Heilsufrøðilig viðurskifti við EF

 

104  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av tilmæli frá 16. mars 2000 frá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar -. EF

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð

Ár 2000, 13. apríl, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar 

Løgtingið góðkennir hjálagda tilmæli frá 16 mars 2000 frá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar-EF.

Viðmerkingar

Tilmælið er gjørt samsvarandi grein 2 í frumskjali frá 8. desember 1999 um heilsufrøðilig viðurskifti, sum ískoyti til sáttmálan millum Ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin og Evropiska Felagsskapin (EF) hinumegin. Tilmælið verður endaliga góðkent á komandi fundi í felagssnevndini Føroyar-EF, treytað av, at tær stýrisskipanarligu mannagongdirnar hjá sáttmálapørtunum eru loknar. Tilmælið fevnir um EF rætt á heilsufrøðiliga økinum, ið føroyskur rættur á heilsufrøðiliga økinum skal lagast til í seinasta lagi 1 februar 2001.

1. Grundarlag

Við atliti at gongdini fram móti øktum altjóða handli – her uppi í handli við matvørum – verða karmar tilevnaðir soleiðis, at ásetingar verða gjørdar fyri matvørutrygd, fólkaheilsu og djóraheilsu, bæði í altjóðasáttmálum og økissáttmálum. Limalondini í Altjóðahandilsfelags-skapinum (WTO) hava eisini á heilsufrøðiliga økinum bundið seg til at laga lóggávu sína til meginreglurnar í WTO sáttmálunum.

Av tí, at nærum allur útflutningur Føroya er fiskavørur, er sera gagnligt við slíkum sáttmálum, ið áseta góðsku- og reinføriskrøv. Umframt at minka um smittuvanda í handli við matvørum, hava slíkir sáttmálar til endamáls at forða fyri, at handil millum lond verður darvaður av tøkniligum krøvum, ið eingi heilsufrøðilig fyrilit hava.

Næstu kappingarneytar Føroya – Ísland og Noreg – hava skipað hesi viðurskifti við Evropasamveldið (ES) soleiðis, at teir eru vorðnir partar av heilsufrøðiliga samstarvinum í Evropa gjøgnum EBS.

Hóast Føroyar eru uttan fyri bæði ES og EBS og útflyta nærum allar okkara vørur til ES marknaðin, hava vit verið fyri stórari ávirkan av gongdini í ES á hesum øki. Ein treyt fyri at kunna kappast við onnur lond er, at støðið á bæði virkjum og framleiðslu, tá talan er um reinføri og góðsku, í minsta lagi er javnbjóðis við tað, sum er í grannalondum okkara. Umframt at føroysk virki og framleiðsla sum heild eru á sama støði sum í londunum kring okkum, fylgja Føroyar eisini minstukrøvum WTO hesum viðvíkjandi.

Tað, at Føroyar ikki hava verið partur av heilsufrøðiliga samstarvinum í Evropa hevur havt heldur óheppin árin við sær á føroysku vinnuna, serliga í mun til vinnuna í okkara grannalondum. Her kann millum annað nevnast økt eftirlit við ES markið, har prosentvísi parturin av vøru, ið verður kannaður, er nógv størri enn hjá londum, ið eru partar av heilsufrøðiliga samstarvinum. Avmarkingar í mun til havnir, sum kunnu nýtast sum móttøkuhavnir, hevur eisini verið ein stórur trupulleiki.

Tískil hevur Føroya Landsstýri havt sum mál at finna ein hóskandi leist fyri Føroyar í heilsufrøðiliga samstarvinum í Evropa. Tað er gjørt bæði fyri at bøta um umstøðurnar hjá føroyskum fiskavøruútflytarum og at tryggja okkum sjálvum og øðrum, at góðska og heilsutrygd í framleiðslu av matvørum í Føroyum er minst á sama støði sum í teimum londum, vit hava samhandil við.

2. Formligi karmurin fyri heilsufrøðiligum samstarvi Føroya og EF millum

Í longri tíð hevur Føroya Landsstýri arbeitt fyri at fáa samráðingar í lag við ES um heilsufrøðiligu viðurskiftini í handilssamstarvi okkara. Á fimta fundinum í felagsnevndini Føroyar-EF tann 19. apríl 1996 varð semja gjørd um eitt uppskot til samtyktar um, at partarnir skuldu fara undir samráðingar um eina víðkan av handilssáttmálanum til eisini at fevna um heilsufrøðilig viðurskifti.

Verulig gongd kom ikki á samráðingarnar á hesum øki, fyrr enn ES-ráðharraráðið endaliga samtykti eina samráðingarheimild til ES-nevndina í 1998. Í brævi tann 18 november 1998 bað Føroya løgmaður danska uttanríkismálaráðharran um at bera so í bandi, at ein formlig áheitan varð send ES-nevndini um at taka upp samráðingar sum skjótast.

Samráðingar vórðu tiknar upp við ES í februar 1999. Løgmaður ráðførdi seg við uttanlandsnevnd Løgtingsins í apríl 1999 viðvíkjandi samráðingunum og um tann formliga leistin fyri samstarvi, sum partarnir høvdu funnið fram til sínámillum. Á fundi millum umboð fyri Føroya Landsstýri og ES nevndina tann 29 apríl 1999 í Brússel komu partarnir síðan ásamt um eitt uppskot til formliga karmin fyri frumskjal um heilsufrøðilig viðurskifti.

Uppskotið til heilsufrøðiliga frumskjalið varð stavváttað av báðum pørtum í sambandi við árliga felagsnevndarfundin, ið varð hildin í Brússel tann 22 juni 1999. Sambært grein 4 í frumskjalinum skuldi tað verða góðkent av sáttmálapørtunum samsvarandi egnum mannagongdum. Landsstýrið boðaði ES-nevndini frá loknum mannagongdum í september 1999, meðan frumskjalið varð endaliga samtykt í ES-ráðnum tann 6 desember 1999, og kom tískil ikki í gildi fyrr enn 1 januar 2000. Frumskjalið er eitt nýtt frumskjal, ið er skoytt upp í handilssáttmálan partanna millum.

Frumskjalið á enskum og føroyskum er at finna í fylgiskjali 2.

Heilsufrøðiliga frumskjalið byggir á ein leist, ið ES hevur tikið í nýtslu við onnur triðjalond, sum hava nógvan samhandil við djórum og djóraúrdráttum við ES, t.d. Andorra og San Marino. Sambært frumskjalinum verður aðalregluverkið hjá EF á heilsufrøðiliga økinum góðkent, men verður tó sett í verk eftir tørvi. Fyri Føroyar merkir hetta, at fyriskipanir, ið fevna um fiskivinnuøkið, kunnu setast í verk frá byrjan, meðan reglur fyri framleiðslu av landbúnaðarvørum annars kunnu verða tiknar upp til máls seinni. Grundin til hetta er, at Føroyar ongan útflutning hava á landbúnaðarøkinum í løtuni. Tó skulu heilsufrøðiligar reglur um innflutning av matvørum til Føroya samsvara við regluverkið hjá EF. Verður talan um ein møguligan føroyskan útflutning til ES av landbúnaðarvørum, skal framleiðslan eisini vera í samsvari við EF reglur á hesum øki.

Endamálið við slíkum sáttmálum er at seta í verk allar viðkomandi fyriskipanir á heilsufrøðiliga økinum soleiðis, at reglurnar verða tær somu innan øll øki fyri øll londini í samstarvsøkinum. Hetta merkir, at ES lond skulu eisini kunna tryggja sær, at Føroyar góðtaka samsvarandi reglur fyri innflutning av matvørum úr ES, sum Føroyar ynskja fyri útflutning av fiskavørum til ES, t.e. at ábyrgdin fyri heilsufrøðiliga eftirlitinum liggur hjá myndugleikunum í teimum londum, har vørurnar verða framleiddar.

Sambært grein 1 í frumskjalinum, hava Føroyar bundið seg til at taka á seg at seta í verk heilsufrøðiligu reglur Evropeiska Felagsskapsins á hesum meginøkjunum: fyribyrgjandi tiltøk/fráboðan av sjúku; djóraheilsa: handil og flutningur á marknaðin; fyribyrgjandi tiltøk innan djóraheilsu fyri heilsuvørur til djór; fyribyrgjandi tiltøk innan almannaheilsu: reglur, sum fyriskipa flutning á marknaðin; hormonir, leivdir, BST, zoonosir, djóraleivdir, heilivágfóður; innflutningur úr triðjalondum; eftirlit, djóraeyðmerking, sínámillum hjálp; zooteknikkur; djóravernd; stovnslig viðurskifti.

3. Tilmælið frá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar-EF

Heilsufrøðiligi undirbólkurin, sum settur er sambært grein 2 í frumskjalinum, helt fund í Føroyum í døgunum 14.-16. mars 2000. Uppgávan hjá undirbólkinum var at gera ein lista yvir heilsufrøðiligu ásetingarnar hjá Evropeiska Felagsskapinum, ið verða at seta í verk í Føroyum, og treytirnar fyri at seta hesar ásetingar í verk. Á fundinum varð semja gjørd um eitt tilmæli, sum inniheldur nærri útgreiningar um, hvørjar reglur undir høvuðsøkjunum í frumskjalinum, ið Føroyar skulu laga sína lóggávu eftir. Niðanfyri verður í stuttum greitt frá høvuðsgreinunum í tilmælinum og høvuðsbroytingunum í verandi skipan í Føroyum, sum ES ásetingarnar fara at hava við sær.

Tilmælið er viðheft í fylgiskjali 1 bæði á enskum og í føroyskari týðing.

Ætlanin er, at tilmælið verður lagt fyri felagsnevndina Føroyar-EF til endaliga góðkenning á árliga fundinum í juni 2000 í Tórshavn.

Víst verður annars til høvuðsfyriskipanirnar hjá EF, ið nevndar eru í tilmælinum (sí undir 3.1 og 3.2 og fylgiskjal 3), og sum áseta reglur fyri samstarvi á heilsufrøðiliga økinum millum ES limalond, bæði alment og í mun til framleiðslu og handil við ávísum vørum, umframt reglur fyri heilsukanningum av djórum og djóraúrdráttum. Sambært tilmælinum eiga Føroyar at laga sínar rættarreglur eftir ásetingunum í nevndu fyriskipanum. Viðmerkjast skal, at tilmælið bert vísir til høvuðsfyriskipanirnar, men at hesar harafturat hava ymiskar tilhoyrandi dagføringar og tekniskar broytingar, sum Føroyar verða eisini at fylgja.

Gjørt verður kortini vart við, at talan ikki er um beinleiðis at umseta EF fyriskipanirnar og seta tær í gildi í Føroyum. Heldur er talan um, at føroyska lóggávan eigur at innihalda ásetingar, sum fevna í minsta lagi um tær ásetingar, sum tilmælið fevnir um. Hetta kann tí loysast bæði við dagføring av verandi lóggávu og við nýggjum tilhoyrandi kunngerðum, sum fevna um EF ásetingarnar eftir føroyskum fyritreytum og við atliti at skipanini av heilsufrøðiliga eftirlitinum í Føroyum. Kortini fer hetta at føra við sær rættliga viðfevndar broytingar og íløgur komandi árini, um neyðug dagføring skal tryggjast av verandi lóggávu og heilsufrøðiligu eftirlits- og kanningarskipanunum.

Framtíðaruppgávan hjá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar-EF verður regluliga at kanna eftir, í hvønn mun felagsskapsrættur á heilsufrøðiliga økinum, sum verður hildin uppi í Føroyum, er tíðarhóskandi og í samsvari við galdandi felagsskapsrætt í ES. Um neyðugt, skal undirbólkurin gera tilráðingar til felagsnevndina Føroyar-EF við tí fyri eyga at broyta ella dagføra heilsufrøðiligu lóggávuna í Føroyum.

3.1 Almennar ásetingar (Undirskjal A í tilmælinum)

Undirskjal A í tilmælinum inniheldur almennar ásetingar um samstarv millum Føroyar og EF á heilsufrøðiliga økinum.

Handil
Meginreglurnar í handilssamstarvinum á heilsufrøðiliga økinum verða staðfestar í tilmælinum. Fyriskipanirnar 89/662/EØF og 90/425/EØF innihalda meginreglurnar fyri skipanini av heilsufrøðiligum eftirliti millum ES limalond, har ið høvuðsendamálið er at avtaka eftirlitið við landamørk til tess at bøta um frían flutning av vørum landanna millum. Sum partur í hesum samstarvi verður fyri Føroyar í høvuðsheitum talan um:

Broytingarnar í verandi støðu verða tískil, at Føroyar skulu einki forboð hava fyri innflutningi av livandi djórum ella djóraúrdráttum úr ES londum og kunnu heldur ikki steðga vørum á markinum inn til Føroya fyri at taka royndir. Afturat hesum verða Føroyar at rokna sum ES mark fyri heilsufrøðiligum eftirliti av djórum og djóraúrdráttum, sum flutt eru inn til Føroya frá triðjalondum (sí undir Eftirlit niðanfyri; um Ísland og Noreg (EBS), sí undir 3.4 Onnur viðurskifti).

Í sambandi við útflutning frá Føroyum til ES, verða somu treytir fyri samhandli millum ES limalond á heilsufrøðiliga økinum galdandi fyri fiskavørur og alivørur (har uppi í livandi fiskur), tvískjelja lindýr, fiskamjøl ætlað til djórafóður og óvirkað ull úr Føroyum. T.e. at ikki longur verður neyðugt at senda nevndu vørur gjøgnum eina ES marknaeftirlitsstøð, har royndir av vørunum kunna verða tiknar. Sambært handilssáttmálanum millum Føroyar og EF eru Føroyar ikki góðkendar triðjaland í ES høpi fyri handil við livandi djórum ella landbúnaðarvørum. Hendan støða verður óbroytt sambært tilmælinum, tí at bert tær vørur, sum ásetingar í tilmælinum fevna um, kunnu útflytast til ES lond.

Eftirlit
Meginreglur fyri heilsufrøðiliga eftirlitinum sambært EF reglum, sum Føroyar verða at laga seg til, eru:

- Ábyrgdin fyri heilsufrøðiliga eftirlitinum sambært EF reglum liggur hjá framleiðslulandinum. Málføri myndugleikin (competent authority) í framleiðslulandinum hevur ábyrgdina av at tryggja, at EF djóraheilsureglur og heilsufrøðiligar reglur fyri framleiðslu av matvørum verða hildnar. Stovnurin hevur heimild at løggilda virki (t.e. fiskavirki, fiskiskip, sláturvirki, alibrúk o.a.) sambært EF reglum og at gera heilsuváttanir, ið skulu fylgja við øllum sendingum fram til móttakaran.

- ES Matvøru- og Heilsufrøðistovan – FVO (Food and Veterinary Office) í Dublin sum stovnur undir heilsufrøðiliga aðalstýrinum undir ES nevndini (DG SANCO – Health & Consumer Protection) er stovnurin í ES, sum góðkennir eftirlitsskipanir hjá málførum myndugleikum í framleiðslulondum. Í verandi støðu Føroya sum triðjaland fyri fiskaútflutning til ES ger FVO beinleiðis eftirlitskanningar av virkjum í Føroyum og góðkennir eftirlitsskipanir fyri framleiðslu av fiskavørum. Undir nýggju skipanini verður leikluturin hjá FVO í mun til Føroya í høvuðsheitum tann sami sum nú, tó verður góðkenning av eftirlitsskipanum fyri triðjalandsvørur eisini ein uppgáva hjá FVO í mun til Føroya eins og í ES londum.

- Marknaeftirlitið við fiskavørum úr Føroyum inn í ES fellur burtur, men allar vørur skulu framvegis hava við sær á veg til móttakaran, umframt tey vanligu eyðkennisskjølini, eina heilsuváttan, sum føroysku heilsumyndugleikarnir gera sambært EF reglum. Sama er galdandi fyri vørur við uppruna í ES, sum fluttar verða inn til Føroya. Endamálið er, at vørur skulu altíð kunnu sporast aftur til sín uppruna. Til ber hjá heilsufrøðiliga myndugleikanum í móttakaralandinum at taka stakroyndir av vørum bæði ávegis til móttakaran og í handilsliðnum, treytað av, at slíkar kanningar ikki steðga flutningi av vørum, og mismunur ikki verður gjørdur.

- Verjandiltøk sambært EF reglum verða eisini galdandi fyri Føroyar. EF reglur geva heilsufrøðiligu myndugleikunum høvi til at beina fyri vørum og at seta bráðfeingis fyribils innflutningsbann í verk í mun til upprunaøki ella virki, um kanningar vísa, at djór/vørur innihalda smittandi sjúkur. Tó er møguleiki, um vísindagrundarlag er fyri tí, eisini at seta alment forboð í gildi fyri at verja um sjúkrastøðuna í egnum landi. Hetta er bert gjørligt, um staðfestast kann, sambært nærri ásettum reglum, at landið er leyst av teimum sjúkum, ið talan er um.

Eftirlit við livandi djórum úr triðjalondum (97/78/EF)
Innflutningur av livandi djórum úr triðjalondum verður at fara um eina ES góðkenda marknaeftirlitsstøð fyri livandi djór. Eingin ætlan er fyribils at stovna eina slíka støð í Føroyum, tískil verður ásett í tilmælinum at innflyta livandi djór til Føroya úr triðjalondum um eina eftirlitsstøð í einum ES limalandi. Hetta setir ávís krøv til skjalaprógvan og eftirlitsgjald sambært EF reglum.

Eftirlit við djóraúrdráttum úr triðjalondum (97/78/EF)
EF reglur fyri eftirliti av vørum úr triðjalondum verða galdandi fyri Føroyar. Hetta merkir fyrst og fremst, at neyðugt verður at stovna eina marknaeftirlitsstøð (MES) fyri djóraúrdráttir úr triðjalondum. Viðmerkt er í tilmælinum, at ætlanin er, at ein MES skal vera í Tórshavn, sum høvuðsinnflutningshavn í Føroyum.

Frystur fiskur, landaður í Føroyum frá skipum úr triðjalondum, kemur undir hesa eftirlitsskipan, ið samstundis ásetir, at innflytast skal bert frá virkjum (har ímillum eisini skipum, ið virka/frysta fisk), sum eru góðkend triðjalandsvirki sambært EF reglum.

Í teimum førum ES hevur heilsufrøðiligar sáttmálar við onnur triðjalond (eins og t.d. Sveis, Kanada og Nýsæland), verða EF ásetingar í mun til viðkomandi lond eisini at galda fyri, hvussu marknaeftirlitið verður í Føroyum við vørum úr somu londum. Um støðuna í mun til vørur úr EBS londunum, Íslandi og Noreg, sí undir 3.4.

Sum nevnt omanfyri, verður neyðugt við einum tøttum samstarvi við ES myndugleikarnar í Dublin (FVO) um tilrættalegging og fyribils góðkenning av støðini fram til 1 februar 2001 (sí eisini undir 3.3).

Fígging av eftirliti (85/73/EØF)
ES hevur felags ásetingar um gjald fyri eftirlit, bæði í upprunalandinum og fyri eftirlit við djórum og djóraúrdráttum úr triðjalondum. Ætlanin við hesum er at tryggja, at gjøldini eru jøvn millum londini og tískil ikki kappingaravlagandi. Í grundini eigur gjaldið at bera tær veruligu útreiðslurnar, sum myndugleikarnir hava av eftirlitinum. Ásettu ES eftirlitsgjøldini eru at skilja sum eitt minsta mark, og til ber at taka meira, tó ikki meira enn veruliga kostnaðin av eftirlitinum. Gjøldini fyri eftirlit við vørum úr triðjalondum eru hægri enn tey, ið ásett eru fyri eftirlit í ES londum. ES gjaldið fyri eftirlit við fiski er í løtuni umleið tað sama, sum tikið verður fyri eftirlit í Føroyum. Høvuðsbroytingin verður, at ein gjaldsskipan skal gerast fyri eftirlit av triðjalandsvørum.

Kunning (89/608/EØF)
Sambært tilmælinum verða ásetingarnar um sínámillum kunning millum heilsufrøðiligu myndugleikarnar í ES eisini galdandi í Føroyum. Har verður ásett skylda til at hjálpa hvørjum øðrum við øllum viðkomandi upplýsingum á heilsufrøðiliga økinum, tá ið biðið verður um tað frá málførum myndugleika í einum øðrum (ES) landi. Slíkar upplýsingar binda myndugleikar seg til at halda í trúnaði. Á tøkniligum stigi er eisini eitt sjúkrafráboðanarkervi í ES høpi, ið Føroyar verða knýttar afturat, har ið fráboðanir um smittuvanda og djórasjúkur verða sendar ígjøgnum eina telduskipan, sum nevnist ANIMO.

3.2 Serligar ásetingar (Undirskjal B í tilmælinum)

Í Undirskjali B í tilmælinum verður útgreinað, hvørjar EF reglur Føroyar skulu laga seg til í mun til seks høvuðsøki:

i) Handil við fiskavørum
ii) Handil við livandi tvískjelja lindýrum
iii) Handil við alifiski og alivørum/úrdráttum
iv) Handil við fiskamjøli ætlað sum djórafóðri
v) Eftirlit við restum, forboð ímóti ávísum brúki av fóðuri, sum inniheldur heilivág
vi) Handil við øðrum vørum

Í sambandi við handil við fiskavørum, handil við tvískelja lindýrum og handil við alifiski og aliúrdráttum hava Føroyar í verandi støðu sum góðkent triðjaland fyri fiskavørur longu fylgt meginreglunum, sum ásettar eru fyri heilsufrøðilig krøv í sambandi við framleiðslu og handil. Tað, sum neyðugt er afturat, er í høvuðsheitum ein dagføring av verandi lóggávu á økinum í mun til høvuðsfyriskipanirnar 91/493/EØF; 92/48/EØF; 91/492/EØF og 91/67/EØF.

Eingin formligur rættarkarmur er í Føroyum á heilsufrøðiliga økinum fyri framleiðslu av fiskamjøli, ætlaðum til djórafóður, sum samsvarar við ásetingar í 90/667/EØF. EF reglur áseta serlig krøv til framleiðsluháttin, alt eftir um grundtilfarið er at rokna sum "vandamikið" (high risk) ella ikki (low risk) í sambandi við møguliga innihaldið av smittandi evnum. Føroyar hava ført fram fyri ES, at fiskamjølsframleiðslan í Føroyum bert nýtir "low risk" tilfar, men krøv verða sett sambært tilmælinum (Undirskjal B, IV, D) um at greiða gjøllari frá hesum, og hetta kunningararbeiðið er longu komið í gongd.

Í sambandi við alifisk og aliúrdráttir eru eisini ásett minstakrøv til kanningar, fyribyrgjandi tiltøk og fráboðan í sambandi við fiskasjúkur (93/53/EF; 82/894/EØF; 91/97/EØF). Sambært tilmælinum átaka Føroyar sær at stovna eina kanningarstovu, sum er før fyri at gera neyðugar kanningar til at staðfesta fiskasjúkur. Afturat hesum eru eisini reglur um kanningar av aliúrdráttum fyri heilivágsrestir og onnur evni, sum kunnu vera skaðilig fyri fólkaheilsu (96/22/EF; 96/23/EF; 90/167/EØF). Her verður m.a. ásett, at Føroyar árliga skulu greiða frá sínari kanningarskipan á hesum øki (96/23/EF). Hetta arbeiðið er longu farið í gongd.

Umframt tað, sum nevnt er um fiskavørur, alivørur og heilsukanningar í tilmælinum, er eisini semja um, at óvirkað ull úr Føroyum hevur frítt at fara til ES lond, treytað av, at reglurnar fyri hesum í 82/118/EØF (undirskjal 1, kap. 15) verða at galda. Einastu krøv í mun til útflutning eru, at ullin verður pakkað og er turr. Útflutningur av øðrum landbúnaðarvørum úr Føroyum til ES (har ímillum eisini seyðaskinn) krevur hinvegin nógv størri og viðfevndar broytingar í mun til ES reglur og er tískil ikki tikin við í tilmælið.

3.3 Tíðarætlan (Undirskjal C í tilmælinum)

Føroyar binda seg til at gjøgnumføra neyðugar broytingar og tillagingar sambært tilmælinum í seinasta lagi 1. februar 2001. Hetta skal fráboðast ES nevndini í seinasta lagi 31. desember 2000. Freistin 1. februar 2001 verður tískil samstundis at skilja sum gildiskomudagur hjá nýggja heilsufrøðiliga samstarvinum. Tó er møguleiki sambært tilmælinum at útseta freistina, vísir tað seg, tá ið fyrireikingarnar eru komnar ávegis, at ógjørligt verður at halda freistina. Um so verður, skal ES nevndin fáa fráboðan um hetta áðrenn 1. september 2000.

Tað, ið væntandi fer at krevja mestu tíðina í hesum sambandi, er at stovna eina marknaeftirlitsstøð. Støðin skal skipast í samráð við FVO í Dublin, sum síðan fer at gera eina fyribils góðkenning av støðini, tá ið hon er liðug. Alt hetta skal vera gjørt áðrenn 1. februar 2001, fyri at nýggja samstarvsgrundarlagið kann koma í gildi.

3.4 Onnur viðurskifti (Undirskjal D í tilmælinum)

Ísland/Noreg
Tilmælið tekur til eftirtektar støðuna hjá Noregi (alt) og Íslandi (bert fiskur) á heilsufrøðiliga økinum í EBS sáttmálanum. Viðmerkt verður, at tað hevði verið náttúrligt, um handilin millum FO, IS og NO eisini verður tillagaður til somu heilsufrøðiligu reglur. Hetta er tó eitt mál, ið verður at taka uppaftur partanna millum.

Um so er, at somu reglur vera galdandi, er at viðmerkja, at Ísland er triðjaland í ES høpi í mun til landbúnaðarvørur. Hetta hevði tí møguliga havt við sær í sambandi við EF ásetingar fyri triðjalandsvørur, at landbúnaðarvørur fluttar úr Íslandi til Føroya skulu bert koma frá ES góðkendum virkjum og skulu ígjøgnum eina MES í Føroyum. Ísland tekur heilsufrøðiligar samráðingar við ES uppaftur í ár um sína støðu í mun til landbúnað undir EBS sáttmálanum.

Luttøka í ES sernevndum
Eftir innbjóðing frá ES-nevndini verður høvi hjá Føroyum at luttaka sum eygleiðari á fundum í arbeiðsbólkum í ES, har spurningar um heilsufrøðilig krøv til fiskivinnu verða viðgjørdir. Ætlanin um at kunna fylgja við í gongdini innanhýsis í ES hevur til endamáls at fyrireika seg frammanundan og møguliga ávirka gongdina, áðrenn nýggjar ásetingar ella broytingar verða framdar.

4. Fíggjarligar avleiðingar av tilmælinum

Tilmælið hevur við sær eina rættiliga breiða tillaging av verandi lóggávu á heilsufrøðiliga økinum umframt stovnan av einari marknaeftirlitsstøð fyri vørur úr triðjalondum innan 1. feburar 2001. Víst verður í hesum sambandi til eykafíggjarløgtingslóg fyri apríl 2000 (nr. 1-9/1999).

Umframt at kunna vinnuna ávegis um gongdina í samráðingunum við ES á heilsufrøðiliga økinum, helt miðfyrisitingin ein kunnandi fund við vinnuna stutt eftir at tilmælið varð undirskrivað, har greitt varð frá avleiðingunum og høvuðsbroytingunum í mun til fyribyrgjandi tiltøk, eftirlit, kanningar, og framleiðslu í fiski- og alivinnuni.

Føroyar skulu í framtíðini eisini stovna eina fiskasjúkukanningarstovu og annars laga umsitingina og mannagongdir á heilsufrøðiliga økinum til eitt meira virkið og skipað samstarv við ES viðvíkjandi samskifti, fráboðanum, kanningum og dagføring av galdandi reglum. Sum avleiðing av hesum verða fíggjarætlanir komandi árini at raðfesta økta virksemið og krøv til førleika og menning á heilsufrøðiliga økinum í Føroyum.

Fylgiskjøl:

  1. Tilmælið frá 16. mars 2000 frá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar-EF (á føroyskum og enskum)

  2. Frumskjal um heilsufrøðilig viðurskifti sum ískoyti til sáttmálan millum Ríkistjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin og Evropeiska Felagsskapin hinumegin (á føroyskum og enskum (ikki teldutøkt á enskum))

  3. EF fyriskipanir á heilsufrøðiliga økinum, sum tilmælið fevnir um (á donskum)

Vísandi til grein 54, 2. stk. í tingskipan Føroya Løgtings viðmæla undirritaðu tingmenn, at hjálagda uppskot kann koma til viðgerðar.

Eyðun Viderø Jóanis Nielsen Jógvan á Lakjuni
Óli Breckmann Katrin D. Johansen Jákup Suni Joensen
Rúna Sivertsen Sámap P. í Grund Jógvan Durhuus
Signar á Brúnni Heini O. Heinesen Finnur Helmsdal
Hildur Patursson Hergeir Nielsen Alfred Olsen
Heðin Mortensen Edmund Joensen Lisbeth L. Petersen

Vilhelm Johannesen

1. viðgerð 26. apríl 2000. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 5. mai 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 13. apríl 2000, og eftir 1. viðgerð tann 26. apríl 2000 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 2. og 5 mai 2000.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Fiskavirking.

Nevndin hevur harumframt fingið skriv við viðmerkingum frá Føroya Arbeiðsgevarafelag og skriv við upplýsingum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Uttanlandsnevndin hevur í hesum sambandi fingið upplýst, at vinnan ikki, sum tað annars er ført fram í málinum, leypandi er kunnað um tilgongdina í samráðingunum um heilsufrøðiligu avtaluna við ES, men bara eftir at samráðingarnar vóru lidnar. Avtalan kemur tí í stóran mun óvart á vinnuna.

Eisini er ført fram, at avleiðingarnar av avtaluni ikki eru nóg væl lýstar. Nevndin hevur t.d. fingið upplýst, at ein avleiðing er, at føroysk virki í framtíðini ikki kunnu keypa frystan russarafisk til virkingar í Føroyum, og kann avleiðingin av hesum verða, at nógv arbeiðspláss fara fyri skeyti. Føroya Fiskavirking hevur upplýst, at tey hava eini 144 ársverk í virkan av russarafiski, og at onnur virki hava umleið 40 slík ársverk. Føroya Fiskavirking hevur ført fram, at skulu teir varðveita hesi arbeiðspláss, mugu teir út í kappingina um fiskin á Føroyaøkinum, sum fer at verða munandi herd við tí avleiðing, at tey veikastu virkini møguliga ikki klára seg í kappingini. Hevði skótbráið hinvegin verið eitt sindur longri, sigur Føroya Fiskavirking, høvdu teir havt møguleika at funnið aðrar vegir og bygt sær nakað nýtt upp.

Ein meiriluti í nevndini (Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu, Jóannes Eidesgaard, Edmund Joensen, Heðin Mortensen og Jákup Sverri Kass) harmast um at vinnan ikki í størri mun er tikin við, og at avleiðingarnar av avtaluni ikki eru betur lýstar. Meirilutin tekur tó undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

En partur av meirilutanum (Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu, Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen) viðmerkir at krøvini sum hendan avtalan setur vinnuni kortini vilja koma. Víst verður eisini á, at vinnan annars í áravís hevur mælt til og bíða eftir at tey viðurskifti sum avtalan viðvíkur koma í rættlag.

Ein annar partur av meirilutanum (Heðin Mortensen og Jákup Sverri Kass) heldur tó, at landsstýrið skal at kanna møguleikarnar fyri at geva Føroya Fiskavirking tað neyðuga skótbrái til at finna arðar vegir og byggja sær nakað nýtt upp, soleiðis at teir kunnu varðveita omanfyrinevndu arbeiðspláss.

Ein minnilutin í nevndini (Jenis av Rana) tekur ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at fella uppskotið.

Grundleggjandi metir minnilutin, at føroyska tjóðin náttúrliga hoyrir saman við tí partinum av alheimssamfelagnum, sum stýrisskipanarliga heldur seg til fólkaræði. Eitt og hvørt stig nærri ES – sum aktuella uppskotið jú er - er í andsøgn við hetta mið, og er tað tí sjálvsagt útilokað, at minnilutin tekur undir við hesum.

Minnilutin vísir á, at longu fyri fleiri árum síðani gjørdi Miðflokkurin vart við hendan trupulleikan, og ráddi til aktivt at finna Føroyum aðrar marknaðir. Hetta er ikki gjørt, bondini til ES gerast fleiri og sterkari, og minnilutin fer enn einaferð staðiliga at ávarða móti hesi vandamiklu gongd.

2. viðgerð 9. mai 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 24-3-1. Málið avgreitt.

J.nr. 36-6/98