Føroyar í kalda krígnum

Formæli

 

Løgtingssamtykt og setningur

Samsvarandi avgerð Føroya Løgtings 19. apríl 1996 um savning av hernaðarligum skjølum í USA, setti Føroya Løgmaður ein stýrisbólk við 4 limum til at skipa fyri granskingararbeiðnum hesum viðvíkjandi. Formaður í hesum bólki er Rúni Joensen, fakligur samskipari er Jóannes Dalsgaard. Hinir limirnir eru Jóan Pauli Joensen og Jákup Thorsteinsson. Stýrisbólkurin orðaði við støði í brævi løgmans ein rannsóknarsetning, ið varð góðkendur av løgmanni. Setningurin var í høvuðsheitunum hesin:

Stýrisbólkurin setti Sámal T.F.Johansen, cand.mag. í søgu og landafrøði at gera skjalarannsóknir í USA og á hesum skjalastøði skriva frágreiðing um rannsóknirnar.

Ávegisfrágreiðingin í verandi formi er sostatt grundað á skjalatilfar, sum partvís er leitað fram í skjalasøvnum í USA og partvís í Ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn. Sámal Tróndur Johansen hevur tvær ferðir verið í USA og leitað fram amerikanskt skjalatilfar. Um leiting- og rannsóknarviðurskiftini á amerikonsku skjalasøvnunum verður víst til fororðini í frágreiðingini hjá Sámali T.F.Johansen. Sámal hevur havt kopiloyvi til øll skjøl, ið hann hevur savnað við tað, at øll hesi skjøl eru frígivin (avklassifiserað). Frágreiðingin hjá Sámal T.F.Johansen er skrivað á donskum. Hetta stendst av, at ráðgevi Sámals í rannsóknararbeiðinum Thorsten Borring Olesen, ikki skilir føroyskt mál. Stýrisbólkurin hevur tíverri ikki havt umstøður at fáa ávegisfrágreiðing Sámals týddað til føroyskt enn.

Jóannes Dalsgaard og Jákup Thorsteinsson hava gjørt skjalarannsóknirnar í Ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn. Ein lítil partur av hesum skjølum er frítt atgongdur. Meginparturin av viðkomandi skjølunum í Ríkisskjalasavninum er tó sambært galdandi reglum ikki atgongdur almenninginum enn. Søkt hevur tí verið um atgeingi eftir galdandi reglum og hevur loyvi verið givið, men loyvt hevur enn ikki verið at taka fotoavrit av skjølunum. Hetta hevur tarnað arbeiðinum nógv.

Gjørt verður vart við, at hópur av viðkomandi skjølum í Ríkisskjalasavninum enn ikki er kannaður, tí atgeingi enn ikki er játtað. Hetta stendst ikki av trótandi beinasemi frá Ríkisskjalasavni og avvarðandi myndugleikum, men av tí, at skjalarannsóknir taka langa tíð, hevur verið søkt leypandi um atgeingi, so hvørt rannsóknirnar eru farnar fram, og nýggj spor samstundis koma undan kavi. Soleiðis er oftast við eini rannsókn, ið byggir á áður ónýtt skjøl. Seinastu umsóknirnar um atgeingi eru sendar Ríkisskjalasavninum í summar. Granskararnir hava møtt stórum beinasemi frá avvarðandi søvnum og myndugleikum í USA, í Danmark og í Føroyum.


Frágreiðing í tveimum pørtum

Ávegisfrágreiðingin er í 2 pørtum, ið sum nevnt eru skrivaðir hvør sær. Parturin, sum Jákup Thorsteinsson hevur skrivað, ber heitið "Hernaðarmál og Politikkur". Hin parturin er skrivaður av Sámal T. F. Johansen, undir heitinum "Færøerne under den Kolde Krig".

"Hernaðarmál og Politikkur" byrjar við at lýsa politisku bakgrundina í Føroyum – og í hesum sambandi politisku viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar í nevnda tíðarskeiði. Hernaðarmál, støðir, ætlanir, strategi v.m. verða lýst, eins og politisku viðurskiftini í hesum sambandi verða umrødd.

"Færøerne under den Kolde Krig" tekur útgangsstøði í millumtjóða hernaðarligum og strategiskum viðurskiftum og lýsir herstøðirnar, teirra endamál og virksemi.


Fyribils kanningarúrslit

Sum er, ber til at leggja fram ávís kanningarúrslit. Viðvíkjandi hesum verður víst til "Samandráttin" í "Hernaðarmál og Politikkur" og ávegis niðurstøðurnar og ta samlaðu niðurstøðuna í "Færøerne under den Kolde Krig".

Samanumtikið kann sigast, at skjalatilfarið, bæði úr amerikonskum og donskum skjalasøvnum, gevur gott innlit í hernaðarligu áhugamálini hjá NATO og USA í Føroyum. Sama tilfar gevur rættiliga nógv innlit í áhugan hjá Sovjetsamveldinum og virksemi NATO’s í Føroyum.

Skjalatilfarið lýsir Føroyar í einum politiskum, søguligum og strategiskum høpi undir kalda krígnum, og tilfarið gevur góða mynd av viðurskiftunum millum Føroya og Danmarkar í hesum tíðarskeiði. Eisini gevur tilfarið eina góða mynd av teirri fatan, sum danskir og amerikanskir myndugleikar gjørdu sær av føroyskum politikki og føroyskum politikarum í tíðarbilinum. Skjalatilfarið lýsir væl, hvørja støðu hesir ymisku politikarar høvdu til fremmant hervald í Føroyum og til hetta, at Føroyar vórðu drignar inn i vesturlendsku verjusamgonguna – og fingu týðandi pláss í verjuni av fyrst og fremst Bretlandi og norðuramerikanska meginlandinum.


Rannsóknararbeiðið ikki liðugt við ávegisfrágreiðingini

Tað verður gjørt vart við, at enn restar ein umfatandi lýsing av Marinustøðini og av virkseminum hjá danska herflotanum við Føroyar. Eisini í hesum høpi høvdu USA og NATO týðandi leiklut. Skjølini í søvnunum hjá Marinustøðini, verjumálaráðnum og sjóverjuleiðsluni í Ríkisskjalasavninum lýsa rættiliga væl hendan spurning. Hesi skjøl siga eisini nakað um sovjetiska áhugan fyri Føroyum og havleiðunum við Føroyar og um óttan hjá NATO fyri hesum áhuga. Henda frágreiðing er vorðin seinkað orsakað av trupulleikunum við leitingarskipanum til søvnini hjá avvarðandi myndugleikum eins og at bíðað verður eftir ávísum atgeingisloyvum. Arbeitt verður við frágreiðingini um Marinustøðina.

Sum heild kann sigast, at lýsing av støðu Føroya í Kalda Krígnum eigur at viðgerast fram til uml. 1970 og undir hesum arbeiði mugu allir leysir endar í viðgerðini bindast saman.

Sum ávíst er granskingararbeiðið ikki liðugt enn, men um væl gongur í hond og fígging fæst til framhaldandi arbeiði, skuldi borið til at latið løgmanni lidna frágreiðing á heysti ár 2000. Samstundis sær stýrisbólkurin seg føran fyri leypandi at lata frá sær ávegisúrslit, til umrødda frágreiðing er liðug.

Tórshavn, hin 1. september 1999

Rúni Joensen      Jákup Thorsteinsson         Jóannes Dalsgaard        Jóan Pauli Joensen