Fyrispurningur um skriv til ST

100-7 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, l°gmann, vi­vÝkjandi brŠvi, sum L°gmansskrivstovan hevur sent til Sameindu Tjˇ­ir

 

┴r 2000, frÝggjadagin 25. august, bo­a­i forma­urin frß omanfyri nevnda fyrispurningi frß tingmonnunum Jˇannes Eidesgaard og Edmund Joensen, sum var soljˇ­andi:

Fyrispurningur

  1. Hv°r Ý landsstřrinum hevur tiki­ stig til at senda ST brŠv vi­vÝkjandi samrß­ingunum millum F°royar og Danmark?
  2. NŠr er l°gma­ur kunna­ur um brŠvi­?
  3. HvÝ er uttanlandsnevndin ikki kunna­ um hetta brŠvi­, tß střrisskipanin sigur, at landsstřri­ skal rß­f°ra seg vi­ nevndina Ý mßlum av stˇrum třdningi?
  4. HvÝ er brŠvi­ ikki undirskriva­ av l°gmanni, tß politiski bo­skapurin Ý brŠvinum er, at danska stjˇrnin ikki veruliga vil samrß­ast um ein fullveldissßttmßla?
  5. HvÝ er vanliga mannagongdin Ý uttanlandsmßlum, sum j˙ er felagsmßl, ikki br˙kt Ý sambandi vi­ hetta brŠvi­?
  6. HvÝ ver­ur brŠvi­ sent, tß l°gma­ur Ý ┌tvarpinum 23. august 2000 vi­gongur, at Štlanin sjßlvandi ikki er, at ST skal leggja upp Ý samrß­ingar, og at hetta heldur ikki letur seg gera, um ikki eisini danska stjˇrnin ynskir ta­?
  7. Hevur landsstřri­ sett seg Ý samband vi­ a­rar altjˇ­a felagsskapir hesum mßli vi­vÝkjandi?

Vi­merkingar
SambŠrt heimasÝ­u landsstřrisins umsitur l°gma­ur střrisskipanina, uttanlandsmßl og kommunumßl. Tß hetta mßl uttan nakran sum helst iva snřr seg um uttanlandsmßl, ver­ur hesin spurningur settur l°gmanni sum ßbyrgdahavandi av °kinum.

23. august bar ┌tvarpi­ tey tÝ­indi, at L°gmansskrivstovan 26. juli 2000 hev­i sent h°vu­sskrivstovuni hjß Sameindu Tjˇ­um Ý New York eitt brŠv, sum sn˙­i seg um samrß­ingarnar, sum eru millum F°royar og Danmark um at skipa F°royar sum eitt land vi­ fullveldi. BrŠvi­ var ˇkent ikki bara fyri F°roya fˇlki, men eisini fyri L°gtinginum og fyri uttanlandsnevndini.

Longu 24. august 2000 kunnar stjˇrnin 21-manna nevndina ß Christiansborg um hetta brŠvi­ til ST og um brŠvi­ frß Niels Helveg Petersen til l°gmans, dagfest 23. august 2000.

TrÝggjar dagar eftir, at brŠvi­ er sent, heldur l°gma­ur ßrligu r°­u sÝna ß ˇlavs°ku, uttan at hetta ver­ur nevnt vi­ einum or­i. Or­askifti­ um l°gmasr°­una vardi Ý samfullar trÝggjar dagar, men heldur ikki tß kom fram, at landsstřri­ hev­i sett seg Ý samband vi­ ST.

═ brŠvinum ver­ur m.a. sagt, at danska stjˇrnin ikki hevur vÝst veruligan vilja til at samrß­ast. Hetta mß kallast at vera ein verulig politisk vi­merking, men tˇ hevur l°gma­ur ikki undirskriva­ brŠvi­.

Vanliga mannagongdin Ý sambandi vi­ uttanlandsmßl, sum j˙ er felagsmßl, er ikki heldur fylgd, sum eisini brŠvi­ frß uttanrÝkismßlarß­harranum til l°gmans tann 23. august ber bo­ um.

Ta­ hevur sjßlvsagt ßhuga fyri bŠ­i spyrjararnar og fyri alt F°roya fˇlk at fßa at vita, um landsstřri­ hevur sett eg Ý samband vi­ a­rar altjˇ­ar stovnar Ý samband vi­ fullveldissamrß­ingarnar.

┴ l°gtingsfundi 25. august 2000 var­ samtykt uttan atkv°­ugreis­lu, at fyrispuringurin skal svarast.

┴ tingfundi 21. september 2000 svara­i Anfinn Kallsberg, l°gma­ur, fyrispurninginum solei­is:

Svar

Til spurning 1:
Sum partur av samrß­ingunum vi­ donsku stjˇrnina hevur spurningurin um lutt°ku av altjˇ­a eyglei­ara veri­ nevndur fleiri fer­ir, fyrstu fer­ 21. mars 2000. Undir seinasta samrß­ingarfundi tann 15. juni 2000 var­ bo­a­ frß, at landsstřri­ fˇr at kanna m°guleikan fyri at fßa ein 3. part upp Ý samrß­ingarnar.

Sum ein partur av fyrireikingunum til komandi samrß­ingar hevur landsstřrisma­urin Ý sjßlvsstřrismßlum H°gni Hoydal tiki­ stig til at kanna mannagongdina fyri, tß ST luttekur sum 3. partur Ý samrß­ingum.

Til spurning 2:
L°gma­ur og Helena Dam ß Neystab° vˇru kunna­ um skrivi­ til ST av H°gna Hoydal tann 26. juli 2000. Ta­ var­ frß l°gmanni lagt eina vi­, at brŠvi­ skuldi vera ß embŠtismanna stigi, og skuldi vera ein t°kniligur fyrispurningur um mannagongdir fyri ST lutt°ku Ý samrß­ingum.

Til spurning 3:
Tß brŠvi­ til ST er ein fyrispurningur um mannagongdir og tÝskil er eitt reint fyrisitingarligt mßl, metir l°gma­ur ikki, at mßli­ kemur undir ßsetingarnar Ý grein 54 Ý Střrisskipan F°roya.

Hinvegin er uttanlandsnevndin kunna­ um, at landsstřri­ Štlar at kanna mannagongdir fyri, tß 3. partur kemur upp Ý samrß­ingar av hesum slag.

Til spurning 4:
VÝst ver­ur til svar til spurning 1. og 2.

Tß fyrispurningar og spurningar um mannagongdir ver­a fyrireika­ir av umsitingini, er brŠvi­ undirskriva­ av rŠtta vi­komandi, nevniliga einum embŠtismanni.

Til spurning 5:
Uttanlandsmßl eru felagsmßl sambŠrt grein 5 Ý heimastřrislˇgini. Grein 8 Ý somu lˇg ger nŠrri reglur fyri lutt°ku F°roya Ý altjˇ­a vi­urskiftum.

Tey seinnu ßrini er f°roysk lutt°ka Ý altjˇ­a h°pi vor­in alt meira sjˇnlig og sjßlvst°­ug. Mong d°mi eru um beinlei­is brŠvaskifti millum landsstřri­ og ˙tlendskar stjˇrnir ella millumtjˇ­a felagsskapir. Harumframt hava samrß­ingarfundir veri­ vi­ ongari danskari lutt°ku.

Til spurning 6:
Her er ikki talan um nakra ands°gn, tÝ Ý brŠvinum ver­ur ikki heitt ß Sameindu tjˇ­ir um at leggja upp Ý samrß­ingarnar. Talan er einans um ein fyrispurning av t°kniligum slagi vi­vÝkjandi upplřsingum um mannagongdir, tß i­ Sameindu tjˇ­ir og/ella stovnar tess luttaka sum tri­i partur Ý altjˇ­a samrß­ingum.

Til spurning 7:
Landsstřri­ hevur ikki sett seg Ý samband vi­ a­rar altjˇ­a felagsskapir hesum mßli vi­vÝkjandi. Landsstřri­ hevur tˇ til fßnřtis um donsku stjˇrnina roynt at sett seg Ý samband vi­ NATO Ý sambandi vi­ kanningar vi­vÝkjandi framtÝ­ar trygdarpolitikki F°roya og umhugsar at venda sŠr til altjˇ­a b˙skaparstovn um meting av f°royskum sjßlvberandi b˙skapi.

Mßli­ avgreitt.