Trúnaðarskjøl

 

LØGTINGIÐ - Formansskapurin

18.02.2000
j. nr. 11-97000259 fí/sd
(at tilskila í svari)

Til allar tingmenn. 

Sum tykkum er kunnugt, hevur løgmaður vent sær til Formansskapin í tinginum í sambandi við, at hann heldur, at tingmaður hevur gjørt brot á tagnarskyldu sína.

Formansskapurin fer at nýta hetta høvið at gera tingmenn varugar við, at tá tingmenn fáa upplýsingar, har ásett er, at hesar skulu viðgerast í trúnaði, so eigur henda áseting at verða vird, hetta uttan mun til, um tað snýr seg um skjal, sum er merkt í trúnaði, mál, sum nevnd ger av skal verða viðgjørt í trúnaði, ella upplýsingar annars, har tagnarskylda er áløgd ella eigur at vera vegna almenn ella privat áhugamál.

Verður tagnarskyldan brotin, eigur tann, sum brýtur hana, at vera greiður yvir, at hetta kann fáa rættarligar avleiðingar fyri viðkomandi, tí brot á tagnarskyldu kann verða revsað sambært revsilógini. Revsilógin § 152 er soljóðandi:

"§ 152 Den, som virker eller har virket i offentlig tjeneste eller hverv, og som uberettiget videregiver eller udnytter fortrolige oplysninger, hvortil den pågældende i den forbindelse har fået kendskab, straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 6 måneder.

Stk. 2. Straffen kan stige til fængsel indtil 2 år, hvis forholdet er begået med forsæt til at skaffe sig eller andre uberettiget vinding, eller der i øvrigt foreligger særlig skærpende omstændigheder.

Stk. 3. En oplysning er fortrolig, når den ved lov eller anden gyldig bestemmelse er betegnet som sådan, eller når det i øvrigt er nødvendigt at hemmeligholde den for at varetage væsentlige hensyn til offentlige eller private interesser."

Viðmerkjast kann, at Formansskapurin fer at senda nevndarformonnunum vegleiðing um, hvussu teir í framtíðini skulu handfara trúnaðarskjøl, sum koma nevndunum í hendi. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Súsanna Danielsen
stjóri