Fyrispurningur um feršagjald fyri lesandi

100-5 Fyrispurningur til landsstżrismannin ķ samferšslumįlum um feršagjald fyri lesandi, sum feršast viš ferjum og bussum hjį SL

 

Įr 2000, tżsdagin 22. august, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Heina O. Heinesen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur

  1. Hvussu nógv skulu hesi gjalda, 50% - 75% ella nakaš annaš?
  2. Hvat verša takstirnir ķ hesum skślaįrinum, sum nś er byrjaš?

Višmerkingar:
Tį spurt veršur soleišis, er taš tķ, at ivi hevur tikiš seg upp um henda spurning. Tey, sum skuldu gjalda 50% eftir tķ, sum strandferšslan hevur bošaš frį, gjalda ķ dag ein hęgri takst. Męr er fortalt, at til dųmis viš "Dśgvuni" er feraselaprķsurin kr. 30, har hava hesi goldiš kr. 25, og viš bussinum til Havnar er feršaselaprķsurin kr 80, og har hava hesi goldiš kr 65.

Į lųgtingsfundi 22. august 2000 varš samtykt uttan atkvųšugreisšlu, at fyrispuringurin skal svarast.

Į tingfundi 21. september 2000 svaraši Bjarni Djurholm, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar:

Til spurning 1.
Tey lesandi skulu ķ dag gjalda 80 % av vanligum feršasešlakostnaši, tį tey feršast viš Bygdaleišum, og 50 % tį tey feršast viš Oyggjaleišum. Um so er, at taš er komiš fyri, at feršandi hava goldiš ov nógv, kunnu tey venda sęr til Strandfaraskip Landsins ella siga frį hjį tķ, iš krevur inn fyri feršasešlar umborš į skipinum ella ķ bussinum.

Eisini er mųguleiki hjį teimum lesandi at keypa sęr eitt mįnašarkort fyri 400 kr., iš gevur rętt til frķa feršing viš Bygdaleišum og Oyggjaleišum millum bśstaš og skśla. 

Til spurning 2.
Strandfaraskip Landsins og Stušulsstovnurin hava gjųrt eina avtalu um at umleggja skipanina viš feršaķskoyti til tey lesandi. Ein royndarskipan er sett ķ verk, har meginreglan er, at lesandi skulu gjalda taš sama fyri feršing millum bśstaš og skśla, uttan mun til, hvar ķ landinum tey bśgva. Tey lesandi kunnu keypa eitt sonevnt elektróniskt frumkort viš 20 tśrum aftur og fram millum bśstaš og skśla fyri 100 kr. Frumkortiš gevur harumframt rętt til 20 % ķ avslįttri į ųllum farleišum hjį Strandfaraskipum Landsins, eisini ķ frķtķšini.

Mannagongdin er soleišis, at tann lesandi fyllir śt eitt umsóknarblaš, har skśli og lesandi vįtta, at upplżsingarnar eru ręttar. Umsóknin veršur latin einum innkrevjara į ferju ella bussi, ella einari av avgreišslunum hjį Strandfaraskipum Landsins kring landiš. Saman viš umsóknini veršur latin ein passmynd og 200 kr., av hesum eru 100 kr. depositum fyri frumkortiš. Um umsóknin veršur gingin į mųti, fęr nęmingurin eitt frumkort innan 3 vikur frį tķ, at umsóknin er latin Strandfaraskipum Landsins. Treytirnar fyri at fįa eitt slķkt frumkort eru įsettar ķ §10 ķ kunngerš nr. 103 frį 30. juli 2000 um śtbśgvingarstušul.

Til nęmingurin fęr frumkortiš, tó ķ seinasta lagi til 1. oktober, kann gjaldast feršasešlagjald eftir verandi avslįttarreglum fyri lesandi, so sum greitt er frį ķ svarinum til spurning 1.

Strandfaraskip Landsins og Stušulsstovnurin hava gjųrt eina vegleišing til nżggju skipanina, sum eisini kann sķggjast į heimasķšu stušulsstovnsins. Av tķ, at talan er um eina royndarskipan, er taš mųguligt, at įvķsar tillagingar verša gjųrdar ķ skipanini so hvųrt.

Mįliš avgreitt.