Sjálvstýrisverkætlan - langtíðarárin

 

 

Sjálvstýrisverkætlan landsstýrisins

Búskaparnevndin

 

  

Langtíðarárin av at ríkisveitingin fellur burtur

- Ískoyti til fylgibind 1 um Búskap til Hvítubók -  

Innihald

Inngangur *
Um búskaparligar forsagnir *
Samsvar um heildargongdina *
Vælferð og kappingarføri *
Skattatrýst *
Arbeiði og vælferð *
Statisk og dynamisk lýsing *
Samandráttur *
Fortreytirnar fyri myndlakanningini *
Úrslitatalva – lyklatøl *

Inngangur

Í hesum ískoyti skal greiðast frá langtíðarútgreiningini av, at ríkisveitingin hvørvur úr búskapinum. Talan er um eitt ískoyti til tað, sum stendur í parti 10 á síðunum 140-142 í Hvítubók, og í kapitli 6 á síðunum 121-132 í fylgibindi 1 um Búskap.

Orsøkin til, at úrslitini í hesum ískoyti ikki vórðu við í Hvítubók og fylgibindinum Búskapi, er tann, at útrokningarnar ikki kundu gerast lidnar til ásettu tíðina, tá Hvítbók skuldi koma út tann 1. september 1999. Hetta komst av, at ein stovnur á búskaparligu deildini á Háskóla Íslands hevur verið við í arbeiðinum, og at tað ikki bar teimum til at fylgja tíðarætlanini hjá Búskaparnevndini, tí teirra partur varð ikki avgreiddur fyrr en um miðan september 1999. Í aðrar mátar hevur hetta verið ein partur av arbeiðssetninginum hjá Búskaparnevndini í verkætlanini.

Nevndin vendi sær til fleiri ymsar granskingarstovnar, fyri at fáa hjálp til henda partin av arbeiðinum. Talan var um tríggjar ymsar danskar stovnar og so henda íslendska, sum varð tann einasti, ið helt seg til. Skotbráðið var ov stutt til, at hinir stovnarnir kundu luttaka í arbeiðinum, so nevndin er takksom fyri, at Axel Hall á IoES Institute of Economic Studies á Háskóla Íslands kundi hjálpa okkum at fáa henda partin kannaðan.

Taltilfarið, sum nýtt er, er tikið úr tjóðarroknskapartilfarinum hjá Landsbanka Føroya. Íslendski stovnurin hevur framt sjálva myndlaútrokningina og lagað taltilfarið til, meðan Búskaparnevndin hevur skrivað um úrslitini av myndlaútrokningini.

Í hesum ískoyti verður trivið nakað aftur í tað, sum stendur í Hvítubók um evnið. Tað er fyri at fáa heild í viðgerðina, soleiðis at alt málið um langtíðarárinini verður lýst so gott sum gjørligt á einum stað. Men haraftrat verður so greitt frá úrslitunum í langtíðarútgreiningini.

-------------

Ískoyti til fylgibind 1 um Búskap í Hvítubók latið landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum, Høgna Hoydal.

Tórshavn tann 12. november 1999

Búskaparnevndin

 

Um búskaparligar forsagnir
Vanligt er, at búskaparligar forsagnir skulu takast við einum ávísum fyrivarni, tí tað hongur altíð nakað av óvissu uppi í forsagnum. Men tess meira ókend og ógvuslig broytingin er, sum forsøgn verður gjørd um, tess meira er óvissan við forsøgnini. Tað er ein heilt ókend og ógvuslig leið, sum skotin er upp: at minka almennu inntøkurnar við 30% av at ríkisveitingin heilt hvørvur. Hetta skapar eina so stóra óvissu um allar búskaparligar og aðrar samfelagsligar forsagnir, at tey fyrivarni, sum takast mugu, verða rættuliga umfatandi. So óvissan er altavgerandi at hava í huga, og sigast kann, at slík stig mugu takast við tí váða, sum óvissan hevur við sær.

Óvissan er minst, tá vit lýsa nærmastu framtíð. Men óvissan økist munandi, tá vit líta longur fram í tíðina. Hetta kemst partvíst av, at vit betur kunnu gita um atburðin hjá brúkarum og framleiðarum um vit ikki fara ov langt fram í tíðina. Men partvíst kemur tað av, at tað er lættari at ávísa beinleiðis inntøkuávirkanina av at ríkisveitingin minkar, enn tað er at ávísa avleiddar ávirkanir. Eitt er at gera forsagnir um, hvussu ríkisveitingin ávirkar arbeiðsinntøkurnar, men enn verri er at gera forsagnir um, hvørja ávirkan broyttar arbeiðsinntøkur hava á t.d. sparingina, og í næsta umfari at gera forsagnir um, hvørja ávirkan broytta sparingin hevur á íløgurnar, og so aftur hvørja ávirkan íløgurnar fáa á búskaparliga vøksturin, og síðani umaftur hvørja ávirkan búskaparvøksturin fær á arbeiðsinntøkurnar o.s.fr.

Eru hesar ávirkanir smáar, so eru búskaparligir myndlar betur fyri, at svara fyrispurningunum. Men eru broytingarnar stórar, eru myndlarnir ikki so væl egnaðir.

Óvissan hevur fleiri góðar orsakir. Ein teirra er, at búskaparligar kanningar hava avmarkaðar møguleikar at endurspegla so umfatandi samfelagsbroytingar. Búskaparligir myndlar eru best egnaðir at kanna einstakar smærri broytingar, og ikki so umfatandi broytingar av einum samfelag, sum ætlanin er at fremja. Tað finnast eingir búskaparligir myndlar, sum eru eins og matematisker pinkuútgávur av einum serligum samfelag, har allar hugsandi broytingar kunnu lýsast í einum umfari.

Eitt annað er, at myndilin, sum brúktur er til hesa kanning, er best egnaður til at lýsa "ógagnligu" árinini av at ríkisveitingin minkar burtur, meðan hann ikki er væl egnaður til at vísa tey meira "gagnligu" árinini, sum standast av at ríkisveitingin hvørvur, (hetta verður meira umtalað seinni). Hetta hevur tað við sær, at øll úrslitini liggja út í annað borðið – at øll úrslit eru meira svartskygd, enn um øll neyðug fyrilit vóru tikin.

Tann útgreiningin, sum her er gjørd av teimum avleiðingum, ið koma sum frá líður av, at ríkisveitingin minkar burtur, gevur talmerkt úrslit. T.d. er eitt av úrslitunum, at samanlagda arbeiðsútboðið veksur við 3,9%. Men hvussu neyvt skal tað lesast? Merkir tað at arbeiðsútboðið fer at vaksa akkurát 3,9%? Ella merkir tað, at arbeiðsútboðið fer at vaksa umleið 4%, ella einastaðni millum 2% og 6%? Við teimum óvissum, sum longu eru umtalaðar, er heldur talan um, at 3,9% merkir eina ávísa øking í arbeiðsútboðnum – og ikki meira nágreiniligt enn tað. Tað vil siga, at tølini skulu fyrst og fremst takast sum ein ábending um, hvønn veg fyribrygdini fara – positiv tøl skulu fyrst og fremst fatast sum ein ábending um vøkstur, meðan negativ tøl eru ein ábending um minking. Tá talan er um støddina av positivu ella negativu ábendingunum, skulu tey takast við slíkum fyrivarni, sum nevnt er.

Hetta er helst eitt sindur av einum vónbroti fyri lesaran. Vit vildu sjálvandi helst fingið vissu fyri framtíðar gongdini um vit velja at reka samfelagið uttan ríkisveiting úr Danmark. Men óvissan um búskaparligu gongdina í framtíðini er ein óreingiligur partur av veruleikanum, so at vit ikki kunnu annað enn liva við óvissuni. Hinvegin kundi betri lýsing fingist av gongdini, um gransking í longri tíð fekk høvi at greina møguligu gongdina meira neyvt. Hetta hevði økt vissuna nakað, tí tá høvdu sínámillum ávirkanir millum ymsu fyribrigdini kunnað verðið lýst betur. Og hetta eigur at verða gjørt, uttan mun til hvør ið politiska gongdin verður. 

Samsvar um heildargongdina
Myndilin, sum brúktur er til at lýsa gongdina, er frægast førur fyri at lýsa beinleiðis missin av inntøkuni, men er ikki eins væl førur fyri at lýsa øll tey "gagnligu" árinini av at ríkisveitingin hvørvur. Til dømis lýsir myndilin væl hvønn skatt neyðugt er hjá borgarunum at gjalda, tá hol kemur í almennu kassarnar av tí, at ríkisveitingin hvørvur. Men myndilin er ikki førur fyri at lýsa hvørja ávirkan økingin í innlendsku íløgunum fáa á búskaparvøksturin og harvið á inntøkurnar hjá borgarunum.

Av tí, at tølini ikki taka øll hjáárin við, ber einans til at lýsa ta meira bjartskygdu gongdina uttan tøl - bert sum orðaðar modifiseringar av talmerktu gongdini.

Úrslitini av hesari kanningini kunnu sigast sum heild at líkjast tí, sum longu er komið fram í Hvítubók. Fyrst og fremst líkist úrslitið av kanningunum av inntøkumissinum hjá tí almenna, har búskapurin verður sendur í eina kreppu, sum hevur við sær fallandi inntøkur. Tað kann heldur ikki hugsast annað, tí 50 ár við ríkisveiting hava hildið talinum á arbeiðsplássum og samanløgdu inntøkunum uppi á einum hægri støði, enn annars hevði verið.

Somuleiðis líkjast niðurstøðurnar um, at samanlagda inntøkugrundarlagið í fyrsta umfari minkar. Tað skal ikki nógv til at hugsa sær, at hetta hevur við sær, at fólk flyta av landinum – tað gekk sjón fyri søgn undir kreppuni fyrst í 1990’unum. Soleiðis minkar samanlagda inntøkan í samfelagnum, men eftir, at fráflytingin hevur verið, er ilt at siga um meðal inntøkan fyri íbúgvan verður minni, størri ella tann sama sum frammanundan. Tí er ilt at siga nakað serligt um livistøðið, hóast samanlagda inntøkan minkar.

Harafturat líkjast niðurstøðurnar um, at eftir eitt fall í samanløgdu inntøkunum, fer bøtta kappingarførið at hava við sær øking í útflutninginum, sum aftur hevur við sær eina øking í inntøkunum.

Eisini líkist niðurstøðan um gongdina í íløgunum innanlands. Fara tær at vaksa ella at minka? Hetta er avgerandi fyri búskaparvøksturin í framtíðini. Trúligt er, at íløgurnar fara at minka í fyrsta umfari, meðan tær so fara at vaksa sum frá líður.

Í hesa grein er einki tikið við um tann týdning, sum ein rímulig avtala við donsku stjórnuna ella tann týdning, sum ein long skiftistíð kann fáa fyri gongdina. Tá talan er um statiskar javnvágslýsingar sum hesa, fáa slík viðurskifti onga ávirkan á endaliga úrslitið. Av tí, at talan er ikki um eina sonevnda dynamiska lýsing, fæst einki at vita um ymsar leiðir ella tilgongdir, men bara eina mynd av samfelagnum, sum tað eftir settu fortreytunum fer at síggja út.

Vælferð og kappingarføri
Í búskaparligum kanningum verða forsagnir um búskaparligar gongdir framdar á tvinnanda hátt. Er talan um fjarari framtíð, verður kanningin annaðleiðis framd, enn tá talan er um styttri skeið fram í tíð. Tí skilja vit millum stutttíðar- og langtíðargreiningar.

Hvussu verða forsagnirnar um nærmastu framtíð rættast? Tað verða tær, um tú brúkar kunnleikan um hendingarnar frammanundan, til at gera forsagnir um tað, sum fer at henda skamt fram í tíðina. Men tá talan er um at meta um hendingar fjart fram í tíðina, fært tú betri úrslit, um tú grundar kanningina á kunnleikan um búskaparlæru.

Myndlaroyndir kunnu gerast á ymiskan hátt, alt eftir tí, tú leggur dent á at lýsa. Í hesum føri er valt at lýsa, hvørja ávirkan tað fær, um øktur skattur skal fylla almennu kassarnar, ístaðin fyri ríkisveitingina, sum hvørvur antin heilt ella partvíst. Valt er tí at halda tað almenna á sama støði, sum í dag, og síðani at rokna, hvørja ávirkan tað fær á heildarbúskapin, tá ríkisveitingin hvørvur og skattirnir hækka tilsvarandi, (meira gjøllig frágreiðing kemur seinni).

Makrobúskaparligu úrslitini úr royndini við Víkinga-myndilinum eru víst í talvuni niðanfyri. Nú skal greiðast eitt sindur frá tí búskapargongdini, sum tølini siga frá, og nakrar orsakir til gongdina skulu greinast.

Í talvu 1 verða víst fýra ymisk úrslit, alt eftir, hvussu stórur partur av ríkisveitingini fellur burtur. Stabbin merktur RV-25 vísir soleiðis, hvussu gongdin er um 25% av ríkisveitingini fella burtur, og skatturin skal hækkast tilsvarandi fyri at fylla afturíaftur almennu kassarnar fyri minkingina av inntøkum frá ríkisveitingini. Víst verður í fýra førum, hvussu støðan í heildarbúskapinum ávirkast av, at antin 25%, 50%, 75% ella øll ríkisveitingin fellur burtur og skatturin hækkar tilsvarandi.

Í greinini verður ikki umrøtt øll tølini, men bara teir tveir møguleikarnar, at øll ríkisveitingin felur burtur – tað sum í talvunum stendur undir RV-100 - og so møguleikan, at hálv ríkisveitingin fellur burtur – sum í talvunum eitur RV-50. Orsøkin til hetta er, at eftir verkætlan samgongunnar, skal øll ríkisveitingin felle burtur sum frá líður, og tí er rímuligt at umrøða dømið har øll ríkisveitingin hvørvur. Dømið um, at hálv ríkisveitingin fellur burtur kann verða áhugavert av tveimum orsøkum. Onnur er tann, at myndlaroyndin sjálv er heldur spøk, tá talan er um tey meira gagnligu árinini, sum standast av, at ríkisveitingin fellur burtur. Hin er, at í árinum 1997, sum støðið er tikið í, vóru avlopini hjá tí almenna minni enn tey nú eru vorðin, eins og skuldarbyrðan hjá tí almenna eftir avtaluna við donsku stjórnina frá juni 1998, gevur størri rásarúm enn frammanundan.

Tað einasta henda greinin tekur støði í, er ein einstøk roynd í javnvágsmyndli, sum vísir, hvat hendir, tá einans broyting fer fram í búskapinum: at ríkisveitingin minkar og tað almenna má leggja tilsvarandi skattabyrðu á borgararnar. Almenni sektorurin verður verandi eins stórur og ongi produktivitetsfremjandi átøk verða gjørd í privata partinum ella almenna partinum av búskapinum. Hesi kunnu eisini verða heldur torfør og ivasom at gita um, og tí verður lesaranum heldur víst til at meta seg eftir einum minni álvarsligum føri enn, tá 100% av ríkisveitingini fella burtur.

Tá vit so umrøða møguleikan har, ið 50% av ríkisveitingini fella burtur, so skal hetta takast sum ábending um, hvussu árinini kundu hugsast at verið, um atgerðin gongst væl, og vit fáa góðan byrð, tí at tað almenna kann nýta tilfeingið meira rasjonelt og privati parturin av búskapinum fær gagn av einum vakstrarfremjandi umhvørvi.

Hetta kann tó ikki sigast at lýsa bjartaru útlitini til fulnar, men kann takst sum ein ábending um eina nakað lættari gongd.

 

Talva 1. Makrobúskaparlig úrslit
Við ymsum fortreytum

RV-25

RV-50

RV-75

RV-100

Innflutningur

-0,3%

-0,9%

-1,8%

-3,1%

Útflutningur

2,3%

4,7%

7,4%

10,3%

Húsarhaldsnýtsla

-5,8%

-11,7%

-17,7%

-23,9%

Íløgur

10,1%

19,3%

26,8%

31,1%

Almenn nýtsla

0,0%

0,0%

0,0%

0,0%

Gjaldsjavni

-19%

-38%

-55%

-70%

BTÚ

0,4%

0,9%

1,3%

1,6%

Sparing

-5,2%

-10,4%

-15,5%

-20,7%

 

Fyrst er vert at leggja merki til tvær høvuðsgongdir í tølunum. Onnur er minkandi vælferð, og hin er bøtt kappingarføri. Hetta er galdandi í øllum fýra førum, sum talvan vísir. Minkandi vælferðin sæst á, at húsarhaldsnýtslan og sparingin minka.

Hvørvur ríkisveitingin heilt, minkar húsarhaldsnýtslan við einum sløkum fjórðingi, sum hóast alla óvissu, er ein ógvuslig minking. Sparingin er í myndlinum altíð ogn hjá húsarhaldinum, og tá hon minkar við einum fimtingi, er tað húsarhaldið, sum missir fíggjarogn, og harav eisini árliga avkastið av henni. Gagnið, sum borgararnir hava av almennu nýtsluni minkar ikki, tí at valt er at halda almennu nýtsluna støðuga í myndlinum, so av hesum partinum er eingin missur í vælferð.

Í einum meira bjartskygdum føri har, ið vit kunnu spara hálva ríkisveitingina av almennum avlopum og tað almenna í aðrar mátar kann spara uttan at minka um gagnið av almennum tænastum, minkar húsarhaldsnýtslan eini 12% eins og sparingin minkar við góðum 10%.

Bøtta kappingarførið sæst á økta útflutninginum og minkaða innflutninginum, eins og á vaksandi íløgunum.

At útflutningurin veksur, kemst ikki av vøkstri í fiskiskapi ella úrdráttum úr fiskiskapi, tí í myndlinum er valt at halda virðini í fiskiskapi og fiskavirking støðug, (hetta skal greinast betur seinni). Sostatt er talan um vøkstur í útflutningi av øðrum vørum og tænastum hjá vinnum, sum fáa betri kappingarføri og harav eisini størri marknaðarpartar uttanlands.

Bøtta kappingarførið sæst eisini á vaksandi íløgunum. Orsøkin til vøksturin í íløgum er bøtta kappingarførið, tá innlendsku prísirnir verða minni enn útlendskir, og lønirnar minka í mun til útlendskar lønir. Harav veksur avkastið av at gera íløgur heima heldur enn uttanlands. So hóast sparingin samanlagt minkar munandi, vaksa íløgurnar meira enn sparingin minkar. Tað merkir so, at tann sparingin, sum eftir er, í størri mun fer til íløgur heima enn til íløgur uttanlands.

Útflutningurin veksur við 5% ella 10% alt eftir um hálv ríkisveitingin skal sparast ella hon øll skal sparast. Íløgurnar vaksa eini 20% um hálv ríkisveitingin skal sparast og 30% um øll ríkisveitingin skal sparast. 

Skattatrýst
Myndlaroyndin er, sum longu sagt, gjørd soleiðis, at so hvørt sum ríkisveitingin verður minkað, verða skattirnir hækkaðir. Skattahækkingin er gjørd soleiðis, at almennu inntøkurnar samanlagt ikki gerast minni, hóast ríkisveitingin fellur burtur.

Ein áhugaverd roynd kundi verið at minka støddina á tí almenna á tann hátt, at skatturin ikki hækkaði eins nógv og ríkisveitingin lækkaði. Hetta kundi verðið grundað á, at tað almenna í Føroyum er í størra lagi, sum er, og at so hvørt sum ríkisveitingin fellur burtur, verður neyðugt at minka um almenna sektorin. Ein almennur sektorur, sum fær umleið 1/3 av fíggingini uttaneftir, hevur helst lyndi til at vera meira ósmæðin at brúka pengar, eins og hann hevur lyndi til at vera minni áhugaður í at leggja skattingina neyvt til rættis. Ein almennur sektorur, sum hevur serligar inntøkur at dúva upp á – ríkiligar veitingar uttaneftir ella tilfeingisinntøkur - hevur lyndi til at vera meira gávumildur við borgarar og vinnulív, tá talan er um veitingar til borgararnar og studningar til vinnulívið, eins og hann helst er minni ansin við rakstarútreiðslum og íløguútreiðslum. Hann er soleiðis eisini meira óansin við, hvussu hann skuldarbindur seg bæði innanlands og uttanlands.

Alt hetta er nóg góð orsøk til at framt eina myndlaroynd, har ríkisveitingin minkaði, samstundis sum almenni sektorurin minkaði. Tað kundi verið framt á tann hátt, at hóast ríkisveitingin hvarv heilt, so áttu skattainntøkurnar at vaksið bara 75% í mun til minkaðu ríkisveitingina.

Orsøkin til, at hetta ikki er gjørt er, at tað er torført at seta neyvt upp, hvussu tað almenna skuldi minkað – um tað verður gjørt við at minka um lønarútreiðslur, vøru- og tænastukeyp, veitingar, vinnustudningar, ella aðrar útreiðslur.

Av tí, at skattirnir mugu vaksa eins nógv og ríkisveitingin minkar, hevur tað við sær, at skattirnir gerast hægri enn trúligt er í veruleikanum. Men, sum við restini av hesari myndlaroynd, eru vakstrarpotensialini av bygnaðarbroytingunum ikki roknað uppí, og vit fara út um tað, sum trúligt er.

 

Talva 2. Broyting í marginalskatti,

prosentpoint fyri ymsar fortreytir

RV-25

RV-50

RV-75

RV-100

Marginalskattur

5 – 6%

12 – 13%

17 – 20%

23 – 27%

 

Tølini vísa, hvussu nógv marginalskatturin skal vaksa fyri, at almennu inntøkurnar ikki skulu minka, so hvørt sum ríkisveitingin fellur burtur. Tá ríkisveitingin er heilt horvin skal marginalskatturin vera 23 – 27 prosentpoint hægri enn nú er. Er verandi hægsti marginalskattur í dag 56% skal hann sostatt verða meira enn 80%, tá øll ríkisveitingin fallin burtur. Skal bara hálv ríkisveitingin sparast, so veksur marginali skatturin eini 12-13 prosentpoint, og kemur upp ímóti teimum 70%.

Varð búskaparligi vøksturin íroknaður, øktist skattagrundarlagið, so at tørvur ikki var á at hava eins høgt skattatrýst og her víst, fyri, at tað almenna skal hava somu inntøkur sum frammanundan. 

Arbeiði og vælferð
Í myndlaroyndini eru tøl fyri samansetingina av húsarhaldum úr Íslandi, tí at slík eru ikki tøk í føroyskum uppgerðum. Hóast vit hava rættuliga góðar upplýsingar um inntøkur, skatt og aðrar upplýsingar um persónar í Føroyum, so hava vit ongar uppgerðir, sum vísa støðuna hjá húsarhaldum.

Fyri at vísa eina mynd av, hvussu ein minking í ríkisveitingini fer at ávirka ymsu sosialu bólkarnar, er útroknað, hvussu serstakar bólkingar av húsarhaldum verða rakt av broytingini í keypiorkuni. Húsarhaldini eru býtt soleiðis sum víst í talvu 3.

Talva 3. Brutto mánaðarinntøka upp á fólkið (I), dk.kr.

Bólkur

I £ 6.000

6000< I£ 12000

12000<I£ 20000

I > 20.000

Støk

H1_1

H1_2

H1_3

H1_4

Støk við barni

H2_1

H2_2

H2_3

H2_4

Pør uttan børn

H3_1

H3_2

H3_3

H3_4

Pør við børnum

H4_1

H4_2

H4_3

H4_4

 

Av tí, at skatturin veksur so nógv, sum omanfyri víst í talvu 2, verður tøka inntøkan hjá húsarhaldunum minni. Hetta er meginorsøkin til at húsarhaldsnýtslan í Talvu 1 minkaði við einum sløkum fjórðingi. Men hetta hevur aðra ávirkan eisini, tí tá tøka tímalønin minkar so nógv, er neyðugt hjá húsarhaldunum at arbeiða meira fyri, at vælferðin ikki skal minka ov mikið. Hóast prísirnir eisini minka, verður keypiorkan minni enn áður, so at tøka reallønin samanlagt verður minni.

Talva 4 niðanfyri vísir, at øll húsarhald noyðast at arbeiða meira, fyri at bøta um minkandi vælferðina. Talvan vísir, at samanlagda útboðið av arbeiðskraft veksur sløk 4% um øll ríkisveitingin skal sparast, meðan talan er um 2%, um hálv ríkisveitingin fellur burtur. Men býtið millum húsarhald er sera ójavnt, tí tað verða serliga húsarhaldini við minstu inntøkunum, sum noyðast at arbeiða meira, fyri at fáa endarnar at røkka sman.

Hóast fólk arbeiða meira fyri, at vælferðin ikki skal minka ov nógv, bøtir hetta ikki nóg mikið um inntøkuna. Úrslitið er, at nýtslan hjá borgarunum minkar, og at vælferðin minkar tilsvarandi.

 

Talva 4. Broyting í útboði hjá húsarhaldum av arbeiðskraft undir ymsum fortreytum

 

Bólkur

RV-25

RV-50

RV-75

RV-100

H1_1

3,1%

6,7%

10,9%

16,1%

H1_2

1,0%

2,2%

3,3%

4,6%

H1_3

1,0%

2,0%

2,9%

3,7%

H1_4

0,7%

1,4%

1,9%

2,3%

H2_1

2,7%

5,7%

9,3%

13,7%

H2_2

1,1%

2,2%

3,5%

4,9%

H2_3

0,9%

1,7%

2,5%

3,2%

H2_4

0,5%

0,9%

1,2%

1,4%

H3_1

1,6%

3,3%

5,3%

7,6%

H3_2

0,7%

1,4%

2,2%

2,9%

H3_3

0,6%

1,1%

1,5%

1,7%

H3_4

0,4%

0,8%

1,1%

1,5%

H4_1

3,0%

6,5%

10,8%

16,2%

H4_2

0,9%

1,8%

2,8%

3,9%

H4_3

0,7%

1,3%

1,9%

2,3%

H4_4

0,6%

1,1%

1,5%

1,9%

Samanlagt

0,9%

1,9%

2,9%

3,9%

Tað, sum her er nevnt "vælferð", er eitt samansett hugtak, og hevur eina so mikið greiða definisjón í myndlinum, at tøl kunnu setast á. At tøl verða sett á, merkir ikki, at tað er mett í krónum og oyrum. Hetta er heldur at meta sum eitt sjálvstøðugt mát av "gagni".

Tað er vanligt í búskaparlæru at tosa um tað gagn – ella ógagn – vit hava av ymsum fyribrygdum. Tá roknað verður um tað loysir seg at bora ein tunnil um Vestmannasund, verður ikki bara roknað um hetta loysir seg í krónum og oyrum, men eisini um fólk hava størri ella minni "gagn" av at ferðast við bili undir sundið ella við ferju um sundið.

Roknað er í hesum føri við, at fólk hava gagn av at brúka pengar til nýtslu, sum vituligt er. Men fólk hava eisini gagn av at spara – t.d. til eftirløn – tí tað gevur okkum størri nýtslumøguleikar seinni. Og at enda verður roknað við, at fólk hava gagn av frítíð, og tað merkir sjálvandi, at um neyðugt verður at arbeiða meira fyri at økja um nýtsluna, so má roknast við at "gagnið" av nýtsluni økist, men samstundis minkar "gagnið" av frítíð.

Talvan niðanfyri vísir hetta eindarleysa mátið av vælferð – ella "gagni". Víst verður í hvønn mun vælferðin broytist undir teimum ymsu fortreytunum.

 

Talva 5. Broyting í vælferð hjá húsarhaldum undir ymsum fortreytum

 

Bólkur

RV-25

RV-50

RV-75

RV-100

H1_1

-2,0%

-4,3%

-7,1%

-10,5%

H1_2

-3,6%

-7,6%

-11,9%

-16,6%

H1_3

-4,6%

-9,2%

-13,9%

-18,5%

H1_4

-4,1%

-8,2%

-12,2%

-16,1%

H2_1

-2,5%

-5,5%

-9,0%

-13,2%

H2_2

-4,4%

-9,2%

-14,4%

-20,3%

H2_3

-5,3%

-10,5%

-15,8%

-21,1%

H2_4

-4,6%

-9,0%

-13,4%

-17,7%

H3_1

-1,4%

-3,0%

-4,9%

-7,0%

H3_2

-3,8%

-7,9%

-12,4%

-17,2%

H3_3

-4,9%

-9,8%

-14,6%

-19,3%

H3_4

-2,8%

-5,5%

-8,1%

-10,7%

H4_1

-2,2%

-4,7%

-7,8%

-11,7%

H4_2

-4,4%

-9,1%

-14,4%

-20,1%

H4_3

-5,4%

-10,7%

-16,0%

-21,3%

H4_4

-3,7%

-7,4%

-10,9%

-14,3%

Samanløgd mist vælferð


-3,9%


-7,9%


-12,1%


-16,6%

Skal øll ríkisveitingin sparast verður samanlagdi missurin í vælferð her roknaður at vera sløk 17%, sum tó er minni enn minkingin í húsarhaldsnýtsluni í talvu 1, sum var sløk 24%. Hetta kemst av, at vælferð her er roknað sum meðal gagnið av bæði egnari nýtslu, okkara parti av almennu nýtsluni, sparing og frítíð. Hóast minking er í gagninum av øllum stakpørtunum (uttan almennu nýtsluni, sum er vald at vera støðug ), so er meðal minkingin í gagni minni enn minkingin í privatu nýtsluni, tí at hinir stakpartarnir ikki minka eins nógv. Skal hálv ríkisveitingin sparast, verður vælferðin góð 8% minni.

Hetta mátið av vælferð er eitt vanligt hugtak í búskaparligari læru, og verður sum sagt brúkt í nógv umtalaðu "cost/benefit" útgreiningum og í útgreiningum av langtíðarárinum av búskaparbroytingum.

Vælferðamátið, sum víst er í talvu 5 omanfyri, má sigast at vera meginúrslitið av kanningum sum hesari.

Men minnast má á, at her er framvegis ikki roknaður uppí nakar vøkstur í sjálvum búskapinum, sum stendst av batnandi kappingarføri. Betri kappingarføri førir til meira íløgur og størri útflutning, sum geva vøkstur í BTÚ, og sum so aftur økir um inntøkurnar hjá húsarhaldum og vinnulívi. Hetta hevur einvegis gagnlig árin á omanfyri nevnda mát av vælferð. Samanlagdi missurin í vælferð hevði tí verið minni enn tað, sum víst er í talvuni omanfyri.

Haraftrat skal áherðsla leggjast á, at býtið av vælferðabroytingini er treytað av, at skattaskipanir, veitingaskipanir og annar sosialpolitikkur verður verandi sum hann var í grundárinum 1997. Broytingar í skattaskipan, veitingarskipan og sosialpolitikki annars høvdu givið býtið av vælferðarbroytingini ørvísi enn tað, sum her er roknað.

Statisk og dynamisk lýsing
Búskaparmyndilin, sum brúktur er í hesum sambandi er ein statiskur myndil, og ikki ein dynamiskur myndil. At myndilin er statiskur merkir, at hann gevur eina støðumynd av búskapinum og ikki menningina í fleiri ár. Hetta kann partvíst líknast við munin millum eina statiska fotomynd og ein dynamiskan film.

Hesin statiski myndilin er ikki førur fyri at vísa gongdina frá einari búskaparstøðu til eina aðra, ella at vísa hvørja ávirkan ymisk fyribrygdi hava, sum tíðin líður. Tí "tíðin líður" ikki í slíkum myndlum, sum hesum – hon "støkkur" heldur frá einari løtu til aðra. Vit fáa at vita, hvussu støðan trúliga verður um eini 20 ár í mun til í dag, og ikki hvussu gongdin verður komandi 20 árini.

Og tað er eisini nakað nógv sagt, at vit "fáa at vita, hvussu støðan verður eisini um 20 ár". Tí vit fáa bara at vita, hvussu ymisk lutfall millum búskaparligu støddirnar verða um 20 ár, og ikki trúligar forsagnir um, hvussu búskapurin allur sær út um 20 ár. Hetta skal forklárast við einum dømi.

Í talvuni verður víst, at íløgurnar verða góð 30% størri enn í dag um øll ríkisveitingin skal sparast, men tó hava øktu íløgurnar ikki fingið stundir til at ávirka vøksturin í BTÚ. Hetta er ikki trúligur veruleiki, tí um íløgurnar vaksa frá umleið 20% av BTÚ árliga til 26%, so fær tað ávirkan á búskaparvøksturin, og hann ávirkar so aftur støddina av BTÚ. Hesin vøkstur í BTÚ er ikki íroknaður, tí talan er um eitt lop í tíð, sum hendi alt hetta upp á eitt ár. Talan er tí ikki um, at vit hyggja 20 ár út í framtíðina, fyri at lúra eftir, hvussu støðan verður tá, men heldur at vit so at siga "pakka" alla hendingina niður til eitt einstakt ár. Hetta gevur okkum so eina hóming av, hvørjar avleiðingarnar verða av, at ríkisstuðulin fellur burtur heilt ella minkar.

Ein slík roynd er í sjálvum sær ikki serliga upplýsandi fyri almenningin. Men í búskaparfrøði verður hetta tó hildið at vera virðismikil vitan, hóast hon er ófullfíggjað. Talan verður so heldur um at tolka úrslitini við varsemi. Soleiðis eru nú einaferð fortreytirnar, vit arbeiða undir. Vit hava ikki møguleika at spáa trúliga um sjálva framtíðina, men bara at útgreina stakpartar av gongdini við størri ella minni óvissu. Hetta er galdandi hvørt vit hyggja skamt ella fjart út í framtíðina. Tá tað í Hvítubók verða gjørdar forsagnir um búskapargongdina, sum standast av, at tað almenna sparir 100 miljónir í lønum til almenn starvsfólk, so er tað ikki ein trúlig gongd, tí tað almenna kann ikki bara spara 100 miljónir í lønum, uttan eisini at spara eina vissa upphædd í vøru- og tænastukeypi, og samstundis fáa øktar útreiðslur av veitingum til arbeiðsleys. Men sjálv myndlaroyndin gevur virðismikla vitan kortini. Hetta kann lýsast við myndini niðanfyri:

Vælferð (strikumyndin vantar her)

G

F

A

E

D


B B*


2000 Ár

Hugsa vit okkum, at vit upp eftir ásinum hava eitt ella annað mát fyri "vælferð" (tað kundi verið tøka bruttotjóðarinntøkan, tBTI, ella annað mát), og fram eftir liggjandi ásinum hava vit áramál. Grova strikan vísir gongdina í vælferðini (her er kreppan í 90’unum ikki tikin við), sum hevur verið vaksandi í meðal í nøkur ár. Lat okkum hugsa, at vit í 2000 eru stødd á punktinum A, og vit so fara undir at minka um ríkisveitingina, til hon er heilt burtur. Í myndlaroyndini, sum her verður umtalað, verður hetta víst sum fallið frá punktinum A til punktið B – og annað vísir myndlaroyndin ikki. Munurin á punktunum A og B er burturfallið av ríkisveitingini, sum varð hon skorin burtur eftir einum ári ella einum degi. Hetta punktið B liggur tó í sama ári sum punktið A, og tí ber eisini til at siga at lopið frá punktinum A til B er tað sama sum lopið frá A til B*, sum ligur 20 ár frammi í tíðini.

Um vit velja at halda fram við at fáa somu ríkisveiting úr Danmark, fara vit at enda í punktinum F, tí tá heldur sami vøkstur í vælferð fram, sum var frammanundan. Myndlaroyndin, sum her verður umtalað, sigur at vælferðin minkar úr punktinum A til punktið B (ella B*) tá ríkisveitiningin hvørvur – um vit ikki taka gagnligu ávirkanirnar upp í roknisktykkið, tvs. um vit ikki rokna uppí tann búskaparvøkstur, sum stendst av økta útflutninginum og øktu íløgunum. Og tá er eisini valt at lata fiskivinnuna sum heild at vera uttan vøkstur, sum bara partvíst er rætt (hetta skal komast inn á aftur seinni), og at lata tað almenna vera eins stórt og í dag.

Vøksturin í íløgum, batnandi kappingarførið og vaksandi útflutningurin, og kanska eisini vøkstur í fiskiskapi ella fiskavirking og minkandi almennur sektorur, føra okkum fram til ein búskaparvøkstur, sum kann vera annaðleiðis - lægri, eins høgur ella hægri - enn tann vit hava í dag. Alt eftir, hvussu tann búskaparvøksturin verður, enda vit í punktunum D, E ella G. Verður búskaparvøksturin tann sami, sum hann hevði verið við ríkisveiting, so fara vit framyvir at liggja eins langt niðanfyri tað vælferðastigið, vit høvdu havt við ríkisveiting (punktið E). Verður búskaparvøksturin lægri, versnar munurin í vælferð (punktið D), og verður hann hægri uttan ríkisveiting enn hann hevði verið við ríkisveiting, verður vælferðin at enda betri uttan ríkisveiting í G.

Talan er um eina strikumynd við beinum strikum. Hetta er ikki av berum fákunnleika, men tí, at tað er vónleyst at gita nærri um, hvat ið fer at henda í árunum framyvir. Vit hava til dømis ikki tekna fallandi vælferðina í 90'unum inn í myndina. Og tað vil eisini siga, at um onkur heldur, at búskapurin fer at verða meira svingandi ár um ár, tá vit ikki hava ríkisveitingina at líta á, so saknar viðkomandi helst tær "buglurnar" í gongdini frá B og frameftir í myndini. Sama er um onkur væntar, at gongdin við ríkisveitingum fer at føra til fleiri kreppur av sama slag sum í 1980'unum, sum hevði givið "buglur" í strikurna frá A til F.

Tað er munur á, at dynamisk útgreining hevði givið eina nógv betri lýsing av málinum, enn hendan statiska útgreiningin er før fyri at geva. Meginparturin av teimum gagnligu árinunum á búskapin, sum koma um ríkisstuðulin hvørvur ella minkar, koma sum frá líður og ikki í einum. At kappingarførið batnar, og harav, at útflutningurin veksur og at íløgurnar í føroyskum vinnulívi vaksa, kann ikki lýsast uttan dynamiska útgreining.

Samandráttur
Tað, sum her er umtalað, eru langtíðarárin av, at ríkisveitingin minkar ella fellur burtur heilt. Útgreiningin er grundað á eina myndlaroynd av CGE-slagnum (Computable General Equilibrium). Talan er um eina statiska útgreining – ikki eina dynamiska – og hugt verður eftir tveimum búskaparligum javnvágum. Onnur er støðan í dag, og hin er búskaparliga javnvágin, tá ríkisveitingin er minkað ella fallin burtur.

Meginúrslitini kunnu samanfatast soleiðis:

Talva 6. Búskaparlig úrslit
- Við ymsum fortreytum

RV-25

RV-50

RV-75

RV-100

Innflutningur

-0,3%

-0,9%

-1,8%

-3,1%

Útflutningur

2,3%

4,7%

7,4%

10,3%

Húsarhaldsnýtsla

-5,8%

-11,7%

-17,7%

-23,9%

Íløgur

10,1%

19,3%

26,8%

31,1%

Almenn nýtsla

0,0%

0,0%

0,0%

0,0%

BTÚ

0,4%

0,9%

1,3%

1,6%

Sparing

-5,2%

-10,4%

-15,5%

-20,7%

Marginalskattur

5 – 6%

12 – 13%

17 – 20%

23 – 27%

Arbeiðsútboð

0,9%

1,9%

2,9%

3,9%

Samanløgd mist vælferð


-3,9%


-7,9%


-12,1%


-16,6%

Valt er at lata almennu nýtsluna verða støðuga, og fyri, at tað skal lata seg gera, noyðist tað almenna at hækka marginalskattin (aðrir møguleikar sum t.d. at skatta nýtslu og tilfeingi verða ikki umtalaðir). Hækkandi skattatrýstið fær tøku inntøkuna hjá húsarhaldunum at falla, soleiðis at fólk noyðast at arbeiða meira fyri at nýtslan ikki skal minka ov nógv.

Húsarhaldsnýtslan minkar tó munandi, og hetta er mest avgerandi orsøkin til at mátið fyri vælferð hjá húsarhaldunum eisini minkar.

Kappingarførið batnar av tí, at kostnaðarstøðið sum heild lækkar, og hetta førir í fyrsta umfari til størri útflutning og meira íløgur.

Samanlagda sparingin minkar, men av tí, at kappingarførið batnar, so verður størri partur av sparingini brúkt til íløgur í føroyska búskapin, heldur enn til íløgur uttanlands, sum verandi gjaldsjavnaavlop er tekin um.

Lítli vøksturin í BTÚ kann kanska takast sum tekin um, at framleiðslan økist, og harav økist eisini inntøkan av framleiðsluni. Men vøksturin í BTÚ er so mikið lítil, at við óvissuni í huga er rættast at meta vøksturin sum null.

Rættast er somuleiðis at rokna við óvissu um øll hini tølini.

Øll tølini eiga at lesast við fyrivarni – ikki bara vegna óvissu, men eisini tí, at fortreytirnar fyri myndlakanningini hava serligar avleiðingar. Í fyrsta umfari skal nevnast, at valt er ikki at lata almenna sektorin minka. Hetta leggur sera stórt skattatrýst á borgararnar, og minkar munandi um vælferðina. Somuleiðis skal fyrivarni takast av tí, at talan er um óvissur í talsavninum undir myndlinum og tí, at býtislyklar og annað er tikið úr íslendsum myndli.

Í øðrum umfari er valt ikki at lata fiskivinnuna vaksa. Hetta er ein rættuliga ógvuslig fortreyt, tí fiskasløg, sum í dag ikki eru rentabul at fiska, kunnu hugsast at bera seg fíggjarliga, tá kostnaðarstøðið verður lægri. Somuleiðis kann hugsast, at tað eru størri avkast at heinta í fiskavirking, tá kostnaðarstøðið verður lægri. Hesi gagnligu árin eru ikki íroknað.

Viðmerkjast skal eisini, at talan er um eina statiska myndlakanning. Í myndlinum fær vøksturin í íløgum og útflutningi ikki ávirkan á vøksturin í búskapinum. Var vøkstur í búskapinum, vórðu inntøkurnar betri, skattatrýstið minni, eins og nýtslan og vælferðamátið minkaðu ikki so ógvusligt. 

Fylgiskjøl

Fortreytirnar fyri myndlakanningini

Tá talan í hesum føri er um at lýsa búskaparlig langtíðarárin í búskaparmyndli, verður bygt á búskaparteori um javnvágir, og kanningin gjørd við sonevndum CGE-myndli (Computable General Equilibrium). At talan er um ein javnvágsmyndil merkir, at avgerandi fyri búskaparstøðuna í framtíðini, sum myndilin roknar seg fram til, er hvussu relativir prísir ávirka útboð og eftirspurning. Hetta er t.d. avgerandi fyri, hvussu húsarhaldini velja at velja millum nýtslu og sparing og hvussu tey velja ímillum at keypa heimaframleiddar vørur og innfluttar vørur, eins og tað er avgerandi fyri um húsarhaldini velja at bjóða arbeiðskraft sína fram ella at hava meira frítíð.

Sett verður upp ein samanhangandi roknskapur fyri búskapin, sum vísir vinnubygnaðin, inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna, inntøkur og útreiðslur hjá húsarhaldunum og haraftrat viðskifti okkara við útheimin. Í hesum føri er mesta taltilfarið úr búskaparmyndlinum hjá Landsbanka Føroya fyri árið 1997, sum tó er lagað til, fyri at vera egnað til nýtslu í myndlinum. Støddirnar úr búskapinum eru soleiðis allar úr fyribils tjóðarroknskapum hjá Landsbankanum, men í summum førum vóru eingir upplýsingar at finna í Føroyum, og tá eru brúkt mát úr íslendskum hagtalstilfari. Talan er um tveir partar av talsavninum: samansetingina av húsarhaldsnýtsluni og inntøkum og so sonevnda input-/output talvan.

Av tí, at vit ikki vita, hvussu samansetingin av nýtsluni hjá føroysku húskjunum sær út, er samanlagda nýtslan í føroyum býtt eftir íslendskari fyrimynd. Hetta ávirkar hvussu samansetingin av vørum og tænastum í húsarhaldsnýtsluni sær út, og hvussu býtið av nýtsluni millum ymsar bólkar av húsarhaldum sær út. Hetta sama er gjørt við inntøkubýtið.

Heldur ikki hava vit upplýsingar um í hvønn mun ymsar vinnur selja sínámillum. T.d. í hvønn mun elektrikarar lata skipasmiðjum tilfar og tænastur, ella í hvønn mun fiskavirkir keypa frá jarnsmiðjum. Til at býta framleiðsluna hjá ymsu vinnunum á aðra vinnuliga nýtslu, eru brúktir íslendskir upplýsingar, meðan støddin á framleiðsluni eru føroyskir upplýsingar.

Tøl úr hesum savni eru samanfatað í talvu aftast í hesari grein. Nevnast kann at sambært hesum talsavni var BTÚ 5,5 miljard, gjaldsjavnaavlopið 1,1 miljard og ríkisveitingin slaka 1,2 miljard. Avlopið hjá tí almenna var umleið 400 miljónir.

Privatu vinnurnar eru í 12 bólkum. Fyritøkurnar brúka kapital og arbeiðsmegi í framleiðsluni, og framleiða til heimamarknað og útflutnings. Framleiðslan til heimamarknaðin er antin til beinleiðis nýtslu í húsarhaldi, hjá tí almenna ella til aðra vinnuliga nýtslu.

Tað almenna (land, kommunur og parturin av danska statinum í Føroyum) famleiðir eitt sonevnt public good – almenna tænastu, sum allir borgarar hava gagn av. Tað almenna er gjølla lýst við inntøkum og útreiðslum.

Húsarhaldini eru í 16 bólkum, alt eftir inntøku, hjúnarstøðu og barnatali. Inntøka, skattur og útreiðslur eru gjølla lýstar, men av tí, at føroysk tøl ikki eru tøk í hesum sambandi, er samansetingin av útreiðslum og skiftið millum húsarhald gjørd eftir íslendskum leisti, tó so, at samanlagda nýtslan er tann føroyska. Húsarhaldini hava inntøkur av arbeiði, veitingum frá tí almenna og avkasti av vinnuligari ogn. Húsarhald hava gagn av nýtslu í dag og sparing til nýtslu í framtíðini. Nýtslan hjá húsarhaldunum verður nøktað av innlendskari og innfluttari framleiðslu.

Fólkaflyting er eingin í hesum kanningum. Hetta merkir, at hóast lønirnar í øðrum londum verða hægri enn okkara, hóast skatturin fer munandi upp og hóast vælferðin hjá húsarhaldinum verður minni, so flyta fólk ikki av landinum.

Umframt at geva úrslit um bruttotjóðarúrtøku, íløgur, nýtslu, innflutning, útflutning og aðrar samfelagsbúskaparlig mát, so gevur myndilin eisini úrslit um vælferðabroytingina hjá húsarhaldunum av, at ríkisveitingin fellur burtur. Vælferð er í hesum myndli eitt væl avmarkað mát av tí gagnið, sum borgararnir samanlagt hava av nýtslu av vørum og tænastum frá vinnunum og frá tí almenna, sparing (sum er nýtsla í framtíðini) og frítíð. Talva í greinini vísir, hvussu hetta vælferðamátið broytist, alt eftir hvat slag av húski talan er um.

Høvuðsgongdin í myndlaroyndini er fyrst og fremst treytað av, hvussu myndilin er samansettur. Sjálvsagt er myndilin settur soleiðis saman, at hann sum frægast skal lýsa væntaðu gongdina í veruleikanum, men av tí at hetta er ein rættuliga einfaldur myndil, skal úrslitið ikki fatast sum spádómur um veruligu gongdina, men sum eitt amboð hjá búskaparfrøðingum til at grunda metingar sínar á. Kemur myndlaroyndin t.d. fram til, at útflutningurin fer at vaksa við 10%, um øll ríkisveitingin fellur burtur, so eigur tað ikki at verða mett sum óreingiligur spádómur, men eigur at verða kritiskt mett. Komið verður inn á hetta í greinini.

Nakað skal eisini sigast um serligu fortreytirnar í hesari kanningini. Flestu vinnurnar laga seg til viðurskiftini, tá ríkisveitingin verður tikin burtur. Hetta hevur við sær, at vinnur, sum framleiða til innlendskan eftirspurning minka, meðan tær, sum framleiða til útflutnings vaksa. Men hildið hevur verið rættast at halda fiskiskap – hóast hann er framleiðsla til útflutnings – støðugan, so at eingin vøkstur er í fiskiskapi. Fiskavirking verður tó loyvt at vaksa, tí batnandi kappingarføri hjá føroyskum fiskavirkjum kann fáa meira til virkingar herheima ella økja um framleiðslustigið.

Úrslitatalva – lyklatøl
Talvan vísir útgangsstøðið av ymsu samfelagsbúskaparligu støddunum í myndlaroyndini, sum í høvuðsheitum byggja á tjóðarroknskaparhagtølini í 1997, sum Landsbanki Føroya hevur gjørt upp. Haraftrat vísir talvan, hvussu hesar støddir verða í myndlaroyndini, tá ríkisveitingin minkar til 75%, 50% og 25% í mun til útgangsstøðið, og at enda, tá ríkisveitingin heilt er burtur. Fyri hvørja støðuna eru vístar støddir í miljónum krónum og prosentbroytingum í mun til útgangsstøðið.

Útgangs-støðið- 75% ríkisveiting 50% ríkisveiting 25% ríkisveiting Ongin ríkisveiting
1997 Mill.kr.

%-broyting

Mill.kr.

%-broyting

Mill.kr.

%-broyting

Mill.kr.

%-broyting

Innflutningur

3.065.733

3.055.308

-0,3

3.038.606

-0,9

3.011.752

-1,8

2.969.765

-3,1

Útflutningur

2.995.225

3.063.402

2,3

3.136.331

4,7

3.215.559

7,4

3.303.198

10,3

Húsarhaldsnýtsla

2.706.155

2.548.665

-5,8

2.389.095

-11,7

2.226.735

-17,7

2.060.497

-23,9

Íløgur

1.020.546

1.123.927

10,1

1.217.198

19,3

1.294.499

26,8

1.347.994

32,1

Almenn nýtsla

1.837.183

1.837.184

0,0

1.837.185

0,0

1.837.186

0,0

1.837.187

0,0

Bruttotjóðarúrtøka

5.493.377

5.517.880

0,4

5.541.212

0,9

5.562.235

1,3

5.579.117

1,6

Sparing

2.119.643

2.009.223

-5,2

1.899.725

-10,4

1.790.707

-15,5

1.681.427

-20,7

Ríkisveiting

1.169.604

877.203

-25,0

584.802

-50,0

292.401

-75,0

0

-100,0

Gjaldsjavni

1.099.097

885.297

-19,5

682.527

-37,9

496.208

-54,9

333.433

-69,7