55 Uppskot til løgtingslóg um Postvirksemi
Skjal 1: Dagførda ummæli postverksins dagfest 19. januar 2001.
Postverk Føroya
Postverksstjórin
Óðinshædd
2
postsmoga
3009
110 Tórshavn
Telefon 31 40 48
Telefax 31 70 76
Tórshavn, 19.01.2001
Tinganes
Postboks 64
FO 110 Tórshavn
Att: Arne Poulsen, aðalstjóri
Ummæli av
uppskotinum til løgtingslóg um postvirksemi.
Vísandi til ummæli, dagfest tann 15.
februar 2000, verða hesar almennu viðmerkingar endurtiknar við neyðugum dagføringum:
Postverksleiðslan
hevur við fleiri høvi tey seinastu árini víst á tørvin at endurskoða
lógargrundarlagið undir postrakstrinum í Føroyum. Grundgevingarnar fyri hesum ynski
hava í høvuðsheitum verið:
·
At partar av
verandi virksemi hjá Postverk Føroya ikki heilt eru í samsvari við lógina um Postverk
Føroya frá 1976 og kappingarlógina frá 1997.
·
At Postverk
Føroya undir verandi lógarskipan ikki hevur møguleika at møta teimum avbjóðingum,
sum í dag vera settar einum nútímans tænastustovni.
·
At allir
samstarvspartar í okkara grannalondum hava fingið nýggjar og nútímans lógarkarmar at
arbeiða undir.
·
At nýtt
lógargrundarlag er neyðugt, skal Postverkið ikki tey komandi árini, orsakað av
støðugari minking í tí vanliga postvirkseminum, árliga koma at liggja tí almenna til
byrðu á fíggjarlógini við einari alsamt vaksandi peningaupphædd.
Í sambandi við
at landsstýrismaðurin í samskiftismálum í juni 1997 tók avgerð um at fara undir
arbeiðið at nútímansgera lógargrundarlagið fyri postøkið í Føroyum, varð settur
niður arbeiðsbólkur at evna til uppskot til nýtt lógargrundarlag. Verandi
postverksleiðsla hevur tikið undir við meginfyritreytunum undir tí kommissorium, ið
givið varð arbeiðsbólkinum. Meginfyritreytirnar vóru hesar:
-
Landsstýrið fær
einkarrætt til postflutning.
-
Landsstýrið kann
veita konsessión til postflutning og virksemi
-
Postverk
Føroya verður gjørt til partafelag.
Postverksstjórin
hevur tikið lut í arbeiðsbólkinum, sum Vinnumálastýrið setti niður, eftir at
landsstýrismaðurin hevði staðfest arbeiðssetningin í juni 1997.
Postverksstjórin
hevur í hesum arbeiði lagt dent á, at við nýggja lógargrundarlagnum verður skaptur
ein karmur fyri postvirksemið í Føroyum, sum kann geva eins rúmar møguleikar at menna
hetta virksemi sum í okkara grannalondum.
Við uppskotinum
til løgtingslóg um postvirksemi metir postverksstjórin, at vit tryggja tí føroyska
samfelagnum ein nútímans karm um
postvirksemi í síni heild, samstundis sum møguligt fyrilit kann verða tikið, at geva
verandi postvirksemi hjá Postverki Føroya tað neyðuga skotbráið, fyri at laga seg
til nýggja lógargrundarlagið.
Postverksleiðslan
vísir annars til hoyringssvar til Vinnumálastýrið, dagfest 31. januar 1999 har
viðmerkingar eru gjørdar til nakrar av teimum einstøku greinunum í lógaruppskotinum,
sum tað fyrilá tá. Flestu av hesum viðmerkingum eru viðgjørdar í arbeiðsbólkinum
og niðurstøður gjørdar, ið postverksstjórin hevur tikið til eftirtektar........
Uppskotið
til løgtingslóg um postvirksemi setir krøv til teir/tey, ið fáast við postflutning.
Neyðugt er sostatt at umskipa almenna stovnin Postverk Føroya, soleiðis at
postraksturin framyvir verður rikin undir teimum treytum, ið fyrisettar eru í lógini
um postvirksemi. Hetta krevur tillagingar av rakstrinum hjá Postverki Føroya ........
Lógin um postvirksemi miðar eftir at útvega karmar fyri frælsari kapping innan postøkið. Fyritreytin fyri hesum er, at skilnaðurin verður greiður, hvørt talan er um tænastur innan einkarrættin, skyldistænastuna ella kappingarøkið.
Komandi kunngerðir um Postverk Føroya skulu tískil
hava kappingarstøðuna fyri eyga, samstundis sum Postverk Føroya framvegis verður ført
fyri at veita eina fullgóða landsfevnandi tænastu.
Innanhýsis samskifti á Postverk Føroya í
sambandi við tað fyrireikandi lógararbeiðið.
Bæði
leiðsla og starvsfólk - umboðað við Føroya Postfelag - eru samd um, at Postverk
Føroya er afturúrsiglt og at neyðugt er við umfatandi broytingum, soleiðis at
Postverk Føroya aftur fær møguleika at menna seg sum arbeiðspláss. Føroya Postfelag
hevur yvirfyri postverksstjóranum víst á, at hetta kann verða gjørt innanfyri verandi
skipan við Postverki Føroya við nakað broyttum lógarkarmum. Postverksleiðslan er
harafturímóti av tí áskoðan, at neyðugt er við nýggjum og nútímans lógarkarmi,
har samanhang er millum leiðslu og ábyrgd. .....
Postverksleiðslan
hevur kunnað Føroya Postfelag um gongdina í arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum. ......
Postverksstjórin
greiddi fyri einum ári síðan á starvsfólkafundum kring landið frá tí fyrireikandi
lógararbeiðinum og, hvat ein komandi umskipan fer at krevja av leiðslu og starvsfólkum
í Postverki Føroya. Postverkstjórin er av teirri fatan, at tey, ið starvast í
Postverki Føroya síggja tað neyðuga í, at skaptir verða nýggir og nútímans karmar
til Postverki Føroya teirra arbeiðspláss at virka undir. Karmar, sum
kunnu vera við til at skapa grundarlag fyri menning av tí dagliga arbeiðinum hjá tí
einstaka.
Niðurstøða.
Eftir
at postvirksemi í øllum grannalondum okkara hevur fingið nýggjar karmar at virka
undir, gleðir tað postverksleiðsluna, at politiski myndugleikin nú hevur tikið stig
til at fáa tí føroyska samfelagnum til vega nýggjar og tíðarhóskandi lógarkarmar
fyri eitt so týðandi økið, sum postøkið er.
Postverksleiðslan
metir, at við nýggja lógargrundarlagnum verður lagt eitt gott støðið undir at menna
postøkið í Føroyum, soleiðis at vinnast kann tað inn aftur, ið vit hava mist tey
seinastu 10 15 árini.
Postverkssleiðslan skal tó samstundis nýta høvi til
at vísa á, at lógin um postvirksemi einans er ein partur av umleggingini. Neyðugt
verður at taka endaliga støðu til hvønn rakstrarhátt Postverk Føroya skal hava
framyvir, til tess at samskiftið og samarbeiðið við aðrar fyritøkur kann fara fram
undir javnbjóðis kappingarumstøðum, sum henda lóg leggur upp til.
Blíðar heilsanir
Bergur í Garði, postverksstjóri