Lønjavningargrunnur - yrkisráð

 

 

LØGTINGIÐ - Landsstýrismálanevndin

______________________________________________________________

 

25.02 2000
j. nr. 7.13-9900045ks/td
(at tilskila í svari)

Til allar løgtingsmenn

 

Viðvíkjandi yrkisráðnum hjá Lønjavningargrunninum

Spurningar um ymisk viðurskifti í sambandi við yrkisráðið hjá Lønjavningargrunninum hava verið umrøddir á fundum í landsstýrismálanevndini.

Nevndin hevur mett, at málið leggur upp til, at støða verður tikin til tveir spurningar:

  1. Spurningur: Hevur løgmaður tilætlað ella av grovum ósketni givið Løgtinginum skeivar ella villeiðandi upplýsingar, ella tagt um upplýsingar í sambandi við viðgerðina av fyrispurningi frá Henrik Old (løgtingsmál nr. 100-4/1998) ella í sambandi við viðgerðina av uppskotinum til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn (løgtingsmál nr. 47/1998), tá hann úttalar seg um samsvarið millum ásetingarnar um eitt yrkisráð í lógini um lønjavningargrunn og stýrisskipanarlógina.
  2. Spurningur: Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skúgvað skyldur sínar sambært lógini um Lønjavningargrunn til viks, við ikki at hava ásett nærri reglur fyri virkseminum hjá ráðnum, sambært lógini um lønjavningargrunn.

 

Viðvíkjandi spurningi 1: Ført kann verða fram, at spurningurin um, hvørt yrkisráðið í lógini um lønjavningargrunn er í samsvari við stýrisskipanarlógina, er ein tulkingarspurningur. Tað er eisini ivasamt, um løgmaður úttalar seg løgfrøðiliga, tá hann sigur, at yrkisráðið er í stríð við stýrisskipanarlógina, heldur letur tað til, at hann úttalar seg um tað, sum hann sjálvur heldur vera tankarnar aftan fyri (andin og moralurin í) stýrisskipanarlógina. Rímilig grund er tí ikki á fyriliggjandi grundarlagi at halda, at brot er framt á lóggávuna í hesum sambandi. Vísandi til § 5, stk. 1, nr. 1, í starvsskipanini fyri landsstýrismálanevndina hevur nevndin tí gjørt av ikki at taka hendan spurning til viðgerðar.

Viðvíkjandi spurningi 2: Ll. nr. 73, frá 23. mai 1997, um lønjavningargrunn, ásetti í § 4, stk. 2, at "Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ásetir í kunngerð nærri reglur fyri virksemið hjá ráðnum." Hesar reglur vórðu ongantíð ásettar. Við løgtingslóg nr. 83, frá 11. desember 1998, varð § 4 í Ll. um lønjavningargrunn strikað. Nevndin heldur ikki, at tað er sannlíkt, at tað í einum máli sum hesum vil verða reist ákæra, sambært Ll. um ábyrgd landsstýrismanna, fyri brot á eina áseting, sum Løgtingið hevur tikið av. Nevndin sær tí onga grund til at taka støðu til hendan spurning.

Við hesum grundgevingum hevur landsstýrismálanevndin gjørt av ikki at gera meira við málið um yrkisráðið hjá Lønjavningargrunninum. Hesa niðurstøðu hevur Føroya Fiskimannafelag fingið fráboðan um í skrivið, dagfest 8.12.1999.

Við viðlagda skrivið, dagfest 7. februar 2000, hevur Føroya Fiskimannafelag heitt á landsstýrismálanevndina um at taka málið viðvíkjandi yrkisráðnum hjá Lønjavningargrunninum uppaftur. Við skrivinum frá Føroya Fiskimannafelag hevur nevndin fingið viðløgdu frágreiðing frá dr. jur. Peter Blume, professara, um, hvussu donsk siðvenja er viðvíkjandi teimum grundgevingum, sum nevndin hevur nýtt fyri at avvísa málið.

Landsstýrismálanevndin hevur biðið løgfrøðing í umsiting Løgtingsins, Sjúrð Rasmussen, gera viðmerkingar til skrivið frá Føroya Fiskimannafelag, og hevur nevndin í hesum sambandi fingið viðlagda notat, dagfest 21. februar 2000, um ábyrgd løgmans at geva Løgtinginum rættar upplýsingar.

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundið 25. februar2000, og er nevndin komin til ta niðurstøðu, at einki nýtt er komið fram, sum gevur nevndini grundarlag fyri at broyta støðu í málinum.

Nevndin hevur tó gjørt av við hesum at kunna allar tingmenn um málið.

Samstundis skal tað verða upplýst, at sambært stýrisskipanarlógini § 38, stk. 2, kunnu tveir fimtingar av løgtingsmonnunum skrivliga seta fram krav um, at løgtingsformaðurin setir ein kanningarstjóra, og sambært løgtingslógini um ábyrgd landsstýrismanna kann Løgtingið eisini gera av at reisa ákæru viðvíkjandi broti á hesa løgtingslóg. 

N. v. 

Edmund Joensen
formaður


Sí eisini viðm. fiskimannafelagsins til hetta skriv