Fyrispurningur um kvinnur og politikk

100-2 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, um setan av nevnd at leggja til rættis tiltøk fyri at økja lut kvinnunnar í politisku støðutakanini

 

Ár 2000, týsdagin 15. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:


Fyrispurningur
 

Fer løgmaður at taka stig til at seta eina nevnd við umboðum úr teimum politisku flokkunum, javnstøðunevndini og kvinnufeløgum við tí arbeiðssetningi at leggja til rættis tvørpolitisk tiltøk fyri at økja lut kvinnunnar í tí politisku støðutakanini ?

 

Viðmerkingar
Á ársfundi Ùtnorðurráðsins í Íslandi í august 1999 var ein soljóðandi rekommandatión nr. 1 samtykt:

Vestnordisk Råd godkender den fremlagte rekommandation om at, Rådet henstiller til Færøernes Landsstyre og Grønlands Landsstyre at nedsætte et udvalg i deres respektive lande med repræsentanter fra alle politiske partier, ligestillingsudvalget/rådet og fra centrale kvindesagsorganisationer for at planlægge tværpolitiske tiltag til at øge kvinders andel i den politiske beslutningsproces.

Grundarlagið undir samtyktini varð lagt á ráðstevnuni "Kvinnupolitiskur Verkstaður", ið var hildin í Føroyum á sumri 1999. Á ráðstevnuni luttóku fakfólk úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Ráðstevnan var hildin eftir tilmæli frá politikarum í Útnorðurráðnum. Hesar viðmerkingar vóru til uppskotið:

Udfra statistik over kvinders deltagelse i politik bliver Norden ofte beskrevet som et paradis for kvinder i denne henseende. Desværre adskiller Vestnorden sig fra resten af Norden på dette område. Kvinders deltagelse i den politiske beslutningsproces i Vestnorden har været meget lav i gennem tiderne, både inden for kommunalbestyrelser og i parlamenterne. På Færøerne er kvinders andel i Lagtinget kun 12% og i Grønland er kvinders andel i Landstinget kun 14%. I Island var kvindernes andel i Altinget kun 25% i perioden 1995-1999. Ved Altingsvalget i maj 1999 blev der valgt 35% kvinder ind på Altinget. Dette kan i høj grad tilskrives, at der blev nedsat et udvalg i Island med det formål at planlægge tværpolitiske foranstaltninger for at øge
kvinders andel i politik. Udvalget startede en reklamekampange, gik i gang med
oplysningsarbejde og udgivelse af publikationer for at bidrage til en forøgelse af kvinders andel i Altinget. Efter Altingsvalget i 1999 er kvinders andel i Altinget derfor på højde med, hvad der er tilfældet i de skandinaviske parlamenter. Vestnordisk Råd mener, at det, for at øge kvinders andel i den politiske beslutningsproces i Grønland og på Færøerne, er vigtigt, at der nedsættes udvalg i landene for at planlægge tværpolitiske tiltag i ovennævnt sammenhæng, ligesom man gjorde i Island. Udvalgene skal have en arbejdsperiode på mindst fem år, påbegynde arbejdet med det samme og der kan ansættes en projektleder. Udvalget får en halv million kroner om året til projektarbejdet og skal beskæftige sig med uddannelse, reklamefremstød og udgavevirksomhed.

Løgtingið samtykti á tingfundi 18. november 1999 við akvøðutalinum 27-0-1 at taka undir við nevndu tilráðing frá Útnorðurráðnum, sí løgtingsmál nr. 13/1999.

 
Á løgtingsfundi 17.08.2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á tingfundi 19. september 2000 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Á ársfundi Útnorðurráðsins í Íslandi í august 1999, var ein sonevnd rekommandatión nr. 1 samtykt. Rekommandatiónin ella tilráðingin snýr seg um at seta eina nevnd við umboðum fra politisku flokkunum, javnstøðunevndini og kvinnufeløgunum til at leggja til rættis tvørpolitisk tiltøk, til tess at økja um talið av kvinnum í tí politisku støðutakanini.

Í tilráðingini verður somuleiðis fráboðað, at nevndin skal verða sett fyri fimm ár og skal seta í starv ein verkætlanarleiðara. Nevndin fær eina hálva millión um árið til verkætlanina og skal arbeiða við útbúgving, upplýsing og útgávuvirksemi.

Føroya løgting hevur á tingfundi 18. november 1999, við atkvøðutalinum 27-0-1, samtykt at taka undir við nevndu tilráðing frá Útnorðurráðnum.

Við skrivi, dagfest 26. november 1999, viðvíkjandi løgtingsmáli 114/1999, hevur Føroya Løgting sent landsstýrinum viðkomandi tilráðing.

Løgmansskrivstovan hevur sent Almanna- og Heilsumálastýrinum tilráðingina til avgreiðslu í skrivi dagfest 30.11.1999.

Sum skilst hevur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum havt samband við Ísland og Grønland til tess at kanna, um hesi londini seta í verk somu tilráðing, sum send er Føroya Landsstýri. Okkum kunnugt hava grannalondini fyri stuttum samtykt at seta tilráðingina í verk, og sum skilst er ætlan landsstýrismansins í almanna- og heilsumálum somuleiðis at seta nevndu tilráðing í verk.

Málið avgreitt.