Álit um skipan av føroyskum oljufelag

 

 

 

ÁLIT

Skipan av

føroyskum landsoljufelag 

Oktober 1999

Innihaldsyvirlit 

1. Inngangur

2. Samandráttur og tilmæli

2.1 Stevnumið
2.2 Luttøkustig
2.3 Skipan av landsoljufelag
2.4 Leiklutur hjá landsoljufelagnum
2.5 Uppskot til skipan av føroyskum landsoljufelagi P/F

3. Grundgeving fyri landsoljufelagi og stevnumið

3.1 Samfelagslig stevnumið við oljuvinnuni
3.2 Grundgeving fyri landsoljufelagi
3.3 Stevnumið hjá landsoljufelagi

4. Skipan av landsoljufelagi 

4.1 Partafelag / landsfyritøka
4.2 Ognarviðurskifti 
4.3 Stýring av landsoljufelagi 
4 4 Føroysk, almenn partafeløg

4.4.1  Generelt
4.4.2  Ítøkilig parrtafeløg

4.5. Útlendsk, almenn oljufeløg
4.6. Uppskot til skipan av føroyskum landsoljufelagi P/F

5. Leiklutir hjá einum landsoljufelag

5.1 Leiklutur í mun til umsitingarligu skipanina
5.2 Leiklutur í mun til útlendsk og føroysk oljufeløg 
5.3 Leiklutur í mun til føroyska vinnulívið

6. Løgtingslóg og viðtøkur fyri landsoljufelag

    1. Uppskot til løgtingslóg fyri landsoljufelag
    2. Uppskot til viðtøkur fyri landsoljufelag

Fylgiskjal

Dømi um verkætlan
1. Gongd í eini verkætlan
2. Møgulig luttøkustig 
3. Fíggjarlig viðurskifti o.a.

1. Inngangur

Í desember 1997 setti táverandi løgmaður nevnd við tí arbeiðssetningi at greiða og koma við tilmælum um, hvussu eitt føroyskt landsoljufelag eigur at verða skipað við atliti at ognarviður-skiftum, stýring, handilsligum og samfelagsligum stevnumiðum og leikparti tess í sambandi við politisku og umsitingarligu skipanina og privata føroyska vinnulívið.

Limir í nevndini vóru:
Arne Poulsen, aðalstjóri, Vinnumálastýrið, formaður
Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri
Malan Johansen, búskaparfrøðingur, (fór úr nevndini í juli 1998)
Bjarni Olsen, stjóri, Føroya Sparikassi
Jógvan E. Ellefsen, advokatur

Oljumáladeildin hevur verið skrivstova hjá nevndini, og Petur Joensen hevur verið skrivari.

Nevndin hevur umframt innanhýsis fundir havt fundir við og ráðført seg við myndugleikar í Noregi og Danmark og oljufeløg í Noregi, Danmark, Grønlandi og í Føroyum.

Arbeiðssetningurin hjá nevndini er hin sami, sum Oljuráðleggingarnevnd Landsstýrisins í frágreið-ingini "Fyrireikingar til oljuleiting" mælir til í síni niðurstøðu um eitt føroyskt oljufelag. Tó skuldi nevndin ikki viðgera spurningin, um felagið skal stovnast, men bert hvussu felagið kann stovnast.

2. Samandráttur og tilmæli

2.1 Stevnumið

Høvuðsstevnumiðið hjá Føroyum at fara upp í oljuvinnuna er at fáa samfelagnum sum mest burtur úr peningaliga og menningarliga. Hesi stevnumið kunnu røkkast á ymiskan hátt og við ymiskum amboðum.

Dentur kann verða lagdur á at fáa inntøkur av avgjøldum og skattum, at skapa vinnumøguleikar og arbeiðspláss, at menna førleikastigið o.s.fr. Eitt av amboðunum at røkka nøkur av hesum málum kann vera at seta á stovn eitt føroyskt landsoljufelag, ið kann luttaka í eini møguligari oljuvinnu.

Í fleiri londum – eisini í okkara grannalondum – hava myndugleikarnir valt at lata eitt landsolju-felag taka sær av handilsligu áhugamálunum fyri á hendan hátt at koma longur á leið at røkka teimum ymisku endamálunum hjá samfelagnum í samband við oljuvinnu.

Hóast nevndin ikki hevur viðgjørt spurningin, hvørt eitt føroyskt landsoljufelag skal setast á stovn, eru nøkur sjónarmið fyri og ímóti endurgivin í hesum áliti.

Einum landsoljufelag kann tryggjast luttøku í øllum loyvum. Landsoljufelagið kann sostatt fáa kunnleika til alt virksemi á føroyskum øki og kann tí veita myndugleikunum virðismikla vitan í samband við stýring, eftirlit og tilrættislegging. Eisini kann stovnan av einum landsoljufelag gera tað greiðari hjá útlendsku oljufeløgunum at samstarva við føroysk oljuáhugamál, og eitt landsoljufelag kann í sínum virksemi náttúrliga væntast at fara at hava fyrilit fyri almennum, føroyskum atlitum.

Privat føroysk oljufeløg fara ikki at hava sama tilknýti til tað almenna og kunnu tí ikki hava sama leiklutin sum eitt landsoljufelag. Privatum oljufeløgum kann neyvan tryggjast luttøku í øllum loyvum, og tí fæst ongin vissa fyri, at tey sleppa upp í eina møguliga oljuvinnu.

Vansar eru tó eisini við einum landsoljufelag. At luttaka beinleiðis í oljuvinnuni kann vera sera peningakrevjandi, og váðin er eisini stórur. Tað kann somuleiðis vera trupult at byggja upp neyðugan førleika við avmarkaða fólkatilfeinginum í Føroyum. Hesin vansin kann tó møguliga avmarkast við samstarvi millum landsoljufelagið og privatu feløgini ella við partvíst at brúka útlendska arbeiðsmegi eina tíð.

 

Aðrir vansar kunnu vera, at eitt alment felag kann gerast minni effektivt enn eitt privat felag, og at eitt landsoljufelag kann koma at fáa ov stóra sjálvstøðuga ávirkan í samfelagnum.

Landsoljufelagið eigur ikki at hava somu stevnumið sum samfelagið hevur við oljuvinnuni, tí umráðandi er, at felagið sum frálíður verður ført fyri at virka undir marknaðartreytum, og hetta krevur, at felagið verður rikið eftir handilsligum grundreglum.

Til tess ikki at forða landsoljufelagnum at røkja sítt handilsliga stevnumið best møguligt má ansast eftir, at tað almenna ikki áleggur felagnum ov nógvar byrðar. Til tess at tryggja javnvág millum handilsligu og samfelagsligu stevnumiðini, hevur tað stóran týdning, at gjørdar verða reglur, sum greitt skipa viðurskifti felagsins.

Eitt landsoljufelag, ið luttekur beinleiðis í vinnuni á handilsligum grundarlagi, kann væntast umvegis at røkja nøkur samfelagslig stevnumið, so sum:

Sum heild kann eitt landsoljufelag sum frálíður gerast ein týðandi veitari hjá almennu umsitingini, útlendsku oljufeløgunum, vinnuni og politisku skipanini av tekniskari og handilsligari vitan um oljuvinnu og vitan um føroyska samfelagið. Á henda hátt kann tað gera sítt til, at samfelagið fær sum mest gagn av eini møguligari oljuvinnu. Eisini fer tað meira nágreiniliga innlitið, sum eitt landsoljufelag fær, at hava við sær, at tað almenna og samfelagið sum heild kunnu kenna seg tryggari við tær upplýsingar, sum fáast frá oljufeløgunum og um oljuvirksemið.

 

2.2 Luttøkustig

Eitt føroyskt landsoljufelag kann luttaka í møguligari oljuvinnu á føroyskum øki á ymiskum stigum innan up-stream virksemi.1) Harumframt er møguleiki fyri, at myndugleikarnir tilskila sær rætt (optión)2) at lata landsoljufelag fáa part í loyvum.

Í fylgiskjalinum eru dømi lýst um møgulig luttøkustig, men nevndin tekur ikki støðu til, á hvørjum stigi eitt landsoljufelag eigur at virka.

Luttøkustigini røkka heilt frá tí mest einfaldu luttøkuni, ið er eitt felag, sum bert umsitur felagsins partar í loyvum, til eitt fult virkið oljufelag, sum kann átaka sær fyristøðufelagsuppgávur.

Skal landsoljufelagið bert umsita nøkur fá loyvi, krevst bert eitt avmarkað tal av starvsfólkum – upp í eini 5 fyrisitingarfólk.

Skal felagið eisini vera ført fyri at verða við í reservoirmetingum og tilrættislegging av framleiðslu-útgerð, krevjast fleiri starvsfólk, eitt nú verkfrøðingar, alt eftir hvussu nógv loyvi talan er um.

Skal felagið vera fyristøðufelag, er støðan heilt øðrvísi. Byrjast kann t.d. við, at landsoljufelagið átekur sær fyristøðufelagsuppgávur saman við øðrum felag, eins og norska felagið Saga gjørdi í byrjanini. Saga fekk fólk frá ESSO at leiðbeina seg í hesum uppgávum og gjørdist sum fráleið tøkniliga ført fyri at átaka sær allar uppgávur í eini verkætlan.

Skal landsoljufelagið átaka sær fyristøðufelagsuppgávur, verður brúk fyri nógv fleiri fólkum. Kortini er ikki neyðugt, at felagið sjálvt setir øll fólkini í starv, men kunnu fólk leigast eftir tørvi, eins og danska hálvalmenna fyristøðufelagið, DANOP3), hevur gjørt.

 

2.3 Skipan av landsoljufelag

Tá metast skal um undir hvørjum formi eitt møguligt landsoljufelag skal rekast, er neyðugt at gera hesa meting við atliti til endamál felagsins, og m.a. hava í huga løgfrøðilig, fíggjarlig og politisk viðurskifti. Virksemið kann verða rikið í partafelagsformi ella sum beinleiðis virksemi hjá landinum, t.d. sum landsfyritøka.

Partafelag/landsfyritøka

Eitt partafelag er ein sjálvstøðugur løgfrøðiligur persónur, hvørs virksemi er fyriskipað í partafelagslógini. Nevndin í einum partafelag hevur bæði formliga og veruliga heimild at taka avgerðir felagsins vegna. Einasti formligi møguleiki eigarans fyri beinleiðis ávirkan er at skifta nevndina út á aðalfundi felagsins. Hetta avmarkar møguleikan hjá eigaranum at ávirka leiðsluna, og verjir sostatt leiðslu felagsins ímóti politiskari stýring, har tað almenna er eigari.

Er talan ikki um partafelag, men um landsfyritøku, má roknast við, at politiski myndugleikin vanliga hevur størri møguleika fyri at ávirka dagliga raksturin.

Størra virkisfrælsið hjá einum partafelag ger, at tað betur enn ein landsfyritøka er ført fyri at kappast við onnur feløg innan sama virkisøki. Eisini er lættari at samanbera roknskapin hjá einum almennum partafelag við roknskapin hjá einum kappingarneyta, har partafelagsformurin verður nýttur. Í so máta verður rakstrarúrslit felagsins meira sjónligt, og hetta fer at hava við sær, at felagið verður meira kappingartilvitað.

Eitt landsoljufelag eigur at verða rikið eftir handilsligum grundreglum, og virksemið sum heild eigur at verða rikið eftir meginreglunum fyri vinnuligar fyritøkur. Hetta merkir, at partafelagsform-urin er væl egnaður.

Í hesum sambandi eigur at verða umhugsað, um serlig viðurskifti hjá einum landsoljufelag gera, at partafelagið eigur at verða skipað á serligan hátt við atliti til ognarviðurskifti og stýring.

Ognarviðurskifti

Verður roknað við, at loyvistreytirnar áseta, at eitt føroyskt landsoljufelag skal luttaka í øllum loyvum og verða borið4) – t.v.s. at hinir loyvishavararnir gjalda útreiðslurnar hjá viðkomandi felag – er mest sannlíkt, at politiska kravið er, at landsoljufelagið skal verða almenn ogn.

Politiska grundsjónarmiðið verður helst, at tá Føroya fólk eigur oljuna í undirgrundini, skal alt Føroya fólk eisini eiga tað, sum kemur burturúr, at oljufeløgini bera eitt partafelag. Eisini tí at oljufeløgini neyvan bera tað ókeypis.

Roknað verður ikki við beinleiðis privatari ognarluttøku fyrstu árini. Hinvegin kann hugsast, at breið politisk semja verður um, at eitt alment landsoljufelag á ein ella annan hátt skal samstarva við privat feløg.

Stýring av landsoljufelagi

Greiður skilnaður eigur at vera ímillum landsins myndugleikaleiklut og tess eigaraleiklut mótvegis felagnum. Ikki minst tá onnur feløg eru, bæði føroysk og útlendsk, sum mugu metast at vera kappingarneytar hjá landsoljufelagnum, er umráðandi, at felagið og teir valdu nevndarlimirnir ikki útinna myndugleikauppgávur á økinum.

Tað almenna eigur, eins og aðrir eigarar av partafeløgum, at útinna sín eigaraleiklut á aðalfundi sambært partafelagslógini.

Týdningarmikið er, at ábyrgdarviðurskiftini ímillum ávikavist felagið, landsstýrið og løgtingið eru greið. Sostatt má vera heilt greitt, at tað er landsstýrið, umboðað av avvarðandi landsstýrismanni, sum útinnir tann faktiska eigaramyndugleikan, og at viðkomandi landsstýrismaður síðani ábyrgist mótvegis løgtinginum fyri sína útinnan av hesum eigaramyndugleika.

Nevndarlimir eiga at verða valdir eftir persónligum førleika. Nevndarformaðurin eigur ikki at starvast í almennu umsitingini, tí hann skal, um neyðugt, vera førur fyri óheftur at umboða felagið mótvegis eigaranum. Fólk, sum starvast við almenna oljuumsiting, eiga ikki at vera nevndarlimir.

Tá eitt landsoljufelag og rakstur tess kann fáa ógvuliga stóra ávirkan á føroyska samfelagið, má eitt politiskt eftirlit tó metast neyðugt. Í hesum sambandi eigur at verða umhugsað, um setast skal eitt umboðsráð at hava eftirlit við leiðslu felagsins, og/ella um landsstýrismaðurin saman við nevnd og stjórn felagsins skal kunna løgtingið eftir ávísari skipan.

Royndirnar hjá DONG5) hava víst, at ein slík skipan kann eggja til eitt ynskiligt samlag ímillum eitt landsoljufelag og politisku skipanina.

2.4 Leiklutur hjá landsoljufelagnum

      Umsiting av loyvum og eftirlit við oljuvirkseminum verða í høvuðsheitinum uppgávur, sum almennu umsitingarmyndugleikarnir fara at taka sær av, og greiður skilnaður eigur at vera ímillum oljumyndugleikaleiklutin og oljufelagsleiklutin. Viðurskiftini millum almennu umsitingina og almenna oljufelagið verða í meginregluni eins og millum almennu umsitingina og privat føroysk og útlendsk oljufeløg. Hinvegin eigur tað almenna at fáa sum mest burtur úr eini møguligari oljuvinnu á føroyskum øki, bæði sum myndugleiki og sum eigari av einum oljufelagi.

      Leikluturin hjá einum føroyskum landsoljufelag eigur at vera at taka sær av handilsligu áhugamálunum hjá landinum í samband við leiting eftir og framleiðslu av kolvetni við Føroyar.

      Um avgerð verður tikin um at stovna landsoljufelag, eigur sum skjótast at verða bygdur upp tann førleiki, sum krevst til tess, at felagið verður umsitið nóg væl, er ført fyri at gera seg galdandi í teimum ymisku samtøkunum og er ført fyri at veita eigaranum, almennu umsitingini, oljufeløgunum og føroysku vinnuni tað innlitið, sum hvør av hesum pørtum hevur fyri neyðini ella hevur gagn av.

      Hinvegin verður mælt til, at møguleikin fyri at samstarva antin við oljuumsitingina ella við føroysku oljufeløgini um felags arbeiðsmegi í einum byrjunartíðarskeiði, verður kannaður. Verður ein slíkur leistur valdur, má tað sjálvsagt gerast á ein hátt, sum ikki gongur áhugamálum felaganna ella umsitingini ov nær, ella kann fáa negativar avleiðingar fyri samstarvið í teimum ymisku samtøkunum og millum oljufeløgini og oljuumsitingina.

       

2.5    Uppskot til skipan av føroyskum landsoljufelagi P/F

Skotið verður upp, at landið stovnar felagið og verður einsamallur partaeigari, og at partabrøv ikki kunnu avhendast uttan við heimild í løgtingslóg.

Í parti 6 leggur nevndin fram uppkast til uppskot til løgtingslóg um stovnan av landsoljufelag og uppskot til viðtøkur.

Endamál felagsins verður at reka kolvetnisvinnu og aðra vinnu, sum hevur samband við slíkt virksemi. Felagið verður rikið eftir meginreglunum fyri vinnuligar fyritøkur. Hetta er eisini galdandi, tá felagið átekur sær skyldur sambært loyvi, sambært avtalur við almennar myndugleikar v.m.

Felagið skal hava eitt umboðsráð við 10-15 limum, sum skal hava eftirlit við leiðslunnar fyrisiting av viðurskiftum felagsins. Flokkarnir á løgtingi skjóta upp hvør sítt umboð, sum avvarðandi landsstýris-maður tilnevnir sum umboðsráðslimir. Hinir limirnir, sum skulu vera meirilutin av umboðsráðslim-unum, verða valdir á aðalfundi.

Um samansetingina av umboðsráðnum er annars ásett, at miðað eigur at verða ímóti, at umboðsráðið fær fjølbroytta samanseting, eitt nú við atliti til vinnuligt tilknýti. Ein limur skal umboða serkunnleika innan kolvetnisvirksemi, ein løgfrøðiligan serkunnleika og ein búskaparligan serkunnleika.

Aðalfundurin, t.v.s. avvarðandi landsstýrismaður, velur 3-5 limir í nevnd felagsins. Nevndin skipar seg við formanni og næstformanni. Valið av formanni og næstformanni skal góðkennast av avvarðandi landsstýrismanni.

Ásett er í viðtøkunum, at nevndarlimir og stjórar eru í nevndar- og stjórnararbeiðinum óheftir av landinum, starvsfólkinum og øðrum, og skulu ikki í støkum málum taka ímóti boðum frá nøkrum.

Nevndin skal sambært viðtøkunum lata landinum upplýsingar, sum eru neyðugar til tess, at landið kann meta um støðu og úrslit felagsins. Nevndin tekur avgerð um, hvussu upplýsingarnar verða latnar, og hvør nevndarlimur letur tær.

Nevndarlimir ella stjórar mugu hinvegin ikki lata landinum ella øðrum upplýsingar um nevndar- ella stjóraabeiði, sum eru av trúnaðarslagi, ella har nevndin hevur avgjørt, at tær skulu handfarast í trúnaði. Eru upplýsingarnar av slíkum slagi, at eyðsæð er, at landið eigur at verða kunnað fyri at røkja áhugamál síni, eiga upplýsingarnar tó at verða latnar landinum. Tá so er, eigur hetta bert at verða gjørt á tann hátt og av honum, sum nevndin hevur tikið avgerð um, og nevndin kann í einstaka førinum sýta fyri, at upplýsingarnar verða latnar, stríðir hetta avgerandi ímóti áhugamálum felagsins, ella tað ikki er órímiligt at bíða til næsta ársaðalfund.

Sambært viðtøkunum hevur nevndin á ársaðalfundi skyldu til at kunna um mál, sum verða mett at hava samfelagsligan týdning. Eisini skal kunnast um rakstrar- og íløguætlan fyri komandi árini, og um avgerðir hjá stjóra ella nevnd, sum beinleiðis ella óbeinleiðis viðvíkja uttanfelagsligum áhugamálum hjá stjóra ella nevndarlimi.

Harumframt skal nevndin leggja fyri ársaðalfund ella eykaaðalfund einstøk mál, sum mugu metast at hava stóran politiskan ella prinsipiellan týdning, og/ella kunnu elva til munandi samfelagsligar avleiðingar. Hevur ikki frammanundan verið møguligt at leggja slíkt mál fram á aðalfundi, skal aðalfundurin sum skjótast kunnast um avgerð nevndarinnar.

Viðmerkjast skal, at umboðsráðið sambært partafelagslógini eisini hevur heimild til at kalla inn til eykaaðalfund.

Loksins skal nevnast, at felagið eina ferð um árið skal gera eina frágreiðing, har greitt verður landsstýrinum frá virksemi felagsins farna árið og ætlaða virkseminum komandi árini, og hvussu virksemið verður fíggjað. Frágreiðingin skal leggjast fyri umboðsráðið til ummælis, og frágreiðing og ummæli skulu síðani latast avvarðandi landsstýrismanni. Hendan frágreiðing kann sostatt eisini gerast íkast til ta frágreiðing, sum landsstýrið sambært løgtingslóg um kolvetnisvirksemi, § 44, í minsta lagi annað hvørt ár skal leggja fyri tingið sum grundarlag fyri einum oljupolitiskum orðaskifti.

3. Grundgeving fyri landsoljufelagi og stevnumið.

3.1 Samfelagslig stevnumið við oljuvinnuni

Høvuðsendamálið hjá Føroyum at fara upp í oljuvinnu er at fáa samfelagnum sum mest burtur úr peningaliga og menningarliga. Her verður ikki hugsað um løtuvinning, men úrtøkuna hjá samfel-agnum yvirhøvur í longri framtíð.

Høvuðsstevnumiðið kann býtast í undirstevnumið, so sum:

Førleikamenning

Tað er sjálvsagt, at okkum – einstaklingum, virkjum og myndugleikum - tørvar útbúgving og royndir, skulu vit verða før fyri at luttaka í og stýra oljuvirkseminum við Føroyar.

Tann førleiki, sum fæst við at taka lut í oljuvirkseminum, kann eisini verða brúktur í øðrum virksemi. Tað er av alstórum týdningi, at vit byggja upp førleikar, sum kunnu koma okkum til góðar, eisini eftir at møgulig olja við Føroyar er uppi ella leitingin hevur verið til fánýtis. Her verður ikki minst hugsað um at menna leiðsluførleikan til tess at styrkja okkara altjóða kappingar-føri.

 

Fáa vinnuligt virksemi í lag

Tá tosað hevur verið um meinbogar fyri, at føroysk virki kunnu menna seg, hevur ofta verið víst á, at okkara heimamarknaður er lítil, og at vit liggja langt frá marknaðunum á meginlandinum. Kemur oljuvirksemi higar, verður tann marknaðurin munandi nærri, og hann verður ein partur av okkara heimamarknaði. Møguleikin fyri at veita vørur og tænastur verður harvið størri.

Inntøkur til tað almenna

Oljuvirksemið kann gerast ein munandi inntøkukelda hjá landskassanum.

Tað almenna kann fáa inntøkur á ymsan hátt. Av teimum meira beinleiðis skattleggingaramboðun-um kunnu nevnast vanligur skattur, onnur gjøld og eyka skattur. Tað almenna kann eisini áleggja oljufeløgunum ymist, sum ikki beinleiðis kann kallast skattlegging, men sum kortini antin er ein inntøka hjá landinum ella ein sparing hjá landinum.

Veitingartrygd / orkupolitikkur

Trygdin fyri at hava atgongd til orku hevur sera stóran týdning. Fyri okkum er henda atgongdin tó tryggjað í neyðveitingarskipanini hjá International Energy Agency (IEA) umvegis Danmark6).

3.2    Grundgeving fyri landsoljufelagi

Til tess at náa nevndu stevnumið hevur tað almenna brúk fyri "amboðum" at røkja almennu áhugamálini við. Í summum londum hava myndugleikarnir valt at lata eitt landsoljufelag taka lut í teimum handilsligu og vinnuligu áhugamálunum, sum samfelagið hevur við tilknýti til oljuvirksemi. Nevndin hevur ikki sum setning at kanna, um eitt landsoljufelag skal setast á stovn, men bert hvussu eitt landsoljufelag kann setast á stovn. Kortini skal her stutt verða víst á ymisk sjónarmið fyri og ímóti at seta á stovn eitt landsoljufelag. Av tí, at hetta er uttanfyri setningin hjá nevndini, hevur hon ikki tikið støðu til hesi sjónarmið, men endurgevur tey fyri at gera framløguna meira samanhangandi.

 

Landsoljufelag í mun til privat felag

Landsoljufelagnum kann tryggjast luttøka í øllum loyvum. Slík luttøka kann neyvan tryggjast einum privatum oljufelag. Við at luttaka í øllum loyvum fær landsoljufelagið góðan kunnleika til tað virksemi, ið verður á føroyskum øki, og tað kann verða virðismikil vitan hjá myndugleikunum at fáa í samband við stýring og eftirlit, men kanska serliga í samband við tilrættislegging av øllum oljupolitikki landsstýrisins. Luttøku í øllum loyvum kunnu myndugleikarnir krevja sum part av treytunum fyri leitingarloyvi. At tryggja einum privatum felag luttøku í øllum loyvum verður neyvan mett rímiligt, tí oljan er samfelagsogn, og við at tryggja privatum felag luttøku, hevði viðkomandi partaeigarabólkur fingið serligar sømdir.

Beinleiðis luttøka í vinnuni hevur nakrar møguleikar við sær, sum annars ikki fáast. Eitt landsoljufelag, ið luttekur í vinnuni, fer eitt nú at kunna ráðgeva og vegleiða almennu myndugleikarnar í at leggja til rættis ein skilagóðan oljupolitikk og vinnupolitikk við tilknýti til oljuvinnuna. Við beinleiðis luttøku í vinnuni fæst størri handilsligt og verkligt innlit í virksemið enn tað, oljumyndugleikarnir annars fáa við luttøku á fundum við oljufeløgini og gjøgnum upplýsingar, ið verða fingnir teimum. Hóast mælt verður til, at eitt landsoljufelag skal virka á handilsligum støði (sí part 3.3), og at munur tískil ikki skuldi verið á einum almennum og einum privatum felag í so máta, so kunnu myndugleikarnir neyvan rokna við, at teir kunna brúka eitt privat oljufelag sum ráðgeva á sama hátt sum eitt landsoljufelag.

Hinvegin hevur eitt privat felag eins og eitt landsoljufelag við síni beinleiðis luttøku í einum samtaki møguleika fyri at ávirka samtakið til at brúka føroyska arbeiðsmegi og aðrar veitingar. Ein partur av loyvistreytunum kann sjálvsagt eisini verða, at feløgini skulu nýta føroyska arbeiðsmegi og veitingar.

Eitt av týdningarmestu samfelagsligu stevnumiðunum er óivað at menna førleikan hjá føroyingum. Tað veri seg til at luttaka beinleiðis í oljuvinnuni, í vinnum, sum eru knýttar at henni, ella at læra um leiðslu í altjóða umhvørvi yvirhøvur. Í hesum sambandi kann eitt føroyskt oljufelag, alment sum privat, við beinleiðis luttøku vera av stórum týdningi.

Hóast bæði førleikamenning og nýtsla av føroyskari arbeiðsmegi og veitingum í prinsippinum kunnu fremjast gjøgnum eitt privat felag, so kann eitt privat felag – sum helst bara er við í einum samtaki (og sjálvandi ikki hevur nakra trygd fyri at fáa leitiloyvi ella finna kolvetni at framleiða) – ikki veita føroyska samfelagnum nakra vissu fyri, at føroyingar sleppa beinleiðis í vinnuna og fáa teir fyrimunir, sum tað gevur. Einum landsoljufelag kann hinvegin verða tryggjað luttøku í nógvum ella øllum loyvum. Tað verður tí betur enn eitt privat felag ført fyri at tryggja føroyska samfelagnum førleikamenning og nýtslu av føroyskari arbeiðsmegi og veitingum. (Viðurskiftini millum landsoljufelagið øðrumegin og tey privatu føroysku oljufeløgini hinumegin verða nærri viðgjørd niðanfyri í parti 5.2).

Landsoljufelag í mun til oljuumsiting

Oljuumsitingin, sum er, kundi kanska hugsast at røkt tey almennu áhugamálini sum heild, og tí skuldi ikki verið neyðugt eisini at havt eitt landsoljufelag. Tá virksemið er byrjað, fer oljuumsiting-in at taka lut í fundum í samstarvsnevndunum hjá oljufeløgunum (Operating Committees) um viðurskifti á føroyska økinum, eins og hon kann krevja, at upplýsingar um virksemið verða latnar henni. Kortini er avmarkað, hvussu nógv av teimum almennu áhugamálunum, oljuumsitingin verður før fyri ella eigur at taka sær av. Oljuumsitingin verður bara við sum eygleiðari á slíkum fundum, og hevur tí ikki ávirkan á tær avgerðir, sum verða tiknar har. Oljuumsitingin kann fáa ávíst innlit, men ikki so dygt, sum fáast kann við beinleiðis luttøku í vinnuni.

Á kunningarferð í Danmark og Noregi varð víst á, at tað handilsliga innlitið, sum eitt landsoljufelag kann fáa, fáa myndugleikarnir ikki í sama mun, hóast teir hava rætt til at vera umboðaðir á fundum hjá oljusamtøkunum. Hetta innlit varð sagt at vera av sera stórum týdningi fyri myndugleikarnar, tá samráðast skal við feløgini.

Tað fer heldur ikki at bera oljuumsitingini til at luttaka beinleiðis í vinnuni og á tann hátt virka fyri summum av almennu stevnumiðunum. Høvuðsuppgávan hjá oljuumsitingini verður úr samfelags-ligum sjónarhorni at skipa fyri so skilagóðari tilfeingisumsiting og eftirliti, sum til ber. Skal hetta gerast til lítar, er best, at oljuumsitingin ikki hevur ábyrgdina av øðrum samfelagsligum stevnumiðum (sum førleikauppbygging, føroyskari luttøku o.s.fr.), tí at skilagóð tilfeingisumsiting kann stríða ímóti einum ella fleiri av hesum stevnumiðunum. Kanska kann hetta samanberast við, at Fiskimálastýrið leggur fiskivinnupolitikkin til rættis og samstundis rekur reiðarí og flakavirki.

Aðrir fyrimunir við einum landsoljufelag

Onnur grundgeving fyri at hava eitt landsoljufelag kann møguliga vera, at tað kennist greiðari hjá útlendsku oljufeløgunum, um eitt landsoljufelag finst. Hetta felag verður helst við í øllum loyvum, og tey útlendsku feløgini fáa í loyvistreytunum álagt, hvussu samstarvið við landsoljufelagið skal vera.

Umframt teir fyrimunir, sum nevndir eru, kann kanska eisini væntast, at eitt landsoljufelag í sínum virksemi náttúrliga fer at hava almenn føroysk áhugamál í huga.

Sum heild kann eitt landsoljufelag sum frálíður gerast ein týðandi veitari hjá almennu umsitingini, útlendsku oljufeløgunum, vinnuni og politisku skipanini av tekniskari og handilsligari vitan um oljuvinnu og vitan um føroyska samfelagið. Á henda hátt kann tað gera sítt til, at samfelagið fær sum mest gagn av eini møguligari oljuvinnu. Eisini fer tað meira nágreiniliga innlitið, sum eitt landsoljufelag fær, at hava við sær, at tað almenna og samfelagið sum heild kunnu kenna seg tryggari við tær upplýsingar, sum fáast frá oljufeløgunum og um oljuvirksemið.

Vansar við einum landsoljufelagi

At luttaka beinleiðis í oljuvinnuni kann vera peningakrevjandi. Starvsfólk skulu setast, útgerð keypast, og helst skulu seismiskar upplýsingar keypast. Tú kanst ímynda tær, at løn skal gjaldast upp í 5 starvsfólkum í fleiri ár, sjálvt um olja ikki er funnin. Hóast felagið verður borið (sí notu 4 á síðu 8), so skal tað vanliga sjálvt gjalda sín egna rakstrarkostnað. Hetta merkir, at felagið kann hava einar uppí 3 mió. kr. í lønarútreiðslum árliga umframt aðrar útreiðslur uttan at hava stórvegis inntøkur. Haraftrat kunnu størri útreiðslur verða til eitt nú tulking av seismikki o.t.

Hugsast kann, at tað politiskt verður trupult at taka felagið av, sjálvt um olja ikki verður funnin. Ein møguleiki at minka um henda váðan er at fáa eina sonevnda optión sum part av loyvistreytunum, tvs. ikki luttaka beinanvegin, men tryggja sær rætt til at luttaka, t.d. tá rakt er við kolvetni, sum tað loysir seg at útvinna handilsliga.

Luttøkan kann eisini vera kostnaðarmikil í leitiskeiðinum – alt eftir luttøkupartinum. Skal felagið t.d. verða uppi í leiting í 10 loyvum à 300 mió. kr., so skal tað gjalda 3 mió. kr. pr. loyvi fyri hvørt procent, sum tað luttekur við. Til ber tó at sleppa undan hesum kostnaði á tann hátt, at felagið verður borið í leitiskeiðinum. At felagið í fyrstu atløgu sleppur undan at gjalda nýtist ikki at merkja, at hini oljufeløgini fult og heilt átaka sær henda kostnað. Tað er ein spurningur, sum samráðst kann verða um í samband við loyvistreytir.

Tess størri part eitt landsoljufelag hevur í samtøkunum, størri ávirkan hevur tað, men størri upphæddir verða eisini settar upp á spæl. Hetta fer serliga at merkjast í útbyggingarskeiðinum, um mett verður, at tað lønar seg at fara undir at útnýta ein oljufund, og felagið ikki verður borið í útbyggingarskeiðinum . Tá gjalda luttakararnir í samtakinum í mun til sín luttøkupart. Hvussu stór ella lítil luttøkan skal verða, mugu myndugleikarnir sjálvir avgera – og samstundis hava í huga, hvørji onnur krøv, teir seta. Kostar útbyggingin t.d. 9 mia. kr., so kostar hvørt luttøkuprocent 90 mió. kr. Hetta skal landsoljufelagið fáa fíggjað. Verður roknað við, at eginfíggingin má vera í minsta lagi 50%, má hendan eginfíggingin, so leingi oljufelagið er nýtt, koma frá eigaranum, t.e. landinum. Er talan um luttøku upp á t.d. 5% og um meira enn eina útbygging, so er talan um fleiri hundrað milliónir krónur, sum landsoljufelagið skal fíggja gjøgnum eigaran og við fremmandafígging.

Eitt samtak velur at útbyggja eina leið, tí hon verður mett at verða lønandi. Tú skuldi tí væntað, at væl lá fyri hjá bæði eigara og felag at fáa fígging. Men nevndin fekk á kunningarferð í Danmark og Noregi at vita, at fígging er ikki altíð so løtt at útvega. Oljuprísirnir kunnu t.d. falla, so úrtøkan av útbyggingini ikki verður tann, sum upprunaliga mett. Tá minkar kredittvirði hjá bæði eigaranum, t.e. landinum, og landsoljufelagnum. Í hesum sambandi er umráðandi, at teir lánisáttmálar, sum ávikavist landið og landsoljufelagið gera, ikki eru tengdir hvør at øðrum. Her kann tað hava stóran týdning, hvussu felagið er skipað (sí part 4), men hóast virksemið verður skipað í partafelagsformi, kann tað henda, at lánveitarar hjá landskassanum knýta lánibyrðuna hjá landsoljufelagnum at landskassanum. Hetta kann skerja lánimøguleikar landskassans. Møguligur peningaligur vinningur veldst eisini um partin, tú luttekur við, men havast skal í huga, at rúm tíð gongur, áðrenn landskassin kann vænta sær vinningsbýti frá felagnum.

Ein annar vansi við einum landsoljufelag kann sigast at vera, at felagið fer at elva til størri kapping um skikkað starvsfólk. Talið á skikkaðum føroyingum við kunnleika til oljuvinnu er enn sera avmarkað, og soleiðis verður helst eisini eina tíð aftrat. Skulu vit hava privat føroysk og útlendsk feløg, oljumyndugleikar, landsoljufelag og onnur, sum hava brúk fyri starvsfólki við oljukunnleika, er vandi fyri, at hesin eftirspurningur elvir til kostnaðarøking, og at tørvurin ikki kann nøktast. Hetta talar fyri antin bert at hava eitt landsoljufelag ella eitt privat felag, og annars gjølla at umhugsa møguleikan fyri samstarvi millum landsoljufelagið og privatu oljufeløgini.

Ein triði vansi kann vera, at áhugin hjá teimum útlendsku feløgunum fyri teimum privatu føroysku feløgunum verður minni, um eitt landsoljufelag verður stovnsett. Luttekur eitt landsoljufelag við eins stórum parti í øllum loyvum, skuldi hetta tó alt annað líka ikki verið til ampa fyri privatu føroysku feløgini. Serliga ikki, um roknað verður við, at tey privatu feløgini virka á handilsligum grundarlag uttan sersømdir.

Ein fjórði vansi, sum ofta verður nevndur í sambandi við alment virksemi, er ineffektivitetur, sum kann standast av, at eitt alment felag ikki í sama mun, sum eitt privat felag, skal svara sínum eigarum fyri, hvussu nógv virksemið kastar av sær.

Ein fimti vansi er, at eitt landsoljufelag kann fáa ov stóra sjálvstøðuga ávirkan í samfelagnum (statur í statinum), um oljuvirksemið verður stórt. Skipanin í Noregi við SDØE (Statens Direkte Økonomiske Engasjement - sí part 5), varð sett í verk, tí politiska valdið vildi minka um vaksandi valdið hjá Statoil.

Seinast, men ikki minst, eigur at verða havt í huga, at seta myndugleikarnir sum treyt, at eitt landsoljufelag skal upp í virksemið, er hugsandi, at teir mugu slaka í onkrum øðrum kravi. Luttøkan og støddin á luttøkupartinum mugu tí setast upp ímóti, hvat annars kundi fingist burturúr. Her eigur eisini at verða havt í huga, at summi privat feløg ikki bert kenna tað sum eina fíggjarliga byrðu at samstarva við eitt landsoljufelag, sum skal berast, men tey kenna tað eisini yvirhøvur sum eina byrðu at hava landsoljufeløg uppi í samtøkunum. Orsøkin til tess kann vera, at almenn feløg ofta hava onnur atlit enn bara handilslig.

 

3.3 Stevnumið hjá landsoljufelagi

Omanfyri er m.a. greitt frá, hví tað kann vera skilagott at seta á stovn eitt landsoljufelag. Tey samfelagsligu stevnumiðini við oljuvinnuni, sum eru nevnd í broti 3.1, eiga tó ikki at verða tey stevnumið, sum landsoljufelagið grundar sítt virki á.

Sera umráðandi er, at felagið sum frálíður verður ført fyri at virka undir marknaðartreytum. Hetta krevur, at felagið verður rikið eftir handilsligum grundreglum. Handilsliga riknu feløgini hava mest møguligan vinning sum høvuðssetning. Eitt landsoljufelag, sum hevur annan setning enn tey privatu feløgini í samtakinum, kann gera samarbeiðið trupult.

Til tess ikki at forða landsoljufelagnum at røkja handilsliga stevnumiðið best møguligt eigur at verða ansað eftir, at tað almenna ikki áleggur felagnum ov nógvar byrðar. Hesa javnvág kann verða ringt at finna. Verður felagið stovnað, verður tað til tess at røkja nøkur samfelagslig áhugamál aftrat tí handilsliga setninginum, men eigarin - tað almenna - eigur at hugsa væl um, hvussu virkin eigaraleikluturin í felagnum skal verða. Til tess at tryggja røttu javnvágina er týdningarmikið at gera reglur, sum greitt skipa viðurskifti felagsins, herundir viðurskiftini millum eigaran og felagið. Hesin spurningur verður viðgjørdur niðanfyri í parti 4.

Tankarnir um, at virksemið skal byggjast á handilsligar grundreglur samsvara við stevnumiðini hjá DONG, Statoil og Nunaoil:

Í §2 í lógini um DONG verður sagt, at "selskaberne driver på forretningmæssigt grundlag virksomhed inden for energiområdet i overensstemmelse med de formål, der er angivet i vedtægterne". Í viðtøkunum stendur at "selskabets formål er direkte eller indirekte, såvel her i landet som i udlandet, at fremskaffe, opbevare, transportere og sælge olie, olieprodukter og naturgas, samt drive hermed beslægtet virksomhed. Selskabet driver tillige virksomhed med efterforskning og indvinding af geotermisk energi".

Í §1 í viðtøkunum hjá Statoil stendur, at felagið "har til formål selv, eller gjennom deltakelse i eller sammen med andre selskaper å drive undersøkelse etter og utvinding, transport, foredling og markedsføring av petroleum og avledede produkter, samt annen virksomhet".

Í lógini, har heimilað verður at stovna Nunaoil, stendur í §1 "et aktieselskab til varetagelse af fælles dansk og grønlandsk offentlig deltagelse i kulbrinteaktiviteter i Grønland". Í viðtøkunum §2 stendur, at "selskabets formål er varetagelse af aktiviteter vedrørende kulbrinter i Grønland samt opgaver uden for Grønland, der står i naturlig forbindelse hermed".

Undir hesum endamálsorðingum luttaka hesi feløg beinleiðis í vinnuni, og hava á tann hátt møguleika at virka sum amboð hjá tí almenna til eisini at røkka fleiri almenn stevnumið.

Við einum landsoljufelag, ið luttekur beinleiðis í vinnuni á handilsligum grundarlag, kann væntast, at felagið umvegis fer at nøkta nøkur samfelagslig stevnumið, so sum:

Hjá almennu feløgunum í Noregi og Grønlandi, ávikavist Statoil og Nunaoil, er ella hevur ein av høvuðsuppgávunum verið at virka fyri, at virki í teirra londum mest møguligt sluppu at lata oljuvinnuni vørur ella tænastur.

Í Danmark tykist áskoðanin hinvegin heldur at hava verið, at vinnulívið sjálvt skal syrgja fyri, at tað sleppur at lata oljuvinnuni vørur og tænastur. Áskoðanin er, at virkar tað almenna ov nógv fyri hesum, hevur tað í ávísan mun við sær, at kappingarførið hjá veitarunum verður ikki so gott, sum tað verður, um vinnulívið sjálvt syrgir fyri at sleppa framat at lata vørur og tænastur. Verða vørurnar og tænasturnar ov dýrar, verða oljuverkætlanirnar eisini óneyðuga dýrar. DONG hevur tó víst á, at við sínum kunnleika til danska vinnulívið hevur felagið verið ført fyri at víst samstarvsfeløgunum í teimum samstarvsnevndum (Operating Committees), har DONG hevur verið umboðað, á kappingarførar danskar fyritøkur.

Við í slíkar metingar eigur eisini at verða tikið, at neyðugt kann verða at hjálpa føroyskum fyritøkum at lata vørur og tænastur í fyrstani, tí teirra kappingarføri verður neyvan so gott, sum kappingarførið hjá teimum útlendsku fyritøkunum, ið hava nógvar royndir.

Tá støða skal takast til stevnumiðini hjá felagnum, skal eisini avgerast, hvussu víðfevndum virksemi miðast skal ímóti. Beinanvegin at miða ímóti at byggja upp eitt føroyskt landsoljufelag, ið kann meta seg javnt við DONG og Statoil, er valla rætt. DONG og Statoil høvdu aðrar fyritreytir at virka undir, enn eitt møguligt føroyskt landsoljufelag fer at hava. Tey hava munandi størri fólkagrundar-lag at byggja á, og vinnulívið í Danmark og Noregi, ið er knýtt at oljuvinnuni, er munandi størri enn okkara.

Hvussu víðfevnt virksemið er hjá einum oljufelag, kann greinast sundur í luttøkustig (í fylgiskjalinum eru luttøkustigini gjøllari viðgjørd):

Mest einfalda luttøkan er, um felagið bert umsitur ein part í einum loyvi (stig 1 – sí mynd 3 í fylgi-skjalinum). Talan er tá um óvirkna luttøku og krevur einans umsitingarligan førleika. Verður hetta hildið at vera ov lítil luttøka, og at felagið skal hava eina meira virkna luttøku, kann felagið eisini útvega sær førleika til at verða við í tøkniligum arbeiði. Her verður hugsað um arbeiði viðvíkjandi viðurskiftum í undirgrundini, har kolvetni verða funnin, og tilrættislegging av framleiðsluni, herundir fram-leiðsluútbúnaðinum. Í fyrstani kann luttøka í hesum partinum verða avmarkað til at fylgja við í arbeiðinum, sum hini feløgini gera. Seinni kann felagið so eisini sjálvt gera hetta arbeiðið (stig 2). Skal virksemið síðani víðkast, er næsta stigið at luttaka beinleiðis og møguliga standa fyri boring og framleiðslu av kolvetnum (verða fyristøðufelag – stig 3-4). Skal felagið gera hetta einsamalt, krevst hollur kunnleiki innan øll øki í vinnuni, og tað setir stór krøv til felagið. Tó er ikki vist, at felagið nýtist at átaka sær allar uppgávur, ið hoyra til fyristøðufelagsleiklutin. Ein møguleiki er at vera med-fyristøðufelag, tvs. vera fyristøðufelag saman við øðrum felag og hava ábyrgdina av størri ella minni fyristøðufelagsuppgávum.

Í lýstu verkætlanini í fylgiskjalinum er sæð burtur frá sokallaðum down-stream virksemi, tvs. virksemi við at reinsa og viðgera oljuna og síðani selja hana.

Verður valt ikki at stovna landsoljufelag beinanveg í 1. útbjóðingarumfari, kunnu myndugleikarnir tilskila sær rætt til seinni – t.d. beint sum kolvetni eru funnin - at fáa part í teimum loyvum, sum givin eru, og at lata landsoljufelagnum henda rætt, men er ætlanin at stovna felagið seinni, má hædd takast fyri hesum í samband við útbjóðingarumfør, eitt nú viðvíkjandi treytum í møguligum optiónum og viðvíkjandi seismiskum upplýsingum.

4. Skipan av landsoljufelagi

Tá metast skal um, undir hvørjum formi eitt møguligt landsoljufelag skal rekast, er neyðugt at gera hesa meting við atliti til tað endamál, sum eitt slíkt felag skal hava. Nógv viðurskifti eru, sum mugu havast í huganum, bæði løgfrøðilig, fíggjarlig og ikki minst politisk.

Virksemið kann verða rikið í partafelagsformi ella sum alment virksemi hjá landinum, t.d. sum landsfyritøka.

Niðanfyri eru umrøddir hvørjir høvuðsmunir eru á, at virksemið verður rikið í einum partafelag (P/F) ella sum landsfyritøka.

4.1 Partafelag / landsfyritøka

Eitt partafelag er ein sjálvstøðugur juridiskur persónur, hvørs virksemi er fyriskipað í partafelagslógini. Partafelagslógin ásetur, at felagið skal hava eina nevnd, ið hevur sjálvstøðuga ábyrgd og heimild, og sum er ímillum dagligu leiðslu felagsins og eigaran.

Nevndin í einum P/F hevur bæði formliga og veruliga heimild at taka avgerðir felagsins vegna. Tekur eigarin ikki undir við eini avgerð hjá nevndini, er einasti beinleiðis møguleiki, hann formliga hevur fyri ávirkan, at skifta nevndina út á aðalfundi felagsins. Hetta avmarkar møguleikan hjá eigaranum at ávirka leiðsluna, og verjir leiðslu felagsins ímóti politiskari stýring, har tað almenna er eigari.

Er talan ikki um partafelag, men um landsfyritøku, má roknast við, at politiski myndugleikin vanliga hevur størri møguleika fyri at ávirka dagliga raksturin.

Hóast tað almenna ígjøgnum val av nevndarlimum, sum starvast í umsitingini, og við at vera tann, sum velur nevndarlimir í nevndina, í ein ávísan mun kann útinna sítt vald mótvegis einum P/F, ger partafelagsformurin tó, at politiski myndugleikin yvirhøvur hevur minni møguleika at gera sína ávirkan galdandi, uttan so, at serstakar ásetingar verða gjørdar um hetta, eitt nú sambært lóg, í loyvistreytum ella í viðtøkum felagsins.

Partafelagsformurin gevur sostatt vanliga leiðsluni størri virkisfrælsi á tann hátt, at eitt alment P/F innan endamálsgrein sína hevur betri møguleika at avgreiða nýggjar uppgávur, taka ímóti nýggjum avbjóðingum, fremja umleggingar v.m.

Størra virkisfrælsið hjá einum P/F sæst eitt nú við, at meðan ein landsfyritøka er bundin av teimum ásetingum, sum eru galdandi fyri starvstreytir hjá tí almenna, herundir áseting av lønum v.m., hevur eitt P/F størri arbeiðsgevarapolitiskt spælirúm, og kann lættari broyta lønarsáttmálar v.m.

Hetta ger, at er talan um eitt vinnuligt øki, har kapping er um eina ávísa arbeiðsmegi, hevur ein landsfyritøka vanliga ikki møguleika at kappast við kappingarneytar, sum vilja útvega sær neyðuga arbeiðsmegi við at bjóða hægri løn.

Fleiri ásetingar, sum eru galdandi fyri almennu fyrisitingina, eru sum útgangsstøði ikki galdandi fyri eitt P/F, eitt nú lógin um innlit í fyrisitingina, fyrisitingarlógin og lógin um evnisskráir.

Fyri landsfyritøkur galda roknskapar- og grannskoðanarreglur fyri virksemið hjá landinum. Er talan um eitt P/F, galda partafelagslógin og ársroknskaparlógin.

At P/F skal nýta ársroknskaparlógina ger, at nýttar verða somu upplýsingar- og roknskaparreglur sum í roknskapum hjá kappingarneytum, ið nýta partafelagsformin.

Hetta hevur við sær, at er talan um eitt vinnuøki, har vanligt er at nýta partafelagsformin, verður lættari at samanbera roknskapin hjá einum almennum P/F við roknskapin hjá einum kappingarneyta fyri harvið at staðfesta, hvussu virksemið gongur hjá tí almenna P/F í mun til, um virksemið verður rikið sum alment virksemi hjá landinum. Í so máta verður rakstrarúrslit felagsins meira sjónligt, og tað ber í sær, at felagið gerst meira kappingartilvitað.

Gjaldingar millum landið og P/F skulu takast við á fíggjarlógina. Eitt nú gjalding av kapitalinnskoti, almennum lánum og stuðuli. Um møguligt útbýti frá felagnum kann viðmerkjast, at felagið sambært partafelagslógini ikki kann rinda landinum meira í útbýti, enn nevndin hevur skotið upp ella givið loyvi til.

Landið hevur ikki ræði á virksemi felagsins, heldur ikki á møguleikum felagsins at taka upp lán og at fremja íløgur. Skulu landsstýri ella løgting tryggja sær ávirkan í so máta, má hetta gerast við ásetingum í lóg, viðtøkum felagsins og/ella møguligum loyvum, sum givin verða felagnum í samband við virksemi tess.

Vil eigarin tað, kunna partabrøv í felagnum verða seld, ella onnur kunnu fáa møguleika at tekna partapening í felagnum.

Koma nýggir eigarar upp í felagið antin við at keypa partabrøv hjá landinum ella við nýtekning av privatum partapeningi kann hugsast, at eigararnir fara at fylgja betri við rakstrinum. Hetta fer at seta enn størri krøv til eitt alment P/F um at reka virksemið á dyggum vinnuligum grundarlag. Verður mett, at eigarans eftirlit við rakstrinum ikki er so gott í almennum fyritøkum sum í privatum, kann tað hava positiva ávirkan at selja ein part av partapeninginum yvir á privatar hendur. Fáa privat áhugamál møguleika at keypa partapening, fáa fólk sum heild størri áhuga fyri felagnum.

Til ber eisini at útvega felagnum kapital á privata kapitalmarknaðinum við at bjóða øðrum at nýtekna partapening í felagnum.

Verða partabrøvini noterað á einum børsi ella á annan hátt daglig handilsvøra, kann partabrævakursurin vera eitt týdningarmikið stýringaramboð og eitt mát fyri effektiviteti. Slík útbjóðing er eisini ein fyritreyt fyri nøktandi prísáseting, tá eitt partafelag, sum tað almenna eigur, verður privatiserað heilt ella lutvíst.

Loksins kann verða nevnt, at eitt P/F kann fara á húsagang sambært konkurslógini, men hetta er ikki galdandi fyri eina landsfyritøku. Vandin hjá einum partafelag fyri at fara á heysin kann hugsast at stimbra hugin til rationalisering og effektivisering, hóast nógv vanliga fer at verða gjørt fyri at sleppa undan, at eitt alment P/F fer á húsagang.

Landsoljufelag sum partafelag

Í parti 3 er nevnt, at tað er umráðandi, at eitt landsoljufelag verður rikið eftir handilsligum grundreglum. Virksemið skal sostatt sum heild verða rikið eftir meginreglunum fyri vinnuligar fyritøkur. Hetta merkir, at partafelagsformurin er væl egnaður.

Greiður skilnaður eigur at vera ímillum Oljumálastýrið og eitt møguligt landsoljufelag, tí Oljumálastýrið tekur sær av viðurskiftunum mótvegis oljufeløgunum og fer helst eisini at taka sær av samráðingunum við oljufeløgini, tá útbjóðingarumfør verða. Hetta talar eisini fyri, at eitt møguligt landsoljufelag ikki eigur at verða skipað sum partur av almennu umsitingini.

Sum nevnt omanfyri eru eisini í aðramáta fyrimunir av at reka vinnuligt landsoljufelag í einum P/F heldur enn at reka virksemið sum landsfyritøku undir landinum.

Afturat tí, sum higartil er nevnt, kann verða víst á, at partafelagsformurin er ein alheims kendur felagsformur, og eisini av hesi orsøk er P/F vælegnað til virksemið hjá einum landsoljufelag, sum kemur í samband við útlendsk oljufeløg.

Niðurstøðan hjá nevndini er, at eitt møguligt landsoljufelag eigur at skipast sum partafelag.

Í hesum sambandi eigur tó at verða umhugsað í hvønn mun serlig viðurskifti hjá einum landsoljufelag gera, at partafelagið eigur at verða skipað á serligan hátt við atliti til ognarviðurskifti og stýring.

4.2 Ognarviðurskifti

Verður roknað við, at loyvistreytirnar áseta, at eitt føroyskt landsoljufelag skal luttaka í øllum loyvum og hinir loyvishavararnir skula bera tað, er mest sannlíkt, at politiska kravið verður, at landsoljufelagið verður almenn ogn, t.v.s. eitt 100 % alment partafelag.

Politiska grundsjónarmiðið verður helst, at tá Føroya fólk eigur oljuna í undirgrundini, skal alt Føroya fólk eisini eiga tað, sum kemur burturúr, at oljufeløgini bera eitt partafelag. Hildið verður eisini, at oljufeløgini neyvan vilja bera eitt landsoljufelag ókeypis.

Fevnir ein slík "bering" ikki um at gjalda eginrakstrarútreiðslur hjá felagnum, má roknast við, at felagið í so máta skal fíggjast á tann hátt, at ein upphædd verður játtað á løgtingsins fíggjarlóg. Peningur má eisini játtast til felagsins grundfæ.

Hóast roknað verður við, at beinleiðis privat ognarluttøka ikki verður í einum landsoljufelag fyrstu árini, er ikki óhugsandi, at tað seinni kann verða skilagott at bjóða privatum upp í eitt slíkt felag. Tó er kanska meiri sannlíkt, at breiðari politisk semja verður um, at eitt landsoljufelag, sum tað almenna eigur, so ella so eigur at samstarva við privat feløg. Hesin spurningur verður viðgjørdur niðanfyri í parti 5.3.

4.3 Stýring av landsoljufelagi

Skal tað almenna eiga allan partapeningin í felagnum, er spurningurin, hvussu eigarans leiklutur skal vera.

Greiður skilnaður eigur at vera ímillum landsins myndugleikaleiklut og eigaraleiklut mótvegis felagnum. Serliga tá onnur feløg, bæði føroysk og útlendsk, mugu metast at vera kappingarneytar hjá landsoljufelagnum, er umráðandi, at felagið og teir valdu nevndarlimirnir ikki útinna myndugleikaupp-gávur. Útgangsstøðið má sostatt púra greitt verða, at landið, sum eigari, einans skal tryggja sær, at landsins íløga verður umsitin á skynsaman hátt.

Tað almenna eigur, eins og onnur, sum eiga partafeløg, at útinna sín eigaraleiklut á aðalfundinum sambært partafelagslógini. Annars er umráðandi, at nevnd felagsins fær frið at fremja sítt nevndararbeiði samsvarandi tí heimild, sum partafelagslógin ásetur. Hetta er eisini ein fyritreyt fyri, at dugnalig fólk fáast at verða nevndarlimir í felagnum.

Tað hevur stóran týdning, at ábyrgdarviðurskiftini ímillum ávikavist felagið, landsstýrið og løgtingið eru greið. Tí má vera púra greitt, at tað er landsstýrið, umboðað av avvarðandi landsstýrismanni, sum útinnir faktiska eigaramyndugleikan, og at viðkomandi landsstýrismaður síðani ábyrgist mótvegis løgtinginum fyri sína handfaring av eigaramyndugleikanum.

Hóast politiski avgerðarrætturin og ábyrgdin er hjá landsstýrismanninum, kann umhugsast, um ikki landsstýrið alt eigur at viðgera týdningarmiklar spurningar, sum t.d.:

Val av nevndarlimum eigur at verða grundað á persónligan førleika. Nevndarformaðurin eigur ikki at starvast í almennu umsitingini, tí hann, um neyðugt, skal kunna verða førur fyri óheftur at umboða felagið mótvegis eigaranum.

Fólk sum starvast í almennari oljuumsiting eiga ikki at vera nevndarlimir. Flest allir aðrir nevndarlimir eiga at hava eina óhefta støðu mótvegis almennu umsitingini soleiðis, at roynt verður í mest møguligan mun at sleppa undan at velja fólk í almennu umsitingini í nevndina. Tó má tað metast rímuligt og natúrligt at rokna við, at nevndin verður sett saman av fólki við royndum í vinnulívinum og í ávísan mun av fólki úr umsitingini, sum umboða eigaraáhugamálini hjá landsstýrinum.

Tá eitt landsoljufelag og rakstur tess kann fáa ógvuliga stóra ávirkan á føroyska samfelagið, kann eitt ávíst politiskt eftirlit vera ynskiligt.

Í hesum viðfangi eigur at verða umhugsað, um eitt umboðsráð eigur at verða sett, mannað við m.a. umboðum fyri politisku flokkarnar (sí t.d. niðanfyri viðvíkjandi DONG), og/ella um landsstýris-maðurin saman við nevnd og stjórn felagsins skal kunna løgtingið (heruppi í viðkomandi løgtings-nevnd) eftir ávísari skipan.

Ein slík skipan kann gera, at eitt ávíst samlag fæst millum landsoljufelagið og politisku skipanina og tað kann aftur hava við sær, at tað slepst undan óneyðugum politiskum trupulleikum og misskiljingum.

Eisini eigur at verða umhugsað í hvønn mun almenna umsitingin er og/ella í longri framtíð eigur at verða før fyri at geva einum landsoljufelag kvalifiserað mótspæl, tá metast skal um langtíðarætlanir, uppskot til víðkan av virksemi v.m., sum landsoljufelagið leggur fyri eigara sín at meta um.

Niðanfyri verður í stuttum greitt frá, hvussu verandi almenn føroysk partafeløg eru skipað. Eisini verður røtt um, hvussu DONG í Danmark, Nunaoil í Grønlandi og Statoil í Noregi eru skipað. Síðani verður umrøtt uppskot til skipan av føroyskum landsoljufelag.

4.4 Føroysk, almenn partafeløg

4.4.1 Generelt

Sambært partafelagslógini í Danmark er eitt statsligt partafelag eitt partafelag, har danski staturin hevur sama samband við felagið, sum eitt móðirfelag hevur við eitt dóttirfelag. Hetta merkir, at eitt partafelag er statsligt, um danski staturin: 

  1. hevur meirilutan av atkvøðurættindunum í felagnum,

  2. er partaeigari og hevur rætt til at tilnevna ella koyra meirilutan av nevndarlimunum í felagnum frá,

  3. er partaeigari og hevur rætt til at útinna avgerandi ávirkan á felagið sambært viðtøkunum ella avtalum við felagið,

  4. er partaeigari og sambært avtalu við aðrar partaeigarar ræður yvir meirilutanum av atkvøðu-rættindunum í felagnum, ella

  5. hevur partabrøv í felagnum og útinnir avgerandi ávirkan á felagið.

Í Danmark eru partafelags- og ársroknskaparlógirnar broyttar soleiðis, at tær í stóran mun seta statsligum partafeløgum somu strongu krøv sum børsnoteraðum partafeløgum til innlit hjá almenninginum í feløgini.

Eitt nú kann verða nevnt, at tá boðað verður til aðalfund í einum statsligum partafelag, skal fráboðanin sendast donsku partafelagsskránni "Erhvervs- og Selskabsstyrelsen". Almenninginum ber til at útvega sær fráboðanina, og hon verður eisini almannakunngjørd ígjøgnum edv-kunningarskipanina hjá "Erhvervs- og Selskabsstyrelsen".

Fjølmiðlafólk hava rætt til at vera á aðalfundinum sum áhoyrarar, men hava ikki talirætt. Eftir aðalfundin skal felagið senda "Erhvervs- og Selskabsstyrelsen" úrskrift av aðalfundarfrágreiðingini. Av tí, at hendan frágreiðingin er almenn og fjølmiðlafólk hava rætt til at taka tað uppaftur, sum er farið fram á fundinum, hevur almenningurin møguleika fyri at fáa kunnleika til tað, sum er farið fram á aðalfundinum.

Partafelags- og ársroknskaparlógin vórðu settar í gildi í Føroyum í 1993. Okkara lógir eru ikki broyttar samsvarandi lógunum, sum nú galda í Danmark. Sostatt hava vit í Føroyum ikki serligar reglur fyri almenn partafeløg. Sambært lógini eru somu reglur galdandi fyri almenn partafeløg, sum fyri onnur partafeløg.

At serligar reglur fyri almenn partafeløg ikki eru í Føroyum, stendst helst av, at ongin serligur áhugi ella tjak hevur verið í Føroyum um almenn partafeløg.

4.4.2 Ítøkilig partafeløg

Sum nevnt omanfyri eru ongar serligar lógarásetingar um almenn føroysk partafeløg. Tey verða tí í høvuðsheitum skipað og rikin eins og onnur partafeløg.

Viðvíkjandi P/F Føroya Banka, P/F Føroya Fiskasølu og P/F Fiskavirking er at viðmerkja, at eisini hesi feløg eru skipað sum vanlig partafeløg á sínum virkisøki. Tað serliga við hesum feløgum er, at hóast innskotni kapitalurin er almennur, so eiga ávikavist Fíggingargrunnurin frá 1992 og Framtaksgrunnurin partabrøvini og útinna ognarleiklutin á aðalfundi hjá feløgunum. Sostatt virka hesir grunnar sum fríholt millum landsstýrið og partafeløgini.

Tá talan er um almennu partafeløgini "Fiskaaling", "Atlantic Airways", "Telefonverkið" og "Vágatunnilin", er eingin grunnur skotin inn sum millumlið ímillum landsstýrið og feløgini. Partafeløgini eru skipað sum vanlig partafeløg við nevnd og stjórn, og landsstýrismaðurin umboðar landið á aðalfundinum.

P/F Fiskaaling og P/F Vágatunnilin hava 5 nevndarlimir, sum allir eru valdir av aðalfundinum (landsstýrismanninum). Sambært viðtøkunum hjá P/F Fiskaaling hava Fiskirannsóknarstovan, Havbúnaðarfelagið og starvsfólkini rætt til at mæla til at velja ein nevndarlim hvør.

Í P/F Atlantic Airways og P/F Telefonverkið eru ávíkavist 3 og 4 nevndarlimir valdir av aðalfundinum, meðan starvsfólkini hava valt 2 nevndarlimir.

Nýggjastu almennu partafeløgini eru P/F Telefonverkið og P/F Vágatunnilin, sum vórðu stovnað í 1998.

Í viðtøkunum hjá P/F Telefonverkið er m.a. ásett, at felagið sum heild skal verða rikið eftir meginreglunum fyri vinnuligar fyritøkur, og er hetta eisini galdandi, tá felagið átekur sær skyldur sambært konsessión og avtalum við almennar myndugleikar v.m.

Um nevndarlimir og stjóra er í viðtøkunum beinleiðis ásett, at teir eru í nevndar- og stjórnararbeiðinum óheftir av landinum, medarbeiðarunum og øðrum, og skulu ikki í støkum málum taka ímóti boðum frá nøkrum.

Um upplýsingarskylduna er ásett, at nevndin skal lata landinum upplýsingar, sum eru neyðugar til tess, at landið kann meta um støðu og úrslit felagsins.

Upplýsingar mugu ikki latast um nevndar- og stjórnararbeiðið, sum eru av trúnaðarslagi, ella har nevndin hevur avgjørt, at tær skulu handfarast í trúnaði. Eru upplýsingar hinvegin av slíkum slagi, at eyðsæð er, at landið eigur at verða kunnað fyri at umboða áhugamál síni, eiga upplýsingarnar tó at verða latnar landinum. Nevndin kann tó í einstøkum førum sýta, at upplýsingar verða latnar, um hetta avgerðandi stríðir ímóti áhugamálum felagsins, ella tað ikki er órímiligt at bíða við hesum til næsta ársaðalfund.

Nevndin avger sjálv, hvussu omanfyri nevndu upplýsingar verða latnar, og hvør letur tær.

Harumframt hevur nevndin skyldu til á ársaðalfundi at kunna um mál, sum mugu metast at hava samfelags- ella samfelagsbúskaparligan týdning og um rakstrar- og íløguætlan fyri komandi árini.

Áhugin fyri viðurskiftum hjá almennum partafeløgum veksur í sjálvum sær av tí, at Telefonverkið er umskipað til partafelag og tí, at tosað verður um møguliga at umskipa Postverkið og partar av Strandferðsluni.

Sum vera man er tó ymist, hvussu sambandið hjá einum almennum partafelag við politisku skipanina skal skipast. Tað veldst um, hvat virksemið partafelagið tekst við. Viðvíkjandi landsoljufelagi er tó greitt, at sambandið má umhugsast gjølla. Niðanfyri eru nevnd dømi um, hvussu hesi viðurskifti eru skipað hjá almennum oljufeløgum í grannalondunum.

4.5 Útlendsk, almenn oljufeløg

Danmark - DONG

Danski staturin eigur allan partapeningin í Dansk Olie og Naturgas A/S (DONG).

Sambært fólkatingslógini um DONG skal orkumálaráðharrin við samtykki frá einari av fólkatinginum settari nevnd góðkenna møguligar broytingar í endamálsgreinini hjá felagnum. Í aðramáta skulu viðtøkur felagsins og broytingar av teimum góðkennast av orkumálaráðharranum.

Sambært viðtøkum felagsins skulu nevndarlimirnir vera úr fimm upp í tíggju. Aðalfundurin (orkumálaráðharrin) avger, hvussu nógvir teir skulu vera, og um hann sjálvur skal velja ein ella fleiri av teimum. Haraftrat hava starvsfólkini rætt til at velja nevndarlimir.

Nevndin skipar seg við formanni og næstformanni. Valið av formanni og næstformanni skal góðkennast av orkumálaráðharranum.

Sambært viðtøkunum skal orkumálaráðharrin góðkenna starvsreglugerðina hjá nevndini. Har er eisini beinleiðis nevnt, at í starvsreglugerðini skal standa, at tveir ella fleiri nevndarlimir hava rætt til at krevja avgerðina í einum nevndarmáli útsetta, so partaeigarin hevur høvi til at brúka sín rætt til at kalla inn til eykaðalfund.

Nevndin skal, sum vanligt er, seta stjórn at taka sær av dagliga rakstri felagsins, men orkumálaráð-harrin skal góðkenna stjórnina.

Aftrat nevndini skal veljast eitt umboðsráð, sum skal hava eftirlit við umsitingini hjá felagsins leiðslu (nevnd og stjórn). Allir politiskir flokkar, sum hava sæti í fólkatingsins fíggjarnevnd, skjóta upp eitt umboð, sum orkumálaráðharrin tilnevnir. Aðalfundurin (orkumálaráðharrin) velur hinar limirnar í umboðsráðnum, sum skulu vera meirilutin. Av teimum skulu seks limir umboða vinnu-, keyps- og nýtsluáhugamál innan virkisøkið hjá felagnum, tveir skulu umboða serkunnleika á orkuøkinum, og tveir skulu umboða ávíkavist løgfrøðiligan og búskaparligan serkunnleika.

Umboðsráðið hevur fund í minsta lagi eina ferð um hálvárið. Har gevur nevndin frágreiðing um virksemi felagsins (eisini fyri dóttirfeløg), um ætlanirnar fyri komandi virksemi og um, hvussu tað verður fíggjað.

Umboðsráðslimir skulu hava fráboðan um aðalfundir, og umboðsráðslimir hava rætt til at luttaka og at taka orðið á aðalfundum. Uppskot til nevndarlimir skulu eisini sendast umboðsráðnum undan aðalfundi.

Nevndarlimir og stjórar skulu hava fráboðan um umboðsráðsfundir og hava rætt til at luttaka og at taka orðið á hesum fundum. Umboðsráðið kann tó taka avgerð um, at nevnd og stjórn ella einstakir limir ikki skulu luttaka á umboðsráðsfundi ella í viðgerðini av einstøkum málum.

Orkumálaráðharrin skal til kunningar senda eini av fólkatinginum settari nevnd tann góðkenda ársroknskapin við ársfrágreiðing, koncernroknskap og roknskap, sum felagið skal gera sambært loyvisásetingum.

Harumframt skal DONG eina ferð um árið gera Fólkatinginum eina frágreiðing um virksemi felagsins (eisini fyri dóttirfeløg) farna árið, fyri ætlaða virksemið komandi árið og í longri framtíð, og hvussu ætlanin er at fíggja ætlaða virksemið. Hendan frágreiðingin verður fyrst løgd fyri umboðsráðið til ummælis, og orkumálaráðharrin sendir síðani Fólkatinginum frágreiðingina og ummælið.

Í hesum sambandi gevur orkumálaráðharrin sjálvur eina frágreiðing til Fólkatingið. Sambært viðtøkunum skal nevndin lata upplýsingar, sum orkumálaráðharrin sum einapartaeigari til eina og hvørja tíð metir neyðugar til frágreiðingina, sum hann skal geva fólkatinginum.

Grønland - Nunaoil

Nunaoil A/S er danskt skrásett partafelag, sum danski staturin og grønlendska heimastýrið stovnaðu í 1985 at taka sær av felags danskari og grønlendskari luttøku í ráevnisvinnu í Grønlandi. Frá 1. januar 1999 er virksemið býtt soleiðis sundur, at virksemið hjá Nunaoil nú fevnir um kolvetnisvinnu, meðan Nuna Minerals tekur sær av aðrari ráevnisvinnu.

Partaeigarar vóru til 31. desember 1998 grønlendska heimastýrið og staturin við 50% hvør. Pr. 1. januar 1999 hevur DONG yvirtikið partin hjá statinum.

Sambært fólkatingslógini um stovnan av felagnum skal orkumálaráðharrin senda Folketingets Energipolitiske Udvalg, FEPU, góðkendan ársroknskap og –frágreiðing saman við einari serligari frágreiðing frá felagnum um virksemið í farna ári, ætlað virksemi komandi árini, og um hvussu virksemið ætlandi skal fíggjast.

Harumframt skal felagið kunna Folketingets Energipolitiske Udvalg um avgerðir hjá felagnum, sum mugu metast at hava stóran samfelagsligan týdning ella eru av slíkum slag, at tær hava við sær stórar broytingar í fyriskipanini av virksemi felagsins.

Í sambandi við hesa árligu frágreiðing til og kunning annars av umrøddu fólkatingsnevnd kann orkumálaráðharrin ella formaðurin fyri viðkomandi fólkatingsnevnd avgera, at nevndarlimir og onnur, sum eru á nevndarfundi, skulu handfara upplýsingar í trúnaði.

Í viðtøkum felagsins er ásett, at kunningartilfarið skal sendast bæði grønlendska landsstýrinum og orkumálaráðharranum at senda víðari til ávíkavist grønlendska landstingið og fólkatingið.

Í Grønlandi verða hesi mál eisini viðgjørd í "Fællesrådet", ið er samansett av grønlendskum og donskum politikarum.

Sambært viðtøkunum, ið vórðu samtyktar 29. desember 1998, skulu nevndarlimirnir vera sjey. Partaeigararnir tilnevna í felag nevndarformannin fyri eitt ár í senn. Hann kann veljast aftur. Danski umhvørvis- og orkumálaráðharrin og grønlendska landsstýrið skulu góðkenna valið. Hinir seks nevndarlimirnir verða valdir á aðalfundi eftir tilmæli frá partaeigarunum eftir sum teir eiga í. Limirnir verða valdir fyri tvey ár í senn. Annaðhvørt ár standa tríggir limir fyri vali, tveir, sum umboða grønlendska partaeigaran, og ein, sum umboðar danska partaeigaran. Árið eftir standa so ein limur, umboðandi grønlendska partaeigaran, og tveir limir, umboðandi danska partaeigaran, fyri vali. Nevndarlimirnir kunnu veljast aftur.

Stjórin fyri "Råstofforvaltningen for Grønland" er knýttur at nevndini sum kommitteraður. Hann luttekur á nevndarfundum, men hevur ikki atkvøðurætt. Nevndin hevur heimild at knýta ein ella fleiri kommitteraðar aftrat sær.

Nevndin setir stjórn at taka sær av dagliga rakstri felagsins, men grønlendska landsstýrið og umhvørvis- og orkumálaráðharrin skulu góðkenna hana.

Noreg - Statoil

"Den norske stats oljeselskap a.s." (Statoil) er 100 % ogn hjá norska statinum.

Sambært viðtøkunum skal nevndin hava upp í tíggju limir. Aðalfundurin (orkumálaráðharrin) velur upp í sjey nevndarlimir, teirra millum formaðurin og næstformaðurin fyri tvey ár í senn. Upp í tríggir nevndarlimir verða valdir av og millum starvsfólkini sambært reglunum um rættindi starvsfólksins til nevndarumboðan.

Felagið skal hava eina "bedriftsforsamling" ("umboðsráð") við 12 limum. 8 limir verða valdir av aðalfundinum. 4 limir verða valdir av starvsfólkunum. Umboðsráðið skal hava fund minst tvær ferðir um árið.

Í § 10 í viðtøkunum er ásett, at nevndin skal leggja fyri aðalfundin øll mál, sum mugu metast at hava politiskan ella prinsipiellan týdning og/ella kunnu hava við sær munandi samfelagsligt ella samfelagsbúskaparligt árin. Sum dømi um slík § 10-mál eru í viðtøkunum nevnd:

"a) Planer for de kommende år, samt perspektiver på mellomlang sikt, med økonomiske oversikter. Slik fremleggelse skal skje hvert annet år.

b) Vesentlige endringer i slike planer og perspektiver som er nevnt under a).

c) Planer som prospekter av vesentlig betydning i forhold til selskabets samlede virksomhet.

d) Saker som synes at nødvendiggøre tilførsel av egenkapital eller lånekapital fra staten.

e) Planer for opptak av nye virksomhetsarter av vesentlig omfang."

Mál nevnd undir pkt. a) eiga sambært viðtøkunum at leggjast fyri umboðsráðið til ummælis.

Viðmerkjast kann, at viðtøkurnar eisini hava ásetingar um ta umsiting av SDØE, sum Statoil útinnur vegna norska statin.

4.6 Uppskot til skipan av føroyskum landsoljufelagi P/F

Í parti 6 leggur nevndin fram uppkast til: 

Skotið verður upp, at landið stovnar felagið og verður einsamalt partaeigari. Skotið verður eisini upp, at partabrøv kunnu ikki verða avhendað uttan við heimild í løgtingslóg.

Áðrenn nevndu uppkast verða umrødd nærri, verður í parti 5 viðgjørdur leikluturin hjá landsoljufelagn-um mótvegis umsitingarligu skipanini, útlendskum og føroyskum oljufeløgum og føroyskum vinnulívi.

5. Leiklutir hjá einum landsoljufelag

Samfelagsliga endamálið við at hava eitt landsoljufelag er, sum nevnt, at byggja upp føroyskt oljuvirksemi, tryggja føroyingum beinleiðis luttøku og fáa tí almenna eitt handilsligt og vinnuligt umboð í oljuvinnuni, sí part 3.

Í parti 4 verður skotið upp, at landsoljufelagið verður skipað sum partafelag.

Í hesum partinum verður viðgjørdur leikluturin hjá almenna oljufelagnum mótvegis umsitingarligu skipanini, útlendskum og føroyskum oljufeløgum og føroyskum vinnulívi. Nortið verður serliga við, hvussu luturin hjá almennu oljufeløgunum er í Noregi og Danmark. At enda verður mett um, hvønn leiklut eitt landsoljufelag kann hava í føroyskum høpi.

5.1 Leiklutur í mun til umsitingarligu skipanina

Roknað verður fyri vist við, at umsiting av loyvum og eftirlit við oljuvirkseminum í høvuðsheitum verða uppgávur, sum almennu umsitingarmyndugleikarnir taka sær av, og at landsstýrismaðurin í oljumálum letur loyvini.

Í spurninginum um eitt landsoljufelag, mælir Oljuráðleggingarnevndin8) til, at greiður skilnaður verður millum myndugleikaleiklutin og oljufelagsleiklutin. Ráðleggingarnevndin heldur, at virkar eitt landsoljufelag sum ein samfeldur partur av almennu oljuumsitingini, hevur tað við sær fyrisitingarligar og politiskar fløkjur og vekir órógv hjá samstarvsfeløgum felagsins í oljuídnaðinum.

Tikið verður undir við hesum sjónarmiði oljuráðleggingarnevndarinnar og dentur verður lagdur á, at viðurskiftini millum almennu umsitingina og almenna oljufelagið meginregluliga verða eins og millum almennu umsitingina og privat, føroysk og útlendsk oljufeløg. Tá hetta er sagt, so er náttúrligt at spyrja seg sjálvan, hvussu tað almenna fær sum mest burturúr eini møguligari oljuvinnu á føroyskum øki, bæði sum myndugleiki og sum eigari av einum oljufelag, og hvussu royndirnar hava verið í øðrum londum í so máta.

Royndir úr øðrum londum

Oljuráðleggingarnevndin vísir í sínum áliti á, at í Noregi var í fyrstani stór misnøgd við Statoil og tess stóru politisku ávirkan bæði í pørtum av politisku skipanini og hjá oljufeløgum, m.a. tí at leikpartarnir sum myndugleiki og oljufelag ikki vóru týðuliga sundurskildir tá9).

Norska oljuumsitingin nýtti fyrstu árini Statoil til ymsar uppgávur, eitt nú at veita sær vegleiðing, tá samráðingar vóru við onnur feløg um loyvi o.a. Nú virkar Statoil ikki longur sum beinleiðis ráðgevi hjá almennu umsitingini, men Statoil, eins og hini oljufeløgini, skipar av og á fyri upplýsandi fundum ella seminarum fyri norsku oljuumsitingina. Harafturat eru fundir millum nevndina í Statoil og Olju- og orkumálaráðið (OED) hvønn ársfjórðing, umframt at annað óformligt samstarv m.a. er í sambandi við lóggávuarbeiði o.l.

Sum nakað serligt umsitur Statoil sokallaða SDØE (Statens Direkte Økonomiske Engasjement). SDØE varð skipað í 1985, soleiðis at eigaraviðurskiftini hjá Statoil í flestu útvinningarloyvunum á norska landgrunsøkinum vórðu býtt sundur í ein fíggjarligan part til Statoil og ein beinleiðis fíggjarligan part til statin. Skipanin er háttað soleiðis, at norski staturin rindar sín part av øllum íløgunum og rakstrarkostnaðunum í verkætlanum, sum SDØE luttekur í. Hinvegin so fær SDØE sín part av framleiðsluni og øðrum inntøkum.

Eisini tekur Statoil sær av at selja tann partin av oljuni, sum staturin fær, eins og felagið er umboðað í Gassforhandlingsudvalget, sum síðan 1986 hevur havt til uppgávu at samskipa alla sølu av gassi frá og á norska landgrunsøkinum. Limirnir í Gassforhandlingsudvalget eru Statoil (leiðari), Norsk Hydro og Saga. Innan karmarnar hjá Gassforhandlingsudvalget varð í 1993 stovnað Forsyningsud-valget. Forsyningsudvalget er ráðgevandi hjá Olju- og orkumálaráðnum í spurningum viðvíkjandi útbygging og gagnnýtan av økjum og flutningsskipanum.

Tað, at Statoil umsitur SDØE og selur oljuna hjá statinum, gevur Statoil eina serliga tyngd í samstarvinum við hini oljufeløgini og eina sterka støðu á oljumarknaðinum, sum kann vera til fyrimunar bæði fyri norska statin og Statoil.

Undir Olju- og orkumálaráðnum er eitt Oljudirektorat (OD). Í mun til viðurskiftini millum Statoil og Olju- og orkumálaráðið eru viðurskiftini millum Statoil og OD fult og heilt sum við onnur oljufeløg. Orsøkin til hetta er, at norska stjórnin hevur lagt stóran dent á at halda dagligu eftirlitsuppgávurnar, ið OD tekur sær av, sundurskildar frá øðrum uppgávum og atlitum. Heldur hevur OD roynt at fingið oljufeløg meira generelt at samstarva um ymsar uppgávur.

Oljuráðleggingarnevndin sigur eisini í frágreiðing síni, at tað frættist um trupulleikar í øðrum londum, t.d. um so er, at almenna oljufelagið væntast at vera virkið í samráðingunum við handilsligu oljufeløgini um loyvistreytir o.a.10) Greitt er, at hóast tað almenna eigur eitt felag, hevur felagið síni egnu áhugamál at hugsa um, sum ikki altíð nýtast at samsvara við tað, sum myndugleikarnir halda vera best fyri samfelagið sum heild. Harumframt kann hugsast, at hini oljufeløgini kenna seg ótrygg mótvegis almenna oljufelagnum, tí tey rokna við, at almenna oljufelagið eisini hevur annan enn reint handilsligan leiklut.

Verður hugt at viðurskiftunum í Danmark tykist samstarvið millum almenna, danska oljufelagið DOPAS og Orkumálastýrið at virka væl. Fremsta uppgávan hjá DOPAS11) er at taka sær av handilsligu áhugamálunum hjá donsku stjórnini í samband við leiting eftir og framleiðslu av kolvetni í Danmark.

DOPAS tekur lut í øllum nýggjum donskum loyvum við 20 prosentum. Hetta merkir í praksis, at almenna oljufelagið fær ein rættuliga neutralan leiklut í mun til privatu oljufeløgini og í størri mun kann veita almennu myndugleikunum stuðul í sínum arbeiði. DOPAS fær eisini á henda hátt eitt sera gott innlit við at vera við í stóru databasuni, sum ger felagið ført fyri at gera eitt nágreiniligt tekniskt arbeiði, sum kemur til nyttu, tá loyvi skulu gevast.

DOPAS tekur sær av lutinum sum samráðingarleiðari í samband við samráðingar um samstarvsavtalur í loyvisbólkunum. Harafturat sendir Orkumálastýrið allar umsóknir um oljuloyvi til ummælis hjá DOPAS umframt til almenna granskingarstovnin Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelser (GEUS).

DOPAS hevur 4 ferðir um árið fund við Orkumálastýrið og GEUS, har tey einstøku loyvini og møgulig vandamál verða umrødd. Á hesum fundum verða eisini strategiin fyri útbjóðingarumfør og møgulig felags marknaðarføringarátøk umrødd.

DOPAS luttekur eisini í arbeiðsbólkum settir av Orkumálastýrinum til at gera uppskot til ymiskar formligar reglur í olju- og gasshøpi.

Aftaná at DOPAS hevði uppbygt ávísan førleika, hevði felagið grundarlag fyri at royna at ávirka avgerðartilgongdina til dømis við at peika á leitingarøki. Í 3. og 4. útbjóðingarumfari hevði hetta við sær eina málrættaða marknaðarføring mótvegis áhugaðum oljufeløgum, har DOPAS legði fram teirra meting av danska økinum. Hetta gav góð úrslit, og hava onkur feløg beinleiðis brúkt tilfar frá framløgunum, sum DOPAS hevur havt, í umsóknum teirra um loyvi.

Danska Orkumálastýrið heldur gagn vera í bæði at hava GEUS og DOPAS sum ráðgevar, tí hesi hava ymisk útgangsstøði – ávikavist tilfeingis-/granskingarrættað og handilsligt. Hetta kom serliga til sjóndar í fyrstuni, tá vinnan tók seg fram. Hóast Orkumálastýrið er við sum eygleiðari á samstarvsfundunum hjá oljubólkunum (í Operating Committees), meta teir seg hava fingið meira burtur úr oljuvinnuni við eisini at hava DOPAS sum beinleiðis luttakara. Annars vísir Orkumálastýrið á m.a. hesar fyrimunir við einum almennum oljufelagi sum DOPAS:

Sagt verður, at samstarvið millum Orkumálastýrið og DOPAS er viðvirkandi til at halda samlaða starvsfólkatalinum niðri.

Tá sammetingar verða gjørdar millum gongdina í Noregi og Danmark má havast í huga, hvussu nógv betur tað hevur gingist at finna stórar nøgdir av olju í Noregi samanborið við Danmark. Hetta kann vera ein av orsøkunum til ymisku samstarvsviðurskiftini, og at umsitingin bæði hjá tí almenna og hjá oljufeløgunum er so nógv minni í Danmark samanborið við Noreg.

Stóri munurin á funnu nøgdunum í Noregi og Danmark sæst eisini í starvsfólkatalinum í Statoil og DOPAS. Meðan samlaða starvsfólkatalið í Statoil í Noregi, ið er knýtt at up-stream virkseminum, er 10.86812), er talið í DOPAS 9113), harav 18 starvast við oljuleiting, meðan hini eru ráðgevarar hjá øðrum pørtum í DONG-konsernini. Harumframt hevur DOPAS kunnað gjørt nýtslu av tøkniligu starvsfólkunum hjá DONG-konsernini umframt løgfrøðingum, umhvørviskønum og øðrum serfrøð-ingum millum starvsfólkini hjá konsernini. Eisini kann verða viðmerkt, at fyristøðufelagsupp-gávurnar hjá DOPAS verða loystar av felagnum DANOP, ið DOPAS eigur saman við Denerco. Danop hevur uml. 40 starvsfólk í føstum starvi, umframt uml. 20 við leysari tilknýti.

Møguleikar í Føroyum

Um eitt møguligt alment, føroyskt oljufelag skal átaka sær leiklutin, sum t.d. DOPAS hevur í Danmark, gera seg galdandi í teimum ymisku samtøkunum og verða ført fyri at veita eigaranum, almennu umsitingini, oljufeløgunum og føroysku vinnuni tað innlitið, sum hvør av pørtunum hevur fyri neyðini ella hevur nyttu av, er sjálvsagt neyðugt, at felagið sum skjótast fær uppbygt slíkan førleika, sum DOPAS hevur.

Vert er at hava í huga, at útgangsstøðið hjá DOPAS, sum partur av DONG-konsernini, er eitt heilt annað enn hjá einum nýggjum føroyskum landsoljufelagi, sum ikki hevur nakra størri organisatión aftanfyri seg, uttan so at tað gerst partur av ella dótturfelag hjá øðrum almennum partafelagi.

Leiklutin, sum DOPAS hevur í Danmark, kann eitt føroyskt oljufelag tí ikki hava tey fyrstu árini, men kann hetta vera ein fyrimynd hjá Føroyum at fylgja, og sum eitt dømi um gott samstarv millum umsiting og landsoljufelag, har orka og førleiki verða fullnýtt til fyrimunar fyri báðar partar.

Í einum byrjunarskeiði kundi hugsast tann møguleiki, at landsoljufelagið fær lut í førleika og orku hjá oljuumsitingini fyri á hendan hátt at spara og at minka um eftirspurningin eftir serútbúnum fólki, sum lítið er til av í Føroyum. Hetta kann tó hava óhepnar avleiðingar við sær:

Hin møguleikin er, at landsoljufelagið sjálvt ella møguliga í samstarvi við privatu føroysku oljufeløgini (sí part 5.3) beinanvegin fer undir at uppbyggja neyðugan førleika.

Verður avgerðin tann, at eitt møguligt landsoljufelag skal vera við í øllum loyvum, fer hetta at geva felagnum gott innlit í alt oljuvirksemið á føroyska landgrunninum. Verður parturin hjá landsoljufelagnum hin sami í øllum loyvunum – eins og í Danmark hjá DOPAS – so vil hetta helst hava við sær, at landsoljufelagið gerst ein meira góðtikin og neutralur felagi hjá øllum luttakandi oljufeløgunum.

Til avgerð er tikin um, hvørt landsoljufelag skal stovnast, kundu møgulig føroysk rættindi hinvegin verið umsitin av verandi oljuumsiting. Í hesum sambandi, men eisini meira generelt, eigur at verða umhugsað og kannað, um seismiskt tilfar, sum tað almenna fær sum myndugleiki, ókeypis ella móti lagaligum gjaldi, kann verða latið einum føroyskum landsoljufelagi til ognar ella til brúks.

5.2 Leiklutur í mun til útlendsk og føroysk oljufeløg

Vanligt er, at oljufeløg taka seg saman í samtøk fyri at spjaða váðan og fyri at fáa sum mest av ymiskari vitan í hvørja verkætlanina sær. Verður landsoljufelag stovnað, og fær tað lut í einstøkum loyvum ella í øllum loyvum, kemur tað í prinsippinum at luttaka á jøvnum føti við hini feløgini í hvørjum samtaki sær.

Samstarvið millum landsoljufelagið og hini feløgini verður fyriskipað í samstarvsnevnd (Operating Committee), ið bæði tekur avgerðir um, hvussu farast skal fram í ymsum spurningum, eins væl og at fylgja við, hvussu verkætlanin gongur, herundir um ásettar ætlanir verða hildnar.

Landsoljufelagið verður helst veikt í byrjanini, bæði tá tað snýr seg um umsitingarliga og fíggjarliga orku, umframt at tað ikki fyrr enn sum frá líður fer at kunna uppbyggja sær førleika og innlit í hesa nýggju vinnu. So sjálvt um almenna felagið meginregluliga er á jøvnum føti við hini í samtakinum, verður tað ikki fyrr enn nakað er fráliðið, at eitt slíkt felag kann gera seg galdandi, tá avgerðir skulu takast. Í tann mun felagið verður borið, styrkir tað heldur ikki um støðu felagsins.

Luturin hjá landsoljufelagnum kann roknast í byrjanini at verða eins og hjá einum eygleiðara, meðan hann sum frálíður fer at broytast til at verða ein meira og meira javnbjóðis felagi hjá hinum oljufeløgunum, og sum harumframt kann koma at tilføra samtøkunum vitan um føroyska samfelagið og hugsunarhátt hjá vinnuni, tí almenna og samfelagnum sum heild.

Uttan mun til hvussu formliga skipanin millum landsoljufelagið, eigaran og oljuumsitingina er, so vil samskiftið teirra millum ávirka viðurskiftini við hini oljufeløgini. Tað fer í síðsta enda at valdast um viljan og evnini hjá landsoljufelagnum, eigaranum og umsitingini at samstarva á ein slíkan hátt, at samstarvið við útlendsku oljufeløgini verður til gagns fyri allar partar.

Í tann mun at bæði privatu, føroysku oljufeløgini fara uppí samtøk, og hetta verður upp á handilsligar treytir, verður sambandið millum tey føroysku oljufeløgini og landsoljufelagið ikki øðrvísi, enn millum landsoljufelagið og útlendsku oljufeløgini.

Hinvegin so kann tað hugsast, at tað kunnu vera fyrimunir við, at samstarv onkursvegna verður millum privatu, føroysku oljufeløgini og landsoljufelagið. Her verður serliga hugsað um, at tað kann fara at verða trupult at fáa uppbygt eitt oljuyrkisligt umhvørvi í Føroyum, verða kreftirnar spjaddar út á fleiri støk feløg.

Onki av føroysku feløgunum hevur frá byrjan nakran serligan førleika. Heldur ikki finnast fólk í neyðugum tali við førleika og royndum í Føroyum, sum er. Øll tey føroysku oljufeløgini mugu tí útbúgva neyðugt tal av sama slag av fólkum ella fáa fatur á tilsvarandi útlendskari arbeiðsmegi.

Spurningurin er tí, um tað kann hugsast, at føroysku oljufeløgini kunnu gera brúk av felags arbeiðsmegi – t.d. felags tænastuavtalur - tó uttan at gingið verður áhugamálum felaganna ov nær, ella at hetta kann fáa negativar avleiðingar fyri samstarvið í teimum ymisku samtøkunum og millum oljufeløgini og oljuumsitingina.

Fyrimunirnir við einum slíkum samstarvi hevði fyrst og fremst verið, at tað hevði verið nógv skjótari at uppbyggja eina umsiting við neyðuga førleikanum at virka sum ein felagi á jøvnum føti við útlendsku oljufeløgini, og sum kann veita tí almenna og føroysku vinnuni kunning og innlit. Vansar kunnu vera, at útlendsku oljufeløgini kunnu fara at kenna seg ótrygg við eitt slíkt samstarv, eins og viðurskiftini millum privat og alment kunnu gerast ógreið.

5.3    Leiklutur í mun til føroyska vinnulívið

Einum felag, sum verður rikið á handilsligum grundarlagi, kann ikki verða álagt týðandi uppgávur, sum ikki hava við stevnumið felagsins at gera, skal tað gerast ført fyri at klára seg í fríari kapping. Tað er tí neyvan skilagott at áleggja landsoljufelagnum uppgávuna at virka fyri, at føroyskt vinnulív skal fáa møguleikan at gera seg galdandi innan oljuvinnu á føroyskum øki. Í tann mun hetta verður álagt í loyvistreytunum sb. § 10 í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi, fer hetta heldur at verða ein av uppgávunum hjá almennu umsitingini.

Sjálvt um tað ikki er ein formlig uppgáva at fremja føroysk vinnulig áhugamál, so vil tað óivað hava við sær, at eitt føroyskt landsoljufelag, sum er við í øllum samtøkum, fer at hava eyguni við ella gera sær far um, hvussu føroyska vinnan klárar at gera seg galdandi í kappingini um veitan av vørum og tænastum til oljuvinnuna á føroyskum øki. Verður tað álagt oljufeløgum generelt at hava føroysk feløg við, tá biðið verður um tilboð uppá ymiskar veitingar, so kann gangast út frá, at landsoljufelagið kann tryggja, at hetta verður yvirhildið. Yvirhøvur verður roknað við, at landsoljufelagið kemur at kunna sínar samstarvsfelagar um føroyskar veitarar av vørum og tænastum og kemur at verða eitt slag av millumgongumanni.

Eitt landsoljufelag vil møguliga skipa seg í felagsskap saman við øðrum føroyskum fyritøkum, sum virka innan oljuvinnu. Eisini kann hugsast, at landsoljufelagið fer at vera við í ymiskum tiltøkum fyriskipað av vinnuligum felagskapum ella almennum stovnum. Slíkt virksemi og samvera vil hava við sær flutning av vitan frá landsoljufelagnum til hinar fyritøkurnar. Hetta kemur eisini at ávirka landsoljufelagið til at virka fyri, at føroyskt vinnulív kann gera seg galdandi í oljuhøpi.

 

6. Løgtingslóg og viðtøkur fyri landsoljufelag

Frammanfyri er komið til ta niðurstøðu, at fer tað almenna beinleiðis uppí oljuvirksemi, eigur hetta virksemið at verða skipað í partafelagsformi. Niðanfyri verður lagt fram uppkast til:

6.1     Uppskot til løgtingslóg fyri landsoljufelag

Uppskot
til
løgtingslóg um stovnan av landsoljufelagi

§ 1. Landsstýrismanninum er heimilað at stovna partafelag við tí endamáli at reka kolvetnisvinnu umframt aðra vinnu, sum hevur samband við slíkt virksemi, hetta soleiðis sum endamálið nærri verður orðað í viðtøkum felagsins.

§ 2. Landsstýrinum er heimilað at seta mió. kr. í partapeningi í felagið.
Stk. 2. Partapeningurin skal vera ogn landsins, og landið skal vera einsamallur partaeigari. Partabrøv kunnu ikki avhendast, uttan við heimild í løgtingslóg.

§ 3. Partafelagið skal hava eitt umboðsráð sambært § 59 í lóg um partafeløg.
Stk. 2. Flokkarnir á løgtingi tilmæla hvør sítt umboð, sum verða tilnevndir umboðsráðslimir av landsstýrismanninum. Hinir limirnir, sum skulu vera ein meiriluti av umboðsráðslimunum, skulu veljast av aðalfundinum. Miðað eigur at verða ímóti, at umboðsráðið fær eina fjølbroytta samanseting, hetta við atliti til m.a. vinnuligt tilknýti. Ein limur skal umboða serkunnleika innan kolvetnisvirksemi, ein limur løgfrøðiligan serkunnleika og ein limur búskaparligan serkunnleika.
Stk. 3. Umboðsráðslimir verða tilnevndir og valdir 2. hvørt ár í øðrum ársfjórðingi við gildi frá 1. juli fyrstkomandi. Formaðurin skal veljast av aðalfundinum og næstformaðurin av umboðsráðnum.
Stk. 4. Umboðsráðið, ið skal hava eftirlit við tí av leiðslu felagsins framdu fyrisiting av viðurskiftum felagsins, skal í minsta lagi hava ein fund hvørt hálvár, har nevnd felagsins skal greiða frá virksemi felagsins og ætlanirnar fyri framtíðar virksemi, og hvussu hetta verður fíggjað.

§ 4. Løgtingslógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar

Ongar almennar viðmerkingar verða gjørdar her. Væntast má tó, at partar av frammanfyri standandi í álitinum til sína tíð verða brúktir í tann mun hesir samsvara við tær grundgevingar, ið møguligt uppskot um stovnan av landsoljufelag verður bygt á.

Niðanfyri er greitt frá innihaldinum í lógaruppskotinum og eru viðmerkingar gjørdar til tær einstøku greinirnar í lógaruppskotinum. Eisini er greitt frá innihaldinum í uppskotinum til viðtøkur, sum verður lagt fram í parti 6.2.

Endamálið við lógaruppskotinum er at geva landsstýrismanninum heimild til at stovna og seta partapening í eitt landsoljufelag.

Endamál felagsins skal verða at reka kolvetnisvinnu umframt aðra vinnu, sum hevur samband við slíkt virksemi. Felagið skal verða rikið eftir meginreglunum fyri vinnuligar fyritøkur. Hetta er eisini galdandi, tá tað ræður um, at felagið átekur sær skyldur sambært konsessión, avtalur við almennar myndugleikar v.m.

Umhugsast kann í hvønn mun orðingin í endamálsgreinini í viðtøkunum eigur at avmarkast til bert at fevna um kolvetnisútvinnan á føroyskum øki. Slík avmarking er ikki sett í fyriliggjandi uppskot til viðtøkur.

Felagið skal hava eitt umboðsráð við 10-15 limum, sum skal hava eftirlit við tí av leiðslu felagsins framdu fyrisiting av viðurskiftum felagsins. Flokkarnir á løgtingi tilmæla hvør sítt umboð, sum verða tilnevndir umboðsráðslimir av avvarðandi landsstýrismanni. Hinir limirnir, sum skulu vera ein meiriluti av umboðsráðslimunum, verða valdir av aðalfundinum.

Hóast víst hevur verið á, at slíkar skipanir generelt kunnu føra við sær, at ábyrgdarviðurskiftini fyri eitt alment partafelag gerast ógreið, so hevur skipanin viðv. almenna felagnum DONG sum skilst roynst væl.

Um lagt verður til grund, at landsoljufelagið og rakstur tess kann fáa ógvuliga stóra ávirkan á føroyska samfelagið, metir nevndin, at landsoljufelagið skal hava eitt umboðsráð.

Viðvíkjandi samanseting umboðsráðsins er annars ásett í uppskotunum til løgtingslóg og viðtøkur, at miðað eigur at verða ímóti, at umboðsráðið fær eina fjølbroytta samanseting, hetta við atliti til m.a. vinnuligt tilknýti. Ein limur skal umboða serkunnleika innan kolvetnisvirksemi, ein limur løgfrøðiligan serkunnleika og ein limur búskaparligan serkunnleika.

Nevndarlimir, stjóri og avvarðandi landsstýrismaður hava rætt til at luttaka og taka orðið á umboðsráðsfundum. Um umboðsráðið krevur tað, skulu nevndarlimir og stjóri vera hjástaddir og svara spurningum viðvíkjandi viðurskiftum felagsins.

Aðalfundurin, t.v.s. avvarðandi landsstýrismaður, velur 3-5 limir í nevnd felagsins. Nevndin skipar seg við formanni og næstformanni. Valið av formanni og næstformanni skal góðkennast av avvarðandi landsstýrismanni.

Um minst 2 umboðsráðslimir ella minst 1 nevndarlimur krevja tað, skal nevndarformaðurin fyriskipa, at felagsfundur verður hildin millum nevndina og umboðsráðið.

Nevnd felagsins skal so vítt gjørligt frammanundan kunna umboðsráðið um fyriskipanir, sum ikki eru partur av dagliga rakstri felagsins.

Nevndin skal seta 1-2 stjórar til at hava dagligu leiðslu felagsins um hendi. Stjóri kann ikki samstundis vera nevndarlimur.

Ásett er í viðtøkunum, at nevndarlimir og stjórar eru í nevndar- og stjórnararbeiðinum óheftir av landinum, starvsfólkinum og øðrum, og skulu ikki í støkum málum taka ímóti boðum frá nøkrum.

Nevndin skal sambært viðtøkunum lata landinum upplýsingar, sum eru neyðugir til tess, at landið kann meta um støðu og úrslit felagsins. Nevndin tekur avgerð um, hvussu upplýsingarnir verða latnir og av hvørjum nevndarlimi.

Nevndarlimir ella stjórar mugu hinvegin ikki lata landinum ella øðrum upplýsingar um nevndar- ella stjóraabeiði, sum eru av trúnaðarslagi, ella har nevndin hevur avgjørt, at teir skulu handfarast í trúnaði. Eru upplýsingarnar av slíkum slagi, at eyðsæð er, at landið eigur at verða kunnað fyri at umboða áhugamál síni, eiga upplýsingarnar tó at verða latnar landinum. Tá so er eigur hetta bert at gerast á tann hátt og av honum, sum nevndin hevur tikið avgerð um, og nevndin kann í einstaka førinum sýta at upplýsingarnar verða latnar, um hetta avgerandi stríðir ímóti áhugamálum felagsins, ella tað ikki er órímiligt at bíða við hesum til næsta ársaðalfund.

Tá greitt er hvussu ymisku viðurskiftini á kolvetnisøkinum verða skipað, kann metast um, hvørt ásetingarnar í viðtøkunum um tagnarskyldu og skyldu til at geva landinum ávísar upplýsingar eru nøktandi.

Sambært viðtøkunum hevur nevndin á ársaðalfundi skyldu til at kunna um mál, sum mugu metast at hava samfelagsligan týdning. Eisini skal kunnast um rakstrar- og íløguætlan fyri komandi árini, og um avgerðir, tiknar av stjóra ella nevnd, sum beinleiðis ella óbeinleiðis viðvíkja uttanfelagsligum áhugamálum hjá stjóra ella nevndarlimi.

Harumframt skal nevndin leggja fyri ársaðalfund ella eykaaðalfund einstøk mál, sum mugu metast at hava stóran politiskan ella meginregluligan týdning, og/ella kunnu viðføra munandi samfelagsligar avleiðingar. Um tað ikki frammanundan hevur verið møguligt at lagt slíkt mál fram á aðalfundi, skal aðalfundurin sum skjótast kunnast um avgerð nevndarinnar.

Starvsreglugerðin hjá nevndini skal sambært viðtøkunum hava eina áseting um, at ein nevndarlimur kann krevja, at avgerðin í einum nevndarmáli verður at útseta, um viðkomandi nevndarlimur metir, at talan er um slíkt einstakt mál, sum júst umrøtt, og partaeigarin tískil skal hava møguleika at nýta rætt sín til at innkalla til eykaaðalfund.

Viðmerkjast skal, at umboðsráðið sambært partafelagslógini eisini hevur heimild til at innkalla til eykaaðalfund.

Loksins skal nevnast, at felagið eina ferð um árið skal gera eina frágreiðing, harí greitt verður landsstýrinum frá virksemi felagsins farna árið og ætlaða virksemið komandi árini, og hvussu virksemið verður fíggjað. Frágreiðingin skal leggjast fyri umboðsráðið til ummælis, og skulu frágreiðing og ummæli síðani latast avvarðandi landsstýrismanni. Hendan frágreiðing kann sostatt eisini gerast íkast til ta frágreiðing, sum landsstýrið sambært løgtingslóg um kolvetnisvirksemi, § 44, í minsta lagi annað hvørt ár skal leggja fram fyri løgtingið, hetta sum grundarlag fyri einum oljupolitiskum orðaskifti.

Fíggjarligar avleiðingar av lógaruppskotinum

Landsstýrinum verður sambært § 2 heimilað at seta mió. kr. í partapeningi í felagið. Tað almenna fer ikki at hava aðrar útreiðslur í samband við, at lógin verður sett í gildi.

Viðmerkjast skal at møguligar fíggjarligar avleiðingar annars av einum landsoljufelag verða ikki viðgjørdar nærri her, men er hesin spurningur í ein ávísan mun viðgjørdur í fylgiskjalinum.

Viðmerkingar til einstøku lógargreinirnar

Viðv. § 1:
Í parti 6.2 er lagt fram uppskot til viðtøkur fyri felagið. Landsstýrismaðurin er ikki bundin av hesum uppskoti og kann í tann mun, at hetta ikki stríðir ímóti ásetingum í hesi løgtingslóg ella lógarásetingum annars, orða viðtøkurnar øðrvísi.

Viðv. § 2:
Ásetingin í stk. 2 er at skilja soleiðis, at tann til hvørja tíð verandi partapeningurin skal vera ogn landsins, eisini eftir møguligar hækkingar, og kann privatisering av partafelagnum ikki fremjast uttan løgtingsins samtykki.

Viðv. § 3:
Skotið verður upp, at felagið skal hava eitt umboðsráð, og at flokkarnir á løgtingi tilmæla hvør sítt umboð, sum verða tilnevndir umboðsráðslimir av landsstýrismanninum. Hinir limirnir, sum skulu vera ein meiriluti av umboðsráðslimunum, skulu veljast av aðalfundinum, t.v.s. landsstýrismannin-um.

Ynskið er, at ein slík skipan kann skapa eitt samlag ímillum eitt landsoljufelag og politisku skipanina og kann føra við sær, at tað í mest møguligan mun slepst undan viðurskiftum, sum kunnu elva til politiskar trupulleikar og misskiljingar.

Viðmerkjast kann, at líknandi skipan er innførd viðvíkjandi danska felagnum DONG, og hevur skipanin sum skilst roynst væl.

6.2 Uppskot til viðtøkur fyri landsoljufelag

Viðtøkur

fyri

P/F xxx

Navn

§ 1.

Stk. 1. Navn felagsins er P/F " ".

Stk. 2. Hjánøvn felagsins eru

Heimstaður

§ 2.

Heimstaður felagsins er xxxx kommuna.

Endamál

§ 3.

Stk. 1. Endamál felagsins er at reka kolvetnisvinnu umframt aðra vinnu, sum hevur samband við slíkt virksemi.

Stk. 2. Felagið skal verða rikið eftir meginreglunum fyri vinnuligar fyritøkur. Hetta er eisini galdandi, tá tað ræður um, at felagið átekur sær skyldur sambært konsessión, avtalur við almennar myndugleikar v.m.

Stk. 3. Grundarlagið fyri stovnan felagsins er løgtingslóg nr. xx frá xx.xx.xxxx um stovnan av landsoljufelag.

Partapeningur

§ 4.

Partapeningur felagsins er kr. býttur í partar á kr. 1.000 og multipla av hesum.

Partabrøv

§ 5.

Partabrøvini skulu ljóða uppá navn og verða skrivað inn í partabrævabók felagsins. Partabrøvini eru ikki-negotiabul.

Avhending av partabrøvum

§ 6.

Stk. 1. Partabrøv felagsins eru ogn landsins.

Stk. 2. Uttan heimild í løgtingslóg er ikki loyvt:

a) at avhenda partabrøv,
b) øðrum enn landinum við nýtekning av partapeningi at tekna partapening í felagnum, og
c) felagnum, at luttaka í fusión, klovningi ella aðrari yvirtøku av virki, sum hevur við sær, at onnur enn landið gerast eigarar av partabrøvum í felagnum.

Ógilding

§ 7.

Eitt partabræv kann mortifiserast uttan dóm eftir teimum fyri partabrøv, ið eru ikki-negotiabul, til hvørja tíð galdandi lógarreglum.

Aðalfundir

§ 8.

Aðalfundir

Staður

Aðalfundir verða hildnir á heimstaði felagsins.

Fráboðan

Nevndin boðar til aðalfund við tilskilan av tíð, staði og dagsskrá í minsta lagi 14 dagar og í mesta lagi 4 vikur frammanundan, hetta við skrivi til hvønn einstakan partaeigara á tí bústaði, ið seinast er skrivaður í partabrævabók felagsins.

Uppskot

Einum og hvørjum partaeigara er heimilað skrivliga at seta fram uppskot til viðgerðar á aðalfundinum av einum ávísum evni, um so er, at hann setir fram krav um hetta til nevndina í so góðari tíð, at evnið kann takast við á dagsskránna fyri aðalfundin.

Til skjals

Í seinasta lagi 8 dagar frammanundan hvørjum aðalfundi verður at leggja fram á skrivstovu felagsins til eftirlit fyri partaeigararnar dagsskrá og fullfíggjað uppskot, ið verða at bera fram á aðalfundinum.

Ársaðalfundur

Ársaðalfundur skal haldast á hvørjum ári áðrenn 6 mánaðar aftaná, at roknskaparár felagsins er lokið, sambært § 24.

Ársroknskapurin við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing skal leggjast fram á skrivstovu felagsins til eftirlit fyri partaeigararnar í seinasta lagi 8 dagar frammanundan ársaðalfundinum.

Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundur verður at halda, tá ið nevndin, grannskoðarin, umboðsráðið ella ein aðalfundur ger av, ella tá ið partaeigarar, ið tilsamans eiga 1/10 av partapeninginum skrivliga krevja tað, hetta til viðgerðar av einum evni, ið samstundis verður tilskilað.

Dagsskrá

§ 9.

Skráin fyri ársaðalfundin skal fevna um:

  1. Val av fundarstjóra.
  2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári, harundir eisini kunning sambært § 19.
  3. Framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning umframt ársfrágreiðing og góðkenning av ársroknskapi.
  4. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkenda roknskapin.
  5. Val av nevndarlimum.
  6. Val av umboðsráðslimum harundir val av formanni og ásetan av samsýning til umboðsráðslimirnar, tá ið val fer fram sambært § 14.
  7. Val av grannskoðara.
  8. Ymiskt.

Atkvøðurættur v.m.

§ 10.

Aðalfundurin verður skipaður av partaeigarunum, sum hava eina atkvøðu fyri hvørjar kr. 1.000 teir eiga í partapeningi.

Fundarstjóri

§ 11.

Aðalfundurin velur eftir uppskoti frá nevndini ein fundarstjóra, sum hevur leiðsluna av fundinum og ger av allar spurningar viðvíkjandi viðgerð av málum og atkvøðugreiðslu.

Hvør tann, ið atkvøðurætt hevur, kann krevja skrivliga atkvøðugreiðslu í teimum málum, sum eru til viðgerðar.

Fundarbók

§ 12.

Tað, sum verður havt til umrøðu á aðalfundinum, verður ført í eina fundarbók, sum verður undirskrivað av fundarstjóranum.

Atkvøðumeiriluti

§ 13.

Á aðalfundinum verða øll mál at gera av við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan so at partafelagslógin ella hesar viðtøkur krevja serligan meiriluta.

Til at samtykkja avgerð um broyting av viðtøkum ella avtøku av felagnum krevst tó, at 2/3 av partapeninginum er umboðaður, og má viðtøka verða samtykt við 2/3 av greiddum atkvøðum, eins væl og við 2/3 av tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum.

Er hesin partapeningur ikki umboðaður á aðalfundinum og viðtøkan er samtykt við 2/3 av greiddum atkvøðum eins væl og við 2/3 av tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum, verður sum skjótast boðað til nýggjan aðalfund, og á hesum fundi kann tá nevnda viðtøka við gildi samtykkjast við 2/3 av greiddum atkvøðum, eins væl og við 2/3 av tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum, sama hvussu nógvur partapeningur er umboðaður á fundinum.

Fulltrúir til tann fyrra aðalfundin hava eisini gildi á tí seinra, uttan so, at tær eru vorðnar beinleiðis afturkallaðar.

Umboðsráð

§ 14.

Stk. 1. Felagið hevur eitt umboðsráð við 10-15 limum.

Stk. 2. Flokkarnir á løgtingi tilmæla hvør sítt umboð, sum verða tilnevndir umboðsráðslimir av avvarðandi landsstýrismanni. Hinir limirnir, sum skulu vera ein meiriluti av umboðsráðslimunum, verða valdir av aðalfundinum.

Stk. 3. Miðað eigur at verða ímóti, at umboðsráðið fær eina fjølbroytta samanseting, hetta við atliti til m.a. vinnuligt tilknýti. Ein limur skal umboða serkunnleika innan kolvetnisvirksemi, ein limur løgfrøðiligan serkunnleika og ein limur búskaparligan serkunnleika.

Stk. 4. Umboðsráðslimirnir verða tilnevndir og valdir 2. hvørt ár í øðrum ársfjórðingi við gildi frá 1. juli fyrstkomandi. Formaðurin skal veljast av aðalfundinum og næstformaðurin av umboðsráðnum.

Fer tilnevndur umboðsráðslimur frá í valskeiðinum, verður nýggjur limur tilnevndur fyri restina av valskeiðinum, hetta eftir tilmæli frá sama flokki, sum tilmælt hevði fráfarna umboðsráðslimin, sambært stk. 2. Fer aðalfundarvaldur umboðsráðslimur frá í valskeiðinum velur aðalfundurin nýggjan lim fyri restina av valskeiðinum.

Stk. 5. Umboðsráðið, ið skal hava eftirlit við tí av leiðslu felagsins framdu fyrisiting av viðurskiftum felagsins, skal í minsta lagi hava ein fund hvørt hálvár, har nevnd felagsins skal greiða frá virksemi felagsins og ætlanirnar fyri framtíðar virksemi, og hvussu hetta verður fíggjað.

Umboðsráðið ummælir frágreiðingina, sum felagið skal gera sambært § 21.

Stk. 6. Nevndin skal so vítt gjørligt frammanundan kunna umboðsráðið um fyriskipanir, sum ikki eru partur av dagliga rakstri felagsins.

Stk. 7. Um minst 2 umboðsráðslimir ella minst 1 nevndarlimur krevja tað, skal nevndarformaðurin fyriskipa, at felagsfundur verður hildin millum nevndina og umboðsráðið, hetta til viðgerðar av einum máli, ið verður mett at vera umráðandi, og sum samstundis verður tilskilað.

Stk. 8. Nevndarlimir, stjóri og avvarðandi landsstýrismaður hava rætt til at luttaka og taka orðið á umboðsráðsfundum. Um umboðsráðið krevur tað, skulu nevndarlimir og stjóri vera hjástaddir og svara spurningum viðvíkjandi viðurskiftum felagsins.

Stk. 9. Umboðsráðið ásetir í eini starvsreglugerð nærri reglur fyri starvi sínum.

Nevnd og stjórn

§ 15.

Stk. 1. Í nevndina verða valdir 3-5 limir, sum aðalfundurin velur. Valið er galdandi fyri eitt ár í senn. Afturval kann fara fram.

Stk. 2. Nevndin skipar seg við formanni og næstformanni. Valið av formanni og næstformanni skal góðkennast av avvarðandi landsstýrismanni.

Stk. 3. Nevndarformaðurin hevur ikki loyvi at átaka sær annað arbeiði fyri felagið enn nevndararbeiði, burtursæð frá støkum uppgávum, sum nevndin biður hann gera fyri seg.

§ 16.

Stk. 1. Nevndin er viðtøkufør, um meira enn helvtin av nevndarlimunum luttekur á fundi. Avgerð má tó ikki takast í einum máli uttan so, at so vítt møguligt allir nevndarlimirnir hava havt atgongd til at luttikið í viðgerðini av málinum. Allar avgerðir verða tiknar við vanligari meirilutaavgerð. Standa atkvøðurnar á jøvnum, so ræður atkvøða formannsins.

Stk. 2. Fundarumrøður og viðtøkur verða skrivaðar í fundarbók, sum verður undirskrivað av øllum á fundi.

Stk. 3. Nevndin ásetir í eini starvsreglugerð nærri reglur fyri starvi sínum. Starvsreglugerðin skal hava eina áseting um, at ein nevndarlimur kann krevja, at avgerðin í einum nevndarmáli verður at útseta um viðkomandi nevndarlimur metir, at talan er um mál sambært § 20 í viðtøkunum, og partaeigarin tískil skal hava møguleika at nýta rætt sín sambært § 8 til at innkalla til eykaaðalfund. Nevndarformaðurin skal í slíkum føri fyriskipa, at partaeigarin sum skjótast verður kunnaður á nøktandi hátt.

Stk. 4. Nevndin kann veita kollektiva umboðsfulltrú.

§ 17.

Nevndin setir 1-2 stjórar til at hava dagligu leiðslu felagsins um hendi. Stjóri kann ikki samstundis vera nevndarlimur.

§ 18.

Stk. 1. Nevndarlimir og stjórar eru í nevndar- og stjóraarbeiðinum óheftir av landinum, starvsfólkinum og øðrum, og skulu ikki í støkum málum taka ímóti boðum frá nøkrum.

Stk. 2. Nevndin skal lata landinum upplýsingar, sum eru neyðugir til tess, at landið kann meta um støðu og úrslit felagsins. Nevndin tekur avgerð um, hvussu upplýsingarnir verða latnir og av hvørjum nevndarlimi.

Stk. 3. Nevndarlimir ella stjórar mugu ikki lata landinum ella øðrum upplýsingar um nevndar- ella stjóraarbeiði, sum eru av trúnaðarslagi, ella har nevndin hevur avgjørt, at teir skulu handfarast í trúnaði.

Stk. 4. Eru upplýsingarnar av slíkum slagi, at eyðsæð er, at landið eigur at verða kunnað fyri at umboða áhugamál síni, eiga upplýsingarnar tó at verða latnar landinum. Tá so er, eigur hetta bert at gerast á tann hátt og av honum, sum nevndin hevur tikið avgerð um, og nevndin kann í einstaka førinum sýta at upplýsingarnar verða latnar, um hetta avgerandi stríðir ímóti áhugamálum felagsins, ella tað ikki er órímiligt at bíða við hesum til næsta ársaðalfund.

§ 19.

Stk. 1. Nevndin hevur skyldu til á ársaðalfundi at kunna um mál, sum mugu metast at hava samfelagsligan týdning.

Stk. 2. Eisini verður kunnað um rakstrar- og íløguætlan fyri komandi árini.

Stk. 3. Eisini skal kunnast um avgerðir, tiknar av stjóra ella nevnd, og sum beinleiðis ella óbeinleiðis viðvíkja uttanfelagsligum áhugamálum hjá stjóra ella nevndarlimi.

§ 20.

Nevndin skal leggja fyri ársaðalfund ella eykaaðalfund einstøk mál, sum mugu metast at hava stóran politiskan ella prinsipiellan týdning, og/ella kunnu viðføra munandi samfelagsligar avleiðingar. Um tað ikki frammanundan hevur verið møguligt at lagt slíkt mál fram á aðalfundi, skal aðalfundurin sum skjótast kunnast um avgerð nevndarinnar.

§ 21.

Eina ferð um árið skal ein frágreiðing gerast, harí greitt verður landsstýrinum frá virksemi felagsins farna árið og ætlaða virksemið komandi árini, og hvussu virksemið verður fíggjað. Frágreiðingin verður løgd fyri umboðsráðið til ummælis. Síðani verða frágreiðing og ummæli latin avvarðandi landsstýrismanni.

Tekningarregla

§ 22.

Felagið verður teknað av stjóra saman við nevndarformanni ella næstformanni, av formanni saman við tveimum nevndarlimum ella av samlaðu nevndini.

Grannskoðan

§ 23.

Ársroknskapur felagsins verður grannskoðaður av 1-2 á aðalfundinum valdum grannskoðarum, sum virka til ein aðalfundur hevur valt nýggjar grannskoðarar ístaðin. Grannskoðari skal vera løggildur grannskoðari.

Roknskaparár

§ 24.

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið, fyrsta roknskaparárið tó frá stovnanini.

Ársroknskapurin

§ 25.

Ársroknskapurin skal gerast samsvarandi galdandi lóggávu og góðan roknskaparsið, og soleiðis at allar kravdar og neyðugar avskrivingar og burturleggingar verða gjørdar.

Vinningsbýti

§ 26.

Tá ið ársroknskapurin er góðkendur á aðalfundinum, verður møguligt samtykt vinningsbýti útgoldið á skrivstovu felagsins ímóti skrivligari kvittan.

Vinningsbýti, ið ikki er tikið út innan 3 ár frá nevnda góðkenningardegi, fellur til felagið.

Fylgiskjal: Dømi um verkætlan

Við tí fjarstøðu, vit í Føroyum higartil hava havt til oljuvinnu, kann tað vera trupult at ímynda sær, hvussu virksemið hjá einum føroyskum landsoljufelag kann koma at taka seg út. Niðanfyri verður nakað av tí virksemi, ein verkætlan vanliga fatar um, lýst, og dømi verða givin um, hvussu eitt landsoljufelag kann hugsast at koma at luttaka í oljuvirkseminum. Dømið fevnir m.a. um, hvussu arbeiðið kann verða skipað, og hvørjar peningaupphæddir, talan kunnu verða um til rakstur og íløgur.

Tað finnast nógvir ymiskir hættir at skipa virksemið, og tað eru nógvar fyritreytir, sum enn ikki eru kendar. At gera eina roynd at lýsa, hvussu veruleikin kemur at síggja út, hevur nevndin valt at halda seg frá. Heldur ikki hevur nevndin lagt seg eftir at lýsa allar smálutir í eini verkætlan. Dentur verður tí lagdur á, at teir møguleikar, tøl og upphæddir, ið nevnd verða, ikki skulu takast fyri annað enn dømi.

1. Gongd í eini verkætlan

Ein verkætlan verður vanliga býtt sundur í skeið, tí tað virksemi, sum fer fram í teimum ymisku skeiðunum er rættiliga ymist.

Mynd 1: Skeið í eini verkætlan  

Útbjóðingarumfar

                   

Forkanningarskeið Leitiskeið Útbyggingarskeið Framleiðsluskeið Avtøkuskeið

 

Skipan í samtak Meting Meting

Skipan í samtøk

Tað mest vanliga á okkara leiðum er, at oljufeløg gera samtøk, heldur enn at fara einsamøll undir eina verkætlan. Váðin verður soleiðis býttur millum fleiri feløg – vanliga eini 3-4 í hvørjum samtaki. Flestu feløgini, ið arbeiða við føroyska økinum hava soleiðis skipað seg í samtøk. Samtøk, ið eru skipaði undan einum útbjóðingarumfari, gera ikki altíð endaliga samstarvsavtalu beinanvegin, tey skipa samtøk, men gera ofta eina fyribils samstarvsavtalu, sum so kann verða avloyst av eini endaligari samstarvsavtalu - eini sokallaðari Joint Operating Agreement. Hendan hevur tvinni høvuðsendamál:

  1. Hon lýsir áhugamálini hjá teim einstøku feløgunum í bólkinum
  2. Hon ásetir mannagongdirnar ("the operating procedures"), ið skulu fylgjast

Í hvørjum samtaki verður so eitt av feløgunum valt til fyristøðufelag. Fyristøðufelagið stendur fyri verkliga partinum av arbeiðinum og tekur sær m.a. av at gera sáttmálar við undirveitarar, tvs. at fyristøðuleikluturin er rættiliga týdningarmikil, tá talan er um, hvaðani vørur og tænastur verða keyptar.

Til tess at vera fyristøðufelag krevst, at tað hevur neyðugan førleika til at standa fyri arbeiðinum. Í prinsippinum kann neyðugi førleikin keypast, men sum minstamark skal fyristøðufelagið kunna leiða arbeiðið. Tað krevur royndir, og kann eitt føroyskt felag tí ikki væntast at verða fyristøðufelag í 1. útbjóðingarumfari.

Mynd 2: Dømi um verkætlanarbygnað

 

Felag A Felag B Felag C

 

Samtak (fyribilsavtala)
Teknilig nevnd Samstarvsavtala Myndugleikar (Eygleiðarastøðu)
Tøknilig nevnd Samstarvsnevnd (Operating Committee) Fyristøðufelag (Operatørur)

 

Síðani verður ein samstarvsnevnd við umboðum frá teim einstøku feløgunum sett – ein Operating Committee. Henda nevndin hevur ábyrgdina av verkætlanini. Umframt samstarvsnevndina verða aðrar undirnevndir eisini settar. Hesar taka sær av ymiskum serøkjum og eru ráðgevandi hjá samstarvsnevndini.

Myndugleikarnir tryggja sær vanliga at hava atgongd til allar fundir, feløgini hava í samstarvsnevndini (eygleiðara-støðu).

Forkanningarskeið

Í hesum skeiði verða fingnir til vega upplýsingar til tess at kortleggja undirgrundina fyri at meta um, hvørt grundarlag kann verða fyri at søkja um loyvi at leita eftir kolvetnum. Tað eru eina mest seismiskar kanningar, ið verða gjørdar í hesum skeiði, men eisini aðrar kanningar, tó ikki boringar. Boringar verða gjørdar í leitiskeiðnum.

Viðv. seismisku upplýsingunum, sum seismikkfeløgini innsavna, er tað so, at tey antin sjálvi taka stig til at innsavna seismikk og royna so at selja oljufeløgum úrslitini - eisini kallað "speculative surveys" - ella heita oljufeløgini á seismikkfeløg um at fáa eitt ávíst seismikkarbeiði gjørt, og gjalda tey so fyri tað. Tá talan er um "speculative surveys", selja seismikkfeløgini úrslitini til eitt ella fleiri oljufeløg, men oljufeløgini hava bert loyvi at nýta tilfarið til egna nýtslu – ikki at lata øðrum tey. Heldur ikki einum landsoljufelagi, um ikki seismikkfelagið beinleiðis gevur loyvi til tess. Hava oljufeløgini sjálvi biðið um at fáa arbeiðið gjørt og goldið fyri tað, avgera tey eisini sjálvi, hvørjum tey lata upplýsingarnar. Hvørt landsoljufelagið skal gjalda fyri seismikkupplýsingar ella ikki, kann verða av stórum fíggjarligum týdningi fyri felagið.

Meting

Forkanningarúrslitini eru grundarlag undir avgerðini, hvørt og hvussu haldast skal fram.

Útbjóðingarumfar

Útbjóðingin í føroyskum øki verður gjørd sambært løgtingslóg frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi. Sambært hesi lóg skal lógaruppskot leggjast fyri løgtingið frammanundan hvørjum einstøkum útbjóðingarumfari. Uppskotið skal m.a. innihalda ásetingar um hvørji øki, ið boðin verða út, og í høvuðsheitum, hvørjar treytir, ið skulu verða galdandi fyri tað ávísa útbjóðingarumfarið.

Meting

Geva forkanningarúrslitini ikki orsøk til at steðga arbeiðinum, verður hildið fram, um so er, at ásettu treytirnar í tí ávísa útbjóðingarumfarinum eru nøktandi fyri feløgini.

Leitiskeið

Í hesum skeiði verða royndarboringar gjørdar.

Hetta skeiðið er helst tað, sum truplast er at meta um longdina av, tí tað er ógjørligt frammanundan at siga, hvussu leingi feløgini mugu leita til tey raka við kolvetni. Talan kann verða um, at tey raka við beinanvegin, men talan kann eisini verða um, at ár ganga, áðrenn rakt verður við, og gongur ov long tíð áðrenn nakað verður funnið, er vandi fyri, at feløgini gevast við leitingini.

Neyvan eru í løtuni meira enn einir 6 pallar í heiminum egnaðir til at arbeiða í djúpara partinum av føroyska økinum (600 – 1000 m). Væntast kann neyvan, at meira enn 1 ella 2 pallar verða til taks fyri føroyska økið, og verður virksemið tí helst avmarkað av hesum.

Meting

Verður rakt við kolvetni, skal metast um, hvørt fundurin er av slíkum slag, at tað kann loysa seg at útvinna hann handilsliga. Hetta arbeiðið kann væntast at taka umleið 1 ár.

Útbyggingarskeið

Verður hildið, at tað, ið rakt er við, kann útvinnast handilsliga, verður farið undir at útbyggja leiðina, eftir at myndugleikarnir hava góðkent útbyggingarætlanina. Tað er stórur munur á, hvørjar útbyggingar eru neyðugar, antin rakt verður við gass, ella rakt verður við olju. Skal gass framleiðast, hevur tað higartil verið neyðugt at havt rørleiðingar til lands at flyta gassið ígjøgnum, meðan oljan kann flytast við skipi, ið er ein munandi bíligari loysn. Framyvir fer tann tøkniliga menningin møguliga at føra til, at eisini gass kann verða flutt við skipi.

Tað er ymist, hvussu valt verður at framleiða. Valt kann verða at gera fastar útbyggingar við pallum, ella valt kann verða at nýta flótandi framleiðslueindir. Á teimum økjunum, oljufeløgini í nomineringsumfarinum í 1996 vístu størsta áhugan, er so djúpt, at flótandi eindir koma at verða nýttar.

Sjálvari leiðútbyggingini kann fyristøðufelagið standa fyri, men í stóran mun verða arbeiðini gjørd av øðrum15). Útbyggingin varar kanska í eini 3-5 ár – men tað er trupult at siga frammanundan, tí viðurskiftini eru lítið kend.

Tað verður helst í hesum skeiði, at mest fer at merkjast til eftirspurningin eftir føroyskum vørum, tænastum og fólki.

Framleiðsluskeið

Tá útbyggingin er liðug, er klárt at fara undir framleiðslu, tvs. útvinna ráevnini upp úr undirgrundini. Samb. kolvetnislógini skal kolvetnið flytast til lands í Føroyum, men kann lands-stýrið gera undantak frá hesi høvuðsreglu.

Um nøktandi fundir verða, kann hetta skeiðið væntast at vara ikki minni enn eini 10 ár - helst munandi longri. Tað verður serliga í hesum skeiði, at beinleiðis inntøkustreymurin til landskassan kemur at verða.

Avtøkuskeið

Tá tað so ikki longur loysir seg at framleiða kolvetnini handilsliga, verður útgerðin tikin niður, ella frágingin eftir nærri ásettum altjóða reglum.

Hvussu umfatandi virksemið er í hesum skeiði er nær tengt at, hvørt fastar framleiðslueindir ella flótandi eindir hava verið nýttar.

2. Møgulig luttøkustig

Virksemið hjá einum oljufelag nýtist ikki at vera so umfatandi, sum at fara út á landgrunnin at bora eftir og framleiða olju. Ein oljuverkætlan er samansett av nógvum ymiskum virksemum, og eitt oljufelag kann velja bert at vera við í einum parti av hesum virksemum.

Mynd 3: Dømi um møgulig luttøkustig hjá einum føroyskum landsoljufelag

 

Luttøkustig

0

1

2

3

4

Luttøkustig

 

Starvs
fólkatal

 

 

Uttan-
hýsis
tænastur

Optión
(Rættur til
luttøku)
Minni virkin
luttøka
(Fyrisiting av
loyvinum
Meira virkin luttøka
(Reservoirmetingar / tilrættalegging av
framleiðsluútgerð
Med-fyri-
støðufelag
við
vegleiðing
frá øðrum
Fyri-
støðu-
felag
(Opera-
tør)
  Upp til 5
fyrisitingar-
fólk 1)
(stjóri, løgfrøð-
ingur
búskapar-
frøðingur og
skrivstovufólk)
5 fyrisitingarfólk (sum frammanfyri)
umframt

? 2)

? 2)

Reservoirmeting 1)
1 ella fleiri
reservoirverkfrøðingar
Tilrættalegging 1)
1 ella fleiri petrole-
umsverkfrøðingar
við procesfakligum
royndum

Tænastuveitarar

Tænastuveitarar

Vegleiðandi felag /
tænastuveitarar
Tænastu-
veitarar

 1 Fyrisitingarliga manningin kann vera nøktandi til eini 3-4 loyvi. Á stigi 2 er neyvan meining í at seta minni enn tveir serfrøðingar. Hesir kunnu kanska vera nøktandi til eini 2-3 loyvi. Tað kann tó verða skiftandi, tí tað er ymist frá loyvi til loyvi, hvussu nógv krevst av luttakandi feløgunum.

2 Hvussu nógvum starvsfólki, felagið fær tørv á, verður tað virkið á stigi 3 ella 4, er sera trupult at meta um, tí tað veldst um so nógv ymisk ítøkilig viðurskifti, viðvíkjandi teimum einstøku verkætlanunum.

Fyrsta stigið mótvegis beinleiðis luttøku kann verða, at landið tilskilar sær rætt (optión) til at lata landsoljufelagnum part í loyvum hjá privatum feløgum. Verður síðani valt at stovna landsoljufelag, kann byrjast varliga, soleiðis at felagið í byrjanini t.d. avmarkar sítt virksemi til at fyrisita loyvi, tað hevur. Farast kann so víðari til at luttaka meira beinleiðis. Fyrst t.d. at fylgja við tøkniliga arbeiðinum hjá øðrum feløgum (reservoirmetingar og/ella tilrættalegging av framleiðslu, herundir framleiðsluútgerð ella øðrum virksemi). Síðani kann felagið sjálvt fara at gera metingar o.a. Tann tøkniliga manningin, nevnd omanfyri er bert før fyri at fylgja við – ikki gera sjálvstøðugt arbeiði. Skal felagið miða ímóti at kunna gerast fyristøðufelag, kann tað fara ígjøgnum eitt skeið, har tað sum med-fyristøðufelag verður vegleitt av øðrum felag fyri síðani sjalvt at átaka sær fyristøðufelagsuppgávur. Felagið hevur møguleika eisini at keypa tænastur, heldur enn bara sjálvt at seta fólk.

 

Í mynd 3 omanfyri er støði tikið í 4 ymiskum stigum innan up-stream virksemi, sum felagið kann hugsast at luttaka á (stig 1-4). Harumframt (stig 0) er møguleiki í prinsippinum fyri, at myndugleikarnir tilskila sær rætt (optión) at lata landsoljufelag fáa part í loyvum, um kolvetni verða funnin, sí niðanfyri. Í veruleikanum eru tað sjálvsagt ikki einans 4 møgulig luttøkustig at velja ímillum, men nærum óendaliga nógv stig, ið strekkja seg glíðandi frá tí mest einfaldu luttøkuni, ið er eitt felag, ið bert umsitur felagsins partar í loyvum, til at verða fult virkið oljufelag, ið kann átaka sær fyristøðufelagsuppgávur.

Luttøkustig 0

Tað er ikki vist, at politiski myndugleikin metir tað vera skilabest at stovna eitt landsoljufelag, beinanvegin, 1. útbjóðingarumfar verður sett í verk, men velur at bíða við at taka avgerðina. Møguleiki er fyri at áseta í loyvistreytunum, at landið skal hava rætt (optión) til at lata einum landsoljufelag part í einum ella fleiri loyvum. Landið hevur tá møguleika til at nýta henda rættin, um kolvetni verða funnin.

Verður optiónsmøguleikin valdur, har ásett verður, at felagið kann koma uppí virksemi, tá kolvetni eru funnin, er hetta samstundis at skilja sum bering, tí felagið – so leingi tað ikki er stovnað - ikki rindar sín part av leitiútreiðslunum. Havast skal tó í huga, at hetta ikki merkir, at luttøkan er uttan kostnað fyri landið, tí sæð frá sjónarmiðunum hjá teimum feløgunum, sum bera, er hetta ein fíggjarlig byrða, sum verður løgd á tey, og sum tey so onkursvegna vilja trekkja burtur av tí partinum, sum annars var hugsaður, at landið skal hava.

Inntil kolvetni eru funnin, er ikki beinleiðis tørvur á starvsfólki í hesum sambandi. Tó kann tað hugsast, at onkur verður settur at gera fyrireikingar, so eitt møguligt landsoljufelag ikki stendur heilt á berum, um kolvetni verða funnin. Eisini skal onkur til sína tíð gera eina meting av, hvørt rætturin at fáa part í loyvum skal verða nýttur, ella ei. Umhugsast kann, hvørt Oljumálastýrið kann taka sær av nevndu uppgávum.

Luttøkustig 1

Mest einfalda veruliga luttøkustigið er, um felagið, sum nevnt, bara umsitur eigaraáhugamálini, ið felagið hevur (at hava optión verður í hesum sambandi ikki mett sum verulig luttøka). Til tess at umsita eigaraáhugamálini krevst, at felagið hevur umsitingarligan førleika – tvs. er ført fyri at meta um tey løgfrøði-, búskapar- og umsitingarligu viðurskiftini, ið hava við loyvini at gera. Á hesum stigi verður ikki tørvur á stórum tali av fólki.

Við einum slíkum luttøkuformi, kann felagið ikki væntast at fáa stórvegis ávirkan á virksemið.

Fyrimunirnir eru hinvegin, at felagið hóast alt luttekur beinleiðis í vinnuni, og hevur tí í prinsippinum møguleika at gera vart við onkur viðurskifti, skuldi tað verið ynskiligt, hóast tað, sum nevnt, helst fær trupult við at fáa størri ávirkan í týðandi málum. Ein annar fyrimunur er, at tað verður ikki so dýrt at reka, og fær minni týdning fyri eftirspurningin eftir tí enn avmarkaða talinum av føroyingum við neyðuga kunnleikanum til hesa vinnuna.

Tað er ikki neyðugt, at felagið fyrst verður á hesum stigi, áðrenn farið verður til næsta stig, men tær funktiónir, sum liggja í hesum stigi, eru neyðugar á øllum stigum.

Luttøkustig 2

Verður farið víðari frá stigi 1, verður førleikin hjá felagnum víðkaður við fólki við tøkniligum kunnleika. Í fyrstani kann hetta t.d. verða soleiðis, at hesi bert fylgja við í metingum og arbeiðum, hini feløgini í samtøkunum gera. Seinni kann virksemið víðkast soleiðis, at felagið sjálvt eisini kann gera metingar og annað arbeiði.

Tað tøkniliga arbeiðið snýr seg m.a. um at gera metingar av, hvussu viðurskiftini í undirgrundini, har kolvetni verða funnin, eru. Eisini snýr hetta seg um at leggja til rættis, hvussu framleiðslan skal skipast - herundir, hvør útgerð skal nýtast.

Luttøkustig 3 og 4

Um felagið skal víðari frá stigi 2, kann sigast, at tað er komið til eitt vegamót. Skal farast víðari til 3. stig, eigur støða samstundis at vera tikin um at fara – í hvussu so er partvís - heilt til 4. stig, tí meiningin við 3. stigi er, at hetta er ein beinleiðis upplæring til at verða fyristøðufelag. Á 3. stigi kann felagið átaka sær partar av fyristøðufelagsuppgávum og gera hesar saman við øðrum felagi. Tað var soleiðis t.d. norska felagið Saga gjørdi, tá tað byrjaði sítt virksemi. Tað fekk fólk frá Esso at leiðbeina seg í hesum uppgávum. Saga gjørdist sum frá leið tøkniliga ført fyri at átaka sær allar uppgávur í eini verkætlan.

Hugsast kann, at tá felagið hevur gjørt royndir á stigi 3 saman við øðrum felagi, kann tað einsamalt átaka sær partar av fyristøðufelagsuppgávum, ella við øðrum orðum partvís flyta seg yvir í stig 4. Tað er í prinsippinum ikki ein spurningur um antin at vera fyristøðufelag ella ikki vera fyristøðufelag – tað kann eisini verða ein spurningur um hvussu nógvar fyristøðufelagsuppgávur, eitt felag kann átaka sær.

Skal felagið flyta seg frá 2. stigi yvir á fyrst 3. og síðani 4. stig, verður tørvur á munandi fleiri fólkum. Tað er tó ikki endiliga neyðugt, at felagið sjálvt setir øll hesi í starv. Sum dømi kann nevnast danska felagið DOPAS, ið nýtir dóttirfelagið DANOP at taka sær av fyristøðufelags-uppgávum. DOPAS var 1998 við í 21 loyvum og hevði 91 fólk í starvi, herav 18 starvaðust við oljuleiting, meðan hini høvdu ymiskar ráðgevarauppgávur í DONG-konsernini. DANOP hevur uml. 40 fólk í føstum starvi, umframt eini 20 við leysari tilknýti. Harumframt leigar tað fólk inn, so hvørt tørvur er á tí, men stendur sjálvt fyri arbeiðunum. Eisini skal nevnast, at DOPAS í ávísan mun kann nýta starvsfólk hjá móðirfelagnum DONG. Tilsamans er talið av starvsfólkum við tilknýti til up-stream virksemið hjá DOPAS væl størri enn tey 18, sum starvast beinleiðis við up-stream virksemi felagsins.

 

3. Fíggjarlig viðurskifti o.a.

Tá støða skal takast til, um landið skal fara beinleiðis uppí oljuvinnu, eru fíggjarligu avleiðingarnar av hesum ein sera týdningarmikil partur at lýsa væl. Niðanfyri verður við nøkrum einføldum, givnum fyritreytum roynt at geva eina ábending um, hvørjar upphæddir talan kann verða um í samband við rakstur, rakstrarúrslit og íløgur, og hvussu nøkur viðurskifti ávirka hesar upphæddir.

Fíggjarligu viðurskiftini eru samansett av einum hópi av faktorum, og allir eru teir í hesum føri torførir at siga nakað neyvt um frammanundan. Vit vita t.d. ikki,

Meðan nógv viðurskifti eru, sum landið, sum møguligur luttakari, ikki hevur ávirkan á, so eru tað onnur viðurskifti, sum landið hevur ávirkan á, velur tað at luttaka beinleiðis í vinnuni. Hesi eru t.d. hvørjum luttøkustigi, tað velur at luttaka á, og hvussu stórum prosentparti, tað velur at luttaka við. Í roknidøminum verður soleiðis víst, hvussu hesi bæði viðurskifti kunnu ávirka starvsfólkatal (í prinsippinum), rakstrarúrslit og fíggjartørv. Umframt luttøkustig og stødd á luttøkuparti er valt at hava ymisk tøl av fundum við í roknidøminum, hóast landið sjálvsagt ikki hevur ávirkan á, hvussu nógvir fundir verða í mun til virksemið. Tey eru tikin við fyri at vísa, at viðurskifti, sum landið ikki sjálvt hevur ávirkan á, kunnu hava stóra ávirkan á fíggjarligu viðurskiftini.

Luttøkustig

Luttøkustigið er, sum nevnt, ein av faktorunum, ið er skiftandi í roknidøminum fyri at vísa, hvørja ávirkan tað kann hava á úrslitini.

Tess lægri luttøkustigi, felagið luttekur á, tess minni krevst av peningi og fólki. Við at avmarka luttøkuna til stig 1 hevur felagið lítlan tørv á starvsfólki og útgerð annars. Kostnaðurin av at reka felagið verður so eisini avmarkaður, men felagið hevur so hinvegin ikki stórvegis ávirkan á gongdina í samtøkunum, tað verður partur av. Hvussu nógv, luttøka á stigi 1 gevur aftur til samfelagið av vitan, veldst um so nógv, m.a. hevur tað stóran týdning, hvussu felagið megnar at taka vitan til sín og fáa hana út í samfelagið. At hava eitt felag, ið avmarkar luttøkuna til stig 1, tí uppgávan einans verður at fáa lut í privatbúskaparliga vinninginum, er neyvan hugsandi, tí peningaliga íkastið í krónum kann eisini fáast, t.d. við at landið hevur beinleiðis part í loyvum, soleiðis sum vit kenna tað frá SDØE í Noregi.

Verður luttøkan meira umfatandi enn stig 1, krevst meira av serútbúnum fólki og útgerð, og harvið økist kostnaðurin. Hinvegin fær felagið við tíðini eisini størri ávirkan á gongdina og kann m.a. lata vitan um oljuvirksemi til samfelagið.

Her verður ikki greinað, hvat skilabest er at gera í so máta, men í roknidøminum verður einans víst, hvussu ymisk luttøkustig kunna ávirka búskaparligu viðurskiftini. Skal fullfíggjað mynd fáast, er tó sjálvandi eisini neyðugt at meta um, hvat fæst burturúr.

Luttøkupartur

Ein annar faktorur, sum er skiftandi í roknidøminum, er luttøkuparturin.

Tá metast skal um, hvussu stórar luttøkupartar landsoljufelagið skal hava, eigur eisini at havast í huga, at við størri luttøkuparti verða størri peningaligar upphæddir settar í váða, og meira fígging skal eisini fáast til vega.

Tá støddin á luttøkupørtunum skal ásetast, eigur hetta eisini at verða gjørt við m.ø. føstu útreiðslum felagsins í huga. Luttøkupartarnir mugu verða so mikið stórir, at avlopið frá teimum í minsta lagi kann gjalda føstu útreiðslurnar, sum ikki eru beinleiðis knýttar at nakrari ávísari verkætlan.

Í prinsippinum ávirkar luttøkuparturin ikki starvsfólkatalið. Tað krevur ikki meira fólk at umsita eina luttøku uppá t.d. 10%, enn tað krevur at umsita 5%. Annað er, at verður luttøkuparturin heilt stórur, kann tað hava ávirkan á, hvørjar uppgávur felagið fær, og harvið krevja meira av felagnum.

Onnur viðurskifti, sum skulu havast í huga viðvíkjandi luttøkupartinum eru t.d. hvussu luttøkuparturin ávirkar møguleikan fyri at gera sína ávirkan galdandi; hvussu hugburðurin hjá hinum oljufeløgunum er til ymiskar luttøkustøddir – serliga um landsoljufelagið skal berast. Viðmerkjast kann eisini at hóast luttøkuparturin í fyrsta umfari er eitt nú 5% kann hugsast, at felagið sambært einum nærri ásettum "glíðiskala" hevur rætt til seinni at økja sín luttøkupart. Hesi viðurskifti verða tó ikki nærri viðgjørd her, men greitt er, at tey kunnu fáa stóran týdning fyri felagið.

Tal av fundum

Triði skiftandi faktorurin í roknidøminum er talið av fundum.

Tess hægri luttøkustigi, felagið er á, tess størri verður ávirkanin frá talinum av fundum.

Roknidømi

Fyritreytir

Í talvu 1 niðanfyri eru fyritreytirnar fyri roknidømini vístar. Valt er her at hava tær flestu fyritreytirnar fastar, meðan aðrar (tal av fundum, luttøkustig og luttøkupartur) eru skiftandi, sum nevnt frammanfyri. Í veruleikanum eru allar fyritreytirnar skiftandi. At so einfaldar fyritreytir eru nýttar skal havast í huga, tá mett verður um úrslitini, tí aðrar og meira nágreiniligar fyritreytir, høvdu ávirkað úrslitini.

Talva 1: Fyritreytir fyri útrokningum

Tal av loyvum
Leitikostnaður/loyvi
Útbyggingaríløgur fyri hvørja leið
Fundarstødd
Tal av fundum
Oljuprísur

Rentustig (diskonteringsrenta)
Prísvøkstur (inflatión)
Avtøkukostnaður
Fyrisitingaríløgur
Luttøkustig
Luttøkupartur

Fast
Fast
Fast
Fast
Skiftandi
Fast

Fast
Fast
Fast
Fast
Skiftandi
Skiftandi

10
300 mió. kr
9 mia. kr.
250 mió. tunnur
0, 1, 3 ella 5
uml. 94 kr/tunnu
(14 USD /tunnu)
0%
0%
75 mió. kr.
0 kr.
1, 3 ella 4
1% ella 5%

Til nakrar av fyritreytunum kann viðmerkjast:

Talið av loyvum er rættiliga tilvildarligt, og kann tað koma at verða bæði hægri og lægri.

Íløgur og fundstødd eru á leið tað, sum hevur verið at sæð vestan fyri Hetland16), og viðurskiftini í føroyska økinum kunnu kanska líkjast teimum viðurskiftunum. Leitikostnaðurin er mettur.

Í roknidøminum er talið av leitiboringum sett til 2 fyri hvørt loyvi. Hetta er eitt meira ella minni tilvildarligt tal, sum bæði kann verða hægri og lægri. Somuleiðis kunnu íløgurnar verða munandi øðrvísi – tað veldst um stødd og samanseting av leiðum, eins og hvørjar framleiðsluloysnir, ið koma at verða nýttar.

Avtøkukostnaðurin er rættiliga trupul at meta um, tí tað veldst so nógv um, hvørjar loysnir, ið koma at verða valdar. Hetta talið kann til sína tíð væl koma at vísa seg at verða eitt heilt annað.

Niðanfyri er úrdráttur úr útrokningum vístur. T.d. er á luttøkustigi 1 víst úrslit fyri ávikavist 1% og 5% luttøku, við ávikavist 0, 1 ella 5 fundum

 

Talva 2: Úrdráttur úr útrokningum viðvíkjandi verkætlanum.

(upphæddir eru í mió. kr. og eru fyri alla livitíðina hjá verkætlanunum)

Luttøkustig

1

3

4

Luttøkupartur

1%

5%

1%

5%

1%

5%

Tal av fundum 0 1 5 0 1 5 0 1 5 0 1 5 0 1 5 0 1 5
Starvsfólkatal  1-4 5 5 5 5 5 5 7 7 7 7 7 7 7 7 7 7 7 7
Starvsfólkatal1ár5-30 0 5 5 0 5 5 0 7 7 0 7 7 0 35 35 0 35 35
Max likv. tørvur 10 120 480 10 480 2280 14 130 490 14 490 2290 14 170 530 14 530 2330
Úrslit -10 -60 500 -10 500 3380 14 -90 470 -14 470 3300 -14 -460 110 -14 110 2490
Bering 30 30 30 150 150 150 30 30 30 150 150 150 30 30 30 150 150 150
Afturgjald bering 0 3 15 0 15 75 0 3 15 0 15 75 0 3 15 0 15 75

1 Útrokningarnar hava sum fyritreyt, at fundur verður áðrenn 5 ár eru liðin. Talið av starvsfólki ár 5-30 er tí sett til 0, har ongin fundur verður.

Verður tikið samanum útrokningarúrslitini kann í stuttum sigast:

Viðmerkjast skal, at á stigi 4 er starvsfólkatalið sett munandi hægri í mun til hini stigini, men annars er sæð burtur frá, at serligar útreiðslur og inntøkur eru knýttar at fyristøðufelagsleiklutinum.

Starvsfólkatørvur

Skal hugsast um at stovna eitt landsoljufelag, er tørvurin á starvsfólki ein partur, sum havast má í huga, tí – sum áður nevnt - er talið av føroyingum við neyðuga førleikanum innan hesa vinnu enn avmarkað. Í byrjanini kann roknast við, at neyðugt verður eisini at seta útlendingar við neyðuga førleikanum í starv. Tað veldst sjálvandi um, hvussu umfatandi virksemið verður.

Neyðuga talið av starvsfólki vil í prinsippinum hækka í mun til tal av fundum og/ella luttøkustig.

Verður ætlanin við felagnum, at tað bert skal luttaka á stigi 1, kann tørvur verða á upptil einum 5 fólkum við ymsum fyrisitingarligum førleikum. Hetta tal er helst nøktandi, um einir 3-4 fundir verða. Tað er sjálvsagt ikki endiliga neyðugt, at tað verða júst 5 fólk sett í starv beinanvegin. Hetta er eitt val. T.d. kann verða víst á, at tey privatu, føroysku oljufeløgini hava valt at byrja við bert einum fólki hvørt. Tað sama kann landsoljufelagið gera. Er ætlanin at fara longur enn til stig 1, verður tørvur á fleiri fólkum, men tað er ikki víst, at neyðugt er at seta fleiri, fyrr enn kolvetni eru funnin. Um tað er fakliga besta loysnin, skal ikki verða tikin støða til her, men tað kann hugsast at vera skilagott eisini at hava jarðfrøðingar o.o. við frá byrjan. Hinvegin er tað ein óneyðugur kostnaður at hava fólk í starvi, sum tørvur ikki verður á – og tað verður tað ikki, um onki verður funnið.

Luttøka á stigi 3 krevur, at oljuserfrøðingar eisini verða settir í starv. Neyvan gevur tað meining at seta minni enn 2 serfrøðingar. Við 2 serfrøðingum kann felagið í ávísan mun fylgja við arbeiðum, hini feløgini gera, men felagið kann ikki væntast at gera sjálvstøðugt arbeiði. Teir kunnu kanska væntast at kunna fylgja við í einum 2-3 loyvum – tað er trupult at siga, tí ymist er, hvussu nógv arbeiði, ið stendst av ymiskum loyvum.

Skal felagið verða fyristøðufelag, verður starvsfólkatørvurin munandi størri. Á luttøkustigi 4 er omanfyri roknað við 35 starvsfólkum, tá kolvetni eru funnin. Hetta kann ikki væntast at verða nóg mikið, men hvussu nógvum fleiri, tørvur verður á, er sera trupult at siga, fyrr enn ein meira ítøkilig ætlan fyriliggur. 35 starvsfólk er tí at meta sum varisliga ásett.

Bering

Verður felagið stovnað beinanvegin, er sannlíkt, at tað verður borið í leitiskeiðnum. Hvussu stórar upphæddir hetta kann koma at snúgva seg um, veldst um kostnaðin av leitingini, luttøkupart og av hvussu avtala um bering er samansett.

Sum víst á í notu 418) fevnir bering vanliga um útreiðslur til leiting og – sjáldnari – útbygging, møguliga soleiðis, at hesi útlegg heilt ella partvís verða afturgoldin við partinum í framleiðsluni hjá borna felagnum19). Víst kann tó verða á, at DONG í teimum fyrstu útbjóðingarumførunum í Danmark ikki endurrindaði beringina. Eginrakstrarútreiðslur eru vanliga ikki fevndar av eini bering. Hinvegin kundi hugsast ein skipan, sambært hvørjari onnur oljufeløg skuldu útvegað landsolju-felagnum ávísar tænastur, herundir upplæring av starvsfólkinum v.m. Í roknidøminum her er sett sum fyritreyt, at beringin einans umfatar leitikostnaðir, og at hesir verða endurgoldnir, um leitingin hepnast.

Í roknidøminum er minsta beringin 30 mió. kr., og kemur hon soleiðis fram: Verður kostnaðurin av leitingini í einum loyvi t.d. 300 mió. kr. og felagið luttekur við 1%, verður beringin 3 mió. kr. Verða t.d. 10 loyvi givin, verður talan um 30 mió. kr. Mesta beringin er 150 mió. kr. og kemur hon fram á sama hátt, men við 5% luttøkuparti, í staðin fyri við 1% luttøkuparti.

Verður onki funnið at framleiða, verður ongin afturgjalding til privatu feløgini. Annars verður minsta afturgjaldingin 3 mió. kr., sum svarar til 1 fund á 300 mió. kr. við 1% luttøkuparti. Mesta afturgjaldingin verður 75 mió. kr., sum svarar til 5 fundir á 300 mió. kr. við 5% luttøkuparti.

Fíggingartørvur

Sum nevnt omanfyri verður fíggingartørvurin ávirkaður meira ella minni bæði av luttøkustigi, luttøkuparti, tali av fundum, og av hvussu ein møgulig avtala um bering er samansett. Fyri uttan møguligan spurning um bering, sum er viðgjørdur omanfyri, eru tað serliga luttøkupartur og tal av fundum, sum ávirka fíggingartørvin. Luttøkustigini 1-3 hava ikki so stóra ávirkan á fíggingartørvin, men verður farið til 4. stig, er ávirkanin størri.

Verður onki funnið at framleiða, verður fíggingartørvurin avmarkaður til fyrisitingarkostnað í leitiskeiðnum og møguligan kostnað í samband við tulking av seismikki. Verða eini 5 fólk í fyrisitingini, verður árligi lønarkostnaðurin kanska einar 3 mió. kr. umframt annan rakstrarkostnað og íløgur. Tulkingarkostnaðurin kann eisini lættliga koma uppá fleiri milliónir krónur, men er hesin ikki tikin við í roknidøminum.

Minsti fíggingartørvurin annars – íroknað rakstur og íløgur í framleiðsluútgerð - verður, um felagið bert verður á stigi 1, hevur ein luttøkupart uppá 1%, 1 fundir verður, og felagið verður borið gjøgnum leitiskeiðið. Fíggingartørvurin kann tá verða um 120 milliónir krónur. Her er sæð burtur frá dømum, har samlaða verkætlanin gevur hall, tí tá kann ikki væntast, at farið verður undir ætlanina.

Verður farið í hin endan av skalanum, har fíggingartørvurin í roknidøminum er størstur (luttøkustig 4, luttøkupartur 5% og 5 fundir), kann fíggingartørvurin verða einar 2,3 mia. kr.

Her kann viðmerkjast, at orsøkin til, at fíggingartørvurin ikki er 5 ferðir so stórur, tá 5 fundir verða, í mun til tá 1 fundur verður, er, at nakrar fastar útreiðslur eru tær somu, antin 1 fundur verður ella 5 fundir verða. Verður bara 1 fundur, verða hesar føstu útreiðslur lutfalsliga hægri, enn um 5 fundir verða.

Tað er trupult at siga neyvt, hvussu leingi peningastøðan verður negativ, men verður leitiskeiðið 3 ár, metingin 1 ár, útbyggingin eini 4-5 ár, so kunnu ganga eini 8-10 ár, áðrenn peningastreymurin verður positivur, og síðani ganga fleiri ár afturat, áðrenn likviditetsstøðan verður positiv.

Felagið verður sjálvsagt tey fyrstu árini ikki ment at fíggja luttøkuna sjálvt. Antin má løgtingið játta pening yvir fíggjarlógina, og/ella fremmand fígging fáast til vega, herundir møgulig bering. Tað er ikki óvanligt, at oljufeløg sjálvi fíggja allar leitiútreiðslurnar, meðan útbyggingarútreiðslurnar verða 50% eginfíggjaðar og 50% lánifíggjaðar. Tað er ikki vist, at eitt nýstovnað felag við avmarkaðari eginogn, kann nýta hetta mynstrið. Tá talan verður um stórar upphæddir í mun til føroysk viðurskifti, kann tað verða tungt at fíggja útbyggingarútreiðslurnar yvir løgtingsins fíggjarlóg, og kann tí ein møguleiki verða, at løgtingið heimilar veðhaldi fyri lántøku til eginfíggingina. Aðrir møguleikar kunnu eisini umhugsast, t.d. at útskriva lánsbrøv.

Av tí, at talan kann verða um rættiliga stórar upphæddir, eigur at verða havt í huga, at lánveitarar møguliga óbeinleiðis kunnu rokna hesar upphæddir uppí samlaðu fíggjarligu skyldur landskassans – hetta eisini hóast virksemið verður skipað í sjálvstøðuga, løgfrøðiliga eind. Tað kann skerja møguleikar landskassans at útvega fígging til onnur endamál. Fíggingarviðurskiftini kunnu soleiðis koma at vísa seg at seta eina avmarking fyri virkseminum hjá einum landsoljufelag.

Rakstrarúrslit

Rakstrarúrslitini verða, sum nevnt, tengd bæði at luttøkustigi, luttøkuparti og tali av fundum. Eins og viðvíkjandi fíggingartørvinum eru tað serliga luttøkuparturin og talið av fundum, sum hava stóra ávirkan.

Besta rakstrarúrslitið fæst við at verða á stigi 1, við 5% luttøkuparti og 5 fundum. Avlopið tá verður mett til einar 3,3 mia. kr. Sum nevnt frammanfyri, verður eitt felag tó neyvan stovnað, bert til at umsita loyvi.

Vánaligasta úrslitið fæst við at luttaka á stigi 4 við 1% og 1 fundi. Tá kann luttøkan geva hall uppá eina slaka hálva milliard krónur.

Nær felagið skal stovnast – rakstrarkostnaður í leitiskeiðnum

Tá talan er um at stovna landsoljufelag, er ein spurningur eisini, nær hetta eigur at verða gjørt. Skal tað verða beinanvegin, ella skal verða steðgað inntil kolvetni eru funnin, sum tað kann loysa seg at framleiða?

Tann fíggjarligi spurningurin er ein partur av avgerðargrundarlagnum í hesum sambandi. Bíligasti møguleikin er, um tað almenna tekur optión uppá, at eitt møguligt landsoljufelag kemur uppí part, um olja verður funnin, og at onki felag verður stovnað fyrr enn tá. Rakstrarkostnaður kann í tí førinum verða 0 kr., inntil felagið verður stovnað. Verður hinvegin felagið stovnað beinanvegin og ein fyrisiting sett, kann árligi raksturin av felagnum koma at verða einar 3-5 mió. kr. til lønir og aðrar rakstrarútreiðslur, men kann eisini gerast bíligari, sum nevnt omanfyri.

Tað er tann árligi rakstrarkostnaðurin, faldaður við áramálinum, leitað verður, sum í fyrsta umfari kann verða spardur, verður steðgað við at stovna felagið, inntil nakað er funnið. Hetta eigur tó at verða mett í einum samlaðum høpi. Sum nevnt aðrastaðni, kann ikki metast um kostnaðurin er stórur ella lítil, uttan at sammett samstundis verður við, hvat fæst burturúr at hava henda kostnaðin.

Seismikkútreiðslur

Skal felagið luttaka á meira enn stigi 1, má roknast við, at tað eisini fær tørv á at hava innlit í teir seismisku upplýsingar, ið finnast um føroyska økið. Sum nevnt, er tað ivasamt, hvørt landsoljufelagið fær innlit í hesar uttan at gjalda fyri tað – antin tað so verður sum ein partur av loyvistreytunum, ella goldið verður á annan hátt.

Tað er sera trupult at meta um, hvussu stórar hesar útreiðslur kunnu gerast, men talan kann verða um stórar milliónaupphæddir. Hetta er ikki tikið við í roknidøminum.

---

At enda skal enn einaferð verða gjørt vart við, at endamálið við roknidømunum ikki hevur verið at funnið fram til neyv tøl, men at finna nakrar ábendingar um støði og prinsipp. Nógvir ymiskir smálutir eru ikki tiknir við, tí teir eru knýttir at nógvum hugsandi møguleikum fyri háttin at reka felagið uppá. Hesir kunnu hava stóra ávirkan á úrslitini. Tølini skulu tí sum nevnt takast við størsta fyrivarni.

_______________________

Fótnotur:

  1. Up-stream virksemi er leiting eftir og framleiðsla av kolvetnum, meðan down-stream virksemi er reinsing og søla av tilvirkaðum kolvetnisvørum
  2. Optiónir eru í hesum sambandi avtalur um, at myndugleikarnir kunnu luttaka beinleiðis í virkseminum. Ofta er avtalað, at hesin rættur kann gerast galdandi, tá kolvetni eru funnin, og tað loysir seg at framleiða tey handilsliga.
  3. DANOP er dótturfelag hjá almenna oljufelagnum DOPAS og privata felagnum Denerco. Hesi eiga 50% hvørt.
  4. At hinir parthavararnir "bera" eitt felag merkir, at hini feløgini gjalda útreiðslurnar hjá viðkomandi parthava til leiting og - sjáldnari - útbygging, møguliga soleiðis, at hesi útlegg heilt ella partvís verða afturgoldin við partinum í framleiðsluni hjá borna felagnum. Ein "bering" fatar kortini vanliga ikki um kostnað í sambandi við eginrakstrarútreiðslur hjá felagnum. Fyrireikingar til oljuleiting (1997) p. 208
  5. DONG (Dansk Olie og Naturgas) A/S er 100% ogn hjá danska statinum
  6. Fyrireikingar til oljuleiting - Oljuráðleggingarnevnd Landsstýrisins (1997) - síða 215
  7. ????
  8. ibid.- síða 226
  9. ibid.- síða 226
  10. ibid. -síða 226
  11. DOPAS (Dansk Olie- og Gasproduktion A/S) er 100% dótturfelag í DONG-konsernini (Dansk Olie og Naturgas A/S), ið er 100% almenn ogn
  12. Mars 1999
  13. Meðal 1998
  14. ????
  15. "Fyrireikingar til oljuleiting" - Oljuráðleggingarnevnd Landsstýrisins (1997), síða 281
  16. ibid. - síða 285
  17. ?????
  18. síða 8
  19. ibid. - síða 208