Fyrispurningur um Øravík-Hov og samferðsluhavn

100-3 Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstýrismann, um vegagerðina Øravík - Hov og nýggja samferðsluhavn á Tvøroyri

 

Ár 2000, hósdagin 17. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:


Fyrispurningur
 

  1. Letur tað seg gera at prioritera vegagerðina Øravík – Hov fremri enn ásett í løguætlanini?
  2. Um so er, eru tá ætlanir um, at tilfarið frá eini møguligari tunnilsgerð (Øravík-Hov) verður samskipað við nevndu ætlan um samferðsluhavn á Tvøroyri?
  3. Er støða tikin til, hvar á Tvøroyri nýggja samferðsluhavnin verður løgd?

Viðmerkingar
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, skal hava takk fyri avgerðina um at leggja Almanna- og heilsuskúlan í Suðri, har hann skal vera vælkomin. Eingin ivi er um, at fólk úr allari oynni og víða hvar um landið koma at gera brúk av hesi útbúgving. Tí er umráðandi, at samferðsluviðurskiftini í oynni verða so góð og trygg sum gjørligt soleiðis, at næmingarnir ikki verða noyddir at búgva á skúlaøkinum, men kunnu búðleikast hvar í oynni, tað skal vera.

Tvøroyrar býráð hevur við landsstýrisins góðkenning gjørt greitt, at um ein komandi oljuvinna hevur ætlanir um at nýta havnaøkið á Drelnesi, so er einki, sum forðar fyri tí.

Í løguætlanini, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður, saman við landsstýrinum hevur lagt til rættis, stendur m.a., at vegakervið Øravík – Hov, sum hevur landsmet í ferðslutrupulleikum, fær eina løgujáttan upp á 100,8 mió. kr., sum verður endalig ár 2008, t.v.s. um 8 ár. Viðvíkjandi nýggjari samferðsluhavn á Tvøroyri er gjørd ein íløgujáttan upp á 75 mió. kr., sum eisini verður endalig ár 2008.

Tá tað er greitt, at fráboðaði skúlin á Tvøroyri økir munandi um ferðsluna í oynni, og avgerð Tvøroyrar býráðs viðvíkjandi Drelnesi sum oljuhavn kann gerast veruleiki í nærmastu framtíð, metir undirritaði, at ætlaðu samferðsluútbyggingarnar í Suðuroynni hava skund, og verða tí settir landsstýrismanninum í samferðslumálum hesir spurningar.

 
Á løgtingsfundi  týsdagin 22. august 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 19. september 2000 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til spurning 1.
Arbeitt verður í løtuni við eini langtíðarløguætlan, har tunnilin til Gásadals verður raðfestur frammarlaga. Í ár eru 1 mió. kr. játtaðar til fyrireiking og kanning av verkætlanini.

Á strekkinum Øravík-Hov eru forkanningar gjørdar, og eru 750 tús. kr. settar av til framhald av hesum kanningum og prosjektering í ár. Hetta arbeiðið er komið so væl áleiðis, at landsstýrismaðurin fær tilmæli um verkætlanina í heyst.

Alt eftir hvat Løgtingið játtar av peningi til hesar ætlanir, og hvørjir møguleikar eru fyri at fremja arbeiðini, við atliti til støðuna m.a. á arbeiðsmarknaðinum, verða umrøddu arbeiði raðfest.

Til spurning 2.
Eftir fyribils verkætlanini verður stórt yvirskot av tunnilsgróti, og er skilagott at nýta ein part av grótinum til bygging av nýggjari samferðsluhavn í Suðuroynni.

Tað er sjálvandi ein ávísur fyrimunur, um báðar ætlanirnar verða framdar samstundis, um hetta verður raðfestingin, soleiðis at grót frá tunlinum verður koyrt beinleiðis til havnina, men er tað heldur ongin trupulleiki at goyma grótið til endamálið.

Til spurning 3.
Støða er ikki tikin til, hvar nýggja samferðsluhavnin skal liggja, men er Landsverkfrøðingsstovnurin farin undir at kanna alduviðurskiftini á Trongisvágsfirði fyri at finna best hóskandi stað.

Málið avgreitt.