Heilsufrøðilig viðurskifti við EF

 

104  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av tilmæli frá 16. mars 2000 frá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar - EF

 Skjal 1   

 

FRUMSKJAL UM HEILSUFRØÐILIG VIÐURSKIFTI

sum ískoyti til Sáttmálan

millum Ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin

og Evropeiska Felagsskapin hinumegin 

 

RÍKISSTJÓRN DANMARKAR OG FØROYA LANDSSTÝRI

øðrumegin og

EVROPEISKI FELAGSSKAPURIN

hinumegin,

SUM HAVA FYRILIT FYRI Sáttmálanum millum Ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin og Evropeiska Felagsskapin hinumegin, undirritaður í Brússel hin sætta desembur í 1996 (Sáttmálin);

SUM MINNAST AFTUR Á ynski um at tryggja og víðka um verandi búskaparliga samskiftið millum Føroyar og Evropeiska Felagsskapin, og við serligum atliti til kappingarumstøður á jøvnum føti, at tryggja eina hóvliga menning av samhandlinum partanna millum;

SUM MINNAST AFTUR Á lyfti partanna um at nýta reglur teirra á heilsufrøðiliga økinum, soleiðis at munur ikki verður gjørdur, og at nýggj tiltøk ikki verða sett í verk, sum kunnu tarna samhandlinum óneyðuga;

SUM ENDURVÁTTA binding teirra til rættindi og skyldur, ið eru galdandi sambært WTO Sáttmálanum um Nýtslu av Heilsuligum og Plantuheilsuligum Tiltøkum;

SUM ERU SINNAÐIR at tryggja, at handil við livandi djórum og djóraframleiðslum millum Føroyar og Felagsskapin verður framdur á ein hátt, sum verjur almannaheilsu og djóraheilsu;

TIL TESS, at røkka hesum endamáli, verður slíkur handil at fremja sambært heilsufrøðiligum reglum Felagsskapsins;

TÍSKIL eigur, samsvarandi hesum, hetta Frumskjal at verða skoytt upp í Sáttmálan, 

ERU SAMD UM HETTA:

Grein 1

Føroyar átaka sær at nýta heilsufrøðiligu reglur Felagsskapsins viðvíkjandi hesum: 

  1. Fyribyrgjandi tiltøk/fráboðan av sjúku;
  2. Djóraheilsa: Handil og flutningur á marknaðin (triðjalond undantikin);
  3. Fyribyrgjandi tiltøk innan djóraheilsu fyri heilsuvørur til djór (triðjalond undantikin);
  4. Fyribyrgjandi tiltøk innan almannaheilsu: Reglur, sum fyriskipa flutning á marknaðin (triðjalond undantikin);
  5. Hormonir, leivdir, BST, zoonosir, djóraleivdir, heilivágfóður;
  6. Innflutningur úr triðjalondum;
  7. Eftirlit, djóraeyðmerking, sínamillum hjálp;
  8. Zooteknikkur (her uppi í ásetingar viðvíkjandi triðjalondum);
  9. Djóravernd;
  10. Stovnslig viðurskifti.

Grein 2

Ein listi av heilsufrøðiligu ásetingum Felagsskapsins, ið verða nýttar í Føroyum, og treytirnar fyri nýtslu av hesum ásetingum, verður settur saman av Felagsnevndini, ið er sett sambært grein 31 í sáttmálanum.

Ein heilsufrøðiligur undirbólkur verður settur undir Felagsnevndini. Hann skal regluliga kanna støðuna viðvíkjandi Felagsskapslóg, sum verður at nýta í Føroyum. Um neyðugt, skal undirbólkurin gera tilráðingar til Felagsnevndina við tí fyri eyga at broyta ella dagføra viðkomandi lóggávu.

Grein 3

Hetta frumskjal er ein samanhangandi partur av sáttmálanum.

Grein 4

Hetta frumskjal skal verða góðkent av sáttmálapørtunum samsvarandi egnum mannagongdum teirra. Tað fær gildi á fyrsta degi í mánaðinum aftaná, at boðað er frá, at hesar mannagongdir sáttmálapartanna eru loknar.

Grein 5

Hetta Frumskjal er orðað í tveimum eintøkum á donskum, enskum, finskum, fronskum, føroyskum, grikskum, hálendskum, italskum, portugisiskum, sponskum, svenskum og týskum máli, har hvør teksturin hevur sama gildi.