Kringvarpsøkið

 

 

Undirvísingar- og Mentamálastýrið

INNANHÝSIS

Dagur: 5. mai 2000
Skrátal: 82201/2
Máltal: 9800878/67/HJ

Upprit
um tørvin á broytingum á kringvarpsøkinum

 1. Bakstøði

Aktuella støðan ógreið og trupul í mun til upprunaligu ætlanina við kringvarpslógini frá 1998
Kreppan í sjónvarpinum og ógreiða støðan viðvíkjandi roknskaparliga tilknýtinum millum almennu loftmiðlarnar og landskassaroknskapin hava avdúkað álvarsamar bygnaðarligar veikleikar við verandi kringvarpsskipan. Ein veikleiki er, at landstýrismaðurin í mentanarmálum fær virknan leiklut í trupulleikaloysnunum, so at siga í somu løtu, sum fíggjarligu trupulleikarnir stinga seg upp. Hetta er óheppið og henda gongd, sum sjálvsagt ikki er tilætlað – hvørki av landsstýrismanni ella ÚF/SvF - er ikki fremjandi fyri hugsjónina og meginregluna um krinvarp óheft av politiskum myndugleikum.

Tað má tí ásannast,

2. Fjølmiðlastøðan nú og framyvir – hvat gera grannalondini?

Avbjóðingarnar frá altjóða fjølmiðlunum – norðurlendskur fjølmiðlamiðlapolitikkur
Menningin uppá gott og ilt innan miðlaheimin gongur við ómetaligari ferð, og bert fáir eygleiðarar vága í dag at spáa um, hvussu hendan menning í roynd og veru sær út um bert nøkur fá ár. Internetið er um at gerast vanligur hentleiki í hvørjum húski, KT-menningin er vanligur partur av vinnulívinum, KT er innbygt í skúlaverkið bæði sum undirvísingarevni og sum nátúrligur námsfrøðiligur partur av einstøku lærugreinunum, interaktivt altjóða sjónvarp stendur um stutta tíð føroyska hyggjaranum í boði, altjóða loftmiðlar gerast alt meira sterkir kappingarneytar hjá ÚF og SvF í føroyska gerandisdegnum, og sama kann verða sagt um internetið. Við internetinum og digitaliseringini hendir ein fjølmiðlatøknilig kollvelting. Borgarin fær at kalla óavmarkað val, tá talan er um undirhald og um upplýsing. Borgarin fer við internetinum og við digitala interaktiva sjónvarpinum so at siga sjálvur at kunna seta saman sítt egna sjónvarpsprogramm – at kunna velja og vraka millum eitt sera stórt tal av programtilboðum á altjóða fjølmiðlamarknaðinum. Almennu fjølmiðlarnir fara skjótt at fáa harða kapping frá privatum og hálvalmennum fyritøkum í Føroyum.

Í einum fólkaræðiligum samfelagi er hetta frælsa valið ein sjálvsagdur rættur, sum eingin setir spurnartekin við. Men tá hetta er staðfest, má samstundis ásannast, at fjølmiðlatøkniliga og kunningartøkniliga gongdin kann gerast ein hóttan móti máli og mentan hjá smátjóðunum. Av tí standandi altjóða orðaskifti, ið er um fjølmiðlatøkniligu og fjølmiðlapolitisku støðuna í heiminum, gongur fram, at eitt nú okkara norðurlendsku grannalond uppfata seg sjálv sum smátjóðir í altjóða fjølmiðlahøpi. Hesi lond óttast fyri tí ómetaliga sterku mentanarligu ávirkanini serstakliga á børn og ung frá altjóða fjølmiðlunum og hesi lond royna, meðan enn tíð er, at binda um heilan fingur.

Hvussu verður hetta gjørt? Hetta verður gjørt við at norðurlendsku stjórnirnar og lóggávutingini hava ásannað,

Afturat hesum hava ávís lond ásannað, at almennu fjølmiðlarnar ikki kunnu verða riknir uttan ávísan almennan stuðul til rakstur og framleiðslu ella uttan eitt alment fíggjarligt trygdarnet.

Hesi nevndu punktini eru kjarnan í norðurlendskum fjølmiðlapolitikki, ið verður mettur sum ein týðandi partur av landanna mentanarpolitikki. Tað kann ásannast, at okkara grannalondum hevur eydnast at skipa almennu loftmiðlarnar soleiðis, at almennu útvarpini og sjónvarpini í stóran mun lúka krøvini til hendan fjølmiðla- og mentanarpolitikk. Hetta hevur verðið gjørt við breiðum politiskum semjum. Hetta merkir, at breið politisk undirtøka er fyri fjølmiðlapolitikkinum. Samstundis má ásannast, at hetta bert lutvíst er eydnast í Føroyum.

Hesin fjølmiðlapolitikkur hevur givið almennu út- og sjónvørpunum í Norðurlondum greið politisk signal, tryggt fíggjarligt støði og harvið tryggar og góðar arbeiðsumstøður, soleiðis, at tey kunnu uppihalda eina góða, breiða og óhefta tíðindatænastu, eins og tey kunnu nýta kreativu orkuna til at framleiða dygdargóðar undirhaldandi og upplýsandi sendingar. Hetta síðstnevnda verður ofta gjørt í norðurlenskum samstarvi ella í samstarvi við privatar framleiðarar av loftmiðlatilfari.

Men bygnaðarligu loysnirnar hava verið ymiskar. Noreg og Svøríki hava skipað síni ríkiskringvarp sum almenn partafeløg við partafelagsnevndum. Í hesum førum eru tað nevnd og stjórn, ið hava alla ábyrgd av stovninum. Men statirnir tryggja ofta eitt minstamát av fíggjarligum tilfeingi, soleiðis at stovnarnir altíð vita, hvar teir flóta fíggjarliga.

Danmark hevur nýtt formin "Sjálvstøðugur almennur stovnur (Selvstændig offentlig institution") til DR. TV 2 er skipað sum "Selvejende institution" og KNR er ein "Selvstændig offentlig institution". Hesir stovnar hava allir eina nevnd ella stýri, ið hevur yvirorðnaðu leiðsluna og vísa stjórarnir til hesar nevndir ella stýri. Í Íslandi verður kringvarpslóggávan endurskoðað í løtunu, og tí er óvist, hvør skipanin verður har.

Øllum hesum almennu kringvørpum er, við ymiskum myndlum, tryggjað eitt haldgott fíggjarligt støði – bæði til rakstur og til íløgur. Hetta er gjørt á ein hátt, ið ikki nervar politiskt óheftu støðuna hjá viðkomandi stovni.

3. Kringvarpslógin

Við tað at kringvarpslógin viðger Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya fyri seg í ávikavist kap. 3 og 4, sum hava sama orðaljóð, verða hesi viðgjørd undir einum.

Útvarp Føroya/Sjónvarp Føroya er samsvarandi § 5/17 sjálvstøðugir stovnar undir landinum við ávísum skyldum. At talan er um sjálvstøðugarr stovnar, fæst at vita við at hyggja eftir viðmerkingunum til lógaruppskotið, har beinleiðis verður sagt, at orðið sjálvstøðugur sipar til programvirksemi, soleiðis at stovnurin skal hava sjálvstøðu frá landsstýrismanninum viðvíkjandi programpolitikkinum. Hetta kann so benda á, at tað ikki hevur verið ætlanin hjá lóggevaranum, at ÚF og SvF annars skulu hava nakra sjálvstøðu.

Í § 7/19 stk. 1 verður viðgjørt inntøkugrundarlagið, nevniliga útvarpsgjald, lýsingarinntøkur, inntøkur frá eydnuspølum, ískotisveitingar o.s.fr. Tað vil siga, at stovnarnir skulu verða sjálvfíggjandi.

Í stk. 2 verður tó sagt, at Útvarpið/Sjónvarpið eisini kann verða fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini og at hesin partur av fíggingini verður at seta sum sjálvstøðugur táttur á løgtingsfíggjarlógina. Viðmerkingarnar til hesa áseting eru ógreiðar. Viðmerkingarnar vísa til løgtingsmál nr. 48 og 49/1995 har Mentunarnevndin sigur soleiðis: "at vit eiga at hava eitt meginútvarp og eitt meginsjónvarp sum verða stuðlað á fíggjarlógini. Mælt verður til, at bert hesin parturin av fíggingini verður tikin við á løgtingsfíggjarlógini". Men víðari siga viðmerkingarnar, at dømi um serliga fígging á løgtingsfíggjarlógini kundi verið stuðul úr landskassanum til at føroyska útlendskt tilfar í sjónvarpinum ella stuðul til at røkja virðismiklu søvn Útvarpsins. Ætlanin við viðmerkingunum er helst tann, at Útvarpið og Sjónvarpið als ikki skulu verða á fíggjarlógini, uttan sum møguligur stuðulsmóttakari.

Verður hetta skilt á henda hátt, so merkir § 7/19, at Útvarpið/Sjónvarpið er ein sjálvstøðugur sjálvfíggjandi stovnur, sum kann fáa stuðul á fíggjarlógini.

Eitt annað í kringvarpslógini, sum bendir á, at ÚF og SVF eisini skulu hava fíggjarliga sjálvstøðu er stk. 4 og stk. 5 í § 7/19 viðvíkjandi ávikavist fíggjarætlan og roknskapi. Sambært stk. 4 ger útvarpsstjórin/sjónvarpsstjórin fíggjarætlan og tilráðing um áseting av útvarpsgjaldi/sjónvarpsgjaldi og sendir landsstýrismanninum í loftmiðlamálum hetta til góðkenningar. Tað er eftir hesum at døma ikki ætlanin, at Fíggjarmálastýrið ella Løgtingið skulu hava ávirkan á hesi viðurskifti. Í stk. 5 verður sagt, at ársroknskapurin verður grannskoðaður av løggildum grannskoðara og verður sendur landsstýrismanninum í loftmiðlamálum til góðkenningar sambært ásetingunum um almennar roknskapir. Tað er ilt at síggja, hvat meiningin við at siga "sambært ásetingunum um almennar roknskapir". Men í viðmerkingunum verður sagt soleiðis: " Í stk. 4 og 5 eru ásetingar um fíggjarætlan, ásetan av útvarpsgjaldi og grannskoðan. Roknskaparviðurskiftini hjá Útvarpinum og Sjónvarpinum koma annars undir lógina um landsins almenna roknskaparhald v.m. og fyrisetingar ið verða gjørdar við heimild í hesi lóg". Einasta viðmerkingin er, at tað sær út til at lóggevarin hevur ikki hugsað seg nóg væl um.

Lógin um roknskaparhald landsins sigur í § 2, stk. 1, at reglurnar um roknskaparhald landsins fevna um alla landsumsitingina, allar landsstovnar og stovnar v.m. hvørs rakstrarætlan er tikin við á játtanarlóg.

Tá rakstrarætlanin hjá ÚF og SVF er við á fíggjarlógini, so er eingin ivi um, at reglurnar um roknskaparhald landsins fevna um hesar stovnar. Men tað er jú landsstýrið, sum í sínum fíggjarlógaruppskoti setur SVF og ÚF á fíggjarlógina ella sagt á annan hátt, tað er tann politiski viljin at SVF og ÚF skulu verða á fíggjarlógini við rakstarætlanini. Hevði ÚF ella SVF einans staðið á fíggjarlógini sum ein stuðulsjáttan, hevði henda regla í § 2 stk 1 ikki verið galdandi. Harímóti hevði landsstýrið sambært stk. 2 í roknskaparlógini kunnað gjørt av, at roknskaparlógin og kunngerðin skuldu verið galdandi, tá stovnurin fekk stuðul frá landinum. Hetta hevði tó ikki verið galdandi sambært stk. 3 um tað í aðrari lóggávu, tvs. her kringvarpslógini, vórðu aðrar reglur um roknskaparhald, sum ikki vóru í tráð við lógina um roknskaparhald landsins.

Lógin um kringvarp er eftir øllum at døma gjørd við fyrimynd í donsku lógini um radio og fjernsynsvirksomhed kap. 3 um Danmarks Radio. Nøkur frávik eru kortini.

Í § 7 í donsku lógini verður sagt: „Danmarks radio er en selvstændig offentlig institution, der er forpligtet ...." meðan kringvarpslógin sigur í § 5: "Útvarp Føroya er ein sjálvstøðugur stovnur undir landinum, sum …..".

Viðvíkjandi fíggjarætlan sigur § 14 í donsku lógini: "Budgettet tilsendes kulturministeren og folketinget til orientering" meðan føroyska lógin § 7, stk. 4 sigur: "Send landsstýrimanninum í loftmiðlamálum til góðkenningar". Viðvíkjandi roknskapinum sigur § 14, stk. 2 í donsku lógini, at roknskapurin skal grannskoðast av rigsrevisionen meðan føroyska lógin § 7, stk. 5 sigur at, roknskapurin skal grannskoðast av løggildum grannskoðara. § 14 stk. 2 í donsku lógini sigur, at roknskapurin skal sendast mentamálaráðharranum til góðkenningar og síðani fólkatinginum til orientering, meðan føroyska lógin § 7, stk. 5 sigur, at roknskapurin skal sendast landsstýrismanninum í loftmiðlamálum til góðkenningar sambært ásetingunum um almennar roknskapir.

§ 6 ásetir reglur um bygnaðin í Útvarpinum og sigur í stuttum, at landsstýrismaðurin setir stjóran, meðan stjórin setir øll starvsfólk og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni eftir reglugerð, ið landsstýrismaðurin í loftmiðlamálum fyrisetir. Stjórin hevur programábyrgdina og er evsti myndugleiki í programspurningum.

At ráðgeva stjóranum viðvíkjandi programvirkseminum setur landsstýrismaðurin eina 7-manna nevnd sambært § 6, stk. 3.

Í álitinum til lógaruppskotið verður sagt um hesa grein, at hon ásetir bygnaðin ið er í samsvari við § 1 í Stýrisskipanarlógini.

Í donsku lógini viðvíkjandi Danmarks Radio verður sagt, at Danmarks Radio verður fyrisitið av eini nevnd ella einum stýri við 11 limum, sum verða tilnevndir av mentamálaráðharranum soleiðis, at ein beinleiðis er eftir uppskoti frá mentamálaráðharranum meðan 9 eru eftir tilmæli frá fólkatinginum og 1 eftir tilmæli frá medarbeiðarunum við Danmarks Radio. Tann, sum verður tilnevndur beinleiðis av mentamálaráðharranum, er formaður og kulturministarin tilnevnir eisini næstformannin millum teir limir, sum eru tilmældir av fólkatinginum. Eftir § 10 er hetta stýrið ovasta leiðslan í Danmarks Radio og setir ein aðalstjóra og aðrar í stjórnanini av Danmarks radio.

4. Tilmæli

Neyðturviligar broytingar í leiðslubygnaði og í tilknýti útvarpsins og sjónvarpsins til hitt almenna
Við atliti at tí, sum frammanfyri er ávíst er ætlanin at mæla til, at gjørdar verða broytingar í galdandi lóggávu, sum kunnu leggja upp fyri teimum vandamálum, sum eru umrødd í hesum notati

Endamál við møguligum lógarbroytinginum
Yvirendamálið við teimum ætlaðu lógarbroytingunum eigur at vera:

  1. At tryggja Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya eina av politisku myndugleikunum eins fælsa og óhefta støðu, sum tilsvarandi stovnar í okkara grannalondum hava.
  2. At tryggja Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya eitt varandi og haldgott fíggjarligt støði, ið leggur upp fyri teimum serstøku viðurskiftum, ið galda fyri fígging av útvarpi og sjónvarpi við
  3. at bera so í bandi, at ÚF og SvF fáa ávísa játtan á løgtingsfíggjarlógini uttan tó at vera heft av teimum bindingum og skyldum, sum núverandi skipan leggur á hesar stovnar.
  4. at bera so í bandi, at ÚF og SvF gerast før fyri at virka sum public service stovnar eins og tilsvarandi stovnar teirra í okkara grannalondum og við somu rættindum og skyldum, sum hesir hava.
  5. at geva ÚF og SvF møguleikar og at mennast til mentanarstovnar, sum upprunaligta ætlað og harvið at gerast aðalhyrnissteinar í einum føroyskum mentanarpolitikki við áliti og breiðari undirtøku í fólkinum.
  6. at geva ÚF og SvF ein leiðslubygnað, ið tryggjar teirra støðu sum óheftir public servicestovnar.

 

5. Neyðugar fíggjarligar ábøtur á SvF og ÚF

Fyri at tryggja Sónvarpi Føroya eitt haldgott fíggjarligt støði er neyðugt at við einum árligum rakstrargrundarlagi uppá 25 mió. kr. Niðanfyri er víst, hvussu raksturin kann verða settur saman:

Mió. kr.

Hyggjaragjald

15

Lýsingar og spøl

5

Stuðul á løgt. fíggj.lóg

5

Tilsamans

25

Tøkniliga gongdin á kringvarpsøkinum krevur, at tøknin verður digitaliserað yvir eitt ávíst tíðarskeið (3-4 ár). SvF hevur gjørt eina digitaliseringsætlan, ið er løgd sum støði undir uppskoti frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum til langtíðar løguætlan landsins. Sambært hesi ætlan skulu 4 mio. kr. játtast árliga í tíðarskeiðinum 2001- 2003. Við hesari atgerð kemur SvF at halda sama tøkniliga støði sum sjónvarpini í okkara grannalondum og verður SvF tí eisini framyvir ført fyri at samskifta og samstarva við hesi um tilfar og sendingar. Frá 2004 og framyvir er neyðugt at gera eina viðlíkahalds- og løguætlan fyri at tryggja, at digitala tøknin framhaldandi er á nøktandi støði.

Men tøkniligu krøvini til Útvarp Føroya eitt nú til digitalisering av søvnunum og nútímansgerð av útgerð vera tey komandi árini so stór, at tað almenna ikki sleppur undan at játta útvarpinum stuðul til íløgur til hesar uppgávur.

6. Møguleikar at gera Útvarp og Sjónvarp veruliga óheft av politiska myndugleikanum

1.Broytingar í verandi kringvarpslóg
ÚF og Svf verða skipað sum sjálvstøðugir almennir stovnar (ikki undir landinum sum nú).

Ovasta leiðslan verður ein nevnd sum t. d. kundi verið vald lutvíst eftir eftir tilmæli frá løgtinginum, ella eftir ávísum fakligum kriterium e.ø.

Um myndugleika nevndarinnar kundi verið sagt at nevndin hevur hægstu leiðslu yvir stovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av virkseminum hjá stovninum.

Stovnurin eigur at vera heilt leysur av landskassanum og stjórnan av roknskaparhaldi landskassans, sjálvt um virksemið eisini verður fíggjað við landskassastudningi.

Verður henda loysn vald er neyðugt eisini at gera ásetingar um, hvussu ognarviðurskiftini hjá stovnunum skulu vera. Eisini eru helst aðrar ásetingar neyðugar, men fyrst má finnast útav um politiskt grundarlag er fyri hesum.

2.Sjónvarp og útvarp sum sjálvsognarstovnar:
Ein annar vegur at ganga er, at skipa stovnarnar sum veruligar sjálvsognarstovnar. Hetta skal gerast við løgtingslóg, sum eisini ásetir, hvat stovnsfæið er. Tá talan er um Útvarp Føroya, eru ognirnar nóg stórar til at skráseta, at Útvarpið hevur eitt stovnsfæ, meðan Sjónvarp Føroya ongar ognir hevur. Her eigur at verða gjørt tað, at bygningar o.a. sum er skrásett sum ogn hjá landinum, verða flutt sum ogn hjá Sjónvarpinum og harafturat verður helst neyðugt við ávísari peningajáttan til hetta stovnsfæ.

Verða ÚF og SvF sjálvsognarstovnar (veruligir sjálvsognarstovnar) so

Hetta er galdandi sjálvt um stovnurin fær stuðul úr landskassanum.

Falkavegi 6 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
Tel. int. +298 35 50 50 • Faks int. +298 35 50 55 • E-mail: umms@umms.fo