggjandi peningakrevjandi broytingar í landsumsitingini sum tað at stovnseta aðalstýrini, uttan at hetta varð lagt fyri Løgtingið? Minnist meg rætt, so var tann fyrsta peningajáttanin til hetta arbeiðið veitt við einum fíggjarnevndarskjali. Er tað, sum Sambandsflokkurin her biður um, ikki beinleiðis í stríð við stýrisskipanarlógina?

Tá sagt verður, at uppskotið fer at hava sparingar við sær, so er hetta beinleiðis í stríð við veruleikan.

Tað, sum uppskotið leggur upp til, er at skipa eina nýggja deild í Vinnumálastýrinum, sum skal taka sær av tí, sum Landsverkfrøðingurin og Strandferðslan taka sær av í dag. Hetta er beinleiðis ein roynd at niðurbróta tað, sum er bygt upp í gjøgnum ávikavist 50 og 30 ár.

Tað at vit nú skulu til at gera eina nýggja deild í Vinnumálastýrinum, sum ikki hevur ta vitan, sum verandi stovnar hava savnað saman í gjøgnum so mong ár, kemur at kosta tíð og pening at bygga upp, tað er eingin ivi um. Skulu vit til at útlisitera almennar tænastur innan øki hjá omanfyri nevndu stovnum, eru tað sjálvandi hesir stovnar, sum hava ta størstu vitanina um, hvussu hetta kann fara fram.

Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt:

Politiskt hevur verandi skipan verið trupul at umsita og hevur mangan givið landsstýrismonnum og løgtingsmonnum grá hár í høvdið.

Tað, sum hevur skapt hesar trupulleikar, er tær bygnaðarbroytingar, sum Sambandsflokkurin stóð á odda fyri at seta í verk í undanfarna valskeiði. Hesar hava kostað væl oman fyri 100 milliónir higartil, um vit taka flytingar og annað við.

Tá uppskotsstillarin nevnir undirsjóvartunnilin í viðmerkingunum, so er hetta besta dømi um tað, sum vit ikki eiga at gera. Her er eitt alment partafelag stovnað, sum skal umsita tað sama, sum Landsverkfrøðingurin hevði kunnað klárað uttan serligan meirkostnað. Herafturat verður ábyrgdin tikin frá landsstýrismanninum og løgd í eitt partafelag, sum í veruleikanum skal gera tað sama arbeiði, sum Landsverkfrøðingsstovnurin hevur gjørt. At hetta hevur kostað tíð og peninig, kann eingin ivi vera um.

Skulu almennar tænastur útlisiterast, er tað umráðandi, at tað eru fyritøkur í landinum, sum eru førar fyri at bjóða upp á tey arbeiðir, sum talan kann verða um. Tað er ikki nóg mikið, at tað eru ein og tvær fyritøkur, sum bjóða, tað skulu helst verða fleiri, annars endar tað við, at vit fáa nøkur privat/almenn monopol, helst verða hesi útlendsk, hetta er so væl kent í Føroyum, serliga í sambandi við stórarbeiðir.

Ein minniluti í nevndini (Alfred Olsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 28. apríl 2000. Uppskot til samtyktar fall 5-2-18. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.