Jarðfrøðisavnið o.fl.

Latið tingmonnum 15. februar 2000
frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum

 

Tilmæli 

frá nevnd settari at kanna 

um Jarðfrøðisavnið skal gerast sjálvstøðugur kanningarstovnur 

og 

um Náttúruvísindadeildin, Náttúrugripasavnið og Biofar

eiga at verða løgd saman 

 

Dagfesting 10. august 1999

 Innihaldsyvirlit

1 Formæli *

1.1 Nevndarlimir *
1.2 Fundir og arbeiðssetningur *

2 Tilmæli nevndarinnar *

2.1 Jarðfrøðisavnið sum sjálvstøðugur stovnur við tilvísing til landsstýrismannin í oljumálum *
2.2 Samanlegging av Náttúruvísindadeildini, Náttúrugripasavninum og Biofar *
2.3 Lógir og reglugerðir *
2.4 Uppskot til broytingar í lóg nr. 84 frá 13.06.95 fyri Fróðskaparsetur Føroya *
2.5 Umboðan í megindeildarráðnum fyri Náttúruvísindadeildina *
2.6 Uppskot um reglugerð fyri Jarðfrøðisavnið *
2.7 Jarðfrøðilig gransking og útbúgving á Fróðskaparsetrinum *
2.8 Uppskot um samstarvsavtalu millum Jarðfrøðisavnið og Náttúruvísindadeildina *

3 Fundir og grundtilfar *

3.1 Dagfestingar fyri fundir *
3.2 Tilfar, ið nevndin hevur kannað *

4 Fyrimunir og vansar við at skilja Jarðfrøðisavnið frá Føroya Náttúrugripasavni og skipa Jarðfrøðisavnið sum ein sjálvstøðugan stovn *

5 Uppskot um, hvussu Jarðfrøðisavnið kann knýtast at Náttúruvísindadeildini, um Jarðfrøðisavnið verður skipað sum sjálvstøðugur stovnur *

6 Uppskot um, hvussu samansjóðing av Føroya Náttúrugripasavni, Fróðskaparsetri Føroya og Biofar eigur at fara fram og ein lýsing av fyrimunum og vansum í hesum sambandi *

Fylgiskjøl

I Menningarætlan fyri Náttúruvísindadeildina *
II Samansjóðing av Náttúrugripasavninum, Biofar og Náttúruvísindadeildini *
III Skriv frá Náttúruvísindadeildini *
IV Skriv frá Granskingarráðnum *
V Uppskot um lógarbroyting frá Føroya Náttúrugripasavni *
VI Upprit frá Náttúruvísindadeildini *
VII Viðv. framtíðarskipan fyri Jarðfrøðisavnið o.a. *
VIII Skriv frá Jarðfrøðisavninum og Oljumáladeildini *
IX Skriv frá Náttúruvísindadeildini, Náttúrugripasavninum og Biofar *

  1. Formæli
  2. Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Náttúrugripasavn og Biofar hava lagt uppskot fyri landsstýrismannin í undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni, at eindirnar verða lagdar saman í eina víðkaða náttúruvísundaliga megindeild á Fróðskaparsetrinum. Harumframt er uppskot komið frá Føroya Náttúrugripasavni um, at Jarðfrøðisavnið verður flutt frá landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum til landsstýrismannin í oljumálum sum málsøki. Í hesum sambandi setti landsstýrismaðurin, Signar á Brúnni, nevnd at arbeiða við uppskotunum.

    1. Nevndarlimir
    2. Í nevndini eru Jóannes Dalsgaard, Undirvísingar- og Mentamálastýrið, formaður, Hans Pauli Joensen, Fróðskaparsetur Føroya, Dorete Bloch og Martin V. Heinesen, Føroya Náttúrugripasavn, Herálvur Joensen, Oljufyrisitingin og Jan Sørensen, Biofar. Jeanette Ellefsen Blåsvær er skrivari í nevndini.

    3. Fundir og arbeiðssetningur

Nevndin varð sett 8. mars 1999 og hevði sín fyrsta fund 8. apríl 1999. Nevndin hevur fingið greiðan arbeiðssetning at arbeiða eftir, sí avrit av brævinum sent 8. mars 1999 niðanfyri.

Avrit av brævi, dagfest 8. mars 1999

 

Setan av nevnd at viðgera ávísar bygnaðarbroytingar

Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur fingið uppskot um at skilja Jarðfrøðisavnið frá Náttúrugripasavninum og skipa Jarðfrøðisavnið sum ein sjálvstøðugan stovn. Eisini hevur Undirvísingar- og Mentamálastýrið fingið uppskot um samansjóðing av Føroya Náttúrugripasavni, Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya og Biofar.

Uppskotið er viðgjørt á Mentamáladeildini, ið hevur havt fundir við allar avvarðandi partar.

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur viðgjørt málið saman við Mentamáladeildini og er landsstýrismaðurin komin til ta niðurstøðu, at nevnd eigur at verða sett at viðgera allar hesar spurningar og at geva landsstýrismanninum tilmæli, hvussu víðari eigur at verða farið fram í hesum máli. Nevndin hevur henda arbeiðssetning:

Nevndin letur landsstýrismanninum í mentamálum álitið í seinasta lagi 1. mai 1999. Heitt verður á stovnin um at tilnevna lim í nevndina. Umboðið fyri Undirvísingar- og Mentamálastýrið er formaður í nevndini, og formaðurin kallar inn til fyrsta fundin.

 

2.  Tilmæli nevndarinnar

    1. Jarðfrøðisavnið sum sjálvstøðugur stovnur við tilvísing til landsstýrismannin í oljumálum
    2. Nevndin mælir landsstýrismanninum til, at Jarðfrøðisavnið verður skipað sum ein sjálvstøðugur kanningarstovnur við tilvísing til landsstýrismannin í oljumálum við gildi frá 1. januar 2000.

      Ein tann týdningarmesti liðurin í umsitingini av oljumálum er jarðfrøðilig vitan, og Oljumálastýrið hevur tí fyri neyðini at hava ræði yvir jarðfrøðiligum serkunnleika í umsitingini av oljutilfeinginum. Jarðfrøðisavnið røkir í dag eina røð av uppgávum, har størsti parturin er knýttur at oljuleitingarvirkseminum, meðan aðrar uppgávur eingi atlit hava at hesum virksemi. Tað er av stórum týdningi at royna at halda tað verandi fakumhvørvið á Jarðfrøðisavninum samlað eisini framyvir. Enn er hetta fakumhvørvið veikt, og tað hevði viknað munandi, um tað varð skilt sundur í smærri partar.

      Í staðin fyri at leggja Jarðfrøðisavnið saman við Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya – eins og mælt verður til viðvíkjandi hinum pørtunum av Náttúrugripasavninum eins og Biofar – metir nevndin eina nýtiliga loysn tí at vera at skipa Jarðfrøðisavnið sum ein sjálvstøðugan kanningarstovn, ið vísir til landsstýrismannin í oljumálum, samstundis sum bond verða knýtt til Náttúruvísindadeildina í sambandi við granskingar-, undirvísingar- og framsýningaruppgávurnar har, sí 2.7 og 2.8.

    3. Samanlegging av Náttúruvísindadeildini, Náttúrugripasavninum og Biofar
    4. Nevndin mælir landsstýrismanninum til, at Náttúruvísindadeildin, Náttúrugripasavnið og Biofar verða løgd saman í eina víðkaða náttúruvísindaliga megindeild á Fróðskaparsetri Føroya, og at samanleggingin fær gildi frá 1. januar 2000.

      Nevndin mælir til, at heitið fyri nýggju megindeildini verður Náttúruvísindadeildin. Søvnini, sum nú eru á Náttúrugripasavninum og Biofar, verða løgd saman sum partur av Náttúruvísindadeildini.

      Við samanleggingini av Biofar, Náttúrugripasavninum og Náttúruvísindadeildini verður lívfrøðiliga fakumhvørvið savnað í eina størri og sterkari eind. Við samanleggingini fæst ein bygnaðarlig rationalisering, sum tó bert gerst optimal, um alt fakumhvørvið verður savnað undir somu lon. Undirvísingar- og granskingarumhvørvið á Fróðskaparsetrinum verður styrkt við vísindaligum søvnum, og sambandið millum Fróðskaparsetrið og almenningin verður styrkt við náttúrufrøðiligum framsýningum.

    5. Lógir og reglugerðir
    6. Løgfrøðiligu fortreytirnar fyri tilmæltu broytingunum eru, at løgtingslóg nr. 26 frá 17. august 1955 fyri Føroya Náttúrugripasavn, broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 5. juni 1986 verður sett úr gildi, og at broytingar verða gjørdar í løgtingslóg nr. 65 frá 21. mai 1987 um Fróðskaparsetur Føroya, broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 13. juni 1995, soleiðis at virksemið hjá Náttúrugripasavninum verður skipað undir Fróðskaparsetri Føroya. Nevndin mælir til, at landsstýrismaðurin leggur fram uppskot til løgtingslóg sambært hjálagda uppskoti, sí 2.4.

      Treytað av, at løgtingið samtykkir nevndu lógarbroytingar, eigur at skipast fyri vali til megindeildarráðið fyri náttúruvísindi, sí 2.5. Uppskot til broytingar eru í fylgiskjali II.

      Nevndin mælir til, at í staðin fyri at gera nýggja lóg fyri Jarðfrøðisavnið, sum eftir tilmæli nevndarinnar verður sjálvstøðugur kanningarstovnur, verður reglugerð gjørd fyri stovnin, sum m.a. skal tryggja, at samstarv og samband verður millum Náttúruvísindadeildina og Jarðfrøðisavnið. Uppskot til reglugerð sí 2.6.

      Nevndin hevur orðað uppskot um avtalu millum Náttúruvísindardeildina og Jarðfrøðisavnið, ið fevnir um gransking, hægri útbúgvingar og jarðfrøðiligar framsýningar, sí 2.8. Avtalan skal eftir ætlan mynda karmin um framtíðar samstarvi partarnar ímillum.

2.4. Uppskot til broytingar í lóg nr. 84 frá 13.06.95 fyri Fróðskaparsetur Føroya

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya

§1.
Í løgtingslóg nr. 65 frá 21. mai 1987 um Fróðskaparsetur Føroya, broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 13. juni 1995, verða hesar broytingar gjørdar:

  1. §13 verður orðað soleiðis:
  2. "§ 13. Gransking, útbúgving, savns- og framsýningarvirksemi á Fróðskaparsetrinum fer fram í megindeildum."

  3. §13, stk. 3., verður orðað soleiðis:
  4. "Stk. 3. Hvørt megindeildarráð hevur 6 limir, sum tey, ið eru knýtt at megindeildini, velja sínámillum. Fasta vísindastarvsliðið velur 3 limir sínámillum fyri 3 ár í senn. Starvsfólkið velur 1 lim sínámillum fyri 3 ár í senn. Studentarnir velja 2 limir sínámillum fyri 1 ár í senn. Tann, ið er næstur í atkvøðutali, er tiltakslimur."

  5. Í §13 verður sum nýtt stk. 5 sett:
  6. "Stk. 5. Fasta vísindastarvsliðið í eini megindeild kann skipast í fleiri valbólkar sambært serstakari reglugerð."

§ 2.
Løgtingslóg nr. 26 frá 17. august 1955 fyri Føroya Náttúrugripasavn, broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 5. juni 1986, verður við hesum sett úr gildi.

§ 3.
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar: 

Almennar viðmerkingar:

Í sambandi við at Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya, Føroya Náttúrugripasavn og Biofar verða løgd saman í eina víðkaða náttúruvísindaliga megindeild á Fróðskaparsetri Føroya verður skotið upp at gera broytingar í løgtingslóg nr. 65 frá 21. mai 1987 um Fróðskaparsetur Føroya, broytt við nr. 84 frá 13. juni 1995.

Samstundis verður sett úr gildi løgtingslóg nr. 26 frá 17. august 1955 fyri Føroya Náttúrugripasavn, broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 5. juni 1986.

Jarðfrøðisavnið, sum er ein deild á Náttúrugripasavninum, verður í framtíðini skipað sum sjálvstøðugur stovnur undir Oljumálastýrinum. Hetta er ein ásannan av, at ein tann týdningarmesti liðurin í umsitingini av oljumálum er jarðfrøðilig vitan. Oljumálastýrið hevur tí fyri neyðini at hava ræði á jarðfrøðiligum serkunnleika í umsitingini av oljutilfeinginum.

Viðmerkingar til einstøku greinirnar:

Broytingin í §13, stk. 1, er gjørd fyri at gera savns- og framsýningarvirksemið, sum nú eru á Føroya Náttúrugripasavni og á Biofar, til part av virkseminum á Náttúruvísindadeildini.

Í §13, stk. 3, er skotið upp at laga lógartekstin til galdandi viðurskifti. Fróðskaparsetur Føroya er farið frá skipanini við tilnevndum uttanseturslærarum, og praktiserar nú, at fasta vísindastarvsliðið hevur 3 umboð í megindeildarráðunum.

Nýggja stk. í §13, stk. 5, er fyri at skapa møguleikar fyri, at bæði tey, ið frammanundan samanleggingini eru á Náttúruvísindadeildini og tey, sum koma frá Føroya Náttúrugripasavni og Biofar, kunnu tryggjast umboð í megindeildarráðnum.

Undirvísingar- og Mentamálastýrið, dagfesting 

Signar á Brúnni (sign.)
landsstýrismaður

 / Petur Petersen (sign.)

2.5  Umboðan í megindeildarráðnum fyri Náttúruvísindadeildina

      Í sambandi við at Føroya Náttúrugripasavn, Biofar og Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya verða løgd saman, eigur reglugerðin fyri umboðan í megindeildarráðnum fyri náttúruvísindi at verða broytt soleiðis, at Náttúrugripasavninum og Biofar verður tryggjað umboðan í megindeildarráðnum, um ynski er fyri hesum.

      Tá ið Náttúrugripasavnið, Biofar og Náttúruvísindadeildin verða løgd saman í eina víðkaða megindeild fyri náttúruvísindi á Fróðskaparsetur Føroya, eigur at verða skipað fyri nývali av vísindastarvsfólkaumboðum í megindeildarráðnum fyri Náttúruvísindadeildina. Nýggja umboðanin eigur at hava gildi fram til næstkomandi regluliga val til megindeildarráðini á Fróðskaparsetri Føroya.

      Samstundis eigur reglugerð at verða gjørd um savns- og framsýningarvirksemi á Fróðskaparsetri Føroya umframt reglugerð viðvíkjandi dagligum mannagongdum um so er, at stovnarnir ikki húsast undir somu lon.

      Uppskot til reglugerð viðvíkjandi umboðan í megindeildarráðnum fyri náttúruvísindi er í fylgiskjali II og er treytað av, at løgtingið samtykkir broytingaruppskotið um løgtingslógina um Fróðskaparsetur Føroya.

2.6.  Uppskot um reglugerð fyri Jarðfrøðisavnið

    Uppskot

    um

    Reglugerð fyri Jarðfrøðisavnið

    § 1
    Stovnurin

    Jarðfrøðisavnið er stovnur undir Oljumálastýrinum.
    Stk. 2. Stjórin á Jarðfrøðisavninum hevur verkliga og fíggjarliga ábyrgd av stovninum.

    § 2
    Endamálið

    Jarðfrøðisavnið hevur til endamáls at savna, varðveita, handfara og breiða út kunnleika um viðurskifti av týdningi fyri gagnnýtslu og varðveitslu av landsins jarðfrøðiligu náttúruvirðum.

    § 3
    Uppgávurnar

    Uppgávurnar hjá Jarðfrøðisavninum eru at kortleggja, savna og varðveita jarðfrøðiligt tilfar umframt at granska, ráðgeva og kunna um jarðfrøðilig evni og viðurskifti. Jarðfrøðisavnið skal virka fyri, at lóggáva og umsiting av jarðfrøðiligum náttúruvirðum verður grundað á framkomna og dagførda jarðfrøðiliga vitan.

    § 4
    Bygnaður

    Stjórin á Jarðfrøðisavninum ger uppskot um bygnað fyri stovnin.

    Bygnaðurin, herundir setanartreytir hjá starvsfólki, skal leggja upp fyri

    at Jarðfrøðisavnið í kolvetnisumsitingini eigur at virka sum samskipaður partur av Oljumálastýrinum,

    at Jarðfrøðisavnið í granskingar- og kanningarmálum er óheftur stovnur, har úrslit og tilráðingar verða grundað á sjálvstøðugar, vísindaligar metingar,

    at Jarðfrøðisavnið samstarvar við Fróðskaparsetur Føroya um framsýningar-, savns-, undirvísingar- og granskingaruppgávur á Náttúruvísindadeildini.

    Uppskotið um bygnað fyri Jarðfrøðisavnið verður lagt fyri landsstýrismannin í oljumálum til góðkenningar.

    § 5
    Virksemið

    Jarðfrøðisavnið kann skipa fyri og taka lut í heimligum og altjóða granskingarætlanum.

    Stk. 2. Í hesum sambandi kann Jarðfrøðisavnið taka ímóti stuðli frá granskingarráðum, grunnum o.ø. umframt móti gjaldi at loysa kanningar-, granskingar-, menningar- og ráðgevingaruppgávur fyri onnur.

    § 6
    Samstarvsavtalur

    Jarðfrøðisavnið kann fyri at røkka endamálinum (§ 2) og røkja uppgávurnar (§ 3) gera samstarvsavtalur við aðrar kanningar- og granskingarstovnar innan- og uttanlands.

    Slíkar samstarvsavtalur verða at góðkenna av Oljumálastýrinum.

    § 7
    Reglugerðin

    Henda reglugerð er ásett í samráð við landsstýrismannin í undirvísingar- og mentamálum.

    Oljumálastýrið, dagfesting

    Eyðun Elttør (sign.)
    landsstýrismaður

    / Herálvur Joensen (sign.)

2.7  Jarðfrøðilig gransking og útbúgving á Fróðskaparsetrinum

Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur ein týðandi leiklut í vitanarskapan og vitanarkunning innan náttúruvísindi og tøkni. Á Fróðskaparsetrinum eins og á øðrum universitetum eru gransking og útbúgving tvær síður av somu søk: at framleiða og gagnnýta vitan.

Í menningarætlan síni leggur Fróðskaparsetrið dent á at menna gransking og útbúgving á Náttúruvísindadeildini við atliti at føroysku undirgrundini og frálandsvinnuni. Til tess at fremja ætlanina er neyðugt, at føroyskir myndugleikar fíggja ein kjarna av vísindafólkum á Náttúruvísindadeildini. Har verður mælt til at byrja við at seta ein verkfrøðing og ein jarðalisfrøðing.

Í sambandi við umskipanina av Jarðfrøðisavninum og samanleggingina av Náttúruvísindardeildini, Náttúrugripasavninum og Biofar og við atliti at menningarætlanini fyri Fróðskaparsetrið, verður mælt til:

Ein máti at hækka vitanarstøðið og menna førleikan innan gransking og útbúgving við atliti at føroysku undirgrundini og frálandsvinnuni í framtíðini í síni heild er, at partur av møguligum inntøkum frá oljuvirkseminum kemur gransking og hægri útbúgving til góðar.

2.8  Uppskot um samstarvsavtalu millum Jarðfrøðisavnið og Náttúruvísindadeildina

Uppskot
um
Samstarvsavtalu millum ta nýggju Náttúruvísindadeildinia øðrumegin
og
tann nýggja stovnin, Jarðfrøðisavnið hinumegin 

Fyriliggjandi samstarvsavtala millum ta nýggju Náttúruvísindadeildina øðrumegin og nýstovnaða Jarðfrøðisavnið hinumegin (partarnar) hevur til endamáls at menna fakligan førleika í Føroyum innan jarðfrøði, jarðalisfrøði og kolvetnisverkfrøði (fakøkini). Samstarvið fevnir innan fakøkini m.a um:

Samstarvað kann verða um øll evni av felags áhuga.

Gransking

Partarnir kunna hvør annan um granskingarverkætlanir og kanningar, ið eru í umbúna innan fakøkini, soleiðis at bestu fortreytir verða fyri synergi millum partarnar.

Til tess at fremja samstarvið miða partarnir eftir í mest møguligan mun at skipa fyri felags granskingarverkætlanum og felags kanningum innan fakøkini. Serstøk samstarvsavtala verður gjørd í hvørjum einstøkum føri.

Dátutilfar hjá pørtunum, ið ikki hava loyniáskrift, kunnu verða báðum frítt til taks eftir nærri avtalu í teirra granskingarverkætlanum og kanningum.

Universitetsútbúgvingar

Partarnir ganga saman um at skipa og veita útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya innan fakøkini.

Undirvísing og fyrireiking av universitetsútbúgvingum innan fakøkini verða gjørd í vanligu arbeiðsnormeringini á stovnunum, har vísindafólkini eru í starvi, og eingin serstøk løn verður rindað fyri hetta. Á Jarðfrøðisavninum kann hetta arbeiðið tó í mesta lagi fevna um 50% av arbeiðstíðini hjá hvørjum einstøkum vísindafólki í einum hálvári, og í mesta lagi 30% í einum ári.

Partarnir lata tøk dátu til seruppgávur hjá studentum innan fakøkini, og vísindafólkini virka sum fakligir vegleiðarar eftir nærri avtalu.

Framsýningar og arkiv

Tað jarðfrøðiliga arkivið verður framyvir savnað, varðveitt og viðgjørt av Jarðfrøðisavninum.

Jarðfrøðiligu framsýningarnar verða á einum náttúrusavni undir Náttúrvísindardeildini, ið eisini átekur sær at røkja hetta í samráð við Jarðfrøðisavnið.

Nýgerð av jarðfrøðiligum framsýningum verður gjørd í samráð við Náttúrusavnið eftir uppskoti frá Jarðfrøðisavninum, ið stendur fyri fakligum innihaldi, letur lutir og annað tilfar og rindar kostnaðin av hesum.

Framsýning og daglig røkt av jarðfrøðiligu framsýningunum verður goldin av Jarðfrøðisavninum á tann hátt, at Jarðfrøðisavnið rindar helvtina av lønini til savnslæraran. Savnslærarin ger í samráð við Jarðfrøðisavnið undirvísingartilfar til framsýningarnar.

Gildi

Samstarvsavtalan fær gildi, tá ið báðir partar hava undirskrivað hana, og hon er galdandi 5 ár fram í tíðina. Verður hon ikki uppsøgd, heldur hon fram 5 ár í senn. Avtalan kann sigast upp av pørtunum við 12 mánaða freist. 

Tórshavn 

Náttúruvísindadeildin         Jarðfrøðisavnið

 Tórshavn tann 10. august 1999

Arbeiðsbólkur: 

Jóannes Dalsgaard
Hans Pauli Joensen
Dorete Bloch
Martin V. Heinesen
Herálvur Joensen
Jan Sørensen 

Við í arbeiðsbólkinum hevur verið:

Jeanette Ellefsen Blåsvær, skrivari í nevndini

 

Fundir og grundtilfar

    1. Dagfestingar fyri fundir
    2. Nevndin hevur havt sjey fundir, ávikavist 8. apríl, 15. apríl, 21. apríl, 26. mai, 9. juli, 16. juli og 26. juli í 1999. Nevndararbeiðið varð ikki liðugt til ásettu tíð, men arbeitt hevur verið so skjótt sum gjørligt og tilmæli skrivað eftir 4 mánaðum. Nevndarlimirnir høvdu at byrja við ymiskar fatanir av, hvat samanleggingin eigur at fevna um, t.e. um Jarðfrøðisavnið eigur at vera við í eini víðkaðari Náttúruvísindadeild undir Fróðskaparsetrinum ella um Jarðfrøðisavnið eigur at gerast ein sjálvstøðugur kanningarstovnur við tilvísing til landsstýrismannin í oljumálum. Nú nevndin letur tilmæli til landsstýrismannin í undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni, er tað ein samd nevnd, sum tekur undir við tilmælinum.

    3. Tilfar, ið nevndin hevur kannað

Nevndin hevur í sínum arbeiði fingið útflýggjað ymisk upprit, sum eru skrivað á ávikavist Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, Jarðfrøðisavninum og Náttúruvísindadeildini, Náttúrugripasavninum og Biofar í felag. Harumframt er ummæli frá Granskingarráði Føroya um samanlegging av granskingarstovnum útflýggjað nevndini. Limirnir í nevndini hava skrivað upprit og viðmerkingar, og hesi skriv eru útflýggjað nevndini. Øll skjøl eru løgd við í álitinum sum fylgiskjøl. Ein stutt lýsing av tí, sum stendur í fylgiskjølunum, er niðanfyri.

Fylgiskjal I: Menningarætlan fyri Náttúruvísindadeildina

Í november 1997 gjørdi Náttúruvísindadeildin eina menningarætlan fyri deildina eftir áheitan frá Setursráðnum vegna ynski úr landsstýrinum. Niðurstøðan hjá Náttúruvísindadeildini er, at neyðugt er at menna fakliga umhvørvið á deildini. Mælt verður til at seta 5 vísindafólk aftrat í tíðarskeiðnum 1999-2001. Megindeildarráðið mælir til, at granskingar- og útbúgvingarvirksemið verður ment við atliti at:

Harumframt er mælt til at seta ein teldufrøðing. Menningarætlanin er skrivað rúma tíð, áðrenn ætlanir vóru um at leggja Náttúruvísindadeildina saman við Náttúrugripasavninum og Biofar, og tískil er einki skrivað í menningarætlanini hesum viðvíkjandi. Menningarætlanin leggur upp til, at synergi fæst millum virksemið hjá Náttúruvísindadeildini og øðrum stovnum.

Fylgiskjal II: Samansjóðing av Náttúrgripasavninum, Biofar og Náttúruvísindadeildini

Náttúruvísindadeildin, Náttúrugripasavnið og Biofar hava skrivað tilmæli um, at hesar tríggjar eindirnar verða samsjóðaðar í eina víðkaða náttúruvísindaliga megindeild á Fróðskaparsetrinum, tvs. gerast eitt universitetsfakultet. Við eini samanlegging verða Náttúrugripasavnið og Biofar ikki longur sjálvstýrandi stovnar, men partar av eini víðkaðari megindeild á Fróðskaparsetrinum. Ovasta leiðslan á megindeildini er megindeildarráðið við megindeildarformanni á odda. Ovasta leiðslan á Fróðskaparsetrinum er setursráðið við rektaranum á odda.

Fylgiskjal III: Skriv frá Náttúruvísindadeildini

Megindeildarformaðurin á Náttúruvísindadeildini, Hans Pauli Joensen, varð biðin um at gera viðmerkingar m.a. til, at Jarðfrøðisavnið ikki verður við í samanleggingini. Hans Pauli Joensen sigur m.a., at ætlanirnar um, at Jarðfrøðisavnið verður sjálvstøðugur kanningarstovnur í sjálvum sær eru skilagóðar, men spyr um hetta ikki er ein skeiv leið at ganga í Føroyum. Her hugsar formaðurin um, at tað eftir ætlanunum sum frá líður verður talan um tríggjar ymiskar føroyskar stovnar, ið skulu byggjast upp og hava vitan og førleika við atliti at frálandsvinnuni: tveir stovnar sum granska og ein sum fyrisitur/umsitur. Hans Pauli Joensen er av teirri fatan, at vit mugu ikki spjaða kreftirnar, men eiga "frá byrjan" at draga eina línu, soleiðis at vit ikki koma í ta støðu, at fleiri partar kappast um at fáa somu fólk í starv. Hans Pauli Joensen heldur, at ein skilagóð loysn er at samansjóða náttúruvísindaliga gransking og hægri útbúgving við atliti at oljuvinnuni á Fróðskaparsetrinum. Á einum universiteti fylgjast gransking og útbúgving. Við slíkari bygnaðarligari loysn er alt vísindaligt arbeiði og hægri útbúgving í Føroyum við atliti at frálandsvinnuni natúrliga samskipað.

Fylgiskjal IV: Skriv frá Granskingarráðnum

Skrivið er frá Granskingarráði Føroya, sum hevur fingið uppskotið um samansjóðing av Náttúruvísindadeildini, Náttúrugripasavninum og Biofar til ummælis. Niðurstøðan hjá Granskingarráðnum er, at ráðið tekur fult og heilt undir við ætlanunum um samansjóðing av omanfyrinevndu stovnum. Tó heldur ráðið, at tað er meira ivasamt, tá tað snýr seg um at skilja Jarðfrøðisavnið frá og gera tað til ein sjálvstøðugan stovn. Granskingarráðið metir, at hetta er eitt afturstig, hvat viðvíkur gransking og hægri útbúgving. Um so er, at henda loysn verður vald, heldur Granskingarráðið, at ein møguligur nýggjur Jarðfrøðistovnur eigur at verða knýttur formliga at Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Meginspurningurin, sum Granskingarráðið setur, er, hvussu myndugleikaparturin á Jarðfrøðisavninum kann sameinast við tann akademiska partin, ið m.a. snýr seg um generella, ikki oljurelateraða, jarðfrøðiliga gransking og hægri akademiska undirvísing á Fróðskaparsetrinum. Allir partar í málinum eru samdir um, at hetta kann gerast ein trupulleiki, um ikki væl verður fyriskipað viðvíkjandi stýring og umsiting.

Fylgiskjal V: Uppskot um lógarbroyting frá Føroya Náttúrugripasavni

12. februar 1999 sendi Føroya Náttúrgripasavn eitt uppskot til lógarbroyting av løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn. Í sambandi við at ætlanir eru um at skipa Føroya Jarðfrøðisavn sum sjálvstøðugan stovn, ið skal svara til landsstýrismannin í oljumálum, verður neyðugt við broyting í løgtingslógini um Føroya Náttúrugripasavn. Í skrivinum verður m.a. víst til frágreiðingina "Fyrireikingar til oljuleiting" (1997). Oljuráðleggingarnevndin hevði í frágreiðingini á lofti møguleikan at flyta Jarðfrøðisavnið úr Føroya Náttúrugripasavni yvir í Oljufyrisitingina. Kortini varð hildið, at hetta hevði við sær fleiri vansar enn fyrimunir, serliga tí tað er ynskiligt at jarðfrøðiligi stovnurin, í granskingarhøpi, er óheftur av oljumyndugleikanum. Fyri at sleppa undan at skula byggja upp tvey jarðfrøðilig fakumhvørvi í Føroyum, eitt við tilknýti til oljumyndugleikan og eitt annað við tilknýti til tað náttúruvísindaliga granskingarumhvørvið á Føroya Náttúrugripasavni og/ella Fróðskaparsetri Føroya, er ætlanin við hesum at savna tað jarðfrøðiliga arbeiðið í ein vísindaligan, óheftan stovn. Við hesum fær Jarðfrøðisavnið ein nakað líknandi leiklut sum Fiskirannsóknarstovan, ið partvíst arbeiðir breitt við hav- og fiskifrøðiligari gransking, og partvíst veitir Fiskimálastýrinum fakliga ráðgeving í tilknýti til myndugleikaarbeiði.

Fylgiskjal VI: Upprit frá Náttúruvísindadeildini

Í uppritinum eru viðmerkingar til skrivið, ið Náttúrugripasavnið hevur sent landsstýrismanninum 12. februar 1999 viðvíkjandi uppskoti til broytingar í løgtingslóg nr. 26 frá 5. juni 1955 um Føroya Náttúrugripasavn. Ført verður fram, at frá byrjan eigur at verða vald ein strategi, sum kann væntast at leggja lunnar undir eina varandi haldgóða loysn fyri bæði fyrisitingarliga oljumyndugleikan og vísindaliga (herundir útbúgvingarliga) virksemið við atliti at oljuvinnu í Føroyum. Niðurstøðan í uppritinum er, at skilabest hevði verið at samansjóða vísindaliga førleikan fyri seg í universitetshøpi og fyrisitingarliga myndugleikan fyri seg, og at skipað eigur at verða soleiðis fyri, at fyrisitingarligi myndugleikin kann brúka og fáa gagn av fakliga kunnleikanum í einum víðkaðum universtetsumhvørvi.

Fylgiskjal VII: Viðv. framtíðarskipan fyri Jarðfrøðisavnið o.a.

Í uppritinum verða verandi endamál og uppgávur hjá Jarðfrøðisavninum lýst. Samstundis verða møguligar framtíðarskipanir av Jarðfrøðisavninum greinaðar. Niðurstøðan er, at mest nýtiliga loysnin er at skipa Jarðfrøðisavnið sum ein sjálvstøðugur kanningarstovnur, ið umvegis Oljumáladeildina (Oljumálastýrið) svarar til landsstýrismanninum í oljumálum. Harumframt verður mælt til, at eitt professarastarv verður sett á stovn á Náttúruvísindadeildini í jarðfrøði/jarðalisfrøði, soleiðis at Fróðskaparsetrið á einum hollum grundarlagi kann fara undir gransking og hægri undirvísing, uttan bindandi avmarkingar, ið standast av at hava formligt tilknýti til oljumyndugleikan. Viðv. fígging verður mælt til, at ein partur av verandi játtan til Jarðfrøðisavnið verður flutt til Náttúruvísindadeildina til jarðfrøðiliga gransking og undirvísing. Mælt verður eisini til, at samstarvsskipan verður framd millum Náttúruvísindadeildina og Jarðfrøðisavnið um gransking og undirvísing, soleiðis at Náttúruvísindadeildin kann gagnnýta stóru nøgdina av data- og fakserkunnleika, sum Jarðfrøðisavnið fer at fáa.

Fylgiskjal VIII: Skriv frá Jarðfrøðisavninum og Oljumáladeildini

25. mai 1999 handaðu Martin V. Heinesen og Herálvur Joensen eitt skriv til landsstýrismannin viðvíkjandi framtíðar skipanini av Jarðfrøðisavninum. Í skrivinum verður m.a. sagt, at ein tann týdningarmesti tátturin í oljuumsitingini er at nema sær kunnleika um tey serligu oljujarðfrøðiligu viðurskiftini í undirgrundini, við tað at hesin kunnleikin er tað týdningarmesta stýringaramboðið við atliti at eini skynsamari og samfelagsgagnligari tilfeingisumsiting. Tað er alneyðugt, at oljumyndugleikin hevur ræðið yvir tí jarðfrøðiliga arbeiðinum í tilknýti til oljuumsitingina, herundir instruktiónsræði og yvirskipað fíggjarligt ræði. Ein gongd leið er at skipa Jarðfrøðisavnið sum sjálvstøðugan kanningarstovn, ið umvegis Oljumáladeildina svarar til landsstýrismannin í oljumálum. Við at leggja Jarðfrøðisavnið tætt upp at Oljumáladeildini kann ein eyka synergieffekt fáast, við tað at hesin serkunnleiki tá kann setast á Jarðfrøðisavnið og á tann hátt gerast eitt virðismikið aktiv í uppbyggingini av tí samlaða fakumhvørvinum. Við eini skilagóðari samstarvsskipan millum Náttúruvísindadeildina og Jarðfrøðisavnið høvdu allir partar kunnað fingið stóra nyttu hvør av øðrum.

Fylgiskjal IX : Skriv frá Náttúruvísindadeildini, Náttúrgripasavninum og Biofar

28. juni 1999 gjørdu leiðararnir á ávikavist Náttúruvísindadeildini, Náttúrugripasavninum og Biofar viðmerkingar til samansjóðingaruppskotið. Undirritaðu mæla til, at Náttúruvísindadeildin, Biofar og Føroya Náttúrugripasavn, undantikið Jarðfrøðisavnið, verða samansjóðað sambært uppskoti teirra frá 1. mai 1998, og at samansjóðingin fær gildi frá 1. januar 2000. Til tess er neyðugt at gera lógarbroytingar fyri Fróðskaparsetrið og Náttúrugripasavnið (sí s. 3 í samansjóðingaruppskotinum frá 1. mai 1998). Haraftrat er neyðugt at gera útgreining av fíggjarstýringini, av arbeiðsgongdum og av starvsøkjunum hjá einstøku persónunum í samansjóðaðu eindini. Hetta útgreiningararbeiðið eigur at verða gjørt sum skjótast heystið 1999. 

Fyrimunir og vansar við at skilja Jarðfrøðisavnið frá Føroya Náttúrugripasavni og skipa Jarðfrøðisavnið sum ein sjálvstøðugan stovn

    Ætlanir eru um at leggja Náttúrugripasavnið og Biofar saman við Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og harvið m.a. skapa eitt sterkari universitetsfakultet. Jarðfrøðisavnið er, sum er, ein partur av Náttúrugripasavninum, og tí er spurningurin um at skilja Jarðfrøðisavnið frá Náttúrugripasavninum samstundis ein spurningur, um Jarðfrøðisavnið eigur at verða skipað í universitetshøpi ella ikki.

    Í viðgerðini hevur nevndin tí arbeitt við tveimum modellum. Annað er at skipa Jarðfrøðisavnið sum eina jarðfrøðideild á Fróðskaparsetrinum, og hitt er at skipa Jarðfrøðisavnið sum ein sjálvstøðugan kanningarstovn, ið svarar til landsstýrismannin í oljumálum. Nógv bendir á, at frægasta loysnin er framvegis at halda tað verandi fakumhvørvið samlað.

    Úr einum granskingar- og undirvísingarsjónarmiði kundi hetta við fyrimuni verið gjørt við at leggja Jarðfrøðisavnið saman við Náttúruvísindadeildini. Á tann hátt hevði borið til at bygt upp eitt hampuliga sterkt granskingar- og útbúgvingarumhvørvi við atliti at jarðfrøði og frálandsvinnu. Á Fróðskaparsetrinum eins og á øðrum universitetum eru gransking og útbúgving tvær síður av somu søk: at framleiða og gagnnýta vitan. Í menningarætlanini fyri Fróðskaparsetrið verður dentur lagdur á at menna Náttúruvísindadeildina fakliga til at taka ímóti avbjóðingum, ið koma til føroyska samfelagið við oljuvinnuni.

    Úr einum oljumyndugleikasjónarmiði er "universitetsloysnin" ein vansi, tí neyðugt er hjá oljumyndugleikanum at hava ræði á tilfeingisumsitingini, har tær jarðfrøðiligu uppgávurnar spæla ein týðandi leiklut. Út frá hesum sjónarmiði vil ein nýtilig loysn vera at skipa Jarðfrøðisavnið sum sjálvstøðugan kanningarstovn, ið umvegis Oljumálastýrið svarar til landsstýrismannin í oljumálum. Oljumálastýrið má hava oljujarðfrøðiliga fakserkunnleika við hondina at taka sær av grundleggjandi myndugleikauppgávum í sambandi við útbjóðingarpolitikkin, samráðingar við oljufeløg um oljuleiti- og framleiðsluverkætlanir, eftirlit o.a. Við at leggja Jarðfrøðisavnið tætt upp at Oljumálastýrinum kann hesin serkunnleiki setast á Jarðfrøðisavninum og á tann hátt gerast eitt virðismikið aktiv í uppbyggingini av tí samlaða fakumhvørvinum.

    Reint funktionelt metir nevndin, at tann besta loysnin er, at oljumyndugleikin skipar sítt fyrisitingarliga oljujarðfrøðiliga virksemi fyri seg, meðan alt annað jarðfrøðiligt virksemi, eins og hinar funktiónirnar á Náttúrugripasavninum, verður lagt saman við Náttúruvísindadeildini. Men ásannandi, at høvuðsuppgávan hjá føroyskum jarðfrøðiligum serkunnleika komandi árini má verða knýtt at arbeiðnum hjá Oljumálastýrinum, og at neyðugt er hjá Oljumálastýrinum at hava ræðið yvir jarðfrøðiligum arbeiði í tilknýti til oljuumsitingina, herundir instruktiónsræði, er hinvegin ikki nøktandi at leggja hesa høvuðsuppgávuna til ein stovn, ið ikki svarar til landsstýrismannin í oljumálum.

    Ein gongd leið er tí at skipa Jarðfrøðisavnið sum sjálvstøðugan kanningarstovn, ið umvegis Oljumálastýrið svarar til landsstýrismannin í oljumálum. Stovnurin eigur at hava formligt samstarv við Náttúruvísindadeildina um gransking og hægri útbúgving, serliga við atliti at oljuvinnuni, soleiðis at best møgulig synergi fæst millum virksemið hjá Jarðfrøðisavninum og hjá Náttúruvísindadeildini. Skipað eigur at verða soleiðis fyri, at fakumhvørvini á Jarðfrøðisavninum og á Náttúruvísindadeildini ganga saman í eina fakliga heild, ið tilsamans er tað føroyska jarðfrøðiliga fakumhvørvið.

Uppskot um, hvussu Jarðfrøðisavnið kann knýtast at Náttúruvísindadeildini, um Jarðfrøðisavnið verður skipað sum sjálvstøðugur stovnur

    Nevndin hevur viðgjørt spurningin um, hvussu Jarðfrøðisavnið, eftir at tað er vorðið ein sjálvstøðugur kanningarstovnur, kann knýtast at Náttúruvísindadeildini. Nevndin er samd um, at tað er av sera stórum týdningi, at tætt samstarv er millum víðkaðu Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya og sjálvstøðuga Jarðfrøðisavnið, soleiðis at gransking og undirvísing kann gagnnýta ta stóru nøgd av dátum og fakserkunnleika, sum Jarðfrøðisavnið m.a. fær í sambandi við oljuleitingararbeiðið. Nevndin hevur í hesum sambandi gjørt uppskot um, hvussu ein samstarvssáttmáli kann verða orðaður, sí 2.8.

Uppskot um, hvussu samansjóðing av Føroya Náttúrugripasavni, Fróðskaparsetri Føroya og Biofar eigur at fara fram og ein lýsing av fyrimunum og vansum í hesum sambandi

Mælt verður til, at Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya, Føroya Náttúrugripasavn (undantikið Jarðfrøðisavnið) og Biofar verða løgd saman í eina víðkaða náttúruvísindaliga megindeild á Fróðskaparsetrinum, t.e. verða eitt nýtt náttúruvísindarligt universitetsfakultet. Skotið verður upp, at samanleggingin fær gildi frá 1. januar 2000.

Løgfrøðiligu fortreytirnar fyri samanleggingini eru, at løgtingslógin fyri Føroya Náttúrugripasavn verður sett úr gildi, og at broytingar verða gjørdar í løgtingslóg nr. 65 frá 21. mai 1987 um Fróðskaparsetur Føroya, broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 13. juni 1995, soleiðis at løgtingslógin fyri Fróðskaparsetrið gevur heimild fyri virksemi, sum nú er á Náttúrugripasavninum. Uppskot til broytingar í lógini fyri Fróðskaparsetrið er lagt við í tilmæli nevndarinnar, sí 2.4. Uppskot um umboðan í megindeildarráðnum eru eisini løgd við í tilmælinum, sí 2.5. Allir partar í málinum hava tikið undir við samansjóðingaruppskotinum í fylgiskjali II.

Skotið verður upp, at nýggja megindeildin fær heitið Náttúruvísindadeildin. Status hjá nýggju Náttúruvísindadeildini verður bygnaðarliga sum hjá núverandi Náttúruvísindadeildini.

Skotið verður eisini upp, at søvnini, sum nú eru á Náttúrugripasavninum og á Biofar, verða integreraður partur av Náttúruvísindadeildini. Soleiðis verða søvnini ikki bygnaðarligar eindir, og harvið fæst ein bygnaðarlig rationalisering í mun til núverandi støðuna við Náttúruvísindadeildini, Náttúrugripasavninum og Biofar.

Skotið verður tó upp, at staðið (eigur at verða eitt stað) við søvnunum fær heitið Náttúrusavnið, og at núverandi leiðarar á søvnunum á Náttúrugripasavninum (undantikið Jarðfrøðisavninum) og á Biofar framhaldandi hava ábyrgdina av savnsvirkseminum sum part av teirra arbeiðsnormering á Náttúruvísindadeildini. Í fíggjarætlanini fyri Náttúruvísindadeildina eigur serlig kontering at verða til savnsvirksemi íroknað framsýningar.

Ráðgevingarskyldur, sum nú eru hjá Náttúrugripasavninum (undantikið Jarðfrøðisavninum), kunnu flytast til Náttúruvísindadeildina í sambandi við samanleggingina. Við samanleggingini eigur ráðgevingarbólkurin hjá Biofar at verða avtikin sum formligur stovnur settur av landsstýrinum. Ráðgevingarbólkar verða settir av setrinum.

Skotið verður upp, at fyrisitingin á Náttúrugripasavninum og á Biofar verða samanlagdar við fyrisitingarnar á Náttúruvísindadeildini og á Setursskrivstovuni. Skotið verður upp, at umsiting av játtanum uttan fyri løgtingsfíggjarlógina fer fram á Setursskrivstovuni, eins og frammanundan verður gjørt á Fróðskaparsetrinum.

Manningin á nýggju Náttúruvísindadeildini verða tey, sum nú eru í starvi á Náttúruvísindadeildini, á Náttúrugripasavninum (undantikið Jarðfrøðisavninum) og á Biofar. Samanleggingin førir m.a. við sær, at vísindafólkini á Náttúrugripasavninum og á Biofar eiga at verða sett í starv á Náttúruvísindadeildini eftir adjunkt-, lektara- og professaraskipanini á Fróðskaparsetrinum. Í serligum føri kann verða talan um setan á annan hátt. Starvsskipanin viðvíkjandi vísindafólkum á Fróðskaparsetrinum er, at umleið helmingurin av tíðini fer til gransking og undirvísing, men hetta uppbýtið má verða øðrvísi hjá vísindafólkunum frá Náttúrugripasavninum og Biofar vegna skyldur og uppgávur, sum fylgja við í samanleggingini (t.d. lógarbundnar ráðgevingarskyldur, framsýningar- og savnsuppgávur). Um vísindafólkini á Náttúrugripasavninum og á Biofar ikki frammanundan hava sín førleika mettan eftir metingarreglunum fyri vísindastørv á Fróðskaparsetrinum, má metingin fara fram, áðrenn setan eftir adjunkt-, lektara- og professaraskipanini kann fáa gildi.

Mælt verður til, at skipað verður soleiðis fyri, at Náttúruvísindadeildin hølisliga verður savnað undir somu lon.

Fyrimunir við samanleggingini

Samanleggingin hevur fleiri fyrimunir við sær, bæði fyrisitingarligar og fakligar. Nakrir eru nevndir niðanfyri.

Vansar

Um Náttúruvísindadeildin ikki verður samlað hølisliga verða møguleikarnir fyri at skapa eitt gott náttúruvísindaligt fakumhvørvi (eisini fyri studentar) skerdir. Nakrir av frammanfyri nevndu fyrimununum verða somuleiðis avmarkaðir.

 

FYLGISKJØL

 

FYLGISKJAL I

Menningarætlan fyri Náttúruvísindadeildina

Náttúruvísindadeildin november 1997

 Inngangur

Náttúruvísindadeildin gevur hægri útbúgvingar og granskar í náttúruvísindaligum og tekniskum evnum. Gransking og útbúgving eru tvær síður av somu søk: at framleiða og gagnnýta vitan og eiga at fylgjast í tí virksemi, sum fer fram á einum universiteti.

Hóast Náttúruvísindadeildin hevur virkað í meir enn 25 ár, er fakliga umhvørvið framvegis lítið størri, enn tað var í byrjanini. Bert eitt fast vísindafólk er á hvørjum fakøki, og tí er virksemið hjá Náttúruvísindadeildini nógv bundið at einstaklingum. Leggur einstaklingur frá sær ella fær broytt starvsviðurskifti, er ongin at føra arbeiðið víðari, og framhaldandi virksemi má tá byrja nærri botni, enn heppið er. Hetta ber í sær kontinuitetstrupulleikar fyri bæði granskingina og undirvísingina.

Fakliga umhvørvið á Náttúruvísindadeildini eigur at mennast við fleiri vísindafólkum. Ein byrjan kann verða at uppbyggja til eitt lágmark, sum er ført fyri at yvirliva natúrligar broytingar í manningini, og sum kann virka fyri at útvega fígging til granskingarverkætlanir frá útlendskum granskingarráðum og -grunnum. Slíkir fíggingarmøguleikar kunnu eisini verða í samband við ætlanirnar um at seta pening av til gransking viðvíkjandi Føroyum á donsku fíggjarlógini fyri 1998-2002 og í samband við virksemið hjá oljufeløgum við Føroyar.

Henda menningarætlanin er viðgjørd á Nátturuvísindadeildini í oktober og november 1997. Hon er skrivað eftir áheitan frá Setursráðnum vegna ynski úr landsstýrinum um eina virkisætlan fyri Fróðskaparsetrið fram til ár 2001. Kortini er høvið nýtt til at gera menningarætlanina soleiðis, at hon røkkur longur fram í tíðina.  

Náttúruvísindadeildin 11.11.97

 Hans Pauli Joensen,
megindeildarformaður

 

1.Tilmæli

Til tess at menna virksemið og fakliga umhvørvið á Náttúruvísindadeildini er neyðugt at økja um talið av vísindafólkum, og mælt verður til, at

8 ein játtan verður á fíggjarlógini til 5 vísindafólk aftrat frá 1999 at rokna.

Hetta er mett sum lágmark fyri at kunna menna virksemið hjá Náttúruvísindadeildini. Aftrat hesum eigur at verða arbeitt fyri at fáa til vegar aðra fígging til virksemið.

1.1 Gransking

Mælt verður til at menna granskingarførleikan og -virksemið á hesum fakøkjum.

Havfrøðilig gransking

Havmodell á teldu kunnu geva úrslit fyri stór havøki, meðan mátingar geva úrslit á ávísum støðum. Rannsóknir við modellum og við mátingum kunnu tí gagna hvørjum øðrum í stóran mun. Mælt verður til, at havfrøðilig gransking við havmodellum verður ment sum granskingarøki á Náttúruvísindadeildini, og at

8 ein játtan verður á fíggjarlógini til ein havfrøðing við havmodellering sum granskingarøki.

Hetta vil m.a. geva eina synergieffekt millum fakliga umhvørvið á Náttúruvísindadeildini, á Fiskirannsóknarstovuni og á Havnadeildini hjá Landsverkfrøðinginum.

Verkfrøðilig/náttúrufrøðilig gransking

Mælt verður til at uppbyggja granskingar- og útbúgvingarførleika við atliti at føroysku undirgrundini og frálandsvinnuni. Hetta er nýtt verkevni á Náttúruvísindadeildini, og fakøkið eigur at verða bygt upp í samráð við aðrar stovnar, m.a. Føroya Jarðfrøðisavn. Mælt verður til, at

8 ein játtan verður á fíggjarlógini til ein verkfrøðing og ein jarðalisfrøðing, hvørs

granskingarøki hava atlit at føroysku undirgrundini og til frálandsvinnuna.

"Data Mining"

Data Mining viðvíkur hættum at fáa sum mest av vitan burtur úr stórum dátunøgdum. Fyri at menna hetta fakøki á Náttúruvísindadeildini verður mælt til, at tað verður

8 ein játtan á fíggjarlógini til ein støddfrøðing við kunnleika til viðgerð av dátum frá

m.a. jarðalisfrøðiligum mátingum.

1.2 Útbúgving

Frammanfyri nevndu størvini eiga at verða partur av kjarnanum av vísindastørvum til økt útbúgvingarvirksemi á Náttúruvísindadeildini. Fyri at Náttúruvísindadeildin skal kunna taka ímóti avbjóðingunum innan teldufrøði og kunningartøkni er haraftrat tørvur á eini

8 játtan á fíggjarlógini til ein teldufrøðing.

Á einum universiteti fylgjast gransking og hægri undirvísing, og tí vilja nevndu 5 størvini menna báðar hesar tættir. Við nýggju størvunum fer at bera til at taka upp studentar á hvørjum ári til stødd-/alisfrøði linjuna.

2. Útbúgving

Útbúgvingarskipanin á Náttúruvísindadeildini við eini 2 ára støðisútbúgving og 1 árs og 1 1/2 ára framhaldi til BS-stig (Bachelor of Science) verður at halda fram. Hetta er ein smidlig modulskipan, ið roynist væl. BS-útbúgvingarnar enda sum kunnugt við eini verkætlan í seinastu lestrarhálvu. Verkætlanirnar verða m.a. gjørdar saman við stovnum/virkjum uttan fyri Setrið, og tær kunnu lagast til arbeiðsuppgávur, ið eru í landinum. Ein styrki við útbúgvingarskipanini er annars, at studentarnir hava góðar og fjøltáttaðar møguleikar at halda fram at útbúgva seg í útlondum aftan á at hava lisið á Setrinum.

2.1 Núverandi útbúgvingar

Núverandi útbúgvingartilboð á Náttúruvísindadeildini eru hesi:

  • Støðisútbúgving í stødd-/alisfrøði
  • Støðisútbúgving í lív-/evnafrøði
  • BS í alis-/jarðalisfrøði
  • BS í teldufrøði
  • BS í lívfrøði
  • BS í ravmagnsverkfrøði
  • BS í oljuverkfrøði

Útbúgvingartilboðið innan oljuverkfrøði er tó enn á fyrireikingarstigi. Fyrireikingar-arbeiðið fer m.a. fram í samstarvi við Høgskolen i Stavanger, sum Fróðskaparsetrið hevur gjørt samstarvsavtalu við. Hinar útbúgvingarnar eru framvegis aktuellar, tó so at innihaldið broytist, tá nýggj vitan og nýggj evni koma til.

2.2 Nýggj útbúgvingartilboð

Broyttar samfelagsligar vinnufortreytir kunnu føra við sær tørv á nýggjum útbúgvingartilboðum. Fyri Føroyar eru tekin um, at ein oljuvinna fer at taka seg upp, ið krevur nógva væl skúlaða arbeiðsmegi – eisini við universitetsútbúgving. Tí er Náttúruvísindadeildin farin at leggja eina BS-útbúgving til rættis við atliti at oljuídnaði.

Hóast oljuvinnan ikki er byrjað við Føroyar, er rættast at fara undir "oljurelateraðar" útbúgvingar hesumegin aldaskiftið, heldur enn at bíða til ein føroysk oljuvinna er komin ígongd. Tað er umráðandi, at føroyingar við útbúgving eru til reiðar at átaka sær hægri størv í oljuvinnuni longu frá fyrsta degi. Í hesum sambandi verður høvi nýtt at vísa til tilmælini í "Frágreiðing til landstýrismannin í skúlamálum frá útbúgvingarnevndini innan oljuvinnu" frá januar 1996 og til "Fyrireikingar til oljuleiting, Frágreiðing frá Oljuráðleggingarnevnd landsstýrisins" frá juli 1997.

BS-útbúgvingin viðvíkjandi oljuverkfrøði tekur 3 1/2 ár og verður bygd á ta útbúgvingarskipan, ið frammanundan er á Náttúruvísindadeildini. Fyrstu tvey árini er undirvísingin stórt sæð felags við støðisútbúgvingina innan stødd-/alisfrøði, og tí eru fáar eyka útreiðslur fyrstu 2 árini av nýggju útbúgvingini. Seinni 1 1/2 ára parturin inniheldur sergreinir og fer í ávísan mun at fara fram í samstarvi við m.a. Høgskolen i Stavanger sambært samstarvsavtalu, sum Fróðskaparsetur Føroya og Høgskolen í Stavanger undirskrivaðu 26. februar 1997. Men arbeitt verður eisini í løtuni við at fáa líknandi samstarv við universitet í Skotlandi um hesa útbúgving.

Fyrstu studentarnir, ið fáa møguleika fyri nýggju BS-útbúgvingini, verða upptiknir í september 1998. Fyrstu tvey árini skulu teir, sum áður nevnt, ígjøgnum stødd-/alisfrøðiligu støðisútbúgvingina, sum er grundarlag undir flestu av verandi BS-útbúgvingunum. Tað merkir, at tey beinleiðis "oljurelateraðu" evnini verða á skránni fyrstu ferð á heysti ár 2000, men planlegging av hesum má vera greið langt fyri ta tíð, bæði fakliga og undirvísingarliga.

2.3 Eftirútbúgvingarskeið

Modulbygnaðurin í útbúgvingunum á Náttúruvísindadeildini ger, at tað ber til hjá øðrum enn fulltíðarstudentum at fylgja og taka prógv í øllum modulum í útbúgvingum, sum eru í gongd, og hesum møguleika hava fleiri tikið av. Talan er um modul bæði á støðispartinum og á BS-partinum.

Umframt henda eyðsýnda møguleika hevur Náttúruvísindadeildin ætlanir um at bjóða styttri "oljurelaterað" skeið sum eftirútbúgvingatilboð fyri føroyskar verkfrøðingar, ið ætla at arbeiða í oljuvinnuni. Hesum verður arbeitt við í løtuni, og tí er enn ov tíðliga at siga nakað ítøkilgt um ætlanirnar.

2.4 Fjarundirvísing

Møguleikarnir fyri fjarundirvísing gerast alsamt betri, og internetið og teldupostur hava nógvar møguleikar við sær. Tó er enn tørvur á egnaðum undirvísingartilfari, men tað er ivaleyst mest ein tíðarspurningur, til hetta fæst nóg gott. Náttúruvísindadeildin hevur ikki arbeiðsorku at gera tílíkt undirvísingartilfar, men fjarundirvísing kann gerast partur í undirvísingini, um útlendsk universitet framleiða hóskandi tilfar.

2.5 Upptøka av studentum og studentaumhvørvið

Tá ið Náttúruvísindadeildin byrjaði í 1972 og fram til fyrst í 80-unum, vórðu studentar tiknir inn til eina felags tvørfakliga 2 ára náttúruvísindaliga støðisútbúgving. Upptøka var á øðrumhvørjum ári. Fyrst í 80-unum var støðisútbúgvingin umskipað til tvær lestrarlinjur, eina stødd-/alisfrøðiliga (SA) og ein lív-/evnafrøðiliga (LE). Upptøka var til SA og LE ísenn - framvegis á øðrum hvørjum ári. At SA og LE studentar vóru tiknir upp í senn gjørdi tað í ávísan mun møguligt hjá studentunum at seta útbúgvingina saman við fakum á bæði SA- og LE-linjuni, og harvið var ein SAE-linja (stødd-/alis-/evnafrøðilig) eisini ein innbygdur møguleiki.

Henda upptøkuskipanin hevði við sær, at somu studentar myndaðu studentaumhvørvið í tvey ár, og hvørja ferð eitt 2 ára skeið var runnið og nýggir studentar vóru tiknir upp, var eingin eldri studentur hjá teimum yngru at tosa við og fáa ráð frá - teir vóru lidnir og farnir til útlond at útbúgva seg víðari. Hetta var óheppið fyri trivnað og umhvørvi hjá studentunum, og ein lítil bati fekst, tá farið var til eina skipan við upptøku til SA í líka árstali og LE linjuna í ólíka árstali.

Um studentar verða tiknir upp til hvørja lestrarlinju hvørt ár, kunnu teir uttan drál vegna upptøkuskipan koma á Náttúruvísindadeildina at lesa. Á tann hátt verða lestrarmøguleikarnir á Nátturuvísindadeildini fremri í huganum hjá teimum ungu, og studentaumhvørvið verður styrkt munandi. Studentarnir kunnu tá, sum á øðrum universitetum, í størri mun leggja lesturin til rættis eftir egnum førleika og viðurskiftum, og til ber at lata eldri studentar virka sum undirvísingarhjálparar ("instruktørar") hjá teimum yngru. Harvið kann partur av undirvísingini hjá føstu lærarunum minkast eitt sindur, so frægari tíð verður til granskingararbeiði

Í talvuni niðanfyri er ein samandráttur fyri útbúgvingarskráirnar í aktuella tíðarskeiðnum.

Verandi og økt útbúgvingarskrá á Náttúruvísindadeildini 1999-2002

___1999___

___2000____

___2001____

___2002____

SA-støðisútbúgving

V2 H3/h1

V4/v2 H1/h3

V2/v4 H3/h1

V4/v2 H1/h3

BS-ravmagnsverkfr.

H5

V6 H7/h5

h6 H5/h7

BS-oljuverkfrøði

H5

V6 H7/h5

h6 H5/h7

BS-alis-/jarðalisfrøði

H5

V6 h5

h6 H5

BS-teldufrøði

H5

V6 h5

h6 H5

LE-støðisútbúgving

V4 H1

V2 H3

V4 H1

V2 H3

BS-lívfrøði

H5

V6

H5

V6

Her merkja SA og LE ávikavist stødd-/alisfrøði og lív-/evnafrøði. Stórir (feitir) stavir vísa til virksemið við verandi upptøkuskipan, meðan smáir stavir (h og v) vísa til meirvirksemi vegna upptøku til SA-linjuna á hvørjum ári. Í talvuni merkir t.d. H3/h1, at heyst 3. lestrarhálva og heyst 1. lestrarhálva eru í gongd í senn. Eyðkend ár frameftir vilja eftir hesum í ólíka árstølum vera sum 2001 og í líka árstølum sum 2002. Enn verður ikki umhugsað at taka studentar upp til lívfrøðilestur á hvørjum ári.

Her skal viðmerkjast, at árið 1999 er serligt, tí allir SA-studentarnir, ið vórðu upptiknir í 1996, hava valt at fara uttanlands at útbúgva seg víðari frá 1998. Ólíka árstøl eru annars eins, og tað eru líka árstøl eisini (hetta kann hava við sær, at fíggjartørvurin er ymiskur í líka og í ólíka árstølum).

Enn hevur ikki verið grundarlag fyri at bjóða allar BS-útbúgvingarnar út í senn, og seinnu árini hava BS-ravmagnsverkfrøði og BS-lívfrøði verið prioriterað. Nógvir fyrispurningar eru í 1996/97 komnir um møguleikarnar at taka oljurelateraðar útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini, og eftir tí fer áhugin fyri hinum BS-útbúgvingunum at vaksa í komandi tíðum. Vert er at geva gætur, at møguleikarnir fyri at útvinna olju úr føroysku undirgrundini ikki eru kendir enn, men væntandi verður kunnleikin um hetta munandi betri um eini tvey ár, og tað fer óivað at ávirka útbúgvingarætlanirnar hjá teimum ungu. Men havast má í huga, at tað tekur tíð at fyrireika útbúgvingartilboðini, eitt nú at leggja fakliga innihaldið til rættis og at finna og gera avtalu við tær lærarakreftir uttan fyri Fróðskaparsetrið, sum skulu vera við til at undirvísa, og tí eigur fyrireikingararbeiðið ikki at bíða.

2.6 Lærarakreftir

Á Náttúruvísindadeildini eru longu við verandi undirvísing og upptøkutíttleika av studentum ikki lærarakreftir til alla undirvísingina. Til tess er undirvísingararbeiðið alt ov umfatandi. Ein munandi partur av undirvísingini verður givin av fólki, ið antin arbeiða á øðrum føroyskum stovnum ella á útlendskum universitetum. Tað vilja altíð verða sergreinir, sum natúrliga kunnu verða undirvístar av uttanseturslærarum við serkunnleika í sergreinunum.

Men fyri yvirhøvur at kunna hava útbúgvingarvirksemið í gongd, er neyðugt at hava ein kjarna av vísindafólkum, ið m.a. skulu hava ábyrgd av fakliga innihaldinum og av at samskipa undirvísingina á sínum fakøkjum eins og ábyrgd av at fylgja við menningini á fakøkjunum.

Útbúgving og gransking hanga neyvt saman í virkseminum hjá einum og hvørjum universiteti. Á Náttúruvísindadeildini verður dentur lagdur á, at lærarar taka granskingarúrslit viðvíkjandi føroysku náttúruni við í undirvísingina; eitt nú innan lívfrøði, har støði í mest møguligan mun verður tikið í føroyska djóra- og plantulívinum í sjógvi og á landi. Granskingararbeiðið hjá lærarunum er soleiðis við til at eggja studentunum til at útvega sær vitan um føroysku náttúruna. Tað medvirkar til, at studentarnir fáa áhuga fyri at koma aftur til Føroya eftir víðari lestur í útlondum oman á lesturin á Náttúruvísindadeildini, bæði til at gera seruppgávur og til at søkja sær starv.

Tá tað snýr seg um høvuðsuppgávur til cand.scient., cand.polyt. og um PhD-verkætlanir hjá føroyingum, ið lesa aðrastaðni og vilja gera uppgávuna um føroysk viðurskifti, eru avmarkaðir møguleikar at fáa vegleiðara frá lærarakreftunum á Náttúruvísindadeildini. Við at menna bólkin av vísindafólkum verður hesin tørvur, ið m.a. MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) hevur gjørt vart við, í størri mun nøktaður.

Í løtuni er læraramanningin soleiðis: 1 støddfrøði, 1 alisfrøði, 1 ravmagnsverkfrøði, 1 evnafrøði, 1 lívfrøði (2 persónar, 40% og 60% starv hvør) og 1 teldufrøði (20% starv). Tvs íalt 5.2 vísindalig størv, har runt roknað smá 50% av arbeiðstíðini er ásett til undirvísing. Við øðrum orðum eru umleið

8 2.5 fulltíðarstørv normerað til alt verandi útbúgvingarvirksemi á Náttúruvísinda-

deildini

og tað er skilliga undir lágmarkinum.

Fyri at økja upptøkutíttleikan av studentum og økja útbúgvingarvirksemið sum umrøtt í brotinum "Upptøka av studentum og studentaumhvørvið" er neyðugt at hava runt roknað dupult so nógvar lærarakreftir sum nú í "kjarnustabinum". Tað verður neyvan gjørligt í næstu framtíð at økja vísindaliga starvsliðið á Náttúruvísindadeildini soleiðis, at øll undirvísing kann fremjast við tí. Tað, ið her er umrøtt, er eitt minstamark fyri einum kjarnustarvsliði á Náttúruvísindadeildini, sum kann verða grundarlag undir menning av virkseminum. Samanumtikið kann sigast soleiðis um lærarakreftirnar á Náttúruvísindadeildini:

8 Við verandi útbúgvingarvirksemi er tørvur á at fáa 1 vísindastarv aftrat til ein støddfrøðing, ið eisini kann átaka sær nakað av undirvísing í teldufrøði.

8 Við lýsta økta útbúgvingarvirkseminum er neyðugt at fáa 5 vísindastørv aftrat teimum, sum eru í løtuni. Tað er til ein støddfrøðing (sami sum omanfyri nevndi), ein verkfrøðing, ein jarðalisfrøðing, ein havfrøðing og ein teldufrøðing, sum eisini kann undirvísa nakað í støddfrøði.

3. Førleikauppbygging á nýggjum fakøki

Í sambandi við virksemi við atliti at oljuvinnu er ætlanin at fáa oljufeløg at sponsorera fólk við professaraførleika til Náttúruvísindadeildina eftir norsku professor-II skipanini. Ein professor-II, sum svarar til tað, sum á Setrinum nevnist uttansetursprofessari, hevur 20% arbeiðstíð á tí stovninum, sum professor-II tilknýtið er til, men hevur annars vanliga fast starv aðrastaðni.

Við hesi skipan fáast vælkvalifiserað vísindafólk til stovnin, sum kunnu stuðla uppbyggingini av einum granskingar- og útbúgvingarvirksemi á Náttúruvísindadeildini við atliti at føroysku undirgrundini og oljuídnaðinum. Hetta arbeiðið eigur at verða gjørt t.d. í samráð við Føroya Jarðfrøðisavn. Við m.a. at lata hesi vísindafólkini virka sum vegleiðarar hjá PhD-studentum, kann ein føroysku vísindaligu serkunnleiki byggjast upp á hesum fakøkjum.

Mongu oljufeløgini, sum seinastu tvey árini hava vitjað Náttúruvísindadeildina, hava víst góðan vilja til professor-II sponsoreringar og til at stuðla útbúgvingartiltøkum. Men

8 um virksemi, sum omanfyri lýst, skal hava gróðrarbotn, er neyðugt, at føroyskir myndugleikar fíggja eitt grundstøði fyri tí,

soleiðis at oljufeløgini síggja politiskan álvara og vilja í ætlanunum um, at universitetið í Føroyum skal fara inn á hesi evni, ið ikki eru á stovninum frammanundan. 

4. Gransking

Granskingarevnini eru umfatandi, men orkan, ið løgd verður í tey, má, sum er, lagast eftir teirri undirvísing, sum er í gongd. Granskingararbeiðið higartil fer fram á hesum økjum:

Nærri lýsing av granskingarevnunum sæst í ársfrágreiðing Fróðskaparsetursins fyri 1996. Hetta eru langtíðar granskingarevni, ið halda fram komandi árini. Men ætlanir eru um at taka onnur evni upp eisini, sum í stuttum eru lýst niðanfyri.

4.1 Havfrøðilig gransking

Havfrøðilig gransking við matematiskum teldumodellum hevur fingið stóran týdning seinnu árini. Eisini í umhvørviskanningum í havinum eru útrokningar við modellum og forsagnir við teimum týdningarmikil amboð.

Fyri at fáa modellini so álítandi sum gjørligt er m.a. neyðugt at hava álítandi mátingar at samanbera við. Í Føroyum standa Fiskirannsóknarstovan og Landsverkfrøðingurin fyri slíkum mátingum, men útlendingar hava eisini ein hóp av gagnligum mátingum kring Føroyar.

Higartil er gransking í Føroyum við havmodellum framd á Náttúruvísindadeildini. Menning av hesum granskingarøki á Náttúruvísindadeildini fer at hava við sær, at eitt granskingarumhvørvi fæst í landinum, har rannsóknir við matematiskum teldumodellum og rannsóknir við mátingum í havinum kunnu virka lið um lið og stuðla hvørjum øðrum. Mátingar kunnu t.d. vísa, at modellini mugu betrast, og álítandi modell kunnu geva ábendingar um, hvar tørvur er á at gera nágreiniligari mátingar. Alt í alt ein styrki fyri at fáa størri vitan og kunnleika um havið.

Mælt verður tí til, at fíggjarlógarjáttanin verður økt við eini

8 játtan til ein havfrøðing á Náttúruvísindadeildini við havmodellering sum granskingarøki.

4.2 Verkfrøðilig/náttúrufrøðilig verkevni

Av nýggjum evnum verður nógv hugsað um granskingarfakøki, ið hava týdning fyri olju-, gass- og frálandsvinnu. Gransking á Fróðskaparsetri Føroya hesum viðvíkjandi eigur at vera ment alment og sum eitt gott útgangsstøði at verða vend móti mátihættum, dátusavning og -viðgerð saman við stýritøkni, fjarskiftistøkni og telemetriskari tøkni. Granskingin fer at føra til hækkað støði í fakliga umhvørvinum bæði á Setrinum og í Føroyum sum heild, og hetta vil samstundis økja um møguleikan at breiða út kunnleikan og vísindaliga áhugan í Føroyum fyri evnum av týdningi fyri olju-, gass- og frálandsvinnu. Víst verður annars eisini til brotið frammanfyri um "Førleikauppbygging".

Nakað av tí, sum higartil hevur verið umrøtt á Náttúruvísindadeildini, er í stuttum sett upp í punktum niðanfyri. (Ein útgreining er til skjals á Náttúruvísindadeildini í "Ískoyti til menningarætlan fyri NVD", ið Magnus Danielsen, professari, hevur skrivað). Sjøtul verður væntandi settur á um ikki so langa tíð við stuðli frá útlendingum, men tað er umráðandi, at eitt grundstøði er fíggjað gjøgnum fíggjarlógina fyri Fróðskaparsetrið.

Jarðalisfrøðiligir mátihættir og -útgerð og sundurgreiningarhættir

Stýriskipanir Fjarsamskifti á havbotninum
Fjarstýring av útgerðá havbotninum Akkustiskt samskifti
  Kaðalsamskifti
   
Telemetri á havbotninum Fjarskifti til lands av dátum frá
Sonarmátingar Mátingum í boriholi
Elektromagnetiskar mátingar Framleiðsluúrslitum
Navigeringshættir  

Við støði í hesum evnum skal ein raðfesting/avmarking og ein innleiðandi strukturering gerast av granskingarfakøkinum. Enn er hetta so mikið feskt, at smálutir og lutverkætlanir kunnu flyta seg ymsar vegir. Men væntandi fer um ikki so langa tíð at bera til at seta upp eina útgreinda granskingarverkætlan, sum tekur útgangsstøði í digitalari signalviðgerð og mátiteknikki. Samskifti um hesi mál hevur verið millum fólk á Náttúruvísindadeildini og fólk á Jarðfrøðisavninum (Oljufyrisitingini), Western Geophysical og Heriot-Watt University, umframt at fólk frá Náttúruvísindadeildini hevur luttikið í Offshore Europe 97 ráðstevnuni og einum skeiði í digitalari signalviðgerð, ið varð fyrireikað av IEE (The Institution of Electrical Engineers, UK).

Hugsandi er - alt eftir fíggjar- og manningarmøguleikum - at PhD lesandi og/ella aðrir yngri granskarar eisini kunnu setast til hesar uppgávur sum frá líður.

Fyri at fáa gongd á verkevni av hesum slag er neyðugt, at tað á fíggjarlógini verður

8 ein játtan til ein verkfrøðing og ein jarðalisfrøðing, hvørs granskingarøki fevna um føroysku undirgrundina og frálandsvinnu.

4.3 Data Mining

Í náttúruvísindaligum granskingarhøpi er ofta talan um at greinastórar dátunøgdir, t.d. innan hav- og veðurfrøði, jarð- og jarðalisfrøði og innan summi lækna- og lívfrøðilig øki. Torført kann vera at fáa fram alla ta vitan, ið mátingarnar goyma, og sonevnd "Data Mining" er vorðin týðandi partur, tá ræður um hættir at vinda duldar korrelatiónir burtur úr stórum dátunøgdum. Ætlanin er at menna "Data Mining" sum vísindagrein á Náttúruvísindadeildini til stuðuls fyri tey ymisku náttúruvísindaligu fakøkini.

Fyri at fáa gongd á hetta virksemi er tørvur á, at tað á fíggjarlógini verður

8 ein játtan til ein støddfrøðing við kunnleika til viðgerð av dátum av omanfyri nevndu sløgum.

Vísindafólk við hesum granskingarøki kann vera til stórt gagn í tvørfakligum granskingarvirksemi. Haraftrat er stórur tørvur á fleiri støddfrøðiligum lærarakreftum í útbúgvingarvirkseminum hjá Náttúruvísindadeildini.

4.4 Evnafrøðilig verkevni

Innan evnafrøði eru ætlanir um at fara undir verkætlanir, sum í ávísan mun eru tvørfakligar, tí bæði lívfrøðiligir og hagfrøðiligir spurningar eru knýttir at teimum.

P450 monooxygenasur í føroyskum fiski

Umsókn er latin Faroe GEM, ið er ein umhvørviskanningarverkætlan hjá 22 oljufeløgum fyri havið kring Føroyar, um stuðul til at kanna P450 monooxygenasur í føroyskum fiski. P450 kveikar (enzym) eru m.a. í hægri verum partar av reinsingarskipanini, sum sleppur okkum av við fremmand evni. P450 eru serstøkum fyri bólkar av evnum, og av tí at nøgdin av kveikum veksur, tá ið nógv er at gera, kann nøgdin av einum ávísum P450 nýtast til at meta um dálking av tí evnisbólkinum, sum tann kveikin evnisbroytir. Enn er ikki greitt, um umsóknin verður gingin á møti, men hetta er eitt øki, sum eigur at mennast í Føroyum, og ein grundjáttan eigur at verða innbygd í løgtingsfíggjarlógini. Institut for Zoofysiologi á Gøteborg Universiteti verður samstarvspartur í verkætlanini.

Hvat eta føroyingar?

Í 1982 varð gjørd ein føðslukanning í Føroyum. Ætlanin er at fáa taltilfarið frá kanningini tillagað til "PC-format" og gera eina dátuskrá við rádátum fyri føroyskan kost, sum umframt føðslu kann nýtast til metingar um innihaldið av mongum øðrum, eitt nú PCB og tungmetallum. Til at gera eina fullfíggjaða og dagførda dátuskrá er neyðugt at supplera við nýggjum taltilfari.

DNA-fingerprinting

DNA-fingerprinting verður nýtt meira og meira til at meta um ættarbond, eitt nú til at meta um, hvørt fiskastovnar eru avbyrgdir ella hava samskifti við aðrar. Eitt samstarv við m.a. Fiskirannsóknarstovuna á hesum øki hevði verið hóskandi. Ætlanin er í næstum at fyrireika eina verkætlan um evnið, men enn ber ikki til at konkretisera tað nóg væl.

4.5 Málteld

Náttúruvísindadeildin hevur saman við m.a. Føroyamálsdeildini ment málteld sum verkevni á Setrinum, eitt nú sum lið í orðabókaarbeiði, men eisini eru BS-verkætlanir gjørdar á Náttúruvísindadeildini um málteld. Náttúruvísindadeildin er sinnað at vera við til framhaldandi at menna málteldarbeiði á Setrinum.

5. Samandráttur

Gransking og útbúgving innan náttúruvísindi og tøkni eru týðandi fyri eitthvørt nútíðar samfelag. Tað ger seg eisini galdandi fyri føroyska samfelagið. Her hevur Náttúruvísindadeildin ein týðandi leiklut í vitanarskapan og vitanarkunning, og hesin leiklutur eigur at mennast.

Sum tað sæst av "Innganginum" er manningin á Náttúruvísindadeildini nú soleiðis, at tað við góðum vilja ber til at hava verandi virksemi í gongd. Við verandi manning eru ikki møguleikar fyri at menna virksemið á Náttúruvísindadeildini. Við tí er bert talan um at fremja smærri náttúrugivnar fakligar snaringar á verandi granskingarøkjum vegna broyting/menning á sjálvum fakøkinum.

Av verandi granskingarvirksemi eigur granskingarførleikin innan havgransking við matematiskum teldumodellum at mennast. Til tess er neyðugt, at játtan verður á fíggjarlógini til ein havfrøðing á Náttúruvísindadeildini.

Fyri at fáa gongd á gransking við atliti at føroysku undirgrundini og frálandsvinnu, sum Náttúruvísindadeildin metir sum røtt satsningsøki, er tørvur á fíggjarlógarjáttan til ein verkfrøðing og ein jarðalisfrøðing. Aftrat hesum eigur Náttúruvísindadeildin at miða eftir at fáa aðra fígging til virksemi á hesum økjum, m.a. frá oljufeløgum.

Fyri at fáa gongd á verkevnið, ið nevnt er undir "Data Mining", er neyðugt at fáa játtan á fíggjarlógini til ein støddfrøðing. Hetta fakøkið verður mett at hava stóran týdning fyri vísindaliga umhvørvið í Føroyum.

Nevndu størv eru avgerandi fyri at lýsa granskingarøkini og at orða umsóknir um fígging av verkætlanum. Tey skapa grundarlag fyri at útvega fígging, t.d. ígjøgnum granskingarsamstarv við útlendingar og frá granskingarráðum. Men tá er neyðugt frammanundan at hava ein "grundserkunnleika" á Náttúruvísindadeildini, sum verður fíggjað á fíggjarlógini fyri Fróðskaparsetrið.

Fyri at taka upp studentar á hvørjum ári til somu linju (sí pettið "Upptøka av studentum og studentaumhvørvið") er neyðugt at hava ein vísindaligan kjarna, ið runt roknað er dupult so stórur sum í dag. Omanfyri nevndu størv eiga at hava undirvísingarskyldu og soleiðis vera partur av kjarnuni til undirvísing. Aftrat teimum er tørvur á eini játtan á fíggjarlógini til ein teldufrøðing, ið eisini kann undirvísa nakað í støddfrøði. Menningin innan teld og kunningartøkni gongur sera skjótt, og neyðugt er at hava fólk á Náttúruvísindadeildini, ið fakliga bæði tekur ímóti og kunnar um nýggja vitan og nýggj evni hesum viðvíkjandi.

Náttúruvísindadeildin mælir sostatt til eina øking av vísindaliga kjarnanum upp á 5 fólk, og at løgtingsfíggjarlógin fyri Fróðskaparsetrið verður hækkað samsvarandi frá 1999 at rokna. Hetta verður mett sum minstamark fyri at kunna menna virksemið hjá Náttúruvísindadeildini.

 

FYLGISKJAL II

Samansjóðing av Náttúrugripasavninum, Biofar og Náttúruvísindadeildini

1. mai 1998

Síðan februar mánað 1998 hava Náttúruvísindadeildin (NVD), Føroya Náttúrugripasavn (NGS) og Biofar tingast um møguleikarnar fyri at samansjóða virksemi síni í eina víðkaða náttúruvísindaliga megindeild á Fróðskaparsetrinum. Ein stutt lýsing av virksemi og bygnaði partanna er í fylgiskjali 1.

Náttúruvísindadeildin er ein av trimum megindeildum á Fróðskaparsetrinum. NGS er ein landsstovnur, sum er skipaður í tríggjar deildir, nevniliga Jarðfrøðisavnið, Djórasavnið og Plantusavnið. Biofar er ein havlívfrøðilig kanningarstøð, har leiðarin er settur á NGS.

Tilmæli og niðurstøður

Mælt verður til, at NVD, NGS og Biofar verða samskipað í eina víðkaða náttúruvísindaliga megindeild á Fróðskaparsetrinum, tvs. verða eitt universitetsfakultet.

Við eini samansjóðing verða NGS og Biofar ikki longur sjálvstýrandi stovnar, men partar av eini víðkaðari megindeild á Fróðskaparsetrinum. Ovasta leiðslan á megindeildini er megindeildarráðið við megindeildarformanninum á odda. Ovasta leiðslan á Fróðskaparsetrinum er setursráðið við rektaranum á odda.

Skotið verður upp, at víðkaða megindeildin fær heitið Náttúrustovnurin. Ymisku eindirnar eiga at fáa hvør sítt navn, t.d. Náttúrufrøðideildin, Lívfrøðideildin og Jarðfrøðideildin fyri ávikavist núverandi Náttúruvísindadeildina, núverandi Biofar saman við núverandi Djóra- og Plantusavninum á NGS, og núverandi Jarðfrøðisavnið. Um øll søvnini (arkiv og framsýning) vórðu savnað á sama stað, kundi heitið fyri ta eindina verið Náttúrusavnið. Eindirnar mugu hava hvør sín dagliga leiðara.

Fyrimunir

Samansjóðingin hevur fleiri fyrimunir við sær, bæði fyrisitingarligar og fakligar. Nakrir eru nevndir niðanfyri.

Hølisviðurskifti
Besta hølisloysnin er, at alt virksemið hjá víðkaðu megindeildini verður savnað undir somu lon. Ein møgulig heildarloysn hevði verið at flutt virksemið til Hoydalar, tá ið Studentaskúlin flytir út. Verandi hølisviðurskifti eru lýst í fylgiskjali 3.

Útbyggingarætlanir hjá Biofar kunnu eisini tillagast, soleiðis at ein savning fæst av lívfrøðiliga partinum. Hetta er tó knýtt at, at nýggj hóskandi framsýningarhøli verða bygd í Kaldbak.

Fíggjarviðurskifti
Tað hevur týdning, at savns- og framsýningararbeiði, ið nú er hjá NGS og Biofar, sæst beinleiðis aftur í rakstrinum av víðkaðu megindeildini. Uppbýti í undirkonti á játtanini til megindeildina má gera hetta sjónligt.

Fróðskaparsetrið hevur heimild at útvega sær stuðul og inntøkur uttan um fíggjarlógina sambært §4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 84 frá 13.06.95 fyri Fróðskaparsetrið. Hesir møguleikar mugu varðveitast í lógarbroytingum fyri Fróðskaparsetrið.

Ráðgevingarbólkurin hjá Biofar
Við samansjóðingini verður ráðgevingarbólkurin hjá Biofar tikin av sum formligur stovnur settur av landsstýrinum. Ráðgevingarbólkar verða settir av setrinum.

Søvn og framsýningar
Savnsskyldan hjá NGS og Biofar og lógarfestar uppgávur og framsýningar hjá NGS eru sera týðandi partur av núverandi virksemi teirra. Eftir samansjóðingina má hetta arbeiði verða líka nógv prioriterað sum frammanundan. Tey, ið nú standa fyri søvnunum á NGS og á Biofar, fara tí framvegis at hava verandi savnsskyldur sum part av sínum arbeiði, og hetta má innroknast í arbeiðsbýtið til gransking og undirvísing, sum er í setanum á Fróðskaparsetrinum.

Ráðgeving hjá NGS
Við samansjóðingini verður tað vísindaliga arbeiðið og hægri undirvísing bæði við atliti at oljuvinnu og jarðfrøði annars samskipað innan víðkaðu universitetsmegindeildina. NGS/Jarðfrøðisavnið veitir myndugleikunum jarðfrøðiliga ráðgeving t.d. við atliti at oljuvinnu, og slík ráðgeving fer framyvir at verða veitt av megindeildini. NGS gevur myndugleikum ráðgeving viðvíkjandi ræning (Kunngerð nr. 60 frá 16.05.1986) og um serliga fuglaveiðu (Kunngerð nr. 120 frá 21.11.1986) og um náttúrufriðing (§11 í løgtingslóg nr. 48 frá 09.07.1970).

Við samansjóðingini verður Fróðskaparsetrið formliga tann stovnurin, ið fær hesar skyldur og uppgávur, og tí má ein útgreining gerast, sum ásetur, hvussu persónarnir, ið nú varða av hesum vegna NGS, skulu gera tað á víðkaðu megindeildini.

Starvssetanir
Samansjóðingin førir m.a. við sær, at vísindafólkini á NGS og á Biofar verða sett í starv eftir adjunkt-, lektara- og professaraskipanini á Fróðskaparsetrinum. Tað er setursráðið, ið setur vísindafólk í starv eftir tilmæli frá megindeildarráðnum.

Starvsskipanin viðvíkjandi vísindafólkum ber formliga í sær, at runt roknað helvt um helvt tíð fer til gransking og undirvísing, men hetta uppbýtið má verða eitt sindur øðrvísi hjá vísindafólkunum frá NGS og Biofar vegna skyldur og uppgávur, sum fylgja við í samansjóðingini (t.d. lógarbundnar ráðgevingarskyldur, framsýningar- og savnsuppgávur). Um vísindafólkini á NGS og Biofar ikki frammanundan hava sín førleika mettan eftir metingarreglunum fyri vísindastørv á Fróðskaparsetrinum, má metingin fara fram, áðrenn setan eftir adjunkt-, lektara- og professaraskipanina kann fáa gildi. Í serligum føri kann verða talan um setan á annan hátt.

Lógir, kunngerðir, valreglur
Løgtingslógin fyri Fróðskaparsetrið má broytast, so tryggjað verður, at lógarheimild er fyri virkseminum hjá NGS og Biofar innan fyri karmarnar hjá Fróðskaparsetrinum. Hinvegin má løgtingslógin fyri NGS setast úr gildi, og kunngerðir, ið viðvíkja NGS, mugu tillagast umstøðunum eftir samansjóðingina. Uppskot um lógarbroytingar fyri Fróðskaparsetrið er í fylgiskjali 2.

Uppskot til valreglur til megindeildarráðið eru í fylgiskjali 4. 

FYLGISKJAL 1

Stovnslýsingar
Niðanfyri er ein stutt lýsing av galdandi formalitetum viðvíkjandi Føroya Náttúrugripasavni, Biofar, Náttúruvísindadeildini og av bygnaðinum á Fróðskaparsetri Føroya. Haraftrat er ein stutt frágreiðing viðvíkjandi fíggingarmynstrinum á stovnunum og um mannagongdir í starvsetanarmálum.

Føroya Náttúrugripasavn
Náttúrugripasavnið er ein stovnur undir Føroya Landsstýri við fyristøðufólki útnevndum av hesum. Løgtingslógin fyri NGS er nr. 26 frá 17. august 1955 við lógarbroyting viðv. deildarleiðarum og fyristøðufólki í løgtingslóg nr 69 frá 5. juni 1986. Lógin útgreinar virkisevnið hjá NGS og hvat er partur av tí materiella savninum. Virkisevnini eru a) at savna, varðveita og framsýna náttúrugripir, sum lýsa náttúru landsins, og b) at savna, varðveita og handfara náttúruvísindaligt tilfar. Náttúruvísindaligu søvn landsins eru í dag á NGS. Grundraksturin verður fíggjaður á løgtingsfíggjarlógini, men størri vísindaligar verkætlanir verða partvís fíggjaðar uttaneftir.

Biofar
Biofar – Havlívfrøðiliga kanningarstøðin í Kaldbak - byrjaði í 1988 sum ein verkætlan við endamálinum at granska og kortleggja botndjóralívið á djúpari vatni kring Føroyar. Verkætlanin hevur hildið fram sum Biofar 2, har endamálið er at gera líknandi kanningar sum í fyrru verkætlanini, men nú nærri landi og mest úr fjøruni og út á 100m dýpi. Arbeiðið hevur eisini tilknýti til FARCOS-verkætlanina (ið oljufeløg fíggja), sum skal kortleggja djóra- og plantulívið inni við land.

Biofar hevur ein ráðgevingarbólk, sum landsstýrið tilnevnir. Í honum sita norðurlendskir granskarar.

Arbeiðið á Biofar er lutvíst fíggjað úr landskassanum og lutvíst úr ymiskum grunnum. Umleið 40% koma úr landskassanum umframt løn til leiðaran, sum verður goldin av játtanini til Náttúrugripasavnið. Rakstrarútreiðslurnar í 1997 vóru 1.8 mill. kr.

Biofar hevur fingið 3.8 mill.kr. á fíggjarlógini til nýggj høli í Kaldbak. Landsstýrið hevur keypt ognirnar hjá Marinplast í Kaldbak til endamálið. Lendið er 5000m2, og verandi gólvvíddin er uml. 900m2.

Náttúruvísindadeildin
Náttúruvísindadeildin er ein av trimum megindeildum (fakultetum) á Fróðskaparsetrinum. Leiðslan á Náttúruvísindadeildini er skipað við einum megindeildarráði við 6 limum, men dagliga hevur megindeildarformaðurin (dekanurin) leiðsluna. Virkisevnini eru gransking og útbúgving í náttúruvísindaligum og tøknifrøðiligum evnum. Raksturin er fíggjaður á løgtingsfíggjarlógini, men ávísar verkætlanir verða lutvíst fíggjaðar uttaneftir.

FYLGISKJAL 2

Bygnaðurin á Fróðskaparsetri Føroya
Fróðskaparsetrið er ein sjálvsognarstovnur, sum fær fígging av løgtingsfíggjarlógini. Galdandi løgtingslógin er nr. 84 frá 13. juni 1995. Í bygnaðinum fyri Fróðskaparsetrið er megindeildarráðið undir setursráðnum, ið er ovasti myndugleiki og mannað av teimum trimum megindeildarformonnunum og rektaranum. Rektarin er formaður í setursráðnum.

Tað er megindeildarráðið fyri Náttúruvísindadeildina, ið tekur avgerðir um býtið av verkevnunum, ið liggja til megindeildina. Verkevnini eru gransking og hægri útbúgving.

Megindeildarráðið hevur 6 limir: 3 vísindafólk, 1 skrivstovu-/starvsstovufólk og 2 studentar. Studentarnir verða valdir fyri eitt ár í senn, hini fyri trý ár. Eitt av vísindafólkunum verður valt til megindeildarformann fyri eitt trý ára skeið. Í øllum bólkum kunnu afturval verða. Megindeildarformaðurin er føddur limur í setursráðnum.

Fígging á fíggjarlóg løgtingsins
Á NGS og á Biofar eru eingi stýrandi ráð sum á Fróðskaparsetrinum. Játtanin á løgtingsfíggjarlógini verður umsitin av fyristøðufólkinum á NGS og leiðaranum á Biofar, og tey hava stjóraheimildir.

Tá Fróðskaparsetrið ger fíggjarlógaruppskot, lata megindeildirnar setursráðnum uppskot fyri síni virkisøki. Setursráðið viðger uppskotini og tekur avgerð um, hvussu fíggjarlógaruppskotið fyri stovnin skal verða. Á løgtingsfíggjarlógini kemur ein samlað upphædd til Fróðskaparsetrið. Tillutan til megindeildirnar er intern á stovninum. Er fíggjarlógarjáttanin minni, enn setrið hevði biðið um, verður hon viðgjørd í setursráðnum, sum í fyrstu atløgu biður megindeildirnar endurskoða og spara í teirra uppskotum. Setursráðið kann í tí sambandi gera ein lykil at spara eftir, soleiðis at samlaða upphæddin samsvarar við tillutaðu játtanina. Endaligu avgerðina um upphæddina til hvørja megindeild tekur setursráðið. Síðan verður játtanin umsitin av megindeildarformanninum saman við megindeildarráðnum.

Starvssetanir
Øll vísindastørv á Náttúrugripasavninum og á Biofar verða sett av landsstýrinum eftir tilmæli frá fyristøðufólkunum. Onnur størv verða sett av fyristøðufólkunum. Landsstýrið setur eitt av vísindafólkunum sum fyristøðufólk á NGS fyri 5 ár í senn.

Føst vísindastørv á Fróðskaparsetrinum verða sett sum á øðrum universitetum, soleiðis at ein metingarnevnd verður sett at meta um førleikan hjá umsøkjarunum. Megindeildirnar geva setursráðnum tilmæli um setanir av vísindastørvum, og setursráðið setur í starv. Onnur starvsfólk á megindeildunum verða sett av megindeildarráðnum. Rektarin og megindeildarformenninir verða valdir millum fasta vísindastarvsliðið.

FYLGISKJAL 3

Løgfrøðilig viðurskifti

Løgtingslógin fyri Fróðskaparsetur Føroya
Í sambandi við samansjóðing av Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, Føroya Náttúrugripasavni og Biofar í eina víðkaða náttúruvísindaliga megindeild á Fróðskaparsetri Føroya verður skotið upp at gera niðanfyri standandi broytingar í løgtingslóg nr. 84 frá 13.06.95 fyri Fróðskaparsetur Føroya. Samstundis verða settar úr gildi løgtingslóg nr. 26 frá 17. august 1955 og løgtingslóg nr 69 frá 5. juni 1986 fyri Føroya Náttúrugripasavn, og kunngerð má gerast um savns- og framsýningarvirksemi á Fróðskaparsetri Føroya. Reglugerð má gerast viðvíkjandi dagligum mannagongdum, um stovnarnir ikki húsast undir somu lon.

Verandi lógartekstur:

Uppskot til nýggjan tekst:

§1. Fróðskaparsetur Føroya er sjálvsognarstovnur, ið hevur til endamáls at inna gransking, geva frálæru á hægri stigi og breiða út kunnleika um vísindalig háttaløg og úrslit. §1. Fróðskaparsetur Føroya er sjálvsognarstovnur, ið hevur til endamáls at inna gransking og geva frálæru á hægri stigi, savna, varðveita, handfara og sýna fram vísindaligt tilfar og breiða út kunnleika um vísindalig háttaløg og úrslit
§13, stk. 1. Gransking og útbúgving á fróðskaparsetrinum fara fram í megindeildum. §13, stk. 1. Gransking, útbúgving, savns- og framsýningarvirksemi á fróðskaparsetrinum fara fram í megindeildum.
§13, stk. 3. Hvørt megindeildarráð hevur 6 limir, sum tey, ið eru knýtt at megindeildini, velja sínámillum. Fasta vísindastarvsliðið velur 2 limir sínámillum og uttanseturslærararnir 1 lim sínámillum fyri 3 ár í senn. Starvsfólkið velur 1 lim sínámillum fyri 3 ár í senn. Studentarnir velja 2 limir sínámillum fyri 1 ár í senn. Tann, ið er næstur í atkvøðutali, er tiltakslimur. §13, stk. 3. Hvørt megindeildarráð hevur 6 limir, sum tey, ið eru knýtt at megindeildini, velja sínámillum. Fasta vísindastarvsliðið velur 3 limir sínámillum fyri 3 ár í senn. Starvsfólkið velur 1 lim sínámillum fyri 3 ár í senn. Studentarnir velja 2 limir sínámillum fyri 1 ár í senn. Tann, ið er næstur í atkvøðutali, er tiltakslimur.
§13, stk. 5. Fasta vísindastarvsliðið í eini megindeild kann skipast í fleiri valbólkar sambært serstakari reglugerð.

FYLGISKJAL 4

Viðmerkingar til uppskotið
Broytingin í §1 er gjørd fyri at gera savns- og framsýningarvirksemið til part av endamálsgreinini hjá Fróðskaparsetri Føroya. Broytingin er gjørd við atliti at virkisevni, sum nú er á Føroya Náttúrugripasavni og á Biofar. Tilsvarandi er galdandi fyri broytingina í §13, stk 1.

Í §13, stk 3, er skotið upp at laga lógartekstin til galdandi viðurskifti. Fróðskaparsetur Føroya er farið frá skipanini við tilnevndum uttanseturslærarum og praktiserar nú, at fasta vísindastarvsliðið hevur 3 umboð í megindeildarráðunum.

Nýggja stk. í §13, stk. 5, er fyri at skapa møguleikar fyri, at bæði tey, ið frammanundan samansjóðingini eru á Náttúruvísindadeildini, og tey, sum koma frá Føroya Náttúrugripasavni og Biofar, fáa umboð í megindeildarráðnum.

FYLGISKJAL 5

Hølisviðurskiftini í dag

Føroya Náttúrugripasavn
Føroya Náttúrugripasavn húsast í dag í seks ymiskum bygningum. Djóradeildin og fyristøðufólkið á Náttúrugripasavninum eru í einum sethúsum í Fútalág, meðan skrivstovan er í gomlu bátahøllini á Debesartrøð, har eisini Plantudeildin er. Jarðfrøðisavnið heldur til í "Grótbygninginum" (gamla bókasavnsbygninginum) saman við Oljufyrisitingini. Framsýningarnar eru settar upp í gomlu bátahøllini. Konservatorar og savnslærarin halda til í einum minni bygningi nærhendis bátahøllini. Vísindaligu søvnini eru í Grótbygninginum, í Fútalág, á "Bacalao", í leigaðum hølum í Djóna í Geil gøtu og í Stiðjagøtu (Demich). Virksemið hjá Náttúrugripasavninum er tí ógvuliga spjatt, og hølisviðurskiftini eru als ikki nøktandi.

Biofar
Biofar húsast í løtuni í leigaðum hølum í Kaldbak, men Landsstýrið hevur keypt ognirnar hjá Marinplast í Kaldbak at innrætta til virksemið hjá Biofar. Talan er um 5000m2 av lendi og tvær hallir, sum tilsamans hava eina gólvvídd upp á umleið 900m2. Í fyrstu syftu er ætlanin at innrætta aðra høllina. Góðir møguleikar eru tí fyri at fáa fleiri funktiónir inn. Virksemið setir serlig krøv til, hvar ein tílíkur stovnur kann vera. Tað er neyðugt, at tað er stutt til sjógvin, soleiðis at sjógvur kann pumpast inn í serligu saltvatnsskipanina. Eisini er sera hent at hava egna atløgubryggju. Ein havlívfrøðiligur granskingarstovnur eigur at vera við havið.

Fróðskaparsetrið
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum er í einum bygningi, sum landstýri eigur í Nóatúni í Havn. Í sama bygningi heldur Fiskirannsóknarstovan eisini til. Alt virksemið hjá Náttúruvísindadeildini er savnað í Nóatúni. Umstøðurnar eru rímiligar við núverandi virksemi, men ikki til víðkað virksemi.

Føroyamálsdeildin er í bygningi á Debesartrøð, sum sjálvsognarstovnurin Fróðskaparsetur Føroya eigur. Alt virksemið hjá Føroyamálsdeildini er savnað har. Søgu- og samfelagsdeildin húsast í gomlu sethúsunum hjá Louis Zachariasen í J.C. Svabosgøtu. Setursskrivstovan, ið er miðfyrisitingin á Fróðskaparsetrinum, er í einum eldri sethúsum Handan Á. Har ber ikki til at hýsa øllum tí virksemi, ið hoyrir til eina universitetsmiðfyrisiting.

FYLGISKJAL 6

Uppskot
til
reglugerð viðvíkjandi umboðan í megindeildarráðnum fyri náttúruvísindi

tá Føroya Náttúrugripasavn, Biofar og Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya verða løgd saman til eina víðkaða megindeild fyri náttúruvísindi á Fróðskaparsetrinum

§1. Við heimild í §13, stk. 5 í løgtingslóg nr. 65 frá 21. mai 1987 um Fróðskaparsetur Føroya, broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 13. juni 1995, og við løgtingslóg nr. XX frá dd.mm.1999, verður skipað fyri vali av vísindastarvsfólki til megindeildarráðið fyri náttúruvísindi.

§2. Valbólkarnir av vísindastarvsfólkum eru:

  1. Fasta vísindastarvsliðið á Náttúruvísindadeildini undir samanleggingini.

  2. Fasta vísindastarvsliðið á Føroya Náttúrugripasavni og á Biofar undir samanleggingini.

Stk. 2. Limirnir í valbólki A og B velja sínámillum hvør sín lim. Triðja umboðið fyri vísindastarvsliðið í megindeildarráðnum verður valt millum samlaða fasta vísindastarvsliðið í valbólki A og B. 

 

FYLGISKJAL III

Skriv frá Náttúruvísindadeildini

27. juli 1998

Viðvíkjandi uppskotinum frá 1. mai 1998 um samansjóðing av Náttúruvísindadeildini, Føroya Náttúrugripasavni, og BIOFAR

Við hesum niðanfyri standandi viðmerkingar sambært telefonsamrøðu 22.07.98 okkara millum (Jóannes Dalsgaard og Hans Pauli Joensen), har undirritaði fekk spurningarnar: 1) hvussu er støðan, um Jarðfrøðisavnið ikki verður við í samansjóðingini og 2) hvussu er støðan viðvíkjandi Biofar, nú hesin "stovnur" hevur fingið fíggjarligar trupulleikar. Sum eg skilti, ætlar Undirvísingar- og Mentamálastýrið at viðgera samansjóðingina saman við fíggjarlógini fyri 1999.

Sum heild vil eg vísa til inngangin og høvuðstekstin í samansjóðingaruppskotinum frá 1. mai 1998 og til menningarætlanina fyri Náttúruvísindadeildina (skrivað 11. nov. 1998), ið Undirvísingar- og Mentamálastýrinum hevur fingið frammanundan.

AD 1)

Náttúruvísindadeildin
Í fyrstu grein í verandi løgtingslóg fyri Fróðskaparsetrið stendur, at stovnurin hevur til endamáls "at inna gransking, geva frálæru á hægri stigi og breiða út kunnleika um vísindalig háttaløg og úrslit." (Í samansjóðingaruppskotinum (í fylgiskjali 2) er endamálsgreinin víðkað til eisini at umfata: "savna, varðveita, handfara og sýna fram vísindaligt tilfar").

Í menningarætlanini fyri Fróðskaparsetrið verður miðað eftir, at evni viðvíkjandi oljuvinnuni/frálandsvinnuni skulu takast upp sambært endamálsgreinini (sí t.d. síðu 7 og 9 í menningarætlanini fyri Náttúruvísindadeildina). Sum er, hevur Fróðskaparsetrið ikki fólk, ið kann átaka sær beinleiðis oljurelateraða gransking og undirvísing, og neyðugt er at taka upp samstarv við útlendskar lærustovnar um hetta. Fyrsta stigið er tikið við samstarvsavtaluni við Høgskolen i Stavanger, og sjøtul er settur á við fígging frá oljusamtakinum The Atlantic Margin Group til ein professor-II og eitt PhD-stipendiat.

Men um menningarætlanin skal hava gróðrarbotn og kunna fremjast í verki, má grundstøðið verða føroyskt, og ein játtan má vera á føroysku fíggjarlógini til ein kjarna av vísindafólkum, ið kann tryggja kontinuitet í arbeiðinum (sí t.d. inngangin í menningarætlanini fyri Náttúruvísindadeildina). Við hesum kjarna ber eisini til at vísa m.a. útlendskum fíggingarveitarum á føroyska eginfígging.

Jarðfrøðisavnið
Jarðfrøðisavnið/Náttúrugripasavnið hevur 13. februar 1998 latið landsstýrinum uppskot um at skipa Føroya Jarðfrøðisavn sum ein sjálvstøðugan kanningarstovn undir landsstýrinum, har dentur verður lagdur á granskingaruppgávur, tó uttan at savnsuppgávan verður slept. Nýggi stovnurin skal m.a. breiða út kunnleika á økjum, ið hava týdning fyri at gagnnýta føroysk jarðfrøðilig náttúruvirði. Stovnurin skal granska, geva ráð og kunna um jarðfrøðilig evni og viðurskifti og virka fyri, at lóggáva og umsiting av jarðfrøðiligum náttúruvirðum verða grunað á framkomnan og dagførdan jarðfrøðiligan kunnleika. Talan er sostatt um ein stovn, ið kann hava eitt gott samskifti við oljufyrisitingina (Oljumáladeildina). Men granskingaráhugamálini falla natúrliga saman við teimum, sum Fróðskaparsetrið leggur upp til í menningarætlanini fyri Náttúruvísindadeildina.

Oljufyrisitingin
Triði parturin, ið hevur tørv á serkunnleika við atliti at frálandsvinnuni, er oljufyrisitingin (Oljumáladeildin). Við uppskotinum um sjálvstøðugt Jarðfrøðisavn eru møguleikar fyri, at fyrisitingin/umsitingin kann brúka serkunnleika á nýggja Jarðfrøðisavninum. Tað hevur ikki ljóðað, at oljufyrisitingin enn skal hava egna jarðfrøðideild.

Samanumtikið
Omanfyri nevndu ætlanir eru í sjálvum sær skilagóðar, men spurningurin er, hvørt tað er rætt at ganga hesar leiðir í Føroyum. Meiningarnar eru eyðvitað ymiskar. Avgerðin liggur hjá politiska myndugleikanum.

Eftir ætlanunum verður sum frá líður talan um tríggjar ymiskar føroyskar stovnar, ið skulu byggja upp og hava vitan og førleika við atliti at frálandsvinnuni: tveir stovanr sum granska og ein sum fyrisitur/umsitur.

Vit eru – og verða – fá í Føroyum, og vit mugu virka út frá hesum fortreytum. Vit mugu ikki spjaða kreftirnar, men eiga "frá byrjan" at draga eina línu, soleiðis at vit ikki koma í ta støðu, at fleiri partar kappast um at fáa somu fólk í starv. Í Føroyum verða ikki fólk í bræði til at manna fleiri stovnar, ið skulu arbeiða við oljurelateraðari gransking og útbúgving.

Vísindaligt og fyrisitingarligt virksemi áttu at verið skipað organisatoriskt á hvør sínum stovni. Heldur hava tveir stovnar enn tríggjar.

Ein skilagóð loysn er at samansjóða náttúruvísindaliga gransking og hægri útbúgving við atliti at oljuvinnuni á Fróðskaparsetrinum. Á einum universiteti fylgjast gransking og útbúgving lið um lið. Við slíkari organisatoriskari loysn varð alt vísandaligt arbeiðið og hægri útbúgving í Føroyum við atliti at frálandsvinnuni natúr samskipað

Tað ber til at samansjóða menningarætlanina hjá Náttúruvísindadeildini og virksemið hjá ætlaða sjálvstøðuga Jarðfrøðissavninum, soleiðis at møguleikarnir fyri ráðgeving og fakligum stuðli til oljufyrisitingina verða líka góðir frá Fróðskaparsetrinum sum frá einum sjálvstøðugum Jarðfrøðisavni. Um neyðugt kann serlig reglugerð gerast viðvíkjandi samskiftinum við oljufyrisitingina.

Tað er torført at skilja, at neyðugt skal verða at stovnseta ein sjálvstøðugan náttúruvísindaligan granskingarstovn aftrat í Føroyum í sambandi við, at oljuvinnan nærkast okkum.

Onnur norðurlond hava stigið um gáttina til oljuvinnuna áðrenn Føroyar. Minnast kann á, at tá Noreg fór upp í oljuvinnuna, varð játtanin til universitetini hækkað, so møguleiki varð at seta serfrøðingar – ofta eisini útlendsk vísindafólk í eitt áramál – til at styðja undir uppbygging av norskum førleika. Hetta hevur eydnast væl, og í dag eru norðmenn førir fyri at átaka sær øll størv í oljuvinnuni.

Ein framtíðar granskingar- og útbúgvingarpolitikkur við atliti at oljuvinnuni má ikki fyrst og fremst leggjast eftir møguleikunum fyri at fáa fíggjarlógina fyri 1999 at ganga upp. Málið er álvarsamari enn so. Tað er umráðandi at gera eitt fyrireikingararbeiði, ið ber longur út í framtíðina.

Ein samansjóðing av Náttúruvísindadeildini, Náttúrugripasavninum og Biofar er minni áhugaverd, um so er, at Jarðfrøðisavnið verður tikið burtur úr.

AD 2)

Við samansjóðingarætlanini er talan um eina samskipan av gransking og útbúgving innan lívfrøði. Hetta er fakliga skilagott og vil verða mennandi fyri fakøkið, sum m.a. lýst er í samansjóðingaruppskotinum frá 1. mai 1998.

Sum skilst, hevur Biofar fingið fíggjarligar trupulleikar í ár, sum verða uppaftur størri komandi ár. Ilt er at gera viðmerkingar til hetta uttan at kenna til smálutirnar í málinum. Sum eg skilti í telefonsamrøðu okkara millum, ætlar Undirvísingar- og Mentamálastýrið at leggja upp til, at trupulleikin hjá Biofar við samansjóðingini verður fluttur til Fróðskaparsetrið, sum so má finna útvegir innan fyri sína játtan. Talan er eftir øllum at døma um fleiri hundrað túsund krónur.

Fróðskaparsetrið hevur tíverri ikki møguleikar at lofta fíggjarligu trupulleikunum hjá Biofar. Hetta er væl saktans eyðsæð. Hinvegin er virksemið hjá Biofar sera týdningarmikið og eigur at tryggjast framyvir. Til tess má neyðugur peningur setast av á fíggjarlógini. Vert er at minna á, at Biofar hevur bert fingið partvísa fígging av føroysku fíggjarlógini; Biofar hevur fingið væl av útlendskum valuta til landið ígjøgnum fígging uttanlands.

At enda
Samansjóðingaruppskotið frá 1. mai 1998 er framvegis aktuelt. Smálutir eru eyðvitað, ið skulu takast upp í sambandi við realisering av uppskotinum.

Lagt verður upp til at savna førleika innan lívfrøði og jarðfrøði/jarðalisfrøði til gagns fyri bæði vísindaligt og útbúgvingarligt virksemi í Føroyum. Við hesum verður samstundis gott grundarlag lagt fyri at byggja upp føroyskan førleika, sum kann veita myndugleikum fakligan stuðul og ráðgeving.

Tað eigur ikki at verða avgerandi, at spurningarnir um samansjóðing, nýtt Jarðfrøðisavn og fígging frameftir av Biofar verða loystir í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 1999. Tað er umráðandi at mýkja støðuna, so ein góð og varandi loysn verður funnin.

Hans Pauli Joensen

FYLGISKJAL IV

Skriv frá Granskingarráðnum

10. februar 1999

Ummæli av uppskoti um samansjóðing av granskingarstovnum
Granskingarráðið hevur fingið til ummælis uppskot um samansjóðing av Føroya Náttúrugripasavni (NGS), Náttúruvísindadeildini (NVD) og Biofar. Ráðið hevur havt fund saman við leiðslunum á øllum hesum stovnum og skal út frá hesum og tí skrivliga tilfari, sum fyriliggur í málinum, geva hetta ummælið.

Granskingarráðið tekur fult og heilt undir við ætlanunum um samansjóðing av omanfyri nevndu stovnum. Føroysk gransking fer altíð at hava tann trupulleika, at eindirnar vera smáar. Við tí stovnsbýti, vit í dag hava, hava vit minkað uppaftur meir um eindirnar og skilt sundur granskarar, sum kundu havt gagn av meiri samstarvi. Hetta uppskotið um samansjóðing av trimum, næstan óheftum stovnum má tí metast at vera eitt stórt stig rætta vegin. Eisini fer hetta at hava stóran týdning fyri útbúgvingarmøguleikarnar á universitetsstigi.

Ráðið vil samstundis vísa á ummælið av ætlanunum um ein granskingardepil í Klaksvík, har víst var á júst hetta ikki at spjaða gransking í Føroyum, men skipa samstarvsformar til frama fyri allar partar.

Av hesum stendst sjálvandi eisini, at Granskingarráðið er meiri ivasamt, tá tað snýr seg um at skilja Jarðfrøðisavnið frá og gera tað til ein sjálvstøðugan stovn. Hvat viðvíkur gransking og hægri útbúgving meta vit hetta at vera eitt afturstig.

Um so er, at vinnuligar og fyrisitingarligar fortreytir gera, at henda loysnin verður vald, mæla vit til, at nýggi jarðfrøðisstovnurin tó á onkran hátt verður knýttur aftur at samansjóðaðu eindunum á nýggja universitetsfakultetinum. Í uppskotinum frá Jarðfrøðisavninum verður samanborið við Fiskirannsóknarstovuna. Granskingarráðið metir, at bæði Fiskirannsóknarstovan og ein møguligur nýggjur Jarðfrøðistovnur eiga at vera knýtt formliga at Náttúruvísindaligu deildini á Fróðskaparsetrinum, eitt nú sum autonom institutt. Hetta eigur at bera til uttan at forða hesum stovnum í teirra fyrisitingarligu skyldum.

Meginspurningurin er, hvussu myndugleikaparturin á Jarðfrøðisøvnunum kann sameinast við tann akademiska partin, ið m.a. snýr seg um generella, ikki oljurelateraða, jarðfrøðiliga gransking og hægri akademiska undirvísing á Fróðskaparsetrinum. Allir partar í málinum eru samdir um, at hetta kann gerast ein trupulleiki, um ikki væl verður fyriskipað viðvíkjandi stýring og umsiting. Tað verður neyðugt, at allir innblandaðir partar t.e. Føroya Landsstýri / Oljumálastýrið, Fróðskaparsetrið og oljuídnaðurin kunnu góðtaka bygnaðin, fyri at ein nýggjur sjálvstøðugur Jarðfrøðistovnur skal kunna røkja tær sera ymiskligu uppgávur, hann ætlast at skula røkja.

Granskingarráðið heitir tí á UMMS og Føroya Landsstýri at seta eina nevnd við umboðum frá UMMS, Fróðskaparsetrinum, Fiskirannsóknarstovuni, Jarðfrøðisavninum og Oljumálastýrinum at gera eina tílika skipan.

Hetta nevndararbeiðið má tó ikki darva samansjóðingini av NGS, NVD og Biofar, sum eigur at fremjast beinanvegin.

Eyðun Andreassen, formaður

FYLGISKJAL V

Uppskot um lógarbroyting frá Føroya Náttúrugripasavni

12. februar 1999

 Uppskot
um
broyting í løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn

§ 1. Í løgtingslóg nr. 26 frá 17. august 1955 um Føroya Náttúrugripasavn, broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 5. juni 1986, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 1, 2. brot verður broytt soleiðis:
    "Inn í savnið gongur a) tað djórasavn, sum H.A. Djurhuus og Niels á Botni hava fingið til vegar, b) plantusavnið hjá Rasmus Rasmussen (Herbarium Færoense), sum hann letur til endamálið."

  2. § 3 verður orðað soleiðis:
    "Savnið verður í 2 deildum:
    a) Djórasavnið,
    b) Plantusavnið,
    undir leiðslu hvørt av sínum deildarleiðara, sum landsstýrið setir."

§ 2. Lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tórshavn

Signar á Brúnni
landsstýrismaður (sign.) 

/Petur Petersen
(sign.)

Viðmerkingar 

1. Tá ið Føroya Náttúrugripasavn varð sett á stovn í 1955, gjørdist Jarðfrøðisavnið, ið upprunaliga varð skipað í 1951, ein av trimum deildum á Náttúrugripasavninum.

Tá farið varð undir at gera fyrireikingar til oljuleitingar, og Oljufyrisitingin (nú Oljumáladeildin) varð sett á stovn í november 1993, varð hon upprunaliga løgd í tøttum samstarvi við Jarðfrøðisavnið á Føroya Náttúrugripasavni.

Á Náttúrugripasavninum eru í dag 17 fulltíðarstørv, harav 10 á Jarðfrøðisavninum, og hóast jarðfrøðiligu uppgávurnar eru fjøltáttaðar, er oljujarðfrøðin nú sera stórur partur av samlaða virkseminum. Lutfalsliga eru uppgávurnar hjá Jarðfrøðisavninum seinastu árini fleirfaldaðar, meðan uppgávurnar hjá hinum báðum deildunum á Náttúrugripasavninum, Plantu- og Djórasavninum ikki eru øktar í sama mun. Nú farið verður undir veruligar oljuleitingar, verður hesin munurin í virkseminum væntandi bara at vaksa komandi árini.

Ætlanin er at skipa Føroya Jarðfrøðisavn sum sjálvstøðugan stovn, ið skal svara til landsstýrismannin í oljumálum. Fyrimunirnir við hesum verða lýstir í 3. broti niðanfyri. Við tað at Jarðfrøðisavnið er lógarfestur partur av Náttúrugripasavninum, verður neyðugt við hesum uppskoti um broyting í løgtingslógini um Føroya Náttúrugripasavn.

Føroya Náttúrugripasavn (herundir Jarðfrøðisavnið), ið tekur fult undir við ætlanini, hevur verið við til at gera lógaruppskotið, og samskift hevur verið við Oljufyrisitingina/Oljumáladeildina og landsstýrismannin í oljumálum umframt løgmann um uppskotið. Granskingarráðið hevur havt lógaruppskotið til ummælis.

2. Uppskotið um at skipa Jarðfrøðisavnið sum sjálvstøðugan stovn hevur verið til ummælis hjá Granskingarráði Føroya í sambandi við eina aðra og styttri á leið komna ætlan, nevniliga ætlanina um at samansjóða Føroya Náttúrugripasavn, Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya og BIOFAR. Granskingarráðið er út frá einum granskingar- og undirvísingarsjónarmiði ivasamt, um tað er skilagott at skipa Jarðfrøðisavnið sum sjálvstøðugan stovn. Ráðið ger tó vart við, at um vinnuligar og fyrisitingarligar fortreytir gera, at henda loysnin verður vald, mælir Granskingarráð Føroya til, at Jarðfrøðisavnið onkursvegna verður knýtt at (samansjóðaðu) Náttúruvísindadeildini. Nevnt verður somuleiðis, at Fiskirannsóknarstovan eigur at verða skipað við líknandi tilknýti til Náttúruvísindadeildina.

Viðvíkjandi ítøkiliga sambandinum millum Jarðfrøðisavnið (og møguliga Fiskirannsóknarstovuna) og Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya heitir Granskingarráðið á Undirvísingar- og Mentamálastýrið um at seta eina nevnd við umboðum fyri UMMS, Fróðskaparsetrið, Fiskrannsóknarstovuna, Jarðfrøðisavnið og Oljumálastýrið at gera uppskot til tílíka skipan.

Oljuráðleggingarnevnd landsstýrisins býtir í frágreiðingini "Fyrireikingar til oljuleiting" (1997) oljujarðfrøðiligu uppgávurnar í tveir bólkar:

  1. Myndugleikaarbeiði, ið m.a. fevnir um oljujarðfrøðiligar spurningar av týdningi fyri útbjóðingarpolitikkin, samráðingar við oljufeløg um oljuleiti- og framleiðsluverkætlanir o.a. og eftirlit við jarðfrøðiliga virkseminum hjá loyvishavarunum. Harumframt krevst jarðfrøðiligt innlit í sambandi við dagliga trygdareftirlitið í tilknýti til borivirksemið. Henda "tilfeingisumsiting" kann bert gerast til lítar í tøttum samstarvi við:

2. Oljujarðfrøðiligar kanningar, t.e. jarðfrøðilig kortlegging og tulking, metingar um oljuvánir bæði í síni heild og við atliti at serstøkum økjum, útgreinandi metingum um tær ávísu oljuleiðirnar, dátuviðgerð og arkivering o.a.

Eftir m.a. at hava kannað og lýst skipanina av jarðfrøðiliga arbeiðnum her heima og í okkara grannalondum staðfestir oljuráðleggingarnevndin á bls. 132 - 133 m.a.:

Oljuráðleggingarnevndin hevði á lofti møguleikan at flyta Jarðfrøðisavnið úr Føroya Náttúrugripasavni yvir í Oljufyrisitingina. Kortini varð hildið, at hetta hevði við sær fleiri vansar enn fyrimunir, serliga hetta at ynskiligt er við jarðfrøðiligum stovni, sum í granskingarhøpi er óheftur av oljumyndugleikanum.

3. Fyri at sleppa undan at skula byggja upp tvey jarðfrøðilig fakumhvørvi í Føroyum, eitt í tilknýti til oljumyndugleikan og eitt annað í tilknýti til tað náttúruvísindaliga granskingarumhvørvið á Føroya Náttúrugripasavni og/ella Fróðskaparsetri Føroya, er ætlanin við hesum at savna tað jarðfrøðiliga arbeiðið í ein vísindaligan, óheftan stovn. Við hesum fær Jarðfrøðisavnið ein nakað líknandi leiklut sum Fiskirannsóknarstovan, ið partvíst arbeiðir breitt við hav- og fiskifrøðiligari gransking, og partvíst veitir Fiskimálastýrinum fakliga ráðgeving í tilknýti til myndugleikaarbeiði.

Harafturat gevur skipanin við einum óheftum jarðfrøðiligum kanningarstovni møguleika fyri, at stovnurin kann átaka sær verkætlanir ella partar av verkætlanum, ið verða umbidnar av almennum og privatum stovnum, fyritøkum og feløgum. V.ø.o. kann ein partur av virkseminum hjá Jarðfrøðisavninum verða fíggjaður á annan hátt enn við rakstrarjáttan á fíggjarlóg løgtingsins. Hesin møguleikin er ikki til staðar í sama mun, um Jarðfrøðisavnið verður innlimað í oljumyndugleikan, tí sannlíkt er, at oljufeløg verða millum teirra, ið fara at biðja Jarðfrøðisavnið loysa uppgávur teirra vegna. Í grannalondum okkara verða tílíkar kanningaruppgávur ikki vanliga gjørdar av oljumyndugleikunum, men av kanningarstovnum, t.d. Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelse (GEUS) í Danmark og British Geological Survey (BGS) í Bretlandi.

Ásannandi at høvuðsuppgávan hjá Føroya Jarðfrøðisavni komandi árini verður knýtt at arbeiðnum hjá Oljufyrisitingini er ætlanin, at Føroya Jarðfrøðisavn skal svara til landsstýrismannin í oljumálum - eins og Fiskirannsóknarstovan svarar til landsstýrismannin í fiskivinnumálum - og ikki sum nú til landsstýrismannin í mentamálum. Á henda hátt verður lættari at samskipa oljujarðfrøðiliga kanningararbeiðið við arbeiðið hjá Oljufyrisitingini, m.a. tá fíggjarætlan til hetta arbeiðið skal leggjast. Longu nú kemur partur av játtanini til oljujarðfrøðiliga arbeiðið á Jarðfrøðisavninum umvegis Oljufyrisitingina, og hesin parturin verður uttan iva at økjast alsamt komandi árini.

Við hesi nýggju skipanini kann Jarðfrøðisavnið framhaldandi røkja jarðfrøðiliga myndugleikaarbeiðið hjá Oljufyrisitingini, t.d. tekur Jarðfrøðisavnið sær av samskiftinum við oljufeløg, tá um jarðfrøðiligar spurningar ræður. Á henda hátt sleppur Oljufyrisitingin undan at seta starvsfólk við jarðfrøðiligum sakkunnleika.

Formliga stovnanin av Jarðfrøðisavninum verður gjørd við reglugerð, har bygnaður og uppgávur verða nærri lýst. Henda reglugerð verður gjørd í samstarvi millum landsstýrismannin í oljumálum og landsstýrismannin í undirvísingar- og mentamálum fyri at tryggja, at bæði tann oljujarðfrøðiliga uppgávan í tilknýti til oljumyndugleikaarbeiðið og aðrar jarðfrøðiligar undirvísingar- og granskingaruppgávur verða tiknar við á skilabesta hátt. Landsstýrismenninir eru somuleiðis samdir um, samsvarandi tilmælinum frá Granskingarráðnum, at seta eina nevnd at gera uppskot um, hvussu sambandið millum Jarðfrøðisavnið og Náttúruvísindadeildina kann skipast á besta hátt, m.a. við atliti at almennari jarðfrøðiligari gransking og hægri undirvísing.

Við hesi skipan verður roynt at fáa við fyrimunirnar og avmarka vansarnar, soleiðis sum teir eru lýstir frammanfyri.

4. Lógaruppskotið verður ikki hildið at fáa stórvegis fíggjarligar avleiðingar. Rakstrarjáttanin hjá Jarðfrøðisavninum er longu í verandi fíggjarári sjálvstøðug undirkonto á játtanini hjá Føroya Náttúrugripasavni. Ætlanin er í komandi uppskoti um eyka løgtingsfíggjarlóg at flyta játtanina hjá Jarðfrøðisavninum (kr. 672.000,- + kr. 3.895.000,-, konto 7.24.3.13.22 + -24) frá § 7 (Útbúgving og gransking o.a.) til § 9 (Oljumál o.a.) á fíggjarlógini.

FYLGISKJAL VI

Upprit frá Náttúruvísindadeildini

8. apríl 1999 

Notat viðvíkjandi viðmerkingum til uppskot um broyting í løgtingslógini fyri Føroya Náttúrugripasavn, ið leggur upp til sjálvstøðugt Jarðfrøðisavn

Á fundi í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum í dag var setningurin hjá nevndini, ið m.a. skal viðgera samansjóðingarætlanir av stovnum, gjøgnumgingin. Nevndin var samd um, at í setninginum er spurningurin um, hvørt Jarðfrøðisavnið eigur at verða við í eini samansjóðing av Náttúrugripasavninum, Biofar og Náttúruvísindadeildini.

Á fundinum fekk undirritaði avrit av skrivi (daterað 12.02.99), ið Náttúrugripasavnið hevur sent Signari á Brúnni, landsstýrismanni, viðvíkjandi uppskoti til broytingar í løgtingslóg nr. 26 frá 5. juni 1955 um Føroya Náttúrugripasavn. Niðanfyri eru nakrar viðmerkingar til "Viðmerkingar" í lógaruppskotinum, ið snúgva seg um ætlanirnar at skipa Jarðfrøðisavnið sum sjálvstøðugan stovn. Víst verður til nummererað brot í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

Brot 2
Í hesum broti verður sagt frá, at myndugleikaarbeiði viðvíkjandi "tilfeingisumsiting" "…bert kann gerast í tøttum samstarvi við oljujarðfrøðiligar kanningar" og staðfestingar á bls. 132-133 í frágreiðingini frá Oljuráðleggingarnevndini verða settar upp. Einki av punktunum talar ímóti, at tað ber til at savna jarðfrøðiliga kompetansu í Føroyum í universitetshøpi. Eitt universitet er ein óvildugur stovnur.

Í seinasta "pinni" verður sagt, at "Føroyar fara neyvan í bræði at hava ráð til at byggja upp tvey ymisk jarðfrøðilig fakumhvørvi tey fyrstu mongu árini." Her verður eyðvitað hugsað um Jarðfrøðisavnið og um Oljumáladeildina. Hetta er eftir brævhøvdinum skrivað 12.02.99, tvs vitandi um menningarætlanina fyri Náttúruvísindadeildina og um samansjóðingaruppskotið fyri Náttúrugripasavnið, Biofar og Náttúruvísindadeildina. Náttúrugripasavnið tykist síggja burtur frá, at Fróðskaparsetrið ætlar at fara inn á hetta fakøki. Verða ætlanirnar viðvíkjandi Náttúruvísindadeildini taldar við, verður talan sbrt. omanfyri standandi at royna at uppbyggja trý heldur enn tvey faklig jarðfrøðilig umhvørvi í Føroyum. Tá er meir ella minni talan um mikroeindir, og kann tað neyvan av nøkrum metast at verða skilagóð leið at ganga. Hetta er ikki í samsvari við ætlanirnar annars við samansjóðingini: at fáa størri og fakliga sterkari eindir. Vert er at geva gætur, at Granskingarráðið í ummælinum til Undirvísingar- og Mentamálastýrið 10.02.99 metir tað "at vera eitt afturstig" um ikki Jarðfrøðisavnið verður við í einum víðkaðum náttúruvísindaligum universitetsfakulteti.

Eg eri samdur við tey í, at vit "neyvan í bræði fara at hava ráð til at byggja upp tvey ymisk jarðfrøðilig fakumhvørvi" – og enn minni trý. Eitt eru ráðini, men líka trupult er, tá ræður um møguleikarnar at fáa fatur á skikkaðum fólki at manna fleiri umhvørvi. Vit verða í rúma tíð frameftir heilt einfalt ov fá í tali til at manna fleiri vísindalig fakumhvørvi.

Á fundinum í dag varð staðfest, at stórur tørvur er á fólki í Føroyum við fakligum kunnleika við atliti at oljuvinnuni. Hetta talar fyri at leggja dent á at útbúgva fólk. Tað eigur at verða gjørt í einum fakliga motiverandi umhvørvi, og er tað tí natúrligt at samansjóða vísindaliga jarðfrøðiliga førleikan á Fróðskaparsetrinum, har útbúgving og gransking ganga lið um lið sum tvær síður av somu søk: at framleiða og gagnnýta vitan. Við hesum fæst synergi millum gransking og útbúgving. Sama fakumhvørvið eigur at verða fakligi, jarðfrøðiligi stuðulin í Føroyum hjá oljumyndugleikanum.

Brot 3
Brotið byrjar við: "Fyri at sleppa undan at skula byggja tvey jarðfrøðilig fakumhvørvi í Føroyum…". Aftur verður í hesum broti sæð burtur frá ætlanum hjá Fróðskaparsetrinum um at byggja upp eitt universitetsumhvørvi á fakøkinum.

Í brotinum verður argumenterað fyri, at Jarðfrøðisavnið sum stovnur uttan fyri oljumyndugleikan hevur góðar møguleikar fyri at fáa aðra fígging enn av løgtingsfíggjarlógini. Hertil er at siga, at slíkir møguleikar eru eisini góðir í einum universitetsumhvørvi. Náttúruvísindadeildin hevur sum kunnugt t.d. longu fingið væl av fígging frá oljufeløgum til byrjaða virksemið hjá sær.

Ført verður fram, at við einum sjálvstøðugum Jarðfrøðisavni kann jarðfrøðiligt myndugleikaarbeiði hjá Oljufyrisitingini framhaldandi verða røkt av Jarðfrøðisavninum. Jarðfrøðisavnið skal "taka sær av samskiftinum við oljufeløg, tá um jarðfrøðiligar spurningar ræður. Á henda hátt sleppur Oljufyrisitingin undan at seta starvsfólk við jarðfrøðiligum sakkunnleika." Hetta virkar organisatoriskt og heimildarliga eitt sindur ógreitt. Spurningurin um, hvønn landsstýrismann eitt nýtt Jarðfrøðisavn skal svara til, verður havdur á lofti, og mett verður, at Jarðfrøðisavnið skal skiljast frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum og leggjast til landsstýrismannin í oljumálum. "Á henda hátt verður lættari at samskipa oljujarðfrøðiliga kanningararbeiðið við arbeiðið hjá Oljufyrisitingini, m.a. tá fíggjarætlan til hetta arbeiðið skal leggjast." Her verður orðingin "lættari" brúkt; tað merkir, at samskipanin eisini kann fara fram undir øðrum fortreytum.

Samanumtikið
Vit eiga frá byrjan at velja eina strategi, sum kann væntast at leggja lunnar undir eina varandi haldgóða loysn fyri bæði fyrisitingarliga oljumyndugleikan og vísindaliga (herundir útbúgvingarliga) virksemið við atliti at oljuvinnu í Føroyum. Skilabest vildi verið at samansjóða vísindaliga førleikan fyri seg í universitetshøpi og fyrisitingarliga myndugleikan fyri seg. Hetta metti eisini Herálvur Joensen kundi hugsast skilagott í longdini, og eingin grund skuldi verið til at byrja øðrvísi enn væntast kann skilabest í framtíðini.

Skipað eigur at verða soleiðis fyri, at fyrisitingarligi myndugleikin kann brúka og fáa gagn av fakliga kunnleikanum í einum víðkaðum universtetsumhvørvi. Nevndin eigur at kanna møguleikarnar fyri hesum. Hugsast kann t.d., at nøkur av vísindafólkunum sum part av sínum starvi fáa uppgávur/skyldur at røkja fyri ella saman við oljumyndugleikanum. Tað ber til at marka játtan til slíkar starvsskyldur, hóast jarðfrøðiligi sakkunnleikin organisatoriskt ikki er undir sama landsstýrismanni sum Oljumáladeildin – hetta er væl saktans ein spurningur um vilja; tað verður lutvíst longu gjørt viðvíkjandi parti av fíggingini til Jarðfrøðisavnið. 

Hans Pauli Joensen 

FYLGISKJAL VII

Viðv. framtíðarskipan fyri Jarðfrøðisavnið o.a.

13. apríl 1999 

Jarðfrøðisavnið (JFS) er í dag einasti almenni føroyski stovnum, ið arbeiðir við jarðfrøðiligum uppgávum. Í samsvari við uppgávurnar á Føroya Náttúrugripasavni (NGS) sum heild fevna uppgávurnar á JFS um at 1) savna inn, 2) handfara, og 3) varðveita jarðfrøðiligar lutir og vitan um føroysku undirgrundina, og harumframt 4) kunning og ráðgeving um hesi viðurskifti, herundir at hava jarðfrøðiligar framsýningar.

Ad. 1: Innsavningin verður partvíst framd av JFS sjálvum, partvíst av øðrum, serliga fremmandum vísindastovnum, og í seinastuni serliga av privatum fyritøkum, herundir seismikk- og oljufeløgum.

Ad. 2: Handfaringin fevnir í fyrstu atløgu um móttøku og skráseting og í tann mun, tørvur er á hesum, kortlegging og gransking og tí praktisku viðgerð, ið fylgir av hesum.

Ad. 3: Varðveitingin fevnir um tann ógvuliga fjøltáttaða goymslupartin, kjarnu-, grót- og steingoymslu, seismikkrullur, magnetbond, frágreiðingar og bókmentir o.a. Ein alt størri partur av jarðfrøðiligu upplýsingunum verður sum frá líður goymdur elektroniskt.

Ad. 4: Kunningar- og ráðgevingarparturin er somuleiðis ógvuliga fjøltáttaður. Her undir kemur m.a. almenn kunning um føroysk jarðfrøðilig viðurskifti, undirvísing á ymiskum støði, framsýningar og ráðgeving, serliga til okkara myndugleikar.

Í dag virkar JFS sum ein sjálvstøðugur partur av NGS í flest øllum lutum. Bert framsýningarnar eru ein integreraður partur av virkseminum á NGS.

Av tí at uppgávurnar og endamálini við tí samlaða jarðfrøðiliga arbeiðnum í eini hvørjari almennari skipan eru so mikið fjøltáttað, verður tað samlaða arbeiðið í flestum øðrum londum skipað og býtt millum stovnar við eitt sindur ymiskum endamálum. Vanligt er t.d., at "jarðfrøðiligir kanningastovnar" (Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelse (GEUS), Norges Geologiske Undersøgelse (NGU), British Geological Survey (BGS) o.a.) taka sær av teimum "nationalu" uppgávunum, t.e. at savna inn og varðveita tilfar og vitan av nationalum týdningi og at ráðgeva teimum ymisku nationalu myndugleikunum í jarðfrøðiligum spurningum av týdningi fyri myndugleikaarbeiðið. Jarðfrøðilig kortlegging er ein týðandi partur av hesum virksemi. Jarðfrøðisøvn taka sær fyrst og fremst av at innsavna og sýna fram jarðfrøðiligar lutir (serliga úr heimlandinum, men aloftast eisini aðrastaðir frá) og at kunna almenningin um jarðfrøðilig viðurskifti av almennum áhuga. Fróðskaparsetur fremja vísindaliga gransking og undirvísing á hægri stigi og í breiðum høpi og standa fyri at útbúgva vísindafólk innan jarðfrøðilig eins og onnur fakøki.

Arbeiðsuppgávurnar hjá teimum ymisku stovnsbólkunum, nevndir eru omanfyri, eru í ávísan mun meinlíkar, t.d. er jarðfrøðilig gransking ein natúrligur partur av virkseminum á flest øllum tílíkum stovnum. Vanligt er eisini, at stovnarnir samstarva um nógv ymisk viðurskifti, men endamálini, og harav primeruppgávurnar, eru ymisk. Tí vil t.d. ein "nationalur jarðfrøðiligur kanningarstovnur" ofta lata ymiskar lutir til jarðfrøðiligu søvnini, meðan fróðskaparsetrini t.d. fáa stuðul til undirvísingaruppgávurnar frá hinum stovnunum.

Sum nevnt er tað vanligt aðrastaðni, at serligir "nationalir jarðfrøðiligir kanningarstovnar" fáa til uppgávu at savna inn vitan og at ráðgeva myndugleikunum í spurningum við atliti at teimum serligu jarðfrøðiligu viðurskiftum í tí einstaka landinum. Í Føroyum hevur tílík ráðgeving m.a. verið knýtt at kolagrevstri, grótbrotum, vega- og tunnilsgerðum o.ø.

Tá talan er um leiting eftir og útvinning av ráevnum í undirgrundini, kunnu serlig viðurskifti gera seg galdandi. T.d. krevur leiting eftir og útvinning av olju velduga stórar íløgur eins og stóra servitan og tøkni. Vanligt er tí nógvastaðni, at tann nationali myndugleikin avmarkar sín leiklut til at stýra og hava eftirlit við virkseminum, meðan arbeiðið við at leita og framleiða o.a. verður útliciterað til serlig (oftast altjóða) feløg, ið hava tann neyðuga kapitalin og førleikan, ið krevst. Av tí at talan er um tilsvarandi ógvuliga stór peningalig virði – bæði fyri feløgini og samfelagið – verða serliga strangar treytir at galda fyri umsitingina av oljutilfeinginum eins og fyri oljuleitingarvirkseminum o.ø. hjá feløgunum.

Nevndu serligu treytir verða vanliga ásettar við eini serligari kolvetnislóg, ið verður umsitin av oljumyndugleikanum. Oljumyndugleikin fær sostatt fulla ábyrgd av at umsita hetta virksemið landsins vegna. So er eisini í Føroyum.

Ein tann týdningarmiklasti tátturin í oljuumsitingini verður at nema sær kunnleika um tey serligu oljujarðfrøðiligu viðurskiftini í undirgrundini, við tað at hesin kunnleikin er tað týdningarmesta stýringaramboðið við atliti at eini skynsamari og samfelagsgagnligari tilfeingisumsiting.

Tískil er tað alneyðugt, at oljumyndugleikin hevur ræðið yvir tí jarðfrøðiliga arbeiðinum í tilknýti til oljuumsitingina, herundir instruktiónsræði, yvirorðnað fíggjarligt ræði o.a. Hetta ger seg í serligan mun galdandi í Føroyum, har oljuvinna – og harvið tann føroyska oljuumsitingin – kann fáa ein lutfalsliga nógv størri samfelagstýdning enn í flestum øðrum londum.

Tá talan hevur verið um at finna eina hóskandi skipan fyri tað oljujarðfrøðiliga kanningararbeiðið við tilknýti til oljumyndugleikarnar í okkara grannalondum, hevur ein høvuðsspurningur í hesum sambandi tí verið, um teir "nationalu jarðfrøðiligu kanningarstovnarnir" kundu nøkta henda tørvin, ella um oljumyndugleikin hevði tørv á eini uppaftur tættari stýring av hesum arbeiði. Myndugleikarnir í Noregi valdu at leggja hesa uppgávuna beinleiðis inn undir Oljudirektoratið sum ein integreraðan part av sjálvum myndugleikaarbeiðnum, meðan Danmark valdi at leggja tað oljujarðfrøðiliga kanningararbeiðið til tann nationala kanningarstovnin GEUS (fyrr DGU) við tað, at DGU, longu áðrenn oljumyndugleikin varð endaliga skipaður, hevði tikist við hesi viðurskifti og við tað, at DGU fyrisitingarliga varð lagt undir danska orkumálaráðið. Bretland valdi eina millumloysn.

Tá tosað verður við oljumyndugleikarnar í okkara grannalondum, er týðiligt, at bert í Noregi eru teir fult nøgdir við skipanina, meðan t.d. GEUS (ikki óvæntað) er munandi betur nøgt við ta donsku skipanina, enn Energistyrelsen er tað.

Hvussu so við Føroyum? Hvussu skipa vit okkum nú frá byrjan, og hvussu stinga vit út í kortið við atliti at menningini framyvir viðvíkjandi teimum ymisku uppgávunum, lýstar eru frammanfyri, nevniliga:

Ein avgerandi munur millum okkum og okkara grannalond er fólkagrundarlagið. Tí verður ein avgerandi spurningur, hvussu vit kunnu fáa mest møguligt burturúr tí fámenta jarðfrøðiliga serkunnleikanum.

Semja tykist vera um, at "savnsuppgávurnar" og "fróðskaparsetursuppgávurnar" við fyrimuni kundu verið røktar saman undir eini víðkaðari Náttúruvísindadeild (NVD) á Fróðskaparsetri Føroya. Samstundis kundi tann víðkaða NVD eisini við ávísum fyrimuni fyri virksemið har røkt tær "traditionellu nationalu uppgávurnar".

Viðvíkjandi teimum oljujarðfrøðiligu, myndugleikarelateraðu uppgávunum tykist tað meira ivasamt og komplicerað við fyrimunum/vansum fyri virksemið á NVD, um NVD skuldi tikið sær av hesum uppgávunum.

Hinvegin tykist tað ikki bert ynskiligt, men alneyðugt fyri oljumyndugleikan at hava ræði yvir hesum virksemi saman við tí í hesum sambandi innsavnaða kanningartilfari.

Reint funktionelt bendir hetta á, at tann "ideella" loysnin vil vera at býta uppgávurnar sundur á tann hátt, at oljumyndugleikin skipar sítt oljujarðfrøðiliga virksemi fyri seg, meðan alt annað jarðfrøðiligt virksemi, eins og hinar funktiónirnar á NGS, verður lagt saman við NVD.

Ein tílík loysn hevur tó (í minsta lagi) tveir stórar vansar við sær:

  1. Jarðfrøðiliga fakumhvørvið á JFS er enn ógvuliga lítið og veikt og í eini uppbyggingarfasu. Enn vantar nakað í, áðrenn tann fakligi serkunnleikin hevur ta breidd og styrki, ið skal til fyri at lúka tey mest grundleggjandi krøvini í sambandi við tær ymisku uppgávurnar, nevndar eru omanfyri. T.d. verður lítið gjørt við veruliga gransking, og enn er tann oljujarðfrøðiligi serkunnleikinn ov veikur. Skal hetta fakumhvørvið býtast í tvey, verður hvørt av hesum samsvarandi minni og veikari.
  2. Í dag virkar JFS sum ein integrerað eind, m.a. á tann hátt at tær ymisku uppgávurnar verða røktar meira ella minni av teimum somu starvsfólkunum. Eingi starvsfólk arbeiða við oljumyndugleikarelateraðum ella ikki-oljumyndugleikarelateraðum uppgávum burturav, eins og goymsluskipanir o.a. eru tær somu, antin talan er um eitt ella annað slag av dátum. Tó verður tryggjað, at allar trúnaðarreglur verða fylgdar.

At skilja uppgávurnar sundur fer at føra stórar trupulleikar við sær, bæði viðvíkjandi starvsfólkabýti og goymslu. Øvugta synergieffektin verður stór, og smeiturin fyri tað samlaða fakumhvørvið samsvarandi ógvusligur.

"Funktionella idealloysnin", nevnd omanfyri, fer tí at hava ein høgan prís, um hon verður gjøgnumførd.

Nógv bendir tí á, at frægasta loysnin er framvegis at halda tað verandi fakumhvørvið samlað. Frá einum granskingar- og undirvísingarsjónarmiði vildi verið ynskiligt, um hetta kundi verið gjørt við at leggja JFS, við øllum verandi funktiónum, saman við NVD. Frá einum oljumyndugleikasjónarmiði er tað hinvegin neyðugt at hava ræði á "teirra" jarðfrøðiligu funktiónum.

Ein nýtilig loysn vil tí vera at skipa JFS sum sjálvstøðugan granskingarstovn, ið umvegis Oljumáladeildina (OMD) svarar til landsstýrismanninum í oljumálum. OMD má undir øllum umstøðum hava oljujarðfrøðiliga fakekspertisu við hondina at taka sær av nøkrum grundleggjandi myndugleikauppgávum í sambandi við útbjóðingarpolitikkin, samráðingar við oljufeløg um oljuleiti- og framleiðsluverkætlanir, eftirlit o.a. Við at leggja JFS tætt upp at OMD kann ein eyka synergieffekt fáast við tað at henda ekspertisan tá kann setast á JFS og á tann hátt gerast eitt virðismikið aktiv í uppbyggingini av tí samlaða fakumhvørvinum.

Samstundis kann tað vera ein stórur fyrimunur fyri jarðfrøðiliga granskingar- og undirvísingarpartin, um tað frá byrjan verður skipað eitt professarastarv á NVD í jarðfrøði/jarðalisfrøði. Á tann hátt verður Fróðskaparsetrinum givið høvi á einum hollum grundarlagi at skipa fyri gransking og hægri undirvísing innan nevndu fakøkini uttan tær bindandi avmarkingarnar, ið standast av at hava formligt tilknýti til oljumyndugleikan.

Við eini skilagóðari samstarvsskipan millum NVD og JFS høvdu allir partar kunnað fingið stóra nyttu hvør av øðrum. Við tí stóru nøgd av dáta og við síni fakekspertisu kundi JFS m.a. stuðlað NVD bæði í síni gransking og undirvísing. Ein tílík skipan hevði avgjørt sett NVD í eina sterka, óhefta støðu, har grundleggjandi gransking og undirvísing á øllum universitetsstigum hevði notið vælvild bæði frá oljuídnaðinum, OMD, JFS o.a.. Sum frá leið kundi NVD gjørst eitt stórt aktiv fyri jarðfrøðiliga fakið í Føroyum sum granskingarstovnur og ikki minst sum "framleiðari" av nýggjari ekspertisu.

Ein háttur at fíggja nevnda professarastarv hevði verið at flutt ein hóskandi part av verandi JFS-játtan yvir til NVD frá næsta fíggjarári. Ein stórur partur av játtanini frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum til JFS fer í dag til oljumyndugleikarelaterað arbeiði. Tað má metast at vera rímiligt, um henda upphædd heldur varð latin Fróðskaparsetrinum til nevnda endamál, meðan játtanin til JFS framyvir verður latin umvegis avvarðandi stýri.

Martin V. Heinesen 

FYLGISKJAL VIII

Skriv frá Jarðfrøðisavninum og Oljumáladeildini

25. mai 1999 

Olja og jarðgass í undirgrundini kunnu umboða ómetaliga stór virði. Samstundis krevur leiting eftir og útvinning av olju ovurstórar íløgur eins og stóra servitan og tøkni. Serliga strangar treytir verða tí at galda fyri umsitingina av oljutilfeinginum eins og fyri oljuleitingarvirkseminum o.a. hjá feløgunum.

Nevndu treytir verða ásettar við heimild í kolvetnislógini, sum verður umsitin av oljumyndugleikanum, ið sostatt hevur fulla ábyrgd av at umsita oljuvirksemið landsins vegna.

Ein tann týdningarmesti tátturin í oljuumsitingini er at nema sær kunnleika um tey serligu oljujarðfrøðiligu viðurskiftini í undirgrundini, við tað at hesin kunnleikin er tað týdningarmesta stýringaramboðið við atliti at eini skynsamari og samfelagsgagnligari tilfeingisumsiting.

Tískil er tað alneyðugt, at oljumyndugleikin hevur ræðið yvir tí jarðfrøðiliga arbeiðinum í tilknýti til oljuumsitingina, herundir instruktiónsræði og yvirskipað fíggjarligt ræði.

Í verandi stýrisskipan kunnu tveir møguleikar umhugsast, tá oljumyndugleikin skal skipa hetta virksemið. Annar møguleikin er at leggja tað jarðfrøðiliga arbeiðið inn í stýrið sum ein part av virkseminum á oljumáladeildini. Hin er at leggja arbeiðið til ein jarðfrøðistovn undir stýrinum. Tá hugsað verður um oljuumsitingarlig atlit, er tað als ikki nøktandi at leggja eitt tílíkt kjarnuøki til ein stovn, ið ikki svarar til landsstýrismannin í oljumálum.

Skipanin hesi fyrstu árini við fyrireikingum til komandi oljuvirksemi við Føroyar hevur styðjað seg til og framhaldandi bygt á verandi serkunnleika og goymsluskipanir o.a. á Jarðfrøðisavninum. Á henda hátt hevur borið til at skipa tað oljujarðfrøðiliga virksemið, uttan í alt ov stóran mun at gerast bundin at fremmandari hjálp.

Verður fyrst nevndi møguleikin omanfyri valdur, verður tað oljujarðfrøðiliga arbeiðið framyvir samskipað við aðrar uppgávur á oljumáladeildini. Fyri oljumyndugleikan er hetta tann reinasta loysnin, við tað at hann einans fær ábyrgd av virksemi við beinleiðis tilknýti til oljuumsitingarligu uppgávuna. Hinvegin fer hetta at føra við sær (í minsta lagi) tveir stórar vansar fyri tað verandi jarðfrøðiliga fakumhvørvið:

1. Jarðfrøðiliga fakumhvørvið á Jarðfrøðisavninum er enn ógvuliga lítið og veikt og á uppbyggingarstigi. Enn vantar nakað í, áðrenn tann fakligi kunnleikin hevur ta breidd og styrki, ið skal til fyri at lúka tey mest grundleggjandi krøvini í sambandi við tær ymisku uppgávurnar. T.d. verður lítið gjørt við veruliga gransking, og enn er tann oljujarðfrøðiligi serkunnleikin ov veikur.

Skal verandi fakumhvørvi býtast í tveir partar, verður hvør parturin samsvarandi minni og veikari.

2. Í dag virkar Jarðfrøðisavnið sum ein samskipað eind, m.a. á tann hátt at tær ymisku uppgávurnar verða røktar meira ella minni av teimum somu starvsfólkunum. Eingi starvsfólk arbeiða burturav við uppgávum knýttum at oljumyndugleikanum - ella øvut, eins og goymsluskipanir o.a. eru tær somu, antin talan er um eitt slag ella annað av dátum. Bert verður tryggjað, at allar trúnaðarreglur verða fylgdar.

At skilja uppgávurnar sundur fer at føra stórar trupulleikar við sær, bæði viðvíkjandi starvsfólkabýti og goymslu. Øvuta synergieffektin verður stór og smeiturin fyri tað samlaða fakumhvørvið samsvarandi ógvusligur. Ein tílík loysn fer tí at hava ein høgan prís, um hon verður framd.

Nógv talar sostatt fyri, at verandi fakumhvørvið á Jarðfrøðisavninum eisini framyvir verður hildið samlað.

Úr einum granskingar- og undirvísingarsjónarmiði kundi tað verið ynskiligt, um hetta kundi verið gjørt við at leggja Jarðfrøðisavnið, við øllum verandi funktiónum, saman við Náttúruvísindadeildin. Ein vansi við hesum hevði tó verið, at Fróðskaparsetrið misti sína óheftu støðu mótvegis oljumyndugleikanum og - ikki minst - mótvegis oljufeløgunum.

Úr einum oljumyndugleikasjónarmiði er tað hinvegin neyðugt at hava ræði á "teirra" jarðfrøðiliga virksemi. Tað er, sum nevnt, ikki nøktandi at leggja uppgávuna til ein stovn, ið ikki svarar til landsstýrismannin í oljumálum.

Ein gongd leið hevði verið at skipað Jarðfrøðisavnið sum sjálvstøðugan kanningarstovn, ið umvegis Oljumáladeildina svarar til landsstýrismannin í oljumálum. Oljumáladeildin má undir øllum umstøðum hava oljujarðfrøðiliga fakekspertisu við hondina at taka sær av nøkrum grundleggjandi myndugleikauppgávum í sambandi við útbjóðingarpolitikkin, samráðingar við oljufeløg um leiti- og framleiðsluverkætlanir, eftirlit o.a. Við at leggja Jarðfrøðisavnið tætt upp at Oljumáladeildini kann ein eyka synergieffekt fáast, við tað at henda ekspertisan tá kann setast á Jarðfrøðisavnið og á tann hátt gerast eitt virðismikið aktiv í uppbyggingini av tí samlaða fakumhvørvinum.

Við eini skilagóðari samstarvsskipan millum Náttúruvísindadeildina og Jarðfrøðisavnið høvdu allir partar kunnað fingið stóra nyttu hvør av øðrum. Við tí stóru nøgd av dáta og við síni fakekspertisu kundi Jarðfrøðisavnið stuðlað Náttúruvísindadeildinií síni gransking og undirvísing. Ein tílík skipan vil seta Náttúruvísindadeildina í eina sterka, óhefta støðu, har grundleggjandi gransking og undirvísing á øllum universitetsstigum høvdu notið vælvild bæði frá oljufeløgum, Oljumáladeildini, Jarðfrøðisavninum og øðrum. Sum frá leið kundi Náttúruvísindadeildin gjørst serstakliga virðismikil fyri jarðfrøðiliga fakið í Føroyum sum granskingarstovnur og - ikki minst - sum "framleiðari" av nýggjum jarðfrøðiligum serkunnleika.

Martin V. Heinesen og Herálvur Joensen

 

FYLGISKJAL IX

Skriv frá Náttúruvísindadeildini,

Náttúrugripasavninum og Biofar

28. juni 1999 

Viðvíkjandi samansjóðing av Føroya Náttúrugripasavni, Náttúruvísindadeildini og Biofar
Málið um samansjóðing av Føroya Náttúrugripasavni, Náttúruvísindadeildini og Biofar hevur verið viðgjørt í ymiskum fora í meir enn eitt ár. Undirritaðu lótu úr hondum "Uppskot til samansjóðing av Føroya Náttúrugripasavni, Náttúruvísindadeildini og Biofar. Eitt nýtt univerisitetsfakultet á Fróðskaparsetri Føroya", latið Fróðskaparsetri Føroya og Undirvísingar- og Mentamálastýrinum hin 1. mai 1998. Seinni sendi Undirvísingar- og Mentamálastýrinum uppskotið til Granskingarráð Føroya, sum gav sítt ummæli 10. februar 1999. Og í mars 1999 setti landsstýrismaðurin í mentamálum eina nevnd at viðgera málið aftur. Arbeiðssetningurin er ásettur í skrivi (dagfest 8. mars 1999) frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum til avvarðandi stovnar.

Allir partar hava tikið undir við uppskotinum um samansjóðing av stovnunum, tá ræður um Náttúruvísindadeildina, Biofar og Náttúrugripasavnið, undantikið Jarðfrøðisavnið. Ymiskar uppfatanir hava verið av, um Jarðfrøðisavnið eigur at verða við í samansjóðingini ella ikki. Nevndin, sum nú arbeiðir við málinum, er komin til ta niðurstøðu, at vinnuligar og fyrisitingarligar fortreytir gera, at Jarðfrøðisavnið má skipast sum ein sjálvstøðugur stovnur við eini reglugerð, sum m.a. formaliserar eitt samstarv millum nýggja jarðfrøðistovnin og nýggja samansjóðaða universitetsfakultetið.

Undirritaðu mæla út frá hesum til, at Náttúruvísindadeildin, Biofar og Føroya Náttúrugripasavn, undantikið Jarðfrøðisavnið, verða samansjóðað sambært uppskoti okkara frá 1. mai 1998, og at samansjóðingin fær gildi frá 1. januar 2000.

Til tess er neyðugt at gera lógarbroytingar fyri Fróðskaparsetrið og Náttúrugripasavnið (sí s. 3 í samansjóðingaruppskotinum frá 1. mai 1998). Haraftrat er neyðugt at gera útgreining av fíggjarstýringini, av arbeiðsgongdum og av starvsøkjunum hjá einstøku persónunum í samansjóðaðu eindini. Hetta útgreiningararbeiðið eigur at verða gjørt sum skjótast heystið 1999.

Hans Pauli Joensen
megindeildarformaður
Náttúruvísindadeildin
Dorete Bloch
fyristøðufólk
Náttúrugripasavnið
Jan Sørensen
leiðari
Biofar