Lønjavningargrunnur - yrkisráð

 

 

Um ábyrgd løgmans at geva løgtinginum rættar upplýsingar

Undir 1. viðgerð hin 19. novembar 1998 av løgtinsmáli nr. 47/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn, og løgtingsmáli nr. 48/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans segði løgmaður:

Viðvíkjandi tí at strika Yrkisráðið, so er tað aftur her ein spurningur um, um tað er samsvar millum lógina og tær ásetingar, sum nú eru gjørdar í stýrisskipanini, tí tú kanst ikki hava eitt ráð, sum hevur ein kompitansa, tá ið hesin stovnur, stova ella grunnur liggur undir ræðinum hjá landsstýrismanninum. Hevur man eitt ráð, sum umsitingarliga er evsti myndugleiki, so hevur tú framvegis ein grunn, og so er tað ikki landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgd av grunninum, men tað er júst tað, man hevur broytt í lóggávuni, tí er ikki samsvar ímillum tað, sum nú stendur eftir í lógini um hetta Yrkisráðið og stýrisskipanarlógina, og tí haldi eg eisini, tað er skylda hjá landsstýrinum at koma niðan í tingið at boðað frá hesum og mæla tinginum til, at tað verður samsvar ímillum stýrisskipanarlógina og tann umsitingarliga myndugleika, sum er ansvarligur mótvegis løgtinginum á hesum øki. Tað er noyðagtiga tað sama, sum er galdandi, tá tað kemur til forskotsgrunnin, her er also ikki eftir landsstýrisins meting samsvar ímillum navnið ella heitið á grunninum og innihaldið í sjálvum grunninum. Forskotsgrunnurin er heilt øðrvísi. Eg skal ikki fara inn í tað diskussiónina, tí tann einasta broyting, ið er her, tað er tað, at tað er í lógini í forskotsgrunninum, at Lønjavningargrunnurin verður broyttur til Lønjavningarstovan, men forskotsgrunnurin liggur uttanfyri ábyrgd landsstýrismansins, og tí kann tú gott brúka forskotsgrunnin í tí samanhanginum, tí har er tað ikki landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgd av tí grunninum. Takk fyri harra formaður.

Í hesum sambandi verður spurt, um løgmaður hevur gjørt brot á lóggávuna, tá ið hann úttalaði seg, sum hann gjørdi á tingi hendan dag.

Tá ið man fæst við metingar í hesum sambandi, má man beinanvegin gera sær púra greitt, at løgfrøðin í hesum sambandi snýr seg um gerðir, sum føra við sær onkrar ávísar frammanundan í lóggávuni ásettar avleiðingar. Er ikki møguleiki fyri avleiðingum, eru vit ikki í løgfrøðini, men í politikkinum, har løgfrøðingarnir skulu halda seg burtur í teirra eginleika sum løgfrøðingar.

Tá ið løgmaður virkar í starvi sínum, skilja vit vanliga sundur ímillum, at hann kann ábyrgdast politiskt og rættarliga. Politisk ábyrgd merkir, at løgtingið við 17 ella fleiri atkvøðum fyri samtykkir, at tað ikki longur hevur álit á honum. Hetta hevur ta avleiðing, at hann má leggja frá sær. Rættarlig ábyrgd merkir, at hann persónliga verður dømdur í revsing ella endurgjaldsábyrgd. Í lóggávuni er týðiliga ásett, nær persónur, sum situr (ella í slíkum førum heldur: sat) í løgmanssætinum, kann verða dømdur revsing, og hvussu formliga verður farið fram revisrættargonguliga. Hetta er ásett í løgtingslóg nr. 90 frá 4. juni 1996 um ábyrgd landsstýrisins, sum broytt við løgtingslóg nr. 131 frá 03. desember1996. Har verður sagt í § 5:

"§ 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum."

Revsingarheimildin sbr. § 6 í somu lóg er ásett til bót, hefti ella fongsul upp til 2 ár.

Revsingarmál sbr. lógini verða ikki viðgjørd sum vanlig revsimál, har meldað verður til fútan, og fútin reisir ákæru. Sbr. lógini § 9 ger løgtingið av, um ákæra skal reisast, og hvør persónur skal virka sum ákæri vegna hitt almenna í málinum. Sbr. ábyrgdarlógini § 11 fer málið í rættinum fram sum nevningamál, tvs. at 12 nevningar undir umsjón sorinskrivarans undir nærri ásettum reglum gera av, um (fyrrverandi) løgmaður er sekur, og hvørja revsing hann skal hava. Spurningurin um rættarmál við kravi, um revsing skal reisast, er reint politiskur. Tað er løgtingið sum við atkvøðugreiðslu ger av, um reisast skal ákæra. Sbr. stýrisskipanarlógini § 23 liggur ongin løgfrøðilig binding á løgtingsmonnum í hesum sambandi; teir eru heldur ikki bundnir av forskriftum frá veljarum sínum. Einasta ábyrgd, teir eru undir, er, at vandi er fyri, at teirra gerðir sum heild føra við sær, at teir ikki verða afturvaldir við komandi løgtingsval.

Skulu vit tí úttala okkum løgfrøðiliga, so mugu vit hava tað empiriska grundarlag, at vit gera hesa prognosu:

Vil løgmaður verða dømdur revsing við eitt nevningating um ákæra verður reist fyri brot á § 5 í løgtingslógini um ábyrgd landsstýrisins ?

Men sjálvt um svarið upp á slíkan spurning er ja, so ber væl til, at hetta ongar rættarligar avleiðingar fær, tí tingið kann hindra, at málið kemur so langt, sjálvt um tað er alt, sum bendir á, at nevningating vildi dømt.

Í ítøkiliga førinum vildi spurningurin til nevningatingið verið: "Gav løgmaður í løgtinginum hin 19. november 1998 skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella tagdi hann við upplýsingum, sum vóru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum."

Svarið uppá spurningin gerst bert ein leys meting, og av tí at tað eru 12 nevningar, sum skulu geva endaliga svarið, so kann prognosan um úrslitið eins væl gevast av einum leikmanni og einum professara dr. jur. Løgtingsmaðurin, sum skal taka støðu til, um ákæra skal reisast, er tí eins væl førur fyri at taka støðu til, hvørt hann heldur, at eitt nevningating fer at døma. Prognosan um úrslitið gerst eins ótrygg í báðum førum. Hetta tí, at tríggjar ella í øllum førum tvær, sera leysar orðingar verða brúktar í greinini: "Skeivar", "villleiðandi", "sum eru av stórum týdningi" Serliga hetta seinasta er ein meting, sum kann verða ymisk frá persóni til persón.

Óli Jacobsen, fiskimannafelagsformaður, hevur biðið Peter Blume, professara dr. jur, um eina viðmerking í málinum, og hin 2. februar 2000 hevur hann skrivað "redegørelse om den retslige vurdering af ministres udtalelser og administrative beslutninger". Hann tekur í sínum notati ikki støðu til tann centrala spurningin, sum reistur verður. Hann refererar alment, hvussu danska statsrættaliga ábyrgdarskipanin virkar, men tekur onga støðu til tann týdningarmikla spurningin um tað, í okkara ítøkiliga førinum er talan um.

Metingin hjá undirritaða er, at eg eri samdur við støðuni hjá nevndarskrivaranum í landsstýrismálanevndini. Her er talan um at tulka § 1 í stýrisskipanarlógini um valdsbýti og § 35 í stýrisskipanarlógini, og í hvønn mun man kann loyva og hvussu neyvt, at tað við løgtingslóg verður neyvari regulerað, hvussu fyrisitast skal. Hetta er ein meting sum gerst óviss. Men tá ið løgmaður úttalar seg, má man halda, at hann úttalar seg um tað, sum hann í hesum annars sera leysa rættarliga spurningi, sum hann heldur vera (andin og moralurin í) stýrisskipanarlógini. Sjálv um vit leggja til grund, at hann hevur úttalað seg løgfrøðiliga skeivt um spurningin, so er mangt, sum bendir á, at henda upplýsing hevur ikki "havt stóran týdning fyri tingsins meting av málinum". Tingmenn vita, at løgmaður er ikki útbúgvin løgfrøðingur, og hevði hesin upplýsingur havt stóran týdning fyri teir undir viðgerðin, høvdu teir biðið um tær neyvaru løgfrøðiligu detaljurnar, ella at løgmaður útvegaði tinginum eitt notat um løgfrøðiliga spurningin frá einum serfrøðingi á økinum. Eisini mátti roknast við, at nevndin undir viðgerðini hevði útvegað sær neyvari løgfrøðilig ummæli, um hon helt, at spurningurin hevði stóran týdning. Hetta serliga tí at minniluti nevndarinnar í áltinum ikki góðtekur grundgevingar løgmans fyri at broyta lógina.

Vil, fiskimannafelagsformaðurin víðari við málinum, so nyttar ikki at halda á við at biðja landsstýrismálanevndina um at taka málið til nýggja viðgerð. Hann má royna at sannføra ein av teimum 32 løgtingsmonnum at reisa málið sum rættarligt ella politisk, og tá fæst ein endalig støðutakan í tinginum. Vil eingin av teim 32 reisa málið í løgtinginum, má hetta takast sum útrykk fyri, at tingið heldur, at málið ikki eigur at fáa politiskar avleiðingar, og at tingmenn halda, at einki revsivert er farið fram. Landsstýrismálanevndin skal ikki taka endalig støðu til slíkar spurningar, bert fyribilsstøður, hennara uppgáva er at upplýsa slík mál á tílíkan hátt, at teir einstøku 32 út frá hesum hava grundarlag fyri at taka støðu til at skjóta upp fyri tinginum at lata álið fáa rættarligar ella poltiskar avleiðingar (í statsrættarligum týdningi) fyri løgmann. Og sum er, at ítøkiliga málið nóg væl lýst.

Verður eingin politisk ella rættarlig avleiðing fyri løgmann, hevur hann í málinum borið seg rætt og lógliga at. 

Á skrivstovu løgtingsins, 21. februar 2000 

Sjúrður Rasmussen, løgfr.