Skattur

 

74  Uppskot til  samtyktar um serskatting av hjúnum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Flemming Mikkelsen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

Uppskot

Til

Samtyktar

Heitt verður á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot um broytingar í skattalógini, sum førir við sær, at heimaarbeiðandi hjúnafelagi verður skattaður av helminginum av inntøkuni, upp til eina vanliga ársløn fyri ófaklærd.

Viðmerkingar

Sambandsflokkurin hevur meira enn einaferð fyrr í uppskoti mælt til, at heimaarbeiðandi hjúnafelagar verða serskilt skattaðir av helvtini av inntøkuni upp til eina vanliga ársløn fyri ófaklærd. Uppskotið hevur ikki fingið undirtøku og er fallið.

Um henda serskatting av hjúnum verður sett í verk, soleiðis at inntøkan verður javnað upp til kr. 140.000, kann roknast við, at hetta í fyrstu atløgu kostar landskassanum og kommununum umleið 30 mió. kr. árliga. Men av tí at trivnaðurin økist, kann roknast við at henda upphædd fer at minka aftur.

Henda broyting setir nøkur teknisk krøv til skattaumsitingina, men ikki fleiri enn so, at hesi lættliga kunnu loysast.

Við føroysku familjuni og avlopi landskassans í huga, og tá uppskotið er í tráð við setningin, sum samgongan hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum, verður uppskotið lagt fram.

 

1. viðgerð 22. mars 2001. Uppskotið beint í fíggjarnevndina, sum tann 26. apríl 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 22. mars 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 28. mars, 11. og 23. apríl 2001. Nevndin hevur undir viðgerðini fingið skriv frá Javnstøðunevndini (skjal A) og Kvinnufelagssamskipan Føroya (skjal B). Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í tríggjar minnilutar.

Minnilutin (Finnbogi Arge, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) tekur undir við málinum, men mælir til, at orðingin í uppskotinum til samtyktar verður broytt soleiðis, at tað kemur at standa, at hjún, har annað hevur alla inntøkuna, verða javnstillað við hjún, har bæði hava inntøku. Minnilutin mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot Sambandsfloksins við nevndu broyting og setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í uppskotinum til samtyktar verða orðini "heimaarbeiðandi hjúnafelagi verður skattaður av helminginum av inntøkuni, upp til eina vanliga ársløn fyri ófaklærd" strikað, og í staðin verður sett "at hjún, har annað hevur alla inntøkuna, verða javnstillað við hjún, har bæði hava inntøku".

Minnilutin (Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard) vísir á, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer í komandi tingsetu í samráð við samgonguna og landsstýrismannin í almannamálum at gera eitt lógaruppskot, sum bøtir um støðuna hjá heimaarbeiðandi hjúnafelaga. Lógaruppskotið verður at venda sosialt rætt, og vil tað siga, at tað fyrst og fremst skal koma barnafamiljunum við lág- og miðalinntøkum tilgóðar. Samstundis má tiltakið gerast við atliti til yvirorðnaða málsetningin í samgonguskjalinum um, at rikin skal verða ein varin og ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur.

Kortini skal viðgangast, at hetta uppskot frá Sambandsflokkinum eins og fyrispurningurin frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, um sama mál og svar landsstýrismansins í fíggjarmálum við atliti til setningin í samgonguskjalinum: "Hjún, har annað hevur alla inntøkuna, verða javnstillað við hjún, har bæði hava inntøku." – hevur fingið nógvar greiðar/gagnligar útmeldingar í samfelagnum og reist nógvar ivaspurningar - so sum frá Javnstøðunevndini, Kvinnufelagssamskipan Føroya og øðrum –, sum ger, at hetta mál krevur eina ógvuliga neyva viðgerð, áðrenn rætti leisturin er funnin, - so at setningurin ikki ger meira skaða enn gagn.

Tá hetta er eitt uppskot til samtyktar við áheitan á landsstýrið og ikki eitt liðugt lógaruppskot, sum nógv hava fatan av, og vitandi um, at landsstýrið arbeiðir við málinum, so tekur minnilutin (Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Kári P. Højgaard), sum partur av samgonguni, ikki undir við málinum og setir einki uppskot fram.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) tekur ikki undir við málinum og setir einki uppskot fram.  

2. viðgerð 30. apríl 2001. Broytingaruppskot frá Finnboga Arge, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen samtykt 16-1-13. Uppskot til samtyktar soleiðis broytt samtykt 16-2-12. Málið avgreitt.