Heilsufrøðilig viðurskifti við EF

 

104  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av tilmæli frá 16. mars 2000 frá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar - EF

 Skjal 1 

TILMÆLI

FRÁ

EF – FØROYAR HEILSUFRØÐILIGA UNDIRBÓLKINUM  

Heilsufrøðiligi undirbólkurin, sum settur er sambært grein 2 í frumskjalinum um heilsufrøðilig viðurskifti, hevði sín fyrsta fund í Havn í døgunum 14. til 16. mars 2000.

Tilmælið, sum heilsufrøðiligi undirbólkurin er samdur um, stendur í undirskjølunum til hetta skjal, ið varð undirskrivað av báðum pørtum, tá fundurin var lokin. 

[sign.]
Jean Guégan
[sign.]
Kate Sanderson
vegna Evropeiska Felagsskapin vegna Føroyar

Undirskjal A

ALMENNAR ÁSETINGAR

A. Handil

Føroyar skulu taka ímóti livandi djórum og djóraúrdráttum við uppruna í Felagsskapinum, eftir somu fyritreytum, sum galda fyri handil innan Felagsskapin.

Føroyar átaka sær at nýta viðkomandi reglur hjá Felagsskapinum, sum eru galdandi fyri innflutning av livandi djórum og djóraúrdráttum úr triðjalondum.

Føroyar skulu bert senda ES livandi djór og djóraúrdráttir í samsvari við tær serligu ásetingarnar, sum nevndar eru í undirskjali B í hesum tilmælinum.

B. Eftirlit

1. Handil millum Føroya og ES

Allur handil - úr ES til Føroya - skal fara fram sambært reglunum í fyriskipanunum 90/425/EEC og 89/662/EEC við seinastu broytingum og sambært teimum tilhoyrandi reglugerðum, sum ES-nevndin setir í verk.

Allur handil - úr Føroyum til ES - við livandi djórum ella djóraúrdráttum, ið tær serligu fyriskipanir sum undirskjal B í tilmælinum fevnir um, skal fara fram sambært reglunum í fyriskipanunum 90/425/EEC og 89/662/EEC við seinastu broytingum og sambært tilhoyrandi reglugerðum, sum ES-nevndin setir í verk.

Í framtíðini skulu Føroyar – uttan at vika rættindi ella krøv eftir grein 10, § 1, í fyriskipan 90/425/EEC og grein 9, § 1, í fyriskipan 89/662/EEC - góðtaka reglurnar ásettar í ES fyri verndartiltøkum. Mannagongdir fyri sínámillum kunning verða gjørdar av embætisfólki í ES-nevndini og í Føroyum.

2. Eftirlit við livandi djórum úr triðjalondum

Eftirlitið við livandi djórum, innfluttum úr triðjalondum og ætlaðum Føroyum, skal verða framt á marknaeftirlitsstøðum av heilsufrøðiligu tænastuni hjá limalondunum í navni og vegna føroysku myndugleikarnar.

ANIMO-skipanin skal verða brúkt í teimum førum, hon er hóskandi.

Allur innflutningur av livandi djórum til Føroya fær flutningsskjal. Heilsufrøðiliga eftirlitið skal altíð vera framt, áðrenn tollavgreiðslan byrjar. Tá eftirlitið við livandi djórinum er framt, skulu heilsuavgjøldini rindast, sum ásett í undirskjali C, kap. 2, í fyriskipan 85/73/EEC.

3. Eftirlit við djóraúrdráttum úr triðjalondum

Føroyar átaka sær at laga sína lóggávu til at fevna um ásetingarnar í fyriskipan 97/78/EC við seinastu broytingum og sambært teimum tilhoyrandi reglugerðum, sum ES-nevndin setir í verk.

Heilsufrøðiligi undirbólkurin tekur til eftirtektar, at føroysku myndugleikarnir ætla at seta á stovn málføra marknaeftirlitsstøð í Tórshavn fyri innfluttum djóraúrdráttum. Føroysku myndugleikarnir verða at senda FVO upprit um ætlaninnar til ummælis. Eisini skulu teir kunna ES-nevndina um dagsetingina fyri, nær tilskilaða marknaeftirlitsstøðin fer at virka. Heilsufrøðiliga undirnevndin skal hava givið sína endaligu góðkenning av marknaeftirlitsstøðini í seinasta lagi tvey ár eftir áðurnevndu dagseting.

C. Fígging av eftirliti

Føroyar átaka sær at laga sína lóggávu til at fevna um ásetingarnar í fyriskipan 85/73/EEC við seinastu broytingum.

D. Sínámillum hjálp

Føroyar átaka sær at laga sína lóggávu til at fevna um ásetingarnar í fyriskipan 89/608/EEC.

E. Kunningarskipan

Føroyar skulu taka lut í teldunetinum, ið bindur saman heilsufrøðiligu myndugleikarnar (ANIMO). Hvussu hetta verður fyriskipað í verki verður avrátt millum embætismenn í Nevndini og í Føroyum.

Nevndin kunnar føroysku myndugleikarnar um gongdina og íverksetanina av SHIFT-skipanini.

Undirskjal B

 

SERLIGAR ÁSETINGAR

1. HANDIL VIÐ FISKAVØRUM

A.

Føroyar átaka sær at laga sína lóggávu til at fevna um ásetingarnar í fyriskipanum 91/493/EEC og 92/48/EEC við seinastu broytingum og sambært tilhoyrandi reglugerðum, sum ES-nevndin setir í verk.

Ásetingar um eftirlit sambært grein 8 í fyriskipan 91/493/EEC verða at galda fyri Føroyar.

B.

Hvat eyðkennismerki viðvíkur, sum fyrsta brot, kap. VII í undirskjalinum til fyriskipan 91/493/EEC fevnir um, skulu Føroyar brúka "FO".

Hvat viðvíkur kunningini um listan yvir góðkend virki og broytingar í listanum, skulu ásetingar í grein 7, § 3, í fyriskipan 91/493/EEC galda fyri Føroyar. Hvussu hetta verður fyriskipað í verki verður avrátt millum embætismenn í Nevndini og í Føroyum.

C.

Innflutningur úr triðjalondum

Føroyar átaka sær í framtíðini at seta tær treytir fyri innflutningi úr triðjalondum, sum sambært ES-lóggávuni eru galdandi fyri innflutning úr triðjalondum.

Hvussu kunning um listan yvir góðkend virki og broytingar í listanum verður skipað, áseta embætisfólk hjá ES-nevndini og í Føroyum.  

II. HANDIL VIÐ LIVANDI TVÍSKELJA LINDÝRUM

A.

Føroyar átaka sær at laga sína lóggávu til at fevna um ásetingarnar í fyriskipan 91/492/EEC við seinastu broytingum og sambært tilhoyrandi reglugerðum, sum ES-nevndin setir í verk.

Ásetingar um eftirlit sambært grein 6 í fyriskipan 91/492/EEC verða at galda fyri Føroyar.

B.

Viðvíkjandi kunningini um listan yvir góðkend virki og broytingar í listanum verða ásetingarnar í grein 5, § 1a og 2a, í fyriskipan 91/492/EEC at galda fyri Føroyar. Hvussu kunningin um listan yvir góðkend virki og broytingar í listanum verður skipað, áseta embætisfólk hjá ES-nevndini og í Føroyum.

C.

Innflutningur úr triðjalondum

Føroyar átaka sær í framtíðini at seta tær treytir fyri innflutningi úr triðjalondum, sum sambært ES-lóggávuni eru galdandi fyri innflutning úr triðjalondum.

Hvussu kunningin um listan yvir góðkend virki, soleiðis sum hesi verða lýst sambært 91/492/EØF, og broytingar í listanum verður skipað, áseta embætisfólk hjá ES-nevndini og í Føroyum.  

III. HANDIL VIÐ Alifiski og aliúrdráttum 

A. Eftirlitstiltøk

Føroyar átaka sær at laga sína lóggávu til at fevna um ásetingarnar í fyriskipan 93/53/EC við seinastu broytingum og sambært tilhoyrandi reglugerðum, sum ES-nevndin setir í verk.

Føroyar binda seg í framtíðini til at seta á stovn eina landskanningarstovu. Ímeðan skulu Føroyar fáa í lag eitt samstarv við eina landskanningarstovu sambært grein 12, stk. 4, í fyriskipan 93/53/EC. Føroyar skulu skjótast til ber vátta fyri Nevndini at hava fingið eina slíka skipan í lag.

Føroyar skulu skjótast til ber leggja fyri heilsufrøðiliga undirbólkin til góðkenningar tilbúgvingarætlan í samsvari við grein 15 í fyriskipan 93/53/EC. Seinni dagføringar skal ES-nevndin góðkenna aftaná at hava kunnað limalondini innan føstu heilsufrøðiligu nevndina [Standing Veterinary Committee] um hetta.

Ásetingar um eftirlit sambært grein 16 í fyriskipan 93/53/EC verða at galda fyri Føroyar.

B. Fráboðan um djórasjúkur

Viðvíkjandi fiskasjúkum (í løtuni ILA og IHN) skulu Føroyar seta í gildi fyriskipan 82/894/EC. Embætismenn í Nevndini og í Føroyum skipa fyri, hvussu Føroyar koma við í telduskipanina um djórasjúkur (ADNS).

C. Handil og flutningur á marknaðin av alifiski og aliúrdráttum

Føroyar átaka sær at laga sína lóggávu, so at hon tekur við tiltøkunum, ið fyriskipan 91/67/EC fevnir um, við seinastu broytingum og sambært tilhoyrandi reglugerðum, sum ES-nevndin setir í verk.

Til tess at fáa støðu [sum sjúkuleyst øki] sambært fyriskipan 91/67/EC verður niðanfyrinevnda mannagongd fylgd:

Heilsufrøðiligi undirbólkurin tekur til eftirtektar, at Føroyar hava í umbúna at søkja um ILA-, VHS- og IHN-støðu. Somu krøv, sum sett verða limalondum, verða í hesum sambandi sett Føroyum.

Ásetingarnar um eftirlit sambært grein 22 í fyriskipan 91/67/EC verða at galda fyri Føroyar.

D. Innflutningur úr triðjalondum

Føroyar átaka sær í framtíðini at seta tær treytir fyri innflutningi úr triðjalondum, sum sambært ES-lóggávuni eru galdandi fyri innflutning úr triðjalondum.  

IV. HANDIL VIÐ FISKAMJØLI, ÆTLAÐUM TIL DJÓRAFÓÐUR

A. Flutningur á marknaðin

Føroyar átaka sær at laga sína lóggávu til at fevna um ásetingarnar í fyriskipan 90/667/EEC við seinastu broytingum og sambært tilhoyrandi reglugerðum, sum ES-nevndin setir í verk.

Ásetingar um eftirlit sambært grein 12 í fyriskipan 90/667/EEC verða at galda fyri Føroyar.

Viðvíkjandi kunningini um listan yvir góðkend virki og broytingar í listanum verða ásetingarnar í grein 11 í fyriskipan 90/667/EEC galdandi fyri Føroyar. Hvussu kunning um listan yvir góðkend virki og broytingar í listanum verður skipað, áseta embætisfólk hjá ES-nevndini og í Føroyum.

B. Handil

Skipanin í fyriskipan 92/118/EEC, undirskjal I, kap. 6, IA annað brot, verður at nýta.

C. Innflutningur úr triðjalondum

Føroyar átaka sær í framtíðini at seta tær treytir fyri innflutningi úr triðjalondum, sum sambært ES-lóggávuni eru galdandi fyri innflutning úr triðjalondum.

D. Aðrir spurningar

Heilsufrøðiligi undirbólkurin tekur til eftirtektar, at Føroyar, sum er, bert hava eina fyritøku, sum framleiðir fiskamjøl.

Í seinasta lagi 10. apríl 2000 skulu Føroyar gera greitt, hvørja støðu tær hava í sambandi við rávøruslag og viðgerðarhátt til tess at lúka ES-krøv.

 

V. EFTIRLIT VIÐ HEILIVÁGSLEIVDUM, BANN FYRI NÝTSLU AV ÁVÍSUM HORMONEVNUM OG BETAAGONISTUM, NÝTSLA AV HEILIVÁGI Í FÓÐRI

Í føroyskum høpi fevna ásetingarnar viðv. djóraskipanum í fyriskipanum 96/22/EC, 96/23/EC og 90/167/EEC bert um aling.

Føroyar átaka sær at laga sína lóggávu til at fevna um ásetingarnar í fyriskipanum 96/22/EC, 96/23/EC og 90/167/EEC við seinastu broytingum og sambært tilhoyrandi reglugerðum, sum ES-nevndin setir í verk.

Føroyar átaka sær í framtíðini at seta tær treytir fyri innflutningi úr triðjalondum, sum sambært ES-lóggávuni eru galdandi fyri innflutning úr triðjalondum.

Hvussu viðkomandi kunning verður skipað, áseta embætisfólk hjá ES-nevndini og í Føroyum.

Føroyar skulu í fyrsta umfari leggja fyri heilsufrøðiliga undirbólkin til góðkenningar eftirlitsætlanir í samsvari við fyriskipan 96/23/EC. Seinni dagføringar skulu verða góðkendar av ES-nevndini, eftir at limalondini um føstu ES heilsufrøðiligu nevndina eru kunnað um hetta.

Ásetingar um eftirlit sambært grein 21 í fyriskipan 96/23/EC verða at galda fyri Føroyar.

 

VI. HANDIL VIÐ ØÐRUM VØRUM

Føroyar átaka sær at laga sína lóggávu til at fevna um ásetingarnar í undirskjali 1, kap. XV í fyriskipan 92/118/EEC, við seinastu broytingum og sambært tilhoyrandi reglugerðum, sum ES-nevndin setir í verk, hvat ið óviðgjørdari ull viðvíkur. 

Undirskjal C

TÍÐARÆTLAN

Føroyar átaka sær at fremja skyldur sínar sambært undirskjali A og B innan 1. februar 2001.

Føroyar skulu í seinasta lagi 31. desember 2000 boða ES-nevndini, at neyðug stig eru tikin til tess at seta tilmælið í verk.

Um so er, at Føroyar fáa óvæntaðar trupulleikar, verður hetta at boða ES-nevndini frá innan 1. september 2000, so at omanfyrinevndu tíðarfestingar kunnu verða longdar.  

Undirskjal D

YMISKT

A.

Í EBS-høpi (Evropeiska Búskaparliga Samstarvsøkið) hevur Noreg fyri stóran part tikið við heilsufrøðiligu reglunum. Ísland hevur eisini tikið við ávísum pørtum av heilsufrøðiligu reglunum fyrst og fremst fyri fiskavørur og fiskamjøl. Skipanin fyri heilsufrøðiliga eftirlitið við sínámillum handli millum limalondini og hesi bæði londini er tann sama, sum ætlað er fyri handilin millum limalondini og Føroyar. Tað tykist skilvíst, um handilin millum Noreg, Ísland og Føroyar kom undir somu reglur. Heilsufrøðiligi undirbólkurin hevur givið hesum gætur, og spurningurin verður kannaður.

B.

Heilsufrøðiligi undirbólkurin hevur tikið til eftirtektar tann áhuga, sum føroysku myndugleikarnir hava víst fyri at fylgja tí arbeiðinum, ið Felagsskapurin ger, tá ið um fiskavørur ræður. ES-nevndin er sinnað at bjóða einum føroyskum umboði við sum eygleiðara á fundirnar, sum serfrøðingaarbeiðsbólkurin hevur á økinum. Føroysku myndugleikarnir hava ábyrgd av útreiðslunum, sum standast av slíkari luttøku.